Paul McCartney 80

Góði keri harra Paul – hjartaliga til lukku við 80 ára føðingardegnum. Tú kennir meg valla, men eg kenni teg væl ella tað helt eg meg gera, tá eg var lítil. Tað var her í Havn í hálvfjersunum. Eg hugsi ikki, at tú hevur verið her í Føroyum nakrantíð og nú verður tað neyvan til nakað so nógv sum tú hevur ímóti grindadrápi. Vegetarur ert tú eisini – tað las eg onkrastaðni, áðrenn eg ordiliga visti hvat vegetarur merkti. Nåh, men um tú skuldi komið og spælt á onkrum av summarfestivalunum, so hevði eg heilt vist farið at lurta - havi so ómetaliga nógv at takka tær fyri.

Eg veit ikki, men møguliga var Ob-La-Di, Ob-La-Da fyrsti Beatlessangurin, eg hoyrdi. Tann sangin skrivaði tú. Hann varð innspældur 8.juli í 1968, tá eg var 9 dagar. Var nakað eldri, tá eg hoyrdi Ob-La-Di, Ob-La-Da og var tann dagin møguliga stødd í stovuni hjá pápabeiggja mínum og teimum á Traðarvegnum. Haldi ikki, at eg var nakað serliga stór, rakk bara eitt sindur longur upp enn til radioapparatið. Tað var í teirri tíðini, tá gardinur vóru appilsingular og fólk royktu inni. Eg havi funnið eina gamla dagbók, har eg havi skrivað THE BEATLES við appilsingulum spjaldrastavum, mær dámdi so væl appilsingult og brúnt. Minnist so væl tann kabarettkenda, lívliga og nokk so fjákuta obladisangin, ið javnan var í útvarpinum um tað mundið, men eg visti ikki, at sangurin hevði sama uppruna sum herliga plátan, Help! ið eg júst hevði fingið fatur á og sum eg trálurtaði eftir frá morgni til myrkurs ella tá eg kundi - alla plátuna á tamb frá fyrsta heitislagnum við brádligu byrjanini og marghátliga rópinum um hjálp, ið var líka inniligt sum tað var óforklárað og óskiljandi. Okkurt um ein, sum við aldrinum tørvar hjálp When I was younger so much younger than today/ I never needed anybody´s help in anyway. - Altso hjálp til hvat? Eg visti ikki, men eg var forvitin, vildi vita. Eg var forrestin ikki tann einasta í mínum ættarliði, sum í úrtíð idoliseraði Beatles fleiri ár aftaná teir vóru givnir. Her í Havn var okkurt slag av Beatles endurkveiking umleið 1978- 1980 – eg minnist ikki hví - hómi bara, at vit hugdu at filminum Help í onkrum føðingardegi hjá Jón í flokkinum, tá tað ikki var hvønsmanslutur at eiga sjónvarp. Eg síggi eisini, at tær flestu skriva Help á regluna “Min bedste grammofonplade” í míni gomlu poesibók.

Haldi ikki, at eg tók mær av, at bólkurin, eg dyrkaði í roynd og veru ikki var til og ikki hevði verið til síðan eg var eitt ár í 1969-70. Sovorðin fjepparastøða, sum eg var í, var ikki ov tengd av veruleika, alt var bara hugflog og dagdreymir - minnist meg hava drúgvar samrøður við John Lennon alt í høvdinum - hann hevði so pena og klóka nøs. Jú, tað ljóðar helst løgið, men frá Help! av, var Beatles nakað, sum gav míni tilveru meining og kós. Eg ynskti mær Beatlesplátur í føðingardags- og jólagávu. Eg lurtaði, lurtaði, lurtaði eftir plátum, skrivaði tekstirnar av, týddi tekstirnar og skrivaði viðmerkingar til tekstirnar - alt til skrivaraborðskuffuna sjálvsagt. Kanska var hetta í einum aldri, tá børn finna okkurt at ganga upp í - hjá mær var alt Beatles. Ein yndissangur var You´ve got to hide your love away - eg var onkursvegna altíð forelskað ella hugtikin ella hvat eg var í onkrum ella fleiri og var alla tíðina um at kódna av øllum møguligum óskiljandi kenslum, so eg var fullkomiliga við uppá hatta, sum John Lennon sang um at skula krógva okkurt fyri øðrum – eg var helst tíðliga til tað eitt sindur kensluborna og dapra og tí eru fleiri av mínum fyrstu yndisbeatlessangum skrivaðir av John Lennon, men tað hugsaði eg ikki um í fyrstani. Í allarfyrstani helt eg, at sangskrivarin æt Lennon til fornavn og McCartney til eftirnavn. Aja, hetta var í eini tíð, tá Beatlarnir fyri mær ljóðaðu sum ein eittans (fleirræddað) rødd og tað var langt áðrenn internetið, men á Býarbókasavninum fann eg seinni bøkur um tónleikabólkin og um teg, John Lennon, Ringo Starr og George Harrison.

Á ein hátt kann mann siga, at eg bingjaði Beatles, so frægt eg hevði ráð eftir sum, at Beatles, tá eg gjørdist fjeppari longu hevði givið allar tær mongu pláturnar út, sum eg lærdi meg uttanat - eg veit eisini enn hvør sangur kemur aftaná hvønn á teimum tólv plátunum – eg keypti Silverbeatles og hvat tað æt, onkrar uppsamlingsplátur, men lurtaði ikki so nógv eftir teimum sum eftir upprunaplátunum. Help (1965) var mín fyrsta Beatlespláta, síðan keypti eg A hard day´s night (1964), With the Beatles (1963) og Please Please me (1963) – eg lurtaði eftir teimum øllum, mær dámdi sangir sum  If I fell in love with you og Things we said today, men minnist, at eg annars føldi eina ávísa frástøðu til hesar pláturnar - hetta kendist gamalt onkursvegna, serliga tær tvær síðstnevndu. - Beatles for sale (1964) var merkilig, so ótrúliga blandað við sovorðnum smágiggutum rockabillyløgum og country men við onkrum smáum perlum inn ímillum sum I´m a loser og no reply hjá John Lennon. Revolverplátuna elskaði eg høgt og inniliga. Veit ikki hvussu nógvar versiónir, eg gjørdi av hasari permutekningini hjá Klaus Voormann. Allir sangirnir vóru áhugaverdir onkursvegna, Taxman hjá George Harrison ljóðaði øðrvísi enn nakað, eg hevði hoyrt áður og praktfullu Lennonsangirnir I´m only sleeping og And your bird can sing vóru eisini løgnir. Nú var teksturin ikki bara beint fram og kanska fekk mann ein varhuga av eini komandi konflikt? “When your prized possessions/ start to weigh you down/ Look in my direction/, I'll be 'round”. Eg haldi, at keypið av hesi plátuni fall saman við fyrstu árunum í Eysturskúlanum, har vit fingu ein framúrskarandi musikklærara, Paula í Sandagerði, ið var tikin úr leikum at spæla klaver og at velja tónleik. Eg minnist í hvussu er hvussu tað bilgdist innan í mær, tá vit í einum av teimum fyrstu sangtímunum við Paula brádliga skuldu syngja Eleanor Rigby og hvussu eg royndi at stýra mær og ikki syngja ov hart ella inniligt henda vælsignaða sang, sum eg elskaði og dugdi uttanat. Tann sangin skrivaði tú, Paul saman við hinum – eitt framúrskarandi lag og ein lítil skaldsøga um stórt einsemi. Á Rubbersoulplátuni dámdi mær best Lennonsangirnar Norvegian Wood við tí einfalda og eitt sindur surrealistiska tekstinum. Fleirraddaði sangurin ljóðaði praktfult í lagnum, sum í bygnaði, útseting og instrumentalisering fullkomiliga rakti beint á tað um somu tíð heimliga og fremmanda huglagið í tekstinum.

Sgt. Peppers Lonely Hearts Club Band (1967) fekk eg frá systir míni Beggu. Tann plátan sá øðrvísi út enn hinar. Kenda horror vacui permumyndin við øllum fólkunum og mongu detaljunum var í sær sjálvum serlig og at lurta eftir plátuni føldist frá byrjan sum at fáa ein frammaná. Eg minnist, at eg setti nálina á svarta vinlylið og at sjóðanin var so óvæntað og løgin, at eg hugsaði, at plátuspælarin mundi vera skeivt innstillaður. Tá kom orkumikla rokkguitarintroin til heitislagið - tað er ein sangur hjá tær, Paul og eg var seld beinanvegin. Fullkomiliga genial pláta allan vegin fram til síðsta sangin, A day in a life og eitt meistarverk, sum nógv er skrivað um. Sjálvt um eg lurtaði eftir plátuni eini fimtan ár aftan á hon var komin út, ljóðaði hon púra fesk og progressiv. Ein ambitiøs og ómetaliga fjølbroytt útgáva, ein heild, ið fevnir klassiskt og rútmiskt uttan trongd til at seta tónleikin í bás. Har eru so nógv hugskot eru gjøgnumførd, at mann kann undrast yvir, at fólkini ikki mistu yvirlitið. Tað gjørdu tey kanska viðhvørt, men úrslitið var gott. Let it be (1970) plátan tóktist kanska eitt sindur ósamanhangandi, sangirnir vóru ymiskir - fýra individualistar við motherfuckingskeggi, sum vóru farnir frá hvørjum øðrum, ósamdir um alt møguligt, innsósaðir í ein wall of sound, men eg lurtaði eftir stórfingna Across the universe hjá John Lennon og longsulsfullu balladuni hjá tær, The long and winding road og sang við tað dýrasta eg var ment. Tá var eg farin at syngja javnt og samt og allatíð. Tá eingin var inni sang eg Oh Darling! Øgiliga hart! Tað var praktfult. Tann plátan, Abbey Road (1969) er óluksáliga góð, Because hjá John Lennon er enn millum mínar yndissangir, men eisini She came in through the bathroom window hjá tær og Something hjá George Harrison.

Magical Mystery Tour (1967) var tann seinasta Beatlesplátan, sum eg keypti og har ikki minst tínir sangir, The fool on the hill og Your mother should know vórðu spældir á tamb og eisini tiknir upp á musikkbond, sum eg gjørdi til mín sjálvs og vinfólk. At hugsa sær, at Paul McCartney fyllir fýrs ár. Tað er nokk so nógv, men nú eg sjálv eri í hálvtrýssunum, má tað jú vera soleiðis. Eg minnist, at eg hevði eina mynd av tær og hinum trimum á blomstruta tapetinum í mínum barnakamari. Tá sóu tit eitt sindur hálvfjersaraligir út við yvirskeggi og síðum hári – haldi eg fekk myndirnar úr hvítu plátuni, sum eg eisini lurtaði eftir, tá eg var farin at ganga í Hoydølum. Tað var um ta tíðina, at alt skuldi diskuterast og eg var ein strævin dóttur, sum uppdagaði alt møguligt nýtt og varnaðist politiskan órætt og hoyrdi samfelagskritiskt bit og sarkasmu í Piggies hjá Harrison. Hvíta dupult-LP´in er annars eitt ordans kurpali, eitt satt órudd av sangum, ið summir eru fjákutir, yndisligir og hampiligir meðan aðrir eru abstraktir og syrutir. Revolution number nine orkaði eg ikki ein gang at hoyra míni heitastu Beatlesfjepparaár. - Martha my dear er ein fínur og eitt sindur prikkisnikkutir sangur, ið fær fittligt flog av øllum blásturljóðførunum og minnir meg um ólavsøkuballónir um dagin, ja og hornorkestur, meðan hon sjálv Sexy Sadie er ein heilt onnur dama, her er hugflogið minni elskuligt og okkurt óhugnaligt, men hetta kemur kanska av, at ræðuleikarnir hjá Charles Manson blanda seg uppí minnini.

