Stál – blómur – gips - poesi

Herfyri læt ein framsýning við samtíðarlist upp í Listaskálanum – ein av framsýnarunum er Jóhan Martin Christiansen, ið júst er heimkomin úr Bulgaria.

Ein ísakaldan hásummardag fór eg ein túr í Hoydalar at hitta listamannin Jóhan Martin Christiansen fyri at fregnast um verkætlanina, sum hann var í holtur við og sum er partur av framsýningini í Listasavni Føroya Brot. Føroysk samtíðarlist í stórum formati. Í Hoydølum hevur Jóhan Martin arbeitt inni í tí gula, grafittiskrýdda skúrinum, sum einaferð í tíðini varð brúkt sum roykirúm. Nú er hesin skúrur partur av listafasilitetunum, sum verða fyrisitin av Listafólkasambandi Føroyar, LISA.

- Viðtal við Jóhan Martin Christiansen

Virkisleið

Jóhan Martin Christiansen er Havnamaður – føddur í 1987. Tó at hann er ungur, hevur hann longu havt eina lutfalsliga drúgva virkisleið. Hann byrjaði tíðliga og slóg sítt navn fast á føroyska og danska listpallinum við búnum framsýningum á gallaríum og stovnum. Hann arbeiðir tilfarsliga fjølbroytt við m.a. gipsi, tekstil, steinprenti, performance, video og stáli, men fruktir, greinar, ljós, blómur, poesi umframt eitt úrval av readymades lutum kunnu eisini vera partar av hansara verkum. Jóhan Martin Christiansen er útbúgvin á akademinum í Malmö, har hann var liðugur sum Master of fine arts innan myndlist í 2014. Hann hevur tikið lut á nógvum blandaðum framsýningum í Føroyum og uttanlands, eins og hann hevur havt serframsýningar í eitt nú Steinprenti, Listasavni Føroya, Víngarðinum, Norðurbryggjuni, Møstings Hus og í Listahøllini saman við Hansinu Iversen.

Giotto: Hvítusunna 1306

Byggivirksemi

Tá eg tríni út úr bilinum uttan fyri gomlu Gentukostdeildina síggi eg alt fyri eitt hví skúrurin í Hoydølum er hóskandi verkstaður til nýggju verkini hjá Jóhan Martini Christiansen. Tey eru rættiliga stór í vavi, hesin eini parturin av verkinum, sum hann arbeiðir uppá, meðan eg vitji í Hoydølum, er ein avlong kassakonstruktión úr reyðum stáli, sum mann kann ganga inn í og sum í stundini fær meg at hugsa um myndkonstruktiónirnar hjá italska listamanninum Giotto di Bondone. Tað sama hendir ofta, tá eg hyggi at verkum hjá Silju Strøm, men hetta hevur einki við stílsligar líkleikar ella eftirgerð at gera. - Tað er bara eitt slag av fruktagóðum assosiatiónsvirksemi, sum hendir av sær sjálvum, tá mann sær áhugaverda list. Um eg hugsi meg um, hevur eitt ávíst brá av konstruktivum byggivirksemi verið partur av listini hjá Jóhan Martini leingi og í øllum førum líka síðani framsýningina, hann hevði í Galleri Henningsen fyri tíggju árum síðani, sum m.a. varð myndað av rustaðum rionet-stáli. Í nógvum myndum hjá Giotto, málar hann persónarnar inn í ymisk løgin rúm við gjøgnumskygdum veggjum. Tað vil siga, at tað bara er sjálv konstruktiónin, sum sæst. Listfrøðingar vísa ofta á ymsar perspektiviskar skeivleikar í hesum konstruktiónum til tess at staðfesta, at hesar myndir eru málaðar áðrenn centralperspektiviski spurningurin var rætt loystur av renesansulistafólkum. Eg ímyndi mær kortini, at har var annað og meir uppá spæl fyri Giotto enn bara perspektiviskar fintur. Strukturarnir mynda eitt rúm ella okkurt slag av rammu kring figurararnar, sum av tí sama koma tættari saman inni í rúminum. Kanska leggur listamaðurin við hesum dent á nærleika og kærleika millum persónarnar, sum hann málar inni í rúminum. Møguliga gerst rúmið eisini eitt heilagt stað t.d. í teirri løtu, tá heilagi andin kemur yvir lærusveinarnar ella tá teir eta seinasta náttaran saman við Jesusi. Rúmið kann eisini vera eitt intimt rúm eins og klivarnir, listakvinnan Louise Bourgeois byrjaði at skapa í 1989. Hon gjørdi yvir trýss av hesum verkunum Structures of Existence: The cells, ið eru ítøkilig smá og størri rúm úr stáli ella træi við ymsum lutum, innbúgvi og skulpturellum skapum, sum eru sett upp eins og sálarfrøðilig mikrokosmos við persónligum tilverusøgum, ið eru universalar og venda sær til øll menniskju.

