Grafiskt summar í Steinprenti

199269912_188924883138903_2950906288952251202_n.jpg

Í Steinprenti er ein spildurnýggj framsýning hongd upp, ið verður at síggja komandi vikurnar. Framsýningarnar í Steinprenti eru eftirhondini nógvar í tali og tær hava verið serstakliga fjølbroyttar tøkniliga sæð við ávikavist málningum, standmyndum, tekstillist, installatiónum osfr. Hesa ferð er í fyrstu syftu talan um eina reina grafikkframsýning við nýggjum prentum hjá Fríðu Matras Brekku, Torbjørn Olsen, Bárði Jákupsson, Tóroddi Poulsen og Hansinu Iversen, umframt eitt lítið silvurprent hjá Svend-Allan Sørensen av einari kráku, sum við sangheitinum hjá John Fogerty spyr um vit nakrantíð hava sæð regnið? Og jú, tað hava vit.

Framsýningarmyndirnar hava annars eitt nokk so summarsligt brá bæði í litum og skapum. Bárður Jákupsson sýnir t.d. fram eitt stórt, vakurt steinprent, sum er bygt upp í dekorativum bláum, gulum, okkur og grønum bordum við látandi fuglum og yndisligum blómum. Skapini eru einfalt og greidliga allýst við eini dekorativt bylgjandi konturlinju. Vit eru stødd í haganum næstan sum í eini eydnuríkari ovursjón av fuglasangi og lýkku. Niðarlaga í myndini sæst ein laðaður garður við einum afturlatnum portri, sum vit í huganum lata upp. Vit trína tá inn í eina glæsiliga hugmynd við skærum litum og ljóðum frá heiðafugli ein góðan hásummardag.

Yvirhøvur eru nógvir fuglar við á framsýningini. Nýggju fuglamyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku eru monumentalar og avmynda einstakar fuglar í hvør sínum umhvørvi. Fríða hevur áður fokuserað uppá fuglar og djór í sínum myndum, men hesar nýggju myndirnar bróta nakað frá hennara stíli. Umframt neyvu tekningina og tað meira leyshent lýsta himmalhválvið, tykjast nýggju myndirnar meira málandi og fjølbroyttar, t.d. tann um somu tíð figurativa og abstrakta myndin av einum svana, hvørs bringa er definerað av einum negativum skapi eins og eitt hol í violetta og myrkagrøna litflatanum. Miðskeiðis í framsýningarrúminum hongur ein lítil mynd hjá Hansinu Iversen sum ein koloristisk sól av gulum, orange og violettum litskapum. Á framsýningini er eisini eitt stórt, nýtt prent, sum við fyrsta eygnabragdi sýnist myndað av ymsum violettum litbrøgdum, ið líkasum flóta bylgjandi oman eftir myndaflatanum. Jú longur mann hyggur at myndini, jú týðiligari sæst hvussu nógv er á myndini og hvussu komplekst og samansett og dramatiskt myndarúmið er. Eins og myrtur og slør hanga tey meira og minni gjøgnumskygdu violettu, gráu og rosalittu strokini niður yvir myndina sum eitt leiktjald í einum spennandi, abstraktum leiki. Tóroddur Poulsen hevur serframsýningina JÚST HER BYRJAR DREYMURIN í Perluni hesa komandi vikuna (frá 11.-18.juni), men hansara spildurnýggju steinprent eru við á framsýningini í Steinprenti. Her hongur m.a. eitt nýbakað pizzaprent og eitt fantastiskt bingjuskip. Tílík bingjuskip eru í grundini als ikki óvanlig, tí tey síggjast bæði við okkara havnarløg, eins og tey eru koloristisk innsløg í føroyskari list, men hetta bingjuskipið hjá Tóroddi er heilt øðrvísi við einum bingjutorni, sum at síggja til heldur fram heilt upp til himmals. Tær bjartlittu bingjurnar mynda eitt javnt, puntut mynstur, sum er vakurt, stuttligt og flatt eins og eitt popplistaverk, men sum er fult av undurfullum hugsanum um list og samfelag og tann endaleysa streymin av bingjum við endaleysum mongdum av lutum, ið vit eftir øllum at døma ikki kunnu vera fyriuttan og sum tessvegna verða fluttir okkum um høv í einum støðugum streymi. Tað allarnýggjasta verkið á framsýningini er ikki gjørt enn. Men sum kunnugt, tá tað snýr seg um litografi, so byrjar og endar alt við kálksteininum og tá undirritaða var á verkstaðnum fyrr í dag, bar eg eyga við ein sjáldsama vakran stein, sum tey søgdu, at Torbjørn Olsen er í ferð við. Tað nýttust tey ikki siga mær. Eingin teknar heilt so málandi vakurt sum Torbjørn og tí kann mann bara gleða seg at síggja ta lidnu portrettekningina.

Kinna Poulsen

198046062_288712192962053_8337722575120927984_n.jpg
198713891_476917706713322_104129483979309321_n.jpg
198887633_477958939976399_2823202700003967648_n.jpg
vikuyrk2.jpeg
199266642_3030027333788954_2196168047009426674_n.jpg