Jú jú og Mull of Kintyre hjá Wings varð so ofta spældur í útvarpinum, at sekkjapípuljóð var gerandiskostur í Føroyum í hálvfjersunum, men eg má viðganga, góði keri harra Paul, at eg ikki havi lurtað nógv eftir tí, tú hevur gjørt eftir Beatles. Jú, Live and let die og Tug of war minnist eg og duettirnar, tú sangst saman við Stevie Wonder og Michael Jackson, tað var ikki til at koma uttanum í fýrsunum. Seinni havi eg eisini hoyrt framførsluna av A Ballad of American Skeletons, sum tú hevði saman við Allen Ginsberg í Royal Albert Hall fyrst í hálvfemsunum. Veldugt og tú turnerar enn. Tað er fantastiskt. Grundleggjandi haldi eg, at tónleikurin og tekstirnir, sum eg fekk frá Beatlesplátunum bara hava gjørt mær gott. Kunnleikin til hetta tónleikauniversið gjørdist eitt slag av grundarlagi í míni tilveru, sum eisini var ljóðtapet kring øll møgulig góð vinaløg og enn er tað - Eg upplivi enn í veitsluhøpi at gerast inniliga glað av at hoyra ein Beatlessang og tað hendir enn, at eg hitti nýggjar Beatlesvinir. Takk fyri henda felagsskapin, Paul McCartney - takk fyri tónar og orð og fyri kós - Hjartaliga til lukku og hurrá.


Træyrkingar

Sigurjón Ólafsson á Norðurbryggjuni

Herfyri læt ein ansingarverd framsýning upp við standmyndum úr viði hjá íslendska listamanninum Sigurjón Ólafsson á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tó at heitið á framsýningini, Digte i træ stavar frá eini ritroynd frá 1980, rakar tað beint á aktuellu framsýningina, ið av sonnum er poetisk. Hon fekk í hvussu er meg at hugsa um sonevndar millumgerðir í gomlum kirkjum, t.v.s. útskornu trærimarnar millum altar og skip, sum jú í sjálvum sær eru eitt slag av træsálmum. Hyggja vit nærri at listini hjá Sigurjóni Ólafsson, er hon í stóran mun modernistisk við støði í listsøguligum rákum í tjúgundu øld.

Úr Nes Kirkju

Listamaðurin

Sigurjón Ólafsson (1908 –1982) var íslendskur myndahøggari, sum byrjaði sína listaligu útbúgving á Kunstakademinum í Keypmannahavn í 1928 – sama ár, sum eisini Mikines byrjaði har. Í 1939 fekk Ólafsson Eckersberg-medaljuna fyri eina bringumynd, sum hann gjørdi av mammu síni. Tey fyrstu myndevnini og stílurin hjá honum annars kann samanberast við verkini hjá Janusi Kamban. Talan er m.a. um lutfalsliga naturalistiskar, monumentalar standmyndir og relieffir av arbeiðarum, fiskimonnum, saltfiskakonum osfr. Ei undur í um líkskapur er millum listamenninar – Ólafsson og Kamban høvdu sama lærara, Einar Utzon-Frank professara – Ólafsson varð liðugt útbúgvin í 1935 – Kamban í 1940.

Royndir við abstraktión

Longu miðskeiðis í 1930´unum eksperimenteraði íslendski myndahøggarin við meira abstraktum, einfaldaðum standmyndum, t.d. gjørdi hann í 1936 Fótbóltamenn, ið er ein ógvuliga opin og dynamisk standmynd. Í 1939 gjørdi hann upprunakendu steinsúlustandmyndina, Kvinna – Louisiana Museum of Modern Art í Humlebæk eigur hana, og sama ár skapti Ólafsson slóðbrótandi standmyndina, Maður og kvinna, sum er fullkomiliga abstrakt. Hesi árini samstarvaði hann við listafólk í donsku avantgarduni, Asger Jorn, Ejler Bille, Erik Thommesen o.o, men flutti eftir kríggið til Íslands, har hann fekk alstóran týdning fyri menningina av íslendskari modernismu. Hansara verk eru í nógvum donskum listasavnum, t.d. Museum Jorn í Silkeborg og Statens Museum for Kunst, eins og standmyndir hjá Sigurjóni Ólafsson standa runt um í Íslandi m.a. tað risastóra 90 metrar breiða relieffið á vatnorkuverkinum, Búrfelli (1969).

Træ

Orsakað av tuberklasjúku og viðkvæmi mátti listamaðurin so líðandi halda uppat við at høgga í stein og at fáast við gips og leir. Tað gekk betri við timburarbeiði, so hann fór í holtur við at skera rekavið, men eisini keyptan turkaðan við og hervið eru vit komin fram til framsýningina á Norðurbryggjuni. Kuraterað framsýningina hevur Birgitta Spur, ið er einkja eftir listamannin og ein ófør kona. Hon er fødd í 1931 á Fyn, hon var myndahøggaranæmingur til hon í 1956 varð gift við listamanninum. Síðan maðurin doyði, hevur hon miðlað hansara list og í 1984 stovnaði hon Listasafn Sigurjóns Ólafssonar í Reykjavík, sum hon sjálv var leiðari á inntil fyri kortum. Hon hevur kuraterað eina ørgrynnu av framsýningum við verkum hjá Sigurjóni Ólafsson ella í høpum, har hansara verk verða sett saman við verkum hjá øðrum listafólkum, t.d. Asger Jorn. Birgitta Spur hevur eisini skrivað um listamannin og ritstjórnað fleiri útgávur um listamannin, m.a. ævisøguna Sigurjón Ólafsson – Ævi og List I-II (1999) við einum fullfíggjaðum verkyvirliti/ catalogue raisonné.

Náttúra og menniskja

Elsta verkið á framsýningini, Jákupsstigin er frá 1958 og tey nýggjastu eru frá 1982. Fleiri av teimum eldru standmyndunum eru áhugaverdar, settar saman av ormetnum rekaviði við seymum  – hesin samanhangur millum hol og naglar millum náttúru og menniskjaskapt er æviga áhugaverdur og aktuellur eisini. Yvirhøvur bera hesi eldru verkini brá av ymiskum progressivum anti-list rákum í seksti- og sjeytiárunum sum fluxus. Fleiri av verkunum frá 1970´unum hava ein upprunakendan, primitivistiskan ella shamanistiskan dám - okkurt minnir um totemsteyrar.

Menning

Eingin ivi er um, at listamaðurin hevur ment seg javnt og samt, og henda menning er áhugaverd eisini úr einum føroyskum sjónarmiði. Eg haldi næstan ikki, at nakað land er meira áhugavert enn Ísland, tá tað kemur til listasøgu og umstøðurnar hjá listafólkunum. Har er so ótrúliga nógv, sum líkist føroyskum umstøðum og kortini ikki. Øll byrjanin við sjálvlærdum og hálvlærdum listafólkum, sum fyrst málaðu landslagið og umhvørvi har tey búðu og síðani fóru á kunstakademi í Keypmannahavn er fullkomiliga javnlík gongdini í føroyskari list. Og tað er ikki bara listasøguliga men eisini landafrøðiliga, at umstøður líkjast - hygg til dømis hvat kendi íslendski listfrøðingurin, høvundin Björn Th.Björnsson (1922-2007) staðfestir í tekstinum frá 1980, sum er settur í katalogið: “Atlantshavið er ein dýrgoldin forðing fyri navnframi hjá einum íslendskum myndahøggara. Hiðani eru eingi tok, eingin bilur frá Laugarnesi til París, Venezia ella Róm. Innbjóðingar hava vit ikki manglað, men tíverri heldur ikki útreiðslur...”. Føroysk list hevur havt somu avbjóðingar og umstøður, og gongdin líkist sum heild teirri íslendsku fram til kríggið, tá alt broyttist. Sum kunnugt gjørdist Ísland sjálvstøðugt land í 1944 og tá listaliga heimsmiðdepilin eftir kríggið skifti frá París til New York, kagaðu fleiri íslendsk listafólk tann vegin, meðan donsk list, danska kunstakademiið og harvið eisini føroysk list helt fast við europiska hevd eina tíð. Alheimsgerð hevur sum kunnugt javnað munir í listmenningini kring alla klótuna, men í mun til altjóða listmarknaðin eru vit í Føroyum komin stutt samanborið við Ísland t.d. tá hugsað verður um Venesia biennaluna, har Ísland hevur tikið lut síðan 1984.

Dansandi skuggar

Listakarrieran hjá Sigurjóni Ólafsson er sum skilst drúgv og røkkur langt aftur í tíðina við skiftandi evnum. Sambært áðurnevnda Björn Th.Björnsson hevur havið ein grundleggjandi týdning í verkinum hjá Sigurjóni Ólafsson m.a. orsakað av rekaviði, sum gjørdist týdningarmikið tilfarsligt útgangsstøði hjá listamanninum og sum hann hartil plagdi at finna við sjóvarmálan á Eyrarbakka, har hann vaks upp. Trettan verk eru á framsýningini og tað kann tykjast heldur nógv til hølini í erva á Norðurbryggjuni. Kortini tykist framsýningin á Norðurbryggjuni væl plaserað, merkt av frískleika og fjølbroytni, bæði tí hon vísir menningina hjá einum áhugaverdum listamanni, men eisini tí at sjálv uppsetingin er framd við listaligum og poetiskum ansi – eisini fyri teimum dansandi skuggunum á gólvinum.

Muterandi melankoli

MUTATIÓNIR eitur framsýningin hjá Barbaru í Gongini og Hauge í Gongin Djernis, sum gevur áskoðaranum herðindi av romantiskum sorgblídni. Framsýningin MUTATIÓNIR á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn er serlig uppá fleiri mátar. Hon er serstøk tilfarsliga sæð, tí hon fevnir um ymisk listasløg, um design og videolist, men hon er ikki minst serstøk, tí hon er eitt kærleiksfult úrslit av samstarvi millum móður og son.

Samanhangandi

Á framsýningini verða videoverk, installatiónir og design framsýnd. Sjálvt um stórur munur er tilfarsliga millum t.d. bleyt klæði og harðar skermar, hongur framsýningin væl saman. Tað ger hon m.a. av tí, at klædnadesignið hjá Barbaru í Gongini er so mikið listaligt og skulpturelt, sum tað er og tí uppsetingarnar hjá Hauge í Gongini Djernis heilt týðiliga eru gjørdar við stórari virðing og kærleika mótvegis listini hjá mammuni, samstundis sum hesi verk hava sín egna samleika við tilsipingum og minnisbrotum um føroyska náttúru – hetta seinasta er eisini við til at homogenisera framsýningina. Framsýningin er pallsett í einum myrkum framsýningarrúmi, sum í grundini tykist ógvuliga í GONGINI ella tað hugsaði eg í hvussu er, tá eg trein innar í niðasta framsýningarhølið á Bryggjuni – tað við betongveggjum, ið hóskar sera væl til stílin hjá teimum báðum framsýnarunum.

Dynamisk framsýning

Júst sum mótasýningarnar hjá Barbaru í Gongini, er henda listaframsýningin ógvuliga atmosferisk - tað er eins og alt hølið darrar í hálvaskýmingini við bláum skermljósi og fláum av elektroniskum ljóði.Tað er sjálvandi áhugavert at síggja design hjá Barbaru í Gongini framsýnd á eini listaframsýning. Hetta eru jú pløgg, sum eru hugsað og framleidd at fara í og sum ofta eru multifunktionel. Tað vil siga, at tú kanst brúka plaggið sum tú vilt um tú ert maður ella kona sum fótsíðan kjóla ella bundið upp sum blusu. Útvaldu verkini eru show stoppers tvs. hæddarpunkt hjá sniðgevaranum frá 2004 til 2019. Klæðini eru øll svørt, summi eru einføld monumental, meðan onnur eru merkt av nógvum áhugaverdum staklutum, ið kunnu vera assymetriskt staðsettir á meginbulinum – í fleiri førum er tað eins og designið vísir okkum hvussu verkini eru komponerað, fleiri staðni er tað eins og detaljur, lummar og seymingar sita uttaná heldur enn at vera krógvað innanfyri – her hava verkini eitt dekonstruktivt brá samstundis sum assymetrisku og diagonalu linjurnar skapa ein dynamikk og órógv í staklutum, ið verður endurtikið millum skermarnar í spennandi framsýningarheildini.

