Úr myrkrinum - tvey tekstbrot

Tóroddurperma.jpg

Bókin um Tórodd Poulsen kom út á føðingardegi listamansin 15.oktober. Hon eitur "Úr myrkrinum" og heitið sipar til eina tráan hjá listamanninum at koma upp í ljósið, men bókin er eisini ein lýsing av einum avantgardulistamanni og hansara samtíð.

Eg havi fylgt við listamanninum og ummælt hansara verk í tjúgu ár, og bókin er í nógvum grundað á tað, eg havi skrivað um hann í tíðarskeiðinum 1997-2017.

Bókin snýr seg um yrkingar, myndlist og tónleik eftir Tórodd Poulsen, og um hvussu hansara verk hava verið móttikin. Síðan Tóroddur í 1984 gav út yrkingasavnið Botnfall, eru næstan fjøruti útgávur komnar frá honum umframt prent á Steinprenti og annað mangt. Í 2013 varð hann heiðraður við Mentanarvirðisløn landsins.

Her er eitt brot úr bókini, ið snýr seg um avantgardulist í Føroyum ella kanska um mangulin uppá tað sama.

Steinsetingar 2009 033.jpg

Avantgardulistin í Føroyum

Tað ber neyvan til at siga, at avantgardulistin sum so hevur íbirt nakra rørslu í Føroyum, ei heldur finst nøkur viðgerð av føroyskari avantgardu. Eingin ivi kann tó vera um, at avantgardistisk drøg hómast ymsastaðni í einstøkum føroyskum listaverkum og hendingum.

Eg havi hug at eyðmerkja ta nógv umrøddu hendingina, tá Jóanes Nielsen um várið í 1976 vísti seg krossfestan á Vaglinum, sum eina avantgardistiska happening. Í lítla stubbanum, sum er einasta almenna dokumentatión, ið finst frá samtíðini um hendingina, og sum stóð at lesa í 14.September, er tó lítil ansur fyri tí avantgardistiska í hendingini. Her tykist megináhugin heldur savna seg um hvussu illa ílætin tann krossfesti er. Lýsta hendingin er annars rættiliga spennandi í sær sjálvum. Meðan hvítusunnusamkoman hevur útimøti á Vaglinum eitt meðalhampa sunnukvøld um várið, tá allar Føroyar anda frið og brúna sós, kemur ein lastbilur brádliga framvið samkomuni við einum krossfestum manni í lastini. Lagt verður aftrat, at tað frá bilinum varð rópt “Messias er komin, Messias er komin”. Greinaskrivarin tykist næstan líka ørkymlaður sum samkoman av hesi óvæntaðu afturkomu Kristusar á Vaglinum. Eingin eyðmerking er av gerningsmonnunum, men hugsast kann, at greinaskrivarin veit meira enn hann skrivar. Hann hevur í øllum førum ein greiðan illgruna um eina ávísa politiska motivatión, ið hann fær at hanga saman við eini altjóða hending júst sama dag, 9.mai í 1976, tá týski vinstrahalli terroristurin, Ulrike Meinhof doyr í Stammheim fongslinum. Meðan almenna frágreiðingin heldur uppá, at Meinhof hevur hongt seg, talar nógv fyri, at hon er myrd av sínum fangavørðum og hetta elvdi til mótmælistiltøk, ið vórðu fyriskipað av viðhaldsfólkum.

Eg havi spurt Tórodd Poulsen, ið heldur alt hetta vera reinar gitingar. Hvørki hann ella greinahøvundin vóru til staðar, tá hendingin fór fram, sigur hann. Sjálvur gekk hann á Háskúlanum um hetta mundið og júst tann morgunin, minnist hann, at hann aftur við morgunmatinum hevði greitt sínum undrandi skúlafelagum frá einum dreymi, hann hevði droymt; at okkurt provokerandi fór at henda á Vaglinum. Um kvøldið komu tvær gentur, sum høvdu verið í býnum, algoystar yvir til hann og søgdu við ein munn "Tóroddur, tú ert sanndroymari, oyn maður bleiv krossfestur á Vaglinum í kvøld!".

Nú kann kritiski lesarin kanska spyrja um henda góða krossfesting ikki bara var ein væl fyriskipað beistagerð og tað kann væl vera. Men eg haldi meg altso hóma okkurt avantgardistiskt í hesum mótmælinum móti sekteriskum kristindómi her á landi; tað hevur við villskapin og dirvið at gera. Sjálvandi er hetta ein heilt óalmindiliga stuttlig happening, men mest av øllum er sjálvur formurin hugtakandi og sterkur, eisini hjá okkum, sum ikki sóu tilburðin, men bara hava hoyrt um hann.

Ímyndin av einum krossfestum yrkjara, sum er stáplaður upp í einum pickup-lastbili, ið koyrir framvið einum útimøti á Vaglinum er einki minni enn fantastisk og hevur sitið rimmarføst í mínum høvdi, síðan eg hoyrdi hana, og tí kendi eg hana eisini aftur í installatiónsverkinum Bommgarðurin á framsýningini Steinsetingar (2009), sum Tóroddur Poulsen hevði í Listahøllini í hølunum hjá Skipasmiðjuni MEST á Rundingi í Havn. Verkið inniheldur eina týðiliga tilsiping til happeningina í 1976. Installatiónin var sett saman av einum organiskum flaggskapi í litunum hjá Merkinum, sum var myndað av hvítum sveisarabommum, reyðum kongabommum og bláum uglubommum, umframt unikabókaverkinum, Tað fyrsta og tað síðsta frá 1997. Oman á einum flaka úr íspinnum við síðuna av eini leikutoysbroyt lá sjálvur frelsarin; ein lítil hálvnakin Kristusfigurur við útbreiddum armum niðri í lastini á einum lítlum, gulum lastbili...

Tíverri er bert eittans eintak av installatiónunum hjá listamanninum varðveitt (í Listasavninum í Tønder), men onkrar fotomyndir eru tíbetur til skjals. Bommflaggið, sum hann hevur framsýnt fleiri ferð er ikki til meira; tað bleiv so klistrut og svansut, greiðir listamaðurin frá. Men hetta verkið er í grundini eyðkent fyri eitt fluxus-listaverk; framleitt úr forgeingiligum tilfari, ið lættliga kann niðurbrótast t.d. við at bommini smelta ella onkur áskoðari etur tey, og tað vóru í roynd og veru onkur børn, sum ikki heilt kundu lata bommini vera, og hetta leggur sjálvandi eina dimensión aftrat tulkingini. Ein onnur av installatiónunum á somu framsýning æt Sjósetingar og hevði sama forgeingiliga brá - tað var ein bunki av litrúkum pappírsbátum, sum vóru framleiddir av endurnýtslutilfari, m.a. av gomlum og nýggjum fernseringskortum.

