Brend minni

Listin er sjálvandi funktiónsleys sum at laða verjugarðar har einki brim er. List er at arbeiða seg upp í tóman heim eins hjálparleyst og óumberligt sum bugluti feittkanturin av einum brennandi kertuljósi. - Eru minnini ikki á sama hátt stadnaðar og stoyptar hugmyndir av upplivingum og eygleiðingum, tú einaferð hevði? Tá og seinni “I en sal på hospitalet/ hvor de hvide senge står..”. Myrkrið er miskunnarleyst í tílíkum hvítum gentueinsemi á bróstsjúkrahúsum og vit kenna somu bølaniðu frá Karsten Hoydal “Ganga nú á meg minnini, mær goymdu oyru og eygu...”. Henda yrkingin, Vatnið og Ljósið er vígd pápanum og kyknar úr minnum um ein serstakan barndóm í Hoydølum, har pápin var umsjónarmaður á sanatoriinum. Barndómsminni leggjast á yrkjaraegið sum marrukend herðindi og vit síggja alt so týðiliga fyri okkum og hoyra tað við, tá hesin deyðans rossavognur við sínum tunga, tunga førningi av deyðum tuberklasjúklingum fer akandi niðan gjøgnum Sanatoriuveg við gnístandi hjólum í hálvalýsingini.

Tað staðbundna hevur alstóran listaligan týdning fyri Jóhan Martin Christiansen – ikki minst í framsýningini Don’t tell me ‘cause it hurts í gamla roykirúminum í Hoydølum. Hølið var einaferð í tíðini ein av tilsamans fimm liggihallum hjá teimum tuberklasjúku á Sanatoriinum. Tá lógu tuberklasjúk í liggihallum fleiri ferð um dagin, tí tað var hildið, at frísk luft og nálatrø kundu bøta um teirra heilsu og eitt nú gera tað lættari hjá sjúklinginum at anda. Seinni – í einari aðrari tíð stóðu frísk ung fólk í sama høli og andaðu í seg sigarettroyk; grái roykurin blandaðist festliga við angan av grønum sjampo frá Garnier og hjartaligum ungdómsátri. Tað kann tykjast margháttligt og kann kanska eisini fatast sum okkurt slag av lagnunnar speisemi, men funktiónin hjá hesum høli sigur okkum fyrst og fremst søguna um tvær púra ymiskar samfelagsstøður, ið báðar hoyra fortíðini til. Beint nú, í skrivandi stund er støðan ein onnur. Nú arbeiða samtíðarlistafólk í Hoydølum. Í fjør brúkti Jóhan Martin Christiansen hølið sum arbeiðsrúm, tá hann skapti sítt monumentala verk til samtíðarlistaframsýning í Listasavni Føroya. Nú definerar hann rúmið á nýggjum sum eitt listaframsýningarhøli.

Seinastu árini hevur áhugin fyri støðum og fyri tí staðbundna verið alsamt vaksandi innan listina. Vit hava upplivað leikir, upplestur og listaframsýningar, sum ikki bara snúgva seg um støð, men sum eisini ganga fyri seg á júst somu støðum. Hetta hevur elvt til eina áhugaverda  móttakarastøðu, ið um somu tíð kann vera sera ítøkilig og beint fram, samstundis sum hon er full av óformuleraðum hugasambondum og minnum, ið tvinnast saman við og gerast partur av listaligu upplivingini.

Mítt fyrsta minni um Jóhan Martin knýtir seg til Hoydalar og eina oljupastelmynd. Eg má viðganga, at minnið um tann unga listamannin stendur kámari fyri mær enn myndin. Men staðið var myndlistahølið beint við síðuna av roykirúminum í teirri fyrrverandi gentukostdeildini í Hoydølum, har eg undirvísti stóran part av mínum fyrstu árum sum studentaskúlalærari. Minnið er eitt lasafar fult av holum og flottum, sjálvgjørdum fyllingum. Í mong ár helt eg tað vera galið við mínum egna langtíðarminni, men eg eri komin fram til, at tað ikki er so einfalt, hetta at minnast og at fólk flest lúgva fyri fyri sær sjálvum og velja minni, ið eru endaleyst redigerað og skipað, so at tey passa inn í ein givnan samanhang. Og var tað ikki so, at Jóhan Martin longu á ungum aldri skuldi gerast ein virkin og týdningarmikil føroyskur listamaður, so er ikki vist, at hansara oljupastel frá 2004 lá eftir í minninum hjá mær. Eg minnist ikki hvør uppgávan var; kanska høvdu næmingarnir verið niðri á Boðanesi og tekna – í øllum førum var hetta ein litrík oljupastell av einum landslagi, sum var lýst við ljómandi litspæli av violettum og bláum tónum við brigdum av ljóst mintgrønum og laksafarvaðum glottum. Tekning og skraveringar bóru brá av einum royndum teknara – tað óvæntaða lá í litsamansetingini, sum var øðrvísi og merkiliga sofistikerað. Ella soleiðis minnist eg tað nú nítjan ár aftaná. Tá visti eg einki um, at Jóhan Martin hevði teknað og málað síðan hann var lítil ella at hann eitt nú hevði verið í praktikk hjá listamanninum Torbjørn Olsen.