Retrospektiv avantgarde

Framsýningarupplivingin var um somu tíð stórbær og sorgblíð og fekk meg at hugsa, at eitt tíðarskeið er av. Sjálvt um designini ikki sýnast serliga gomul, so hava flest teirra fleiri ár á baki og tessvegna er talan jú um eina partvíst retrospektiva framsýning. At hugsa sær at vera til eina retrospektiva Barbara í Gongini framsýning!!! Avantgarde og retrospektiv í einum – frammanfyri og aftanfyri í senn. Innan listina var hugtakið upprunaliga brúkt um tey mongu skiftandi avantgardurákini, hvørs megináhugi var at bróta við verandi hevd og sum í dag verða nevnd undir savnandi hugtakinum modernisma. Hesin støðugi áhugin fyri at bróta upp úr nýggjum gjørdist eitt av eyðkennunum hjá listini og er tað enn – tá tú skapar eitt verk, skal tað helst vera nakað annað enn tað, sum finst frammanundan.

Analog digital list

Hauge í Gongini Djernis gongur í løtuni á Kunstakademinum í Tróndheimi – hann er uppvaksin í Keypmannahavn, men heldur sjálvur, at Føroyar hava týdning fyri hann sum hálvan føroying. Eg havi vist bara upplivað listina hjá Hauge í Gongini Djernis einaferð áður – tað var á teirri áhugaverdu framsýningini í Norðragøtu í fjør summar, Always Coming Home - OCEANIC CONNECTEDNESS. Blóðreyða videoverkið hjá Hauge við heitinum Mentalflow fluid simulation var ikki minst hugtakandi orsakað av staðsetingini av elektroniskum monitorum í síða, váta grasinum kring Húsini hjá Karli í Norðragøtu. Hansara verk og framsýningin MUTATIÓNIR sýna sama áhuga fyri at seta saman tað talgilda og analoga og fleiri staðni er tað, tú heldur vera náttúra nakað annað. Náttúrufrumevni, klettar, sjógvur og okkurt, sum minnir um korallriv kunnu í veruleikanum vera úrslitið av talgildum og listaligum strategium og myndaglitchum, ið ger okkum varug við hvussu stóran týdning tað digitala sum heild hevur fyri yngra ættarliðið. Miðskeiðis í framýningarhølinum er verkið Déja vu is usually a glitch, sum Hauge í Gongini Djernis hevur gjørt við støði í einum steini, sum hann fann í fjøllunum í Noregi og gjørdi 54 gipsavbrigdi av. Hesi eru sett upp eins og talvfólk í einum mynstri á gólvinum, sum rúmliga samlar framsýningina.

Zeitgeist

Zeitgeist – tíðarond ella ansur fyri síni egnu samtíð er uttan iva tað týdningarmesta sermerki hjá samtíðarlistini. Tað er næstan synonymt við samtíðarlistina og tessvegna eisini torført at greina. Kanska ber til at taka eitt komparativt øvugt dømi um tíðarkenslu í nøkrum av tí, vit upplivdu í sendingunum um William Heinesen (KVF 2022), hvørs kvinnufatan til dømis tykist serstakliga ótíðarhóskandi – her tosi eg ikki um fatanina hjá geniala listamanninum frá 1900, men um fatanina í teimum annars tiltrongdu sjónvarpssendingunum. Ber tað yvirhøvur til at leggja so lutfalsliga stóran dent á skaldadísir/musir og undirbrotlig konufólk í sendingum í okkara samtíð post metoo? Er vandi tá ikki fyri, at samtíðin tá tekur frástøðu til avvarðandi listafólk?

Mutatiónir

Sjálvt um Barbara í Gongini uttan iva er eitt barn av síni egnu tíð og at t.d. dekadenti og androgyni avantgardemótin og listin í 1980´unum hevur ávirkað hana estetiskt, so hevur hon megnað støðugt at flutt mørkini og sameint dramatiska avantgardestílin við tíðarhóskandi umhvørvislig, humanistisk og etisk atlit. Hon hevur altíð verið í síni egnu tíð og torað at verið seg sjálv. Framsýningin eitur MUTATIONER sum bæði innan lívfrøði og málfrøði kann sipa til stigvísa broyting og menning, ið vit eisini uppliva á klædnasniðunum og ikki minst í tí eina videoverkinum hjá Hauge í Gongini Djernis, Memories of grass and water við einum upprættum figuri í einum landslagi, sum støðugt umskapast. Verkið minnir um okkurt videolag t.d. hjá Chris Cunningham, men tað minnir kanska mest um listaliga framburðin hjá Barbaru í Gongini við lag oman á lag - tað er eisini hetta, listamaðurin greiðir frá í áhugaverda katalogsamrøðuni millum listafólkini og Mai Misfeldt (katalogið fæst ókeypis!!): “videoen er genereret af en kunstig intelligens, der har kigget på flere end 1.000 billeder, og derudfra har den lært at generere sine egne. I samarbejde med den algoritme kan man skabe nye motiver. Jeg har skabt billeder, der minder mig om Færøerne, men som også minder mig om min mors design.. “.

Melankoli

Framsýningin er teknisk, ítøkilig og kortini merkiliga dreymakend við teimum hvítu einsháttaðu steinunum á gólvinum og myrku skapilsunum, ið sveima úr loftinum eins og longsulsfullir dementorar upp móti blaktrandi landslagsminnum. Hetta er romantikkur sum í vakra undirgangsfilminum hjá Lars von Trier, Melacholia – framýningin snýr seg um sorgblídni um alt, sum var, sum hvørvur og fer, tí at tíðin rennur sum streymur í á og um eina lítla løtu fer ein rødd at ljóða í tí stóra hvíta hátalaranum, sum sigur, at allar gentur við grønum bondum skulu upp nú, tí tíðin er farin. Tað er tað einasta, vit kunnu vera vís í her á skriðubakkanum, meðan vit enn gleða okkum til hvat tað næsta verður. Og við spentum tonkum millum skapan og forgeingiligleika tykist tað upplagt at fara innar aftur í framsýningina hjá Barbaru í Gongini og Hauge í Gongini Djernis at hyggja og hugsa. MUTATIONER/MUTATIONS verður hangandi á Norðurbryggjuni fram til 11.september í ár.


Gentukamarið á Tjóðpallinum

Gentukamarið eftir Marjun Syderbø Kjelnæs

Seint á kvøldi rýmir ein kvinna frá síni egnu tilveru heim aftur til tryggu karmarnar í barndómsheimi sínum - til gentukamarið við blómuta tapetinum. Men er gentukamarið eitt goymistað? Eitt bíðirúm ella verndarrúm? Ein fongsulsklivi ella ein skotgrøv?

Hetta er karmurin um søguna hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs í nýskrivaða leiki hennara, Gentukamarið, sum tey í løtuni venja á Tjóðpallinum. Leikstjóri er danska Anne Zacho Søgaard, sum nevnir leikin eitt "popp horror dreymaspæl" - tí eins og hjá Strindberg verða tey mongu løgini í søguni flættað saman á pallinum í eini samanrenning av sjangrum frá horror og drag til skemt og poesi.

Umframt at vera ein søga um eitt kollsiglt hjúnalag, eina uppgerð við fortíðina, og leitanina eftir tryggleika, viðgerð leikurin eisini grundleggjandi og viðkomandi spurningar um kynssamleika og broytta leiklutin hjá kvinnum og monnum í dagsins samfelag.

Marjun Syderbø Kjelnæs hevur áður roynt seg sum leikritahøvund, og sýndi Tjóðpallurin í 2014 væl umtókta leik hennara, Tóm rúm, ið snýr seg um familjuna og rúmini í húsinum, og um at missa og koma til sættis við missin og framtíðina. Í 2020 stílaði Tjóðpallurin fyri eini serstakari verkætlan, har høvundar, leikarar og leikstjórar framleiddu sokallaðar Koronologar á palli og á filmi, og skrivaði Marjun í hesum sambandi tveir av koronologunum ið kallaðust: Kassabilurin og Dukkuvognurin. Afturvendandi tema í leikverkunum hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs er rúmið, og tann týdningur og ávirkan rúmið, og tingini í hesum rúmi, hava, og setur hetta eisini sín stóra dám á nýggja leikverk hennara.

Handan leikuppsetanina stendur ein áhugaverdur hópur av dugnaligum og royndum palllistafólkum úr Føroyum, Danmark og Íslandi:

Handrit: Marjun Syderbø Kjelnæs

Leikarar: Beinta Clothier og Hans Tórgarð

Leikstjóri: Anne Zacho Søgaard

Pallmynd og búnar: Sigurður Óli Pálmason

Ljóðmynd: Joachim Holbek

Ljóssniðgeving: Súni Joensen

Gentukamarið hevur frumsýning á Tjóðpalli Føroya tann 10. september 2022.

Í sambandi við mentanarnáttina 3. juni verður opin venjing av Gentukamarinum, har møguleiki verður at koma við handan leiktjøldini, og at hitta leikstjóra, høvund og leikarar.

Opið atelier í Tjørnuvík við Kenneth Varpe

Sunnudagin 15. mai læt norski listamaðurin, Kenneth Varpe, dyrnar upp til listafólkabústaðin, sum liggur í gamla skúlanum í Tjørnuvík.

Í gott og væl ein mánaða hevur Kenneth Varpe búð í listafólkabústaðnum í Tjørnuvík, har hann hevur arbeitt við málningum, ið skulu sýnast fram á eini framsýning hjá Haugesund Kunstforening í Noregi á heysti 2023. Tó at arbeiðið ikki enn er liðugt, beyð listamaðurin kortini inn til opið atelier og hevði í sama umfari eina framløgu við myndum, har hann greiddi frá síni list og sínum arbeiðshátti.

Listamaðurin

Kenneth Varpe býr í Keypmannahavn, men er føddur í Noregi og er útbúgvin BA Hons i Fine Art Painting frá Grays School of Art & Design, og MA i Fine Art frá Chelsea College of Art & Design. Hann hevur teknað og arbeitt við video og installatiónsverkum, men seinastu árini, og meðan hann hevur verið í Føroyum, hevur hann serliga arbeitt við málningalist.

Áhugaverd frágreiðing

Vit vóru fleiri, sum brúktu vakra sólsunnudagin at fara til listatiltak í Tjørnuvík. Og tá vit høvdu fingið kaffi og sodavatn, vóru vit biðin um at sessast – vit føldu okkum vera komin í skúla og tað vóru vit jú eisini í roynd og veru. Tað var áhugavert at hoyra listamannin greiða frá menningini av sínum háttalagi, sum hann lýsti í áhugaverdum uppleggi við myndum. Hann segði sína upprunaligu tilgongd til listina vera handaverksliga, men segði seg samstundis vera ein rættiliga romantiskan persón. Hann byrjaði sum fimtan ára gamal við at mála gamaldags landslagsmálningar, sum hann seldi foreldrum hjá vinum. Hann fór í holtur við listaútbúgving sína og gjørdist skjótt áhugaður í nonfigurativari málningalist. Men í skúlanum, har hann gekk ta fyrstu tíðina í Skotlandi, var tilgongdin klassisk, so har arbeiddu tey við modeltekning - m.a. Kenneth Varpe gjørdist áhugaður í sjálvari strikuni og fekk áhuga fyri Cy Twombly og øðrum listafólkum, sum arbeiða við teknistrikuni á ymiskan hátt. Listamaðurin greiddi frá hvussu hansara egna ættarlið fekk ta fatan í hálvfemsunum, at málaríið hevði mist sín týdning – tey hildu, at listaslagið hevði útspælt sín relevans og tískil arbeiddu mong teirra við øðrum tøknum hesi árini. Henda listaleið førdi Kenneth Varpe yvir í tað installatoriska og performativa. Samstundis hevur hann onkursvegna saknað at mála, tí óansæð hvussu konseptmerktar og serstakar hansara verkætlanir hava verið, so tekur arbeiðið at nærkast málningavirksemi, t.d. ein myndarøð, sum hann málaði við leiri.

Mannagongd

Listamaðurin varð áhugaður myndevnisliga í leirklumpinum, sum hann málaði veruleikakendar myndir av við fáum litum. Hann fekk áhuga fyri sonevndum grisaille – gomlum málningum, sum geva eina illusión av at vera okkurt annað enn tað tey eru; arkitekturur ella relieff. Í frásøgnini legði Kenneth Varpe dent á, at tað ikki er sjálvt gyklið ella villeiðingin, sum hevur hansara áhuga, men meira teir spurningar, sum slík myndagerð elvur til. Hvat er tað vit síggja og kunnu vit líta á okkara egnu eygu? Listamaðurin hevur áhuga fyri mimetisku dygdunum, sum máling hevur, at máling so at siga poserar sum nakað annað á myndaflatuni.

