Tjóðpallurin umaftur

Den nationale scene Bergen - foto: wikipedia

Den nationale scene Bergen - foto: wikipedia

Tað er einki at taka seg aftur í, at mann skal hava eitt Jobs tol fyri at fáast við list her á landi. Tað hjálpir eisini at vera jalig fyri ikki at siga lalliglað við púra markleyst opnum sinni og einum ikki serliga munagóðum minni. Hetta hugsi eg súrliga við mær sjálvari nú fagnaðarboð ljóða úr Mentamálaráðnum, at Bursatangi skal vera staðseting fyri einum Tjóðleikhúsi. Og meðan eg skrivi hesar reglur, hugsi eg hví eg skrivi hesar reglur, tí tað hevur neyvan nakran týdning heldur. Eg trúgvi heilt einfalt ikki uppá projektið. - Tjóðpallur Føroya hevur virkað síðan februar 2005 og vit hava upplivað bygningin bæði staðfestan og tiljublaðan upp til fleiri ferðir eins og skiftandi samgongur hava lovað hetta og hatta, men fyri tað mesta hevur mann bara bíðað og bíðað og bíðað eftir Godot og eftir einum rúmligum og stásiligum tjóðpalli og enn er einki hent. So blívur mann also eitt sindur skeptisk og hevur ilt við at trúgva uppá nýggjar ætlanir. - Jú, á Skálatrøð skuldi tað vera og tað fyri vist, men tað var heilt galið, hildu fólk, tí hvat so við bilunum, hvar skuldu okkara kæru bilar tá vera? Bilurin er kongurin í Føroyum 1-0 til bilin versus leiklistini - Eg giti, at okkurt problem verður við Bursatanga, hvat við vinnuni og hvat við ferðsluni etc. Ikki at eg havi nakað ímóti Bursatanga – ikki tað minsta, men er tann tangin ikki nokk so lítil og hvat við farleiðini til Nólsoyar? Tey vænta kanska, at Erla Kongsdóttir liggur still eisini tá einaferð um tjúgu ár, tá spaki verður settur í Bursatanga til Tjóðpallin. Nei eg veit ikki, men Vágaportalurin veit, at siga frá tíðindafundi í dag:

Niðurstøðan hjá dómsnevndini er, at økið við Bursatanga er besta staðseting fyri Tjóðleikhúsið.

Tvey uppskot hava bestu staðsetingina, og tað eru Henning Larsen Arcitects og ZETA / BRIM Arcitects.

Nú skal staðsetingin viðgerast í Tórshavnar býráð.

Í niðurstøðuni frá dómsnevndini stendur millum annað:

- Niðurstøðan tekur serliga støði í uppskotunum 3 og 4, sum lýsa, at ein bygningur við Bursatanga kemur at standa á markamótinum millum bý og havn, millum land og hav.

- Eitt nýtt Tjóðleikhús á hesum staði kann standa sum ein stakbygningur og hervið bera sermerki og tign, sum Tjóðleikhúsið og virksemið í húsinum eigur at hava.

- Eitt tjóðleikhús á hesi staðseting, sum er lutfalsliga nær Kongabrúnni, kann virka sum ein inngongd ella ein portalur til miðbýin, bæði frá sjógvi og landi.

- Samstundis kann staðsetingin tillagast í mun til bryggjukantin og landslagsrúmið um Eystaru Vág, soleiðis at byrningurin ikki ger seg inn á útsýnið á havnarøkið ella á Tinganes.

- Útiøkini verða sjónlig frá býnum og bjóða gangandi til sjónleik, ella at fara til gongu framvið bryggjukantinum.

- Henda staðsetingin letur upp fyri tøttum sambandi við miðbýin, soleiðis at býarlívið og mentanarlívið verður víðkað til eisini at fevna um Tjóðleikhúsið og tey rúmini, bæði inni og úti, sum verða skapað har.

- Atkoma fyri koyrandi kann verða eftir Havnargøtu, sum bindur miðbýin til teir størru ferðsluvegirnar í býnum og til ringvegin yviri við Strond.

- Parkering kann skipast á landsynningspartinum av havnarøkinum, og vørukoyring til og frá húsinum kann skipast í sambandi við parkeringsøkið, uttan at vera til ampa fyri økini, sum venda móti vágni, ið rúma góðar møguleikar fyri fríløtuvirksemi.

- Ein staðseting við Bursatanga kann harafturat verða fyrsta stigið í einari býarmenning á Eystaru Bryggju, verður sagt í niðurstøðuni.

 

Anna Seppälä í Steinprenti

IMG_2345.jpg

Leygardagin 6.mars klokkan 15-17 letur upp framsýning við vatnlitamyndum og collage hjá finsku listakvinnuni, Anna Seppälä í Steinprenti. Myndirnar hjá Onnu Seppälä eru vakrar, lívsfegnar og litríkar, samstundis sum tær eru ekspressivar, dramatiskar, symbolskar og apokalyptiskar. Undirgangskenslan og vakurleikin sýnast intenst skyggjandi sum í dapurfagra filminum Melancholia hjá Lars von Trier.

Trø, plantur og blómur eru týdningarmikil myndevni hjá listakvinnuni. Í myndum av trøum og fólkum lýsir hon hvussu alt hongur saman; hár og æðrar hjá menniskjanum vaksa saman við røtrunum á trøunum og á henda ítøkiliga hátt verður víst á samanhangin millum okkum og alheimin.

Ofta eru menniskju og bygningar endurgivin í lítlari stødd. Ístaðin eru tað náttúran og blómurnar, sum taka yvir júst sum í romantiskum málningum í 19.øld. Kortini er eingin ivi um, at hugsunarhátturin er modernaður. Hygg bara at coronamyndini í erva av sóttarhaldsútsýni gjøgnum eitt vindeyga yvir á háhús og myrkabláviolettan himmal og so fremst í forgrundini í vindeygakarminum stendur ein appilsingulur urtapottur við reyðum blómum og lýsir alt myndarúmið upp sum neyðrakettir á nýggjárinum.

Anna Seppälä er væl kend listakvinna í føroyska listaumhvørvinum her hon hevur framsýnt í yvir tjúgu ár bæði á bólkaframsýningum, ólavsøkuframsýningum og á serframsýningum.

Kinna Poulsen

IMG_2346.jpg



Nýtt yrkingasavn hjá Tóroddi Poulsen FYRIBILSNI

fed3b0387a786a49fbd5663024044632fda29a86_w1152_h0_fS.jpg

Sambært heimasíðuni hjá Sprotanum er nýggj bók hjá Tóroddi Poulsen komin. Tíðindaskrivið ljóðar soleiðis:

Úr hjáorðinum fyribils – fyri fyrst - fáa vit nýggja navnorðið fyribilsni - ovfarni av onkrum slagi - , sum helst eingin visti bar til, tí orðini høvdu ikki verið sett saman soleiðis áður. 

Men tað ber til, tað ger Toroddur ferð eftir ferð, og hetta stuttliga orðaspælið er framvegis eitt, ið eyðkennir hansara skrivingarlag. Klárar tú ikki at lata teg úr málfrøðiligu spennitroyggjuni og bróta nakrar reglur um orðasamanseting, fær Toroddur sikringarnar at bresta. Er málsligi hugaheimurin smidligari og liðiligari samansetttur, sleppur tú við á stuttliga ferð.

