Fláffy United
/Bruno Mikael Eysturstein
Eitt ummæli av eini Várframsýning, sum umframt at vera fleirmedial og festlig, flosnar í støðum
Várframsýningin læt upp í Listasavni Føroya 24.juni og sum vit hava sæð tað áður, er listáhugin stórur millum fólk at meta út frá miklu fjøldini, ið javnan møtir til tílík tiltøk. Sjálvandi er góða undirtøkan eisini tengd at teirri sannroynd, at Várframsýningin er ein lutfalsliga stór framsýning við 25 luttakarum. Av teimum er meira enn helvtin ikki myndlistafólk burturav – summi starvast innan onnur listaøki og onnur eru áhugafólk. Sostatt er framsýningin átøk eini Ólavsøkuframsýning, sum vit altso hava fingið tvær av um árið - tann eina er stýrd av Listafelagnum, hin av Felagnum Føroyskum Myndlistafólkum. Og sjálvt um talan er um eitt sera festligt tiltak við góðum røðum, mati og drekka og góðum lagi, vági eg (einaferð enn) ljósasløkkjarapositiónina við at staðfesta, at tað sum heild verður ov nógv framsýnt í Listasavni Føroya við ov lakari dygd.
Eg hugsi, at eitt ávíst kritikkloysi kann vera ein avleiðing av okkara kompleksu samtíð, sum er so mikið torfør at fata og gjøgnumskoða, at vit hava lyndi til at geva upp og lata eftirtíðina um kritikkin? Kanska økir kenslan av vantandi gjøgnumskygni og yvirliti um eina ávísa ósemjuangist, ið fremur ábyrgdarloysi og fær okkum at krevja endaleyst undirhald og hurrá, meðan minni verður hildið um tað kritiska? Neyvan hava ummæli stóra ávirkan upp móti øllum tí góða lagnum við føgrum og fegnum lovorðum og myndum á SoMe! – Aja og So be it, sum Jóhan Dahl mælti á sinni. Eftir stendur, at ov nógvar tílíkar blandaðar “Ólavsøkuframsýningar” um árið máa yrkisstøðið undan Listasavninum, ið missir sína týdningarmiklu støðu sum oddviti í føroysku myndlistini. Kanska skuldi Várframsýningin hildi fram sum biennala annaðhvørt ár.
Fláffy United
Vónandi hevur kritiski orðagjósturin omanfyri ikki stygt allar lesarar burtur, tí sjálvandi er okkurt meira fjálgt og uppbyggiligt eisini at siga um Várframsýningina 2022, sum ein nevnd hevur hugsað og sett upp. Í úrvalsnevndini vóru hesa ferð Tummas Jákup Thomsen, Bruno Mikael Eysturstein, Ólavur Sverri Trónd Thorsteinsson og Ole Wich. Framsýningarheitið Fláffy United er hugvekjandi. Meðan United jú ber brá av ítróttarligum framfýsni og samtaki, er fyrri parturin av heitinum meira ivasamur. Fláffy er eitt hálvføroyskt avbrigdi av enska lýsingarorðinum fluffy, sum kemur av navnorðinum fluff. Kaga vit í Sprotan, merkir fluff mjúk dun, pu ella fon, meðan fluffy verður brúkt um nakað mjúkt og dúnut. Eisini verður víst á, at orðið kann sipa til okkurt ótrygt. Á netinum finna vit hópin av allýsingum av hugtakinum fluffy, ið kunnu skipast í A) tilfarslig ella B) innihaldslig sermerki um nakað, sum er løgið og ódefinerað. Av tí, at samtíðarlistin eins og samtíðin sjálv er tilfarsliga og innihaldsliga fluffy, er hetta í grundini eitt væl valt tema til eina samtíðarframsýning ikki minst tá hugsað verður um, hvussu nógv tilfar og tilfarslig atlit hava merkt ta progressivu samtíðarlistina síðan aldarskifti. Hetta hava vit sæð í verkum hjá m.a. Jóhan Martini Christiansen, Randi Samsonsen, Dennis Agerblad, Tóroddi Poulsen, Jón Sonna Jensen og mongum øðrum – av teimum nevndu er bara síðstnevndi við á Várframsýningini við trimum verkum, sum eru tilfarsliga serstøk, framleidd úr polyuretan skúmi, gipsi og liting. Tað sama er galdandi fyri ljóðinstallatiónina við teimum eyðkendu mongu bjartlittu leidningum hjá Heðin Ziska Davidsen, sum skilir seg tøkniliga og tilfarsliga úr heildini og sum eisini varð brúkt performativt til upplatingina.
