BROT

Jóhan Martin Christiansen

Samtíðarlistaframsýningin, BROT í Listasavninum er rættiliga sjáldsom við dentinum, ið verður á verk í stórari stødd og so er talan fyri tað mesta um verk hjá lutfalsliga ungum listafólkum, sum ikki arbeiða við klassiska landslagsmyndevninum. Umsjónarfólk á Listasavninum, Anna Maria Dam Ziska, sum sjálv er ung, hevur kuraterað framsýningina, eins og hon hevur skrivað tekstirnar í kataloginum og hetta hevur hon gjørt væl.

Jón Sonni Jensen

Dimma sæð ígjøgnum latexverkið hjá Jón Sonna Jensen

Støðugt og stokkut

Fleiri av verkunum á framsýningini tykjast snúgva seg um mótsetningin millum støðugt og stokkut. Í sínum standmyndum arbeiðir Jón Sonni Jensen til dømis við súluskapinum, ið sipar til klassiskan arkitektur, men so brúkar hann byggitilfar ið so líðandi broytist og forferst, t.d. er eitt stórt hol í einum stórum verki úr latex, ið er komið, tí tað hevur hingið í sólarljósi. Verkini hjá Jón Sonna sýnast bæði humoristisk og álvarslig við tilsipingum til lívfrøðilig skap og ídnaðarlig rør, har tú fært ein varhuga av, at tú sært partar av eini samanhangandi heild. Eg haldi, at serliga tey nýggju verkini hjá Jón Sonna Jensen eru áhugaverd og egin, meðan t.d. tað stóra latexverkið, sum er sett upp á skák gjøgnum framsýningarrúmið ikki skuldi verið tikið við. Tað er bæði ov nógv inspirerað av Eva Hesse (listamaðurin viðurkennir opið henda íblástur) og kemur upp fyri m.a. málningin hjá Silju Strøm niðri í framsýningarsalinum.

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hevur gjørt eitt einastandandi flott tekstilverk, ið um somu tíð tykist grafiskt neyvt og dramatiskt við minimalum snildum og rundleiddum formatiónum, sum tykjast sveima í svarthvíta myndaflatanum. Eisini hetta verkið tykist snúgva seg um tað støðuga í tí stokkuta við einum serligum taktilum materialiteti. Verkini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hava ofta verið á markinum millum list og design - hennara ullintu myndateppi hóska væl sum prýði og praktiskur ljóðdempari í glasbygningum sum á Glasi - men nýggja verkið hjá henni minnir meira um ein abstraktan málning, sum ímyndar klassiska bardagan millum ljós og myrkur. Tey fýra verkini hjá Randi Samsonsen hanga ljómandi væl og ljóst á balkongini ella í fyrsta rúminum á framsýningini (har millumveggurin tíverri ikki er tikin niður enn). Ljós hevur alstóran týdning fyri verkini hjá Randi Samsonsen. Verkið Don´t touch my silverballs hongur úr loftinum sum ein bleyt hangandi standmynd, ið skiftir lit og karakter eftir ljósinum og framsýningarrúminum. Skapið tykist um somu tíð lívfrøðiligt og kunstigt við silvurgráa yvirflatanum og tað er ikki til at siga um tað er boðini í heitinum, sum hava við sær, at áskoðarin freistast til at nerta við verkið ella sláa tað sum var tað ein boksibóltur. Tey trý myndateppini á vegginum eru úr velour, sum er ávikavíst spraymálað og við blómuprent. Tey eru seymað saman í strípum, ið gevur áskoðaranum fleiri valmøguleikar antin ein vil søkka niður í myrkabláa ella myrkagrøna myrkrið ella heldur savnar saman blómuskapini í huganum. Vit megna bara at fasthalda einari einstakari fatan í senn og síggja antin blómur ella myrkur. Tað er sera einfalt og samstundis ógvuliga djúphugsið.

Randi Samsonsen

Kirstin Helgadóttir

Jens Dam Ziska

Alda Mohr Eyðunardóttir

Fjølbroytt list

Eitt tað fyrsta verkið, sum møtir áskoðaranum á framsýningini, er ein stórur ljósur, horisontalur málningur hjá Kirstin Helgadóttir í fýra pørtum við hópin av fleirlittum smáum strokum, strikum og teknum, ið at síggja til flóta tilvildarliga á ljósa flatanum og tað er møguliga hetta, sum heitið sipar til, Birds in Flux. Okkurt musikalskt er yvir verkinum - mann hoyrir/sær fyri sær improvisatiónir yvir okkurt jazztema. Kirstin Helgadóttir kenna vit annars best fyri hennara góða grafiska design, sum eisini snøgga BROT-katalogið er dømi um. Verkið hjá Jens Dam Ziska, Grind/Skeleton er eisini ein málningur við lutfalsliga føstum, geometriskum mynstrum, ið minnir heilt nógv um myndamálið í málningum, hann hevur framsýnt áður. Litirnir eru heitir og djúpir og hava eitt organiskt brá. Verkini hjá yngstu luttakarunum Aldu Mohr Eyðunardóttir og Anný Djurhuus Øssursdóttir hanga lið um lið uppi á balkongini. Verkið hjá Aldu eitur At tøva uppá klett og er úr ull. Tað sær út til at vera tøvt uppá ein klett og hongur sum eitt óregluligt relieff á vegginum. Verkið hjá Anný er áhugavert og tykist persónligt - tað kundi væl verið størri í vavi ella í fleiri pørtum. Verkið Just a small garden ghost er úr onkrum, sum minnir um gólvlinoleum, sum hon hevur skorið ymisk dekorativ mynstur í. Ígjøgnum holini hóma vit partar av einum myndevni, sum vit ikki ordiliga fanga, men sum sær sveimandi romantiskt og eitt sindur popput út.

Tú ert eitt blomstur…

Eg hugsi, at framsýnararnir hava havt ymiskar treytir, í øllum førum eru summi verk gomul, meðan onnur eru nýframleidd. Nýggjasta verkið á framsýningini er velduga installatiónin hjá Jóhan Martin Christiansen úr stáli, glasi, ljósarmaturum, sitrónum, liljum og ymsum readymades lutum við heitinum Tú ert eitt blomstur og um veturin sakni eg teg. Verkið er myndað av fimm kassastrukturum úr reyðum stáli, sum eru gjørdir við atliti til rúmið og fyllir tað út so mikið væl, at støddin, mikilleikin er tað fyrsta, áskoðarin varnast – síðan mótsetningarnir millum tað popplætta og bleyta heitið og tað tunga og harða tilfarið. Meðan eg gangi runt um verkið hómi eg grafiska einfaldleikan og perspektivið í endurtøkunum av x-skapunum og teimum mongu javnfjaru linjunum í bæði stáli og ljósarmaturum og spakuliga birtist verkið fyri mær við sínum mongu undantøkum. Tað er eins og verkið framsetir eina stranga reglugerð, sum tað síðan ger alt fyri ikki at yvirhalda. Verkið er eins og eitt byggistillass, ið myndar eitt slag av palli til smáar uppstillingar við ymiskum tilfari. Her møtir reglusemi óreglusemi, mekanisk skap fevna organiskt tilfar meðan varandi møtir tí óstøðuga. Verkið er í sjálvum sær ógvuliga konkret og arkitektoniskt, meðan heitið og staklutir benda tann luftiga, poetiska, surrealistiska vegin við óregluligum uppstillingum, ið minna um nature morte í barokktíðini, men sum kortini hava eitt samtíðarligt brá við til dømis orkudrykkjum og sodavatnsfløskum, ið bæði kunnu sipa til likamligt haldføri og farnan barndóm. Verkið tykist modernað við tilfarsligum tilsipingum til 80´ini. Eg komi eitt nú í tankar um tær sansligu, sterku og skroypiligu fotomyndirnar hjá Robert Mapplethorpe av hvítum liljum, um slóðbrótandi og bersøgnu Marquis de Sade plátuna hjá Anne Linnet og um Náttarmaskinuna hjá Michael Strunge – yrkingina frá 1981, sum innlimar blinkandi neonljós, eksistentiellan fjáltur umframt nýromantisku býarfatanina hjá 80´araættarliðnum. Av tí, at verkið hjá Jóhan Martin Christiansen er so monumentalt sum tað er við endurtøkum og avbrotum, kemur áskoðarin lætt til at lesa dynamiskar hendingar inn í verkið eins og var tað ein søguframleiðandi maskina. Kanska er verkið um somu tíð eitt sorgblítt epitaf til barndóm og ungdóm og ein fagnaður av sjálvari lívsmegini, progressivu rørsluna, sum flytir menniskjað frá føðing til deyða. Jóhan Martin Christiansen hevur áður arbeitt við standmyndum og installatiónum og sama tilfari, men nú er hetta savnað í einum monumentalum høvuðsverki, ið peikar bæði aftur og fram í samlaða verkinum hjá listamanninum.

Jóhan Martin Christiansen

Hansina Iversen

Tungutala

Beint hinumegin veggin hongur stóri málningurin hjá Hansinu Iversen, sum upprunaliga var við á Speaking in Tongues framsýningini, sum Hansina hevði saman við Jóhan Martini Kristiansen á Møstingshus í Keypmannahavn í 2020. Myndaløriftið var tá uttan rammu, men er nú spent á eina rammu og hetta hevur ikki verið heilt lætt, tí har eru onkrar smábuglur ovast og niðast og tað er spell fyri tann annars stramma framburðin í myndini. Sum so mangan hjá hesi listakvinnuni er málningurin ein sannførandi framvísing av hvussu tú kanst bjóða kompositoriskari javnvág av uttan, at bygnaðurin koppar. Fleiri løg av undirmáling verða savnað í ymiskum litbrigdum á myndaflatanum, sum fyri tað mesta eru grá við bjartlittum strokum og einum stórum, svørtum, óregluligum, sekskantaðum skapi, ið gongur á skák vinstrumegin á myndaflatanum. Mann skuldi hildið, at ein so avgjørdur og litformur átti at oyðilagt kompositiónina, men so er ikki. Í staðin fyri er tað eins og svarta skapið bindur myndaflatan saman, hvørs gráu litir og monumentala fomat á 220 x 420 cm, fáa meg at hugsa um tær stóru kompositiónirnar hjá Ingálvi av Reyni, sum hann málaði tey seinnu árini. Myndaflatin er býttur upp í trý vertikal høvuðsskap í horisontalu myndini. Tey bæði uttaru skapini eru smalari enn tað í miðjuni og sjálvt um myndamálið er nonfigurativt, tykist myndin frásagnarlig og dramatisk á tremur í ósøgdum søgum.

Rannvá Kunoy

Samtíðarsøgur uttan byrjan og enda

Sjálvt um stórur munur er á listaliga framburðinum hjá teimum trimum royndu málarunum á framsýningini, hava tær okkurt til felags bæði í formatunum og teimum innihaldsríku myndum. Ein mynd sum After History hjá Rannvá Kunoy er á tremur í teknum og er málað í einum stíli, sum listakvinnan hevur brúkt mong ár at finna fram til og sum tykist óítøkiligur orsakað av máliháttinum og serligu litpigmentunum, ið skifta lit alt eftir hvar áskoðarin er í framsýningarrúminum. Stóri málningurin hjá Silju Strøm, Quiet Ordinary Things kundi hingið betur á framsýningini – veggurin, har hann hongur, er eitt sindur ov stórur til henda lætta, fína málningin. Tað er ein bjartlitt mynd við dansandi og sveimandi figurum í einum landslagi við hópin av abstraktum myndaelementum, sum tykjast fyrihalda seg til figurarnar á ein dekorativan og dynamiskan hátt. Málningurin er ljómandi fullur av rútmu og tónleiki og tað sær eisini út til, at figurarnir miðskeiðis í myndini hava tikið saman hendur til ein dans. Tað er í grundini løgið at síggja eina framsýning, ið snýr seg um nýbrot innan føroyska myndlist, uttan listafólk sum t.d. Hanna Bjartalíð og Tórodd Poulsen, men hetta er helst orsakað av, at kuratorurin ynskir at leggja dent á ta yngri listina og tí nýbrotið hendir støðugt og yvir um ættarliðið. Alt gott um tað.

Silja Strøm - Jón Sonni Jensen

Randi Samsonsen


Carl Jóhan fekk Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens

Virðisløn M.A.Jacobsens fyri fagrar bókmentir er latin Carl Jóhan Jensen. Hetta varð júst kunngjørt í Müllers Pakkhúsi og at virðislønin verður latin fyri tríverkið Terningar, Sær ein fuglabók av gloymsku og Vatn er ein vátur logi.

