Nær fert tú at síggja teg sum eg

Í síðstu viku byrjaði ein serstøk listaframsýning, ið ikki hevur sæð sín líka her á landi. Fyri tað fyrsta eru framsýningarhølini ikki høli, sum vit plaga at sambinda við list yvirhøvur. Tað fyrsta framsýningarstaðið var Miklagarður í SMS, og nú standa verkini í Svimjihøllini í Gundadali og listakvinnan, sum kann finna uppá slíkt eitur Randi Samsonsen. Hon er Havnakona við stórum H – blíð og týð og krúllut, men mann skal ikki lata seg narra hvørki av krúllum ella teimum sveimandi, himmalbláu eygunum hjá láturmildu listakvinnuni. Í grundini er listakvinnan sjáldsama skørp og málfør og ein av okkara mest framfýsnu listafólkum. Hon brýtur upp úr nýggjum við síni list, ið er merkt av samtíðarligum, umhvørvisligum og menniskjaligum atlitum. Hon hevur seinastu árini luttikið á hópin av framsýningum bæði í Føroyum og uttanlands og er nýliga komin aftur úr Toronto, har hon hevur sýnt fram á framsýningini Shared Terrain. Eg hitti hana við hús, har listaverkini í beint tá fylltu væl upp í stovu og atelieri. Tað sá heilt fantastiskt út – sum ein surrealistisk, mjúk og bleyt hertøka av eini vanligari stovu og arbeiðsrúmi.

Vakurleiki

Heitið á framsýningini í m.a. Miklagarði er “When will you come to see you like I do?”. Reglan stavar frá einum framúrskarandi vøkrum jazzlagi, ið snýr seg um vakurleikan í tilveruni, kærleikanum og menniskjanum. Møguliga er tað ikki júst, vakurleiki, ið liggur fremst fyri, tá tú skalt lýsa tey fimm listaverkini, sum Randi Samsonsen hevur gjørt til framsýningina í Miklagarði. Kortini er tað júst vakurleikin ella okkara fatan av vakurleika, ið er ein tann frægasta inngongdin til eina fatan av hesum verkunum, tí hvør Venusversión er tann vakra, tann klassiska úr Milo ella rundi fruktbærisfigururin úr Willendorf? Tað valdast um eyguni, ið síggja og um avvarðandi mentan og tíðarskeið.

Standmyndir

Verkini hjá Randi Samsonsen eru í hvussu er standmyndir. Tær eru lutfalsliga stórar, fleirlittar við heklaðari yvirflatu. - Jú, tú las rætt; hondheklaðar standmyndir, organisk, buglut trídimensjonal skap, sum kneysa í einum matvøruhandli og aðrastaðni í Havn. Fleiri teirra hava bein og fáa meg at hugsa stuttligar, ómøguligar tankar um at klatra upp og seta meg á tær. So kundi eg sitið har uppi í 2 metra hædd og hugsa um lívið sum ein onnur prinsessa á ertrini. Eg fái eisini hug at klemma standmyndirnar, tí tær eru so tjúkkar og fjálgar og dotnar niður av mánanum og standa nú í teirra óendaliga gátuføri púra ómystiskar millum matvørur í Miklagarði eitt sindur sum Barbapapafólkini. Franska barnabókin Barbapapa kom út í 1970 og eg minnist hvussu hugtikin eg sum smágenta var av figurunum, samstundis sum eg ræddist teir. Ómetaliga lættir at tekna, eg taknaði ofta ta ljósareyðu við hvítum perlum um hálsin – einfalda skapið var ein orsøk til øgiliga popularitetin, hugsi eg, men eg ræddist eisini figurarnar, ið vóru ræðandi dulklæddir – eitt sindur sum Sorte Slyngel – mann visti ikki hvar mann hevði slíkar formskiftarar.