 

Við málningunum hjá Kenneth Varpe er eitt ósamsvar millum hvat tú heldur teg síggja og tað, sum er á løriftinum. Hetta eru at síggja til spontan, tjúkk strok av máling, men tá tú hyggur er hetta í veruleikanum púra slætt málarí av máling í hyperrealistiskum stíli – effektin er sum av sonevndum trompe l'œil myndum. Málistrokini eru altso bygd upp í løgum við skuggum fyri at tað skal síggja út sum um, at málingin er pastos. Mannagongdin er umstendilig og tekur tíð. Sambært listamanninum byrjar tað við, at hann ger skjótar kompositiónir við máling á smáum plátum. Her roynir hann at lata vera við at hugsa ov nógv og heldur at vera spontanur. Fleiri miseydnast, onkra velur hann út at verða forarbeiði til málningarnir, sum taka langa tíð. Men øll forarbeiðini verða tveitt burtur. Myndirnar, sum stóðu frammi í skúlastovuni í Tjørnuvík, høvdu støði í litum og kompositiónum í ymsum seinimpressionistiskum verkum hjá t.d. Matisse o.ø.

Listafólkabústaðurin í Tjørnuvík

Listafólkabústaðurin í Tjørnuvík er eitt fyrimyndarligt og vælumtókt uppihaldsstað hjá føroyskum og útlendskum listafólkum. Tað eru átta ár síðani, at Sunda Kommuna og Listafólkafólkasamband Føroya LISA skrivaðu undir samstarvsavtalu um, at listafólk kundu nýta Tjørnuvíkar skúla sum listafólkabústað og síðan hevur hópin av listafólkum kunna hugsavnað seg har. Tað at listafólkini búgva har í eitt longri tíðarskeið, ger at tey verða meira enn eitt ferðafólk og fella inn í bygdini. Og føroyska listumhvørvið hevur eisini fingið ágóðan av hesum arbeiði – vit hava fingið upplegg og upplýsing sum nú frá Kenneth Varpe eins og fleiri góð verk eru skapt her - t.d. upplivdu vit eitt framúr gott verk á Várframsýningini í 2015, sum hollendska listakvinnan Floortje Zonneveld hevði gjørt meðan hon búði í listafólkabústaðnum í Tjørnuvík. Listafólkabústaðurin kann leigast føroyskum og útlendskum listafólki og listaligt virksemi, skapan, hugsavnan og líknandi í eina viku upp í tríggjar mánaðir. Tá sókt verður um uppihald í listafólkabústaðnum, skal ein stutt lýsing av, hvat listafólkið ætlar sær við uppihaldinum, CV, tekstir, myndir og/ella annað viðkomandi tilfar sendast við umsóknini. Umsóknin skal sendast til lisa@lisa.fo. Kenneth Varpe var sum heild sera fegin um sítt uppihald í Tjørnuvík. Hann hevði gingið nógvar túrar og væntaði, at hesar upplivingarnar í vøkru skulpturellu náttúruni kring Tjørnuvík mundi fara at síggjast í komandi verkum. Her eru nakrar myndir, eg tók frá vitjanini í Tjørnuvík.

Listafólkaløn 2022 Katrin - Anker - Ria

Nevndin í Mentanargrunninum hevur tikið avgerð um at veita hesum trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burturav við bókmentum, myndlist og palllist: Katrini Ottarsdóttir, Anker Mortensen og Jóhannu Mariu Tórgarð

Bókmentalig faknevnd segði um Katrina Ottarsdóttir: “Katrin Ottarsdóttir, rithøvundur, hevur givið út skaldskap á høgum listaligum stigi. Tað sama eyðkennir tey bæði skaldsøguhandritini, sum eru send við umsóknini um listafólkaløn.... hon granskar á listaligan hátt viðurskifti millum foreldrini og lýsir við sakligari innliving, hvussu hálvvaksna barnið livir við avleiðingunum. Tekstirnir eru merktir av frásagnargleði og kreativum málburði. Umhvørvið er lýst við fáum og sigandi staklutum. Stílurin avmyndar tær mekanismurnar í sinninum, sum verða settar í verk, tá ið tað óynskta hendir.” Faknevndin leggur afturat, at líkindini eru fyri, at verkætlanirnar hjá Katrini “verða lidnar í komandi tríáraskeiði.” Í nevndini sótu: Malan Marnersdóttir og Dorit Hansen.

Myndlistalig faknevnd segði um Anker Mortensen: “Vit eru samd um tað høga listaliga stigið, Anker Mortensen er á, og sum hevur gjørt hann til ein av fremstu listafólkum í sínum ættarliði. Samstundis hevur hann á makaleysan hátt megnað at tulkað síni føroysku evni í einum úttrykki, har abstraksjón, fabulering og mystikkur ganga upp í hægri og hugtakandi eind. Í einum verki fyri og øðrum eftir hevur hann í stívliga tjúgu ár dýpt og fínkað sítt úttrykk við stórum fylgjum og einum listaligum stigi, sum hevur vakt ans uttan fyri landoddarnar. ” Í nevndini sótu: Nils Ohrt og Inger Smærup Sørensen

Leiklistalig faknevnd segði um Jóhonnu Mariu Tórgarð: “Jóhanna Maria hevur verið sera virkin í sjónleikaraumhvørvinum síðani 1970’ini og hevur drúgvar royndir við sjónleiki og sjónleikaframleiðslu. Í umsóknini er sera væl lýst og nágreinað, hvat 3-ára listafólkalønin verður brúkt til - eitt nú at skapa nýtt føroyskt tilfar til pall og at fáa tilfar frá palli yvir í film. Harumframt horva hennara verkætlanir langt inn í framtíðina, har hugsað verður um at menna ungar leikarar og ætlanir um at skapa karmar um eitt palllistaligt umhvørvi uttan fyri Tórshavn. Verkætlanirnar eru fjølbroyttar og spennandi og hava týdning fyri at menna føroyska palllist.” Í nevndini sótu: Marianna Mørkøre og Kristina Sørensen Ougaard.

Umsóknir á sera høgum stigi

Inn komu 22 umsóknir, flestu teirra vóru á einum sera høgum listaligum stigi. Torført hevur verið at taka dagar ímillum dygdargóðu umsóknirnar. Samstundis fegnast nevndin um fjølbroytnið og gróðurin, sum er á teimum ymsu yrkislistaøkjunum. Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjarum við støði í verkevni ella verkætlan, sum eftir nevndarinnar meting hava listalig og faklig dygdareyðkenni. Listafólkið skal í einum tríára skeiði arbeiða burturav við síni list. Listafólkalønin svarar til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.

Túsundáraritið

Í postkassanum fann eg í áðni eitt hefti, sum eg fyrst helt vera eina reklamu (fái ikki nógvan annan post), men áskriftin Túsundáraritið segði mær, at talan var um aðra sjangru enn reklamu og eg skilji á google, at Túsundáraritið er eitt listablað við 200 hondnummereraðum eintøkum. Eg havi blaðað í mínum eintaki, sum er nummar 136 og er ein poetisk kollasja við umskarandi myndum av øllum møguligum slag og setningum, sum kunnu hava samband ella ikki við myndatilfarið.

Róð verður fram undir ymsar samanhangir, ið tó ikki verða forkláraðir. Kanska kunnu myndirnar lýsast sum estetiskt øvugtar av teimum náttúruyndisligu fotomyndunum, vit eru von við frá Instagram og ferðafólkaídnaðinum. Dentur tykist vera lagdur á underground, grafitti og órudd, men so er eisini ein ordiliga flott yacht í rokanum - hon siglur onkrastaðni í suðurlondum við órógvandi tekstinum Hví eri eg her? Tingini verða vend við og fremmandgjørd, meðan óruddið hinvegin fær virði og meining eins og eykalutir, ið skulu brúkast seinni. Miðskeiðis í heftinum er ein sosialrealistisk/humoristisk myndafrásøgn/viðtal um ein, sum býr í húsvogni. Útgávutiltak verður í Gallarí Havnará í morgin 24.mai klokkan 17. Gjørt ritið hava Gwenaël Akira Helmsdal Carré og Sigmund V.P.Zachariassen.


Jón Sonni Jensen í Víngarðinum - vernissage røða og myndir

Leygardagin 14.mai læt framsýningin hjá Jón Sonna Jensen, MECHANICAL POSE upp í Víngarðinum. Har vóru nógv fólk og tað var ein góð og hugnalig løta við góðari list, fólki, mati og víni. Eg helt eina stutta røðu, sum eg seti inn saman við myndum frá upplating og framsýning - framsýningin er opin mikudag, hósdag, fríggjadag og leygardag framt til 9.juli.

Góðu tit øll – vit eru nógv, sum hava glett okkum til hesa upplatingina, har vit m.a. skuldu hoyra Kim Simonsen halda upplatingarrøðu – hann fekk tíverri forfall og tí standi eg her, men eg fari um eina løtu at lesa eitt brot burtur úr einum fínum teksti, sum hann hevur skrivað. Allarfyrst, Jón Sonni, hjartaliga til lukku og túsund takk fyri hesa framsýningina. Tað hevur verið mær og okkum her í Víngarðinum ein sonn fragd at samstarva við teg.

Hetta er ein framsýning, ið vekir undran – tað veit eg, tí fólk longu hava spurt meg hvat hetta og hitt merkir. Her haldi eg, at tað hevur stóran týdning ikki at svara – ikki beinleiðis. Tað allarbesta við samtíðarlist er helst tað, at hon fær okkum at undrast og ikki ordiliga vita, men hava varhugan av ymiskum.

Men eg kann siga tykkum eitt sindur av tí, sum eg upplivi á hesi framsýningini. Tað er ein heild í sekstan pørtum, sum er silvurlitt, hvít, ljósareyð, gul og pink og sum also í litavali er rættiliga konsekvent, tilfarið er gips, skúm og mylar ella silvurfolii. Skúmið í hesum verkunum er tað, sum verður brúkt innan byggivinnu til dømis at bjálva um vindeygu og hurðar. Skapini eru afturvendandi – tað snýr seg antin um súluskap, sum eru snarað ymsar vegir, rektanguler relieff ella um perforeraðar plátur, ið eru klæddar við silvurfoliu. Verkini eru ofta hybrid, sett saman av fleiri ymiskum tilfarum og tað er eyðkent, at listamaðurin ikki roynir at krógva ella dekka út yvir samansetingina millum til dømis gips og skúm, men heldur brúkar hana ekspressivt til at skapa okkurt slag av mótstøðu í tilfarinum. Tað er sum um, at tilfarið pressar seg fram í hesum verkunum, tað bløðrar, tað rennur, tað buglar, tað spruttar – tað GER nakað – er aktivt og tað er heilt týðiligt tilfarsliga men eisini formliga sæð, at henda listin fyriheldur seg til byggivirksemi og installatiónir.

Men gipspláturnar og súlurnar hava eisini ein øðrvísi klassiskan dám. Gipspláturnar eru í loddrætta skapinum eins og ikonir uttan myndevni. Gips er eitt tilfar, sum í øldir er brúkt til at taka avstoypningar av klassiskum standmyndum – tað var t.d. á tann hátt, at grikska standmyndalistin varð annekterað í Rómaríkið og seinni í Italia og kring Europa. – Rómaríkið er sjálvandi nokk so stórt og komplekst evni at tosa um ein púra vanligan leygardag í Víngarðinum í Havn, men fyri mær er ikki langt millum hesi verkini og at leggja seg á divanir á gólvinum at njóta víndrúvur og sutla vín.

Tilsipingarnar í hesum listaverkunum til tað kroppsliga og tað ótálmaða bera brá av hedonismu. Hugtakið kemur úr grikskum idoni merkir lyst og hedonisma er læran um at njótingin er tann størsti ágóðin og at menniskja í grundini bara virkar til tess at njóta. Mann hevur so seinni funnið útav – tað var vist Epikur, at vandi er í hvørjari vælferð.

Síðan vit hongdu framsýningina upp, havi eg hugsað eitt sindur um pop art – eri fullgreið yvir, at henda listin hvørki líkist Warhol ella Fuglø, men her er kanska eitt pinkalítið sindur av Jeff Koons í tilfarsvalinum – og í øllum førum eru nógvar tilsipingar í verkunum til kropp, til húð, kjøt og blóð, men harvið møguliga eisini til avmarkingarnar hjá húðini og kjøtinum, sum bara er til eitt avmarkað tíðarskeið. Tá gerast hesi verkini nýbarokkar áminningar um vera til og njóta lívið meðan tað er.