Á Listaportalinum eru tvær av bókunum ummæltar við m.a. hesum orðum:

Úr ummæli av: Sær ein fuglabók av gloymsku

“…Ein týdningarmikil partur av framúrskarandi skaldsøguni hjá Carl Jóhan Jensen gongur fyri seg í grannalagnum hjá mær her í Rabarbukvarterinum. Tað hoyrist longu á heitinum, at fyribrigdið tíð hevur nógv at siga í nýggju skaldsøguni hjá Carl Jóhan; Sær/ein fuglabók av gloymsku. Ein treyt fyri at gloyma er, at minnast, at mann hevur upplivað nakað minniligt og tað hevur hon, høvuðspersónurin í bókini. Spurningurin er hvat. - Tað er høvundinum so líkt, at svarið ikki kemur soleiðis beint fram við eini lýsing av upplivingum hennara í tíðarrøð, sum miðvíst og effektiv boðar okkum frá grundunum til ta núverandi støðuna hjá kvinnuni. Nei, hesin rithøvundurin veit av, at sumt sæst best í myrkri ella í mjørka og okkurt er so eymt, at tað krevur sína tíð og sína konu at grava tað fram aftur. Konan er í byrjanini av bókini stødd á einum hotelkamari á Kongabrúnni. Árið er 1968 um tað mundið, tá Sovjet gjørdi innrás í Kekkoslovakia; ein kreppustøða, sum verður til vár, frælsi og nýggja byrjan hjá Europa og kanska eisini hjá Havnarkonuni. Men áðrenn hetta er nógv myrkur í bókini, har er púra avkøvt av mjørka. Vit hava sæð tað fyrr í ritverkinum hjá Carl Jóhan, at hann knýtir einstakar lagnur til størri samfelagsligar og søguligar hendingar og hetta sama er galdandi fyri nýggju skaldsøguna, ið hevur eitt realistiskt grundarlag, veruligar gøtur, bygningar, søguligar hendingar og persónar. Skaldsøgan snýr seg um minni og um at sættast við sína fortíð. Eitt krimiplott, eitt morð setir ferð á søgugongdina aftur í myrkrið og fram í eitt nýtt ljós. Høvuðspersónurin er fødd í Havn og uppvaksin í Brekkugøtu, men hevur seinastu mongu árini búð uttanlands. Nú er hon aftur í Havn í arbeiðsørindum. Hon skal skrivað um ein mann, sum hon kendi og sum nú tykist vera myrdur umborð á einum línubáti. Lesarin hevur alla tíðina varhugan av onkrum ósøgdum, burturskotraðum og av stórum einsemi. Tað vísir seg, at høvuðspersónurin hevur eitt undarligt lyndi til at ímynda sær persónar sum fuglar. Sjálv er hon ein svala, mamman ein dúgva, sum flaksar og gronast á loftinum. Ella kanska tað ella ikki. Skrivihátturin hevur við sær, at ikki bara høvuðspersónurin er í støðugum iva í um hon minnist rætt. Lesarin fer eisini at ivast, men í øllum ivanum og mjørkanum, daga fram sárir sannleikar og nýggjar sannkenningar…”

“Eitt viðkomandi listaverk

Nýggja bláa bókin hjá Carl Jóhan Jensen, Vatn er ein vátur logi fullger sermerktu og ambitiøsu triologiina hjá skaldinum, har tilveran verður kruvd og kannað og sett saman aftur á nýggjum við orðum og setningum eins og viðkomandi listaverk. Vatn er ein vátur logi kemur aftrat bókunum Sær - ein fuglabók av gloymsku frá 2017, ið er hvít og Terningar – søgur av tilvild frá 2019, sum er reyð. Á hillini standa hesar tríggjar bøkurnar nú sum eitt sermerkt trikoloristiskt monument í nýggjari føroyskari bókmentasøgu, Eitt serstakt listarligt univers á tremur í listarligum og formligum tilviti og nýhugsan við søgum um nívandi einsemi, óndskap, tilvild og aðra eksistentiella elendigheit.

Yvirlit

Nú tríbókaverkið hjá Carl Jóhan Jensen er liðugt, ber til at byrja at gera sær eitt yvirlit yvir teir mongu áhugaverdu samanhangirnar millum bøkurnar, eitt nú kann myndatilfarið í bókunum kannast, tí í øllum trimum bókum eru myndir fremst og aftast. Myndatilfarið í teirri bláu bókini er heldur illustrativt og banalt í mun til skaldskapin – tað er kenda demensímyndin av eini andlitsmynd í profil, sum myndast av einum træi, ið er byrjað at missa bløðini eins og dement missa minnið og harvið sjálvan seg. - Upplagt verður somuleiðis hjá frøðingum at meta um hvat teir tríggir litirnir á vøkru bókunum umboða. Í framúrskarandi filmstriologiini hjá Kieslovski frá 1994, Tríggir litir (Blátt, Hvítt og Reytt) kannaði pólski filmsleikstjórin til dømis hvussu tað stóð til í Europa við hugtøkunum, frælsi, javnaði og felagsskapi, sum litirnir í franska flagginum ímynda. Vit hava jú somu litir í føroyska flagginum og meginparturin av tríbókaverkinum hjá Carl Jóhan Jensen gongur eisini fyri seg í Føroyum.

 Møletið

Bláa skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen hevur eitt hóskandi vátt heiti av mótsetningum, ið endurgevur ein kendan setning hjá týska romantiska skaldinum, Novalis. Bókin verður nevnd Ein lívssøga og er sett upp sum ein sjónleikur við dramaturgiskum upplýsingum í byrjanini. Fremst eru persónarnir presenteraðir - tað er ein gomul kona, hvørs tankar og útsagnir í høvuðsheitum mynda bókina. Harumframt standa ”Tú” og ”Røddir í sjónvarpinum” til at taka lut í leikinum. Stað og tíð er ”ein stova í miðbýnum í Havn um miðjan augustmánað”. Tað er eyðkent fyri skaldið, at vit bara at síggja til fáa hópin av upplýsingum. –  Í veruleikanum er frásøgnin meira holut enn eitt møletið bundnaturriklæði og minst líka ørkymlandi.

Ørkymlandi einatala

Í staðin fyri at lesarin fær upplýsingar frá einum skilvísum 3.persónsfrásagnarfólki, eru vit í nokk so stóran mun sloppin upp á fjall og mugu gera okkara egnu metingar um støðuna og søguna burtur úr tí lutfalsliga ósamanhangandi orðafloyminum hjá høvuðspersóninum. Henda einatala er til tíðir eins ørkymlandi og óítøkilig sum flugan, sum gjøgnum alla bókina surrar uttan mál og mið og yvirhøvur tykist vera í stórari andsøgn til ta ógvuliga detaljeraðu og ítøkiligu scenografiina. Umhvørvið er lýst sera subjektivt og tulkandi, har er t.d. eitt ”ótol í luftini” og tapetið hevur ein ”nervaðan lit”. Hesin fyrsti parturin av bókini er samanhangandi og serstakliga væl skrivaður. Sum hjá Herman Bang verður ein heil lívssøga í grundini søgd við neyvu lýsingini av innbúgvi og ymsum lutum í eini stovu.

Syrgilig tilvera

Gjøgnum brotamyndir av minnum hjá konuni fáa vit ímyndina av eini heldur syrgiligari tilveru í okkara samtíð. Tingvarpið er tendrað í stovuni og tí ber til at dagfesta nútíðina í skaldsøguni at vera í august í 2018, tá Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna legði fram uppskot um at geva tvørkyndum rætt til at skráseta seg alment sambært kynssamleika sínum. Hetta uppskotið setti eyðvitað gongd á alt møguligt grátt undir steini, ið máttu fram at verja borg og hesar fordømandi og býttisligu viðmerkingar av tingsins røðarapalli eru beinleiðis siteraðar í bókini, sum hervið hevur samtíðarlig perspektiv. Deprimerandi innlitið í tað politiska trongskygnið á skíggjanum speglar trongu umstøðurnar, sum okkara høvuðspersónur er uppvaksin í, umstøður, har hon ikki hevur fingið pláss til at vaksa sum menniskja.

Demens

Afturlítandi fáa vit innlit í barndómsheimið hjá henni - eitt hússetur, sum minnir eitt sindur um tað hjá fólkunum í Sær ein fuglabók av gloymsku – hesi eru eisini partvíst við í nýggju bókini, ið somuleiðis nevnir ein persón í Terningum. Her er samanhangur millum bøkurnar, men eisini stórir munir. Hon er ikki løtt at lesa, nýggja skaldsøgan ella tað vil siga, at hon er rættiliga skjót at lesa, tí tað stendur ikki øgiliga nógv á síðunum, men tað tekur tíð at fata og knýta samanhangir millum tað, mann fær at vita og tað mann ikki veit. Og so er alt hetta universið so ófatiliga hart, syrgiligt og óeydnusamt, merkt av vantandi kærleika. Gleðin er bara til í ørstuttum, óálítandi løtum, girndin er sveittandi og knøpp og tú fært javnan varhugan av onkrum sjúkligum ella onkrum, sum ikki fer rætt fram. Tað er ikki lætt at lesa slíkar tilveruligar oyðimarkargongur og einki verður betri av, at frásøgnin um hesa syrgiligu lagnuna tendrar í ringu samvitskuna hjá hesum lesaranum um eina aðra gamla konu, ið alt ov leingi sat í stórum einsemi, meðan gloymimyrkrið svølgdi hana. Tíverri hava fleiri okkara upplivað hetta, at foreldrini - annað ella bæði - gerast minnisveik og hjálparsleys. Og tað er hetta, sum er í ferð við at henda við okkara høvuðspersóni, har hon situr einsamøll í stovuni og tosar og minnist aftur á ymiskt, sum treingir inn á hana. Av tí, at hon er dement og serstakliga óálítandi frásøgufólk samstundis sum hon er sjálv søgan, verður ósamanhangandi mentala støðan ikki lýst sum so. Við holum, endurtøkum og prikkum verður hon heldur ítøkiliggjørd fyri lesaranum, sum følir seg stara inn í myrkrið og spakuliga gerast partur av tí, alt meðan gamla huffar og skeldar út.

Marta

Tað er ikki bara egpersónurin, ið tykist óálítandi. Hesin ”tú”, sum hon ofta vendir sær til er eisini fjølbroyttur og kann bæði vera tú, sum lesur og ein persónur, hvørs umhvarv, vit bara hóma sum eitt mannfólk, kanska ein vaksin sonur, sum gamla konan blandar við pápan og sum alt ov sjáldan er og vitjar, men tað er helst tí hon gloymir so hvørt. Barndómsheimið hjá konuni ljóðar til at hava verið ræðuligt. Foreldrini hava verið meira og minni óáhugað í henni og hava í størri mun verið noydd til at taka sær av systrini, sum ljóðar til at hava borið brek. Og so hevur tað annars verið eitt verri skil av gudiligheit, reinligheit, svakligheit og kærleiksloysi. Har er bara einstakur linni í frásøgnini og tað er Marta, ið er vinkona egpersónin – og helst nógv meira enn tað. Tað er forrestin positivt og fyri neyðini, at samkyndleiki sýnist alt meira vanligur í nýggjum føroyskum skaldsøgum.

Prikkar

Frásagnarhátturin er, sum áður nevnt, ógvuliga serstakur við holum, ólogiskum steðgum, útsagnum, ið verða brotnar av og so er tað maniska teknsetingin, sum eg í fyrstani eri við at fáa ganir av… Í staðin fyri at nýta punktum, brúkar Carl Jóhan Jensen konsekvent tríggjar prikkar millum setningar og setningsbrot. Slíkir prikkar verða vanliga brúktir til tess at lýsa, at tað skrivaða er partur av eini heild, at tað er óliðugt, at mann ikki heilt veit, men drálar og ivast. Í bókini Vatn er ein vátur logi eru prikkarnir partur av einum tilvitaðum stíli, sum hevur við sær, at tú sum lesari ikki følir nakran setning enda á avkláraðan hátt. Tað er strævið, men gerst alsamt meira áhugavert og viðkomandi, meðan mann lesur. Sum hjá Céline, ið eisini brúkti prikkar í hópatali, verður dentur lagdur á tað óavkláraða. Vit eru hjá konuni, í somu støðu sum hon djúpt inni í mjørkanum og støvinum mitt í vónleysu royndini at fáa tilverunnar puslispæl at liggja rætt. Stílurin hevur eina hugtakandi, ekspressiva, óróliga, næstan tivandi effekt…”

 Hjartaliga til lukku Carl Jóhan við væl uppibornu virðislønini.

Jóhan Martin Christiansen: FALL í Víngarðinum

Leygardagin letur framsýningin FALL við verkum eftir Jóhan Martin Christiansen upp í Víngarðinum. Talan er um eina framsýning við gipsrelieffum í ymiskum litum. Gips er eitt høvuðstilfar hjá Jóhan Martini Christiansen, sum hann hevur arbeitt við í nógv ár. Gips ella kalciumsulfat er eitt náttúrligt hvítt mineral. Tilfarið er burðardygt og hevur eina ógvuliga drúgva, fjølbroytta og áhugaverda nýtslusøgu, ið millum annað fevnir um avstoypingar av fornaldarstandmyndum.

Verkini á framsýningini FALL eru framhald av verkum, sum listamaðurin hevur gjørt áður, men við størri denti á litir. Hetta gevur størri margfeldi, ekspressivitet, eins og nøkur verk bera brá av málningalist. Heitið FALL kann sipa til at falla, detta ella fara um koll. Summir hugspekingar vilja vera við, at øll menniskjatilveran er eitt stórt fall móti deyðanum, átrúnaðarliga tosa vit um syndafallið, meðan ein orðing sum at vera komin á fallandi fót verður nýtt um konur, ið skulu eiga. Um vit líta okkum í kring, kann FALL eisini vísa til enska heitið fyri árstíðina, sum vit hava beint nú, eins og tað kann vera málfrøðiligt og snúgva seg um samskifti ella málfrøðiligt fall.

Heitið á framsýningini er sostatt ómetaliga fleirtýðugt og tað sama er galdandi fyri verkini. Yvirflatan kann tykjast einføld í sínum úttrykki, men umboðar samstundis eitt unikt, óslætt mikrolandslag. Tað tilfarsliga hevur stóran týdning. Gipsrelieffini verða stoypt á pappstykkjum, sum listamaðurin hevur valt sum grundform. Í prosessini verður eitt tilfar sostatt yvirført til eitt annað. Yvirflatin minnir um papp, men er gips. Millum bleytt og hart, tilfar og form, veruleika og hugasambond tendra verkini hugflogið, tí undir yvirflatanum krógva kenslur og søgur seg, ið geva seg til kennar so við og við. Verkini krevja sindur av tíð, áðrenn tey lata seg upp. Vælkomin til upplating í Víngarðinum leygardagin 15.oktober frá 15.00 til 17.00.

 

Listahøvuðsstaðurin Oslo

Hesa vikuna eru limir í Listafelagnum á listaferð í Oslo. Eg rokni við, at tey fáa nógv burturúr, tí eg var sjálv nýliga í Oslo í sambandi við Oslo Art Weekend, tá býurin stóð um at bresta av framsýningum og listatiltøkum. Nógv av støðunum eru framvegis opin, tó at OAW er yvirstaðið og nógv kunnu viðmælast, t.d. Høstutstillingen, sum minnir eitt sindur um Ólavsøkuframsýningina og Astrup Fearnley Museum of Modern Art - har gekk eg meg inn á tað fullkomiliga fantastiska verkið hjá Sigmar Polke Apparazione frá 1992.

