Góð tíðindi til tey, sum dáma málarí. Leygardagin 16.juli klokkan 15-17 letur upp listaframsýning í Víngarðinum hjá Anker Mortensen og Zachariasi Heinesen. Heitið á framsýningini HETTA MERKILIGA LÝSIÐ er lænt frá summarsligu yrkingini Fráfaringatímin hjá Regini Dahl, ið byrjar eins og ein náttúrueygleiðing og heldur fram sum ein kærleiksyrking.
Zacharias er elsti og royndasti listamaðurin í føroyskari list, sum hevur avrikað so nógv, at hann fyri tað kundi lagt seg á laurberini at hvíla. Men hann arbeiðir framvegis, har tykist eingin pensiónshugur fyri framman og tað kunnu vit vera takksom fyri. Hansara kubistisku, bjartlittu myndir av bygdini við havið eru fyrimyndir hjá mongum. Hann hevur serligan áhuga fyri ljósinum og tá sólin er frammi, tendrar hon myndirnar hjá Zachariasi Heinesen. Hann dugir sum fáur at fanga løtuna, tá ljósið brýtur litirnar í támuta og regnváta landslagnum. Hetta hevur hann gjørt so ofta bæði í oljumálningum og vatnlitsmyndum. Men á framsýningini í Víngarðinum brýtur Zacharias upp úr nýggjum og framsýnir nøkur mixed media verk, sum í roynd og veru eru palettar, tað eru undirløg, hann hevur brúkt at hava málingina á meðan hann málar. Hetta verður til kompositiónir, ið eru sera litfagrar og sum tó, at tær eru abstraktar, tykjast tengdar at náttúru.
Anker Mortensen málar blátt við fleiri ymiskum brigdum av myrkabláum, turkistbláum, violettum og ljósareyðum, sum hann málar í fleiri løgum við abstraktum skapum, sum ofta eru avlong og rundleitt og sveima á yvirflatuni. Sjálvur myndaflatin er tilfarsliga fjølbroyttur, summastaðni blankur, aðrastaðni óblankur, næstan turrur at síggja til við máling, sum stundum er gjøgnumskygd og aðrastaðni óglær. Kantarnir á málningunum hjá Anker eru heilt serstakir og sýnast næstan ullintir við tað, at hann ikki málar tað ovasta lagið av máling heilt út til kantin. Ístaðin fáa vit varhugan av undirmálingini og harumframt er tað onkrastaðni sum um partar av myndakantinum verða prýddir við stuttum, bjørtum og avgjørdum strokum. Myndirnar hava ofta ein lýsandi dám og mann kann siga, at Anker í staðin fyri at skráseta landsløg í sínum málningum, málar kenslur og upplivingar, hann hevur havt. Av tí, at myndirnar eru sansaliga sterkar, fær mann hugsamband við sansaligar upplivingar av grasi, sirmi og sjógvi. Og sjálvt ein lítil mynd av einum urtapotti tykist innihalda ein heilan heim, ið tykist leikandi lættur og merktur av lívstakksemi. Í áðurnevndu yrking hjá Regini Dahl fær ljósið ein heilt serligan dám, tí tað er merkt av møtinum millum myrkur og ljós. Reglan “enn ikki dagur” er spent og á tremur í møguleikum og komandi ljósi. Framsýningin HETTA MERKILIGA LÝSIÐ verður at síggja í Víngarðinum komandi tveir mánaðirnar.
Fráfaringartímin
Hetta merkiliga lýsið
oman av brekkum fyri dag
svøvntyngdar standa
sóljurnar
heftar av dropaveftri
ljósgeislar av og á
nema við náttarspunan
enn ikki dagur
Limir tínir
fagrari
enn fjøll og fjarar gjáir –
fráfaring.
Hetta loyndarfulla lýsið
oman at lendum
fyri dag.