Kanska merkir samansetingin fyribilsundran – kanska okkurt tú bara undrast á eina løtu, áðrenn tað sum alt annað verður bara vanligt-  ella ovfarni fyri onkrum ella okkurt heilt triðja. Tú sleppur sjálv at tulka.

Tá ið Tóroddur ger hesar málsligu finturnar, skákar hann okkum inn á onkran tankarás, har vit ikki hava verið áður. Orðini geva okkum lykil at síggja samanheingi úr óvanligum vinklum. Tá ið tað hepnast, vekur tað undran og undirhald og skemt. 

Dømi um ein slíkan eitt sindur abstraktan orðamáling, sum ikki trupul at skilja, men verður málaður við raffineraðu penni, er henda:

Landslagið
er smurt
inn í slipsið
hann hevur
lagt frá sær
oman á
blómutyssið
hann ikki
vildi hava

ikki bara tí
at tað
var sveipt
í plast
men eisini 
tí tað varð
latið við
linum
lógvataki

Lív Maria Róadóttir Jæger í uppskoti til bókmentavirðisløn

121054951_10157700543081985_8856014758045680753_o.jpg

Uppskotið frá føroysku tilnevningarnevndini at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár er yrkingasavnið Eg skrivi á vátt pappír eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger. Forlagið Eksil gav út.

Í grundgeving skrivar nevndin m.a, at yrkingarnar í bókini eru festar í viðurskifti millum menniskju og í sambond við tekstir hjá øðrum yrkjarum, høvundum og heimsspekingum. Í støðum eru lýsingarnar einfaldar og greiðar, næstan sum vóru tær neyvar greiningar av hugtøkum ella fyribrigdum í gerandisdegnum, og so brádliga verður málið sansaligt, ein eygleiðing verður tulkað ella eitt minni verður til eina mynd. Yrkjaraegið er barn, tannáringur, lesandi, vaksin, men sjónarhornið í yrkingunum er støðugt kannandi. 

Ávís viðurskifti og persónar ganga aftur, týdningarmest av øllum er ein omma, “saftiga reyðgul”, og barn hennara, sum druknar í eini á.

Tað er ikki lætt at skriva á vátt pappír. Vátt pappír ger mótstøðu. Tað sýgur skriftina í seg. Orðini loysast kanska upp og fara at líkjast øðrum orðum enn teimum, sum ætlanin var at skriva. Tann, sum upplivir, sansar, sær og hugsar í yrkingunum hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, skrivar á vátt pappír.

https://www.norden.org/da/news/her-er-de-nominerede-til-nordisk-raads-litteraturpris-2021

 

 

VÁRFRAMSÝNINGIN 2021

Varfram2021_Mynd.jpg

Felagið FØROYSK MYNDLISTAFÓLK skipar fyri framsýningini

Framsýningin er á LISTASAVNI FØROYA

Innlatingarfreist fyri uppskotum er 1. apríl 2021 á miðnátt

Fernisering er fríggjadagin 16. apríl kl. 16.00

Framsýningin er opin 17. apríl til 16. mai 2021

Várframsýningin er sensurerað, tvs. at ein úrvalsnevnd velur burtúr úr innkomnu verkunum. Úrvalsnevndin er samansett av listafólki, og hon skipar fyri framsýningini og velur út millum innsendu verkini.

FRÍTT MYNDAEVNI

Til Várframsýningina 2021 er myndaevnið frítt, tvs. at listafólkini sjálv velja, hvat tey mynda.

Í úrvalsnevndini fyri Várframsýningina 2021 eru Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Randi Samonsen

VEGLEIÐING FYRI INNLATING AV VERKUM TIL METINGAR

HVØR KANN LATA VERK INN TIL METINGAR Á VÁRFRAMSÝNINGINI?

Øll kunnu lata verk inn til metingar - bæði einstaklingar og bólkar. Úrvalsnevndin leggur dent á, at ALLAR listagreinar hava áhuga. Tað veri seg myndlist, installatións­list, videolist, ljóðlist, framførslulist osfr.

 NÆR ER UMSÓKNARFREISTIN?

Verkini skulu latast inn við telduposti, tvs. við talgildari skjalprógvan av verkunum. Teldupostadressan er varframsyning2021@gmail.­com, og umsóknarfreistin er 1. apríl 2021 á miðnátt

 HVUSSU NÓGV VERK KUNNU LATAST INN?

Til ber at lata í mesta lagi 10 verk inn, líka mikið hvat slag av tøkni er nýtt. Videoverk og tílíkt kann eisini latast inn sum eitt leinki til heimasíðu ella líknandi. Verkini skulu helst ikki vera eldri enn 2 ár.


HVAT SKAL LATAST INN SAMAN VIÐ VERKUNUM?

Verkini skulu latast inn við telduposti. Skriva navn, bústað, tlf. og teldupost saman við einum lista fyri verkini, eins og greitt frá niðanfyri. Um talan er um prentlist ella foto í fleiri eintøkum, ber til at skriva tað á listan.

 

Dømi:

Sára Olsen, Onkurgøta 2, 100 Tórshavn, + tlf.nr xxxxxx, teldupostadressa xxxxxxx.

Nr

Heiti

Tøkni

Stødd

Nøgd (prent ella foto)

Prísur

1

Morgun

í mai

akryl

30x40 (longd x breidd)

 

5.000

2

Kvøld

foto

40x40

5 eintøk

1.500

Um tú vilt, kanst tú skriva eitt lítið petti um tankar, hugskot o.a. til verkini. Tað kanst tú gera niðri undir talvuni. Dømi:

Tankar fyri nr. 1: Litirnir eru frá einum sjáldsomum morgni.

Hugskot fyri nr. 2: Óunniligt kvøld aftan á strævnan dag. Havi arbeitt fram ímóti at lýsa kensluna í formum og litum.

 

NÆR OG HVUSSU FÆR EIN BOÐ, UM VERKINI ERU ÚTVALD TIL FRAMSÝNINGINA ELLA IKKI?

Avgerðin hjá úrvalsnevndini verður send út við telduposti. Umsóknarfreistin er 1. apríl 2021 á miðnátt, og svar verður sent út nakrar dagar seinni, tá ið úrvalsnevndin hevur gjøgnumgingið verkini.

 

UM EITT VERK VERÐUR VIÐ Á FRAMSÝNINGINI, HVØR STENDUR SO FYRI UPPHEINGING/UPPSETING OG ØÐRUM Í TÍ SAMBANDI?


Úrvalsnevndin avger, hvussu verkini verða hongd upp.

 HVUSSU ER VIÐ TEKNISKARI ÚTGERÐ?

Listafólk, ið lata verk inn, sum krevja útgerð s.s. uppvørpu, skerm, ljóðanlegg osfr., hava sjálv ábyrgdina av hesum, og tilhoyrandi tekniska útgerðin skal latast inn saman við verkunum. Til ber at spyrja seg fyri hjá úrvalsnevndini á teldupostadressuni varframsyning2021@gmail.com  áðrenn umsóknarfreistina.

 

NÆR OG HVAR SKULU ÚTVALD VERK LATAST INN?

Tey verk, sum eru útvald til Várframsýningina2021, skulu latast inn á Listasavn Føroya 12. apríl 2021 kl. 12. Listafólkið stendur sjálvt fyri flutningi av verkunum, bæði til og frá Listasavni Føroya. Verkini eru tryggjað, meðan tey verða sýnd fram á Listasavni Føroya frá 12. apríl fram til 17. mai 2021.