Sigmar Polke Apparazione 1992

Víst var eg greið yvir, at Oslo er ein mentanarbýur, har framúrskarandi listafólk sum Henrik Ibsen, Edvard Munch, Amalie Skram hava búð, og eg veit eisini um nógv fín norsk samtíðarlistafólk, høvundar osfr. Kortini kom tað óvart á meg; mongdin av myndlistaframsýningum og eventum í Oslo á hesi listastevnuni. Saman við norðurlendskum ummælarum var eg boðin av OAW til International Critics Visit – Ferðin varð fíggjað av norska uttanríkismálaráðnum og lat meg bara siga beinanvegin, at tað var hjúklað um okkum í so stóran mun, at eg fleiri tók meg í at hugsa um hann sjálvan Tangen, ólukkudýrið, sum hungurstungin reikaði runt í Oslo í kendu skaldsøguni hjá Hamsun. Hjá okkum var tað øvugt, so væl vit vórðu gødd av bæði holdsligari og andaligari føði. Skráin hjá okkum var øgilig og fevndi bæði um nýggja Munchsavnið og Tjóðsavnið, men eisini um smærri gallaríframsýningar, tiltøk, performance og annað mangt, eins og vit høvdu tíð at ganga eitt sindur fyri okkum sjálvi og hyggja.

Marthe Ramm Fortun Skriver for ikke å skade - Femtensesse

Á café

Til heiðurs fyri Edvard Munch, sum var ein av mínum fyrstu málarahetjum, var mín fyrsti listatúrur yvir á Grand Café á Karl Johangøtuni, har teir sonevndu Kristianiabohemarnir vóru fastir gestir í sínu tíð. Og meðan eg sat og sutlaði mín í hesum høpi høpi heldur edrúiliga kaffimun, sá eg tey fyri mær, øll hesi fantastisku menniskjuni sitandi kring meg - í vælmaktini. Listafólkarørslan í Oslo, táverandi Kristiania var rættiliga radikal í síni samtíð og ikki sjálvdan merkt av ósemjum, listaligum, politiskum sum persónligum. Á vegginum aftast í caféini hongur ein monumentalur málningur, sum Per Krogh málaði av hesum tíðarskeiðnum, tá caféin var full av modernistiskum undangongufólkum sum umframt Munch taldi Hans Jæger, Oda Lassen, Christian Krogh og mong mong onnur.

Operain

Pae White

Listalig satsing

Í Noregi hava tey í rættiligan stóran mun satsað uppá listina í hesari øldini við stórum almennum byggjaríum. Flotta dýra operahúsið, sum fyritøkan Snøhetta stóð liðugt í 2008, er áhugaverdur bygningur at skoða bæði uttan og innan, har fleiri listafólk hava verið við til at prýða bygningin. Amerikanska listakvinnan Pae White hevur gjørt risastóra verkið Metafoil, ið virkar eins og leiktjald á pallinum. Tað er eitt vovið myndateppi, 23 metrar breitt við eini digitalt yvirførdari fotomynd av einum rukkaðum petti av silvurpappíri. Verkið er úr bummull, ull og polyester og tá tú ert nær við tað, síggjast træðrirnir í teppinum. Men frá sitiplássunum hjá áskoðarunum er illusiónin total, tá sær tað út sum eitt metalliskt, trídimensjonalt relieff.

Munchsavnið

Nýggi bygningurin, sum spanski arkitekturin Juan Herreros teknaði til Munchsavnið, sær nokk so spelkin út niðri við spildurnýbygda, skínandi havnarlagið, har umhvørvið minnir um allar møguligar aðrar gentrificeraðar evropiskar stórbýir. Savnið tekur seg upp um sjónarringin eins og eitt cruiseskip úr gráum aluminium við tiltikna knekkinum í vertikala profilinum, sum ein kritikari alt fyri eitt ákærdi fyri at vera eina eftirgerð eftir einum bygningi, ið sami arkitekturin teknaði og sum varð bygdur fyri tíggju árum síðani í Las Palmas í Gran Canaria. Eg veit ikki um eg nakrantíð havi verið til hasar glasbetongogmetal-bygningarnar, jú ókey, hatta var heldur avgjørt skrivað. Tað finnast jú ov mikið av flottum bygningum sum SAS-hotellið í Keypmannahavn, Harpa í Reykjavík og Guggenheim í Bilbao at nevna nøkur vøkur høvuðsverk, sum eru fingin burturúr áðurnevnda materiali. Men onkursvegna eru glasbetongogmetalkassar farnir at sýnast serliga ljótir aftan á fíggjarkreppu, klimakreppu og kríggj. Tað tykist onkursvegna ómetaliga ómodernað at byggja ein tílíkan bygning í 2022. Hann hevur kostað svimlandi 2,7 milliardir krónur og eg hugsi, at ætlanin fyrst og fremst hevur verið at byggja okkurt, ið sær altjóða út. Somu ætlan hava nógvir aðrir stórir býir og tí fer alt at líkjast. Nú skulu prestisjubyningar staðsetast við sjógv, soleiðis er tað bara, men hví? Og riggar tað líka væl alla staðni?

Rullutrappan í Munchsavninum

Munchsavnið

Sjúka gentan

Tá mann trínur inn í nýggja Munchsavnið, er tað eitt sindur sum at koma inn eina altóða floghavn við eini ørgrynnu av brøttum rullutrappum og ta assosiatiónina eri eg ikki einsamøll um - fleiri ummælarar hava hildið tað sama. Trappurnar fylla rættiliga nógv og harafturímóti er tað eins og onkur framsýningarsalur tykist ov lítil til listaverkini, t.d. veldugu verkini til Aulaprýðingina á Universitetinum, sum hanga í framsýningini Edvard Munch Monumental á 6.hædd.

Edvard Munch

Men tá mann kemur inn til listina, ja, tá kann alt annað vera líka mikið. Har eru so ófatiliga nógv framúr góð verk hjá Edvard Munch – á ovastu hædd verða harumframt samtíðarlistafólk framsýnd, og eg haldi, at tað var sera áhugavert og gott alt samalt, men tað bliknaði við síðuna av modernaðu meistaraverkunum hjá gamla symbolska ekspressionistinum, sum gav Oslo yvir 20.000 tekningar og grafiskar myndir, umframt 1100 málningar.

Sjúka gentan

Listasøguliga hevur Munch eina serstøðu í modernaðari list av fleiri orsøkum. Hann var sjáldsama gávuríkur, arbeiðssamur og arbeiddi við list í meira enn trýss ár. Listaliga útlátið var neyðugt fyri hann og umframt málningar, tekningar og prent, hevur hann skrivað yrkingar og dagbøkur. Hann málaði Skríggj, ið er vorðið eitt ikon fyri ta modernaðu tíðina. Og tey gera nokk so nógv burtur úr hesum verkinum bæði á Munchsavninum og á Tjóðsavninum. Men av tí, at har er so ómetaliga nógv onnur góð verk, ber til at miðsavna seg um øll møgulig onnur verk uttan at skula standa í bíðirøð, t.d. mongu avbrigdini av sjúku gentuni, sum Munch hevur málað við støði í minninum um, tá systir hansara doyði av tuberklum bert 16 ára gomul. Hann málaði myndevnið fyrstu ferð í 1885-86, men endurtók myndevnið aftur og aftur eisini í grafikki. Litografiska prentið frá 1896 er einastandandi vakurt – allur myndaflatin tykist glógva við eini serligari glæmu kring gentuna. Vit síggja hana frá síðuni, vakra andlitið er bleikt sum pappírið; profilurin er teknaður so kerliga, at mann verður heitur um hjartað av tí. Og meðan gentan liggur still og innrammað av fýrkantaða koddanum, er eitt sindur av framfýsni at hóma í hárinum, ið ætlar sær fram í verðina. Mótsetningurin millum livandi reyða hárið og ta nærum avsálaðu, nábleiku gentuna er ótrúliga nemandi enn í dag.

Niki de Saint Phalle - Brúðurin

Tjóðsavnið

Gamla Munchsavnið, sum Gunnar Fougner og Einar Myklebust teknaðu, er ein lágur trýssarabygningur - tað er Henie Onstad Kunstcenter eisini, har er ómetaliga vakurt og framsýningin hjá Niki de Saint Phalle kann eg inniliga viðmæla - hana ummæli eg seinni. Gamla Munchsavnið hevði ein ávísan fyrimun samanborið við tað nýggja orsakað av timburklædninginum innan. Timbur er eitt lívrunnið tilfar, sum riggar heilt av sær sjálvum næstan – ikki minst í einum norskum bygningi. Eg má siga, at eg var bilsin, tá eg í onkrum blaði las, at týski arkitekturin, sum hevur teknað tað nýggja Tjóðsavnið í Oslo, Klaus Schuwerk, sigur seg hava brúkt fyrimyndir úr fornaldar Grikkalandi. Eg sá ongar súlur ella beinleiðis tempulskap í bygninginum, ið tó er sjáldsama tignarligur - ein lutfalsliga lágur bygningur við sera vøkrum klædningi. Eg helt hann fyrst vera úr timbri, men talan er um vakran norskan tigulstein, harumframt hava tey brúkt eik, bronsu og marmor til bygningin, ið umframt gamla tjóðsavnið hýsir fleiri søvnum og fevnir um design, arkitektur og samtíðarlist.

Norska Tjóðsavnið

Savnið er heilt einastandandi við einum úrvali av 6.500 verkum, ið verða framsýnd í 86 hølum. Á savninum verður design og arkitekturdømi framsýnt, umframt listaverk, ið fevna um næstan 3000 ár. Verkini verða fyri tað mesta presenterað í tíðarrøð, men summastaðni hava tey sett gamalt og nýtt saman tematiskt. Rákið innan fyri listasavnsmiðlan tykist taka støði í, at gesturin einki veit og einki hevur lisið ella sæð. Allastaðni eru kassar við spurningum og svarum sum til dømis ”Hvat er list?” og tað er til at blíva ør í høvdinum av. Heldur ikki á Munchsavninum hava tey álit á, at tey fullkomiliga fantastisku listaverkini eru nóg áhugaverd hjá børnum, so har er okkurt tinganest til tey at fjasa við.

Maret Anne Sara

Tjóðsavnið er annars í allar mátar imponerandi – ikki minst í tí allarfyrsta rúminum, forhøllini, har bara eitt einstakt verk hongur. Tað er Pile o’Sápmi frá 2017 hjá samisku listakvinnuni, Maret Anne Sara, sum hon upprunaliga gjørdi sum eitt mótmæli móti norsku stjórnini, tá beiggi hennara varð tvungin til at skjóta sítt reinsdjórafylgi við 75 djórum – við síni list roynir listakvinnan at fáa fólk varug við stríðið fyri sámiskum rættindum í Noregi og aðrastaðni í Sápmi. Verkið hjá Maret Anne Sara er myndað av 400 reinsdjóraskøltum, sum allir hava eitt skothol í pannuni. Verkið er áhugavert, tí evnið er relevant í eini tíð við vaksandi høgraradikalum kreftum sum Svøríkisdemokratarnir, ið á sínum fíggindalista hava sámar umframt jødar og muslimar. Flokkurin er júst vorðin stuðulsflokkur í nýggju svensku ríkisstjórnini. Tí er tað í tøkum tíma, at Norðurlandahúsið í Føroyum varpar ljós á og framsýnir Sápmi Søgur – meira um hetta seinni. Pile o’Sápmi hevur verið framsýnt altjóða í Documenta 14 í Athen og Kassel og tað er jú meira enn hvat føroysk list kann reypa av.

Amaldus Nielsen

Tjóðskaparromantikkur

Tað tjóðskaparliga fyllir heilt nógv á Tjóðsavninum og eina løtu haldi eg meg vera komna heim, tá eg síggi eina inniliga myndlýsing av eini kroysu við flagtekju. Men her eru nógvir hundrað metrar av risastórum, stórbærum náttúrulýsingum hjá Johan Dahl og øðrum í romantiska tíðarskeiðnum. Í einum rúmi eru 150 ára gamlar søgumyndlýsingar hjá Erik Werenskiold og Theodor Kittelsen – hetta hølið er mest hugsað til børn og familjur og her situr ein dama í kýsa og sigur søgur - tað er pallsett sum í gomlum døgum. Huff og puff haldi eg, tí myndirnar eru nóg góðar í sjálvum sær. Myndlist klárar seg uttan alt hatta tvætlið um bara vit hava álit á móttakaranum hjá móttakaranum. Uppiá er eisini tann nýggja listin og samtíðarlistin framsýnd. Eisini her eru nógv áhugaverd norsk og altjóða listaverk, sum eg ikki havi sæð áður. Eitt høli nevnist The Pillars við verkum hjá ymiskum kendum listafólkum, Georgia O´Keeffe, Barnett Newman osfr. Talan er um The Fredriksen Family Collection, ið eftir øllum at døma eru rík góðvildarfólk, ið rinda fyri eina framsýning á Tjóðsavninum um árið. Kortini tykist hetta rúmið so merkiliga illa fyriskipað í uppseting og litavali, at tað órógvar meira enn tað ríkar um upplivingina og her kann tað næstan vera ein uggandi tanki, at sjálvt um pengar kunnu rinda fyri stórfingnar bygningar og listaverk, so eru pengar ikki alt! Men far sjálv og hygg um tú hevur ráð - har er nógv at síggja í Oslo!

Pillars

Jóhan Martin Christiansen - FALL - Vernissage

Í gjár læt framsýningin hjá Jóhan Martini Christiansen upp í Víngarðinum. Takk fyri, tit sum komu sjálvt í heystferiu. og vambavaskitíð. Framsýningin FALL er opin fríggjadag og leygardagar - sunnudagin 30.oktober klokkan 15.00 verður artist talk við listamannin í Víngarðinum. Her er røðan, eg helt.

Røða á framsýning hjá Jóhan Martin Christiansen 15.oktober 2022

Framsýningin eitur FALL - tað kann jú sipa til at falla, detta ella fara um koll. Summir hugspekingar vilja vera við, at øll menniskjatilveran er eitt stórt fall móti deyðanum, átrúnaðarliga tosa vit um syndafallið, meðan ein orðing sum at vera komin á fallandi fót verður nýtt um konur, ið skulu eiga. Fall sum skapan. Fall sum oyðing. Framsýningarheitið kann eisini úttalast ”Fåll” og sipa til árstiðina beint nú. Eins og verkini er eisini heitið á tremur av assosiatiónsmøguleikum og kann brúkast sum ein dynamiskur, umbroytiligur karmur kring heildina. Millum heild og heiti er tað hugsanir og myndir í huganum á áskoðaranum, sum eru við til at definera verkini.

