Framúr, finsk verðinslist í Havn

467DC8B7-53F3-4343-BE17-4A9D35AEFF27.jpeg

Hon er poetisk, stuttlig, løgin og fantastisk, listaframsýningin Spectres hjá nabbteeri, sum í løtuni sæst í Norðurlandahúsinum og so herliga og óvanliga frí fyri kommersiella forvinningstankanum, sum í løtuni otar seg fram um listarlig atlit í føroyska listaumhvørvinum.

SPRIKK AVSTAÐ Í NORÐURLANDAHÚSIÐ – Hetta til 15.august ber til at fáa frálíkar listupplivingar í heimsflokki á ársins summarframsýning. Framsýningsupplivingin byrjar longu í forhøllini, og framman fyri Skálan har ein reklamubannara stendur. Eg hugsi fyrst, at tað er onkur ráðstevna, men varnist síðan í framsýningaryvirlitinum, sum vit fáa við Dansistovuna, at talan er um eitt listaverk og ein umseymaðan bannara, har tað plagdi at standa Mobil á, men har sum tað nú stendur Limbo á. Limbo merkir óstøða ella at vera ímillum tvær støður. Átrúnaðarliga var orðið brúkt til at lýsa millumstøðuna millum himmal og heljar. Hesin um somu tíð opni, lætti, pokerandlitskemtiligi og djúpt álvarsligi hugburðurin hómast alla staðni í framsýningini. Framman fyri Dansistovuna fæst eitt yvirlit yvir framsýningina soleiðis sum hon breiðir seg um Skálan og Dansistovuna. Og tað er tiltrongt, yvirlitið, tí framsýningin er ómetaliga rúgvusmikil og fjølbroytt, á tremur í øllum møguligum lutum, ið eru sett upp saman á ymiskan hátt. Dansistovan er sum eitt laboratorium við fleiri koyrandi ljósmyndakarusellum, sum lýsa og skifta ljósmynd í jøvnum tempo. Við fyrsta eygnabrá sýnist framsýningin rættiliga kaotisk, men tá tú hevur gingið eina løtu inni í henni og síðani hyggur eina ferð aftrat, tykist hon tvørtur ímóti sera skipað og koreograferað út í odd og egg. Henda skipan í heild og pørtum gevur framsýningini eina estetiska dimensjón, sum kemur óvart á.

nabbteeri

nabbteeri er ein finskt listakollektiv, sum er myndað av teimum báðum listafólkunum, Janne Nabb (f.1984) og Maria Teeri (f.1985), ið eru útbúgvin á finska listaakademinum og universitetinum í Helsinki í 2011 og hava havt fleiri framsýningar bæði í Finnlandi og altjóða, t.d. vóru tey við í Norðurlendska framsýningarskálanum á Venezia Biennaluni í 2019. Teirra list er grundleggjandi kollektiv og idealistisk, merkt av hugsanum um javna og sínamillum virðing millum ymisk lívsløg eisini tey, sum eru so smá, at vit ikki síggja tey og við serligum denti á djór uttan beinagrind (t.d.høgguslokkar, krossfiskar, flatmaðkar, hvalspýggjur osfr.). Listin hjá nabbteeri ávirkast av staðnum, har tey framsýna; sjálvt um okkurt verk hevur verið framsýnt aðrastaðni enn í Norðurlandahúsinum er tann framsýningin eins og allar aðrar framsýningar hjá nabbteeri staðspesifikkar. Tey samstarva við listafólk ella kuratorar ymsastaðni – í sambandi við framsýningina í Norðurlandahúsinum hava tey samstarvað við Inger Smærup Sørensen, sum hevur kuraterað og sum bar eyga við verk hjá listafólkunum á eini framsýning í Kiasma í Helsinki. Tað er eisini Inger, sum hevur skrivað tann informativa og poetiska tekstin í kataloginum. Tað stokkuta, óstøðuga er í fokus bæði bygnaðarliga í uppsetingini, men eisini innihaldsliga, tí alt tað, sum verður framsýnt, bæði lívfrøðiligt, plastikk- og glaslutir sýnist vera í einari prosess, sum niðurbrýtur, broytir og umskapar.

