In Search of Lost Colours - Randi Samsonsen sýnir fram í Steinprenti

randi3.jpg

Leygardagin 12.mai klokkan 15-17 letur framsýningin hjá Randi Samsonsen, In Search of Lost Colours upp í Steinprenti. Hetta er ein serstøk framsýning við tekstillist og grafikki. Høvuðstøknið hjá Randi Samsonsen er tóvirki - hon bindur, heklar og seymar klædnastykkir, sum verða fyllt, formað og sett upp sum listaverk. Harumframt sýnir listakvinnan eisini fram steinprent, sum hon hevur gjørt til framsýningina. Hetta er fyrsta serframsýningin hjá Randi Samsonsen í Føroyum, og hetta er eisini fyrstu ferð, hon framsýnir litografi. Kortini er grafiska tøknið henni als ikki ókent, tí hon hevur starvast á grafiska verkstaðnum og hjálpt til har í fleiri umførum.

Framsýningin er konseptuel. Bæði prent og tóvirki hava sama útgangsstøði - tað er hetta, ið listakvinnan kallar litminni frá teimum ymsu  heimunum, har hon búleikaðist og vitjaði sum barn. Menniskjað er frá barnsbeini vælsignað við framúrskarandi eginleikum til at sansa sítt umhvørvi. Við víðopnum sansum síggja, lukta, hoyra og merkja vit rúmini kring okkum og hetta gera vit so gjølliga og væl, at tað ber til hjá okkum sum vaksin at endurvitja hesi somu rúm í huganum og síggja fyri okkum alt tað upplivaða, antin tað er tapetið við litríkum fiskum á vesinum hjá vinkonuni og teimum - har tað luktaði av onkrari ávísari sápu. Hjá hinari vinkonuni verður angin av kraftmiklum earl grey í køkinum sambundin við mjúkt blátt linoleum á køksgólvinum og heima var kenslan ljósabrún og eitt sindur hvøss av hesjantapetinum í stovuni. Hugsa vit víðari ber til at eyðmerkja sjálvt smáar staklutir litir og luktir í barndómsins stovum og køkum, fyri ikki at tosa um vindfang og gangir, har mann mangan stóð og bíðaði sum barn.

Litir hava stóran leiklut í minnunum hjá Randi Samsonsen og seinasta hálva árið hevur hon arbeitt empiriskt við sínum litminnum í eini listarligari verkætlan. Hon hevur vísindaliga granskað fotomyndir í familjumyndabókum og hevur burtur úr hesum gjørt litkort og notur, sum aftur eru útgangsstøðið hjá tekstilverkum og prentum. Øll verk á framsýningini, bæði tvídimensional og trídimensional eru grundleggjandi nonfigurativ. Litminnini hjá Randi Samsonsen manifestera seg sum rundleitt, organisk skap, ið liggja, standa ella hanga í rúminum. Summi verk eru náttúrukend og líkjast reivverum ella darlandi slokkum av bløðrutara. Men menniskjakroppurin er heilt avgerandi í hesum verkum bæði sum íblástur og fatanargrundarlag.

Tekstillistin hjá Randi Samsonsen tekur atlit til menniskjalikamið - hennara antropomorfu skap eru lík likamslutum, men hetta er eisini list, sum skal fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri verk eru bleyt og mjúk, meðan onnur hava ein meira hvassan yvirflata. Tilfarsliga er talan jú um hondarbeiðslutir, um heimavirki, ið tó at tað verður umsitið á øðrvísi og nýggjan hátt, enn knýtir hugasambond við brúkslutir, sum vit áður hava bundið, seymað og heklað. Onkrastaðni millum tað kenda og ókenda taka hesi verkini áskoðaran á bóli og fáa okkum at flenna og kenna, at vamlast, fegnast og minnast.

Randi Samsonsen býr og arbeiðir í Havn. Hon er útbúgvin Master í design frá Designskúlanum í Kolding í 2012 og umframt at vera listafólk starvast hon eisini sum lærari í sniðgeving á Glasi. Í 2013 hevði hon serframsýning á Norðurbryggjuni, hon hevur kuraterað fleiri framsýningar í Listasavninum og harumframt hevur hon luttikið í fleiri bólkaframsýningum heima og uttanlands. 2018 Traditionsbrud, Hobro. 2017 IsThisKnit København og Aguille en Feté, Paris. 2015 Our Arctic Future, Berlin.

Nýggj tóvirkislist brýtur hevd

randi2.jpg

Sunnudagin læt framsýningin Traditionsbrud – Tekstil samtidskunst upp í listasavninum Kunstetagerne í Hobro við tóvirkislist hjá fleiri áhugaverdum norðurlendskum listafólkum: Bank & Rau, Isabel Berglund, Anders Bonnesen, Gudrun Hasle, Karen Havskov Jensen, Karina Meedom, Andreas Schulenburg og Thomas Wolsing. Eisini var føroyska Randi Samsonsen við á framsýningini, sum verður lýst í tíðindaskrivi á henda hátt: “Der er i dag en generel interesse for de gamle håndarbejdsteknikker. Strik, hækling og broderi sætter tempoet ned og giver plads til fordybelse i en travl hverdag. For billedkunstnerne er der dog mere på spil. Ved at hente håndarbejdet ind i billedkunsten gør de op med dets traditionelle brugs- og dekorationsfunktioner. I stedet lades de tekstile udtryk med fortælling, symbol, betydning og association, når kunstnerne tager temaer som krig, identitet og migration op. I mødet mellem det gammeldags håndarbejde, de bløde materialer, som vi alle har erfaring med, og sådanne eksistentielle temaer opstår både overraskende og fremmedgøreende resultater: atombombe-sprængninger filtet i uld, Udkantsdanmark i forfald broderet med fint uldgarn, flerpersoners, strikkede sweatre og lommefilosofi i hæklet form – alt sammen ligger uden for de erfaringer, vi har med tekstil, og værkerne er på én gang humoristiske, ironiske og absurde”.

Í Føroyum sleppa vit eisini at uppliva verkini hjá Randi Samsonsen longu leygardagin komandi, tá serframsýning hennara letur upp í Steinprenti.

Gudrun Hasle 

Gudrun Hasle

 

Hansina Iversen: SANSARÚM

IMG_0795.jpg

Fotomyndir: Fríða Matras Brekku

Í dag var síðsti dagur, at sonevnda Sansarúmið, sum Hansina Iversen gjørdi í dansistovuni í Norðurlandahúsinum var opið. Hetta rúmið varð gjørt í sambandi við barnafestivalin í Norðurlandahúsinum og er altso upprunaliga ætlað børnum, sum tað stendur skrivað á heimasíðuni hjá nlh:

Hjá børnum er abstrakt list náttúrlig. Tey fara til abstraktar málningar púra opin, uttan ótta og læstar meiningar. Tey frøast um litirnar og skapini og samanbera tey við teirra egna kropp og umhvørvi. Tey spyrja ikki um tilverurættindini hjá listini og tey taka hana nátúrliga til sín. Sansarúmið er eitt rúm við abstraktari list, sum børnini kunna fara inn í, nerta við, undra seg yvir, tiga í og bara vera í.

Eg eri sera fegin um at eg náddi at síggja Sansarúmið, tí hetta var sanniliga eisini áhugavert hjá vaksnum at uppliva. Sansarúmið er eitt listaverk og ein víðari menning av tí, sum Hansina Iversen byrjaði uppá á framsýningini Lonely Hearts á MEST. Á lutfalsliga einfaldan hátt við geometriskum og organiskum skapum spælir listakvinnan við sansir áskoðarans. Skap verða myndað á flatu, í rúmi og negativt sum hol í vegginum. Myndir eru speglingar og skap verða endurtikin gjøgnum rúmið í mobilum, ið kunnu snarast runt og einum filmi við somu rundu rørslu. Litir og ljós broytast, tá vit koyra undir verkini og tey mala runt. Tá varnast vit hvussu nógv litir og skap ávirkast av hvørjum øðrum. Við Sansarúminum sæst, at Hansina Iversen hevur rúmligan ans og at hon umframt at mála, eisini megnar at gera stórar installatiónir. Tað kundi verið spennandi at sæð Hansinu Iversen framsýnt eina monumentala installatión í einum white cube listarúmi uttan órudd og pútur, sum sjálvandi í hesum føri eru til børnini at sita á.  

IMG_0769.jpg
IMG_0770.jpg
IMG_0799.jpg
IMG_0768.jpg
IMG_0788.jpg
IMG_0783.jpg

En kort historie om abstraktion - fernisering

IMG_E4050.JPG

I strålende solskin åbnede udstillingen En kort historie om abstraktion på Rønnebæksholm i går, lørdag 5.maj. Udstillingen er resultat af samarbejdet mellem Rønnebæksholm og billedkunstneren Julie Sass, som er inviteret til at komme med sit bud på en kort historie om et kunstneriske fænomen der er omdrejningspunktet for hendes eget værk. Hun har valgt at fokusere på abstraktion. Med udstillingen En kort historie om abstraktion, udfoldes en ny fortælling om abstraktions historie og potentiale ved at vise værker og fremdrage sammenhænge der ikke tidligere har været åbenlyse i en skandinavisk kontekst.