Louise Bourgeois Cell (You better grow up) 1993

Tilfar

Eg byrji samrøðuna við at spyrja um tilfarið í installatiónunum, sum minnir um okkurt av verkunum, ið Jóhan Martin framsýndi á Tell It To My Heart framsýningini í Steinprenti í fjør og sum var gjørt úr sama slagi av stáli við ljósarmaturum.

KP: Hví brúkar tú tílíkt byggitilfar, hvat er tað serliga við tí?

JMC: Grundleggjandi snýr tað seg um eina fascinatión av tilfari og ikki minst um at flyta tilfar úr einum samanhangi til ein annan. Talan er ofta um tilfar, sum ikki er so vanligt í listaligum høpi. Eg leiti eftir tilfari, sum er einfalt í sínum úttrykki. Tað er rættiliga líkatil – har er pláss hjá mær at skapa. Júst hetta stálið, sum eg brúki til verkini á Brot framsýningini, og sum eg havi brúkt til aðrar framsýningar, fann eg av tilvild. Eg hevði tað liggjandi á atelierinum í eini tvey ár áðrenn eg gjørdi nakað burturúr tí, men so kom gongd á; eg fann eitt úttrykk, har tilfar og formur spælir saman. Skapini kunnu líkjast onkrum fragmentum úr t.d. býarrúminum, ið er sett upp fyribils. Stálið er í sær sjálvum eitt hart tilfar, tað umboðar nakað ávíst, sum vit seta í samband við verksmiðjur, byggjarí og annað líkandi. Stálið verður so sett saman við øðrum tilfari, t.d. ljósi og forgeingiligum tilfari, blómur og fruktir. Ein samanrenning av tilfari, sum er so óvæntað, at nýggjar merkingar spretta í samansetingini og í millumrúmunum.

KP: Á framsýningini Spor var ein nokk so stórur partur myndaður av gips- og tekstilverkum. Hvussu er – Ert tú hildin uppat við hesum tilfarum?

JMC: Ja og nei. Eg arbeiði enn nógv við gipsrelieffum, men kanska ikki so nógv við tekstilverkum í løtuni. Til dømis sýni eg nøkur gipsrelief fram saman við stálskulpturum á eini serframsýning í gallarínum Heerz Tooya í Veliko Turnovo, Bulgaria. Eg kann eisini nevna, at eg skal gera nøkur nýggj relieff til eina serframsýning í Danske Grafikeres Hus komandi ár. Verk í stórum skala, ið eru eins og rúm at kava inn í. Og so er eisini framsýning við gipsrelieffum í Víngarðinum í oktober. So samanumtikið haldi eg, at tað er heilt nógv gips í løtuni.

Tú ert eitt blomstur…

KP: Hetta nýggja verkið til framsýningina í Listasavninum - hvat snýr tað seg um?

JMC: Tú er eitt blomstur og um veturin sakni eg teg er eitt spildurnýtt verk, sum ikki er lætt at seta orð á, tí tað er so feskt. Men grundleggjandi er hetta eitt verk í fimm pørtum. Tað er myndað úr reyðlittum stáli frá MEST og minnir um eitt byggistillass, ið skapar eitt slag av palli til smáar uppstillingar við ymiskum tilfari, sitrónum, blómum í ymiskum løgum osv. sum standa á grálittum glashillum. Her hugsi eg um kyrrlutamyndir úr listasøguni, tað barokka, har matur, blómur, tímagløs, skøltar og alt møguligt annað er ein allegori, sum minnir okkum á, at lívið er forgeingiligt. Men eg havi so roynt at dagføra hetta eitt sindur. Á verkini havi eg fest ljósrør, sum gevur teimum eitt grafiskt skap, samstundis sum hetta er ljóskeldan til sjálv verkini av tí, at ljósið í loftinum er sløkt. Av tí at verkið er so stórt og í fleiri pørtum, kann tað kennast sindur sum at ganga og mala um náttina í býarrúmum, framvið neonljósi og inn í skýmlig skot – tað er næstan sum í einum filmi, bara uttan eina ítøkiliga søgugond.