Stórfingin framsýning

Uppsetingin er bæði stórfingin, monumental og tysjandi við hópin av detaljum og endurnýttum lutum, sjálvt leidningarnir eru áhugaverdir og hava eitt serstakt úttrykk. Ein einstøk vitjan í framsýningini er als ikki nóg mikið og tí er tað gott, at framsýningin er opin leingi. Innast í rúminum verður ein flottur 3D animeraður filmur sýndur. Finski upplesturin í filminum verður týddur í enskum undirtekstum, so at vit kunnu skilja tann merkiliga tekstin, ið um somu tíð tykist eygleiðandi vísindaligur og absurd surrealistiskur. Júst sami tóni merkir verkfrágreiðingarnar, ið eru bæði turrisliga staðfestandi og sveimandi poetiskar. Tað er so fullkomiliga hugtakandi at trína inn í Skálan í Norðurlandahúsinum, at tú missir ondina. Hesin parturin av framsýningini eitur “hugsi um ryggleys djór” og er myndaður av ymiskum installatiónum úr lutum, tekstil, vatnlitamyndum, broderaðum myndum, gomlum apparatum og stativum. Innast í høllini undir filminum er ein lágur pallur settur upp og oman á honum ein ørgrynna av lutum, sum eru funnir í sjónum, vaskaðir og skynsamt skipaðir eftir stødd og liti til eina vakra heild. Allir hesir virðisleysu lutir, plastikkskrambul, sum dálkar okkara umhvørvi, er sett upp sum vóru tað virðismiklir fornlutir og tað fær áskoðaran at hugsa og tað púrasta av sær sjálvum

Uttan peikifingrar við humor

Hetta er ikki ein peikifingraframsýning, sum brigdar áskoðaranum náttúrudálkingina, sum av sonnum er ræðulig. Heilt øðrvísi er hetta ein framsýning, sum letur upp søgur og fær áskoðaran sjálvan at hugsa. Her eru søgur um tilfar, sum tó at tað er brotnað og slitið, blívur við at vera har. Her eru søgur um eitt øgiligt og intenst forbrúk, ið løgið sum tað ljóðar sýnast meira rørandi enn rópandi. Spectres hjá nabbteeri er ein tann mest áhugaverda framsýningin, eg havi sæð í Føroyum í longri tíð. Upplivingin er serliga tiltrongd, nú vit valla eru sloppin at ferðast í meira enn eitt ár. Tíðirnar eru góðar og nógvir pengar eru eisini í samfelagnum av tí, at fólk ikki eru sloppin at brúka pengarnar uppá uttanlandaferðir. Hetta er møguliga ein orsøk til ein ovurstóran hug, sum er í løtuni fyry at skipa fyri listaframsýningum, ið at síggja til hava eittans endamál, ið snýr seg um at tjena pengar. Av somu grund eru nokk so nógv fólk uttan listaligar royndir ella útbúgving farin í gongd við at fyriskipa listaframsýningar, hvørs einasta endamál er at selja og skapa profitt. Søla av list er sjálvandi í lagi, serliga tá listafólkini fáa mest burturúr, men framsýningar, sum eru settar saman sum søluframsýningar eru ikki serliga áhugaverdar. Tá er tað ein sannur lætti at uppliva eina framsýning sum hesa í Norðurlandahúsinum, sum setir listina í miðdepilin.

E3725714-930C-4CCE-B3D7-C0234BCB78F1.jpeg
2A3311DA-0461-4643-8BD0-EF9EFE966092.jpeg
B7F5D7C2-1AA4-4B5D-A48C-18982BDBC658.jpeg
03A0FA96-D25C-41CD-892F-4E9B631A30B3.jpeg
989D0A46-62B0-47B5-A50B-32950AC7B06B.jpeg
ED209265-2E09-4B8F-8014-218A14B8CD12.jpeg