Gløgg list og Myndaódn í Steinprenti

Leygardagin læt Myndaódnin 2023 upp í Steinprenti við gløggi í góðum lag og eini flottari framsýning, sum Louise Aakerman-Nielsen kurateraði og disponeraði sera vakurt í framsýningarhølinum. Sum siður er, snýr Myndaódnin seg um samtíðarlist við denti á verk, sum eru framleidd í Steinprenti í brátt farna ári - framsýnt er m.a. tað stóra nýggja prentið hjá Claus Carstensen, sum er serstakliga ógvusligt og ræðandi við óðum goyggjandi hundum, sum tykjast koma út úr myndarúminum. Á gulu bakgrundini síggjast nøkur av ljótu orðunum, sum yrkjarin Yahya Hassan fekk omanyvir seg á sínum facebookvanga áðrenn hesin varð niðurlagdur nakað áðrenn yrkjarin sjálvur slóknaði bert 24 ára gamal.

Á framsýningini eru nakrar nýggjar vatnlitsmyndir hjá Tóroddi Poulsen - tað eru ymiskir pussfiskar, sum eru stuttligir og fittir, men eisini nokk so besnissaðar samfelagskritiskar viðmerkingar. Eitt av teimum framúrskarandi nýggju, stóru prentunum hjá Tóroddi er eisini við á framsýningini. Tað er eitt flykrandi mynstur av bláum og reyðum abstraktum skapum, sum minna um stríðsvognar, ið savnast í einum krossi sum í einum avskeplaðum brigdi av Merkinum; eitt stórfingið abstrakt verk, sum samstundis er eitt aktuelt politiskt verk og ein svíðandi kritikkur av føroyskt-russiska fiskivinnusamstarvinum.

Eg seti inn nakrar myndir frá degnum, men viðmæli øllum at síggja framsýningina - her er nógv at hyggja eftir - t.d. kettunum hjá Hanna Bjartalíð - hvussu nógvar finnur tú? - eisini ein heiðursveggur við trimum framúr prentum hjá Bárði Jákupsson. Bárður Jákupsson fyllir áttati tollaksmessudag og leygardagin 17.februar letur hann upp risastóra framsýning í Mullers Pakkhúsi - meira um hetta seinni.

Framsýnd eru eisini tey seks prentini hjá Silju Strøm, sum hon hevur gjørt til gávuprent til limir í áhugafelagnum Steinbrá. Gávuprent kunnu heintast í Steinprenti. Ársins gávuprent eru serstakliga litrík og tykjast at síggja til rættiliga abstrakt við dynamiskum og glitrandi gulum, ljósareyðum, reyðum og grønum strokum og skapum, ið so líðandi samla seg til glaðlynt menniskjaskap, sum hoppa og dansa runt á myndaflatanum. - Gávuprent verða latin, tá prógv fyri árligt limagjald fyriliggur. Nýggir limir eru altíð hjartaliga vælkomnir! Steinbrá er sjálvstøðugt grafiskt áhugafelag, sum øll kunnu gerast limir í. Fyri limagjald fáast árlig gávuprent, sum eru gjørd í Steinprenti. Endamálið við Steinbrá er at stuðla virkseminum í Steinprenti. Steinbrá varð stovnað 14. februar í 2010. Árliga limagjaldið er 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri virki, fyritøkur og líknandi. Steinbrá hevur kontu í Norðoya Sparikassa 9865-1042496.  

tvær vinkonur framman fyri nýggja steinprentið hjá claus carstensen

claus carstensen - men farið heldur og síggið myndina í framsýningarrúminum

tóroddur poulsen

í steinprenti tosa tey um list

Eitt av væl eydnaðu gávuprentunum hjá silju strøm

framman fyri gávuprentini hjá silju strøm

stórur áhugi var fyri fiskunum hjá tóroddi poulsen

og fyri tusj- og krittekningunum hjá hanna bjartalíð

teir tosa um spennandi verkini hjá hanna bjartalíð

heiðursveggur til bárð jákupsson