Vetrarlistin í Víngarðinum

Í Víngarðinum hava vit skift framsýning og takka fyri stóra áhugan fyri hesari 15.framsýningini hjá okkum, ið hevði heitið “Hetta merkiliga lýsið...” við verkum eftir Zacharias Heinesen og Anker Mortensen.

Nú dagarnir styttast, ætla vit at gera ymiskt burturúr bæði matliga og listaliga. Vit hava sett saman eina dygdargóða og progressiva skrá við listaframsýningum í heyst og vetur. 15.oktober letur upp framsýning við spildurnýggjum verkum eftir Jóhan Martin Christiansen. 3.desember verður tað Julie Sass, ið letur upp framsýning við nýggjum verkum. Vit gleða okkum til framsýningarnar, eisini tær í 2023, tá er foto, málningar og glaslist á skrá - meira um hetta seinni.

Nýggja framsýningin í Víngarðinum, sum er opin frá í dag, 2.sept. eitur LIST ÚR SAVNINUM og ber brá av bæði sorgblídni og lívsgleði. Her eru fotomyndir hjá Ásmundi Poulsen, m.a. ein av Tindhólmi, sum hevur eitt melankolskt romantiskt brá, sum fotografurin ikki bert hevur fingið fram við at taka myndina, men eisini í eftirviðgerð í myrkakamarinum. Fína akvarelmálaða steinprentið hjá Fríðu Matras Brekku av Nólsoynni í gráum og í ljósareyðum támi hevur sama slag av sorgblídni yvir sær nú vit siga summarinum farvæl. Landslagið er eisini afturvendandi myndevni hjá Mariusi Olsen, sum ofta leggur eina serliga, dupulta myndatulking yvir sínar myndir, so at vit varnast landslagið á annan hátt enn vit plaga. Tær báðar vatnlitsmyndirnar hjá Onnu Seppälä eru eyðkendar fyri hesa sermerktu listakvinnu, sum í síni list er eins einastandandi original og hon er inniliga humanistisk. Hon hevur málað ein monumentalan vasa ella krukku, ið er prýdd við teimum fínastu reyðu, bláu og violettu blóðæðrunum. Myndirnar hjá Mariusi Olsen hevur hann gjørt í Steinprenti, har fleiri av hinum framsýndu verkunum hjá m.a. Zven Balslev, Hanna Bjartalíð og Tóroddi Poulsen eisini eru framleidd. Hesa ferð hava vit ikki fernisering, men tit eru øll vælkomin inn á gólvið at hyggja at framsýningini. Tá kvøldið kemur og sól fer í kav er tað ikki so galið at fáa sær eitt glas afturvið góðari list.