Steinsetingar 2009 030.jpg

Skálkabrøgd og avantgardisma hava ivaleyst felags eyðkenni júst sum óvitalótir og frælsisstríð; allýsingin valdast bæði avsendara og móttakara, hvørjar umstøðurnar eru, eins og munurin hevur við intentiónir og estetiskt skap at gera. Jóanes Nielsen kemur sjálvur inn á hugtakið avantgardulist í einum bíløgdum “Eftirgangi” í prosabókini Sót og søgn, sum kom út á forlagnum Fannir í 1998. Her nevnir Jóanes Nielsen m.a. at hann saman við Tóroddi og øðrum var við í einum sjónleikarabólki, sum skapti fleiri leikir síðst í hálvfjersunum og fyrst í fýrsunum. Upplýsingin er áhugaverd. Leikritið er millum fáu sjangrurnar, sum Tóroddur ikki hevur fingist við og allíkavæl sæst tað dramatiska ymsastaðni í verkinum hjá TP m.a. í yrkingum, ið eru settar upp eins og smáir leikir við orðaskifti millum tveir ella fleiri persónar. Í savninum Royggj, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út í 2002 er til dømis ein samrøða, har teir báðir T(róndur?) og S(igmundur?) á óhetjuligan hátt verða útsettir fyri fullisjúka sosialrealismu: “.. T Eigur tú ikki eina øl? Russarareyvar, tú og tínar russarareyvar og rómi, súrur rómi eisini./ S Halt nøs tína frá mínum køliskápi!/ T For helviti maður, tað vóru fleiri øl eftir, tá eg fór í gjár. Og tú lást har og snorkaði/ S Onkur hevur krógvað tær./ T Hvar?/ S Tað kanst tú ikki gita, men onkustaðni her í køkinum./ T Gev mær so for helviti eina øl!...”. Í Royggj verða fleiri romantiskir sannleikar bjóðaðir av. Í áhugaverdari grein um entropi og yrkingar frá ymiskum tíðarskeiðum vísir Bergur D.Hansen á hvussu Tóroddur Poulsen brúkar samlyndið í kendu yrkingini hjá Goethe Wandrers Nachtlied til at visa á vantandi harmoni í nútíðini: “Í yrkjarans nútíð er alt “ein helvitis gangur”, og einsemi er toført at finna, allastaðni troka onnur seg fram, ein rúgva av øðrum yrkjarum vilja halda somu leið, og tí ræður um at skrála og geyla fyri at rudda sær sjálvum slóð, serliga má ansast eftir nýkomnum epigonum..” (Bergur D.Hansen: Orðdeyvur Goethetróndur)

Listin hjá Tóroddi Poulsen er avantgardumerkt uppá fleiri ymiskar mátar. Avantgardubrá síggjast t.d. beinleiðis í orðatilfarinum og hugtøkum, sum koma fyri í hansara yrkingum, myndum, framførslum og sangum. Botnfall er eitt tílíkt orð um nakað, ið verður myndað av evnum, ið verða útskild og síðani søkka til botns. Í vanligum tosi sipar hugtakið til nakað negativt, men tað er eyðkent fyri henda listamannin, at áhugin er stórur fyri øllum tí, sum býr á botninum...

 

 

Fyrilestur og list í Hoyvíkar Kirkju

23154733_1995949227343169_5879144614200668357_o.jpg

Nú mikukvøldið 15.november kl. 19.30 heldur Jákup Reinert Hansen, lektari, fyrilestur í Hoyvíkar kirkju við evninum "Tá reformatiónin kom til Føroyar".

Fyrilesturin, sum byggir á nýggja gransking, greiðir frá, hvussu tann evangeliska trúgvin fekk fastatøkur millum fólkið her á landi. Jákup Reinert Hansen sigur, at sambært Lucas Debes 1673 høvdu føroyingar so stóran kunnleika um trúnna, at eingin í Danmark kundi metast javntvið teir. Fyrilesturin er liður í Miðviku-tiltakinum hjá Hoyvíkar kirkju. Eftir framløguna hjá Jákupi verður drekkamunnur í kirkjukjallaranum, har fólk eisini hava høvi at spyrja og viðmerkja evnið. Øll eru vælkomin.

23155155_1995949944009764_3028885277016770547_o.jpg

Mikukvøldið er somuleiðis síðsta kvøld, at framsýningin um trúnna á tað góða sjálvt um tað ónda er til er opin. Henda lítla framsýningin fekk størri uppmerksemi enn eg hevði væntað fyrst frá Kringvarpinum og síðani frá Norðlýsinum, ið so púrasta demonstrativ misskilir mínar tankar við framsýningini. - Ikki pláss fyri Jesusi í framsýning í Hoyvíkar Kirkju var yvirskriftin hjá John Williami Joensen 6.nov í Norðlýsinum. Um hann hevði sæð framsýningina ella bara hevði hoyrt meg rætt, hevði hann helst verið greiður yvir hvussu skeivur hann fór, tí framsýningin er full av Jesusi - har eru kanska ikki so nógvar myndir av ljóshærda, síðhærda glansibílætajesuspápanum, men hópin av ymishættaðum Jesus-lýsingum í abstraktum líki í skapi av nøkrum inniligum, góðum og eyðmjúkum.

Áðrenn upplatingina av framsýningini, sendi eg hesa greinina til Dimmalætting:

Leygardagin 4.nov læt ein serstøk listaframsýning upp í Hoyvíkar kirkju í sambandi við 10 ára vígsludagin hjá kirkjuni. Talan er um eina framsýning, ið snýr seg um okkara ímyndir um gott og ónt. Verkini eru framleidd í Steinprenti av listafólkunum Claus Carstensen, Erik Heide, Peter Carlsen, Anker Mortensen, Tóroddi Poulsen og Fríðu Matras Brekku. Kinna Poulsen er kurator og greiðir her frá framsýningargrundarlagnum.