 

UM EITT VERK VERÐUR SELT?

Verður eitt verk selt, verður 20% av prísinum á verkinum latin felagnum Føroysk Mynd­listafólk. Tískil skal hetta vera íroknað prísinum á verkunum. Peningurin verður útgoldin listafólkinum, tá ið keyparin hevur goldið alla upphæddina til Føroysk Myndlistafólk.

 

ÓSELD VERK

Óseld verk skulu heintast á Listasavni Føroya, tá ið framsýningin letur aftur, í seinasta lagi mánadagin 17. mai 2021.

 

SPURNINGAR OG IVAMÁL

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi Várframsýningini 2021, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á varframsyning2021@gmail.com

 Vinarlig heilsan

 Úrvalsnevndin fyri Várframsýningina 2021

Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Randi Samonsen

Ásmundur Poulsen 90

Ásmundur Poulsen fotografur.JPG

IN MEMORIAM

Í dag, 22.februar eru 90 ár síðani, at pápi mín, Ásmundur Poulsen (1931-2007) var føddur. Ásmundur var Eiðismaður, men búði meginpartin av lívinum í Havn, har hann bygdi hús uppi á Lützenstrøð/Sólteigi saman við mammu, Esther Poulsen, sum hann giftist við í 1952. Saman fingu tey tríggjar døtur, Berghild, Halldis og undirritaðu. Hann arbeiddi í nógv ár á telefonstøðini og fotograferaði í góð hálvtrýss ár, fyrst sum áhugafotograf, men hetta vant uppá seg, inntil foto gjørdist hansara yrki. Hann fór at geva út postkort við myndum av føroyskari náttúru og gav eisini út eina røð av myndabókum “Føroyar í myndum”. Umframt Føroyamyndirnar, sum ikki minst ferðafólk í Føroyum munu kenna, tók Ásmundur Poulsen eisini áhugaverdar myndir av býar- og bygdaløgum, av fólkum og landsløgum og til ymisk høvi. Fleiri av hesum myndum vóru framsýndar í Steinprenti í 2013, tá eisini eitt katalog varð givið út á Forlagnum í Støplum hjá John Dalsgarð við myndunum á framsýningini.

Eg var stutt sagt heilt forferdiliga góð við Ásmund Poulsen – var babbasa genta um ein háls og hann var ein ómetaliga góður og kerligur pápi, tá hann var tað. Við babba fylgdu myndir. Tons av myndum og nógvar myndir liggja eftir hann bæði ítøkiliga og ymsastaðni í minninum. Eg hugsi, at hann hevur verið eitt sera visuelt orienterað menniskja, men tað var mamma eisini við sínum serliga ansi fyri vakurleika í heiminum fyri blómunum á borðinum og málningunum á veggjunum.

Ein mynd sigur meira enn túsund orð, verður sagt. Um eg hugsi meg um, so hevur umhvørvið neyvan nakrantíð verið so myndríkt sum tað er beint í løtuni. Vit verða díkt undir í myndum í telduspølum, sosialum miðlum, í reklamum, tíðindum, undirhaldi og diversum infortainment í einum støðugum myndastreymi gjøgnum sjónvørp, teldur, bløð, smartfonir osfr. Spurningurin er tá hvørt túsund myndir megna at siga tað stóra, um allar tær myndaligu útsagnirnar ikki eru í vanda fyri at vera eltar saman til ein visuellan ellubita, ið at enda kann elva til visuelt apati. Eg veit tað ikki, men eg í hvussu er til eitt ættarlið, sum er tað seinasta føroyska ættarliðið, ið náddi at uppliva ein barndóm meira ella minni uttan sjónvarp. Vit sóu film, tá tað var føðingardagur hjá børnum í húsum, har tey áttu filmsapparat. Onkran Gøg & Gokke film hevur mann sæð til húðleysheit og mann visti akkurát hvussu fratørur tann tjúkki bleiv, tá hin klæni gjørdi okkurt býtt og so var tað hin filmurin við bjørnunum, sum eta allan matin frá einari familju í onkrum skógi - tað man vera nakað tað fyrsta, eg yvirhøvur minnist - ljóðið av einum 16 mm filmsapparatið kann framvegis geva mær lukkukenslur heilt niður í búkin. Annars vóru vit í Havnar Bio viðhvørt, tá barnafilmar vóru á skrá og so var visuelt undirhald av ymiskum slag til jólafestir bæði í Frelsunarherinum og Mimir, har vit sóu ávikavist bíbliusøgur sagdar gjøgnum filtfigurar á filttalvum og stuttligar Skipper Skrekk teknifilmar á betamax video.

Nú eg hugsi meg um, hevði eg kanska ein óvanliga myndríkan barndóm. Í stovuni í barndómsheiminum hingu málningar allan vegin runt, minnist, at tað var serliga nógv gjørt burtur úr einari kubistiskari kompositión hjá Hans í Mikladali, sum gestirnir ofta høvdu á orðið og ikki altíð positivt, men tað legði babba einki í. Hann elskaði málningin, sum hevði sítt sjálvsagda heiðurspláss uppi yvir sofuni, men eisini hingu málningar, tekningar og prent hjá Amariel Norðoy, Zachariasi Heinesen, Janusi Kamban og Óla Egilstrøð í barnaheiminum uppi á Lützenstrøð.

Fotomyndir og fototøkni vóru alla staðni í húsinum og also ikki bert á vegginum. Í køliskápinum lógu Kodak og Agfa filmsrullur. Á køksborðinum stóðu viðhvørt íløt við veskum til framkalling og niðri í kjallaranum í postkortrúminum stóðu eskjur við fleiri túsund postkortum við føgrum litmyndum úr Føroyum stáplaðar omaná hvørja aðra, myndir, myndir og meira myndir. Eg plagdi at taka kort upp úr gólvinum til pápa eina góða vinkonu, hesin virðismetti og samlaði uppá hesi postkortini, tó at tey vóru eitt sindur meiðslað. Hann var sjómaður og hevði altíð góða tíð at práta við okkum børn, tá hann var heima, honum dámdi at granska hesi postkortini og at gita hvar í Føroyum tey vóru tikin. Á einum stóli í postkortrúminum í kjallaranum, lógu nakrar av myndabókunum “Føroyar í myndum” og so stóðu tvær støvutar eskjur, ið eingin nakrantíð nart við. Hetta vóru eskjur av einum ávísum postkorti, sum ímyndaði grindadráp og sum babba treytaleyst noktaði at selja eftir at mótstøðufólk móti grindadrápi vóru farin at gera um seg í fýrsunum. Inni í einum øðrum rúmi í kjallaranum stóð tað stóra, tunga, vakra skriviborðið, sum kanska ikki var úr mahogni, men tað mundi vera líka við. Skuffurnar vóru prúðar við messinghaldi, á tremur í myndum. Hetta vóru svarthvítar myndir frá fyrr í tíðini, einari óhugsandi tíð, tá eg ikki var til. Eg plagdi onkuntíð at fara inn í hetta rúmið at blaða í myndarúgvuni og hyggja at myndum av foreldrunum, ið sóu so merkiliga ung og glað út. Eg var hugtikin og tortrúgvin um somu tíð og ógvaðist við tankan um ikki at vera til, tá hesar myndir vóru tiknar.