Frá bulgarsku framsýningini hjá Jóhan Martini Christiansen

KP: Hevur format ella stødd nakað at siga í tínum verkum?

JMC: Ja, tað hevur týdning. Sum eg nevndi, so er ofta samanhangur millum stødd, proportión osfr. á verkum, og tað rúmið uttanfyri, sum tey eru sprottin úr og peika á. Til dømis so havi eg roynt at skapa nýggja verkið til Listaskálan í einum 1:1 skala, at tað vit uppliva í skálanum er næstan sum at uppliva veruleikan. At kroppurin onkursvegna merkir støddina, skala osv. Bæði um talan er um smá ella stór verk hevur tað týdning, at tað verður etablerað eitt kropsligt samband millum verk og áskoðara. Verkini taka sum nevnt ofta útgangsstøði í einum formi sum longu finnist, t.d. eru relieffini avstoypingar av pappi eg finni, og fyri tað mesta geri eg ikki annað við tað enn at gera eina avstoyping av pappinum.

Framsýningarheitið

KP: Heitið á verkinum tykist bæði poetiskt og banalt sum ein kærleikspoppsangur, kanst tú greiða frá heitinum og leiklutinum sum heild hjá einum heiti?

JMC: Popløg liggja ofta á markinum til kitsch. Men verða tey flutt inn í ein annan samanhang og kanska eisini umsett, so skifta tey ham, tey verða innilig. Til dømis Tell It To My Heart, sum verður til Sig tað við mítt hjarta á føroyskum. Eg havi einki einfalt svar, men ofta eru míni verkheiti brot úr sangum, har eitt eg og eitt tú luttaka. Eg og tú kunnu skiljast bæði heilt ítøkiligt, men talan kann eisini vera um eina innaru rødd, sum tosar við seg sjálva. Ella tilfar, sum tosa saman og hevur tvey sjónarmið. Heitið er bæði ítøkiligt, men eisini abstrakt, fleirtýðugt soleiðis, at tað kann skiljast í fleiri løgum.T.d. er ”Tú er eitt blomstur” ein nokkso banalur setningur, men hinvegin eri eg greiður yvir hetta, at tað líkasum er meiningin at tað skurrar eitt sindur. Tað er eisini ein innbygdur longsul í heitinum: ”um veturin sakni eg teg”. Hvat er hetta fyri ein longsul? Er talan um kærleika, ella er tað kanska kenslan av at kenna seg fremmandagjørdan, at vera millum støð og at royna at balansera í øllum hesum. Heitið er ikki ein forkláring, men heldur ein viðmerking, eitt perspektiv, sum kann lata ein javnfjaran heim upp.

KP: Onkur av verkunum á framsýningini Brot. Føroysk samtíðarlist í stórum formati vóru við á framsýningin Samrøður um mjørka. List í Føroyum í 21.øld, sum yvirritaða kurateraði á Norðurbryggjuni í 2020, men ikki tíni verk, hvar eru hesi í grundini stødd nú?

Samrøður um mjørka

JMC: Eitt av hesum verkunum, tað ið kallast Flip Flop er í løtuni á tour. Tað er við á eini bólkaframsýning, sum kallast Down Иorth – North Atlantic Triennal, ið fyrst lat upp í Portland Museum of Art í Maine, USA, síðani í Listasafn Reykjavíkur - Hafnarhús í oktober og at enda í Bildmuseet í Umeå, Svøríki næsta ár.