 

claus hoyvik.jpg

Í bókini hjá Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen, Lille Dæmonologi frá 2013 hugleiðir danski yrkjarin um óndskap og okkara lyndi til at minka um og gera óndskapin minni duldarfullan við at fata hann sálarfrøðiliga eins eina holdsliggerð av okkara burturskotraðu hugsanum, angist og trá. Claus Carstensen hevur í fleiri umførum granskað í ymiskum sløgum av myrkum myndamáli, ið talar til tey ólukkuligu og ótilpassaðu og vil ala fram eina hatursmentan. Hansara døkku myndir eru fullar av negativari orku, av uppøstum hundum og bøðlum, av hatri og maskukendum andlitum, sum við óndum, tómum eygum stara illbønandi út móti áskoðaranum. Við støði í ræðuligu frásagnunum frá nazistiskum týningarlegum, men eisini orsakað av hansara egnu upplivingum av púra gerandisligari sadismu, er Søren Ulrik Thomsen farin at halda, at tað ónda er til heilt ítøkiliga, tí hóast óndskapur er ringur at fata, er hann ikki uttan mál og mið. Thomsen heldur, at sjálvt um djevulin kann tykjast sum ein mystiskur, miðaldarligur figurur, hava vit tørv á einum tílíkum tilvitaðum illamanni, sum vil øllum ilt og sum innlimar allan óndskap.

 

peter.jpg

Hugmóðin

Andsagnarligi trupulleikin við illamanni og óndskapi er sjálvandi, at tað ónda onkursvegna má henda við loyvi frá einum alvaldandi Guði. Vit kenna øll klassiska spurningin: Um Guð er til, hevur skapt alt, er allastaðni og altavgerandi, hvussu kann Hann tá loyva øllum ræðuleikunum í heiminum og hevur Hann ikki skapt hungursneyð, kríggj, terror, flóttafólkastreymar, ja sjálvan deyðan? Í Koranini kemur tað ónda inn í heimin við syndafallinum, ið á sama hátt sum í Bíbliuni er ein søga um hvussu fyrsta menniskjað misti sítt sakloysi. Koranin hevur eins og Bíblian onga eintýðuga frágreiðing, ið ger greitt hví tað ónda er til, og hvaðani tað stavar. Men óndskapurin tykist fylgja menniskjanum næstan sum ein trúfastur hundur og sýnist knýttur at nøkrum kenslum, ið tykjast sára menniskjansligar. Sambært Koranini skapti Guð menniskjað av leiri og blásti lív í tað. Síðani greiddi Guð einglunum frá ætlan síni við menniskjunum, at tey skuldu vera hansara umboð á foldum. Einglarnir høvdu hug at mótmæla eitt sindur og hildu, at hetta fór ikki at ganga væl. Men Guð sannførdi einglarnar og vildi hava teir at bukka fyri og vera lýdnir mótvegis fyrsta menniskjanum. Hetta gjørdu allir einglarnir uttan ein, sum æt Iblis og tá Guð spurdi hann hví hann ikki vildi bukka, svaraði Iblis: Eg eri betur enn menniskjað; tú skapti meg av eldi og hann av leiri. Síðani varð Iblis stoyttur út úr himmalinum og í fallinum umbroyttist hann frá lýsandi eingli til ein ræðuligan skapning, al-Shaytân (Sátan). Søgan minnir um okkara skapanarsøgu, hon endar ikki her - tað áhugaverda í sambandi við framsýningina er, at útgangsstøðið í niðurtúrinum og orsøkin til tað fatala ólýdnið er hugmóðin.

23167968_1995950507343041_7036557306892458525_n.jpg

Deyðssyndir sum nútíðar dygdir

Hugmóðina kenna vit menniskju væl. Henda sjálvfeita varhugan av, at vit eru betri enn hini fólkini. Hugmóðin varð einaferð hildin at vera ein tann ringasta syndin. Tær sjey deyðssyndirnar er elligamalt hugtak fyri kardinalsyndir so álvarsligar, at tær vóru mettar at vera ein grundleggjandi og ófyrigevandi uppreistur móti Guði. Men sambært listamanninum Peter Carlsen, ið tekur útgangsstøði í bókini hjá Jan Lindhardt frá 2001 De syv dødssynder, eru deyðssyndirnar als ikki hvat tær hava verið, fleiri av hesum syndum verða beint tvørturímóti mettar sum dygdir í dag. Grammleiki verður t.d. samsýndur ikki við revsing men við pengum, ognum og dýrum ferðum. Tílíkar herligheitir verða lovprísaðar ella leikaðar í stóran stíl á Facebook – ikki minst um tú onkran vanligan dag uttan fyri feriutíð almannakunnger eina mynd av lekrum hotelmati, víni og easy living. Leti er gott, tí tað verður mett sum eitt tekin um ríkidømi. At vera nøgdur og støðufastur, at stríðast og geva einum arbeiðsplássi alla tína arbeiðstíð verður hinvegin ikki mett serliga høgt. - Nei, tú skalt flyta teg javnt og samt og menna tíni potentiali. Hesin hugsunarhátturin er bara áhugaverdur út frá eini samtykt um, at menning er nakað, sum er gott. Uttan nakað endamál tykist hugsunarhátturin avstubbaður sum var einstaklingurin sjálvur byrjanin og endin á alheiminum og tað er hetta sjálvgóða, stuttskygda og stupida bráið, sum Peter Carlsen viðger í sínum sjey sjálvsmyndum.

IMG_6433.jpg

Menniskjansliga anti-hetjan

Í okkara bíbliusøgu hava leiklutirnir hjá antihetjunum ikki minni týdning enn tann  hjá hetjunum. Tað heroiska er onkursvegna upphevjað og oman fyri okkum øll, meðan vit væl skilja menniskjansligar veikleikar. Tá nú Judas er ónøgdur og verður freistaður, so skilja vit, at eisini lærusveinarnir vóru menniskju eins og vit. Tað sama tykist Tóroddur Poulsen halda í síni mynd av Heilagu Kvøldmáltíðini, sum er nakað væl einfaldari enn kenda myndin hjá Leonardo da Vinci. Samstundis er hon meira kompleks, tí listin hjá Tóroddi Poulsen er konseptuel og grundað á tankar og hugskot. Á myndini hjá Tóroddi Poulsen síggja vit gyltar ljósstrálur í erva. Í miðjuni eru trettan spannir, har tann eina er rein innan og ein er koppað og niðast eru trettan skøltar. Øll tann neyðuga sorgarsøgan verður søgd við fáum skreytum við denti á tað menniskjansliga. 

