List í Miklagarði

Hesa vikuna er ein serstøk listaframsýning at síggja í Miklagarði í SMS. Talan er um eina ferðaframsýning av standmyndum, sum um eina viku fer víðari. Heitið á framsýningini When will you come to see you like I do? stavar frá jazzlagnum “The Beauty of All Things” hjá Kurt Elling og Laurence Hobgood, ið snýr seg um vakurleikan í tilveruni, kærleikanum og menniskjanum. Framsýndar verða fimm lutfalsliga stórar standmyndir, fleirlittar við heklaðari yvirflatu og organiskum, buglutum, trídimensjonalum skapum, sum í summum førum standa á beinum - tann hægsta er um tveir metrar til hæddar.

Standmyndirnar eru bleytar og sýnast um somu tíð einfaldar og kompleksar, ítøkiligar og abstraktar. Tilfarið tykist banalt onkursvegna og minnir um barndóm og heklaðar grýtulappar samstundis sum verkini við sínum larmandi infunktionaliteti og monumentalu stødd heilt týðiliga eru annað og meira enn hugnalig. Í staðin tykjast tey ágangandi og full av ósøgdum spurningum. Tilfarsliga snýr tað seg um vondina, tað taktila í heklingini, hvussu vit sansa tilfarið, hvussu okkara húð minnist heklaðu yvirflatuna. Tilfarið er eisini hugsað sum mótsetningur til alt annað massaframleitt tilfar inni í matvøruhandlinum, ið fyri tað mesta er papp, plastikk og metal.

Við at seta verkini inn í ein matvøruhandil og onnur støð, sum vit ikki sambinda við nakað listaligt, vónar listakvinnan at fáa okkum at steðga á og at bróta okkum av í okkara automathugsan, tá vit keypa inn. Talan er ikki um eitt politiskt kapitalismumótmæli sum so og kortini gevur tilfarið hugsamband við tey politisku, antimaterialistisku sjeytiárini. Listakvinnan missir eitt sindur av stýringini á sínum verkum, tá tey verða sett inn í eitt høli, sum einki hevur við list at gera, har tað ikki ber til at stuðla seg upp móti einum listaligum umhvørvi ella teimum ritualum, sum merkja hetta umhvørvið. At missa stýringina er ikki so galið sambært Randi Samsonsen; av hesum lærir hon hvat verkini, áskoðarin og hon sjálv megna og hetta er eitt befríilsi, heldur hon. Sama slag av opinleika hómast í heitinum, Nær fert tú at síggja teg sum eg? Hetta er ein opin spurningar, ið kann ganga fleiri vegir, antin tað er ein filosofiskur tilveruspurningur ella áskoðarin, ið spyr standmyndina, ella tað er standmyndin, sum spyr áskoðaran.

Vit hava sett verkini upp í Miklagarði í dag, eg seti nakrar myndir inn her, men verkini síggjast best á staðnum, far og hygg!