Knoss

Vit hava fingið orð á listakvinnuna og spurt hana nakrar spurningar, m.a. hvussu tað ber til, at hon hevur heklað allar hesar kvadratmetrarnar av eygum og um tað ikki hevði verið lættari at keypt liðugt framleitt toy? 

Randi Samsonsen svarar, at hon frá byrjan ikki visti, at hon skuldi hekla verkini: ”At hekla er sera tíðarkrevjandi og ein teknikkur sum bert kann útinnast við hond. Eg gjørdi tí royndir við at stykkja toy saman, binda á maskin og annað, sum eisini er sera spennandi og sum kundi gingið eitt sindur skjótari. Men í síðsta enda var tað sjálv vondin, tað taktila og strukturella í heklingini og einfaldleikin í tøkninum, sum gav mest meining og sum eg vænti talar til áskoðaran. Menniskju sansa flatur og vond við okkara húð eins væl sum okkara eygu. Tá eg brúki ullintan tráð og hekling, minnist húðin tað aftur, tí hon hevur sansað hvussu ull merkist. Tilfarið er eisini hugsað sum mótsetningur til alt annað massaframleitt tilfar inni í matvøruhandlinum, sum fyri tað mesta er papp, plastikk og metal”.

Tóvirki

KP: Tú arbeiðir primert við tekstil, sum jú er eitt tilfar, vit brúka til klæði. Hevur tú ongantíð málað málningar? Hvørjar møguleikar sært tú í tekstillistini, sum tú ikki finnur í málningalist?

RS: Eg havi ikki arbeitt við at mála ella tekna annað enn skitsur. Ikki tí eg ikki havi havt atgongd til tilfarið og møguleikan, frá eg var heilt lítil. Abbi mín hevði ein málingahandil í Havn, har hann eisini seldi máling og amboð til listafólk. Men eg lærdi eisini frá eg var heilt lítil at fáast við tráð. Hetta var mest saman við ommu míni. At læra at binda, brodera, hekla og annað var fyrst og fremst fyri at skapa okkurt sum hevði nyttuvirði. Eg skuldi læra at brúka hesar eginleikar og skilja at tað handlar um at gera klæðir til húsarhaldið og fór spakuliga at seta spurningar til hetta? Eg flutti til Svøríkis at ganga í skúla, har eg kom inn á eina “textil konst” linju á HDK Steneby og byrjaði at brúka tráð, form og litir til at skapa tekstil listaverk uttan nakra ávísa funktión aðra enn ta listaligu.

 Serligt framsýningarstað

KP: At seta myndlist upp í einum matvøruhandli er rættiliga serstakt - hvørjir tankar eru aftanfyri hesa staðseting?

RS: Orsøkin til at eg ynski at sýna fram í einum matvøruhandli, er m.a. tí at eg ynski, at standmyndirnar møta áskoðarunum har tey eru, og ikki øvugt, at áskoðarin kemur til teirra soleiðis sum tað plagar at vera í sambandi við framsýningar í søvnum og gallaríum. Eg havi valt ein matvøruhandil og onnur støð, har endamálið við at fara inn hagar er ógvuliga eintýðugt; vit fara í matvøruhandilin at keypa inn. Vit keypa okkum mat, sum er pakkaður inn í fýrakantar, vacuum, plastikk, kassar og dósir við litum og orðum, logo´um og grafikki. Matvørurnar standa á hillini og rópa eftir okkum. Alt hetta er gjørt fyri at fáa samband við okkum. Og vit blíva von við hendan estetikkin. Ein serligur reydligur litur við einari ávísari gulari sól, kann fáa tey flestu til at hugsa um havragrýn frá einum ávísum framleiðara sjálvt um sjálv matvøran í sjálvum sær eru ljósabrún, smá fløt grýn. Tá eg seti mínar bleytu standmyndir inn í Miklagarð, ynski eg kanska at bjóða vananum og automatikkinum í matvøruhandlavitjanini av.