Hoyvíkar Kirkja Framsýning.jpg

Trúgvin á tað góða

Í øllum prentmyndunum hjá Erik Heide hómast ein serligur forkærleiki fyri ti eyðmjúka og eitt inniligt takksemi fyri tað stórbæra í lívsins smálutum. Ein av prentmyndum hansara hevur sermerkta heitið: Pinnurin hjá Mikkjali og er hetta ein tekning av einum pinni, sum ein smádrongur einaferð fann sær at spæla við. Samstundis er myndin ein pallseting av øllum tí nógva, sum eitt barn kann fáa burtur úr einum púra einføldum pinni. Erik Heide er føddur á oynni Mors í 1934, har hann enn býr. Hann er ikki minst kendur fyri sínar mongu kirkjuprýðingar, sum hann sjálvur hevur mist talið á, hann var bara 22 ára gamal, tá tann gjørdi ta fyrstu. Listamaðurin hevur stóran áhuga fyri keltiskari list og hansara egnu verk eru merkt av sama sterka einfeldi og inniliga átrúna sum hómast inni í gomlum romanskum kirkjum. Verkini hjá Erik Heide eru modernað við álvarsligum eksistentiellum innihaldi, tey snúgva seg um lív og deyða hjá menniskjanum á foldum og sjálvt um listamaðurin ikki altíð nýtir eitt beinleiðis kristiligt myndamál í myndum sínum, eru hetta myndir, sum trúgva uppá og sum takka fyri alt tað góða í tilveruni. Eitt takksemi, ið er fult av ljósi og skugga sum í hesi lýsingini hjá Williami Heinesen, ið lýsir bardagan millum ónt og gott soleiðis:

“Solen skinner paa vaagens vestlige side. En vidunderlig morgen! De smaa støvede og skimlede pakhusruder fører en haabløs kamp for at holde solskinnet ude. Men det er dem for overmægtigt. Det har godhedens sejrrige vælde i sig, det tøer dem op med samt deres grønne mug og teologiske edderkoppespind, ligesom den gode handling tilintetgør smaa menneskers rænker og nederdrægtigheder (s.199 De fortabte Spillemænd).

Ein spildurnýggj mynd, ið er gjørd í oktober í ár, er av bamsuni hjá Erik Heide, sum hann hevur havt síðani hann var føddur. Og um hon sær eitt sindur vesalig út er tað tí, at hon var inni, tá húsini hjá listamanninum og hansara familju brunnu niður í grund fyri nøkrum árum síðani. Tey sloppu øll út og tá tey skoðaðu toftirnar, sat bamsan so svinn mitt í rokanum. Songin, har hon annars átti at liggja var fullkomiliga brend, men bamsan var næstan óskalað. Eftir hetta hevur listamaðurin ansað enn betri eftir bamsuni.

22851980_1993840227554069_5619763300391449929_n.jpg

Seyðir og Víkin fagra

Djóra- og landslagslýsingarnar hjá Fríðu Matras Brekku eru somuleiðis fullar av kærleika og tokka. Djórini eru myndevnisligur aðaltáttur í verkunum hjá Fríðu Matras Brekku og speglar hetta hennara stóra áhuga fyri djórum, hundum ikki minst. Hon hevur teknað hundar, men hevur í serligan mun lagt seg eftir at tekna og mála seyð, sum annars hava verið meira ella minni ósjónligir í føroyskari list. Fríða Matras Brekku hevur málað fleiri kerlig og stuttlig seyðaportrett, og seyðir síggjast eisini ymsastaðni í hennara landsløgum. Hugsa vit listasøguliga um seyð og lomb, eru vit komin til tað øvugta av hugmóðini og aggressiónini, tí seyður hevur altíð verið ímyndin av tí eyðmjúka. Seyðirnir hjá Fríðu Matras Brekku eru ikki beinleiðis kristin symbol eins og í bíbliuni, men allíkavæl eru seyðamyndirnar merktar av einum serligum takksemi og undran yvir heimin og tilveruna. Og sjálvt um myndamálið hjá Anker Mortensen er meira abstrakt, eru hansara myndir av Víkini føgru merktar av júst sama inniliga takksemi. Figuratiónirnar av húsa- og skipaskapilsum og úr haganum eru úr Hoyvík, har Anker Mortensen búði eina tíð. Umframt abstrakt mynstur innihalda hesar myndir afturminningar til eitt sakleyst og gandað barndómsunivers uttan rationel ella realistisk mørk ella sum Tóroddur Poulsen yrkir í nýggja yrkingasavni sínum, Ferðamaður í egnum heimi:

og fari víðari

taki einki við mær

seti meg í ein bát

sum hevur ligið

á havsins botni

og sum nú

er drigin upp á turt

so eg kann sita í honum

og halda leiðina fram

inn í himmalin

23031523_1993840247554067_1761984636159207011_n.jpg

 

Keldur: Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen: Lille Dæmonologi (2013), William Heinesen: De fortabte spillemænd (1950), Iblis/Islam Britannica.com, Tóroddur Poulsen: Ferðamaður í egnum heimi (2017).

 

List úr Norðoyggjum

list úr norð.JPG

10. november 2017 til 21. januar 2018

Verk frá Norðoya Listafelagi, Norðoya Sparikassa og Klaksvíkar Kommunu

Norðoya Listafelag, Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar Kommuna hava lænt Listasavninum eina røð av góðum listaverkum frá listafólkum, sum hava tilknýti til Norðoyggjar. Nógv forkunnug verk eru at síggja, og fleiri av hesum hava ikki verið sýnd fram í eitt longri tíðarskeið. Listafólkini á framsýningini eru Amariel Norðoy, Edward Fuglø, Frida Zachariassen, Hanni Bjartalíð, Hans Hansen, Hans Jákup Glerfoss, Marianna Bjørgheim og Olivur við Neyst.

Framsýningin er opin til sunnudagin 21. januar 2018.
Til og við 28. februar 2018 er ókeypis atgongd á Listasavninum. 

Opið er týsdag til sunnudag frá kl. 13-16.

Opið týsdag - sunnudag kl. 13-16. Eisini heiligdagar. Ókeypis atgongd til 28. februar 2018

