In Search of Lost Colours - Randi Samsonsen sýnir fram í Steinprenti

randi3.jpg

Leygardagin 12.mai klokkan 15-17 letur framsýningin hjá Randi Samsonsen, In Search of Lost Colours upp í Steinprenti. Hetta er ein serstøk framsýning við tekstillist og grafikki. Høvuðstøknið hjá Randi Samsonsen er tóvirki - hon bindur, heklar og seymar klædnastykkir, sum verða fyllt, formað og sett upp sum listaverk. Harumframt sýnir listakvinnan eisini fram steinprent, sum hon hevur gjørt til framsýningina. Hetta er fyrsta serframsýningin hjá Randi Samsonsen í Føroyum, og hetta er eisini fyrstu ferð, hon framsýnir litografi. Kortini er grafiska tøknið henni als ikki ókent, tí hon hevur starvast á grafiska verkstaðnum og hjálpt til har í fleiri umførum.

Framsýningin er konseptuel. Bæði prent og tóvirki hava sama útgangsstøði - tað er hetta, ið listakvinnan kallar litminni frá teimum ymsu  heimunum, har hon búleikaðist og vitjaði sum barn. Menniskjað er frá barnsbeini vælsignað við framúrskarandi eginleikum til at sansa sítt umhvørvi. Við víðopnum sansum síggja, lukta, hoyra og merkja vit rúmini kring okkum og hetta gera vit so gjølliga og væl, at tað ber til hjá okkum sum vaksin at endurvitja hesi somu rúm í huganum og síggja fyri okkum alt tað upplivaða, antin tað er tapetið við litríkum fiskum á vesinum hjá vinkonuni og teimum - har tað luktaði av onkrari ávísari sápu. Hjá hinari vinkonuni verður angin av kraftmiklum earl grey í køkinum sambundin við mjúkt blátt linoleum á køksgólvinum og heima var kenslan ljósabrún og eitt sindur hvøss av hesjantapetinum í stovuni. Hugsa vit víðari ber til at eyðmerkja sjálvt smáar staklutir litir og luktir í barndómsins stovum og køkum, fyri ikki at tosa um vindfang og gangir, har mann mangan stóð og bíðaði sum barn.

Litir hava stóran leiklut í minnunum hjá Randi Samsonsen og seinasta hálva árið hevur hon arbeitt empiriskt við sínum litminnum í eini listarligari verkætlan. Hon hevur vísindaliga granskað fotomyndir í familjumyndabókum og hevur burtur úr hesum gjørt litkort og notur, sum aftur eru útgangsstøðið hjá tekstilverkum og prentum. Øll verk á framsýningini, bæði tvídimensional og trídimensional eru grundleggjandi nonfigurativ. Litminnini hjá Randi Samsonsen manifestera seg sum rundleitt, organisk skap, ið liggja, standa ella hanga í rúminum. Summi verk eru náttúrukend og líkjast reivverum ella darlandi slokkum av bløðrutara. Men menniskjakroppurin er heilt avgerandi í hesum verkum bæði sum íblástur og fatanargrundarlag.

Tekstillistin hjá Randi Samsonsen tekur atlit til menniskjalikamið - hennara antropomorfu skap eru lík likamslutum, men hetta er eisini list, sum skal fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri verk eru bleyt og mjúk, meðan onnur hava ein meira hvassan yvirflata. Tilfarsliga er talan jú um hondarbeiðslutir, um heimavirki, ið tó at tað verður umsitið á øðrvísi og nýggjan hátt, enn knýtir hugasambond við brúkslutir, sum vit áður hava bundið, seymað og heklað. Onkrastaðni millum tað kenda og ókenda taka hesi verkini áskoðaran á bóli og fáa okkum at flenna og kenna, at vamlast, fegnast og minnast.

Randi Samsonsen býr og arbeiðir í Havn. Hon er útbúgvin Master í design frá Designskúlanum í Kolding í 2012 og umframt at vera listafólk starvast hon eisini sum lærari í sniðgeving á Glasi. Í 2013 hevði hon serframsýning á Norðurbryggjuni, hon hevur kuraterað fleiri framsýningar í Listasavninum og harumframt hevur hon luttikið í fleiri bólkaframsýningum heima og uttanlands. 2018 Traditionsbrud, Hobro. 2017 IsThisKnit København og Aguille en Feté, Paris. 2015 Our Arctic Future, Berlin.