Ein lítil appilsingul bók
/Ein lítil appilsingul bók her á borðinum við heitinum Ritlist I: Antologi er eydnuríka og ítøkiliga úrslitið av, at gongd er komið á eina bachelorútbúgving í listaligum arbeiði á Føroyamálsdeildini. Forlagið Eksil hevur givið út, Kirstin Helgadóttir hevur designað ta sjáldsama vøkru, fjálgu og modernaðu bókina. Høvundarnir/næmingarnir Rebekka Petersen, Dania O. Tausen, Helle Thede Johansen, Vónbjørt Vang og Trygvi Danielsen hava skrivað tekstirnar. Tutl Records hevur somuleiðis givið út 12 løg hjá tónlistanæmingunum. Tann útgávan eitur Fonetika, og tey lesandi eru Jákup Veyhe, Katrina Olsen, Líggjas Olsen, Per Ingvaldur Højgaard Petersen og Sissal Grækarisdóttir Magnussen. Til ber at hoyra løgini á øllum teimum stóru talgildu pallunum. Av tí at eg sjálv havi undirvíst nakrar tímar á ÚLA, er hetta meira eitt viðmæli enn eitt ummæli. Tað er at fegnast um, at vit sum samfelag taka rit- og tónlist í nóg stórum álvara til tess at geva henni rúm á hægri lærustovnum. Heilt av sær sjálvum eru tílík initiativ við til at mynda eitt listaumhvørvi og til at hækka støðið kring listina. Okkum tørvar eisini at stimbra myndlistaøkið á sama hátt og vóna tí framhaldandi, at ein myndlistaleið verður løgd aftrat á listútbúgvingini skjótast soleiðis sum ætlanin hevur verið frá byrjan. RITLIST I Antologi er sett saman av ómetaliga ymiskum tekstum hjá serstakliga ymiskum høvundum. Rebekka Petersen skrivaði ta fyrstu yrkingina í útgávuni, ILT Í NØSINI, sum er einføld og hugtakandi neyv. Bókin fæst fyri 200 krónur í bókhandlunum.
ILT Í NØSINI
onkuntíð fekk eg bóltar í andlitið
tá vit spældu fótbólt í skúlagarðinum
tað brúsaði í nøsini
eg risti brúsið av mær
tað var serliga umráðandi fyri meg
at spæla sum eg ikki fekk ilt
(s.12 í RITLIST I Antologi. Eksil 2021)