Ein undirhaldandi sending um Ebbu Hentze

ebb.jpg

Eg havi sitið og hugt at dokumentarsendingini um Ebbu Hentze við forvitnum, sorgblíðum eygum, sum eisini vórðu eitt sindur blonk av lýsingini hjá Oddvá Nattestad av likkunum, ið vórðu komnar at siga divuni á deyðastrá farvæl – Aja, soleiðis fer verðin við øllum, mutli eg og fái púrasta ómotiverað hug at drekka hvítvin og roykja grønar look-sigarettir. Eg havi áður ummælt tílíkar portrettsendingar hjá Kringvarpinum, har eg havi funnist at vantandi listaviðgerð, at dentur heldur verður lagdur á persónligar og anekdotiskar lýsingar. Hetta sama má sigast at vera galdandi fyri nýggja dokumentarin hjá Suna Merkistein, at hann fyrst og fremst er ævisøguligur og snýr seg um lívið hjá Ebbu Hentze soleiðis sum hennara góðu vinfólk lýsa tað. Og tá tað er Ebba Hentze, sum hevur høvuðsleiklutin, so er tað stak undirhaldandi m.a. at hoyra høvundar, vinfólk og grannan í C.Pløyensgøtu, Brynhild Thomsen greiða frá. Í sendingini verður sagt, at Ebba Hentze hevði alstóran leiklut í føroyskum bókmentum sum týðari, ráðgevi, íbirtari og rithøvundur. Hon varð heiðrað við barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs, virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanarlig avrik, við Mentanarvirðisløn Landsins, við Sømdargávu Landsins, eins og hon var heiðurslimur í Rithøvundafelag Føroya. Í veruleikanum er tað undrunarvert, at hon fekk ta stóru mentanarvirðislønina, tí tann virðislønin verður latin fyri útinnt listarligt verk og so stórt ella sannførandi var hennara sjálvstøðuga listarliga lívsverk neyvan - og hvør veit um hetta møguliga er ein orsøk til ta vantandi listaviðgerðina í sendingin (tað er bara Malan Marnersdóttir, ið sum so nertir við hennara bókmentaliga innsats). Eg minnist sjálv, at Ebba Hentze var ein, mann legði til merkis, bæði tá hon var í bestu árum, men eisini tá hon var ein gomul dama. Hon var allan vegin í gjøgnum ein markant persónligheit, sum uppførdi seg øðrvísi enn hinar konurnar. Eitt konufólk, sum hvørki kjøtgrýtur ella ráðandi ideal um penan gentuatburð fingu fastatøkur á. Kanska er tað hetta serstaka intellektuella frælsið, kritiska vitið og bitið, sum hennara landsmenn og – konur vildu virðismeta og takka henni fyri. Ikki veit eg annað enn, at Ebba Hentze í sjáldsama stóran mun tordi at taka blaðið frá munninum og siga erligt hvat hon meinti. Hennara kritiska lyndi er óvanligt í okkara lítla samfelag og konsensusmerktu mentan og fyri hetta hevur hon uppiborið allar møguligar virðislønir. Hetta er sama orsøkin til, at mann má fegnast um, at Suni Merkistein hevur gjørt portrettsendingina. Sendingin um Ebbu Hentze er partur av røðini um kendar føroyingar og sum so er tað ikki løgið, at tað ævisøguliga fyllir. Og tá er tað befríandi, at Suni Merkistein letur øll tey fittu fólkini kring Ebbu vera erlig og eitt nú greiða frá hvussu stríggin persónur hon kundi vera; áfallin, dominerandi, men eisini herlig, lisin og kultiverað. Tað er somuleiðis eitt stórt framstig, at eitt evni sum kynsligur samleiki verður tikið uppá tungu í einari føroyskari listafólkaportrettsending. Tað var ikki gamalt, men tá Carl Jóhan Jensen í sendingini staðfestir, at eingin mundi ivast í, at Ebba Hentze var samkynd, er tað gott og neyðugt – ikki tí at sendingin snýr seg um seksualitet, men tí at kynsligi samleikin er týdningarmikil partur av ævisøguni, sum verður søgd.  

Teitur spælir nýggjar sálmar og sangir í Vesturkirkjuni

vesturkirkja.jpg

Herfyri stóð Teitur fyri einum listarligum innslagi í danska Fólkatinginum í sambandi við reformatiónsdagin. Hann framførdi nakrar nýskrivaðar sálmar og framførslan var óvanliga innilig. Nú fáa vit í Føroyum skjótt høvið at uppliva hetta live í Vesturkirkjuni. 

Tað var í sambandi við reformatiónshátíðarhaldið, at Det Kgl. Vajsenhus í mei gav út nýggja kirkjusongbók. Bókin er lýst at vera margfaldar tulkingar av kristna trúarlívium og tilveru í samtíðini. Av teim 229 sálmunum eigur Teitur átta teirra. Hesir átta eru nú týddir til føroyskt og fer tónlistamaðurin at syngja og spæla teir og aðrar

í Vesturkirkjuni legardagin 2. desember klokkan 19.30.

Konsertin er ókeypis

teitu (1).jpg

Eitt sindur um trúnna á tað góða sjálvt um tað ónda er til - Upplating

Fríða Matras Brekku

Fríða Matras Brekku

Í gjár læt listaframsýningin upp í Hoyvíkar Kirkju, sum eg kallaði Eitt sindur um trúnna á tað góða sjálvt um tað ónda er til við steinprentum hjá Peter Carlsen, Fríðu Matras Brekku, Erik Heide, Anker Mortensen, Tórodd Poulsen og Claus Carstensen. Eg hugleiddi eina løtu og greiddi frá mínum hugsanum í sambandi við framsýningina. Hesar eru eitt sindur neyvari lýstar í grein í Dimmalætting. Hoyvíkar Kirkja er eitt sindur uttanfyri mítt vanliga framsýningarøki, so eg visti ikki hvat eg kundi væntað mær, men gleðist um fjálga áhugan, sum framsýningargestirnir sýndu mær og listini á vegginum. Framsýningin verður hangandi inntil 15.nov og er opin dagliga frá klokkan 14-16 - tó ikki í dag. Har hevur verið morgunmatur í kirkjuni í morgun og guðstænastan verður sjónvarpað í dag klokkan 15.30. Eg seti nakrar myndir her, sum Jan Andersson og Tórður Mikkelsen hava tikið.

Erik Heide

Erik Heide

Eg greiði Dorthe frá tveimum prentum hjá Fríðu Matras Brekku

Eg greiði Dorthe frá tveimum prentum hjá Fríðu Matras Brekku

Fríða Matras Brekku

Fríða Matras Brekku

Claus Carstensen

Claus Carstensen

Peter Carlsen

Peter Carlsen

Prát

Prát

Borð og stólar vóru settir upp til morgunmat sunnumorgun

Borð og stólar vóru settir upp til morgunmat sunnumorgun

Erik Heide - Pinnurin hjá Mikkjali

Erik Heide - Pinnurin hjá Mikkjali

Bamsan hjá Erik Heide

Bamsan hjá Erik Heide

Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen

Ein vakur dagur og útsýnið úr kirkjukjallaranum er gott

Ein vakur dagur og útsýnið úr kirkjukjallaranum er gott

Art me up, Scotty!

P1000024.JPG

Ein ljósan, lættan og langan leygardag sum hendan, hevði eg ynskt, at eg átti ein transportara líka sum tann, tey hava umborð á Starship Enterprise, har tú ómakasleyst kanst beama hagar tær lystir, bæði fram og aftur uttan kuffert og reisifepur. Eg tími so illa at ferðast. Orki ikki fyri paranoida hýrinum í lufthavnum og flogførum, har øll eru potentiell kriminell. Tok ræðist eg, tí tey koyra so skjótt, og mann veit ongantíð um mann koyrir rættan veg.