De mange udstillingsgæster blev budt velkommen af udstillingsleder Dina Vester Feilberg, der indledningsvis reflekterede over begrebet abstraktion samt den vellykkede kollaboration med Julie Sass. Rektor for Kunstakademiet, Sanne Kofod Olsen tog i sin åbningstale udgangspunkt i sine egne erfaringer dengang hun som ung kunsthistoriestuderende troede, at det kendte bogværk af H.W.Janson om den vestlige verdens kunsthistorie repræsenterede en form for objektiv sandhed. Det har hun så senere erfaret var en sandhed med modifikationer, idet et udvalg altid er vinklet eller baseret på en konsensus, der ikke nødvendigvis har noget med sandheden at gøre. Som eksempel nævnte Sanne Kofod Olsen den svenske kunstner Hilma af Klint, hvis udtryk tydeligvis har været abstrakt før Kandinskys abstrakte værker, der almindeligvis får æren for at være grundlægger af abstrakt kunst. 

Udstillingen omfatter værker af: Alain Biltereyst, Ann Pibal, Arturo Herrera, Dan Walsh, Ebbe Stub Wittrup, Erin Lawlor, Eva Steen Christensen, Hansina Iversen, Henri Michaux, James Hyde, Julie Sass, Man Ray, Maria Buras, Marie Søndergaard Lolk, Michelle Grabner, Moira Dryer, Noël Dolla, Rachel Beach, Rannva Kunoy, Shirley Goldfarb, Shirley Jaffe, Sonja Ferlov Mancoba, Vilhelm Bjerke Petersen, Yoko Ono. 

Udstillingsperiode: 5 maj 2018 – 2 september 2018
13:00 - 18:00

Udstillingen er støttet af STATENS KUNSTFOND, Bikubenfonden, Beckett-Fonden, Bikubens Fusionsfond v/ Danske Bank i Næstved og Venneforeningen Rønnebæksholm. 

IMG_4059.JPG
IMG_4048.JPG
IMG_4062.JPG
IMG_4074.JPG
IMG_4079.JPG
IMG_4078.JPG
IMG_E4084.JPG
IMG_4064.JPG
IMG_4058.JPG
IMG_4111.JPG
IMG_4088.JPG
IMG_E4117.JPG

Jack Kampmann framsýning í Listasavninum

Jack Kampmann%2c low.JPG

Fernisering fríggjadagin 4. mai kl. 16:00

Fríggjadagin 4. mai kl. 16:00 letur framsýningin "Jack Kampmann - Ein modernistur í Føroyum" upp á Listasavni Føroya.

Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðar vælkomin

Hanna Kampmann, dóttir listamannin, setur framsýningina.
Lea og Janus Kampmann framføra nøkur løg.

Listasavnið bjóðar ábit.
Øll eru vælkomin til hátíðarhaldið á Listasavninum.

Listasavnið gevur út bókina "Ein modernistur í Føroyum". Bókin fæst fyri serprís upplatingardagin.

 

Framsýningin er opin til og við 22. juni 2018.

Savnið er opið mánadag til sunnudag frá kl. 11 til 17

Vit tola tað!

B9424F43-46E6-4BC5-9A58-1147684A3DFD.jpeg

Í dag er annar mai og tað er kanska ikki nakar serligur dagur so sum altjóða arbeiðaradagurin í gjár, men hann følist serstakur kortini. Tí sólin skínur og trøini eru um at bresta av ljósagrønari byrjan. Í einari sólrípu í eini veit skínur gult, tað er eins og sigur lítla sóljan við sínar grøngulu systraknubbar, at tað er nú tað er trygt at koma út hjá sóljum og hjá smálombunum, ið spæla á bønum onkrastaðni fleiri favnar undir tveimum tjøldrum, sum klippandi framføra okkurt slag av einari aggressivari luftballett. Likkurnar síggjast ikki, men eru mælskar og ljóða eitt sindur sum um onkur hevur fortalt eina vittigheit.

st4.jpg

Eg var í gamla bókhandli í gjár og har stóð bókin, eg á sinni skrivaði um Steffan Danielsen flott plaserað á bestsellarahillini, men hon er eisini bílig á útsølu og enn sær hon gott út kann eg óbeskeðin staðfesta um bókina, sum Bókagarður gav út í 2009. Onkrar nýggjar bókur lógu eisini frammi í bókhandlinum, m.a. nýggja krimibókin hjá Steintór Rasmussen. Hon er tann triðja í røðini um ein bindiklubba við seks damum, sum í heilum koma sær uppí morð. Deyðin fer í bindiklubb kom út í 2016, Hevndin úr Havsins dýpi kom í fjør - báðar útgivnar á Sprotanum og í síðstu viku er Horvna rósan givin út á forlagnum Innskot. Nú er tað soleiðis, at tá eg síðsta mikudag var á veg á starvsfólkaferð til Cardiff, ja so fekk eg ikki minni enn trý teldubrøv við leinki til eitt tíðindabræv á in.fo um, at ein mentakona í Havn verður dripin í nýggju krimibókini hjá Steintór Rasmussen. – Munu ikki fleiri mentakonur vera í Havn, hugsaði eg við mær sjálvari, eitt sindur tortrúgvin, men forvitin eri eg og helst líka sjálvsentrerað sum so mangur annar, so eg lúrdi í bókina har í bókhandlinum. Myrda mentakonan eitur Inga Einarsdóttir og er ein nokk so altdominerandi typa, hon er ummælari, sjálvútnevndur gøtusópari hjá listini, ið ger av hvørji listafólk skulu stuðlast og tilnevnast og so hevur hon ein serligan vinmann, ein vátligan yrkjara í Danmark, Tóki Narvason, sum hevur skrivað eina ørgrynnu av yrkingasavnum, eini tretivu, og sum hon tilnevnir í heilum eina og aleina, tí tey eru vinir.

st3.jpg

– Tóki Narvason kann so ikki vera Tóroddur Poulsen, hugsi eg. Hann er mikið fagnaður um norðurlond og hevur mær vitandi ikki drukkið tað stóra síðan fýrsini. Og mín egna makt er tann, sum fólk tiltrúgva mær, orsakað av mínari vitan, meting og miðlan. Sjálvt um eg eri partur av nevndini, sum innstillar bøkur til virðislønina hjá norðurlandaráðnum, so havi eg higartil ikki havt tað stóru maktina, tá tað til dømis kemur til pengar og avgerðarrætt innan listina í Føroyum. Hóast mína serfrøði og stóru vitan um føroyska samtíðarlist, havi eg enn ikki verið í nøkrum av nevndunum, sum velja út samtíðarlistafólk at prýða bygningar í sambandi við tær ymsu byggiverkætlanirnar. Eg havi heldur ikki nakrantíð øll míni tjúgu ár í føroyskum listalívi sitið í nakrari nevnd í Mentanargrunninum og býtt út pengar. Tað er í sær sjálvum undrunarvert. Ummælarin, Inga Einarsdóttir hevur eftir øllum at døma ein listablogg har hon ummælir øll møgulig listasløg. Tað geri eg eisini, so møguliga er okkurt samanfall millum skaldsøgupersónin og veruleikans ummælara. Tað er í fínasta ordan, eg eigi at tola at vera til inspiratión til ein persón í eini bók eins og listafólk og høvundar eiga at tola at verða ummælt.

C3F71C68-61FE-4BD6-AC86-ECFED077E11A.jpeg

Korallbruni - flúgvandi undirvatnsyrkingar

KORALLBRUNI.jpg

Havið dregur. Tað vita vit.

Og tað er einki nýtt, at havið er vandamikið og tiltrekkjandi eins og havfrýr, kópakonur, marmennlar og nykar, sum nú í hópatali verða til turistmagnetiskar standmyndir á náttúruvøkrum blettum kring landið alt. Standmyndirnar eru eyðvitað ein ítøkiliggerð av mýtum úr gomlum døgum. Hetta eru søgur, ið eru bygdar á fólksligar ímyndir um møtið millum menniskju og hugfloygdar havfrýr og havmenn, sum ikki minst romantiskir høvundar hava dyrkað. Hesar frásagnir um havsins fatalu atdráttarmegi eru í roynd og veru so mikið tugdar, at tær í útgangsstøði hava eitthvørt klichékent yvir sær. So tá yrkjaraegið í byrjanini av nýggja yrkingasavninum hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir, Korallbruni leggur klæði síni í ein penan bunka, stígur á helluna og tveitir seg á bláman, ja, so verða mínar lesaravónir skrúvaðar niður. Eg stúri heilt einfalt fyri at skula lesa okkurt longsulsfult rutinupatetiskt kenslusvans av eini sjálvmorðsbók.

Eg kundi ikki farið meira skeiv. Sjálvmorð og deyði eru í grundini ikki av stórum týdningí í hesum yrkingasavninum – savnið er hinvegin fult av yðjandi lívi, av skapan og av tilverunnar lívrunnu ringrásum. Av týdningi í hesi bók eru metabolisman, stoffskiftið ella tilfarsliga umbroytingin frá holdsligum menniskjahylki til náttúrufevnda vistfrøðiskipan.