Eg helt altíð, at pápi mín var øgiliga umstendiligur, tá hann tók myndir. Óansæð hvussu einføld uppgávan tóktist, tók tað altíð drúgva tíð at taka ta røttu myndina og tað var troyttandi at bíða. Í Listasavninum skuldi Jarðarferðin hjá Mikines fotograferast og tað var ikki so lætt, tí hon var so myrk og blits skygdi ov illa, so har stóð eg í tímansvís (ella soleiðis minnist eg tað) við eini hvítari paraply fyri at spjaða ljósið frá blitsinum. Í myrkakamarinum tók tað aftur ein ævinleika at velja út og at viðgera myndirnar og aftaná var tilskering eisini neyðug til tíðir. Hann málaði á yngri árum og legði seg tá eftir nøkulunda sama romantiska stíli sum sínir bygdamenn, Niels Kruse og Óli Egilstrøð. Málningurin av Eiðis bygd, sum Sigfried Skaale keypti á Ólavsøkuframsýningini í 1955 er góður, haldi eg - ikki minst tá hugsað verður um, at málarin onga útbúgving hevði. Eg fekk málningin fyri nøkrum árum síðani frá vinmanni mínum, Annfinni í Skála úr barndómsheiminum, har bróðir hansara, Jógvan Asbjørn Skaale búi. At tað sindrið av listarligum sjálvsálitið, sum Ásmundur Poulsen einaferð hevur havt hvarv, er eftir øllum at døma Hans í Mikladali fyri at takka. Hans hevði biðið hann um at gevast, plagdi babba at siga við einum sorgblíðum brosi, men hann hevði so mikið stórt álit á Hans í Mikladali, at hann ongantíð ivaðist í, at listamaðurin mundi hava rætt rætt í síni meting. Babba hevði øgiliga stóra virðing fyri list og listafólkum og hann kallaði ongantíð seg sjálvan fyri listafólk. Hann var forrestin ikki tann einasti, sum setti skott í millum foto og list. Tí foto var í mong ár og ikki bara í Føroyum mett sum rein mekanisk reproduktión og einki annað. Á einum fundi í Photographic Society í London í 1850´unum helt ein av limunum, at hetta nýggja tøknið var ov turrisligt í mum til málningalistina, tí tað ikki megnaði at lyfta hugflogið. Sjálvt um listaframsýningar hava verið við fotomyndum, hevur gamla fatanin av fototøkninum sum eitt mekaniskt skrásetingartól dominerað heilt fram til okkara dagar nú tað spakuliga er góðtikið sum listarligt tøkni eins og øll onnur listarlig tøkni.

Ásmundur Poulsen slepti ongantíð myndunum. Allar hansara myndir eru ikki líka áhugaverdar, men summar teirra hava varðandi virði. Tí hyggur tú at teimum í dag, er okkurt serligt við teimum. Eitt nú tykjast tær merktar av óvanligum nærlagni í kompositión og skuggaárini og stílsliga eru tær eisini serstakar. Fagurfrøðiliga kundu summar mint um Hollywood filmar frá fýrati- og fimtiárunum. Myndin av AUTO hevur júst hetta serstaka film noir huglagið av eini einsligari býarnátt, sum vit kenna frá filmunum. Men babba dámdi serstakliga væl at ganga í biograf, og í summum av hansara svarthvítu myndum sæst sama lyndi til at fokusera uppá ein ella fáar figurar í einum atmosferiskum myndarúmi, har smálutir og heild í myndini samskifta og mynda eina samanhangandi heild. Portrettmyndirnar innihalda í fleiri førum eina tulking av persónsmenskuni hjá teimum, sum hann fotograferar, t.d. í eini mynd av Eiðismanninum Olivar á Mýruni, har linjurnar í húsunum í bakgrundini ganga á skák av linjunum í tí portretteraða andlitinum við tí úrsliti, at portrettmyndin gerst óvanliga dynamisk. Andlitið er gjørt eitt sindur kámt og hetta hevur við sær, at eyguni tykjast enn meira klár og gløggskygd sum skoða tey framvið okkum og síggja okkurt, sum áskoðarin ikki sær. Dupultportrettið av Lisu og Williami Heinesen er óvanligt við tað, at tað er profilurin á frúuni, sum er í fokus, meðan sjálvt stjørnuskaldið næstan kámast burt í einum fittligum brosi. Stjørnuklár er stilleben-kenda uppstillingin av drekkamunni høgrumegin í forgrundini, við teimum báðum paraligu seruttpakkunum, ið tykjast staðfesta okkara varhuga av einum harmoniskum parlagi. Og kanska er tað júst hetta við harmoni ella við samsvari millum fleiri partar í myndini bygnaðarliga ella innihaldsliga, sum ger hesar myndirnar hjá Ásmundi Poulsen til nakað serligt.

 

Kinna Poulsen

babbaauto.jpg
babbaføroyingur.jpg
babbawilliam2.jpg
postkort.jpg
IMAG1125.jpg
Asmundur-Poulsen-917x640.jpg
153244961_129698912373107_3870930295807208438_n.jpg
152903105_701028393904229_6057495886038857623_n.jpg
153092497_1163237924110502_141449556155458480_n+%281%29.jpg
153238343_2895405334114371_7989666544913768634_n.jpg

Vikuyrkingin til minnis um Vár

v%C3%A1r+mynd2.jpg

Vikuyrkingin í Dimmalætting er hetta vikuskiftið til minnis um Vár í Ólavsstovu. Yrkingina skrivaði Carl Jóhan Jensen fyri einari viku síðani, tá deyðsboðini komu av Vár, ið brádliga andaðist bert 62 ára gomul. Vár var so mangt, hon var málfrøðingur og lærari og hevur síðstu tíðina m.a. staðið á odda fyri nýggju føroysku námsfrøðiligu útbúgvingini fyri miðnámsskúlalærarar á Fróðskaparsetrinum. Hon hevði eisini alstóran áhuga fyri bókmentum – ikki minst fyri yrkingum.

Vikuyrkingin er ein haikuyrking, sum upprunaliga er japanskur yrkingarháttur við ávísum krøvum. Haikuyrkingar skulu hava tilsamans 17 stavilsir í trimum reglum við ávikavist 5, 7 og 5 stavilsum. Yrkingahátturin er eisini nógv nýttur av vesturlendskum modernistum, sum síggja møguleikar í einfalda skapinum og innihaldsliga sambandinum, sum yrkingaslagið knýtir millum náttúru og tilveru. Í yrkingini verða náttúran og veðurlagið lýst. Tað várar, toyar, og kavi og ísur tiðna. Sjálvt um tað er myrkt, er okkurt, ið lýsir. Hetta plagar at vera sólin aftan fyri skýggini, men nú eru tað minnini, ið lýsa myrkrið upp. Samstundis sum mótsetningar merkja yrkingina, skapar hon í huganum eina ómetaliga vakra mynd yvir minnið um Vár.  

 

Haiku til Vár 13. februar

 

Toybil í myrkri,

Rendur hvítna á skýggjum,

Minnini lýsa.