12711233_1701649283415185_3846733358990065123_o.jpg

- Nei, tá er tað hópin lættari við transportaranum á Starship Enterprise. Átti eg eitt tílíkt akfar, hevði eg heilt vist fari mær ein beamitúr til Keypmannahavnar, New York, Lübeck og Hoyvíkar og hugt at hvussu tann føroyska listin skínur og glógvar - eisini uttanlands. Niðri eru ofta nógvar føroyskar framsýningar, konsertir o.a. Í Huset i Asnæs er í løtuni ein framsýning við frálíkum málningum hjá Tóroddi Poulsen og Zachariasi Heinesen, og í dag letur framsýningin, Seeing the unseen upp í Sophienholm í Kgs. Lyngby. Eg havi sæð málningarnar hjá Hansinu Iversen,sum eru við har og veit, at framsýningargestirnir hava okkurt heilt serligt í væntu. Eftir myndunum at døma er tað sama galdandi fyri framsýningargestirnir á gallarínum hjá Nathalie Karg í New York, har Rannva Kunoy hevur serframsýning.

P1000020.JPG
23117005_940394119446122_522922139925676302_o.jpg

https://wsimag.com/art/32179-rannva-kunoy

Og í Lübeck verður virðislønarhandan í kvøld, har fíni filmurin Dreymar við havið hjá Sakarisi Stórá og Marjun S. Kjelnæs er tilnevndur og har áhugin er stórur; Sakaris er á forsíðuni á kultursektiónini. - Tað hevði ikki verið so galið at uppliva alt hetta, men eg eigi ongan transportara, ei heldur havi eg koyrikort til vanligan bil, eg verði alsamt meira stationer og má lata mær lynda við møguleikunum her um leiðir.

23226842_10156881962782619_1857753965_n.jpg
23316480_1548854848529304_2865637329227157930_n.jpg

Í Gøtu verða Hoymakonsertirnar í kvøld og Í Klaksvík er tann ótrúliga Eyð Matras í holtur við eykasýningum av leikinum Katarina von Bora, sum hon sjálv hevur skrivað, og bæði á Tjóðpallinum og í Sjónleikarhúsinum eru sjónleikarar og tónleikarar í ferð við at fyrireika jólaundirhald. Í Steinprenti er ein undirhaldandi framsýning við verkum hjá Tóroddi Poulsen og í dag klokkan trý lata vit upp framsýning í Hoyvíkar Kirkju við verkum, sum eru framleidd í Steinprenti. Har fari eg! 

Hoyvíkar Kirkja Framsýning.jpg

Kirsten Thorup vann

scanpix Nils Svalebøg.jpg

Foto: Scanpix/ Niels Svalebøg

Tað var danski rithøvundurin, Kirsten Thorup, sum fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2017 fyri skaldsøguna Erindring om kærligheden. Harvið gjørdist okkara egna boð uppá ein vinnara, Sissal Kampmann ov stutt at vinna stóru norðurlendsku virðislønina, sum føroyingar nú ikki vunnu fyri 31. ferð - hvørki Rakel Helmsdal ella Yggdrasil fingu heldur virðisløn heim við sær. Men tey halda møguliga sum Sissal Kampmann, ið longu áðrenn nakað var avgjørt staðfesti (á FB), at hon følir tað sum hevur hon vunnið bara við at fáa sítt yrkingasavn, Sunnudagsland tilnevnt í so mikið flottum høpi sum hesum.

Í dag snúi mentanarsendingin Nón í útvarpinum seg um virðislønirnar. Vit hoyrdu góðar gjøgnumgongdir av tilnevnda tónleikinum, bókunum og barnabókunum, og harumframt var eitt prát við Sissal Kampmann, ið tóktist stórtrívast í Helsinki "millum hetjur sum Kirsten Thorup", sum Sissal orðaði seg.

Kirsten Thorup er fødd í 1942 - eg minnist, at vit lósu hennara Himmel og Helvede í studentaskúlanum í fýrsunum. Hon gav út sína fyrstu bók, Baby í 1973. Erindring om kærligheden snýr seg bæði um persónligar relatiónir og um danska samfelagið í dag og verður av fleiri ummælarum søgd at vera ein sera djørv skaldsøga. Takkarrøðan (hvør í himmalsins navni hevur funnið uppá, at vinnarin av størstu og týdningarmestu bókmentavirðislønini ikki skal hava meira enn 2 minuttir talutíð eyðsýniliga fyri at eitt ella annað popp-orkestur skal sleppa framat? Álvaratos, hatta má broytast!!!). Men Kirsten Thorup var væl fyrireikað og í stuttu røðu síni megnaði hon umframt at takka, eisini at varpa ljós á tann mangan kalda og ófestliga veruleikan, sum er hennara bókmentaliga útgangsstøði.

Kirsten Thorup verður við á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum 24-26.nov.

   

Koyr á Sissal, Rakel og Yggdrasil!

sunnudags.jpg

Í kvøld verður árliga handanin av norðurlendskum virðislønum í Finlandiahøllini í Helsinki. Føroyar eru við í kappingini um tríggjar heiðurslønir, tá Norðurlandaráðið í kvøld fer at lata sínar fimm heiðurslønir. Yrkingasavnið Sunnudagsland eftir Sissal Kampmann er innstillað til bókmentaheiðurslønina. Her er ein grein, eg skrivaði, tá savnið kom:

http://www.listaportal.com/tidindi/2016/3/10/o0ck3bgn3a2u1kv72re2d0ldkssxkw

Harumframt er tónleikabólkurin Yggdrasil innstillaður til tónlistarheiðurslønina, og bókin Hon, sum róði eftir ælaboganum eftir Rakel Helmsdal er innstillað til barna- og ungdómsbókmentaheiðurslønina.

Heiðurslønirnar eru 350.000 kr og handanin kann stroymast her: 

http://www.norden.org/en/news-and-events/news/watch-the-prize-ceremony

Teitur syngur í Fólkatinginum

teitu.jpg

í danska Fólkatinginum hátíðarhalda tey í dag reformatiónsdagin. Umframt røðu frá Margretu drottning hevði Teitur eitt listarligt innslag við nýskrivaðum sálmum. Eitt inniligt og rørandi innslag, ikki minst síðsti sálmurin, sum endar á føroyskum. Sjálvur sangstílurin er rættiliga serstakur, bæði ekspressivur og heilt niðri á jørðini - næstan sum tá sungið verður fyri børnum áðrenn songartíð. Har verður andað og hugsað millum orðini og yvirhøvur verður dentur lagdur meira á ta einføldu og inniligu frásøgnina í sálminum heldur enn á klassiskar sangteknikkir. So løgið sum tað ljóðar eru tey ómetaliga fá, sum megna at hava eina tílíka listarliga framførslu. Tað ger Teitur við eini eyðmýkt, ið riggar heilt ómetaliga har mitt í maktini. 