Samanhangir

KP: Tey verkini vóru bæði skapt in situ á staðnum í framsýningar-rúminum á Norðurbryggjuni. Verkini mintu um hvønn annan og bóru brá av bæði undirgangi og føðing eins og strukturar í ferð við at lata seg upp ella aftur. Hesi verkini mintu aftur eitt sindur um eitt verk á framsýningini Lonely Hearts (2018) á Skipasmiðjuni, sum eisini var eitt skap, ið tóktist lata seg upp ella lata seg aftur eins og ein ostra. Í hesum verkinum lógu sitrónir og úlnaðu og fóru so spakuliga at lukta av forfalli og undirgangi eins og ein barokk memento mori áminning um tað stokkuta lívið. Hesi verkini haldi eg hava týdning í tínum samlaða verki higartil, men tey tykjast kortini rættiliga øðrvísi enn hetta nýggja verkið – er nakar samanhangur heldur tú og kanst tú lýsa hann?

Lonely Hearts

JMC: Eg haldi avgjørt at tað er ein samanhangur millum øll míni verk, sama um tey eru tvey- ella trýdimensionell. Flestu av mínum verkum eru borin av einum minimalum úttrykki, ikki at skilja sum minimalisma, men tað, at tey eru still verk, sum ikki oysa um seg við frágreiðingum. Áskoðarin skal brúka og skerpa sínar sansir. I verkunum liggja hjátýdningar, sum so við og við lata seg upp, um ein er opin. Í nýggju verkunum, bæði tað sum verður víst í Listaskálanum og tað á Heerz Tooya eru blómur og fruktir partur av installatiónini. Tú nevnir onkrar møguleikar so sum forfall og vakurleika alt í einum. Mær dámar væl tað tvítýdda, at hesi spegla sær í hvørjum øðrum, samstundis sum talar er um kontrastir. Í nýggju verkunum eru til dømis proteindrykkir og haldfør mjólk, sum vísa til nútíð og fortíð, men sum bæði snúgva seg um onkra roynd at leingja um eittt avmarkað haldføri.

Maskulin list?

KP: Ja, forfall, undirgangur og spor eru afturvendandi temu í tínari list, men her er eisini nakað kropsligt og intimt í verkunum, sum eg eisini haldi vera sera maskulin. Ert tú tilvitaður um kyn í sambandi við tína list?

JMC: Kroppur og kyn, eisini seksualitetur, er heilt sikkurt partur av mínum verkum uttan at verkini sum so snúgva seg beinleiðis um tað. Ella jú, tað kroppsliga er nokkso ítøkiligt til staðar, tí at verkini eru so fysisk, tey eru úrslit av míni kropsligu handfaring. Men tað, at verkini bæði kunnu vera tað vit kalla feminin og maskulin samstundis, ella okkurt stað mitt ímillum, ella alt í senn, haldi eg vera eina styrki.

KP: Tú ert í løtuni við á eini føroyskari samtíðarframsýning í Listasavni Føroya – hvat heldur tú um støðuna – eru vit afturúrsigld enn?

JMC: Eg haldi at tað eru nógv spennandi føroysk listafólk, og at tað henda spennandi ting. T.d. eru listarligu tiltøkini á G! nakað av tí mest spennandi og listaliga granskandi, sum hendir í løtuni. Vit mangla heilt vist eitt stað til samtíðarlistina í Føroyum, eina listahøll, har føroysk og útlendsk cutting edge list verður víst, hetta hevði kanska eisini bøtt sindur um almennu vitanina um tað, ið gongur fyri seg innan listina.

KP: Hevur tað havt týdning fyri teg at kunna arbeiða við tínum verkum í Hoydølum?

JMC: Ja! Nú havi eg sjálvur verið við sum partur av nevndini í LISA í arbeiðinum fyri at skapa arbeiðskarmar til listaligt virksemi í Hoydølum - tað er framvegis stórur tørvur á arbeiðshølum. Tað er heilt fantastiskt at sleppa at arbeiða har eitt tíðarskeið við hesari konkretu verkætlanini. Hoydalar er eitt perfekt stað til slíkt virksemi. Eg droymi enn um eitt stórt kreativt umhvørvi í Hoydølum, har ymiskar listagreinar gera burtur úr sær og og samstarva. Og kanska, at ein residency listafólkabústaðarskipan verður har. Hesum roynir LISA eisini at arbeiða fyri.

Eg takki fyri samrøðuna og fari til hús hugsandi sum so ofta áður, at tað grør um gangandi fót innan føroyska samtíðarlist. Eg gleði meg at síggja Brot. Føroysk samtíðarlist í stórum formati – fotomyndirnar her í greinini eru ikki tiknar á framsýningini í Listasavninum – meira um hana seinni.