Korallbruni - flúgvandi undirvatnsyrkingar

KORALLBRUNI.jpg

Havið dregur. Tað vita vit.

Og tað er einki nýtt, at havið er vandamikið og tiltrekkjandi eins og havfrýr, kópakonur, marmennlar og nykar, sum nú í hópatali verða til turistmagnetiskar standmyndir á náttúruvøkrum blettum kring landið alt. Standmyndirnar eru eyðvitað ein ítøkiliggerð av mýtum úr gomlum døgum. Hetta eru søgur, ið eru bygdar á fólksligar ímyndir um møtið millum menniskju og hugfloygdar havfrýr og havmenn, sum ikki minst romantiskir høvundar hava dyrkað. Hesar frásagnir um havsins fatalu atdráttarmegi eru í roynd og veru so mikið tugdar, at tær í útgangsstøði hava eitthvørt klichékent yvir sær. So tá yrkjaraegið í byrjanini av nýggja yrkingasavninum hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir, Korallbruni leggur klæði síni í ein penan bunka, stígur á helluna og tveitir seg á bláman, ja, so verða mínar lesaravónir skrúvaðar niður. Eg stúri heilt einfalt fyri at skula lesa okkurt longsulsfult rutinupatetiskt kenslusvans av eini sjálvmorðsbók.

Eg kundi ikki farið meira skeiv. Sjálvmorð og deyði eru í grundini ikki av stórum týdningí í hesum yrkingasavninum – savnið er hinvegin fult av yðjandi lívi, av skapan og av tilverunnar lívrunnu ringrásum. Av týdningi í hesi bók eru metabolisman, stoffskiftið ella tilfarsliga umbroytingin frá holdsligum menniskjahylki til náttúrufevnda vistfrøðiskipan.

Kanska kunnu vit siga, at tá yrkjaraegið setir av og kroppurin brýtur vatnskorpuna, verður eisini sett av fyri einum nýggjum máta at skriva um náttúru í føroyskari yrking. Hetta er næstan sum við alduni hjá J.P.Jacobsen, sum í staðin fyri at fylgja síni lagnu í teirri ævigu rørsluni millum land og hav, brádliga steðgar, fer á flog og undir veingjabreiði hjá sjálvum Pegasus verður ein yrking ella ein Arabesk til eina tekning hjá Michelangelo í Uffiziskálanum í Firenze.

Eins og aldan hjá J.P.Jacobsen er eisini Anna Malan Jógvansdóttir flúgvandi í hesum sjáldsama væl samanhangandi undirvatnssavninum, Korallbruni. Savnið byrjar við einum lyfti, eini einfaldari, konsentreraðari lítlari inngangsyrking við beinleiðis samanfalli millum yrkjaraeg og hav við tilsipingum til Hamlet og hansara tilveruligu hugleiðingar, meðan hann heldur í skøltinum á Yorick. Lesarin verður biðin um at lurta, og vit lýða gleðiliga á eina bók sum hesa.

Savnið hongur saman eins og ein yrkingasvita, sum í byrjanini lýsir yrkjaraegið á einari síðu og havið á hinari. Hetta havið bæði lokkar og lýgur, tí tað vil hava yrkjaraegið útí seg. Próvgrundin er tilfarsliga samanfallið millum salta havið og so saltið í egpersónsins sveitta og tárum júst sum í kenda sanginum hjá Eivør/Marjuni Kjelnæs. Og meðan júst hetta er ítøkiligt og satt, vísir uppáhaldið um, at deyðin er róligur og vakur, seg at vera lygn. Har er líðing og blóð í deyðanum. Kroppurin doyr og søkkur til botns og á botninum gera havsins djór sær dælt av honum. Krabbar og gággur leggjast á og verða likamliga eitt við yrkjaraegið. Meðan henda prosessin er í gongd, gongur eisini ein annar leikur fyri seg, sum fyrst er ein samrøða millum havið, sonevnda gágguhjartað og aðrar verur. Miðskeiðis í bókini er ein mynd, eitt ravmagnshjartarit ella eitt EKG av tí slagnum, sum verður gjørd, tá tú kemur til kanningar á sjúkrahúsinum og elektrodur verða settar ymsastaðni á yvirkroppinum at máta virksemið hjá hjartanum. Gágguhjartað er eitt slag av høvuðspersóni í frásøgnini. Tað liggur væl vart inni í eini gágguskel og ber, sum tað so vakurt stendur, beinagrindina uttaná. Hjartað er eftir øllum at døma gitnaðarført og leggur rogn, sum klekjast út í ljósið alt í meðan kroppurin upploysist, verður etin av fiskum og fer í eitt við havsins lívrunnu vøkstir: "eygnatarin blundar/ munntarin gapar reytt/ andlitstarin sveimar tungt".

Tvær hvalspýggjur dala niður á hvør sítt rivjabein hjá yrkjaraegnum og verða havbróst. Her broytist huglagið og verður meira pøst við endurtøkum, ið mynda eina ógvusliga havkvinnu, sum bæði ber í sær skapan og oyðilegging.

 

míni bróst eru tung nú

skína eldreytt

eru havsólir

við langum træðrum

skyggja

goysandi

sum eldgos

á havsins botni

 

Yrkjaraegið verður fyrst til taraskóg, men avmaterialiserast enn meira og verður at enda til blátt hav. Søgan er mýtukend og transformatiónin gevur lesaranum hugasamband við eitt nú ævintýrið um havfrúnna hjá H.C.Andersen, sum umbroytist fyrst til menniskja og síðani til eitt frumevni, men eg komi eisini í tankar um onkra erotiska, vitalistiska yrking hjá Karsteni Hoydal og sjálvandi hugsa vit eisini øll um ta dragandi Alduna hjá Gunnari Hoydal.

Í tíðindaskrivi frá forlagnum Eksil verður greitt frá, at savnið Korallbruni sambært yrkjaranum er ein roynd at skriva seg burtur frá menniskjanum og út í náttúruna, og at Anna Malan Jógvansdóttir arbeiðir út frá einum sokallaðum posthumanum og náttúruheimspekisleiddum rákið, ið er sterkt í hesum døgum innan innan list og skaldskap í Norðurlondum. Hetta ljóðar áhugavert, men tað einasta, sum í grundini hevur týdning er um yrkingarnar í bókini eru listarliga relevantar. Tað eru tær. Teksturin er yvirhøvur merktur av stórum málsligum, tilfarsligum, evnisligum og poetiskum tilviti og konsekvensi í hesi bókini, Korallbruni, sum bert er onnur útgáva hjá unga, gávuríka yrkjaranum, Onnu Maluni Jógvansdóttir. Eitt merkisvert avrik.