Sjónminni

hansinaiversen.jpg

Tað er heldur sjáldan, at eg, sum skaldið segði í eini flaggrøðu, sum ikki var ein flaggrøða, havi eitt tómt blikk í høvdinum. Har er altíð okkurt, sum mann skal, okkurt, sum liggur og bíðar, eingin tíð at bíða tolin og tóm. Júst tá tómleikin er við at etablera seg, dagar fram okkurt skap beint vinstrumegin tað tóma. Tað er millum annað reytt og eg havi vist sæð tað í Steinprenti. Merkiligt hvussu einstøk listaverk leggja seg í minni næstan uttan, at tú hevur varnast tað sjálv. Sum árini gerast fleiri, fjølgast eisini hugans listaverk. Litir, skap og strok, ið einaferð lógu á einum myndaflata ella vóru partar av eini standmynd, sum onkur hevði evnað til úr sínum egna huga, men sum gjørdust partar av tínum visuella minni. List er at deila. Púrasta open source. Nógv verður hugsað um og granskað í hvussu okkara fyrstu, grundleggjandi upplivingar ávirka okkum visuelt. M.a. verður ført fram, at tað, tú hómar í móðirlívi, man taka seg nokk so abstrakt út eins og ókend skap og skuggar, og at fyrstu upplivingar okkara tessvegna vóru nonfigurativar. Men sjálvandi høvdu hesir skuggar skap, um so móttakarin ikki var førur fyri at samanbera teir við lutir, ið eru kendir úr verðini uttanfyri. Eg veit ikki um eg trúgvi uppá, at vit koloristiskt eru ávirkað av okkara byrjan. Um so var, skuldu fleiri myndir kanska verið boppufarvaðar. List kemur av list, eisini í hasum førinum snýr tað seg um at deila og at fyrihalda seg til og kanska gera upp við listafólk undan tær. Men hvussu vorðin er boppulitur? Tað valdast jú boppur. Fyri meg er tað kanska eitt sindur sum liturin á einum lítlum stoyptum gipsverki hjá Jóhan Martini Christiansen, FRAGILE (sí niðast), men kanska er tað meira kenslan av hesum sterka, skroypiliga, fjálga, mjólkaturra, reina og mjúka tilfarinum, sum fær meg at hugsa tann vegin? Sjálvt um tað er ein gipsavstoyping av pappi elur hon fram kensluna av eini spentari membran við æðrum og flótandi lívi innanfyri. Sum listamóttakarar eru vit sjálvi íognarar av hvussu eitt verk verður fatað og definerað. Eitt verk sum FRAGILE minnir okkum á, at vit grundleggjandi eru menniskju í heiminum við teimum førleikum og avmarkingum, sum hetta hevur við sær og tað er okkara útgangsstøði í øllum, eisini í listini. Vit hóma bara heitið á listaverkinum ovarlaga á myndaflatuni, speglvent, tá tú blinkar hvørvur tað, men stingur seg kanska fram aftur, tá tú hyggur nærri. List er treytað av okkara sansum og okkara sjónarmiði. Alt, ið vaksur seg so mikið stórt, at tað kemur út yvir útsýnið og sjónarringin, sýnist abstrakt. Tað sama er galdandi fyri tað, ið er so langt burturi, at vit ikki reiðiliga síggja tað. Reytt er ein heitur litur, tí blóðið er heitt og okkara, meðan blátt er kaldari og størri, tí at umhvørvið, himmal og hav eru tað. Men hyggja vit at einum málningi sum honum her omanfyri hjá Hansinu Iversen, tykist tað rættiliga fátæksligt at lýsa reyða litin við einum temperaturmetafori. Hann er alt møguligt annað og tykist næstan aggressivt svakur, løgin og sjálvsagdur í sínum bastantu formatiónum upp móti ljósagráa litinum uttanum og myrkagráu, violettu og ljósagulu strokunum og litfarrunum á myndini. Reyðu skapini eru nonfigurativ, men geva kensluna av byggielementum, ið verða brúkt eins og arkitektoniskir bygnaðir eins og rammur, ið mynda kensluna av holum, portrum og hurðum inn í myndaflatan. Henda kenslan av ljósi ella myrkri, sum vit bara hóma aftan fyri skýggj, fjøll, húð ella hurðar, festir í minni um upplivingar og royndir og tendrar tulkingar um lív, deyð og komandi landsløg.

  • Bæði verkini kunnu síggjast á framsýning í ávikavist Steinprenti og Víngarðinum

jm.jpg

List í Havn

koba.jpg

https://kvf.fo/sending/lyst?sid=120131

Sjónvarpssendingin Lyst hevur verið inni á gólvinum í Víngarðinum, har framsýningin við gipsverkum hjá Jóhan Martini Christiansen er at síggja í kvøld og í morgin 13.februar. Í Steinprenti hongur ein framsýning hjá Hansinu Iversen, sum eisini er framúr og sum kann síggjast í morgin.

149608446_10225586593554679_8276416257401070613_n.jpg


Hansina Iversen - Steinprent

Hansina Iversen - Steinprent

147507916_5038189026252236_4351972051724003249_n.jpg
150210719_10225586593954689_2348712305150272450_n.jpg
143633897_265499921655123_7102515145697843164_n.jpg
Hansina Iversen

Hansina Iversen




Ein merkilig vika

lgbt.jpg

Vikan var sjáldsama hendingarík og ikki kann sigast, at hon beinleiðis økti um álitið á politisku skipanina. Fyri mentamála- og uttanríkismálaráðharran (ella øvugt) Jenis av Rana man vikan hava verið strævin. Tað sama hevur hon verið fyri okkum onnur. Um mann sum borgari hevur fylgt við í tíðindunum hesa vikuna, so situr mann eftir sum kettan á myndini her omanfyri við hárinum í andarisi, skegginum í postkassanum og eini heilt løgnari kenslu av, at landið í løtuni siglir sín egna sjógv uttan mál ella mið - eisini hóast tað gongur væl við coronu og tað eyðsýnliga eru merkiliga nógv skilagóð fólk í føroyska samfelagnum eisini tvørtur um politisku vengurnar.

Fyrst var tað viðgerðin av uppskoti um at javnseta samkynd foreldur við onnur foreldur í barsilsskipanini og har var sjálvandi tann sama balladan og somu pínligheitir í løgtinginum júst soleiðis sum tað er hvørja ferð er, tá sonevnd ”etisk” mál eru á skrá. Ein viðgerð, ið kulmineraði við einum diplomatiskum haltkjaftbommi av einum uppskoti um ikki at brúka orðið samkynd, men annars geva teimum tað, tey vildu. Og helst var hetta væl meint, men ómetaliga niðrandi má tað følast hjá menniskjum, sum hava barst fyri júst hesum at tora at seta orð á tað, tey eru, og sum okkara samfelag hevur gjørt teimum so torført við okkara stirvnu og óttafullu normalitetsdefinitión.

Henda dagin, tá málið skuldi atkvøðast og tíverri fall, var øll Havnin yvirmeiggjað av grafitti. Sambært tekstinum, ið bæði manglaði ð og empati (umframt vanligt vit og skil), merkir Antikrist á leið tað sama sum LGBT. Hvør hevur skrivað henda ørliga tekstin og hví kann mann altíð gita um - kanska er tað áhugaverdari og eitt sindur øvugt uggandi at síggja hesa ekstremu meiningina førda fram sum anonyma grafitti. Tí grafitti plagdi ikki at vera formurin hjá slíkum meiningum í Føroyum. Fyri ikki so langari tíð síðani var tað í lagi alment at demonisera okkara medmenniskju á tílíkan hátt. Grafitti er ikki málið hjá maktini og hoyrir søguliga til undirgrundsminnilutar, sum orða seg ólógliga og í loyndum. Fyri meg er grafittiformurin enn eitt positivt tekin um, at avgerðin í løgtinginum ikki avspeglar tað, sum flestir føroyingar og bæði bispur og Jóhan Dahl meina, at tílík útihýsing av einum samfelagsbólki ikki ber til í 2021.

