Royndir við abstraktión
Longu miðskeiðis í 1930´unum eksperimenteraði íslendski myndahøggarin við meira abstraktum, einfaldaðum standmyndum, t.d. gjørdi hann í 1936 Fótbóltamenn, ið er ein ógvuliga opin og dynamisk standmynd. Í 1939 gjørdi hann upprunakendu steinsúlustandmyndina, Kvinna – Louisiana Museum of Modern Art í Humlebæk eigur hana, og sama ár skapti Ólafsson slóðbrótandi standmyndina, Maður og kvinna, sum er fullkomiliga abstrakt. Hesi árini samstarvaði hann við listafólk í donsku avantgarduni, Asger Jorn, Ejler Bille, Erik Thommesen o.o, men flutti eftir kríggið til Íslands, har hann fekk alstóran týdning fyri menningina av íslendskari modernismu. Hansara verk eru í nógvum donskum listasavnum, t.d. Museum Jorn í Silkeborg og Statens Museum for Kunst, eins og standmyndir hjá Sigurjóni Ólafsson standa runt um í Íslandi m.a. tað risastóra 90 metrar breiða relieffið á vatnorkuverkinum, Búrfelli (1969).
Træ
Orsakað av tuberklasjúku og viðkvæmi mátti listamaðurin so líðandi halda uppat við at høgga í stein og at fáast við gips og leir. Tað gekk betri við timburarbeiði, so hann fór í holtur við at skera rekavið, men eisini keyptan turkaðan við og hervið eru vit komin fram til framsýningina á Norðurbryggjuni. Kuraterað framsýningina hevur Birgitta Spur, ið er einkja eftir listamannin og ein ófør kona. Hon er fødd í 1931 á Fyn, hon var myndahøggaranæmingur til hon í 1956 varð gift við listamanninum. Síðan maðurin doyði, hevur hon miðlað hansara list og í 1984 stovnaði hon Listasafn Sigurjóns Ólafssonar í Reykjavík, sum hon sjálv var leiðari á inntil fyri kortum. Hon hevur kuraterað eina ørgrynnu av framsýningum við verkum hjá Sigurjóni Ólafsson ella í høpum, har hansara verk verða sett saman við verkum hjá øðrum listafólkum, t.d. Asger Jorn. Birgitta Spur hevur eisini skrivað um listamannin og ritstjórnað fleiri útgávur um listamannin, m.a. ævisøguna Sigurjón Ólafsson – Ævi og List I-II (1999) við einum fullfíggjaðum verkyvirliti/ catalogue raisonné.
Náttúra og menniskja
Elsta verkið á framsýningini, Jákupsstigin er frá 1958 og tey nýggjastu eru frá 1982. Fleiri av teimum eldru standmyndunum eru áhugaverdar, settar saman av ormetnum rekaviði við seymum – hesin samanhangur millum hol og naglar millum náttúru og menniskjaskapt er æviga áhugaverdur og aktuellur eisini. Yvirhøvur bera hesi eldru verkini brá av ymiskum progressivum anti-list rákum í seksti- og sjeytiárunum sum fluxus. Fleiri av verkunum frá 1970´unum hava ein upprunakendan, primitivistiskan ella shamanistiskan dám - okkurt minnir um totemsteyrar.