Eg skal at enda við lesa eitt brot úr grein, sum Kim Simonsen hevur skrivað til katalog hjá Jón Sonna – her skrivar hann m.a. um skúm og meðan eg lesi kunnu tit hugsa um, at eitt yndisvanitas-symbol hjá barokkmálarum var sápubløðran. Tí hon er perfekt tað stokkutu stund, hon er til.

Eg lesi: ”Skúm, sum tilfar, er gjørt úr smáum og størri bløðrum. Skúm er ein formur, ið broytist og vil broyta alt. Skúm fær onnur føst evni at hvørva, ella umskapast til eitthvørt annað, sum ger tað møguligt hjá okkum at skilja hesa broyting. Tað er ein samanhangur millum skapan og skúm - Afrodite kom úr skúminum. Skúm er tilfar, hvørs snið hevur fangað gass, vætu ella fastan form inni í sær. Skúm, sum fast evni, kann vera gjørt úr føstum kyknum ella opnum skúmkyknum. Skúm er syndrað evnistilfar, ið hongur saman”.

Takk fyri!

MECHANICAL POSES - Framsýning - Exhibition

Jón Sonni Jensen sýnir fram í Víngarðinum

MECHANICAL POSES er heitið á serframsýningini hjá Jón Sonna Jensen, sum letur upp í Víngarðinum í Tróndargøtu 31 leygardagin 14.mai klokkan 15-17.

Tá vit skulu lýsa verkini hjá Jón Sonna Jensen, hendir tað so ógvuliga skjótt, at umrøðan snýr seg um tað tilfarsliga. Eitt er, at hesi verk úr byggitilfari sum skúmi, gipsi og silvurfoliu bróta upp úr nýggjum listtøkniliga, men tey eru harumframt so ómetaliga fysisk og ítøkiliga til staðar í rúminum. Fleiri listaverk hava ein bløðrutan yvirflata, ið tykist vera úrslitið av tilfari, sum hevur verið flótandi og bleytt, men sum síðani er stadnað og vorðið hart og fast. Og soleiðis eru nógvir mótsetningar í hesum verkum ið tykjast løtt og skemtilig, men eisin djúpt álvarslig.

Ein røð av skapilsum hanga á vegginum eins og skulpturel relieff. Tey eru øll snarað og boygd avbrigdi av klassiska byggilistaliga súluskapinum, hvørs rørslur síggjast í tilfarinum eins og bylgjur ella rukkur. Verkini bera brá av onkrum mekaniskum ella funktionellum; rørum og installatiónum. Samstundis er eitt týðiligt organiskt brá yvir teimum kúputu ella innskaraðu formunum. Yvirflatan er matt, mjúk og aðrastaðni blonk og sýnist sum heild sera varierað. Verkini hava eitt hugtakandi sansaligt at kalla hedonistiskt brá, ið verður undirstrikað av ljósareyða litinum, ið gongur aftur í fleiri av verkunum á framsýningini. Ljósareytt er ein serstakur litur, sum bæði signalerar húð og kropp og og nakað, sum beint tvørturímóti er ónatúrligt og kulturelt.

Relieffini eru still – sjálvandi -  men av tí, at verkini eru so sansalig, sum tey eru, hómar áskoðarin kortini ljóð og rørslur t.d. í silvurfoliutilfarinum, ið prýðir ella savnar summi verk. Tann turri stívnaði bløðruflatin hevur ein annað tóna, sum mann ímyndar sær kann hava sama poknuta ljóð sum rískeks. Eisini í tí tilfarsliga, sýnast verkini hjá Jón Sonna samansett, merkt av mótsetningum millum t.d. frítt og bundið og millum kropp og heila. Hesi poetisku og hedonistisku verk eru (sum) skapt til at verða framsýnd í Víngarðinum, har framsýningin MECHANICAL POSES fer at hanga fram til 9.juli. Vælkomin til vernissage 14.mai klokkan 15-17, har Kim Simonsen fer at halda røðu.

Víngarðurin hevur longt upplatingartíðirnar

Mikudag og hósdag frá klokkan 18-22

Fríggjadag frá 16-02

Leygardag frá 18-02.

 

Exhibition by Jón Sonni Jensen at Víngarðurin

The solo exhibition at Víngarðurin by Jón Sonni Jensen is titled MECHANICAL POSES. It opens on Saturday the 14th of May from 3 pm to 5 pm.

When we are to describe Jón Sonni Jensen’s art, the conversation quickly becomes about the materiality of his work. It is one thing that his pieces are made from construction materials such as foam, plaster and silver foil, some which are relatively unconventional in an artistic context, but the work is simultaneously tremendously physical and present in the space. Several of the artworks have a blistered and porous surface, which seems to be the result of a material, once liquid and soft that has dried and become hard and rigid. Opposites like these are present in many of the pieces that seem light and humourous yet deeply serious.

On the walls we see a series of figures reminiscent of sculptural reliefs. All of them are twisted and bent variants of the classical architectural columnar form. The work resembles some sort of mechanical functionality such as tubing and structural installations, whilst at the same time bearing concise organic intentions in the arched and concave shapes. The surfaces show variations of matte and glossy finishes. The work has an interesting sensuous and hedonistic quality, which is emphasized by the recurring pink colour. Pink is a special colour that simultaneously gives connotations to skin and the corporeal and indeed something much more unnatural and cultural.

The reliefs are of course motionless, but because of their sensuous nature the viewer can still discern some sounds and movement. For example in the crispy silver foil, which decorates some of the work as well as gathering other pieces. The dry, stiff and blistering foam surfaces carry a different note, perhaps one similar to rice crackers. The material combinations of Jón Sonni’s work are also teeming with opposites such as something free and something bound as well as the connection between the bodily and the cerebral. His work seems almost made for the space at Víngarðurin where the exhibition MECHANICAL POSES will be on display until the 9th of July. We want to welcome everyone to the opening on the 14th of May from 3 pm till 5 pm, where Kim Simonsen will be opening the show with a speech.

Víngarðurin has extended its opening hours:
Wednesdays and Thursdays  6 pm - 10 pm
Fridays                                           4 pm - 2 am
Saturdays                                      6 pm - 2 am

 

 

 

Bárður Jákupsson í Steinprent - vernissage

Í gjár, 7.mai læt framsýning upp við vatnlitsmyndum og linoprentum hjá Bárði Jákupsson í Steinprent. Veðrið var gott og nógv fólk vóru og sóu framsýningina. Eg seti nakrar myndir frá upplatingini inn her.

Bárður Jákupsson er millum okkara mest kendu og royndu listafólk - Fyri sítt týdningarmikla listaliga virksemi fekk hann ta stóru mentanarvirðislønina fyri nøkrum árum síðani. Bárður er fjølbroyttur og hevur umframt oljumálningar, vatnlitsmálningar og grafikk, eisini gjørt monumentalar prýðingar eins og hann hevur fingist við heilt smáar myndir og tekningar. myndprýtt barnabøkur, yrkingarsøvn og annað mangt. Í vatnlitsmyndunum glógva teir bjørtu spektrallitirnir í flótandi litstrokum á pappírinum – listamaðurin hevur stóran koloristiskan ans og dugir at brúka ljósið í pappírinum. Summar av myndunum hjá Bárði Jákupsson eru figurativar, onkrar illustrativar, meðan aðrar eru rættiliga abstraktar og kagað vit í bøkurnar, sum eru skrivaðar um hann, eru serliga oljumálarí og akvarel hansara høvuðstøkni, tó at steinprent eisini verður nevnt. Eina tíð hevur Bárður av ymsum orsøkum arbeitt við hús og ikki í atelierinum. Hetta sigur hann vera orsøkina til, at hann er farin í holtur við at skera linoleum, ið er høgligt at fáast við – eisini á stovuborðinum. Tað liggur væl fyri hjá Bárði at skera linoleum - bleyta plátan er sum skapt til hansara mjúku bylgjandi linjur, sum hann hevur nýtt til tess at lýsa gongdina í Brúsajøkilskvæði í eini røð við seks linoprentum. Listamaðurin hevur lýst hendingarnar í kvæðinum skemtiliga og rokaliga við klassiskum myndamáli, ið bæði fær okkum at hugsa um ornamentini í landsløgunum hjá Elinborg Lützen og tey stuttligu trøllini hjá Williami Heinesen, men strikan er tann hjá Bárði, sum summi okkara lærdu at kenna fyri næstan fimti árum síðani í eini kritahvítari kettlingabók. Í allarflestu tekstum, sum eru skrivaðir um Bárð Jákupsson, verður tað musikalska nevnt, bæði av tí, at listamaðurin sjálvur er sjáldsama musikalskur, men eisini orsakað av eini serstakari leikandi rútmu í hansara strokum, sum hevur fingið onkran ummælara at skýra hann ein náttúrunnar kardiograf, also ein listamann, ið skrásetir hjartaslagið í landslagnum. Gjøgnumgangandi temaið er enn sum áður upplivingar í føroysku náttúruni, sæddar við barnaeygum, har serliga kenslan av at vera tikin av fótum av tí stórfingna gongur aftur. Men mál og mentanarligir samanhangir hava somuleiðis stóran týdning. Tað síggja vit t.d. í áhuganum hjá Bárði fyri kvæðunum, men ikki bara har. Í einum bóklingi, sum varð givin út í 2008 í sambandi við framýningina Lendið í Listahøllini á Skipasmiðjuni greiðir listamaðurin soleiðis frá: “Vit gingu ígjøgnum røkur og líðir, upp um skørð, undir tindum og homrum, ígjøgnum stíggjar. Lupu um gil og vaðaðu um glyvrar. Tær reystu skorarnar og bjørgini eru ein stórfingin greflig vond, vovin av homrum og rókum, klubbum og klettum, gjáum, gjótum og skortum, skriðum og urðum, hellum og látrum, drongum og stakkum. Á helluni máar brimi keppavond burtur úr grótinum. Litmeingið er markleyst. Fjølbroytt. Forfedrarnir gjørdu hesar klettaoyggjar til sínar. Navngóvu hvønn hamarspjalla og urðarkálvað. Alt er sannað og tikið til eftirtektar... Eg kenni meg vera ein part av hesum stóra samanhangi..”. Tað er hendan kenslan av samlyndi og samanhangi millum menniskju og náttúru, millum nútíð og fortíð, sum merkir listina hjá Bárði Jákupsson.

Bárður Jákupsson sýnir fram í Steinprenti

Leygardagin 7.mai klokkan 15-17 letur ein framsýning upp í Steinprenti við vatnlitsmyndum og eini linoprentum hjá Bárði Jákupsson. Bárður er millum okkara mest kendu og royndu - Fyri sítt týdningarmikla listaliga virksemi fekk hann ta stóru mentanarvirðislønina fyri nøkrum árum síðani. Bárður Jákupsson er fjølbroyttur og hevur umframt oljumálningar, vatnlitsmálningar og grafikk, eisini gjørt monumentalar prýðingar eins og hann hevur fingist við heilt smáar myndir og tekningar. myndprýtt barnabøkur, yrkingarsøvn og annað mangt. Í vatnlitsmyndunum glógva teir bjørtu spektrallitirnir í flótandi litstrokum á pappírinum – listamaðurin hevur stóran koloristiskan ans og dugir at brúka ljósið í pappírinum.

Summar av myndunum hjá Bárði Jákupsson eru figurativar, onkrar illustrativar, meðan aðrar eru rættiliga abstraktar og kagað vit í bøkurnar, sum eru skrivaðar um hann, eru serliga oljumálarí og akvarel hansara høvuðstøkni, tó at steinprent eisini verður nevnt. Eina tíð hevur Bárður av ymsum orsøkum arbeitt við hús og ikki í atelierinum. Hetta sigur hann vera orsøkina til, at hann er farin í holtur við at skera linoleum, ið er høgligt at fáast við – eisini á stovuborðinum. Tað liggur væl fyri hjá Bárði at skera linoleum - bleyta plátan er sum skapt til hansara mjúku bylgjandi linjur, sum hann hevur nýtt til tess at lýsa gongdina í Brúsajøkilskvæði í eini røð við seks linoprentum. Listamaðurin hevur lýst hendingarnar í kvæðinum skemtiliga og rokaliga við klassiskum myndamáli, ið bæði fær okkum at hugsa um ornamentini í landsløgunum hjá Elinborg Lützen og tey stuttligu trøllini hjá Williami Heinesen, men strikan er tann hjá Bárði, sum summi okkara lærdu at kenna fyri næstan fimti árum síðani í eini kritahvítari kettlingabók.