Eg skal bjóða tykkum at vera hjartaliga vælkomin á seytjandu framsýningina her í Víngarðinum - 9.november hevur Víngarðurin verið til í 3 ár. Listamaðurin aftan fyri hesa framsýning eitur Jóhan Martin Christiansen – hetta er hansara næsta framsýning her. Hann er sera virkin og tekur í løtuni lut á trimum framsýningum beint nú í Reykjavík, í Listasavninum og her.

Verkini eru øll skapt til hesa framsýningina og eru individuellir partar av eini heild. Øll verkini eru gipsavstoypingar av pappi. Annars eru tey sera ymisk og sýnast bleyt og lívrunnin innan fyri tað harða og rektangulera skapið, ið bæði er ein óhátíðarlig áminning um pappkassaupprunan hjá verkunum, samstundis sum støddin í teimum smærru verkunum kann minna um ein andlitsspegil, eina ikon.

Ikonografiskt eru vit von við lesa andlit inn í myndir av hesi støddini og við hesum loddrætta skapinum – tað passar til støddina á okkara andliti. Á Glyptotekinum í Keypmannahavn liggja realistiskar rómverskar deyðamaskur frá byrjanini av okkara tíðarrokning á mumium og minna okkum á nøkur menniskju, sum eina ferð vóru. Tey eru so livandi og veruleikakend, maskuandlitini, at tú fært hug at práta við tey og spyrja hvussu tað var at liva tá í teimum fyrstu nullunum, men tey siga einki, kloyva ikki í tvey, hyggja bara upp úr mumiumyrkrinum við stórum, álvarsligum eygum.  

Verkini hjá Jóhan Martini Christiansen eru andlitsleys, nonfirgurativ, men nógv nærri okkara egnu tíð og tessvegna eiga tey at vera lættari at fata um tú ert opin og við uppá at lata tey tala til tín. Tey eru um somu tíð sera einføld – tað, tú sært er tað, tú fært og tó! Í einum verki sansi eg bleytar brúnar floyalsbuksur, lesegl, summardáar og ljósbrendar litir í gomlum fotomyndum. Eitt húðfarvað verk við einum tvørbjálka mitt á myndaflatanum kenst heilt øðrvísi, álvarsligt – tað er nakið eymt, kúgað, afturhildið ella stadnað. Eitt ljósareytt verk goysir sum eitt gosfjall við poetiskari orku og litspræni, sum fær meg at hugsa um náttarhimmalin einaferð, tá vit ynsktu og ynsktu og ongantíð áður høvdu sæð so nógv stjørnuskot og ikki ánaðu at nakað var til, sum æt meteorregn. Omma segði, at stjørnurnar vóru Guðs eygu, sum ansaðu eftir mær. Um eg var bangin fyri myrkrinum, skuldi eg koyra gardinurnar eitt lítið sindur frá, so at stjørnurnar sóu inn í kamarið. Tað ljóðar kanska eitt sindur creepy nú, men virkaði effektivt í onkrari kritiskari løtu í barndóminum.

Frástøðan millum abstrakt og ítøkiligt er ikki støðug, men í konstantari broyting bæði í okkara sinni og í teirri stóru myndini. Mikudagin komu tey gleðiboð frá NASA, at vit jørðbúgvar nú eru før fyri at broyta kósina hjá smágongustjørnum – hetta hevur mann gjørt við smágongustjørnuna Diomorfos og tað fekk tíðarritið Cosmos at fegnast við rættari amerikanskari optimismu ”Move over Armageddon, humans can swat asteroids out of orbit”. Tað ljóðar sum ein amerikanskur vanlukkufilmur og er samstundis merkiliga ítøkiligt. Melancholia eitur ein annar apokalypsufilmur og júst hendan kenslan av vakurleika og endaleysum sorgblídni um tað farna ella tað, sum skal fara er afturvendandi í verkheitunum hjá Jóhan Martin. Í yrkingini Heyst eftir Rainer Maria Rilke verður blaðfallið sett í samband við deyðan:

Herbst

Die Blätter fallen, fallen wie von weit,

als welkten in den Himmeln ferne Gärten;

sie fallen mit verneinender Gebärde.

Und in den Nächten fällt die schwere Erde

aus allen Sternen in die Einsamkeit.

Wir alle fallen. Diese Hand da fällt.

Und sieh dir andre an: es ist in allen.

Und doch ist Einer, welcher dieses Fallen

unendlich sanft in seinen Händen hält.

Fallið er so grundleggjandi í menniskjatilveruni, at vit uppliva tað allastaðni frá vit fara upp úr songini til vit aftur leggjast á kvøldið. - What goes up, must come down og átrúnaðarliga er tá tørvur á eini uppreisn ella onkrum, sum kann hjálpa og tað sæst eisini at enda í kristnu yrkingini hjá Rilke, har tað jú er ein, sum loftar fallinum.

Eisini í landslagnum uppliva vit alla tíðina hesa rørsluna av, at nakað vaksur fram og síðani tekur seg aftur. Tá vit tosa um føroyska list, er landslagið grundarlagið. Í landslagslistini myndast ein horisontal bylgjandi scenografi við sjónarringinum sum tað uttasta, vit síggja. Kanturin á jørðini. Loftsteinar hava landsløg, eins og mikrolandsløg hómast á yvirflatanum á verkunum hjá Jóhan Martini Christiansen. Tey bylgja og liva í einum avmarkaðum kosmos, sum vit áskoðarar kunnu gerast partur av um vit vilja.


Móttøka í sambandi við bók um Julie Sass

BOOK LAUNCH AND RELEASE EVENT

IMAGE: temporary constellation

by Julie Sass

Really Simple Syndication Press, 2022

SixtyEight Art Institute is delighted to release IMAGE: temporary constellation a new book by artist Julie Sass. This English language edition is a conceptual exploration of the artist's work through the image and its role in the aftermath of artistic production. Various writers give their take in short essays and other written contributions.

On 27 October, there will be a launch event at SixtyEight Art Institute. Here Julie Sass will present the book in conversation with Karen Elsebeth Jensen, complimentary drinks will be served.

Save the Date: Thursday, 27 October.
From 18-20. Conversation starts at 18:30.

Place: Gothersgade 167, st.th.

ABOUT THE BOOK

Image: temporary constellation is the result of a social and artistic inquiry by Julie Sass. The artist asked experts and colleagues from artistic, curatorial and writing backgrounds to use her artworks as the base to read the image's evolution, context, and place to studio practice, visual politics, and representation.

The book unfolds through the thoughts of each professional and how the artist uses her creative method as a magnifying lens to investigate reality via abstraction. Through this process, the reader is given various insights into the great potential of community-driven engagements in art -- in this case specifically -- as Julie Sass highlights, by providing focus and substance to how an image manifests itself in the world.

"Do pictures become images after dialogue?" is the question around which "Image: temporary constellation" revolves. According to the artist, the word imagen is tied to an appearance and connected to grasping "what will later materialize as an object or piece." At the same time, the subtitle, temporary constellation, refers to the assembly of voices, texts and works found in the book. With clear intention, this edition is a register of admired artists, critics and writers who generously reflect on their surroundings by using her artworks as the starting point.

In summary, Julie Sass explains that "the idea for this publication started in the summer of 2019. It concretized as the pandemic, forest fires, and war outbreaks reminded us how every purposeful creative gesture and meaningful personal engagement are a sign of a primordial/deep-rooted need to feel connected."

The book contains an interview with artist Nancy Friedemann-Sánchez and essays from Mikkel Bogh, Dina Vester Feilberg, Jeannene Przyblyski, Ivelisse Jiménez, Barry Schwabsky, Pari Stave, Kristian Handberg, Siri Ranva Hjelm Jakobsen, Courtney J. Martin, Kinna Poulsen, Line Clausen Pedersen, Eva Tind and with an editorial endnote by Hugo Hopping.

IMAGE: temporary constellation
By Julie Sass
Really Simple Syndication Press, 2022
120 Pages
Various illustrations
English Edition
Designed by Jeanne Betak
ISBN 978-87-970091-7-8
225 DKK / 30 EUR

BIOS

Karen Elsebeth Jensen is a cultural mediator at Hillerød Bibliotek (Hillerød Library), where she is curator of Vandrehallen, the exhibition venue connected to the Library, which includes events and new cultural offerings in relation to literature and its encounters with other forms of culture. Karen is interested in contemporary literature and in hybrid projects, where literature manifests itself outside the book and at the meeting point between music, the visual arts, and digital media.

Julie Sass studied visual art at The Royal Danish Academy of Fine Arts in Copenhagen and at New York University (MFA), where she specialised in painting. Later she received her MA in Theory and Mediation from The Royal Danish Art Academy of Fine Arts. Focusing on Abstraction in its diverse forms and how visual art can be embedded in various contexts, Sass has curated several exhibitions and published books connected to these exhibits, including her artist books. Her work can be found in public and private collections, such as The Metropolitan Museum of Art in New York, and it has been supported by Ny Carlsbergfondet. In 2020 she was nominated for the Queen Sonja Print Award.

Heystlist í Steinprenti

Nú heystódnirnar so smátt hava brett upp um armar og eru farnar í gongd við at halda levint og gang, meðan myrkrið ger seg út til at myrkna, hvat er tá frægari at gera enn at savnast kring ta góðu listina?

Ein nýggj framsýning við nýggjari og eldri grafiskari list, vatnlitsmálningum og tusjtekningum er latin upp í Steinprenti. Framsýnd verða verk hjá Tróndi Patursson (FO), Hanna Bjartalíð (FO/FIN), Julie Sass (DK), Inge Lise Westmann (DK), Fríðu Matras Brekku (FO) og Anna Seppälä (FIN).

Trónd Patursson kenna tey flestu. Hann er við á framsýningini uppá tveir mátar; sum listamaður og model, tí hann er myndevnið á fína silvurprentinum hjá Fríðu Matras Brekku. Tróndur hevur arbeitt á verkstaðnum í Steinprenti í nakrar vikur, har hann hevur gjørt sjey prent, harav tey fimm verða framsýnd. Myndevnini eru tey ikonisku við einum sterkt bláum, reyðum, grønum ella gulum botni og so einum organiskum svørtum kalligrafiskum mynstrið omaná. Millum svarta mynstrið og bjarta lithavið kyknar eitt veldugt rúm við ímyndanini av kosmos millum himmal og hav.

Hjá Inge Lise Westmann snýr tað seg somuleiðis um náttúruna, men perspektivið tykist eksistentialistiskt – í øllum førum bera hesar myndir brá av menniskjasporum í náttúruni. Hanni Bjartalíð hevur teknað vakrar tusjtekningar av rúmum við figurum og lutum, sum verða framsýndar saman við trimum prentum av eini plantu, sum sæst eins og eitt myrkt mynstur upp móti eini einlittari bakgrund. Og sjálvt um lýsingin av hesum myndum kundi líkst lýsingini av myndunum hjá Tróndi, er stórur munur á teimum. Hjá Hanna Bjartalíð er eingin lutur ov lítil ella ov týdningsleysur til at gerast myndevni – her er tað ikki stórbært og øgiligt, men meira inniligt og heimligt við plássi fyri vakurleikanum í tí, sum er kring okkum.

Á framsýningini hongur ein framúrskarandi svørt mynd hjá Julie Sass, sum hevur arbeitt nógv í Steinprenti og hevur t.d. gjørt fleiri bøkur í samstarvi við Steinprent. Fyri stuttum kom bókin JULIE SASS: Temporary Constellation út við tekstum hjá nógvum ymiskum høvundum, ið øll skriva um einstøk verk hjá Julie, t.d. Mikkel Bogh, Dina Vester Feilberg, Barry Schwabsky og undirritaða, Kinna Poulsen.

Myndevnið hjá Anna Seppälä er fyrst og fremst menniskjað – eisini tá myndirnar hava heiti, ið sipa til uttanjarðligar vitverur. Hygg bara eftir hasum grøna dronginum, sum kagar út millum bløðini á eini pottaplantu; góðan dagin harra Livingstone - er tað í tí fremmanda, vit møta okkum sjálvum?

Kuraterað framsýningina hevur Louise Aakerman Nielsen. Steinprent er opið mánadag til fríggjadag frá 9-17 og leygardag frá 11-16.

Kinna Poulsen

 

Føroysk bók um minnissvinn vinnur barnabókavirðisløn

Mynd: Norðurbryggjan

Dánial Hoydal og Annika Øyrabø hava vunnið Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina "Abbi og eg og abbi", ið snýr seg um ein abba, sum broytist og er farin at gloyma. Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út bókina í 2021, sum longu hevur vunnið M.A.Jacobsens Barnamentanarvirðisløn.

Útnorðurráðið lýsir í tilnevningini Abba og eg og abba soleiðis:

Dánial Hoydal varpar við bókini ljós á eitt eymt og viðkomandi evni á ein virðiligan og barnavinaligan hátt. Lætt og sakliga gevur bókin høvi at práta um demens, sum rakar nógvar familjur. Dánial Hoydal dugir væl at lýsa tað álvarsama saman við eitt sindur av skemti og løttum orðaspæli, so at vónin sleppur at liva. Tað ger tað lættari at skilja og tosa um tað, sum tyngir. Annika Øyrabø dugir kynstri at skapa eina søgu bara við myndum. Við skuggum og dýpd skapa hennara pappírsklipp eitt trívíddar rúm, sum gevur lesaranum kensluna av at gerast eitt við søguna um dreingin og abban. Frá sjónarhorninum hjá dreinginum, síggja vit hvussu orð og gerðir hjá abbanum broytast, so hvørt sum hann byrjar at gloyma. Við einføldum orðum og spælandi stíli lýsir Dánial Hoydal broytingina og serliga sambandið millum teir báðar. Í eini annars vónleysari støðu, merkist ein hiti og gleði.

Tað sær út til at ganga rættiliga væl fyri føroyskar barnabókmentir fyri tíðina, hurrá og hjartaliga til lukku!

Hesar tríggjar bøkurnar vóru í uppskoti at vinna Vestnordisk Råds Børne- og ungdomslitteraturpris 2022

Listaverk til Margretu drottning tekur skap

Í morgun vóru tær tríggjar listakvinnurnar, Jessie Kleeman úr Grønlandi, Gudrun Hasle úr Danmark og føroyska Hansina Iversen í morgunsendingini hjá TV2. Hetta var viðvíkjandi listaverkinum, sum tær gera til Margreta drottning í sambandi við hennara 50 ára jubileum. Hátíðarhaldið er fleiri ferð útsett og var eisini í gjár eitt sindur tálmað av, at starvsfelagin, drottning Elisabet í Bretlandi nú fór í annað ljós, men kortini var gallasýning í kongaliga teatrinum leygarkvøldið. Margreta drottning er sjáldsama listáhugað og hetta munnu tey hava havt í huga í sambandi við hátíðarhaldið. Í januar í ár avdúkaði danski statsministarin, Mette Frederiksen, at gávan til drottningina frá fólkatinginum var ein listagáva, eitt listaverk við støði í ríkisfelagsskapinum.