Eitt annað mál stakk seg upp sum ketta upp úr høvdatrog í einum donskum miðli, sum boðaði frá, at ein stórur radari fyri milliónir skuldi setast upp í Sornfelli. Mentamála- og uttanríkisráðharrin ella Uttanríkis og mentamálráðharrin heldur uppá, at hann hevur ikki lovað dønum nakað sum helst. Nú náddi man annars at blíva eitt sindur fjálturstungin av hasari samgonguni, sum vil umskipa landsbankan og serliga minka um serfrøðina á hasum økinum og sum harafturímóti hevur funnið uppá at stovna eitt trygdarráð fullkomiliga fyriuttan serfrøði. Til alla eydnu hevur løgmaður nú staðfest, at Trygdarráðið ongar heimildir hevur, men hví seta tað á stovn? Tað kundi mann spurt um. Og kann tað veruliga passa, at vit í 2021 ikki hava nakran instans, sum við serfrøði og skili arbeiðir og í fleiri ár hevur arbeitt? Tað ljóðar ófrættakent.

- Eitt triðja mál frá brátt farnu, rokaligu tíðindaviku, sum eisini hoyrir til økið hjá Jenisi av Rana, er tann ólukkuliga sannroynd, at okkara listafólk eru í neyð. Tað er ikki nakað nýtt - ikki minst tónleikarar hava ført hetta fram fleiri ferð hetta seinasta árið uttan at nakað munagott er hent. Og so er spurningurin um tað kanska er ov nógv at hava mentamál og uttanríkismál í einum málaráði?

Jóhan Martin Christiansen Summer Night City í Víngarðinum

Vingardurin_Plakat.jpg

Summer Night City er lætt klingandi heiti á framsýningini hjá Jóhan Martini Christiansen, sum letur upp í Víngarðinum leygardagin 6.februar klokkan 15-17.

Summarkvøldarbýurin var á sinni Stokkhólmur í sanginum, sum Benny Andersson og Bjørn Ulvaeus skrivaðu til Abba í 1978. Men hví velur ein føroyskur listamaður hetta sangheitið til eina framsýning í einum februarkøldum vetrarbýi sum Havnini? Kanska tí okkum tørvar ein fløva í hesu køldu coronatíð, men tað kemst møguliga eisini av hesum fullkomiliga dárandi blandinum av sakloysi og dekadansu, ið merkir lætta og væl framleidda discotónleikin hjá Abba. Nakað av hesum sama dupultleikanum er í listini hjá Jóhan Martini Christiansen, har tú bæði kanst uppliva stórt og strangt álvarsemi og eitt næstan eksplosivt ovfarakæti við fleiri samantvinnaðum træðrum við hópin av tilsipingum.

Summer Night City fevnir um nýggj gipsverk, sum Jóhan Martin Christiansen hevur stoypt. Útgangsstøðið er í fleiri førum pappkassar til vín, sum listamaðurin hevur gjørt avstoypingar av og á henda hátt tekur listamaðurin atlit til framsýningarstaðið, sum er ein vínbarr umframt gallerí. Listamaðurin var við til at prýða Glasir og tók eisini tá støði í bygninginum og byggiprosessini. Prosessin hevur sum heild stóran týdning í verkinum hjá hesum listamanninum - tað sigur kanska seg sjálvt, tá talan er um gips. Gips er eitt natúrligt miniral, sum verður blandað saman við vatni til eitt flótandi evni, ið síðan storknar. Tilfarið verður brúkt innan byggjarí, men hevur eisini sína heilt serligu listasøgu, har tað ikki minst hevur verið brúkt til kopiering av klassiskum standmyndum. Sostatt hevur gipsið sera ymiskar assosiatiónsmøguleikar, sum Jóhan Martin Christiansen er tilvitaður um - tær eru ein partur av fatanini av verkunum. Hann er hugtikin av tilfarinum og hvussu tað megnar at upptaka fótafar av øðrum tilfarum. Tað snýr seg also um spor frá einum tilfari, ið eru flutt yvir í eitt annað tilfar og soleiðis sæð kann mann siga, at verkini lýsa sína egnu skapanarprosess, sum er eitt við týdningin. Gipsverkini hjá Jóhan Martini Christiansen eru vorðin alsamt meira ekspressiv og fjølbroytt eisini tí hann í størri mun er farin at brúka litir í verkunum. Tessvegna kunnu verkini eisini fatast sum nonfigurativar myndir, ið bæði kunnu vera vakrar og poetiskar.

Hansina Iversen - vernissage

Myndin er frá fernisering við røðu og upplestri - her lesur T.S.Eliot: https://www.youtube.com/watch?v=Ga8tQrG4ZSw

Myndin er frá fernisering við røðu og upplestri - her lesur T.S.Eliot: https://www.youtube.com/watch?v=Ga8tQrG4ZSw

Í gjár, 30.januar læt framsýning við málningum og steinprentum hjá Hansinu iversen. Gott at vera til fernisering og at hitta fólk- næstan sum áðrenn corona. Eg seti nakrar fotomyndir inn her, men tit skulu fara í Steinprent at síggja listaverkini. Framsýningin er effektivur heilivágur móti vetrarmøði og myrkri og sama má sigast um upplesturin hjá Carl Jóhan Jensen. Hann las fyrsta part av síni týðing av kendu yrkingunum hjá T.S.Eliot, Four Quartets. Carl Jóhan Jensen nevndi, at Hansina Iversen skal myndprýða útgávuna, so kann mann gleða seg til tað.

“Tíðin nú og tíðin tá

Eru báðar kanska í tíð, sum kemur.

Er öll tíð eitt ævigt nú

Er öll tíð óendurloysilig.

Tað sum kundi verið er okkurt hugbært    

Og alsamt bert ein möguleiki

Í einum heimi av hövubrýggi.

Tað sum kundi verið og tað, sum var,

Ber móti sama málið, ið altíð er nú.

Í minninum ekkóar fótaferð                    

Oman götuna, sum vit ikki gingu

At portrinum, vit aldri lótu upp

Inn í rósugarðin. Soleiðis ekkóa

Míni orð, í tínum huga…”

IMG_0570.jpg
IMG_0529 (1).jpg
IMG_0583.jpg
IMG_0579.jpg
IMG_0548.jpeg
IMG_0530.jpg

Hansina Iversen sýnir fram málningar og prent í Steinprenti

143976711_3766501863417240_4067340493352850258_o.jpg

Pressemeddelelse FO/DK

Orðið er ógreitt, myndin er klár

Framsýningin í Steinprenti, við málningum hjá Hansinu Iversen, er sett saman av verkum, sum vóru við á framsýningini Speaking in Tongues í Møstings Hus, sum var framsýning saman við Jóhan Martin Christiansen í november og december 2020. 