Jóhan Martin Christiansen er alt ov ungur til at sessast í tí gamla, bleyta nostalgilenistólinum - hann er eldhugaður og orkumikil samtíðarlistamaður, sum flytur mørk. Tað er innan samtíðarlistina, vit bæði hava samstarvað í meira enn tíggju ár. Tað hevur verið eitt satt privilegium at fylgja listamanninum og síggja menningina frá teimum fyrstu royndunum til slóðbrótandi framsýningar sum Spor í Listasavni Føroya Spor í 2016, Lonely Hearts saman við Hansinu Iversen á Skipasmiðjuni MEST í 2018 og Tell it To My Heart í Steinprenti í 2021 og fleiri framsýningar, samrøður, tekstir, listaverk, ið eg alt samalt minnist við takksemi.

Framsýningin Don’t tell me ’cause it hurts er hugsað og framleidd til Roykirúmið í Hoydølum. Talan er um eina installatiónsframsýning við stál- og ljósstandmyndum og svørtum gipsrelieffum. Heitið er frá sorgblíðu popplandapláguni Don´t Speak hjá No Doubt frá miðskeiðis í hálvfemsunum. Kanska kann lætti, grunni og populistiski poppheimurin í fyrstu syftu tykjast ósamsvarandi við ta tungu, djúpu og innhugsnu listina hjá Jóhan Martini Christiansen. Men hann brúkar javnan poppheiti, ið eins og tað ítøkiliga stálið og gipsið geva áskoðaranum ymsar assosiatiónsmøguleikar. Javnan eru heitini dialogisk, tey innlima eitt eg og eitt tú og viðurskifti, ið møguliga ikki eru fullkomiliga poppsløtt. Umbønin “Ikki siga mær tað, tí tað pínir meg” bendir á trupulleikar millum tvey menniskju, kanska er sambandið teirra millum at enda komið? Eg-persónurin er í hvussu er longu greiður yvir, at tað er galið samstundis sum hann ikki vil hava sín varhuga váttaðan.

Framsýningarstaðið er fult av minnum og hjátýdningum, ið spenna víða frá myrkasta myrkri til reinastu vón við ljósum anga av furunál. Framsýningarhølið er rátt við grafitti, sum kundi bent á okkurt stórbýarkent og tað sama er galdandi fyri stálverkini við ljósi hjá Jóhan Martini, ið tykjast ídnaðar- ella maskinkend, hørð og konstruktivistisk – tað er hart móti hørðum, skrúvur, sum eru boraðar niður í stál. Gipsrelieffini eru taktil sum húð; mjúki og broyskni yvirflatin sigur okkum sína skapanarsøgu um eitt tilfar, sum einaferð var flótandi og opið og tók skap av sínum umhvørvi áðrenn tað stadnaði eins og minni. Huglagið í teimum seks svørtu avlongu gipsrelieffunum sýnist álvarsligt, tignarliga tigandi sum var talan um okkurt slag av minnismerki. Tú kemur í tankar um hasar fimm ella seks flottu gravsteinarnar, ið standa lið um lið í kirkjugarðinum undir Svínaryggi og øll tey mongu, sum doyðu í dalinum fagra – er henda framsýning eitt slag av einum minnisvarði? Svarið er ikki eintýðugt. Framsýningarnar hjá Jóhan Martini Christiansen eru scenografiskar heildir av ítøkiligum og óítøkiligum tilfari, har pláss er fyri interaktión við áskoðaran í einum heimi, har ljós og myrkur treyta hvørt annað sum hjá Kingo, har ljósið fær megi frá myrkrinum. Tá varnast tú, at einki er regluligt, at relieffini eru ymisk og fjølbroytt – bæði í profilskapinum, sum onkrastaðni er heilt og aðrastaðni holut, men eisini í óslætta yvirflatanum, sum í støðum glitrar og aðrastaðni bylgjar aftur og fram við brendum minnum.

Kinna Poulsen