Kanska kunnu vit siga, at tá yrkjaraegið setir av og kroppurin brýtur vatnskorpuna, verður eisini sett av fyri einum nýggjum máta at skriva um náttúru í føroyskari yrking. Hetta er næstan sum við alduni hjá J.P.Jacobsen, sum í staðin fyri at fylgja síni lagnu í teirri ævigu rørsluni millum land og hav, brádliga steðgar, fer á flog og undir veingjabreiði hjá sjálvum Pegasus verður ein yrking ella ein Arabesk til eina tekning hjá Michelangelo í Uffiziskálanum í Firenze.

Eins og aldan hjá J.P.Jacobsen er eisini Anna Malan Jógvansdóttir flúgvandi í hesum sjáldsama væl samanhangandi undirvatnssavninum, Korallbruni. Savnið byrjar við einum lyfti, eini einfaldari, konsentreraðari lítlari inngangsyrking við beinleiðis samanfalli millum yrkjaraeg og hav við tilsipingum til Hamlet og hansara tilveruligu hugleiðingar, meðan hann heldur í skøltinum á Yorick. Lesarin verður biðin um at lurta, og vit lýða gleðiliga á eina bók sum hesa.

Savnið hongur saman eins og ein yrkingasvita, sum í byrjanini lýsir yrkjaraegið á einari síðu og havið á hinari. Hetta havið bæði lokkar og lýgur, tí tað vil hava yrkjaraegið útí seg. Próvgrundin er tilfarsliga samanfallið millum salta havið og so saltið í egpersónsins sveitta og tárum júst sum í kenda sanginum hjá Eivør/Marjuni Kjelnæs. Og meðan júst hetta er ítøkiligt og satt, vísir uppáhaldið um, at deyðin er róligur og vakur, seg at vera lygn. Har er líðing og blóð í deyðanum. Kroppurin doyr og søkkur til botns og á botninum gera havsins djór sær dælt av honum. Krabbar og gággur leggjast á og verða likamliga eitt við yrkjaraegið. Meðan henda prosessin er í gongd, gongur eisini ein annar leikur fyri seg, sum fyrst er ein samrøða millum havið, sonevnda gágguhjartað og aðrar verur. Miðskeiðis í bókini er ein mynd, eitt ravmagnshjartarit ella eitt EKG av tí slagnum, sum verður gjørd, tá tú kemur til kanningar á sjúkrahúsinum og elektrodur verða settar ymsastaðni á yvirkroppinum at máta virksemið hjá hjartanum. Gágguhjartað er eitt slag av høvuðspersóni í frásøgnini. Tað liggur væl vart inni í eini gágguskel og ber, sum tað so vakurt stendur, beinagrindina uttaná. Hjartað er eftir øllum at døma gitnaðarført og leggur rogn, sum klekjast út í ljósið alt í meðan kroppurin upploysist, verður etin av fiskum og fer í eitt við havsins lívrunnu vøkstir: "eygnatarin blundar/ munntarin gapar reytt/ andlitstarin sveimar tungt".

Tvær hvalspýggjur dala niður á hvør sítt rivjabein hjá yrkjaraegnum og verða havbróst. Her broytist huglagið og verður meira pøst við endurtøkum, ið mynda eina ógvusliga havkvinnu, sum bæði ber í sær skapan og oyðilegging.

 

míni bróst eru tung nú

skína eldreytt

eru havsólir

við langum træðrum

skyggja

goysandi

sum eldgos

á havsins botni

 

Yrkjaraegið verður fyrst til taraskóg, men avmaterialiserast enn meira og verður at enda til blátt hav. Søgan er mýtukend og transformatiónin gevur lesaranum hugasamband við eitt nú ævintýrið um havfrúnna hjá H.C.Andersen, sum umbroytist fyrst til menniskja og síðani til eitt frumevni, men eg komi eisini í tankar um onkra erotiska, vitalistiska yrking hjá Karsteni Hoydal og sjálvandi hugsa vit eisini øll um ta dragandi Alduna hjá Gunnari Hoydal.

Í tíðindaskrivi frá forlagnum Eksil verður greitt frá, at savnið Korallbruni sambært yrkjaranum er ein roynd at skriva seg burtur frá menniskjanum og út í náttúruna, og at Anna Malan Jógvansdóttir arbeiðir út frá einum sokallaðum posthumanum og náttúruheimspekisleiddum rákið, ið er sterkt í hesum døgum innan innan list og skaldskap í Norðurlondum. Hetta ljóðar áhugavert, men tað einasta, sum í grundini hevur týdning er um yrkingarnar í bókini eru listarliga relevantar. Tað eru tær. Teksturin er yvirhøvur merktur av stórum málsligum, tilfarsligum, evnisligum og poetiskum tilviti og konsekvensi í hesi bókini, Korallbruni, sum bert er onnur útgáva hjá unga, gávuríka yrkjaranum, Onnu Maluni Jógvansdóttir. Eitt merkisvert avrik.

Ólavsøkuframsýningin 2018

5c78b17a5ca07499aa6a480760c0f8e7.jpg

Í ár verður tað listamaðurin Jón Sonni Jensen, sum kuraterar Ólavsøkuframsýningina. Hon hevur fingið undirheitið mál.

Heitið tekur støði í orðastovninum ‘mál’. Hendan stavsamansetingin finst í eini ørgrynnu av føroyskum orðum. Hesi orð nema við m.a.: mál, søgu, siðvenju, politikk, list, ítrótt, mat, sosial og menniskjaslig viðurskiftir. Hetta talar tí til flest øll økir innan okkara samleika sum tjóð og fólk sum heild. Hesi evni eru serliga nógv á breddanum um Ólavsøkumundið, og tí er hetta heitið kosið til Ólavsøkuframsýningina 2018. Gjørdur er ein listi við uml. 240 orðum við orðastovninum ‘mál’, og er hann at finna á síðu 3. Sum nakað heldur øðrvísi, so er heitið í ár ein áheitan til tey vitjandi á framsýningini, og ikki til listafólkini, sum vanligt er. Samskipari, Jón Sonni Jensen, metir tað vera sera umráðandi at listafólkini hava so fríar teymar sum møguligt, og at teirra listarliga arbeiði ikki verður avmarkað av einum ávisum evni, sum møguliga liggur við síðuna av teirra egna praksis. Tó er frítt hjá listafólkunum at leita sær íblástur í áðurnevnda orðalista. Av tí at heitið vendir sær til hyggjaran, er ætlanin í ár at gera meira við upplýsingum til tey vitjandi í mun til undanfarin ár. Umframt at okkurt samvirkið (interaktivt) eisini gerst partur av upplivingini. ‘Eg sakni ofta eina sakliga og fakliga kjakmentan í Føroyum, bæði innan list og í tí almenna rúminum sum heild. Vit eru ofta ov friðarlig ella ósaklig. Tí vil eg í ár gera ein framsýning sum eggjar til kjak, samrøðu og sjónligar fríar meiningar. Eitt tiltak, ið loyvir meiningunum fram at’, sigur samskipari og kurator av framsýningini, Jón Sonni Jensen Til ber nú at senda uppkot til Ólavsøkuframsýningina 2018. Tað er frítt hjá øllum at senda verk inn, og valt verður síðani úr teimum innsendu uppskotunum. Samskiparin, leitar eftir uppskotum innan allar listagreinar: myndlist, installatiónslist, videolist, ljóðlist, framførslulist osfr.

HVØR KANN LATA VERK INN TIL METINGAR TIL ÓLAVSØKUFRAMSÝNINGINA 2018? Ein og hvør kann lata verk inn til metingar. Bæði einstaklingar sum bólkar eru vælkomin at lata verk inn. Samskiparin vil eisini sera fegin leggja dent á at ALLAR listagreinar hava áhugað! (myndlist, installatiónslist, videolist, ljóðlist, framførslulist osfr.)

NÆR ER UMSÓKNARFREISTIN? Innlating av verkum gongur fyri seg umvegis teldupost. Tað vil siga við talgildari skjalprógvan av verkunum. Hetta skal latast inn í seinasta lagi sunnudagin 1. juli 2018 – kl. 18:00

SENDAST SKAL TIL HENDAN TELSDUPOSTIN: olavsokuframsyning2018@gmail.com

HVUSSU NÓGV VERK KUNNU LATAST INN? Tað ber til at senda so nógv verk inn sum tær lystir, men samskiparin tilskilir sær rættin til sjálvur at velja úr rúgvuni. Um tú ynskir at tað er alt ella einki, so skal hetta viðmerkjast í teldupostinum. Fyri hvørt verk skulu í mesta lagi latast inn 4 myndir. Og hesar skulu vísa á heildina, smálutir og ymsir vinklar, har tað hevur týdning av heildarfatanini. Eitt videoverk ella líknandi verk, kann eisini latast inn sum ein leinkja til heimasíðu ella líknandi. Tó skal skal tað vera heilt greitt hvat verk verður latið inn til metingar.

