Fram til ólavsøku hevur føroyskdanski listamaðurin Bjarne Werner Sørensen framsýning í Elizabeth Harris Gallery í New York.
Á framsýningini, sum kallast Transitions sýnir hann fram oljumálningar. Bjarne Werner Sørensen hevur verið sera virkin á føroyska listapallinum og hevur havt framsýningar í Listasavninum, Listahøllini MEST og á Norðurbryggjuni.