Orsaka av koronuavmarkingum í Danmark, lat framsýningin aftur langt áðrenn tíð. Fleiri náddu ikki at síggja framsýningina av tí sama og tvørligt hevur verið at ferðast millum londini. So tað er ein kærkomin møguleiki, at kunna framsýna hesi verk í Havn, á gallarínum hjá Steinprenti á Skálatrøð.

Verkini eru sjálvandi hugsað til framsýningina Speaking in Tongues, men tey eru eisini sjálvstøðug verk, har hugsanin handan tey framvegis er galdandi. Málningarnir á framsýningini, sum hevur fingið heitið “Orðið er ógreitt, myndin er klár”, eru abstraktir og heitið vísur á myndaheimin, sum gerst ítøkiligur hjá listafólkinum. Orðini til at lýsa myndinar eru ring at finna, men tey eru neyðug til at greiða øðrum frá óhondgrípuligu og ósjónligu tonkunum. Málningurin/myndin er ein máti at samskifta við tann, sum hyggur at. Men er uppfatanin universell? Og er tað av týdningi, at hon er tað?

Á framsýningini eru 12 oljumálningar, 5 av teimum hava ikki verið sýndir fram fyrr. Nýggja steinprent vera eisini at síggja. Hansina Iversen hevur arbeitt á verkstaðnum í Steinprenti seinastu 3 vikurnar og úrslitið eru nøkur liðug prent og royndir, ið arbeiðast skula víðari uppá. Málarí og steinprent eru høvus tilfarið hjá Hansinu. Eftirhondini er steinprentið vorðin ein so stórur partur av listarligu prosessini, at málaríið eisini ávirkast av tí. Prosessin er, at leggja litflatar oman á hvønn annan, sum blandast til fleiri litbrigdi og formar og skuggar av formum, sum hvørva undir løgunum. Mattir og blankir formar myndast av tunnum ella tjúkkum løgum og vísa upp aftur fleiri litir og formar. Soleiðis byggist ein mynd upp, fyrst við nøkrum strokum og síðan løg, har hvørt kemur eftir øðrum og endar við einari mynd, sum ikki upprunaliga var ætlanin, men sum heldur ikki var løgd nágreiniliga til rættis frá byrjanini.

Framsýningin letur upp leygardagin 30.januar kl 15-17 - framsýningin heldur fram inntil 27.februar.

IMG_0546.jpeg
IMG_0530.jpeg
IMG_0548.jpeg

 Ordet er uklart, billedet er klart

Udstillingen er sat sammen af værker, der var med på udstillingen Speaking in Tongues i Møstings Hus, som Hansina Iversen havde sammen med Jóhan Martin Christiansen i november og december 2020. 

På grund af corona-restriktioner i Danmark, måtte udstillingen imidlertid lukke langt før den skulle og derfor var der mange, der ikke nåede at opleve den. Det er derfor en kærkommen mulighed at udstille nogle af værkerne i Steinprents galleri i Tórshavn.

Værkerne er skabt til udstillingen Speaking in Tongues, men skal også betragtes som selvstændige. Malerierne på udstillingen, der har fået titlen Ordet er uklart, billedet er klart, er abstrakte og titlen henviser til billedkunstnerens univers, hvor ordene, der skal belyse billederne er svære at finde samtidig som de er nødvendige, når de skal formidle kunstnerens uhåndgribelige og usynlige tanker. Maleriet er en måde at kommunikere med beskueren. Men er opfattelsen af maleriet universal og er det vigtigt, at den er det?

På udstillingen er der 12 oliemalerier, hvoraf de 5 ikke har været udstillet førhen. Hansina Iversen har arbejdet i Steinprents værksted de sidste 3 uger og nogle af de ny litografier er med på udstillingen. Maleri og litografi er Hansina Iversens hovedteknikker og efterhånden er litografiet blevet en så stor og betydningsfuld del af hendes værk, at det også påvirker maleriet. Den litografiske proces påvirker slutresultatet. Rent beset handler processen om at lægge farveflader oven på hinanden, der så bliver blandet sammen til flere nuancer og skygger af former og skygger, der forsvinder og dukker op igen mellem matte og blanke farvelag i en komposition, der ikke er sådan som den oprindelig var planlagt, men som heller ikke var planlagt i detaljer fra begyndelsen.

Udstillingen åbner lørdag d.30.januar kl 15-17. Udstillingen fortsætter frem til 27.februar.

 

IMG_0529.jpeg

 

 

Outi Martikainen í Norðurlandahúsinum

143261885_3738067512954145_8997819805422094633_o.jpg

Mánadagin 1.februar og trettan dagar fram framsýnir finska listakvinnan, Outi Martikainen í Norðurlandahúsinum. Hon er útbúgvin tóvirkislistafólk og ger verk, sum bæði eru siðbundin og visuel.

Í Presage, ið er úr eini røð við trimum landsløgum, kannar listafólkið ymiskar støður á sama staði: Eitt landslag við eitt vatn. Har verður lufttættleikin, luktir, árstíðir, litir og samrøður við mammuna hjá listafólkinum skrásett.

Hetta sigur listafólkið um verkið:

“ Fyri at gera dygdina á einum landslagi um til eitt vovið listaverk, havi eg nærlisið hvussu til ber at fáa mildu rørslurnar, skygni og ljósið inn í eitt vovið tóvirki. Til endamálið havi eg funnið skyggjandi tógv. Ikki er tørvur á káplum og stungudósum, tí yvirflatan endurspeglast av ljósinum rundan um”

Fyri at geva verkinum samvirknar (interaktivar) møguleikar, hevur listakvinnan samstarvað við teldumannin, Aapo Rista. At síggja verkið gjøgnum eina LED-masku, gevur áskoðaranum eina kenslu av rørslu og skiftandi umstøðum í landslagnum.

Klæði
List, íð nýtir tóvirki, er sjálvandi ikki neyðtúrviliga meira evnislig enn so nógv onnur list, men tað evnisliga og sansaliga - vond, bygnaður, glansur, broyskni og mjúkleiki - tykjast meira avgerandi, meira átrokandi. Tá tað evnisliga gerst miðdepilin, so ger listaverkið vart við sína innantómu tilveru sum lutur, sum eitt ting. Hetta kann elva til at spurningar verða settir við vanligar fatanir um list. Fatanin av at listaverk onkursvegna eru hevja yvir lutir. Fatanin av at list er lítið verklig, at hon ikki hevur nýtsluvirði, at hon rætt og slætt ikki eigur at kunna nytast. Í 2020 og í 2021 varpar Norðurlandahúsið ljós á og fagnar list, sum nýtir tóvirki.

VIKUYRKINGIN 4


IMG_0743.jpg

Vikuyrkingin er heiti á einum teigi í Dimmalætting, har Bergur Djurhuus Hansen og Kinna Poulsen hvørja viku velja eina yrking, ið á onkran hátt er áhugaverd. Ongar avmarkingar eru í úrvalinum annað enn, at yrkingarnar skulu vera úr okkara samtíð ella kennast samtíðarligar. Aftrat yrkingini kemur ein mynd – tað kann vera eitt myndlistaverk ella okkurt annað, sum møguliga hóskar saman við orðunum í yrkingini. Hesa ferð hava bæði mynd og yrking sama upphav, t.e. Tóroddur Poulsen. Myndin er eitt steinprent við heitinum Minni frá 2007.