HVAT SKAL LATAST INN SAMAN VIÐ VERKUNUM? Verkini skulu latast inn umvegis teldupost. Hvørt verk (fíla) skal vera navngivið við navni á listafólki, og nummari. Umframt hetta skal latast inn: 1) Ein greiður listi við nummari á verki og tilhoyrandi heiti, ár, stødd/longd, nøgd/upplag (til dømis í samband við grafiskt verk, foto osv.), tilfar, prísur, og annars aðrar viðkomandi upplýsingar. Ynskir tú ikki at verkið skal vera til sølu, so skal hetta eisini viðmerkjast við t.d.: ‘ikki til sølu’, ‘egin ogn’, ‘ogn’. GG! Skjalprógvan/myndir skulu vera av nóg høgari góðsku, soleiðis at samskiparin ikki er í iva, hvussu verkið sær út! 2) Ein listi við navni á listafólki, telefonnummar og t-postur. 3) Stutt frágreiðing (okkurt um 5-10 linjur) um tankarnar handan verkini. 4) Ein stutt lýsing av tær sum listafólk, tína bakgrund (t.d. útbúgving, royndir), og tína praksis. Umbiðið verður um hesa lýsingina, tí møguliga koma hesar at heingja á vegginum í ársins framsýning. GG! Tað hevur alstóran týdning at allar upplýsingarnar, sum umbidnar eru omanfyri eru við í innsendingini!

NÆR OG HVUSSU FÆR EIN BOÐ UM VERKINI ERU VIÐ Í FRAMSÝNINGINI ELLA IKKI? Avgerðin hjá kuratori verður send út umvegis t-posti, sum er nevndur á listanum, sum verður sendur við verkunum. Umsóknarfreistin er mikudagin 1. juli 2018, kl. 18:00, og svar verður sent út 2-4 dagar eftir freist.

PERSÓNSMÁL ÁHUGAMÁL DULMÁL EYGAMÁL LOYNDARMÁL HUGMÁL HJARTAMÁL LÍVSMÁL IVAMÁL VANDAMÁL MÁLBUNDIN SKOTMÁL MÁLLEYSUR MÁLSETNINGUR MÁLTIKIN MÁL ENDAMÁL ENDAMÁLSGREIN AÐALMÁL ÁLVARSMÁL EVNISMÁL SKUNDMÁL UMMÁL LEIGUMÁL MÁLBÓLKUR MÁLDRÚGVUR LJÓSMÁLI MÁLSØGA FEDRAMÁL FORNMÁL UPPRUNAMÁL NÚTÍÐARMÁL MÁLÆTT KVÆÐAMÁL RIDDARAMÁL RÚNAMÁL MÁLAGREIN BENDINGARMÁL SERMÁL MÁLAMÓT MÁLBERING MÁLBINDA MÁLBROYTING MÁLBURÐUR MÁLBÚNI MÁLBÚNING MÁLBYGNAÐUR MÁLFELAG MÁLFORMUR MÁLFRØÐI MÁLFØRI MÁLFØRLEIKI MÁLFØRSLA MÁLHUGUR MÁLISKA MÁLKENSLA MÁLKUNNLEIKI MÁLKÚGAN MÁLKØN MÁLMENNING MÁLMERKI MÁLNEVND MÁLNÝTSLAMÁLREGLA MÁLREINSING MÁLRØKT MÁLRØRSLA MÁLSKEIVT MÁLSLINGUR MÁLSNIÐ MÁLSNILD MÁLSPILLA MÁLSTARV MÁLSTREV MÁLSTRÍÐ MÁLSTØÐA MÁLSÝNI MÁLTÁTTUR MÁLVILLA MÁLVINUR MÁLVÍSINDI SJÁLVSTÝRISMÁL LÆKNAMÁL LØGREGLUMÁL LØGTINGSMÁL ORKUMÁL REVSIMÁL UMHVØRVISMÁL VINNUMÁL MENTAMÁL ALMANNAMÁL BÚNAÐARMÁL BÚSKAPARMÁL LØGMÁL FERÐSLUMÁL FISKIVINNUMÁL FÍGGJARMÁL STJÓRNARMÁL HANDILSMÁL HEILSUMÁL HERNAÐARMÁL INNLENDISMÁL ÚTLENDISMÁL SAMFELAGSMÁL UTTANRÍKISMÁL RÍKISMÁL SKÚLAMÁL TINGMÁL TRÚARMÁL VERJUMÁL MÁLPOLITIKKUR MÁLSØKI ARVAMÁL SAKARMÁL RÆTTARMÁL SKILNAÐARMÁL TRÆTUMÁL MÁLSEVNI SÁTTMÁLI MÁLSRÆÐI MÁLSSKJAL MÁLSVIÐGERÐ ÁSTARMÁL BARNAMÁL BLAÐMÁL BÓKAMÁL MÓÐURMÁL GERANDISMÁL BLANDINGSMÁL KUNNINGARMÁL LAKMÁL SKRIFTMÁL SMÁMÁL STÓRMÁL TALUMÁL TVÍMÁLSLIGUR MÁLA MÁLAGANGUR MÁLAGEIPAN MÁLAMIKIL MÁLASKJALDUR MÁLBLAND MÁLBLENDINGUR MÁLDÁMUR MÁLDRÁTTUR MÁLFIMI MÁLGAGN MÁLKRINGUR MÁLKYNSTUR MÁLLJÓÐ MÁLMIKIL MÁLMISSUR MÁLNÆMI MÁLÓÐUR MÁLREYSTUR MÁLRÓMUR MÁLSKUR MÁLTÓNI MÁLVEIKUR BÓLKAMÁL FELAGSMÁL MÁLSAMFELAG MÁLTELD MÁLTRÁÐUR KVINNUMÁL MÁLKYN ÓMÁLI MÁLLOYSINGUR NORÐANMÁL SUNNANMÁL GRANNAMÁL HAVNARMÁL BYGDARMÁL NORÐURLANDAMÁL HEIMAMÁL SKYLDMÁL TJÓÐARMÁL MÁLØKI KROPSMÁL TUNGUMÁL MÁLBEIN MÁLOYRA MÁLTONN MATMÁL MÁLTÍÐ MORGUNMÁLI DØGURÐAMÁLI MILLUMMÁLI NÁTTURÐAMÁLI DJÓRAMÁL NEYTAMÁL REYÐFISKAMÁL KRÁKUMÁL SEIÐAMÁL STEGGJAMÁL MÁLREVUR MÁLMBRESSA MÁLARALIST MÁLINGARBLIKK MÁLINGARPENSIL MÁLNINGAFRAMSÝNING MÁLNINGALIST MÁLNINGUR SJÓVARMÁLI SUMMARMÁLI MÁLS SJÁLVMÁL MÁLKAST MÁLSPARK MÁLLINJA MÁLVERJI MÁLMØGULEIKI MÁLMUNUR MÁLSØKIN MÁLTEIGUR BUMBUMÁL STRÍÐSMÁL BRUNAMÁL VANDAMÁL

Eyðun Johannessen 80

torbjorn.jpg

Henda einastandandi fína málningin hjá Torbjørn Olsen sóu vit á fyrsta sinni á Heystframsýningini í 2010. Og hvør tann, sum hevur møtt manninum, sum hann ímyndar, man vita, at talan er um ein óvanliga væl eydnaðan portrettmálning. Hann lýsir ikki bara tað ytra, ta tilvildarligu útsjóndina hjá manninum, men fer inn um skræðuna og fær sjálva ta fabulerandi, opnu og gløggu persónsmenskuna við. Tí hetta er jú hann sjálvur, Eyðun Johannessen, stórprátandi skrøggarin, generøsi forteljarin, slóðbrótandi sjónleikarin, megnar leikstjórin, ósvitaligi listamaðurin, herliga menniskjað og afturvendandi, rótfasta rabarban alt í einum og leygardagin 28.apríl verður hann 80 ár.  

Eyðun Johannessen stovnaði Grímu í 1977, men leikstjórnaði sín fyrsta leik í Sjónleikarhúsinum longu í 1959. Hansara navn er vorðið synonymt við føroyskan sjónleik. Hann er útbúgvin sjónleikari og var rektari fyri sjónleikaraskúlan í Århus og so var hann fyrsti stjórin í Tjóðpalli Føroya, tá hesin varð stovnaður um aldarmótið. Í 1997 kom hann á heiðurslistan hjá Statens Kunstfond yvir listafólk, sum fáa veiting fyri lívið ella “livsvarig ydelse” og í 2001 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. 