Digitalar myndir
Litføgru digitalu myndirnar hjá Bruno Mikael Eysturstein taka ímóti teimum vitjandi á Várframsýningini. Á myndini, sum hevur verið brúkt til at reklamera fyri Várframsýningini, helt eg meg síggja farslóðina av einum bylgjandi, bleytum, pinklittum seyðaskinn. Pink kann vera ein sera týdningsberandi litur, ið tá hann verður brúktur til nakað so siðbundið føroyskt sum eitt seyðaskinn, fær eitt poppkent, stuttligt ella speiskt brá – ikki minst, tá ein grasgrønur bøkkur er settur inn í høpið. Bruno Mikael Eysturstein hevur sína heilt egnu, áhugaverdu listaligu fatan av náttúruni og hann hevur fyrr framsýnt bøkkar og gras. Á teimum myndunum, sum hanga á Várframsýningin er talan kanska um bylgjandi hár av onkrum slag eitt sindur sum í verkunum hjá íslendsku listakvinnuni Shoplifter. Hvussu er og ikki – talan er um digitalar viðgjørdar myndir - tað tykist vera eitt høvuðstøkni á Várframsýningini – tað vísir seg tó, at fleiri av hesum í roynd og veru eru ymiskt sløg av digitalum prentum, t.d. inkjet pigmentprent í røðini hjá Ole Wich, kaos&fokus 1-5, ið hanga niðri í salinum beint við hjá fýra myndum av tektoniskum fragmentum hjá Bruno Mikael Eysturstein, sum tær líkjast við sínum plakatkenda brá og sterku litum.
Ole Wich
Ole Wich hevur eisini eitt verk á framsýningini úr blandaðum tøkni við heitinum MESTsum – tað er ein avlong, rektanguler pláta, sum kann malast runt á vegginum soleiðis sum áskoðarin ynskir. Interaktiva frælsið verður tó tálmað av nøkrum strikum á vegginum, sum vísa hvar plátan skal hanga. Ole Wich nevndi í síni røðu, at listafólkini í úrvalsnevndini hava valt at hava síni verk við í framsýningini í ár og tað hava tey av sonnum gjørt við lít. Tey fylla ríkiliga nógv - ikki minst Ole Wich sjálvur. Eg kundi heldur ynskt mær at sæð meira av t.d. sáru surrealismuni hjá Gwenaël Akira Helmsdal Carré, villu tekningunum hjá Elini Josefinu Smith ella vøkru tekstillistini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, so at mann fekk eitt meira fullgjørt innlit í hesi áhugaverdu listauniversini.