Hansina Iversen greiddi í samrøðu við vertin á morgunsendingini frá, at uppgávan var bundin og opin í senn, og at verkið onkursvegna skuldi snúgva seg um tey trý londini í ríkisfelagsskapinum, sum tær tríggjar umboða. Grundarlagið í verkinum verður vatn ella tann sjógvurin, sum bæði skilir og bindur okkum saman. Jessie Kleeman arbeiðir við fiskum og eggum sum myndevni, Gudrun Hasle avmyndar hagasóljur, meðan Hansina Iversen arbeiðir abstrakt við støði í teimum átjan oyggjunum, ið mynda Føroyar. Skapini hjá henni minna um gimsteinar og stjørnur - her hevur hon eitt nú hugsað um stjørnurnar sum vegvísarar. Jørð, hav og himmal eru sostatt umboðað í verkinum, sum verður staðsett við Norðuratlantsbryggjuna í Keypmannahavn.

Gávan til drottningina á 50 ára føðingardegnum var ein røð av prýðisteppum, sum Bjørn Nørgaard gjørdi

Jessie Kleeman, Hansina Iversen og Gudrun Hasle - fotomyndir TV2



Stál – blómur – gips - poesi

Herfyri læt ein framsýning við samtíðarlist upp í Listaskálanum – ein av framsýnarunum er Jóhan Martin Christiansen, ið júst er heimkomin úr Bulgaria.

Ein ísakaldan hásummardag fór eg ein túr í Hoydalar at hitta listamannin Jóhan Martin Christiansen fyri at fregnast um verkætlanina, sum hann var í holtur við og sum er partur av framsýningini í Listasavni Føroya Brot. Føroysk samtíðarlist í stórum formati. Í Hoydølum hevur Jóhan Martin arbeitt inni í tí gula, grafittiskrýdda skúrinum, sum einaferð í tíðini varð brúkt sum roykirúm. Nú er hesin skúrur partur av listafasilitetunum, sum verða fyrisitin av Listafólkasambandi Føroyar, LISA.

- Viðtal við Jóhan Martin Christiansen

Virkisleið

Jóhan Martin Christiansen er Havnamaður – føddur í 1987. Tó at hann er ungur, hevur hann longu havt eina lutfalsliga drúgva virkisleið. Hann byrjaði tíðliga og slóg sítt navn fast á føroyska og danska listpallinum við búnum framsýningum á gallaríum og stovnum. Hann arbeiðir tilfarsliga fjølbroytt við m.a. gipsi, tekstil, steinprenti, performance, video og stáli, men fruktir, greinar, ljós, blómur, poesi umframt eitt úrval av readymades lutum kunnu eisini vera partar av hansara verkum. Jóhan Martin Christiansen er útbúgvin á akademinum í Malmö, har hann var liðugur sum Master of fine arts innan myndlist í 2014. Hann hevur tikið lut á nógvum blandaðum framsýningum í Føroyum og uttanlands, eins og hann hevur havt serframsýningar í eitt nú Steinprenti, Listasavni Føroya, Víngarðinum, Norðurbryggjuni, Møstings Hus og í Listahøllini saman við Hansinu Iversen.

Giotto: Hvítusunna 1306

Byggivirksemi

Tá eg tríni út úr bilinum uttan fyri gomlu Gentukostdeildina síggi eg alt fyri eitt hví skúrurin í Hoydølum er hóskandi verkstaður til nýggju verkini hjá Jóhan Martini Christiansen. Tey eru rættiliga stór í vavi, hesin eini parturin av verkinum, sum hann arbeiðir uppá, meðan eg vitji í Hoydølum, er ein avlong kassakonstruktión úr reyðum stáli, sum mann kann ganga inn í og sum í stundini fær meg at hugsa um myndkonstruktiónirnar hjá italska listamanninum Giotto di Bondone. Tað sama hendir ofta, tá eg hyggi at verkum hjá Silju Strøm, men hetta hevur einki við stílsligar líkleikar ella eftirgerð at gera. - Tað er bara eitt slag av fruktagóðum assosiatiónsvirksemi, sum hendir av sær sjálvum, tá mann sær áhugaverda list. Um eg hugsi meg um, hevur eitt ávíst brá av konstruktivum byggivirksemi verið partur av listini hjá Jóhan Martini leingi og í øllum førum líka síðani framsýningina, hann hevði í Galleri Henningsen fyri tíggju árum síðani, sum m.a. varð myndað av rustaðum rionet-stáli. Í nógvum myndum hjá Giotto, málar hann persónarnar inn í ymisk løgin rúm við gjøgnumskygdum veggjum. Tað vil siga, at tað bara er sjálv konstruktiónin, sum sæst. Listfrøðingar vísa ofta á ymsar perspektiviskar skeivleikar í hesum konstruktiónum til tess at staðfesta, at hesar myndir eru málaðar áðrenn centralperspektiviski spurningurin var rætt loystur av renesansulistafólkum. Eg ímyndi mær kortini, at har var annað og meir uppá spæl fyri Giotto enn bara perspektiviskar fintur. Strukturarnir mynda eitt rúm ella okkurt slag av rammu kring figurararnar, sum av tí sama koma tættari saman inni í rúminum. Kanska leggur listamaðurin við hesum dent á nærleika og kærleika millum persónarnar, sum hann málar inni í rúminum. Møguliga gerst rúmið eisini eitt heilagt stað t.d. í teirri løtu, tá heilagi andin kemur yvir lærusveinarnar ella tá teir eta seinasta náttaran saman við Jesusi. Rúmið kann eisini vera eitt intimt rúm eins og klivarnir, listakvinnan Louise Bourgeois byrjaði at skapa í 1989. Hon gjørdi yvir trýss av hesum verkunum Structures of Existence: The cells, ið eru ítøkilig smá og størri rúm úr stáli ella træi við ymsum lutum, innbúgvi og skulpturellum skapum, sum eru sett upp eins og sálarfrøðilig mikrokosmos við persónligum tilverusøgum, ið eru universalar og venda sær til øll menniskju.

Louise Bourgeois Cell (You better grow up) 1993

Tilfar

Eg byrji samrøðuna við at spyrja um tilfarið í installatiónunum, sum minnir um okkurt av verkunum, ið Jóhan Martin framsýndi á Tell It To My Heart framsýningini í Steinprenti í fjør og sum var gjørt úr sama slagi av stáli við ljósarmaturum.

KP: Hví brúkar tú tílíkt byggitilfar, hvat er tað serliga við tí?

JMC: Grundleggjandi snýr tað seg um eina fascinatión av tilfari og ikki minst um at flyta tilfar úr einum samanhangi til ein annan. Talan er ofta um tilfar, sum ikki er so vanligt í listaligum høpi. Eg leiti eftir tilfari, sum er einfalt í sínum úttrykki. Tað er rættiliga líkatil – har er pláss hjá mær at skapa. Júst hetta stálið, sum eg brúki til verkini á Brot framsýningini, og sum eg havi brúkt til aðrar framsýningar, fann eg av tilvild. Eg hevði tað liggjandi á atelierinum í eini tvey ár áðrenn eg gjørdi nakað burturúr tí, men so kom gongd á; eg fann eitt úttrykk, har tilfar og formur spælir saman. Skapini kunnu líkjast onkrum fragmentum úr t.d. býarrúminum, ið er sett upp fyribils. Stálið er í sær sjálvum eitt hart tilfar, tað umboðar nakað ávíst, sum vit seta í samband við verksmiðjur, byggjarí og annað líkandi. Stálið verður so sett saman við øðrum tilfari, t.d. ljósi og forgeingiligum tilfari, blómur og fruktir. Ein samanrenning av tilfari, sum er so óvæntað, at nýggjar merkingar spretta í samansetingini og í millumrúmunum.

KP: Á framsýningini Spor var ein nokk so stórur partur myndaður av gips- og tekstilverkum. Hvussu er – Ert tú hildin uppat við hesum tilfarum?

JMC: Ja og nei. Eg arbeiði enn nógv við gipsrelieffum, men kanska ikki so nógv við tekstilverkum í løtuni. Til dømis sýni eg nøkur gipsrelief fram saman við stálskulpturum á eini serframsýning í gallarínum Heerz Tooya í Veliko Turnovo, Bulgaria. Eg kann eisini nevna, at eg skal gera nøkur nýggj relieff til eina serframsýning í Danske Grafikeres Hus komandi ár. Verk í stórum skala, ið eru eins og rúm at kava inn í. Og so er eisini framsýning við gipsrelieffum í Víngarðinum í oktober. So samanumtikið haldi eg, at tað er heilt nógv gips í løtuni.

Tú ert eitt blomstur…

KP: Hetta nýggja verkið til framsýningina í Listasavninum - hvat snýr tað seg um?

JMC: Tú er eitt blomstur og um veturin sakni eg teg er eitt spildurnýtt verk, sum ikki er lætt at seta orð á, tí tað er so feskt. Men grundleggjandi er hetta eitt verk í fimm pørtum. Tað er myndað úr reyðlittum stáli frá MEST og minnir um eitt byggistillass, ið skapar eitt slag av palli til smáar uppstillingar við ymiskum tilfari, sitrónum, blómum í ymiskum løgum osv. sum standa á grálittum glashillum. Her hugsi eg um kyrrlutamyndir úr listasøguni, tað barokka, har matur, blómur, tímagløs, skøltar og alt møguligt annað er ein allegori, sum minnir okkum á, at lívið er forgeingiligt. Men eg havi so roynt at dagføra hetta eitt sindur. Á verkini havi eg fest ljósrør, sum gevur teimum eitt grafiskt skap, samstundis sum hetta er ljóskeldan til sjálv verkini av tí, at ljósið í loftinum er sløkt. Av tí at verkið er so stórt og í fleiri pørtum, kann tað kennast sindur sum at ganga og mala um náttina í býarrúmum, framvið neonljósi og inn í skýmlig skot – tað er næstan sum í einum filmi, bara uttan eina ítøkiliga søgugond.

Frá bulgarsku framsýningini hjá Jóhan Martini Christiansen

KP: Hevur format ella stødd nakað at siga í tínum verkum?

JMC: Ja, tað hevur týdning. Sum eg nevndi, so er ofta samanhangur millum stødd, proportión osfr. á verkum, og tað rúmið uttanfyri, sum tey eru sprottin úr og peika á. Til dømis so havi eg roynt at skapa nýggja verkið til Listaskálan í einum 1:1 skala, at tað vit uppliva í skálanum er næstan sum at uppliva veruleikan. At kroppurin onkursvegna merkir støddina, skala osv. Bæði um talan er um smá ella stór verk hevur tað týdning, at tað verður etablerað eitt kropsligt samband millum verk og áskoðara. Verkini taka sum nevnt ofta útgangsstøði í einum formi sum longu finnist, t.d. eru relieffini avstoypingar av pappi eg finni, og fyri tað mesta geri eg ikki annað við tað enn at gera eina avstoyping av pappinum.

Framsýningarheitið

KP: Heitið á verkinum tykist bæði poetiskt og banalt sum ein kærleikspoppsangur, kanst tú greiða frá heitinum og leiklutinum sum heild hjá einum heiti?

JMC: Popløg liggja ofta á markinum til kitsch. Men verða tey flutt inn í ein annan samanhang og kanska eisini umsett, so skifta tey ham, tey verða innilig. Til dømis Tell It To My Heart, sum verður til Sig tað við mítt hjarta á føroyskum. Eg havi einki einfalt svar, men ofta eru míni verkheiti brot úr sangum, har eitt eg og eitt tú luttaka. Eg og tú kunnu skiljast bæði heilt ítøkiligt, men talan kann eisini vera um eina innaru rødd, sum tosar við seg sjálva. Ella tilfar, sum tosa saman og hevur tvey sjónarmið. Heitið er bæði ítøkiligt, men eisini abstrakt, fleirtýðugt soleiðis, at tað kann skiljast í fleiri løgum.T.d. er ”Tú er eitt blomstur” ein nokkso banalur setningur, men hinvegin eri eg greiður yvir hetta, at tað líkasum er meiningin at tað skurrar eitt sindur. Tað er eisini ein innbygdur longsul í heitinum: ”um veturin sakni eg teg”. Hvat er hetta fyri ein longsul? Er talan um kærleika, ella er tað kanska kenslan av at kenna seg fremmandagjørdan, at vera millum støð og at royna at balansera í øllum hesum. Heitið er ikki ein forkláring, men heldur ein viðmerking, eitt perspektiv, sum kann lata ein javnfjaran heim upp.

KP: Onkur av verkunum á framsýningini Brot. Føroysk samtíðarlist í stórum formati vóru við á framsýningin Samrøður um mjørka. List í Føroyum í 21.øld, sum yvirritaða kurateraði á Norðurbryggjuni í 2020, men ikki tíni verk, hvar eru hesi í grundini stødd nú?

Samrøður um mjørka

JMC: Eitt av hesum verkunum, tað ið kallast Flip Flop er í løtuni á tour. Tað er við á eini bólkaframsýning, sum kallast Down Иorth – North Atlantic Triennal, ið fyrst lat upp í Portland Museum of Art í Maine, USA, síðani í Listasafn Reykjavíkur - Hafnarhús í oktober og at enda í Bildmuseet í Umeå, Svøríki næsta ár.

Samanhangir

KP: Tey verkini vóru bæði skapt in situ á staðnum í framsýningar-rúminum á Norðurbryggjuni. Verkini mintu um hvønn annan og bóru brá av bæði undirgangi og føðing eins og strukturar í ferð við at lata seg upp ella aftur. Hesi verkini mintu aftur eitt sindur um eitt verk á framsýningini Lonely Hearts (2018) á Skipasmiðjuni, sum eisini var eitt skap, ið tóktist lata seg upp ella lata seg aftur eins og ein ostra. Í hesum verkinum lógu sitrónir og úlnaðu og fóru so spakuliga at lukta av forfalli og undirgangi eins og ein barokk memento mori áminning um tað stokkuta lívið. Hesi verkini haldi eg hava týdning í tínum samlaða verki higartil, men tey tykjast kortini rættiliga øðrvísi enn hetta nýggja verkið – er nakar samanhangur heldur tú og kanst tú lýsa hann?