Í allarflestu tekstum, sum eru skrivaðir um Bárð Jákupsson, verður tað musikalska nevnt, bæði av tí, at listamaðurin sjálvur er sjáldsama musikalskur, men eisini orsakað av eini serstakari leikandi rútmu í hansara strokum, sum hevur fingið onkran ummælara at skýra hann ein náttúrunnar kardiograf, sum skrásetir hjartaslagið í landslagnum. Gjøgnumgangandi temaið er enn sum áður upplivingar í føroysku náttúruni, sæddar við barnaeygum, har serliga kenslan av at vera tikin av fótum av tí stórfingna gongur aftur. Men mál og mentanarligir samanhangir hava somuleiðis stóran týdning. Tað síggja vit t.d. í áhuganum hjá Bárði fyri kvæðunum, men ikki bara har.

Í einum bóklingi, sum varð givin út í 2008 í sambandi við framýningina Lendið í Listahøllini á Skipasmiðjuni greiðir listamaðurin soleiðis frá: “Vit gingu ígjøgnum røkur og líðir, upp um skørð, undir tindum og homrum, ígjøgnum stíggjar. Lupu um gil og vaðaðu um glyvrar. Tær reystu skorarnar og bjørgini eru ein stórfingin greflig vond, vovin av homrum og rókum, klubbum og klettum, gjáum, gjótum og skortum, skriðum og urðum, hellum og látrum, drongum og stakkum. Á helluni máar brimi keppavond burtur úr grótinum. Litmeingið er markleyst. Fjølbroytt. Forfedrarnir gjørdu hesar klettaoyggjar til sínar. Navngóvu hvønn hamarspjalla og urðarkálvað. Alt er sannað og tikið til eftirtektar... Eg kenni meg vera ein part av hesum stóra samanhangi..”. Tað er hendan kenslan av samlyndi og samanhangi millum menniskju og náttúru, millum nútíð og fortíð, sum merkir listina hjá Bárði Jákupsson.

Brúsajøkils kvæði

 

CCF 25 B.

TSB E 128

 

1 Tað var um eina jólatíð,

hundar fóru í bond,

har kom gongukall gangandi

bar hakan undir hond.

 

Ólavur kongur, herjar hann mót trøllum,

          hansara segl er silkireytt.

          Ormurin rennur, og árar leika við tolli.

 

2 “Hoyr tað, tú hin gamli maður,

set teg mær so nær,

veitst tú nakrar fíggjarvánir,

satt at siga mær?”

 

3 “Eg veit ongar fíggjarvánir,

satt at siga tær,

men úti fyri Heljarlondum

liggja oyggjar tvær.

 

4 Úti fyri Heljarlondum

liggja oyggjar tvinna[r],

onnur eitur Syðri,

og onnur eitur Minna.

 

5 Onnur oyggin Syðri

og onnur oyggin Minna,

har býr fyri Brúsajøkil,

ert tú maður at vinna.”

 

6 Ásbjørn letur sær buksur sýa,

víðar og so síðar,

kvittar norð til Heljarlond,

hesi jólini líða.

 

7 So siglir hann Ásbjørn

norð fyri Heljaroy

hvørki kom honum Gud í hug

ei heldur tann helliga moy.

 

8 So siglir hann Ásbjørn

norð fyri Heljarlond,

hvørki kom honum Gud í hug

ei heldur tann heiliga ond.

 

9 “Leggið her at landium,

sum fjøran hon er stutt!

Hetta man vera Brúsa høll,

ið beint í fjall er upp.

 

10 Leggið her at landinum,

her er fjøran slætt!

Hetta man vera Brúsa høll,

ið beint í fjall er rætt.

 

11 Her skulu liggja, mínir menn,

gera so lítið av,

annan morgun vænta mín,

tá sólin roðar í kav!

 

12 Her skulu tit liggja, mínir menn,

gera so lítið tíð,

annan morgun vænta mín,

tá sólin roðar í ský!”

 

13 Ásbjørn gekk frá strondum niðan,

tað við ongar sveinar,

tá hann kom í hellið inn,

ikki var Brúsi heima.

 

14 Hann stjól burt hans gull og fæ

so hans góðs og garðar,

hevði hann ikki stolið hans váknapróv,

tað mundi tað minst um varða.

 

15 Hann stjól burt hans gull og fæ,

hevði ei hondum hóv,

bar so aftur til strandar oman

snekkjuna lagdi í sjó

 

16 Tí svaraði Ásbjørn,

bæði vænur og vitur:

“Eftir liggja handskar mínir,

har sum Brúsi situr.

 

17 Alt tað gull, ið risin eigur,

liggur í einum kassi,

eftir liggja handskar mínir

undir Brúsa rassi.”

 

18 Svaraði ein av sveinunum,

takk vildi ikki tiggja:

“Tað biði eg tær, Ásbjørn,

lat teir handskar liggja!”

 

19 Tí svaraði Ásbjørn,

snarliga hann sær vendi:

“Eg havi so leingi borið teir handskar

uppi á míni hendi.

 

20 Her skulu tit liggja, mínir menn,

gera so lítið av,

annan morgun vænta mín,

tá sólin roðar í kav!

 

21 Her skulu tit liggja, mínir menn,

undir grønari líð,

annan morgun vænta mín,

tá sólin roðar í ský!”

 

22 Ásbjørn gekk frá strondum niðan,

seg við ongar sveinar,

tá hann kom í hellið inn,

tá var Brúsi heima.

 

23 Tá svaraði Ásbjørn,

bæði vænur og vitur:

“Her liggja nú handskar mínir,

sum tú Brúsi situr.”

 

24 “Tú hevur tikið mítt gull og fæ,

so mínar góðs og garðar,

hevði tú ikki tikið mítt váknapróv,

tá mundi tað minni um varða.”

 

25 Tí svaraði Brúsajøkil:

“Verði her enn sum áður,

aftur lokist hellið mítt,

og ongar dyrnar á!”

 

26 Tí svaraði Brúsajøkil:

“Verði her enn sum fyrr,

aftur lokist helli mítt,

verði her ongar dyr!”

 

27 So gingu teir innanhallar,

eykaðist meiri vandi,

traðkaðu teir so hellisgólv,

sum teir høvdu troðið í sandi.

 

28 So var sagt, at Brúsajøkil

mikla megi fekk,

hann sipaði Ásbjørn á hallargólv,

so hálsur av liði gekk.

 

29 Hann tók upp hans skinn og kropp,

kastar á duralás:

“Ligg nú har,” hvat Jøkil segði,

”í kvøld til øskukrás!”

 

30 Ásbjørn skar so sára við,

tá hann gav upp ond,

tað hoyrdu hansara sveinarnir

niður til sjóvarstrond.

 

31 Svaraði ein av sveinunum,

so sárliga hann grætur:

“Tað hoyrdi eg á reystini,

at Ásbjørn lívið læt.”

 

32 Svaraði annar av sveinunum,

hetta ið hann segði:

“Tað hoyrdi eg á reystini,

at Ásbjørn lívið legði.”

 

33 Sveinarnir, ið eftir vóru,

sigldu sjógvin salta,

Ásbjørn fell í Brúsa høll,

út gekk gáta Galta.”

 

34 Teir vundu upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

stryka ei á bunkan niður

fyrr enn við Noregis land.

 

35 Higar ið teirra snekkjan,

ið kendi fagurt land,

lótu síni akker falla

á so hvítan sand.

 

36 Lótu síni akker falla

á so hvítan sand,

tá var Ormar Tóraldsson

riðin niður til strand.

 

37 Tá var Ormar Tóraldsson

riðin niður til strand:

“Hvar er Ásbjørn,

bróðir mín, hann kemur ei fyrst á land?”

 

38 Svaraði ein av sveinunum,

siglt hevði sjógvin salta:

“Ásbjørn fell í Brúsa høll,

út gekk gáta Galta.”

 

39 Ormar snúðist teimum frá,

bæði av ilsku og vreiði:

“Tó skal eg til Heljarlond,

eg komi ikki aftur úr teirri.”

 

40 Tí svaraði Ólavur kongur,

mælir fyri munni á sær:

“Kvittar tú til Heljarlond,

lat meg fylgja tær!

 

41 Hoyr tú, Ormar Tóraldsson,

tú kvittar til Heljarland,

kom tú bæði Gud í hug

og so tann heiliga ond!

 

42 Hoyr tú, Ormar Tóraldsson,

tú kvittar til Heljaroy

kom tú bæði Gud í hug,

og so ta heiligu moy!”

 

43 So siglir hann Ormar sterki

norð fyri Heljarland,

bæði kom honum Gud í hug

og so tann heilig ond.

 

44 So siglir hann Ormar sterki

norð fyri Heljaroy

honum kom bæði Gud í hug

og so tann heiliga moy.

 

45 “Leggið her at landinum,

her er fjøran stutt,

hetta man vera Brúsa høll,

ið beint í fjall er upp!

 

46 Leggið her at landinum,

her er fjøran slætt,

hetta man vera Brúsa høll,

ið beint í fjall er rætt!

 

47 Her skulu tit liggja, mínir menn,

gera so lítið av,

annan morgun vænta mín,

tá sólin roðar í kav!

 

48 Her skulu tit liggja, mínir menn,

gera so lítið tíð,

annan morgun vænta mín,

tá ið sólin roðar í ský!”

 

49 Ormar gekk frá strondum niðan,

alt fyri uttan vanda,

vøtnini gerast bleik og blá,

honum fyri eygum standa.

 

50 Tað var Ormar Tóraldsson,

hann gekk seg niður til strand:

“Fáið mær higar mín lítin bát,

eg nái ikki í hellið at ganga!”

 

51 Ormar skeyt sín lítil bát

út frá hvøssum steini:

“Hoyr tú, vándin Brúsajøkil,

eg verði tær at meini!”

 

52 Ormar skeyt sín lítil bát

út fra hvøssum gróti:

“Hoyr tú, vándin Brúsajøkil,

tú skalt taka ímóti!”

 

53 Væl slapp hann um vøtnini,

væl slapp hann av tann vanda,

hann sær ein so grimman katt

for sínum eygum standa.

 

54 Ormar legði ørv á strong,

aðra og ta triðju,

katturin tók mót øllum teim,

hann beit tær av um miðju.

 

55 “Tú gert ikki, ungi maður,

tínar ørvir oyða,

um enn tú skjýtur í allan dag,

tú fært meg ikki deyðan.”

 

56 Ormar Tóraldsson,

hann heldur á brandinum bjarta,

rendi hann so fyri kattins bróst,

at oddurin stóð í hjarta.

 

57 Katturin fell á jørðina niður,

verildin tók at skelva,

út so lupu tey fimtan trøll,

tey ristu sínar bjálvar.

 

58 Tá var hjartað í Ormari kvikt

sum knívur í leysum skefti,

hann fekk dripið tey fimtan trøll,

tá var Brúsi eftir.

 

59 Ormar gekk í hellið inn,

sum ikki hevði verið fyrr,

so varð mær av sonnum sagt,

hann risti kross í dyr.

 

60 Tí svaraði Brúsajøkil,

mælir fyri munni á sær:

“Tú hevur dripið tann besta katt,

var komin av sjálvum mær.”

 

61 “Hoyr tú, vándin Brúsajøkil,

tað tali eg til tín,

eg havi ongar bøtur tikið

eftir Ásmund, bróður mín.”

 

62 “Hann tók burt mítt gull og fæ,

so mínar góðs og garðar,

hevði hann ikki tikið mítt váknapróv,

tá mundi tað minst um varða.”

 

63 Ganga teir um hellisgólv,

tá eykaðist vandi meiri,

so traðkaðu teir hellisgólv,

sum tað var bleyta leir.