At missa stýring

KP: Nøkur av tínum verkum eru seymað og hanga á vegginum eins og eitt slag av bleytum relieffum. Tey hava eitt hugtakandi óstøðugt brá bæði orsakað av foldum í klæðinum, har ljós og skuggi raka ymiskt á, men eisini ítøkiliga eru tey sera dynamisk og flyta seg í mun til rørslur í rúminum. Tað tykist vera okkurt slag av tilvitaðum listarligum kontrolltapi í hesum. Fer staðsetingin av verkum í almenna rúminum eisini tann vegin?

RS: Jú tað kann vera. Umstøðurnar í tí almennan rúminum eru ómøguligar hjá mær at redigera. Litir, objekt á staðnum, ljós og annað. Hvussu verkini verða móttikin í hesum konteksti er ei heldur nakað eg kann so at siga “stýra”, um tey heila tikið verða móttikin sum standmyndir ella annað er fultkomuliga upp til tann einstaka, eftirsum tey standa á einum “óvanligum” framsýningarstaðið. Tað er bæði eitt befríilsi og eitt sindur hættisligt. Men tað er samstundis avgerandi. At missa kontrol er við til at læra meg, hvat verkini, áskoðarin og eg sjálv megni.

 

Design

KP: Tú hevur eina designútbúgving, hví fórt tú heldur tann vegin í staðin fyri t.d. akademi og hevur hetta nakað at týða?

RS: Áhugin fyri tráði byrjaði sum áður nevnt tíðlig og ikki bara hjá mær. Tað eru góð 30.000 ár síðani, at menniskjað lærdi at spinna ein tráð og ognaði sær snildur til tess at betra um møguleikan hjá smáum stuttum trevjum við at spinna tær til ein tráð. Henda uppdaging hevði risastóran týdning. Menniskjað lærdi at veva og fáa til dømis klæði burturúr og at gera segl til skip, sum gjørdi tey før fyri at flyta seg lættari um hav. Um vit spola fram til nútíðina, liva vit í einari tíð, har tekstila framleiðslan er í einum vaksandi yvirflóð, har umhvørvisligu avleiðingarnar eru nærum óbøtuligar. Tað tykist sum vit hava mist eina kontakt til at skilja, hvat tekstila tilfeingið kann og skal gera fyri okkum. Fyri meg snýr tað seg altíð um tilfar fyrst og tað er kanska tí eg hugsaði, at Designskúlin var betri fyri meg enn kunstakademiið. Eg veit at ein designskúli er meira “brúkara-orienteraður”, men hetta hevur ikki verið nøkur forðing í mínum listarliga arbeiði, kanska tvørtímóti. Eg haldi tað er spennandi at brúka designástøði og háttaløg í míni listaligu tilgongd og hugsi, at listin jú eisini er kommunikativ og sansalig, so har eru felagsnevnarir.

Heitið á framsýningini

KP: Kanst tú greiða frá heitinum á framsýningini, ”When will you come to see you like I do”?

RS: Tá heitið í roynd og veru er ein spurningur, skapar hetta ein møguleika fyri einum svari og ta elalítlu løtu, móttakarin møguliga hugsar um spurningin, so er tann tíðin upplivað og eitt samband knýtt millum verk, menniskja og rúm. “When will you come to see you like I do”, er annars ein regla úr einum sangi sum eitur “The Beauty of all things” hjá Laurance Hobgood og Kurt Elling. Nú kenni eg tekstin og sangin sera væl, so tað gav meining at knýta hetta heitið á míni verk, so tey fingu eina meira innbjóðandi og samrøðukenda rødd. Heitið kann ganga báðar vegir, at tað er áskoðarin sum spyr standmyndina, ella at tað er standmyndin, sum spyr áskoðaran.

Framsýningin ”When will you come to see you like I do” er at síggja í Svimjihøllini í Gundadali eina viku til 4.juli.