Teitur syngur, tá uml.40 min eru farnir:

http://mobiltv.ft.dk/video/20171/fpr/tv.4180

Hoyvíkar Kirkja 10 ár - Listaframsýning

pinn.jpeg

Leygardagin 4.nov kl.15-16 letur ein serstøk listaframsýning upp í Hoyvíkar kirkju í sambandi við, at kirkjan hátíðarheldur sín tíggju ára vígsludag.

Talan er um eina framsýning við átrúnaðarligum perspektivum, sum m.a. snýr seg  ímyndir okkara um gott og ónt. Verkini eru framleidd í Steinprenti av listafólkunum Claus Carstensen, Erik Heide, Peter Carlsen, Anker Mortensen, Tóroddi Poulsen og Fríðu Matras Brekku. Kinna Poulsen er kurator og hevur tikið útgangsstøði í bókini hjá Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen, Lille Dæmonologi frá 2013, har danski yrkjarin hugleiðir um óndskapsins lyndi. Claus Carstensen hevur í fleiri umførum granskað í ymiskum sløgum av myrkum myndamáli. Hansara døkku myndir eru fullar av negativari orku, av uppøstum hundum og bøðlum, av hatri og maskukendum andlitum, sum við óndum, tómum eygum stara illbønandi út moti askoðaranum.

Myndirnar hjá Peter Carlsen eru ímyndir av hugmóðini, ið einaferð varð hildin at vera ein tann ringasta syndin. Sambært listamanninum eru deyðssyndirnar als ikki hvat tær hava verið, fleiri av hesum syndum verða beint tvørturímóti mettar sum dygdir í dag. Í okkara bíbliusøgu hava leiklutirnir hjá antihetjunum ikki minni týdning enn tann  hjá hetjunum. Tað heroiska er oman fyri okkum meðan vit skilja tað menniskjansliga. Tá nú Judas er ónøgdur og verður freistaður, so skilja vit, at eisini lærusveinarnir vóru menniskju eins og vit, og at valið millum tað ónda og tað góða er eitt val. Myndin hjá Tóroddi Poulsen av Heilagu Kvøldmáltíðini er um somu tíð einfaldari og meira kompleks enn kenda myndin hjá Leonardo da Vinci. Á myndini hjá Tóroddi Poulsen síggja vit gyltar ljósstrálur í erva. Í miðjuni eru trettan spannir, har ein er koppað og niðast eru trettan skøltar. Øll tann neyðuga sorgarsøgan verður søgd við denti á tað menniskjansliga. 

Í øllum prentmyndunum hjá Erik Heide hómast ein serligur forkærleiki fyri ti eyðmjúka og eitt inniligt takksemi fyri tað stórbæra í lívsins smálutum. Ein av prentmyndum hansara hevur sermerkta heitið: Pinnurin hjá Mikkjali og er hetta ein tekning av einum pinni, sum ein smádrongur einaferð fann sær at spæla við. Samstundis er myndin ein pallseting av øllum tí nógva, sum eitt barn kann fáa burtur úr einum púra einføldum pinni.

Fríða Matras Brekku

Fríða Matras Brekku

Djóra- og landslagslýsingarnar hjá Fríðu Matras Brekku eru somuleiðis fullar av kærleika og tokka. Hon hevur teknað hundar, men hevur í serligan mun lagt seg eftir at tekna og mála seyð, sum annars hava verið meira ella minni ósjónligir í føroyskari list. Fríða Matras Brekku hevur málað fleiri kerlig og stuttlig seyðaportrett, og seyðir síggjast eisini ymsastaðni í hennara landsløgum. Hugsa vit listasøguliga um seyð og lomb, eru vit komin til tað øvugta av hugmóðini og aggressiónini, tí seyður hevur altíð verið ímyndin av tí eyðmjúka. Sjálv um seyðirnir hjá Fríðu Matras Brekku ikki eru beinleiðis kristin symbol, eru hennara seyðamyndir hennara merktar av einum serligum takksemi og undran yvir heimin og tilveruna. Og sjálvt um myndamálið hjá Anker Mortensen er meira abstrakt, eru hansara myndir av Víkini føgru merktar av sama inniliga takksemi. Figuratiónirnar av húsa- og skipaskapilsum og úr haganum eru úr Hoyvík, har Anker Mortensen búði eina tíð.  Umframt abstrakt mynstur innihalda hesar myndir afturminningar til eitt sakleyst og gandað barndómsunivers uttan rationel ella realistisk mørk.

Framsýningin í kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju er almenn og øll eru hjartans vælkomin.

Poul Andrias Ziska er besti kokkur í danska ríkinum

Foto: KOKS

Foto: KOKS

Poul Andrias Ziska er ársins kokkur boðar matstovan KOKS frá á síni FB-síðu. Tað er Den Danske Spiseguide, sum hevur latið sínar árligu virðislønir í kvøld og sum skilst hava Føroyar aftur gjørt eitt ordans gastronomiskt hál, tí umframt at vit eiga besta kokkin, er eisini Barbara Fish House virðislønt sum ársins besta fiskamatstova. Hjartaliga til lukku!

Tveir Havnarmenn sýna fram í Asnæs

20171028_135525.jpg

Leygardagin læt upp framsýning í Huset i Asnæs við málningum hjá Tóroddi Poulsen og Zachariasi Heinesen. Sjálv havi eg tíanverri ikki tíð at fara til Danmarkar beint í løtuni, men á myndunum, sum eg havi fingið frá Kim Kristensen sær tað út til, at heldur óvæntaða parlagið - millum the grand old man, Zacharias Heinesen, listamannin, sum meira enn nakar hevur definerað ta føroysku føroysku myndina, og sum ongantíð stendur stillur, men sum støðugt málar og flytur seg listarliga framá og endurnýggjaran, Tórodd Poulsen og hansara yrktu myndir  - eydnast ómetaliga væl. Kanska eru teir ikki so ymiskir, Havnarmenninir báðir. 

P1040125.JPG
22548741_933678600117674_2156356693302023259_o.jpg
20171028_135441.jpg
P1040101.JPG
P1040094.JPG
P1040104.JPG

Gávur frá Ny Carlsbergfondet á Listasavni Føroya

Rannvá Kunoy og Jón Sonni Jensen.jpg

Í døgunum kring 1. august vitjaði formaðurin í Ny Carlsbergfondet, Karsten Ohrt. í Føroyum. Hann brúkti eisini høvið til at vitja tær framsýningar, sum eru mangar í tali á ólavsøku.