 

64 Tá var brak í Brúsa høll,

Ormar komst á knæ:

“Av Gudi signaður Ólavur kongur,

dugnað veit tú mær!”

 

65 So varð sagt, at Ormar sterki

mikla megi fekk,

báðar hendur í risans skegg,

føtur í fjallið setti.

 

66 Hann reiv av honum kjøtið alt,

skeggið inn at tonnum,

enn tá tóktist Brúsajøkil

frálíkur øðrum monnum.

 

67 Hann reiv av honum skeggið alt,

kjøt og kjálkafillur.

“Eya meg,” segði Brúsajøkil,

“nú gerast leikir illir.

 

68 Skeggið ræð at prýða meg,

vænt var tað og tekt,

tríggjar reisir á hvørjum degi

yvir gullroyki hekk.

 

69 Skeggið ræð at prýða meg,

er tess virðin full,

tríggjar reisir á hvørjum degi

prýddi eg tað við gull.”

 

70 So varð sagt, at Ormar sterki

mikla megi fekk,

hann sipaði risan á hellisgólv,

at hálsur av liði gekk.

 

71 So gekk Ormar innanhallar,

rívur upp grót og grund,

tríggjar steinar í barm á sær,

hvør stóð meir enn pund.

 

72 Tríggjar steinar í barm á sær,

tann hin ríki álvur,

tveir gav hann sankt Ólavi kongi,

ein behelt hann sjálvur.

 

73 “Eg vil tæna tær, Ólavur kongur,

ævi og allan aldur,

um enn eg lívi híðaleysur,”

segði tann benjarbaldur.

 

          Ólavur kongur, herjar hann mót trøllum,

          hansara segl er silkireytt,

          Ormurin rennur, og árar leika við tolli.

 

CCF 25 B.

TSB E 128

 

Handrit: Savnið hjá Hentze. Ny Kgl. Saml.  1954, 4to. Nr. 11, s. 62.

 

Útgávur: 

1. Eivind Weyhe: “Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki 1819”, Fróðskapur 2011

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 522.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 8. bind, s. 74.

 

Heimild: Jóannes í Króki (1794-1869), Sandi, 1819.

VAKURLEIKIN Í TÍNUM SINNI

Har er stórfingið drama, glitrandi ljós, men eisini lýsandi myrkur og vakurleiki í nýggju verkunum hjá Hansinu Iversen, sum mynda framsýningina Beauty is in Your Mind við málningum og steinprentum í Víngarðinum í Tróndargøtu 31. Heitið er eitt sitat frá listakvinnuni, Agnes Martin, hvørs verk og tankar um list inspirera Hansinu Iversen. Sitatið er knýtt at eini hending, tá ein smágenta gjørdist hugtikin av eini rósu inni hjá Agnes Martin. Listakvinnan spurdi gentuna um hon helt rósuna vera vakra. -Ja, svaraði gentan, rósan er vøkur. Síðan tók Agnes Martin rósuna og helt henni aftan fyri ryggin og spurdi síðan gentuna uppaftur, um hon enn helt rósuna vera vakra – Ja, svaraði gentan, rósan er enn vøkur. – ”Skilir tú”, segði listakvinnan við smágentuna; ”vakurleikin er ikki í rósuni, vakurleikin er í tínum sinni”. 

Hansina hevur fyrr í ár framsýnt saman við øðrum listafólkum í Paris og tað eru ikki hissini skoðsmál, hon hevur fingið í fronskum ummælum, har hennara málningar verða skýrdir endaleysar ljóskeldur, ið samantvinna bæði vísdóm og náði. Nýggjastu málningarnir hjá Hansinu Iversen eru eitt sindur øðrvísi enn teir, hon framsýndi í Paris – samanhangur hómast, tó at myndirnar so líðandi broytast. Enn málar hon nonfigurativar málningar, sum eru myndaðir av organiskum skapum og strokum. Ljósið skínur í litunum og skyggir í hvíta løriftinum, sum hómast gjøgnum løgini av litum. Hesi verkini tykjast ógvuliga sansalig og likamlig – eisini í mun til dynamisku penslastrokini, ið eins og ítøkilig spor lýsa rørslurnar hjá listakvinnuni, tá hon arbeiðir. Umframt dynamisku ferðina í penslastrokunum eru málningarnir gjølliga komponeraðir í fleiri løgum við meira og minni gjøgnumskygdum litskapum og meira og minni intensum litum, sum geva eina kenslu av ævigari rørslu. Ein hvítur málningur er bygdur upp av fleiri løgum av lutfalsliga regulerum, rundleittum, rektangulerum skapum, sum í grundini hava sama skap sum málningurin sjálvur. Kanska er tað hesi skapini, ið benda hugan á inngongdir ella hurðar og sum fáa okkum at hóma rúm í myndaflatanum aftan fyri gjøgnumskygd løg av hvítum og ljósum litflatum.  Við páskum og vári í huganum er freistandi at lesa nakað yvirjarðligt og andaliga avklárað í hesum ljósfyllta málningi og assosiera til bæði kross- og gravundrið. Samstundis er hetta av sonnum ein málningur av hesi verð, sum ger vart við sínar formellu staklutir og sítt háttalag og vissar okkum um, at hann jú bert er eitt lørift við máling. Vakurleikin er í okkara egna sinni.

Hansina Iversen er málari við stórum M, men hevur eisini eitt serstakt litografiskt myndamál, har hon við innliti og royndum gagnnýtir litografiska háttalagið við fleirlittum løgum og laveringum, ið skapa eitt hugtakandi myndarúm. Á framsýningini hanga fleiri av framúrskarandi prentunum, sum Hansina iversen hevur gjørt í Steinprenti. Myndaheimurin hjá Hansinu Iversen er sera sansaligur og verður alsamt meira maksimalur - eisini tá mann hugsar, at nú ber ikki til at fáa inn fleiri litir og skap á myndaflaturnar. - Hansina fær tað at bera til. Løriftið gerst leikpallur hjá litum og strokum, sum bylgja á myndaflatuni og skapa fjølbroyttar fláir. Ljósið kemur aftanífrá og tendrar ljós og myrkur og eina kenslu av, at nú kann alt henda.

Framsýningin hjá Hansinu Iversen er opin fríggjadagar og leygardagar frá klokkan 18-24 til og við 7.mai 22. Hava tit fyrispurningar um framsýningina kunnu tit venda tykkum til undirritaða kurator.

Kinna Poulsen

Ny Carlsbergfondet stuðlar Listasavni Føroya við stórari upphædd til listainnkeyp

Ny Carlsbergfondet hevur valt at stuðla Listasavni Føroya við eini góðari millión til listainnkeyp. Átta listaverk eftir Sigrun Gunnarsdóttur, Edward Fuglø, Aldu Mohr Eyðunardóttur, Astri Luihn, Brand Patursson, Súsan í Jákupsstovu og Titu Vinther verða nú partur av savninum. Ny Carlsbergfondet í Danmark stuðlar Listasavni Føroya við eini góðari millión til listainnkeyp.

Karina Lykke Grand, stjóri er takksom fyri stuðulin:

“Vit eru ótrúliga glað fyri, at Ny Carlsbergfondet velur at játta eina so stóra upphædd til at keypa føroyska list. Tað er av stórum týdningi, at Listasavn Føroya leypandi kann leggja nýggj høvuðsverk aftur at samlingini og á henda hátt vísa tað besta av føroyskari list. Stuðulin fer til at keypa stór, týdningarmikil verk, ið øll eru rættiliga nýggj – tey eru frá 2006 til 2022. Fjølbroyttu verkini eru við til at styrkja samlingina og vísa fleiri rák innan føroyska list.”

Seks av verkunum kunnu longu nú upplivast á Listasavni Føroya. Savnið er opið týsdag til sunnudag frá kl. 13-16. Frá 1. mai er opið hvønn dag frá kl. 11-17.

Lív og Claus í Steinprenti

Mikukvøldið 6.apríl klokkan 19 verður yrkingaupplestur í Steinprenti har høvið eisini verður at síggja feskastu prentini við orðum og myndum, sum eru framleidd har seinastu vikuna. Hesa tíðina hevur Steinprent verið karmur kring kring eitt samstarv millum føroyska yrkjaran, Lív Mariu Róadóttir Jæger og danska yrkjaran og myndlistamannin, Claus Carstensen.

Claus Carstensen hevur tikið lut á mongum føroyskum listaframsýningum, eins og hann í mong ár hevur samstarvað við Steinprent og við føroysk listafólk og yrkjarar. Síðsta mikudag hevði hann fyrilestur fyri næmingunum á Útbúgvingini í Listaligum Arbeiði. Hann var í síni tíð partur av ættarliðnum av donskum listafólkum, sum í 1980 árunum enduruppdagaðu málaríið, men debuteraði sum yrkjari longu í 1975. Árini 1993-2002 var hann professari á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Myndirnar hjá Carstensen hava eitt ekspressivt og ógvusligt brá, samstundis sum tær eru fleirtýðugar við fleiri møguligum fatanarfláum. Eitt afturvendandi evni snýr seg um fatanina av tilveru og deyða, at menniskjað er tilvitað um deyðan, meðan djórið sær eitt opið og tíðarleyst landslag fyri sær, har tað ikki er nakað áðrenn ella aftaná.

Í mun til ekspressivu málningarnar hjá Claus hava yrkingarnar hjá Lív ein meira sáttligan dám – eisini nú tær eru skrivaðar sum notat á stein. Kortini tykist hennara poetiski heimur spentur á tamb yvir um filosofiskar dýpdir í hugsanum um lív, deyða og listaliga skapan. Lív debuteraði í 2014 við “Mítt navn skrivað við hondskrift” og í fjør varð hennara yrkingasavn “Eg skrivi á vátt pappír” í uppskoti at vinna norðurlendsku bókmentavirðislønina. Í hesum savni fylgir hon sporunum frá einum sorgarleiki í fortíðini. Verkini hjá báðum listafólkum hava okkurt til felags í júst hesi konfronterandi kanningini av farslóðum úr fortíðini, sum er kensluborin, men eisini greinandi og skipað.

I begyndelsen var ordet og ordet var billede

Lív Maria Róadóttir Jæger og Claus Carstensen í Steinprent.

Onsdag aften 6.april klokken 19.00 er der digtoplæsning i Steinprent. Den sidste uge har den færøske digter, Lív Maria Róadóttir Jæger og den danske digter og billedkunstner, Claus Carstensen arbejdet i Steinprent.

Claus Carstensen har deltaget i mange færøske kunstudstillinger, ligesom han i mange år har samarbejdet med Steinprent og med færøske billedkunstnere og digtere. Han var en del af generationen af danske billedkunstnere, som i firserne genopdagede maleriet, men debuterede allerede som digter i 1975. Fra 1993-2002 var han professor på det kongelige kunstakademi i København. Carstensens billeder har et ekspressivt, råt og voldsomt udtryk samtidig som de ofte er flertydige med vekslende fortolkningsmuligheder og forbindelser. Et af de emner, han kredser omkring, er forskellen mellem menneskers og dyrs dødsbevidsthed. Lív Maria Róadóttir Jægers digte kan i udgangspunktet forekomme stilfærdige i forhold til Carstensens visuelle udtryk, men hendes poetiske univers er bemærkelsesværdigt - spændt til bristepunktet af overvejelser og registreringer angående tilværelse og kunstnerisk skabelse. Lív debuterede i 2014 med “Mit navn skrevet med håndskrift” og i fjor var hendes digtsamling ”Jeg skriver på vådt papir” indstillet til Nordisk Råds litteraturpris. I den bog følger hun sporene fra en virkelig tragedie i hendes egen families fortid. I den på én gang følsomme, men også analytiske og systematiske tilgang i konfrontationen med fortidens spor har de to kunstnere, Lív Maria Róadóttir Jæger og Claus Carstensen noget til fælles.

Velkommen til oplæsning i Steinprent, hvor der også er mulighed for at se de spritnye litografier.

 

Litir í list

Myrkt og grátt, men vár og fríggjadagur og góð list: Hansina Iversen í Víngarðinum, Hanni Bjartalíð í Steinprenti og Arnold Vegghamar í Gallarí Havnará.