Lonely Hearts

JMC: Eg haldi avgjørt at tað er ein samanhangur millum øll míni verk, sama um tey eru tvey- ella trýdimensionell. Flestu av mínum verkum eru borin av einum minimalum úttrykki, ikki at skilja sum minimalisma, men tað, at tey eru still verk, sum ikki oysa um seg við frágreiðingum. Áskoðarin skal brúka og skerpa sínar sansir. I verkunum liggja hjátýdningar, sum so við og við lata seg upp, um ein er opin. Í nýggju verkunum, bæði tað sum verður víst í Listaskálanum og tað á Heerz Tooya eru blómur og fruktir partur av installatiónini. Tú nevnir onkrar møguleikar so sum forfall og vakurleika alt í einum. Mær dámar væl tað tvítýdda, at hesi spegla sær í hvørjum øðrum, samstundis sum talar er um kontrastir. Í nýggju verkunum eru til dømis proteindrykkir og haldfør mjólk, sum vísa til nútíð og fortíð, men sum bæði snúgva seg um onkra roynd at leingja um eittt avmarkað haldføri.

Maskulin list?

KP: Ja, forfall, undirgangur og spor eru afturvendandi temu í tínari list, men her er eisini nakað kropsligt og intimt í verkunum, sum eg eisini haldi vera sera maskulin. Ert tú tilvitaður um kyn í sambandi við tína list?

JMC: Kroppur og kyn, eisini seksualitetur, er heilt sikkurt partur av mínum verkum uttan at verkini sum so snúgva seg beinleiðis um tað. Ella jú, tað kroppsliga er nokkso ítøkiligt til staðar, tí at verkini eru so fysisk, tey eru úrslit av míni kropsligu handfaring. Men tað, at verkini bæði kunnu vera tað vit kalla feminin og maskulin samstundis, ella okkurt stað mitt ímillum, ella alt í senn, haldi eg vera eina styrki.

KP: Tú ert í løtuni við á eini føroyskari samtíðarframsýning í Listasavni Føroya – hvat heldur tú um støðuna – eru vit afturúrsigld enn?

JMC: Eg haldi at tað eru nógv spennandi føroysk listafólk, og at tað henda spennandi ting. T.d. eru listarligu tiltøkini á G! nakað av tí mest spennandi og listaliga granskandi, sum hendir í løtuni. Vit mangla heilt vist eitt stað til samtíðarlistina í Føroyum, eina listahøll, har føroysk og útlendsk cutting edge list verður víst, hetta hevði kanska eisini bøtt sindur um almennu vitanina um tað, ið gongur fyri seg innan listina.

KP: Hevur tað havt týdning fyri teg at kunna arbeiða við tínum verkum í Hoydølum?

JMC: Ja! Nú havi eg sjálvur verið við sum partur av nevndini í LISA í arbeiðinum fyri at skapa arbeiðskarmar til listaligt virksemi í Hoydølum - tað er framvegis stórur tørvur á arbeiðshølum. Tað er heilt fantastiskt at sleppa at arbeiða har eitt tíðarskeið við hesari konkretu verkætlanini. Hoydalar er eitt perfekt stað til slíkt virksemi. Eg droymi enn um eitt stórt kreativt umhvørvi í Hoydølum, har ymiskar listagreinar gera burtur úr sær og og samstarva. Og kanska, at ein residency listafólkabústaðarskipan verður har. Hesum roynir LISA eisini at arbeiða fyri.

Eg takki fyri samrøðuna og fari til hús hugsandi sum so ofta áður, at tað grør um gangandi fót innan føroyska samtíðarlist. Eg gleði meg at síggja Brot. Føroysk samtíðarlist í stórum formati – fotomyndirnar her í greinini eru ikki tiknar á framsýningini í Listasavninum – meira um hana seinni.

 

 Vetrarlistin í Víngarðinum

Í Víngarðinum hava vit skift framsýning og takka fyri stóra áhugan fyri hesari 15.framsýningini hjá okkum, ið hevði heitið “Hetta merkiliga lýsið...” við verkum eftir Zacharias Heinesen og Anker Mortensen.

Nú dagarnir styttast, ætla vit at gera ymiskt burturúr bæði matliga og listaliga. Vit hava sett saman eina dygdargóða og progressiva skrá við listaframsýningum í heyst og vetur. 15.oktober letur upp framsýning við spildurnýggjum verkum eftir Jóhan Martin Christiansen. 3.desember verður tað Julie Sass, ið letur upp framsýning við nýggjum verkum. Vit gleða okkum til framsýningarnar, eisini tær í 2023, tá er foto, málningar og glaslist á skrá - meira um hetta seinni.

Nýggja framsýningin í Víngarðinum, sum er opin frá í dag, 2.sept. eitur LIST ÚR SAVNINUM og ber brá av bæði sorgblídni og lívsgleði. Her eru fotomyndir hjá Ásmundi Poulsen, m.a. ein av Tindhólmi, sum hevur eitt melankolskt romantiskt brá, sum fotografurin ikki bert hevur fingið fram við at taka myndina, men eisini í eftirviðgerð í myrkakamarinum. Fína akvarelmálaða steinprentið hjá Fríðu Matras Brekku av Nólsoynni í gráum og í ljósareyðum támi hevur sama slag av sorgblídni yvir sær nú vit siga summarinum farvæl. Landslagið er eisini afturvendandi myndevni hjá Mariusi Olsen, sum ofta leggur eina serliga, dupulta myndatulking yvir sínar myndir, so at vit varnast landslagið á annan hátt enn vit plaga. Tær báðar vatnlitsmyndirnar hjá Onnu Seppälä eru eyðkendar fyri hesa sermerktu listakvinnu, sum í síni list er eins einastandandi original og hon er inniliga humanistisk. Hon hevur málað ein monumentalan vasa ella krukku, ið er prýdd við teimum fínastu reyðu, bláu og violettu blóðæðrunum. Myndirnar hjá Mariusi Olsen hevur hann gjørt í Steinprenti, har fleiri av hinum framsýndu verkunum hjá m.a. Zven Balslev, Hanna Bjartalíð og Tóroddi Poulsen eisini eru framleidd. Hesa ferð hava vit ikki fernisering, men tit eru øll vælkomin inn á gólvið at hyggja at framsýningini. Tá kvøldið kemur og sól fer í kav er tað ikki so galið at fáa sær eitt glas afturvið góðari list.

Markleys surrealisma

Surrealistaskápið hjá Marcel Jean

Síðsta vikuskiftið var seinasti kjansur at vitja vitskuvíðkandi framsýningina, Surrealism Beyond Borders, sum Tate Modern í London fyriskipaði saman við The Metropolitan Museum í New York. Kuratorar eru Stephanie D´Alessandro og Matthew Gale.

Listarák ella ismur eru sum kunnugt eitt slag av listasøguligum kassum, ætlaðir eins og praktisk amboð til almenna fatan av listini í ávísum tíðarskeiðum og høpum. Allýsingin av surrealismuni hevur verið lutfalsliga smøl um eitt listarák, sum kyknaði í flóðalduni hjá modernismuni í Europa, tað vil siga í París umleið 1924, eitt rák, sum við denti á tað psykologiska og við støði í dreymum og dreymatýðing hjá Freud og Jung legði dent á at lýsa tá ótilvitaða á symbolskan hátt. Salvador Dali, René Margritte, Meret Oppenheim og Frida Kahlo eru kendir surrealistar, men tað eru so ómetaliga nógv listafólk, hvørs verk hava verið og eru surrealistisk.  

Ein sinnisstøða

Eitt ávíst lyndi sæst í okkara tíð til, at framsýningarátøk og útgávur gera upp við ella víðka gamlar listsøguligar allýsingar og júst hetta er galdandi fyri framsýningina á Tate Modern og The Metropolitan Museum, sum víðkar surrealismuhugtakið innihaldsliga, stílsliga og landafrøðiliga. Longu tá vit trína inn í framsýningina fáa vit at vita, at surrealisma í roynd og veru ikki er eitt stílslag men ein sinnisstøða, sum vendir veruleikanum við. Ein sinnisstøða við atliti til at varpa ljós á okkurt óunniligt í gerandisdegnum og á okkara ótilvitaðu trá soleiðis sum hon til dømis kemur fram fyri okkum í dreymum. Tá eitt stílslag verður til eina sinnisstøðu, verður tað av sær sjálvum nokk so markleyst - tá kundu tey eisini framsýnt føroyska list hjá t.d. Tóroddi Poulsen, Silju Strøm, Anný Djurhuus Øssursdóttir ella onkrum øðrum av okkara samtíðarlistafólkum, sum framleiða verk við einum surrealistiskum brá.

Dreymurin dregur

Dreymar hava sjálvandi altíð verið til og als ikki bara í París í 1920´unum. Um vit gáa eftir, eru dreymar framvegis í okkara huga hvønn tann einasta morgun, tá vit vakna, summir marrukendir av strongd og tvingsilsatferð, aðrir flúgvandi poetiskir við djúpari vitan. Á framsýningini síggja vit dømi um surrealismu úr t.d. Buenos Aires, Cairo, Lissabon, Prag, Seoul og Tokyo úr fyrru øld frá tjúgunum til hálvfjersini við denti á ikki bara tað psykologiska, men eisini tað politiska, uppreistrarsinnaða lyndið hjá surrealistum, ið vilja seta seg upp móti øllum autoritetum og definitiónum. Og hvør veit um ikki tað er júst hetta, sum ger, at áhugin er so stórur fyri surrealismu, sum hann er í løtuni – Framsýningin Another Surrealism læt upp í Den Frie í danska høvuðstaðnum síðsta hósdag. Aja, júst sum mann helt, at Freud gamli var væl og virðiliga niðurgrivin og yvirstaðin, er tað hann, mann kemur í tankar um í heilum. Hvussu var tað, Rói Patursson skrivaði? - “Dreymurin dregur Sigmund svevur”. Eins og í hálvfjersunum seta vit í dag spurningar, sum eru skilagóðir, summir. Og vit vita øll, at tað einki nyttar at standa í stað, tosar tú sum lærari um penisøvund og ødipuskompleks ert tú næstan líka perverterað sum tann fyri neyðini detroniseraði Spies rejs og vær glad. Alt sum er fast loysnar, eisini ismuhugtøk – tey kunnu toyggjast, men bara til eitt vist. Tað kann henda, at tú gongur á eini framsýning sum hesari og hugsar: Ja, spennandi, men hví hava tey ikki handan og hasa við eisini og hví í grundini steðga í hálvfjersunum? Svarið er møguliga tað sjálvsagda, at sjálvt um surrealisman er markleys, er veruleikin tað ikki. Har er ikki pláss til meira enn eitt vist – sjálvt í Tate Modern. Men har rúmast nógv á framsýningini, sum er býtt upp í evni og persónar. Markleys surrealisma, Poetisk objekt, Tað óheimliga í tí gerandisliga, Dreymar, Uppreistur fyrst og fremst, Samanrenning í París, Heimurin undir surrealismuni, Kollektivir samleikar, Samanrenning í Haiti, Martinique og Cuba, Eugenio Granell, Ted Jonas, Út um vit og skil, Surrealisma og sex, Samanrenning í Cairo, Samanrenning í Mexico City, Alternativar skipanir, Automatisma.

Hurðar

Framsýningin er stór og væl disponerað í fleiri rúmum, sum eru litsett við vøkrum myrkagráum, myrkabláum og myrkareyðum litum, ið hóska saman og mynda ein samanhangandi karm kring verkini. Framsýningin er fjølbroytt, hølini eru nokk so ymisk, summastaðni eru mest málningar, meðan montrur, fullar av bókum, faldarum, ritum og bløðum eru aðrastaðni. Fyrsta verkið á framsýningini, sum verður sitandi í huganum á mær er framúrskarandi klári og gátuføri málningurin hjá Marcel Jean, Armoire Surréaliste (Surrealistiskt klædnaskáp). Tað er ein sonevndur trompe l´æil málningur, sum á superrealistiskan hátt er meinlíkur einum monumentalum skápi við hurðum, sum gloppa, so at vit hóma eitt landslag aftanfyri hurðarnar. Eg kom alt fyri eitt at hugsa um The Doors og altso ikki bara sýruta tónleikin hjá hálvfjersarabólkinum og heldur ikki bókina hjá Aldous Huxley, The Doors of Perception, sum so, men um sitatið hjá William Blake: “If the doors of perception were cleansed, every thing would appear to man as it is, Infinite. For man has closed himself up, till he sees all things thro' narrow chinks of his cavern.” Málningurin er metalistaligur og snýr seg í stóran mun um surrealismuna, ið summi halda vera óv ítøkiliga og figurativa, men kortini eru fleiri dømi um abstrakta surrealismu á framsýningini t.d. ein málningur hjá Juan Miró.

