Felagið FØROYSK MYNDLISTAFÓLK skipar fyri framsýningini
Framsýningin er á LISTASAVNI FØROYA
Innlatingarfreist fyri uppskotum er 1. apríl 2021 á miðnátt
Fernisering er fríggjadagin 16. apríl kl. 16.00
Framsýningin er opin 17. apríl til 16. mai 2021
Várframsýningin er sensurerað, tvs. at ein úrvalsnevnd velur burtúr úr innkomnu verkunum. Úrvalsnevndin er samansett av listafólki, og hon skipar fyri framsýningini og velur út millum innsendu verkini.
FRÍTT MYNDAEVNI
Til Várframsýningina 2021 er myndaevnið frítt, tvs. at listafólkini sjálv velja, hvat tey mynda.
Í úrvalsnevndini fyri Várframsýningina 2021 eru Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Randi Samonsen
VEGLEIÐING FYRI INNLATING AV VERKUM TIL METINGAR
HVØR KANN LATA VERK INN TIL METINGAR Á VÁRFRAMSÝNINGINI?
Øll kunnu lata verk inn til metingar - bæði einstaklingar og bólkar. Úrvalsnevndin leggur dent á, at ALLAR listagreinar hava áhuga. Tað veri seg myndlist, installatiónslist, videolist, ljóðlist, framførslulist osfr.
NÆR ER UMSÓKNARFREISTIN?
Verkini skulu latast inn við telduposti, tvs. við talgildari skjalprógvan av verkunum. Teldupostadressan er varframsyning2021@gmail.com, og umsóknarfreistin er 1. apríl 2021 á miðnátt
HVUSSU NÓGV VERK KUNNU LATAST INN?
Til ber at lata í mesta lagi 10 verk inn, líka mikið hvat slag av tøkni er nýtt. Videoverk og tílíkt kann eisini latast inn sum eitt leinki til heimasíðu ella líknandi. Verkini skulu helst ikki vera eldri enn 2 ár.
HVAT SKAL LATAST INN SAMAN VIÐ VERKUNUM?
Verkini skulu latast inn við telduposti. Skriva navn, bústað, tlf. og teldupost saman við einum lista fyri verkini, eins og greitt frá niðanfyri. Um talan er um prentlist ella foto í fleiri eintøkum, ber til at skriva tað á listan.
Dømi:
Sára Olsen, Onkurgøta 2, 100 Tórshavn, + tlf.nr xxxxxx, teldupostadressa xxxxxxx.
Nr
Heiti
Tøkni
Stødd
Nøgd (prent ella foto)
Prísur
1
Morgun
í mai
akryl
30x40 (longd x breidd)
5.000
2
Kvøld
foto
40x40
5 eintøk
1.500
Um tú vilt, kanst tú skriva eitt lítið petti um tankar, hugskot o.a. til verkini. Tað kanst tú gera niðri undir talvuni. Dømi:
Tankar fyri nr. 1: Litirnir eru frá einum sjáldsomum morgni.
Hugskot fyri nr. 2: Óunniligt kvøld aftan á strævnan dag. Havi arbeitt fram ímóti at lýsa kensluna í formum og litum.
NÆR OG HVUSSU FÆR EIN BOÐ, UM VERKINI ERU ÚTVALD TIL FRAMSÝNINGINA ELLA IKKI?
Avgerðin hjá úrvalsnevndini verður send út við telduposti. Umsóknarfreistin er 1. apríl 2021 á miðnátt, og svar verður sent út nakrar dagar seinni, tá ið úrvalsnevndin hevur gjøgnumgingið verkini.
UM EITT VERK VERÐUR VIÐ Á FRAMSÝNINGINI, HVØR STENDUR SO FYRI UPPHEINGING/UPPSETING OG ØÐRUM Í TÍ SAMBANDI?
Úrvalsnevndin avger, hvussu verkini verða hongd upp.
HVUSSU ER VIÐ TEKNISKARI ÚTGERÐ?
Listafólk, ið lata verk inn, sum krevja útgerð s.s. uppvørpu, skerm, ljóðanlegg osfr., hava sjálv ábyrgdina av hesum, og tilhoyrandi tekniska útgerðin skal latast inn saman við verkunum. Til ber at spyrja seg fyri hjá úrvalsnevndini á teldupostadressuni varframsyning2021@gmail.com áðrenn umsóknarfreistina.
NÆR OG HVAR SKULU ÚTVALD VERK LATAST INN?
Tey verk, sum eru útvald til Várframsýningina2021, skulu latast inn á Listasavn Føroya 12. apríl 2021 kl. 12. Listafólkið stendur sjálvt fyri flutningi av verkunum, bæði til og frá Listasavni Føroya. Verkini eru tryggjað, meðan tey verða sýnd fram á Listasavni Føroya frá 12. apríl fram til 17. mai 2021.
UM EITT VERK VERÐUR SELT?
Verður eitt verk selt, verður 20% av prísinum á verkinum latin felagnum Føroysk Myndlistafólk. Tískil skal hetta vera íroknað prísinum á verkunum. Peningurin verður útgoldin listafólkinum, tá ið keyparin hevur goldið alla upphæddina til Føroysk Myndlistafólk.
ÓSELD VERK
Óseld verk skulu heintast á Listasavni Føroya, tá ið framsýningin letur aftur, í seinasta lagi mánadagin 17. mai 2021.
SPURNINGAR OG IVAMÁL
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi Várframsýningini 2021, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á varframsyning2021@gmail.com
Vinarlig heilsan
Úrvalsnevndin fyri Várframsýningina 2021
Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Randi Samonsen