Elin Josefina Smith
Eg veit sjálvandi frá egnum royndum, at mann sum kurator ofta hevur eitt lutfalsliga avmarkað úrval at arbeiða við og at tað helst er ein orsøk til, at fyriskipararnir í so stóran mun hava sett sítt merki á framsýningina, ið tó er rættiliga fyllt – havi ilt við at skilja hví tað annars útmerkaða video-glasverkið hjá Brandi Patursson, sum var partur av landslagsframsýningini, eisini skal vera við á Várframsýningini - enntá sama stað. Várframsýningin varð hildin á fyrsta sinni í 1990 um várið – hon er í ár seinkað orsakað av umvælingsarbeiði á Listasavni Føroya. Úrvalsnevndin hevur boðað frá, at teir hava valt at víkja frá siðbundnu myndevnunum í føroyskari list: “Vit leita út ímóti mørkunum og grásonunum. Har úti, sum tær grundleggjandi fortreytirnar hjá listini fáa sínar royndir, har nýggir hættir og nýggj úttrykk koma til sjóndar.” Tað er merkiligt og í grundini ótrúligt, at tað yvirhøvur ber til at gera eina framsýning sum Várframsýningina 2022, har tey allarflestu av teimum etableraðu listafólkunum í Heystframsýningarbólkinum og Felagnum Føroyskum Myndlistafólkum og onnur við eru fullkomiliga fráverandi. Spurningurin er hvørt hetta er eitt tekin um vantandi virðing fyri hesi framsýning, sum einaferð skuldi vera flaggskipið hjá føroysku yrkislistini. Yrkislistafólkini tykjast í staðin miðsavna seg um prýðingar og framsýningar á privata listamarknaðinum í Danmark og í Føroyum á gallaríum, har vit eru fleiri, sum gera um okkum við skiftandi listaligum royndum og førleikum. Mann kann næstan siga, at privatgallarí eru farin at spretta eins og hundalond á hvørjum húsarhorni - ikki minst í Havn. Gongdin er á ein hátt positiv – føroyingar hava altíð verið óførir at keypa føroyska myndlist. Sjálvandi er støðan eisini tekin um eitt øgiligt yvirskot, bæði listaliga, men altso eisini peningaliga. Og sjálvt um tað er ivasamt, má mann vóna, at allar íløgurnar fara at bera seg – eisini tær ógvuliga mongu, sum verða gjørdar í hesum árum uttan um faklistalig innlit ella ráðgeving.
Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard
MateriaLIST
Várframsýningin 2022 fylgir á ein hátt nýmaterialistisku gongdini innan myndlistina soleiðis at skilja, at hon er fjølbroytt og fleirmedial. Nýmaterialismuhugtakið verður nýtt um sera ymiska list, t.d. um verk, hvørs ontologi ella tilverufrágreiðing er partur av sjálvum tilfarinum, men fevnir eisini um øll møgulig slag av crossover verkætlanum millum náttúruvísindi og list og um kanningar av tí sonevnda antropocæna, av veðurlagsbroytingum ella socio- og kynspolitiskum evnum. - Eg havi spekulerað uppá um eg kann hefta intergalaktiska list uppí nýmaterialismuna. – tí so kann tað stóra verkið hjá Tummas Jákupi Thomsen, surrealistinum í Gøtu, kallast nýmaterialstiskt. Hann hevur eina stóra installatiónstekning, ið stendur miðskeiðis í framsýningini. Skapið á installatiónini minnur ikki sørt um eina papyrusrullu, samstundis sum okkurt ídnaðarligt er yvir uppsetingini – listamaðurin segði, at m.a. MEST hevði sponsorerað verkinum. Snyrilsskapið hevur í mong ár hevur verið fastur fúsur í listini hjá hesum originala listamanninum. Hansara útgangsstøðið liggur enn sum altíð í einstaklinginum í universinum og sjónarringurin er sjáldan heilt almindiligur og niðri á jørðini.
Við á Várframsýningin 2022 Fláffy United eru Ole Wich, Tummas Jákup Thomsen, Bruno Mikael Eysturstein, /TRÖDL/ (Ólavur S. T. Thorsteinsson), Billa Jenny Jónleifsdóttir, Bjørk í Hoyvík og Sigga í Hoyvík, Edith Mørkøre, Erhard Jacobsen, Lív í Baianstovu, Vár Kyn, Alma á Lava, Ann Mari Dam, Elin Josefina Smith, Gwenaël Akira Helmsdal Carré, Harald Bjørgvin, Jana Jonhardsdóttir, Jón Sonni Jensen, Leivur Thomsen, Maria Smith, Oddfríður Marni Rasmussen, Rakel Helmsdal, Heðin Ziska Davidsen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Brandur Patursson. Framsýningin hongur inntil 20.juli.
Tummas Jákup Thomsen
Rakel Helmsdal
Jón Sonni Jensen
Leivur Thomsen