Max Ernst

Tað kenda ókenda

Í fyrsta framsýningarhølinum eru fleiri surrealistisk høvuðsverk sum t.d. hummaratelefonin hjá Salvador Dali og kenda myndin hjá René Magritte av einum toki, sum kemur guvandi út úr eini kamin, men har er so nógv at síggja, eisini nógv, sum eg ikki havi sæð áður, t.d. einastandandi verkið hjá Max Ernst frá 1924 við heitinum, Deux enfants sont menacés par un rossignol (Tvey børn eru hótt av einum náttargali), sum MoMa eigur. Hetta er um somu tíð ein lítil, glógvandi, yndisligur málningur við turkisbláum himmali og einum fittum húsum við einum reyðum portri, sum røkkur ítøkiliga út úr myndini. Ovarlaga á myndaflatanum sæst ein lítil fuglur, á tekjuni á húsunum rennur ein gráur figurur avstað við einari gentu, onkur er dottin og liggur svímaður, ímeðan gentan vinstrumegin veipar við einum risastórum knívi. Hetta verkið sameinir á hugtakandi hátt okkurt kent og hugnaligt við tað ókenda. Kenslan minnir um hana, mann kann fáa av summum verkum hjá Hanna Bjartalíð, tá mann fær ein varhuga av tómleika og skeivleika, onkrum løgnum í tí kenda og fitta. Og tað er avgjørt ikki einastu ferð, eg á hesi framsýning komi í tankar um týska hugtakið “unheimlich”, ið merkir óhugnaligt, óunniligt, ófrættakent og dapurt. Hugtakið er eisini heitið á eini grein hjá Sigmund Freud frá 1919, har hann grundar um tað íheimliga í tí óheimliga og øvugt við støði í eini etymologiskari og leksikalskari kanning av orðunum “heimlich” og “unheimlich”. Freud ger vart við, at orðini ikki hava øvugta merking, sum mann skuldi trúð og at unheimlich jú er myndað av tí heimliga. Ein orsøk kann vera, at størsti óhugni sum kunnugt kann finnast í tryggasta umhvørvinum og tað er tá tað er tryggast, at óhugnin er minst væntaður – ikoniska senan í brúsubaðnum í Psycho er eins og nógvir aðrir filmar hjá Alfred Hitchcock grundaðir á hesa sannroynd. Framsýningin er yvirhøvur full av verkum, sum kløkka áskoðaran, tí tey gera nakað óvæntað soleiðis sum t.d. áðurnevndi hummarin hjá Dali. Men tað er eisini sera áhugavert at síggja hvussu væl nógv av teimum framsýndu verkunum halda sær – fleiri eru útivið hundrað ára gomul og hava kortini eitt ómetaliga modernað brá, sum saman við tí stóra og vælgjørda kataloginum gera framsýningini til eina framúr uppliving. Hon liggur leingi á.

Dorothea Tanning Eine kleine nachtmusiik 1943

Ein áskoðari hyggur at bókum í eini montru

Rita Kernn-Larsen Atomer 1944

Enrico Baj Bodysnatchers 1959

Pierre Alechinsky Central Park 1965

Juan Miro Mai 68 1968-1973

Tarsila do Amaral Býur (Gøta) 1929

Verkið vísir til fotomynd hjá Man Ray, sum var at síggja í tí fyrsta tíðarritinum av La Révolution Surréaliste 1924

Asger Jorn Uttan heiti 1957

Samtíðarlist í Listasavni Føroya

Silja Strøm, Quiet Ordinary Things, 2021. Eigari: Føroya Politi og Bygningsstyrelsen.

Í tíðarskeiðinum 26.08.2022 – 15.01.2023 verður stór serframsýning við samtíðarlist á Listasavni Føroya. Framsýningin ”Brot” leggur dent á føroyska samtíðarlist í stórum vavi. Listaverkini á framsýningini eru nevniliga fjøltáttað brot úr føroysku samtíðarlistini. Heitið sipar harumframt eisini til frambrot, nýbrot, og tað at bróta frá siðvenjum.

Tosa vit um føroyska list, er tað ofta naturalistiskir landslagsmálningar við olju á lørifti, ið koma til hugs, av teirri góðu orsøk, at hetta slagið av list fyllir serliga nógv í føroysku listasøguni og hevur verið sterk siðvenja í Føroyum í øldir. Í 1960´unum og 1970´unum flyta vit okkum tó longri og longri frá naturalistiska málninginum og afturkenniliga myndevninum og nærkast abstraktiónini við slóðbrótarum sum Jack Kampmann og Ingálvi av Reyni. Men hvat sermerkir føroyska list í dag? Hevur føroyska samtíðarlistin nøkur felagseyðkenni?

Listaverkini á framsýningini hava tað í felag, at tey rannsaka nýggj úttrykk, nýggja tøkni, ella nýtt tilfar, og at tann siðbundna, naturalistiska endurgevingin av einum ítøkiligum myndevni er slept.  Øðrvísi tilfar so sum byggiskúm, mylar, mjólkarpakkar og mangt annað er at síggja á framsýningini, meðan meira siðbundið tilfar so sum oljumáling og ull verður nýtt á ein hátt, ið víkur frá føroysku siðvenjuni.

Verkini á framsýningini koma inn á fleiri øki og viðgera fjøltáttað evni. Evni sum til dømis tað kropsliga, sambond og burðardygd verða tikin upp, umframt at fleiri av verkunum sipa til rák í alheimslistasøguni. Hóast verkini eru sera fjølbroytt, fáa tey ein felagssamanhang í framsýningarhølinum. Tey tosa saman og siga okkum nakað um tað, sum rørir seg í samtíðarlistini og í samfelagnum í Føroyum í dag.

 Listafólkini, ið eru við á framsýningini, eru:

Alda Mohr Eyðunardóttir, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Randi Samsonsen, Rannvá Kunoy og Silja Strøm.

 

Til minnis um Amariel Norðoy

Í dag, 14.august 2022 andaðist listamaðurin Amariel Norðoy á Hvidovre Hospital – hesum boðaði dótturin, Kristianna frá umvegis Facebook. Amariel Norðoy varð føddur 9.oktober í 1945 í Klaksvík. Hann var útlærdur skipstimburmaður, men byrjaði á Kunstakademinum í Keypmannahavn 1977 og hevði har Sven Dalsgaard, Knud Nielsen og Robert Jacobsen sum professarar. Amariel Norðoy var liðugur í 1983 og var longu tá væl dámdur millum listáhugaðar danir og føroyingar. Hann var sera aktivur í mong ár og framsýndi mangan einsamallur og saman við øðrum - tað munu vera mong heim, sum hava Amarielmálningar hangandi. Hann er serliga kendur fyri sínar koloristisku landslagsmyndir, málningar og litografi, sum ofta avmynda hav við litsprongdum flykrandi myndaflatum, men Amariel arbeiddi eisini meira eksperimenterandi við eitt nú surrealistiskum readymades m.a. Hansara verk eru ogn hjá m.a. Listasavninum og fleiri bøkur og hefti eru útgivin um listamannin.

Tey seinnu mongu árini málaði hann javnan ein serligan bát, sum heilt ítøkiliga lívbjargaði honum og familjuni, tá hann var barn - heitið á hesum verkunum var tessvegna ofta Útróðrarbørn. Undirritaða var og vitjaði Amariel á atelierinum í 2011. Tað er altíð áhugavert at vitja listafólk í umhvørvinum, har tey skapa. Á vegginum í atelierinum hingu hópin av skitsum, postkortum og fotomyndum og herímillum ein lepi við onkrum, sum Bergur Jacobsen, prestur hevur skrivað um barnaárini í Klaksvík: "Vit vóru útróðrarbørn - havið og ríkidømið tess átti lívið í okkum. Uttan mun til um faðirin var útróðrarmaður ella ei, so búleikaðust vit kring víkina, tí vit høvdu hjallin á sjónum  havið var lívið!... vit andaðu sjóvarfall, mánan og mysing, høgætt og lágætt, og blankur fiskur á brúnni og á vektini hjá Mikkjali Petur, var ein trygd fyri morgindegnum... Vit sungu sálmar lívsins, tí vit stúrdu, tá teir fóru... havið gevur og havið tók.. og vit gleddu okkum til at fara á støð... har var hugni og ein farri av veitslu, hvørja ferð teir fingu fong. Vit sungu lívsins sálmar, tí mammurnar vóru fegnar, tá teir komu aftur, tí einki var ein sjálvfyglja, tí sólin eisini skein, og góðveðursløtur avloystu ódn, tí ta eisini var stuttligt at vera barn, tí norðlýsið var so vakurt og kavin so hvítur... vit vóru útróðrarbørn. KG 334 var størri enn lívið, og tað er hann onkursvegna enn!".

Mikladalur 1997

Manslýsing 1993

Manslýsing 1997

Surrealisturin í Gøtu 60

Í dag 11.august 2022 fyllir ein av okkara mest sermerktu samtíðarlistafólkum seksti ár. Tað er Tummas Jákup Thomsen úr Norðragøtu, sum er ógvuliga fjøltáttaður listamaður, tó at hann er eyðkendur sum teknari, málari, skulptør, installatiónslistafólk konseptlistafólk, fotograf, snikkari og annað mangt.

Hann hevur tikið lut á hópin av framsýningum í Føroyum og uttanlands t.d. var hann á Arken í Ishøj DK við einum serstøkum bili, sum hann hevði málað eitt føroyskt landslag á. Tummas Jákup Thomsen hevur fleiri ferð tikið lut á Lista-G! og hevur skapt fleiri prýðingar, m.a. eina sonevnda pílabygd í Norðragøtu – hann prýddi eisini Gøtu Skúla í 2011.

Kanska er listamaðurin mest kendur fyri sínar surrealistisku blýantstekningar – ofta í ovurstødd – har landsløg og onnur figurativ element verða sett saman við klingrutum mynstrum, sum geva landsløgunum ein surrealistiskan dám av endaloysi. Á eini Heystframsýning fyri mongum árum síðani framsýndi hann ein einastandandi rørandi málning/tekning, sum var gjørdur út frá einari svarthvítari fotomynd av listamanninum, tá hann var smádrongur - hetta verkið hevði ein góðvarnan tóna, men rakti kortini við tað serliga einsemið, sum eyðmerkir ta opnu og ódefineraðu barnatilveruna. Tummas Jákup kann eisini vera stuttligur, speiskur og nokk so langt úti viðhvørt. Hansara intergalaktiska perspektiv víkir frá aðrar føroyskari list. Á Várframsýningini í Listasavninum herfyri sýndi  hann fram eina stóra installatiónstekning, hvørs arkitektoniska skap var átøkt eini papyrusrullu, sum áskoðarin kundi fara inn í. Eitt tílíkt verk er eyðkent fyri Tummas Jákup Thomsen, tí tað er hugfarsligt, fyndugt og øðrvísi hugsað og skapt eins og tað heilt ítøkiliga tekur áskoðaran inn í verkið. Tummas Jákup Thomsen er sera produktivur og arbeiðir javnt og samt - seinastu árini hevur hann við virðing og kærleika endurskapt og bøtt Húsini hjá Karli í Norðragøtu - tað er eitt veldugt bragd - heimbygdin hevur gjørt eitt satt kvett at varðveita hesi fantastisku, listaligu húsini. Fyri nøkrum árum síðani skrivaði vinmaðurin, listamaðurin Øssur Johannesen eina bók um Tummas Jákup Thomsen og Tummas Jákup er eisini umrøddur í fleiri øðrum listabókum, eins og hansara verk eru ogn hjá ymiskum søvnum. Nú vantar bara ein stór, retrospektiv og samtíðarlig - gjølliga kuraterað framsýning við verkunum hjá honum -hjartaliga til lukku, Tummas Jákup.

Slóðbrótarin Flora Heilmann 150 ár

Flora Heilmann - landslagsmálningur frá 1897

 Á Landsbókasavninum er í løtuni ein framsýning við tekningum hjá listakvinnuni, Floru Heilmann, einum myndlistaligum slóðbrótara, sum er meira ella minni burturgloymd.

Myndirnar, ið verða framsýndar eru á leið trýss í tali – listakvinnan gav sjálv bókasavninum hesar myndir fyri 91 árum síðani, tá savnið kallaðist Føroya Amt Bókasavn. Í 1945, tað var árið eftir, at Flora Heilmann doyði vóru pengar savnaðir saman til tess at ramma inn tær síðstu myndirnar, sum enn ikki høvdu fingið rammu – millum tey, sum tá lótu pengar, vóru Petra og Hans Andrias Djurhuus, Janus Djurhuus og Rigmor Lützen.

Flora Heilmann hevði nógv sera góð vinfólk í Føroyum, m.a. Janus Djurhuus, sum skrivaði eina yrking, ið var vígd henni. Tekningarnar hjá Floru Heilmann eru nú vakurt rammaðar inn á nýggjum og kunnu síggjast á Landsbókasavninum 150 ár eftir, at listakvinnan var fødd. Av tí, at innrammaðu myndirnar verða framsýndar í glasmontrum, er eitt sindur ríkiliga nógv av glasi ímillum mynd og áskoðara, men framsýningin er kortini áhugaverd av tí, at talan er um verk hjá einum av okkara listaligu grundleggjarum.

Verk í Føroyum

Í mongum føroyskum heimum hanga myndir, sum Flora Heilmann hevur málað. Hetta eru kanska serliga heima hjá ikki heilt ungum fólkum úr gomlum mentaðum heimum og í summum førum eru listaverkini arvað ella keypt. Av tí, at Flora Heilmann búleikaðist í Føroyum í mong ár, eru nokk so nógv av hennara verkum tøk her um leiðir, ikki bara á Landsbókasavninum.

Frú Heilmann og frk Taylor

Um hugt verður eftir í okkara listsøgubókum, fyllir Flora Heilmann ikki tað stóra, men í bókini hjá Bárði Jákupsson Myndlist í Føroyum stendur kortini, at Heilmann var virkin málari og at mangt bendir á, at bæði hon og vinkona hennara, amerikanska listakvinnan, høvundurin og ferðakvinnan Elizabeth Taylor hava ”gjørt sítt til, at fyrstu málarar okkara fóru í gongd og sum skilst fekk Mikkjal av Ryggi eisini myndlistaligan íblástur frá somu keldu. Seinni í bókini verður Jógvan Waagstein endurgivin soleiðis: ”Tað sindrið av vitan, eg havi um málarí, havi eg fingið frá frú Heilmann og frk. Taylor”. Elizabeth Taylor búði eitt tíðarskeið á Eiði, har hon fekk stóran listaligan týdning fyri Niels Kruse. Sum kunnugt var Jógvan Waagstein tónleikari, men han verður eisini mettur sum ein av teimum trimum stovnarunum av føroyskari myndlist, sum umframt teir nevndu eisini telur Kristin í Geil.