Myndaheimurin hjá Hansinu Iversen er sera sansaligur og verður alsamt meira maksimalur - eisini tá mann hugsar, at nú ber ikki til at fáa inn fleiri litir og skap á myndaflaturnar. - Hansina fær tað til at bera til. Her er háspenningur á løriftinum, ið gerst leikpallur hjá litum og strokum, sum bylgja á myndaflatuni og skapa fjølbroyttar fláir. Ljósið kemur aftanífrá og tendrar ljós og myrkur og eina kenslu av, at nú kann alt henda. Hansina Iversen er málari við stórum M, men hevur eisini eitt serstakt litografiskt myndamál, har hon við innliti og royndum gagnnýtir litografiska háttalagið við fleirlittum løgum og laveringum, ið skapa eitt hugtakandi myndarúm. Framsýningin hjá Hansinu Iversen í Víngarðinum varar til 12 mai.

Myndamálið hjá Hanna Bjartalíð kann tykjast naivt ella góðvarið, men hevur ongantíð verið tað. Tvørturímóti er hesin listamaðurin serstakliga tilvitaður um sítt úttrykk, sítt tilfar og vísir allar listaligar snildur í listaverkum, ið bert við allarfyrsta eygnabrá tykjast vandaleys og vøkur. Soleiðis eru tey skapað. Ivaleys. Halda vit. Avmarkaða støddin av hansara verkum skapar tryggleika hjá áskoðaranum, sum torir at nærkast teimum, so vit standa heilt tætt við nøsini í myndarúminum og hyggja. Pastellitir komponeraðir í yndisligari heild geva okkum eina kenslu av fullkomnari harmoni, okkurt er stuttligt, vakurt, fitt, herligt og dukkuhúskendu smálutirnir sipa somuleiðis til eina óttaleysa barnaverð, sum mann eina løtu kann njóta og hugsa afturá. Men so kemur hann sníkjandi – tómleikin, tað krakeleraða, imperfektiónin, skeivleikin, tað slitna, tað løgna, tað ókenda í tí kenda og har standa vit við nøsini upp móti Das unheimliche. Sprota vit týska orðið unheimlich, merkir tað okkurt óhugnaligt, óunniligt, ófrættakent og dapurt. Hugtakið er eisini heitið á eini ritroynd hjá Sigmund Freud frá 1919, har hann grundar yvir tað heimliga í tí óheimliga og øvugt við støði í eini etymologiskari og leksikalskari kanning av orðunum heimlich og unheimlich. Freud ger vart við, at orðini í roynd og veru ikki hava øvugta merking og at unheimlich er smíðað av tí heimliga møguliga av tí, at størsti óhugnin kann finnast tryggasta umhvørvi. Hugtakið er sostatt grundleggjandi komplekst eins og vit menniskju eru tað og tað sama eru verkini hjá Hanna Bjartalíð, tí tey eru jú sjáldsama vøkur og væl komponerað eins og gamlar vanitasmyndir við kyrrlutauppsetingum og listaverkum í listaverkinum og hópin av tulkingarmøguleikum millum tað formliga og allar assosiatiónirnar, sum myndast í huganum. Verkini eru scenografiir, ið skapa søgur og eru opin fyri øllum søgum, vit áskoðarar leggja í tey. Og av tí, at tey eru fleirtýðug og fjølbroytt bæði formliga og innihaldsliga, halda hesi verkini fram við at mana fram nýggjar søgur í huga okkara. - Framsýningin hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti endar 13.apríl

Arnold Vegghamar byrjaði at mála longu í 50´unum og hann var við á Ólavsøkuframsýningini í 1957. Vegghamar var ein av næmingunum á navnframa Listaskeiðnum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban skipaðu fyri á vetri 1958-59. Sum kunnugt hevur Arnold Vegghamar arbeitt sum gullsmiður, hann er sjálvlærdur listamaður, ið seinastu mongu árini hevur málað burturav sum yrkislistamaður. Stóra framsýningin, sum var í Listasavni Føroya í 2010 var lutvíst afturlítandi og har sást menningin hjá Arnold Vegghamar frá naturalistiskum, impressionistiskum og koloristiskum pointillistisku landsløgum til teir sera einføldu, næstan primitivistisku málningarnir, sum hann hevur málað hesi seinnu árini. Og nú vit eru inni á ismunum, so tekur stílurin í myndunum hjá Vegghamar støði í ekspressionismu og naivismu. Tað er ikki upplýst nær framsýningin endar, men har er opið í dag, fríggjadag 25.mars frá klokkan 16.

RAVLITT - elektroniskur tónleikur og list í Havn

Komandi vikuskifti, frí 18. og ley 19. mars, verður Ravlitt í Perluni við elektroniskum framførslum og installatiónum. Bæði kvøld byrja kl 22. Kostnaður er 100kr hvørt kvøld, og atgongumerki fáast við dyrnar.

Tíðindaskriv

Ravlitt er ein platformur fyri elektroniskan tónleik í breiðari merking. Bæði tann elektroniska tónleikin, ið fokuserar uppá at dansa, men eisini tann, sum fokuserar uppá at sansa. Ravlitt savnar alt tað stuttliga og tað skeiva, og tað perifirera kemur í fokus.

Fríggjakvøldið verður presenterað av 'Órógv', hvørs “mál er at forstýra og skelka status quo, at svimja ímóti streyminum og flyta mørkini. Kom við okkum og uppliv tað dissonanta og tað ekstrema, tað sjálsama og tað yvirjarðliga.”

Skrá fríggjakvøld:

hzd

Strident

James Blames

Muxes

Leygarkvøldið verður ein breið samanseting av framførslum úr Ravlitt repertoirinum. Frá heitum Elektronika til Acid Techno til eksperimenterandi cello og vokal – og víðari.

Skrá leygarkvøld:

Katros:

Ein elektroniskt eksperimenterandi duo. Rosanna Lorenzen og Anna Katrin Egilstrøð. Manipulering av realljóði við cello og vokali. Sjónbandalist afturvið.

Jens L. Thomsen:

Við sjónbandalist eftir Kirstin Helgadóttir.

Hús:

Huglagsríkur og ambientur tónleikur, sum dyrkar klang, tekst og umhvarv eins nógv og laglinjur og tað melodiøsa. Við sjónbandalist eftir Høgna Egholm.

Playmo:

Eitt live sett av Dub og Acid Techno.

Visuellar installatiónir

Vikuskiftið bjóðar uppá visuellar installatónir av ymsum slag. Sumt fyri seg, sumt saman við tónleikaframførslum.

randur Patursson brúkar til dømis náttúruna sum motiv og speglingar sum høvuðsúttrykk til video. Ljóðið er í fyri tað mesta úr vatni‚ men eisini úr øðrum úr náttúruni‚ sum er harðliga telduviðgjørd.

Installatiónirnar hjá Brandi eru bæði fyri seg og saman við tónleikaframførslum.

Kirstin Helgadóttir leggur myndir til tónleikaframførsluna hjá Jens L. Thomsen. Hon brúkar myndatilfar úr Krígssavninum og skapar eina livandi sýning, har hon m.a nevnir franska multimedia listamannin Chris Marker sum íblástur.

Villiam Soo arbeiðir við ljósinnstallatión, og Høgni Egholm ger sjónbandalist til eitt nú tónleikaframførsluna hjá Hús.

Ravlitt er eitt samstarv millum listafólk, ið eru búsitandi í Føroyum, og sum arbeiða innan áðurnevndu listagreinar.

Við framførslum, verkstovum og øðrum átøkum miðar Ravlitt eftir at skapa eitt umhvørvi fyri elektroniska list í Føroyum og ein pall, har elektroniskur tónleikur og list kann sýnast fram og mennast.

Ravlitt er stuðlað av Koda Kultur.

Brandur Patursson

FERÐASTØÐUR - bókaframløga í Listasavni Føroya

Hósdagin 17.mars klokkan 16.30 verður nýggja bókin hjá Julie Sass løgd fram í Listasavni Føroya. Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin og Julie greiðir frá bókini, sum hon sjálv hevur sniðgivið. Eisini fara listafólkini, Hansina Iversen og Jón Sonni Jensen at lesa brot upp og eftir hetta fer Julie Sass at signera bøkur. Nakrar av tekningunum í bókini, verða at síggja í móttøkuni í Listasavninum. FERÐASTØÐUR er eitt framhald av listafólkabókini Black Fog Rising, ið varð prentað í Steinprenti í 2019 og kortini er nýggja bókaútgávan væl øðrvísi. At ganga í náttúruni er ein verulig passión hjá donsku listakvinnuni og myndar hetta eitt høvuðsspor í bókini FERÐASTØÐUR/ VANDRETILSTANDE/ A STATE OF WANDERING. Talan er kortini ikki um nakra ferðabók, ið byrjar her, endar har og annars fylgir einari ávísari kronologiskari ella topografiskari gongd. Teir 40 tekstirnir eru sostatt meira poetiskir og abstraktir… (- úr grein í komandi Dimmalætting).

Hanni Bjartalíð - vernissage

Fitt av fólki var møtt til upplating av framsýningini í Steinprenti við nýggjum verkum hjá Hanna Bjartalíð. Listamaðurin hevur sínar góðu samlarar, so har var bíðirøð í fyrstani hjá fólkum at ogna sær verk.

Summi verk eru eins og smá tableau, pallsetingar ella dukkuhús við trídimensjonalum figurum, sum eru sett inn í eitt rúm, ein kassa, sum verður hongdur upp á veggin. Listaverkini tykjast ómetaliga einføld og avklárað og eru tað, tey eru. Tað er bara, tá mann skal seta orð á verkini og lýsa hvat tey eru og gera, at mann varnast hvussu komplekst og fjølbroytt og øðrvísi tey eru – á tremur av mótsetningum, so stuttlig, at tú brestur í sjóheitan grát, so fitt og hugnalig, at tað rennur tær kalt niður eftir rygginum, so vakurt, at tað er til at fáa nervasamanbrot av. Myndamálið hjá Hanna Bjartalíð kann tykjast naivt ella góðvarið, men hevur ongantíð verið tað. Tvørturímóti er hesin listamaðurin serstakliga tilvitaður um sítt úttrykk, sítt tilfar og vísir allar listaligar snildur í listaverkum, ið bert við allarfyrsta eygnabrá tykjast vandaleys og vøkur. Soleiðis eru tey skapað. Ivaleys. Halda vit. Avmarkaða støddin av hansara verkum skapar tryggleika hjá áskoðaranum, sum torir at nærkast teimum, so vit standa heilt tætt við nøsini í myndarúminum og hyggja. Pastellitir komponeraðir í yndisligari heild geva okkum eina kenslu av fullkomnari harmoni, okkurt er stuttligt, vakurt, fitt, herligt og dukkuhúskendu smálutirnir sipa somuleiðis til eina óttaleysa barnaverð, sum mann eina løtu kann njóta og hugsa afturá. Men so kemur hann sníkjandi – tómleikin, tað krakeleraða, imperfektiónin, skeivleikin, tað slitna, tað løgna, tað ókenda í tí kenda og har standa vit við nøsini upp móti Das unheimliche. Sprota vit týska orðið unheimlich, merkir tað okkurt óhugnaligt, óunniligt, ófrættakent og dapurt. Hugtakið er eisini heitið á eini ritroynd hjá Sigmund Freud frá 1919, har hann grundar yvir tað heimliga í tí óheimliga og øvugt við støði í eini etymologiskari og leksikalskari kanning av orðunum heimlich og unheimlich. Freud ger vart við, at orðini í roynd og veru ikki hava øvugta merking og at unheimlich er smíðað av tí heimliga møguliga av tí, at størsti óhugnin kann finnast tryggasta umhvørvi. Hugtakið er sostatt grundleggjandi komplekst eins og vit menniskju eru tað og tað sama eru verkini hjá Hanna Bjartalíð, tí tey eru jú sjáldsama vøkur og væl komponerað eins og gamlar vanitasmyndir við kyrrlutauppsetingum og listaverkum í listaverkinum og hópin av tulkingarmøguleikum millum tað formliga og allar assosiatiónirnar, sum myndast í huganum. Verkini eru scenografiir, ið skapa søgur og eru opin fyri øllum søgum, vit áskoðarar leggja í tey. Og av tí, at tey eru fleirtýðug og fjølbroytt bæði formliga og innihaldsliga, halda hesi verkini fram við at mana fram nýggjar søgur í huga okkara. - Framsýningin endar 13.apríl