Markleys surrealisma
/Surrealistaskápið hjá Marcel Jean
Síðsta vikuskiftið var seinasti kjansur at vitja vitskuvíðkandi framsýningina, Surrealism Beyond Borders, sum Tate Modern í London fyriskipaði saman við The Metropolitan Museum í New York. Kuratorar eru Stephanie D´Alessandro og Matthew Gale.
Listarák ella ismur eru sum kunnugt eitt slag av listasøguligum kassum, ætlaðir eins og praktisk amboð til almenna fatan av listini í ávísum tíðarskeiðum og høpum. Allýsingin av surrealismuni hevur verið lutfalsliga smøl um eitt listarák, sum kyknaði í flóðalduni hjá modernismuni í Europa, tað vil siga í París umleið 1924, eitt rák, sum við denti á tað psykologiska og við støði í dreymum og dreymatýðing hjá Freud og Jung legði dent á at lýsa tá ótilvitaða á symbolskan hátt. Salvador Dali, René Margritte, Meret Oppenheim og Frida Kahlo eru kendir surrealistar, men tað eru so ómetaliga nógv listafólk, hvørs verk hava verið og eru surrealistisk.
Ein sinnisstøða
Eitt ávíst lyndi sæst í okkara tíð til, at framsýningarátøk og útgávur gera upp við ella víðka gamlar listsøguligar allýsingar og júst hetta er galdandi fyri framsýningina á Tate Modern og The Metropolitan Museum, sum víðkar surrealismuhugtakið innihaldsliga, stílsliga og landafrøðiliga. Longu tá vit trína inn í framsýningina fáa vit at vita, at surrealisma í roynd og veru ikki er eitt stílslag men ein sinnisstøða, sum vendir veruleikanum við. Ein sinnisstøða við atliti til at varpa ljós á okkurt óunniligt í gerandisdegnum og á okkara ótilvitaðu trá soleiðis sum hon til dømis kemur fram fyri okkum í dreymum. Tá eitt stílslag verður til eina sinnisstøðu, verður tað av sær sjálvum nokk so markleyst - tá kundu tey eisini framsýnt føroyska list hjá t.d. Tóroddi Poulsen, Silju Strøm, Anný Djurhuus Øssursdóttir ella onkrum øðrum av okkara samtíðarlistafólkum, sum framleiða verk við einum surrealistiskum brá.
Dreymurin dregur
Dreymar hava sjálvandi altíð verið til og als ikki bara í París í 1920´unum. Um vit gáa eftir, eru dreymar framvegis í okkara huga hvønn tann einasta morgun, tá vit vakna, summir marrukendir av strongd og tvingsilsatferð, aðrir flúgvandi poetiskir við djúpari vitan. Á framsýningini síggja vit dømi um surrealismu úr t.d. Buenos Aires, Cairo, Lissabon, Prag, Seoul og Tokyo úr fyrru øld frá tjúgunum til hálvfjersini við denti á ikki bara tað psykologiska, men eisini tað politiska, uppreistrarsinnaða lyndið hjá surrealistum, ið vilja seta seg upp móti øllum autoritetum og definitiónum. Og hvør veit um ikki tað er júst hetta, sum ger, at áhugin er so stórur fyri surrealismu, sum hann er í løtuni – Framsýningin Another Surrealism læt upp í Den Frie í danska høvuðstaðnum síðsta hósdag. Aja, júst sum mann helt, at Freud gamli var væl og virðiliga niðurgrivin og yvirstaðin, er tað hann, mann kemur í tankar um í heilum. Hvussu var tað, Rói Patursson skrivaði? - “Dreymurin dregur Sigmund svevur”. Eins og í hálvfjersunum seta vit í dag spurningar, sum eru skilagóðir, summir. Og vit vita øll, at tað einki nyttar at standa í stað, tosar tú sum lærari um penisøvund og ødipuskompleks ert tú næstan líka perverterað sum tann fyri neyðini detroniseraði Spies rejs og vær glad. Alt sum er fast loysnar, eisini ismuhugtøk – tey kunnu toyggjast, men bara til eitt vist. Tað kann henda, at tú gongur á eini framsýning sum hesari og hugsar: Ja, spennandi, men hví hava tey ikki handan og hasa við eisini og hví í grundini steðga í hálvfjersunum? Svarið er møguliga tað sjálvsagda, at sjálvt um surrealisman er markleys, er veruleikin tað ikki. Har er ikki pláss til meira enn eitt vist – sjálvt í Tate Modern. Men har rúmast nógv á framsýningini, sum er býtt upp í evni og persónar. Markleys surrealisma, Poetisk objekt, Tað óheimliga í tí gerandisliga, Dreymar, Uppreistur fyrst og fremst, Samanrenning í París, Heimurin undir surrealismuni, Kollektivir samleikar, Samanrenning í Haiti, Martinique og Cuba, Eugenio Granell, Ted Jonas, Út um vit og skil, Surrealisma og sex, Samanrenning í Cairo, Samanrenning í Mexico City, Alternativar skipanir, Automatisma.