Sum leiklistarligur undangongumaður kann hansara týdningur ikki yvirmetast, hann hevur sum sjónleikari og leikstjóri og fyriskipari so dyggiliga sett sítt árin á leiklistina í Føroyum og í Danmark. Leiklistarliga avrikið fevnir bæði um tað fólksliga og um listarlig stórverk - um eitt nú Fólk og Dólgar í Kardemummubýnum hjá Torben Egner, sum fleiri ættarlið av børnum og vaksnum hava fegnast um, tá tað tíðum verður endursent í Barnaútvarpinum. Men Eyðun Johannessen hevur eisini tulkað bókmentalig og dramatisk stórverk hjá t.d. Williami Heinesen, Henrik Ibsen, Samuel Beckett og August Strindberg. Hann hevur somuleiðis leikstjórnað fleiri nýggjar føroyskar leikir í 2014 var tað Tóm Rúm eftir Marjuna Kjelnæs og í 2016 var tað Havfrúgvin hjá Jóanesi Nielsen. Hesar uppsetingar hava allar verið hugtakandi upplivingar hjá okkum áskoðarum, t.d. Tóm Rúm, sum undirritaða ummælti: Tómrúmið sýgur seg niður yvir áskoðaran frá fyrstu løtu. Byrjanin er stórsligin og vøkur, yrkingin um óttan verður lýst uppá eitt tunt klæði, ið skapar eina illusión av stórari dýpd, veldugum tómleika, samstundis sum orðini verða borin fram vakurt og týðiliga við stórari rødd og rúmklangi og atmosferiskum tónleiki við smáum steðgum, ið tykjast víðka rúmið inni í høvdinum. Pallurin er høgur og tómur, hann er komponeraður soleiðis, at menniskjuni, Hann og Hon sýnast smá og tey tosa saman sum vóru tey í hvør sínum tómum rúmi. Tað eru tey eisini, skilst. Tey eru eitt par, sum hava upplivað tað ringasta, nakað menniskja kann koma út fyri, at missa sítt avkom. Søgan kemur til okkum í brotum gjøgnum samrøðuna hjá parinum, sum ikki dugir at tosa saman, sum brigslar hvør øðrum tað, sum er hent, sum hartar hvørt annað fyri mátan tey reagera ella ikki reagera uppá. Leikurin er í tveimum pørtum, fyrsti parturin er statiskur, hann snýr seg um ótta, seinni partur er dynamiskur, hann snýr seg um vreiði... Leikstjórin, Eyðun Johannesen hevur framt eitt leiklistarligt bragd, sum er ómetaliga ambitiøst, ein upprunaføroyskur leikur á tremur í tilsipingum og dramatiskari styrki og sum tessvegna fer at vera uppførdur aftur, vónandi í einum nýggjum leikhúsi.." 

Hóskvøldið tann 26. apríl kl. 21 leggur Sprotin fram eina bók, sum í brotum lýsir lívið hjá Eyðuni Johannessen og sum harvið eisini er ein lýsing av føroyskum sjónleiki. Vónandi fara nógv at nýta høvið at heiðra Eyðun hetta kvøldið.

Hiðani av Listaportalinum takki eg fyri tær mongu stóru listarligu upplivingarnar, gleði meg at lesa bókina. Hjartaliga til lukku, Eyðun Johannessen við degnum 28.apríl. 

HIMNAHYLJAR - eitt Tóroddskt savn

Himnahyl.jpg

Í næstum gevur Sprotin út nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, Himnahyljar. Savnið, ið er nummar 39 í røðini av bókaútgávum frá Tóroddi, hevur sera litríka permu. Tað er steinprentið Farligt regn, sum yrkjarin og myndlistamaðurin sjálvur hevur umarbeitt til permumynd. Á permuni regnar av grimd við bókstavunum, sum á sinni vórðu útihýstir úr føroyska stavraðnum. Og avgjørda mótmælisstøðan er rættiliga typisk fyri yrkjaran, men tað er allíkavæl eins og mýkist hvassi tónin av litríkt spælandi myndaframburðinum í sprækligu permuni.

Frá byrjan fær lesarin tey góðu ráð, at tað sum líkist, ikki líkist. Vit skulu við øðrum orðum lesa yrkingarnar sum yrkingar, ikki sum ævisøgur Tað er annars so nógv frammi í løtuni við sjálvsævisøguligari lesing og eg hugsi eisini, at lesarin fleiri staðnum hómar persónin Tórodd í reglunum. Hetta eru í onkrum føri endurminningar frá trýssunum, tá hann og systirin, Annika gleða seg til pápin kemur heim úr Grønlandi við Kongshavn, og mamman sendir tey at síggja sjónleikin Ófriðaligar tíðir hjá Kristini í Geil. Fleiri fínar yrkingar eru eins og hendan skrivaðar í barnahædd og geva innlit í eitt frítt og fantasifult barnaunivers: “at tað/ oysti niður/ gjørdi ikki/ børnini/ minni kát// smáir/ bátar vórðu/ flotaðir/ og stevndu út/ og komu aftur/ fullir av/ góðum veðri”.

"Veðrið eigur orð" - ella soleiðis ljóðar ein gomul regla hjá Tóroddi Poulsen. Veðrið hevur yvirhøvur ein rættiliga týdningarmiklan leiklut í yrkingunum og ofta er tað nokk so ófýsi við vindi og regni - útgangsstøðið hjá yrkjaranum er føroyskt og hetta ávirkar eisini poetiska veðrið. Yrkjaraegið finst at málsligari purismu, men dámar allíkavæl betur føroyska bátin enn glastrevjabátarnar á flatskattabrúnni.

Byrjað verður við eini smidligari, slingrandi vikuskiftisyrking, hvørs skap samsvarar innihaldinum. At yrkja og at skapa eru enn sum áður høvuðsevni í yrkingunum, eins og fleiri spískar viðmerkingar eru til samtíðina t.d. til okkara angist fyri at siga tað, vit í roynd og veru meina og til erkvisnar grannar, sum taka sær tikni av roykinum frá einum báli, tí tað fær teirra klæði á snórinum til at lukta av royki. Politikaraandstygdin stendur við og versnar: “tinghúsið líkist ikki bara/ eini heimamissiónskari lagkøku/ við gamlamanna sukursjúku/ og alzheimer/ men eisini einum gleðihúsi/ har hugsjónarleys tólmenni/ selja høvd og reyv/ fyri onkra atkvøðu.” Funnist verður somuleiðis at materialistiskum samkomuleiðarum og mátanum, vit ovurtroyta náttúrutilfeingi nú sjálvt aldan er farin at ræðast grammleikan hjá íbúgvunum í landinum:

og hvat skal

skipið eita

sum skal sigla

millum hesar

navnleysu havnir

skal tað spilla ongan

ella skal tað uppkallast

eftir sínum upphavi

stálinum

ella eftir alduni

sum ikki tordi

at nærkast landi

tí hon ræddist fólkið

sum rópti neyðarróp

eftir havsins ríkidømi

sum ikki vildi vera tað

men bara svimja í frið

Tóroddur Poulsen er ein sannur meistari, tá tað kemur til at orða pregnantar reglur við týdningum, sum kunnu fara fleiri vegir. Tað er honum so líkt at velja ein tekst til endayrking, sum er full av byrjan, av vón og av vanda: “okkurt/ nýtt/ sum ikki/ skal sigast/ men síggjast/ hóttir/ sjónarringin”.

Samanumtikið eru vit við nýggja yrkinga-savninum Himnahyljar framvegis á teirri somu poetisku ferðini, sum Tóroddur Poulsen setti sjøtul á í 1984 við fyrsta savninum, Botnfall. Hetta poetiska universið er so serstakt og so mikið homogent og heilskapað, at mann freistast at gera sum ein annar eldhugaður ummælari og kalla Himnahyljar fyri eitt Tóroddskt savn. Og sum vit síggja á luftiga heitinum, so er himmalin drigin niður á jørðina sum í eini spegling ella eini mynd hjá Anker Mortensen, t.d. Hyljarhøvd frá 2001 og tí eru “holini í skýnum full av kombikkum og marflugum og øðrum sum krevja nógvan frið og ongar spurningar”. Savnið er herligar 94 síður av abstraktum og sansaligum orðamyndum, av hugfarsligum aforismum, stuttligum orðaspæli, uppreksingum og aktuellum gløggskygdum viðmerkingum til nútíðarsamfelagið. Her er náttúrualskin økokritikkur, dagar sum ikki kunnu asfalterast, brestandi gassballónir, abstraktar dreymayrkingar og meira ítøkiligt asfalt, stálskip og colablikk á trappuni í Ebenezer, umframt púra vektleysar yrkingar, sum upploysast og hvørva eins og hendan:

viski meg
sjálvan út
so eg
ikki angri
at eg
var her

tað kundi
verið
skrivað
í sandin
sum longu
er burtur


 

Korallbruni - Nýtt yrkingasavn

KORALLBRUNI.jpg

Tíðindaskriv er komið frá forlagnum Eksil um, at Anna Malan Jógvansdóttir letur úr hondum nýtt savn við heitinum Korallbruni.

At skriva seg burtur frá menniskjanum og út í náttúruna

Nýtt savn eftir Onnu Malan Jógvansdóttir

 

slímutur snigil

undir

hjartaskalinum

eg

eri

hvít

mítt hjarta

ber beinagrindina

uttaná

 

Korallbruni er annað savnið hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir. Í 2015 kom yrkingasavnið Undirfloyma, ið hon listprýddi sjálv. Hesu ferð hevur hon eisini myndprýtt savnið Korallbruni, m.a. við tara sum hon hevur funnið í Nólsoy, haðani hon er ættað. Hon er fødd í 1995 og gongur í løtuni á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Í 2016 fekk hon Virðisløn til ungt listafólk.