Yrkingin er úr BOND, ið tó, at tað er eitt savn fult av guddómleikum, av gróteinglum og yrkingum, sum ikki eta reytt kjøt, ikki er ein serliga frelst útgáva. Vikuyrkingin er tann fyrsta í savninum, og hon snýr seg um kirkjur, ið helst skulu vera so mikið opnar, holutar, fullar av opum og rivum, at guð við lítla g hoyrir okkum og fuglarnir eisini kunnu syngja saman við okkum. Kirkjan skal somuleiðis helst leka í neðra, so at sinnið sleppur á flot á tjørnum áðrenn tær frysta. Í yrkingini hómast ein trúgv uppá tað óperfekta og ein guð, ið er togaður heilt niður á jørðina. Hann er ikki tann almáttugi alvitandi, vit eru von at hoyra um. Hesin tykist meira menniskjaligur og dugir ikki at skoyta. Hann hevur tó gott sangoyra og er við øllum teimum, ið syngja úr sálmabókum, sum tola fuglaskvett og regn.

 

mær dámar best kirkjur

sum eru opnar í erva

so guð hoyrir okkum

og fuglarnir kunnu koma

inn og syngja við

um hvussu gott tað er

tá tað eisini lekur í neðra

og sinnið sleppur á flot

í sínum himmalsku tjørnum

áðrenn tær aftur frysta

og einglarnir teir sleppa

at vísa síni kynstur á skoytum

fyri einum stoltum várharra

sum sjálvur aldrin lærdi at skoyta

men sangoyra hevur hann gott

og syngur við í øllum røddum

úr sálmabókum sum tola

bæði fuglaskvett og regn

Kveikingarpakka til yrkislistina

Mynd: Banksy

Mynd: Banksy

Coronastøðan hevur nú vart í tíggju mánaðar. Hóast vit í Føroyum eru sloppin lutfalsliga lætt, gongur støðan serliga út yvir ávísar vinnur og bólkar - ikki minst innan undirhald- og listaøkið. Hesa vikuna varpar KVF-sendingin Nón ljós á støðuna hjá listafólkum og tí hava vit hoyrt samrøður við tónleikararnar, Mikael Blak og Una Debess um ómøguligu støðuna við ógoldnum rokningum, ið hópa seg upp og við Maritu S.Dalsgaard forkvinnu í LISA. Tey greiða øll frá tí sama, at ov fá listafólk fingu hjálp úr hjálparpakkanum, sum var ætlaður listafólkum. Longu í november heittu tey á politisku skipanina um at broyta lógina um hjálparpakkan, so hann hjálpir teimum, sum hann er ætlaður at hjálpa. Feløgini mæla til at gera ein nýhugsandi sonevndan kveikingarpakka til yrkislistina.

LISA ynskir ein kveikingarpakka, sum kann kompensera fyri avmarka áskoðara og -hoyrara tal hjá tí fríyrkisliga og sum kann veita stuðul til verkætlanir, ið eru tillagaðar korona støðuni. Harumframt ynskir LISA, at ALS hjálparpakkin verður latin uppaftur.

Vónandi verður lurtað eftir listafólkunum, so at vit ikki koma í ta vanlukkuligu støðu, at listafólkini fara í annað arbeiði - hetta hevði verið til óbótaligan skaða fyri føroyska framtíðarlist. Um tíðarskeiðið við farsóttini hevur lært okkum nakað, so er tað at virðismeta listina - ímyndið tykkum bara eitt sóttarhald uttan tónleik, film og bøkur.

https://kvf.fo/non?sid=119093

VIKUYRKINGIN 3


Marius+Olsen.jpg

Vikuyrkingin er heiti á einum teigi í Dimmalætting, har Bergur Djurhuus Hansen og Kinna Poulsen hvørja viku velja eina yrking, ið á onkran hátt er áhugaverd. Ongar avmarkingar eru í úrvalinum annað enn, at yrkingarnar skulu vera úr okkara samtíð ella kennast samtíðarligar. Aftrat yrkingini kemur ein mynd – tað kann vera eitt myndlistaverk ella okkurt annað, sum møguliga hóskar saman við orðunum í yrkingini. Í dag er myndin eitt silkiprent hjá Mariusi Olsen frá 1992.

Vikuyrkingina hesaferð skrivaði Øssur Johannesen. Hon stendur í yrkingasavninum TÁ EG HOYRI MÍNI EINSLIGU FÓTAFET MILLUM FØLNAÐI HEYSTBLØÐINI, sum Tutl gav út í 2014. Í nógvum av yrkingunum í hesum savni eru vit stødd á samfelagsins botni millum tey vesaligu í náttmyrkum barrum í Keypmannahavn og í Havn. Yrkjaraegið kennir seg einsamalt og hetta einsemið verður viðgjørt á ymiskan hátt - ikki sjáldan við patos og drama. Tá er huglagið heilt øðrvísi, einfalt staðfestandi í yrkingini Tokið, har einsemið hjá einstaklinginum verður til eina hugtakandi universala lýsing av deyða og einsemi eins og tilveruligar grundtreytir. Her er myrkur og deyði, men eisini lív og ljós í endurtøkuni av, at egið hevur tendrað eitt livandi ljós.

TOKIÐ

MEÐAN EG HOYRI

TOKIÐ KOYRA FRAMVIÐ

Í NÁTTARMYRKRINUM

OG SÍGGI LIVANDI LJÓSIÐ

EG HAVI TENDRAÐ

HUGSI EG

 

SOLEIÐIS FER DEYÐIN

EINAFERÐ AVSTAÐ VIÐ

MÆR EINSAMALLUR

SUM Í EINUM TOKI

OG LIVANDI LJÓSIÐ

SUM EG HAVI TENDRAÐ

Í KVØLD JA TAÐ

SLÓKNAR EINAFERÐ

Í NÁTT EINS OG EG               

Á føðingardegi William Heinesens

Mynd: Williamshús Tórshavn

Mynd: Williamshús Tórshavn

Hann verður enn neymdroppaður ofta og nógv og tað er væl skiljandi, tí William Heinesen er áhugaverdur á so mangan hátt sum skaldsøguhøvundi, yrkjari, myndlistamaður, brævskrivari, ummælari og kurator. Í fjør feiraðu vit hansara føðingardag við einari av fínu yrkingunum, sum hann hevur skrivað. Í ár við einum broti úr eini blaðgrein ásannandi hvussu stórur tørvurin er á kritiskari viðgerð á listaøkinum. Greinin hjá Williami Heinesen stóð í Fiskimannablaðnum (!) Nr.7 1956 undir heitinum Listamaðurin og áskoðarin, og eg havi lisið hana í William ummælir fagrar listir á síðu 126, WH lýsir triviallistina soleiðis við poliskum pokerface, sum mangan vísir seg at vera neyðugt í føroyskari listviðgerð: “Ynskir tú at eiga eina mynd t.d. av Eiði, Trongisvági ella Havn, vil ein sovorðin naturalistisk mynd endurgeva tað, tú hevur sæð og minnist, nógv betur enn eitt vanligt fotografi, nógv meira fjálgt og livandi. Sovorðnar myndir rópa menn ofta við einum fronskum orði “souvenirs” - áminningarmyndir..” .

139599804_237744737794213_361757367776801134_n.jpg
139052800_1037692913400232_6339979569634411807_n.jpg