Hurðar
Framsýningin er stór og væl disponerað í fleiri rúmum, sum eru litsett við vøkrum myrkagráum, myrkabláum og myrkareyðum litum, ið hóska saman og mynda ein samanhangandi karm kring verkini. Framsýningin er fjølbroytt, hølini eru nokk so ymisk, summastaðni eru mest málningar, meðan montrur, fullar av bókum, faldarum, ritum og bløðum eru aðrastaðni. Fyrsta verkið á framsýningini, sum verður sitandi í huganum á mær er framúrskarandi klári og gátuføri málningurin hjá Marcel Jean, Armoire Surréaliste (Surrealistiskt klædnaskáp). Tað er ein sonevndur trompe l´æil málningur, sum á superrealistiskan hátt er meinlíkur einum monumentalum skápi við hurðum, sum gloppa, so at vit hóma eitt landslag aftanfyri hurðarnar. Eg kom alt fyri eitt at hugsa um The Doors og altso ikki bara sýruta tónleikin hjá hálvfjersarabólkinum og heldur ikki bókina hjá Aldous Huxley, The Doors of Perception, sum so, men um sitatið hjá William Blake: “If the doors of perception were cleansed, every thing would appear to man as it is, Infinite. For man has closed himself up, till he sees all things thro' narrow chinks of his cavern.” Málningurin er metalistaligur og snýr seg í stóran mun um surrealismuna, ið summi halda vera óv ítøkiliga og figurativa, men kortini eru fleiri dømi um abstrakta surrealismu á framsýningini t.d. ein málningur hjá Juan Miró.
Max Ernst
Tað kenda ókenda
Í fyrsta framsýningarhølinum eru fleiri surrealistisk høvuðsverk sum t.d. hummaratelefonin hjá Salvador Dali og kenda myndin hjá René Magritte av einum toki, sum kemur guvandi út úr eini kamin, men har er so nógv at síggja, eisini nógv, sum eg ikki havi sæð áður, t.d. einastandandi verkið hjá Max Ernst frá 1924 við heitinum, Deux enfants sont menacés par un rossignol (Tvey børn eru hótt av einum náttargali), sum MoMa eigur. Hetta er um somu tíð ein lítil, glógvandi, yndisligur málningur við turkisbláum himmali og einum fittum húsum við einum reyðum portri, sum røkkur ítøkiliga út úr myndini. Ovarlaga á myndaflatanum sæst ein lítil fuglur, á tekjuni á húsunum rennur ein gráur figurur avstað við einari gentu, onkur er dottin og liggur svímaður, ímeðan gentan vinstrumegin veipar við einum risastórum knívi. Hetta verkið sameinir á hugtakandi hátt okkurt kent og hugnaligt við tað ókenda. Kenslan minnir um hana, mann kann fáa av summum verkum hjá Hanna Bjartalíð, tá mann fær ein varhuga av tómleika og skeivleika, onkrum løgnum í tí kenda og fitta. Og tað er avgjørt ikki einastu ferð, eg á hesi framsýning komi í tankar um týska hugtakið “unheimlich”, ið merkir óhugnaligt, óunniligt, ófrættakent og dapurt. Hugtakið er eisini heitið á eini grein hjá Sigmund Freud frá 1919, har hann grundar um tað íheimliga í tí óheimliga og øvugt við støði í eini etymologiskari og leksikalskari kanning av orðunum “heimlich” og “unheimlich”. Freud ger vart við, at orðini ikki hava øvugta merking, sum mann skuldi trúð og at unheimlich jú er myndað av tí heimliga. Ein orsøk kann vera, at størsti óhugni sum kunnugt kann finnast í tryggasta umhvørvinum og tað er tá tað er tryggast, at óhugnin er minst væntaður – ikoniska senan í brúsubaðnum í Psycho er eins og nógvir aðrir filmar hjá Alfred Hitchcock grundaðir á hesa sannroynd. Framsýningin er yvirhøvur full av verkum, sum kløkka áskoðaran, tí tey gera nakað óvæntað soleiðis sum t.d. áðurnevndi hummarin hjá Dali. Men tað er eisini sera áhugavert at síggja hvussu væl nógv av teimum framsýndu verkunum halda sær – fleiri eru útivið hundrað ára gomul og hava kortini eitt ómetaliga modernað brá, sum saman við tí stóra og vælgjørda kataloginum gera framsýningini til eina framúr uppliving. Hon liggur leingi á.
Dorothea Tanning Eine kleine nachtmusiik 1943
Ein áskoðari hyggur at bókum í eini montru
Rita Kernn-Larsen Atomer 1944
Enrico Baj Bodysnatchers 1959
Pierre Alechinsky Central Park 1965
Juan Miro Mai 68 1968-1973
Tarsila do Amaral Býur (Gøta) 1929
Verkið vísir til fotomynd hjá Man Ray, sum var at síggja í tí fyrsta tíðarritinum av La Révolution Surréaliste 1924
Asger Jorn Uttan heiti 1957