 

Eitt rák móti náttúruni

Í fyrra savninum ferðast vit í myndum og yrkingum gjøgnum ein holdbundnan og stundum ræðandi vakurleika ímóti einum heimi, har eymleikin kundi hómast. Í savninum Korallbruni hevur Anna Malan flutt seg bæði í mun til innihald og formtilvit. Savnið er eitt umfar um eitt eg, ið druknar seg fyri at gerðast eitt við havið. Aftaná deyðan upploysist likamið og verður etið av krabbum og krossfiskum. Ein taraskógur veksur úr rovinum, soleiðis gerðst egið aftur eitt við havsins og náttúrunar ringrás.

Høvundin sigur at savnið er ein roynd at skriva seg vekk frá menniskjanum og út í náttúruna, so hon kann sleppa at ráða. Her arbeiðir Anna Malan út frá einum sokallaðum posthumanum og natúrheimspekisleiddum rákið, ið er sterkt í hesum døgum innan innan list og skaldskap í Norðurlondum. Savnið minnir okkum um at vit eru noydd at endurhugsa okkara støðu í heiminum, at tað materiella, ikki bert er deytt, óvirki, men júst sum yrkjarin vísir okkum, nakað sum er ein partur av øllum og av okkum sjálvum.

 

Korallbruni

Forlagið Eksil

Savnið er 48 síður

Rættlestur: Kirsten Brix

Redaktørur: Kim Simonsen

Sniðgeving: Veingir

Kostnaður 150 kr.

Í Bókahandlunum frá 20 apríl.

Stuðul veittur frá Mentanargrunni Landsins og Bakkafrost

 

 

HANNIMANIA

h6.jpg

Hanni Bjartalíð má sigast at vera væl umboðaðar á framsýningum fyri tíðina. Bæði í Steinprenti og í Listasavninum ber til at síggja hansara fínu verk. Í Listasavninum hava tey gjørt eina framsýning við verkum hansara, nøkrum smærri verkum frá hávfemsunum og so nakrar nýggjari húsastandmyndir, t.d. høvuðsverk sum Dreymahúsini. Sjálv uppsetingin av serliga málningunum er eitt sindur løgin. Smáu løriftini eru hongd uppá ein dominerandi hvítan tvørbjálka. Men hvussu er og ikki, so er hetta ein viðkomandi uppheinging og ein áhugaverd samanseting av fleiri síðum av nýggjum og gomlum pørtum av lívserkinum hjá einum framúrskarandi istamanni. - Og so er tað eisini gott at síggja góða samtíðarlist á Listasavninum. 

h3.jpg
h5.jpg
h4.jpg
h2.jpg
h8.jpeg
h7.jpg
IMG_0494.jpeg

Mentanarmiðlingin kvalist av kurteisi

Brot úr steinprenti hjá Tóroddi Poulsen

Brot úr steinprenti hjá Tóroddi Poulsen

Beint nú er Nón í útvarpinum. Tað er mentanarmikudagur og eg lurti aftur í dag, inniliga takksom sjálvandi, fyri at okkurt er til, sum eitur mentanarmikudagur. Hvønn tann einasta mikudag í vetrarskránni verða tveir heilir tímar brúktir uppá mentan, tað er jú ótrúligt... Og so mitt í øllum hesum áhugaverdu herligheitunum stingur onkur óflíggjaligur grumpy old tanki seg upp. Ásannandi, at grumpy er ómodernað í hesum jaligu tíðum, havi eg eitt sindur uppá tross gjørt mær hesar knarrutu tankar.

Til dømis um handan sangin, sum tey spæla í skrivandi stund - tað er hasin úthálaði sangurin hjá Leonard Cohen um at har er ein crack in everything, that´s how the light goes in. Av sonnum symbolikkur, so at øll kunnu vera við. Vertinnan í sendingini, Sissal Kampmann hevur júst tosað við tvær kvinnur í føroyska listafelagnum í Danmark og sum so ofta, tá talan er um list, er tónin ómetaliga jaligur fyri ikki at siga beinleiðis uppbyggiligur og endar samrøðan við einari hugnaligari áheitan á øll hesi ungu, sum tað ofta verður heitt á og sum eyðsýniliga sita kring landið og skapa. Eg veit ikki hvussu mong tey eru, men tey eru hjartaliga vælkomin at senda myndir av sínum tingum til nevndina í listafelagnum um tey hava hug og dirvi at framsýna. Tað er í lagi, men eg ivist í hvussu viðkomandi hetta er í mentanarmikudags-sendingini. Hesi ungu skapandi, lurta tey yvirhøvur eftir mentanarmikudags-útvarpi? Eg veit ikki og í øllum førum er tílíkt ikki viðkomandi fyri meg og eg eri nakað so týdningarmikið sum kjarnulurtarin hjá øllum mentanarmikudagssendingum og eg havi longu hoyrt hasa yvirlýsingina hjá Búa Dam um samfelagsuppgávuna hjá teatrinum. Tað var nevniliga forvitnisligt. Í øllum førum fyrstu ferð, eg hoyrdi tað og heilt dement eri eg ikki vorðin enn.

Har er forrestin eitt undantak í sendingini hjá Koba fríggjadagar. Hann roynir at vera kritiskur, hevur onkra naska eygleiðing av listamaktini og okkurt er áhugavert, tó at har í støðum tykist vanta vitan og innlit í listaøkið. Stuttligt er tað allíkavæl, tá listasavnarin Finnur Koba í eini sending spyr fíggjarmálaráðharran um ikki tað er for galið, at føroyskir listasavnarar skuu rinda mvg, tá tey keypa listaskattir hjá Mikines og øðrum frá donskum auktiónshúsum og føra hesar skattir til heimlandið. Kristina Háfoss lovar í sendingini at seta síni embætisfólk til at finna út av eini avmarking av hvat er listaskattur og ikki. Tað kann møguliga hava okkurt við aldur at gera halda tey. Tað má so merkja tað, at mann heldur gamla list vera meira týdningarmikla enn nýggja. Alt meðan øll søvn í Føroyum eru søkklaðin av hálvgamlari klassiskari modernismu hjá Mikines, Ingálvi av Reyni osfr. meðan samtíðarlistin ikki eigur sær nakran góðan uttan Steinprent og á hissini framsýningum í Listasavninum.

Eg veit ikki. Onkuntíð følist mentanarmiðling sum eitt slag av nyttuleysari roynd at vinna tíð, sum mann allíkavæl ikki hevur tørv á. Og sjálvt um eg eri greið yvir, at fleiri av fólkunum í Mentanarsendingunum berjast ein heroiskan og nokk so einsamallan bardaga við at fylla senditíðina út við relevantum tilfari, so er tað ikki altíð nóg áhugavert.

Nú sum áður tykjast serligar treytir vera galdandi fyri list- og mentanarmiðling. Alt er so áhugavert, at orðið í sær sjálvum verður púra uppslitið. Hugburðurin er konsekvent kvalandi yvirkurteisligur og stílurin er meira fagnandi enn greinandi, tá ymisk listafólk og onnur verða spurd um teirra verkætlanir (eisini eitt huff-slitið luftorð; verkætlanir). Ummæli eru viðhvørt og nú verða tey lisin upp og so kann mann lurta samstundis sum mann lesur tey í Dimmu. - Ummælissiðvenjan í útvarpinum broyttist eftir øllum at døma, tí Tóroddur brokkaði seg um øll sussmælini, men eg veit ikki hvussu nógv tað í grundini hjálpti, tá ummælini sum nú er eru 100 prosent positiv. Gamaní eiga vit framúr listafólk í Føroyum, men lýtaleys eru avrikini neyvan. Eldhugi er góður, men kritiskur ansur hevur sanniliga eisini týdning. Føroyska listin er ikki longur á grulvistøði. Hon tolir at vit tosa við hana sum var hon vaksin og tað tolir føroyskur mentanarpolitikkur og mentanarmikudagslurtarin eisini. Mentanarmiðling er ikki so øðrvísi samanborið við annan journalistikk. Hon skal vera skørp, intelligent, stuttlig, djúp og avdúkandi. Vit síggja tað í frálíku sendingunum hjá Heina í Skorini, sum viðgera eitt aktuelt og viðkomandi evni á gjølligan og seriøsan hátt. Tað kunnu vit eisini gera við listina og har er eingin grund til, at ØLL ummælini nú skulu lesast upp og í sama positiva tóna, onkuntíð mátti borið til at práta eisini. Tað hevur tann fyrimunin, at fleiri meiningar koma fram. Lyklaorðið í hesum sambandi er at fáa fólk til mikrofonina, sum duga og tora at fyrihalda seg til listina. Eg hugsi, at tað er ikki lætt. Men tað er heldur ikki ómøguligt. Og lat meg bara í sama viðfangi (við Finni Koba in mente) viðurkenna mínar egnu leiklutir og hattar, tí tað er ikki lætt at tveita við knarristeinum, tá mann býr í einum mentanarjaligum glashúsi eg havi sjálv OFTA sagt, at ting eru øgiliga áhugaverd, tí tað vóru tey. Men spurningurin er hvussu áhugavert tað hevði verið um eg var ókritisk og bara tosaði um tað áhugaverda.  

