Leygardagin 6.mars klokkan 15-17 letur upp framsýning við vatnlitamyndum og collage hjá finsku listakvinnuni, Anna Seppälä í Steinprenti. Myndirnar hjá Onnu Seppälä eru vakrar, lívsfegnar og litríkar, samstundis sum tær eru ekspressivar, dramatiskar, symbolskar og apokalyptiskar. Undirgangskenslan og vakurleikin sýnast intenst skyggjandi sum í dapurfagra filminum Melancholia hjá Lars von Trier.
Trø, plantur og blómur eru týdningarmikil myndevni hjá listakvinnuni. Í myndum av trøum og fólkum lýsir hon hvussu alt hongur saman; hár og æðrar hjá menniskjanum vaksa saman við røtrunum á trøunum og á henda ítøkiliga hátt verður víst á samanhangin millum okkum og alheimin.
Ofta eru menniskju og bygningar endurgivin í lítlari stødd. Ístaðin eru tað náttúran og blómurnar, sum taka yvir júst sum í romantiskum málningum í 19.øld. Kortini er eingin ivi um, at hugsunarhátturin er modernaður. Hygg bara at coronamyndini í erva av sóttarhaldsútsýni gjøgnum eitt vindeyga yvir á háhús og myrkabláviolettan himmal og so fremst í forgrundini í vindeygakarminum stendur ein appilsingulur urtapottur við reyðum blómum og lýsir alt myndarúmið upp sum neyðrakettir á nýggjárinum.
Anna Seppälä er væl kend listakvinna í føroyska listaumhvørvinum her hon hevur framsýnt í yvir tjúgu ár bæði á bólkaframsýningum, ólavsøkuframsýningum og á serframsýningum.
Kinna Poulsen