Flora Rosalia Heilmann 

Flora Heilmann, fødd Hermansen (1872-1944) var donsk listakvinna, dóttur Oluf August Hermansen og Marie Nicoline Mathilde Andersen – pápin var listamaður, sum serliga legði seg eftir at mála blómu- og fruktmálningar – og tað tykist sum hesin florali áhugi sæst endurspeglaður í blómandi navninum hjá dóttrini, Floru Rosaliu og hennara myndevnisvali. Flora var í 1896 varð gift Lorentz Peter Heilmann presti. Tey fluttu sama ár til Viðareiðis, har hann varð prestur. Prestahjúnini búðu í prestagarðinum í Ónagerði inntil 1906, tá tey aftur fluttu til Danmarkar. Flora Heilmann framsýndi fleiri staðni í DK – m.a. hevði hon myndir við á vár- og heystframsýningum á Charlottenborg frá 1913 til 1924. Sambært upplýsingum, sum verða endurtiknir ymsastaðni á netinum, hevði Flora Heilmann onga útbúgving sum so sæð burtur frá undirvísing, sum hon fekk frá sjálvum Frederik Vermehren. Hetta skal hava verið í 1917, men er altso sjey ár aftaná, at kendi listamaðurin, professarin Vermehren doyði, so har er okkurt komið skeivt fyri ella hevur sonurin, sum eisini æt Frederik Vermehren og var lækni, undirvíst Floru Heilmann.

Konubrot

Tað er einki at ivast í, at leikluturin, sum Flora Heilmann og Elizabeth Taylor høvdu fyri føroyska myndlist kundi verið gjølligari granskaður, men sum skilst hevur Landsbókasavnið fleiri brøv til frú Heilmann, sum kundu verið áhugaverd í hesum sambandi. Okkurt bræv er við á framsýningini og umboðað á yvirlitstíðarrøðini við myndum og tekstbrotum, sum hongur á framsýningini – har er m.a. eitt bræv frá myndahøggaranum, Janusi Kamban, har hann eggjar frú Heilmann til at framsýna í Føroyum. Flora Heilmann var jú prestafrúa – tað var tá í tíðini ein positión, ið kundi hava við sær nógvar skyldur. At megna yvirhøvur at tekna og mála í eini slíkari støðu er í sjálvum sær eitt bragd. Sum flestum kunnugt var leikluturin hjá kvinnum skerdur ella samfelagsdefineraður til at ganga fyri seg í heiminum, halda hús og ansa børnum. Kunstakademi var eittans til mannfólk tá í tíðini. Hetta var m.a. orsakað av croquistekningini, tí tað sømdi seg ikki hjá kvinnum at tekna eftir nakinmodel, hildu teir. Í 1876 varð ein privatur danskur Tegne- og Kunstindustriskole for Kvinder stovnaður av Vilhelm Klein, sum samstundis staðfesti tað, sum øll hildu seg vita: ”At kvinder har samme Ævner som Mændene, vil næppe nogen paastaa”.

Blómumálningar

At blómu- og fruktmálningar gjørdust vanligasta myndevni hjá listakvinnum varð treytað av, at hesar myndir mintu um brodering, sum var góðkent húspjak hjá konunum í borgaraskapinum. Í fleiri tekstum á netinum, t.d. gravsted.dk og wikipedia, men eisini í biografi hjá Weilbach Kunstnerleksikon verður dentur lagdur á, at Flora Heilmann ikki fekst við list í Føroyum ella at hon byrjaði aftur, tá hon flutti til Danmarkar. Hetta kundi verið ein orsøk til, at hon ikki verður tikin uppí, tá vit tosað um stovnararnar av føroyskari myndlist. Hinvegin havi eg ilt við at fáa tað til at passa; eitt nú eru tekningarnar á Landsbókasavninum dagfestar frá 1897 til 1931. Men googlar mann navnið á listakvinnuni, finnur mann lættliga fleiri blómumálningar men eisini føroyskar landslagsmálningar so tíðliga sum í 1897.

Siðsøgulig myndaskráseting

Fyrst í 1920´unum kom Flora Heilmann aftur til Føroya og komandi árini málaði hon vatnlitsmyndir av føroyskum landslags- og bygdamyndevnum. Flora Heilmann búði fast í tíggju ár í Føroyum, men var síðani her í fleiri umførum og vitjaði vinfólk og málaði – líkt er til, at hon fleiri ferð hevur fingið ferðastyrk frá danska undirvísingarmálaráðnum til at fara til Føroya at mála. Í Ársfrágreiðing 1995 Føroya Landsbókasavn siterar Martin Næs listakvinnuna, sum greiðir soleiðis frá: ”Jeg så da med Vemod, at det gamle og skønne og poetiske samt kulturmæssigt set værdifulde var i Begreb med at forsvinde. Som Følge heraf fik jeg den Tanke, som efterhånden har fæstnet sig mer og mer hos mig, at jeg burde forsøge endnu engang at komme tilbage til Øerne for at iværksætte grundige Studier over og tilvejebringe Akvareller og Tegninger og studier i Olie – så vidt mulig, af af alt det, som er i Færd med at forsvinde”. Fleiri av myndunum á framsýningini eru myndalýsingar av gomlu Føroyum við denti á tað siðbundna í húsabygging, klæðum, prýðislutum og búnýti.

Viðmæli

Satt er, at nógvar av myndunum á framsýningini í Landsbókasavninum hava størri siðsøguligt enn listaligt virði, men inn í millum eru eisini hugfarsligar landslagsmyndir, sum mugu metast á jøvnum føti við tær hjá teimum listamonnum, sum vit nevna undangongumenn í føroyskari list – harumframt síggjast fleiri málningar til sølu á internetinum, m.a. ein flottur málningur av Ónagerði frá 1897 í sama náttúruromantiska stíli sum Niels Kruse málaði. Men yvirhøvur – tá eg hyggi at myndunum hjá Floru Heilmann og síggi nær tær eru signeraðar, má eg undrast um hvussu lítlan ans, vit hava sýnt Floru Heilmann sum undangongukvinnu og stovnara av føroyskari myndlist. Orsøkin er kanska okkurt slag av misskiltum tjóðskaparligum fyriliti, tí hon er donsk, hetta at vera konufólk hevur neyvan verið til fyrimuns og harumframt hava vit ikki nógva gransking innan myndlist yvirhøvur. Hvussu er og ikki – longu í 1923 hevði Flora Heilmann listaframsýning í Havn – tað var í H.N.Jacobsens Bókhandli og í Tingakrossi verður framsýning viðmæld við hesum orðum ”Enhver der har Interesse for og Forstaaelse af Kunst, bør aflægge Fru Heilmanns Udstilling et Besøg”. Eg kann bara taka undir við Kristini í Geil og viðmæla øllum at fara at hyggja at framsýningini á Landsbókasavninum. Í summar fram til 15.august er opið klokkan 10-14 á Landsbókasavninum, sum eisini hevur eina framsýning um tey 12 eintøkini av fyrstu føroysku bókini, "Færøiske Qvæder” hjá H. C. Lyngbye.

HETTA MERKILIGA LÝSIÐ - vernissage

Leygardagin 16.juli læt upp framsýning við verkum hjá Zachariasi Heinesen og Anker Mortensen í Víngarðinum. Her eru nakrar myndir frá upplatingini og av verkunum, sum síggjast best í veruleikanum, har tey hanga. Í juli er opið í Víngarðinum mikudag, hósdag, fríggjadag og leygardag.

Fráfaringartímin

 

Hetta merkiliga lýsið

oman av brekkum fyri dag

svøvntyngdar standa

sóljurnar

heftar av dropaveftri

ljósgeislar av og á

nema við náttarspunan

enn ikki dagur

 

Limir tínir

fagrari

enn fjøll og fjarar gjáir –

fráfaring.

 

Hetta loyndarfulla lýsið

oman at lendum

fyri dag.

Regin Dahl

 

HETTA MERKILIGA LÝSIÐ

Góð tíðindi til tey, sum dáma málarí. Leygardagin 16.juli klokkan 15-17 letur upp listaframsýning í Víngarðinum hjá Anker Mortensen og Zachariasi Heinesen. Heitið á framsýningini HETTA MERKILIGA LÝSIÐ er lænt frá summarsligu yrkingini Fráfaringatímin hjá Regini Dahl, ið byrjar eins og ein náttúrueygleiðing og heldur fram sum ein kærleiksyrking.

Zacharias er elsti og royndasti listamaðurin í føroyskari list, sum hevur avrikað so nógv, at hann fyri tað kundi lagt seg á laurberini at hvíla. Men hann arbeiðir framvegis, har tykist eingin pensiónshugur fyri framman og tað kunnu vit vera takksom fyri. Hansara kubistisku, bjartlittu myndir av bygdini við havið eru fyrimyndir hjá mongum. Hann hevur serligan áhuga fyri ljósinum og tá sólin er frammi, tendrar hon myndirnar hjá Zachariasi Heinesen. Hann dugir sum fáur at fanga løtuna, tá ljósið brýtur litirnar í támuta og regnváta landslagnum. Hetta hevur hann gjørt so ofta bæði í oljumálningum og vatnlitsmyndum. Men á framsýningini í Víngarðinum brýtur Zacharias upp úr nýggjum og framsýnir nøkur mixed media verk, sum í roynd og veru eru palettar, tað eru undirløg, hann hevur brúkt at hava málingina á meðan hann málar. Hetta verður til kompositiónir, ið eru sera litfagrar og sum tó, at tær eru abstraktar, tykjast tengdar at náttúru.

Anker Mortensen málar blátt við fleiri ymiskum brigdum av myrkabláum, turkistbláum, violettum og ljósareyðum, sum hann málar í fleiri løgum við abstraktum skapum, sum ofta eru avlong og rundleitt og sveima á yvirflatuni. Sjálvur myndaflatin er tilfarsliga fjølbroyttur, summastaðni blankur, aðrastaðni óblankur, næstan turrur at síggja til við máling, sum stundum er gjøgnumskygd og aðrastaðni óglær. Kantarnir á málningunum hjá Anker eru heilt serstakir og sýnast næstan ullintir við tað, at hann ikki málar tað ovasta lagið av máling heilt út til kantin. Ístaðin fáa vit varhugan av undirmálingini og harumframt er tað onkrastaðni sum um partar av myndakantinum verða prýddir við stuttum, bjørtum og avgjørdum strokum. Myndirnar hava ofta ein lýsandi dám og mann kann siga, at Anker í staðin fyri at skráseta landsløg í sínum málningum, málar kenslur og upplivingar, hann hevur havt. Av tí, at myndirnar eru sansaliga sterkar, fær mann hugsamband við sansaligar upplivingar av grasi, sirmi og sjógvi. Og sjálvt ein lítil mynd av einum urtapotti tykist innihalda ein heilan heim, ið tykist leikandi lættur og merktur av lívstakksemi. Í áðurnevndu yrking hjá Regini Dahl fær ljósið ein heilt serligan dám, tí tað er merkt av møtinum millum myrkur og ljós. Reglan “enn ikki dagur” er spent og á tremur í møguleikum og komandi ljósi. Framsýningin HETTA MERKILIGA LÝSIÐ verður at síggja í Víngarðinum komandi tveir mánaðirnar.

 

Fráfaringartímin

 

Hetta merkiliga lýsið

oman av brekkum fyri dag

svøvntyngdar standa

sóljurnar

heftar av dropaveftri

ljósgeislar av og á

nema við náttarspunan

enn ikki dagur

 

Limir tínir

fagrari

enn fjøll og fjarar gjáir –

fráfaring.

 

Hetta loyndarfulla lýsið

oman at lendum

fyri dag.

 

 

Áhugavert listatiltak í sambandi við G!

Í komandi viku skipa føroysku umboðini í norðurlendska/baltiska lista- og vísindanetverkinum ‘State of the Art Network’ (SOTAN) fyri einum øðrvísi og spennandi átaki. Talan er um eitt átak við bæði privatum og almennum tiltøkum, sum skulu varpa ljós á tær avbjóðingar sum heimurin hevur í mun til mannaskaptu umhvørviskreppuna - bæði so og so. Fyriskipararnir undirstrika, at talan ikki bert er um ta myrku síðuna av hesi kreppuni, men vilja varpa ljós á teir møguleikarnar og tær loysnirnar, sum kunnu koma úr einum tvørfakligum samstarvi millum list og vísindi, um røttu spurningarnir verða settir. 

Fimm útlendskir gestir úr netverkinum koma á vitjan í hesum sambandi, og fer vikan at bjóða uppá millum annað framløgur, filmar, ljóðmyndir, framsýning, samrøður, kjak og upplestur.

Almennu tiltøkini, sum verða í komandi viku, eru:

Mikudag 13. juli, á Listasavnið Føroya, kl. 17-19 : framløgur, kjak og framsýning.

Fríggjadag 15. juli, í fjósinum á G! festivalinum, kl. 13-17: framløgur, filmar, kjak, samrøður og upplestur (G! atgongumerki krevst)

Tiltøkini verða á enskum og eru øll hjartaliga vælkomin.

Áhugaði kunnu annars fylgja við á Facebook bólkinum: https://bit.ly/3c76pIF

Fakta um "THE REWILDING AND EARTH MAKING TOUR - CONNECTEDNESS IN SCIENCE AND ART"

Vit eru partar av umhvørvinum, fólk og djór hava ikki bert náttúruna til felags, vit eru náttúra, heldur er tað gamlar antroposentriskar fatanir av menniskjans leikluti á fold, ið skapa trupulleikar í dag.

Í øldir hava vit sum samfeløg bygt á ein mun millum okkum og náttúruna, men við broytingum innan hvussu vit hugsa í dag mugu vit spyrja nýggjar eksistentiellar og trúðarligar spurningar, tí hvat er nú søgan um okkara pláss í hesum heimi?

Yrkjarar, vísindafólk og listafólk hava altíð funnið íblástur í náttúruni, frá fjøllum, av steinum frá havinum. Geopoesi, ella yrking um og við landinum, er tí eisini ein ’jarðar-skapan’, um vit skilja eina breiðari týðing av hvat ein yrking kann vera og hvat list kann, hvussu list, bókmentir og vísindi kunnu møtast. 

- Hvussu kunnu vit innan list arbeiða við meiri enn tí menniskjaliga, við jarðfrøðini, við sjónum, insektum, við friðaðum oyggjum sum Kolturi? 

- Hvussu kunnu list, bókmentir og vísundi svara aftur mótvegis einum heimi sum vit ikki kunnu liva í longur á sama hátt?

- Hvussu kunnu vit syrgja tað sum vit missa, og hin vegis nøra um alt tað lívið sum er rundan um okkum samstundis?

Føroysku SOTAN umboðini eru:

Jón Sonni Jensen, listafólk og grafikari
Kim Simonsen, rithøvundur og akademikari
Guðrið Poulsen, listafólk
Jón Aldará, lívfrøðingur og sangari
Uni Árting, jarðfrøðingur og grafikari
Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingur og listafólk