Listaportalurin á enskum

nu.jpg

Á Listaportalinum verða í summar greinar á enskum. Tær eru at finna longst til høgru á svarta evnisbjálkanum undir "Art in the Faroe Islands". Listaportalurin verður framhaldandi ein føroysk heimasíða, ið snýr seg um mentan og list, men fer at kunna bjóða útlendingum kunning um tað, sum gongur fyri seg á føroyska listaøkinum. 

http://www.listaportal.com/english/

Listabøkur mon amour

30738388_10216461013060870_391558093768491008_n.jpg

Sunnudagar eru sum skaptir til at lesa listabøkur. Í dag havi eg blaðað í bókum, sum eg sjálv havi verið involverað í. Ein vinmaður mín, sum eins og eg fæst við at skriva, segði einaferð, at eg ofta skrivi í vøkrum bókum. Eg varð glað av viðmerkingini, men hetta er í grundini nakað, sum eg eri rættiliga tilvitað og fegin um. Nú fyri kortum kom katalogið til Lonely Hearts framsýningina hjá Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen. Ein flott og modernað, kritahvít listabók, sum eg eri sloppin at skriva eina ritroynd í, umframt at avrit av brøvum millum listafólkini bæði, Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen eru stungin inn í bókina. 

Ein listabók kann vera so mangt, men ofta er talan um eina samanseting, ein kompositión av teksti og av myndum. Hvørt bókin eydnast, valdast innihaldið, hvørt mynda- og teksttilfar er áhugavert uttan oyðileggjandi villur. Tað tekniska hevur stóran týdning. Um myndirnar eru endurgivnar rætt, um bókstavtypur eru lesiligar og saman við layouti passa til tað estetiska úttrykkið, um bókin er bundin so, at hon letur seg upp. Men annars eru karmarnir víðir og sløgini av listabókum ymisk.

Í summum førum er talan um ein bókling, sum er framleiddur í sambandi við eina framsýning fyri onkursvegna at miðla listina. Í øðrum førum er listabókin eitt listaverk í sær sjálvum, men í summum førum eru katalog eisini listaverk. Vit kenna monografiirnar - tað eru ofta stórar bøkur, ið snúgva seg um verkið hjá einum listafólki. Eg havi sjálv skrivað bøkur um eitt nú Tórodd Poulsen, Steffan Danielsen til dømis, men eg havi eftirhondini skrivað tekstir í nógvum listabókum.

Í Steinprenti eru fleiri listabøkur og fleiri sløg av listabókum framleiddar. Tóroddur Poulsen og Bjarne Werner Sørensen skaptu saman ta einastandandi vøkru bókina Villvísi á verkstaðnum har. Listakvinnan Julie Sass hevur gjørt tvær bøkur her á staðnum, tann fyrra, Volume Rhythm Matter: Dialogues frá 2016 er longu heiðrað fleiri ferð, ei undur í tí. Her er bæði innihald og estetikkur á høgum støði. Bókahillin her hjá mær er konstant á tremur í bókum. Javnan gongur leiðin oman í tað lítlu biksina hjá Reyða Krossi í Vágsbotni við bókum, sum eg havi lisið og sum nú onnur kunnu keypa fyri bíligan penga og samstundis stuðla einum góðum endamáli. Tað er ikki so galið. Tá eg nú hyggi at bókahillini, kann staðfestast, at listabøkurnar fara ongan veg. Tær breiða seg og bretta sær á og verða verandi her hjá mær.  

3860D54B-8782-4184-B5E9-2A4107E87153.jpeg
30710488_10216461009220774_1790285284009574400_n.jpg
30714044_10216461012140847_2182379917977583616_n.jpg
30705159_10216461012780863_2086777794259320832_n.jpg
30708599_10216461010900816_6487240409150914560_n (1).jpg
30710741_10216461007540732_6303604362241376256_n.jpg
30707821_10216461009620784_4915217872701095936_n.jpg
30708933_10216461009820789_4608603331420487680_n.jpg
30710662_10216461010420804_2800784333051265024_n.jpg

Fleiri verk hjá Hanna Bjartalíð framsýnd í Steinprenti

IMG_0502.jpeg

Vit kenna vernissage, finissage, men midissage... - hvat er tað? Vernissage er jú franska orðið fyri upplating av eini listaframsýning. Tað kemur av lakkinum, fernissinum, sum málningar vórðu lakkeraðir við. Og finissage hevur við okkurt, sum er finis at gera. Síðsta vikuskifti høvdu Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen eina sonevnda finissage á framsýningini Lonely Hearts, altso ein endabrest, har síðsti upplatingardagurin verður nýttur til eitt nú bókaútgávu, listafólkasamrøðu osfr. 

Eg fekk ein teldupost frá Steinprenti, sum greiðir frá, at framsýningin læt upp í skundi síðsta sunnudag, av tí at uppihaldið hjá Hanna Bjartalíð var heldur avmarkað hesa ferð. Framsýningin varð sett upp síðsta sunnumorgun, men Hanni Bjartalíð helt fram við at arbeiða uppá nøkur verk og tessvegna kundu tey í Steinprenti hildið eina midissage, men í staðin bjóða tey øllum hjartaliga vælkomin at síggja ella endursíggja framsýningina. Har er opið allar dagar uttan sunnudag frá 9 til 17. Leygardag er opið frá 11-17. 

IMG_0492.jpeg
IMG_0494.jpeg

Hanni Bjartalíð - Upplating

IMG_6434.jpeg

Sunnudagin 8.apríl læt framsýningin hjá Hanna Bjartalíð upp í Steinprenti. Fitt av fólki var til upplatingina, sjálvt um tað var sunnudag og ikki sum tað plagar, fríggjadag ella leygardag, men Hanni Bjartalíð hevur sínar fjepparar, sum koma, tá hann framsýnir, tí tey eru spent at síggja hvat føroyski listamaðurin í Finnlandi nú hevur funnið uppá. Og tað er heilt ótrúligt sum hann kann blíva við at enduruppfinna sína list. Hansara organiska, vakra og stuttliga úttrykk kenna vit, men har er altíð okkurt nýtt brigdi í verkunum, ein víðari menning av hugskotum, sum tú kanska hevur hómað í eldri verkum, men sum nú er sett saman á óvæntaðan hátt. Hetta er eitt nú galdandi fyri undurvøkru skurðmyndina av eini kvinnu, sum er stødd í einum rektangulerum opi í einum gulum kassa við reyðum fundamenti og einum blaði ella einum súrepli, sum er skorið út og sett omaná. Heilt merkiligt verk, sum minnir meg um Gauguin og hansara Vahine no te tiare frá 1891, tó at hetta var ein málningur. Onnur verk eru heilar scenografiir, sum seta gongd á løgnar, surrealistiskar leikir í huganum á áskoðaranum. Eg havi bara verið einaferð, so eg fari omanaftur í Steinprent at hyggja. Har eru nógv góð nýggj verk hjá Hanna Bjartalíð at síggja.

IMG_6450.jpeg
IMG_6437.jpeg
Kopenhagen-NY-Carlsberg_Vahine-no-t.focus-none.width-550.jpg
IMG_6459.jpeg
IMG_6460.jpeg
IMG_6442.jpeg
hannib.jpg

Lonely Hearts - Finissage

Foto: Eiler Fagraklett

Foto: Eiler Fagraklett

Í gjár, sunnudagin 8.apríl endaði framsýningin Lonely Hearts, sum Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen hava havt í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST frá 24.februar. Listafólkini bjóðaðu Cremant bobluvín afturvið samrøðuni, sum undirritaða hevði við listafólkini um framsýningina. Henda veitslukenda framsýningar-finalan var somuleiðis karmur um eina bókaútgávu við myndum frá framsýningini umframt teksti, sum undirritaða skrivaði og brøvum, sum listafólkini hava skrivað til hvønn annan og sum liggja sum leys bløð í ymsum litum í teimum talmerktu bókunum. 

3860D54B-8782-4184-B5E9-2A4107E87153.jpeg
642BC130-AA1C-4E8F-8F3F-AB9968015BDC.jpeg
D8F87F0E-27A1-4C5B-8E01-5A1DEBB81C5C.jpeg
Foto: Eiler Fagraklett

Foto: Eiler Fagraklett

Foto: Torben Eskerod

Foto: Torben Eskerod

Foto: Randi Samsonsen

Foto: Randi Samsonsen

Foto: Randi Samsonsen

Foto: Randi Samsonsen

Foto: Randi Samsonsen

Foto: Randi Samsonsen

Foto: Eiler Fagraklett

Foto: Eiler Fagraklett

Ein tom Várframsýning við áhugaverdum verkum

DAEFA2F6-DBF1-40E4-A716-E956F291BE50.jpeg

Tann 29. Várframsýningin er við fáum undantøkum ein ljós, luftig og heldur tom uppliving av deja vu. 

Sum ein listamaður skemtandi helt fyri, verður av álvara oyðslað við veggjaplássinum í Listaskálanum. Fjúrtan luttakarar eru við, harav fleiri bert hava eitt ella tvey verk við á framsýningini. Tey trý í úrveljingarnevndini, Randi Samsonsen, Jón Sonni Jensen og Annika Gregoriussen hava gjørt eitt gott arbeiði og hava sáldað nógv frá. 

Stranga úrveljingin hevur við sær, at framsýningin hevur eitt reint og ruddiligt yvirbrá uttan serliga nógva kitsch og tað er gott, tá vit nú eru stødd í Listaskálanum og á eini Várframsýning, sum skuldi verið framsýningar-pallurin hjá yrkislistafólkunum. Tað er hon ikki og ein so mikið reduktiv uppheinging, sum úrveljingarnevndin hevur framt, krevur eina ávísa nøgd av ordiligari dygdarlist. Har eru nøkur tílík verk á framsýningini, men tey eru heldur fá. Spurningurin er um ikki Várframsýningin átti at broytt format til biennalu, so at framsýningin annað hvørt ár gav okkum eina sannførandi mynd av hvat rør seg millum yrkislistafólkini.

Við á Várframsýningini 2018 eru Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Kathrina Højgaard, Astri Luihn, Bjarni Mohr, Bjørg Jacobsen, Dan Helgi í Gong, Jana Jónhardsdóttir, Jóhan Martin Christiansen, Maria Smith, Nicolina Højgaard, Pernille Mejslov, Vagnur Dam, Vígdis Petersen og Zacharias Heinesen.

Hóast tað, at nógv av nøvnunum eru lutfalsliga ókend, so er samlaða listarliga úttrykkið á framsýningini merkiliga gamalkent. Støðið sum heild ger ongum fortreð. Nógv verk eru rímiliga góð, nógv av hesum er grafikkur og blandað tøkni, ið ber brá av góðum estetiskum smakki og tilfarsligum ansi og hesi innan listina ungu ella nýggju fólkini eru so mikið dugnalig, at tey kundu uppiborið eitt pláss á Ólavsøkuframsýningini. Tað er heilt einfalt ov nógv við tveimum amatørframsýningum í Listasavninum um árið.

Sum kunnugt er einki so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Tómleikin á Várframsýningini skapar rúm fyri nøkrum listafólkum, sum hervið trína týðiligari fram enn tey plaga. Hetta er galdandi fyri Vígdis Petersen, hvørs abstraktu monotypi- og fotomyndir breiða seg um alla balkongina. Níggju abstraktar, svarthvítar myndir, sum minna okkum á tær fínu, seriellu, trídimensjonalu konstruktiónirnar, sum Vígdis Petersen gjørdi í hálvfemsunum.

Dan Helgi í Gong var fyrstu ferð við á Várframsýningini fyri tveimum árum síðani. Hann hevur tvey áhugaverd videoverk við í ár. Tað eina verkið, "Kroppur" er ein stuttur filmur við ekstremum nærmyndum av einum kroppi. Hitt verkið er audiovisuelt við ljóðum og tónleiki, tað eitur "You Should Clean Yourself" og vísir listamannin sitandi/liggjandi í eini balju meðan hann at kalla dansar og rørir seg við ávikavist boygdum og strektum beinum. Nú er hetta neyvan fyrstu ella einastu ferð, at ein videolistamaður filmar seg sjálvan exhibitionistiskt poserandi í ongum klæðum. Men í einum føroyskum samanhangi er hetta ein sera djørv sjálvsmynd og hvussu er og ikki er talan um eitt áhugavert listaverk, sum er fult av tilsipingum til barndóm, til sexualitet, eins og tað viðger og setir spurningar til maskulinitet. Hetta er tessvegna nakað so sjáldsamt sum eitt queer listaverk, ið eftir heitinum at døma, snýr seg um skomm og vónleysu royndina at vaska vaska hana burtur. Verkið er rættiliga myrkt við bláum ljósi, sum bæði gevur hugasamband til onkra gamla videoinstallatión hjá Bruce Nauman og til eina filmplakat, eg havi sæð frá filminum Blaue Engel, har tað er Marlene Dietrich, sum poserar og ger seg lekkra. Videoverkið varar í 2,09 minuttir (ljóðsíðan er longri) og er merkt av eini ávísari útvikling, ið flytir seg frá afturlatnum til meira opið og ekspressivt kroppsmál. Mótsetningurin millum ta barnsligu støðuna í baljuni og tað í støðum sexualiseraða kroppsmálið ger verkið groteskt og rørandi í senn. Var persónurin í baljuni ein kvinna, so var hetta í grundini ein klassisk og púra vanlig pinup positur - konur verða jú javnan pallsettar sum sexualiserað pinkubørn við stórum, óvitandi eygum í baljum, á bilum, í baðnum osfr. Lítla baljan, sum listamaðurin situr í, stendur ítøkiliga á gólvinum í Listasavninum á tremur í vatni, hesin rúm-installatoriski parturin riggar væl, men er kanska ein eitt sindur undirformuleraður partur av verkinum, sum kundi verið meira avgjørdur. Og møguliga er hetta galdandi fyri alla framsýningina.

Verkið, sum Astri Luihn framsýnir, er heldur óvæntað eitt videoverk. Tað eitur "Sexy Planet" og er ein djúpt ironisk viðmerking til okkara tíð, sum eg fegin vildi sæð meira av á Várframsýningini. Videoverkið er 3:32 minuttir til longdar og er eitt stationert útsýni við lúrikamera út yvir eitt feriustað við kunstgrasi og bleikum fólkum, sum liggja og sóla sær meðan lívið gerandisdagurin heldur áfram uttanfyri og bilarnar halda á við at koyra framvið. 

Málningurin hjá Zachariasi Heinesen er í sær sjálvum eitt glógvandi prógv fyri, at góð list als ikki er treytað av, at tøkni er nýskapandi og øðrvísandi. Heitið er eitt sindur spælandi og spyrjandi; "kan--din--sky" við tilsiping til abstrakta pionerin, Wassily Kandinsky. Málningurin er ein kompositión av bláum, okkur, turkis, violettum, gulum og rosalittum fýrkantum, ið eru settir saman í eini hugtakandi mynd sum eitt glitrandi, várligt lognbrá av sprækligum kanska jazzinspireraðum litsamansetingum.

Fólk til upplating

Fólk til upplating

Alda Mohr Eyðunardóttir

Alda Mohr Eyðunardóttir

Dan Helgi í Gong

Dan Helgi í Gong

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

4B0F9E24-9638-470C-A0E4-064E6F314046.jpeg

Atri Luihn

Meistaraligur málningur hjá Rannvá Kunoy á uppboðsølu í Finsen

listauppboðsøla.jpg

Nú leygardagin 7.apríl frá klokkan 14 ber til at gera eitt satt listakvett í Finsen, tá Fountainhúsið fer at hava eina listauppboðsølu har. Her verður hópin av listaverkum hjá  ymiskum føroyskum listafólkum sett undir hamaran. Hetta eru listafólk, sum ynskja at stuðla virkseminum hjá Fountainhúsinum. Tann størsti og dýrasti málningurin á uppboðsøluni er eitt verk hjá Rannvá Kunoy, sum nú eina tíð hevur hingið uppiá í Steinprenti.

Legal Tender eitur skínandi blái málningurin frá 2016, ið at síggja til er rættiliga líkur teimum málningunum hjá Rannvá Kunoy, sum júst í løtuni eru at síggja á framsýning í Saatchi Gallery í London. Við hesum bláu málningunum fann Rannvá Kunoy eitt úttrykk, sum hon í grundini hevur sóknast eftir líka síðani hon byrjaði at mála. Tað snýr seg um at bjóða grundleggjandi treytunum hjá málarínum av. Ein málningur er jú vanliga flatur og stationerur, hann er stillur og flytir seg ikki. Hyggja vit hinvegin at málninginum hjá Rannvá Kunoy, so leggur hann upp til rørslur og rúmd. Vit síggja tað á áskoðarunum, sum næstan trína eitt lítlan dans rundan um málningin, tí hann broytist alt eftir hvar áskoðarin er staddur. Myndevnið flýtur og glíður onkursvegna undan áskoðaranum og brádliga tykist myndin næstan holografisk, sum var talan um eina trýdimensjonalt rúm í myndaflatanum. Hetta kemst m.a. av nógvum tunnum málingaløgum, ið geva kensluna av dýpd og ljósi innan úr myndini frá tí hvítt grundaða løriftinum. Harumframt er tað sum um skyggjandi málingin skínur út í rúmið við einum um somu tíð  metalliskum og yvirjarðligum dámi. Samstundis forðar listakvinnan okkum í at njóta illusiónina, tað ger hon við rektangulera skapinum, sum er strikað á myndina til tess at leggja dent á, at talan altso er um ein ítøkiligan flata, ein málning. Og hendan málningin kann mann altso keypa á uppboðsølu til frama fyri Fountainhúsinum og gera listarligt kvetti samstundis sum mann ger eina góða samfelagsgerð.

https://www.facebook.com/fountainhus/photos/pcb.1275908602554100/1676332199111221/?type=3&theater