Serligan áhuga fekk hann fyri uppsetingini av verkum eftir Rannvá Kunoy á grafiska verkstaðnum Steinprent og fyri framsýningini hjá Jón Sonna Jensen á granskingardeplinum iNova.

Hesin áhugi endaði við keypi, tríggir málningar eftir Rannvá Kunoy og sjey verk (málningur, skulptur og tekstil) eftir Jón Sonna Jensen.

Síðan hevur Listasavn Føroya søkt Ny Carlsbergfondet um at fáa verkini til listasavnið, til tess at menna savnið av føroyskari samtíðarlist, sum vendir sær móti umheiminum. Umsóknin varð gingin á møti, og er tað gleðligt, at vit nú hava fingið hesi tíggju verkini, sum eitt týðandi ískoyti til savnið.

Hesi verk – umframt ein málningur eftir Rannvá Kunoy, sum Listafelag Føroya hevur keypt – eru nú at síggja á Listasavni Føroya og eru hongd upp í tveimum samanhangandi rúmum, í glasstovuni út móti Viðarlundini og í klivanum við síðuna av .

Og so nakað um listafólkini:

rk4.jpg

Rannvá Kunoy

Rannvá Kunoy (1975) er útbúgvin í 1999 frá Royal College of Art í London og hevur í dag sítt støði í býnum. Í 2014 fekk hon sítt altjóða frambrot við síni framsýning á Centre Pasqueart í Bienne, Sveis og sølu til Charles Saatchi Collection í London.

Teir tríggir málningarnir eru í ætt við tey listaverkini, sum hon fekk altjóða viðurkenning fyri, við tí at nýtslan av krystalllitum kortini er meira framborin enn fyri trimum árum síðani. Bráið er abstrakt, har ljósar tóningar og spor á einum monokromum flata minna um eina skeivt eksponeraða fotografiska plátu.

Hóast abstrakta bráið rúma myndirnar eina tilvísing til ítøkiligar upplivingar, ikki minst listaligar, og sporini í myndunum hjá Rannvá Kunoy eru harvið eitt slag av mjørkakendum endurminningarmyndum, ið byggja á fortreytirnar hjá tí reina málninginum. Óítøkiliga og andaliga lyndið í myndunum verður styrkt av krystalllitunum, ið skapa líka so hvørvnar ljósglampar og skiftandi litbrigdi.

Jón Sonni Jensen.jpg

Jón Sonni Jensen

Jón Sonni Jensen (1988) er útbúgvin í 2012 frá Norwich University of Arts í Onglandi og er búsitandi og arbeiðir í Tórshavn.

Tey sjey verkini eru ein partur av eini framsýning/ installatión við tí kropsliga sum tema. Tilvísingarnar taka fyrst og fremst útgangsstøði í mynstrum á yvirflatum og tilfar av organiskum slagi, harafturímóti er sjálvur formurin strammur og minimalistiskur. Tað sansaliga og rationella gongur harvið saman í eina hægri eind, sum samstundis er ørkymlandi og kølandi estetisk.

Ein spenningur er millum tilfarið – aluminium, gips og latex. Viskositeturin hjá tilfarinum setur tað menniskjaliga og tað industriella yvirav hvørjum øðrum. Hetta kann bæði kennast tekkjandi og stoytandi, alt eftir hvørjum samanhangi tey eru í.

Listasavn Føroya er opið týsdag til sunnudag frá kl. 13-16.
Atgongugjald er 65 kr, lesandi 25 kr.

Teitur í nýggju bókini hjá Salman Rushdie

Foto: Samansett mynd/ Teitur og Wikipedia

Her á Listaportalinum verður javnan reypað um velduga innsatsin frá okkara listafólkum bæði heima og úti, so tað er ikki tí okkum vantar sjálvsálit teirra vegna. Allíkavæl má eg viðganga, at tað er nakað heilt serligt at lesa ta sera positivu lýsingina av Teiti í nýggju bókini hjá heimskenda høvundinum, Salman Rushdie, ið kanska er mest kendur fyri bókina The Satanic Verses. Tann bókin útloysti eina sonevnda fatwa við einum deyðadómi, sum høvundurin hevur havt hangandi yvir sær í nógv ár. Men harumframt er Rushdie háttvirdur høvundur, sum hevur fingið nógvar virðislønir fyri sínar bókmentir.

The Golden House eitur tann nýggja skaldsøgan hjá Salman Rushdie, ið sambært ummælum er sera áhugaverd, og gongur fyri seg í nútíðini í einum samfelagi, sum minnir ikki lítið um tað amerikanska samfelagið av í dag, m.a. við einum rættiliga problematiskum forseta, ið ikki er ólíkur Donald Trump. Brotið, ið snýr seg um Teit, sipar til hansara TED fyrilestur og til konsertina, sum hann og Nico Muhly høvdu í New York í vár:

“He was skulking about outside the Red Fish, the music place on Bleecker, inside which a Faroese singer was scheduled to perform a suite of confessional songs inspired by YouTube videos—in English, not Faroese, luckily for the audience. What was Kinski’s interest in any of this, YouTube, the Faroe Islands, music? But there he was, skulking. Hey, anybody got a spare ticket, a ticket you don’t need and could maybe donate to a good cause? Him being the good cause he had in mind. I was there because the Faroese singer’s American collaborator was a friend, and Kinski, seeing a familiar face, lit up and became high energy.

“You can do this for me,” he said. “Never mind everything else. This is important. This guy. Poetry & Aeroplanes, ever heard that? Beautiful. Did you know he recorded an album in the house where Ingmar Bergman died? Did you hear his TED talk? Whoa.” These were the most articulate words (except perhaps for his Shakespeare quote at tea in the Golden house) and the only non-apocalyptic thoughts I’d ever heard coming out of his mouth. “And you know all this, how?” I asked. His face darkened and, to keep it company, his vocabulary deteriorated. “Fuck off,” he said. “Never mind how.” I was curious now and, as it happened, I did have an extra ticket in my pocket, because Suchitra, of course, was working late. “If you want to get in,” I said, “I need the story.” He looked down at the sidewalk and shuffled his feet. “My buddy turned me on to him,” he muttered. “Bagram Air Base. Back in the day.” “You’re a vet,” I said, genuinely surprised. “You want proof?” he snarled. “Give me a blindfold and a disassembled AR-15. I’ll give you fucking proof.” This was when, if I’d had my warning radar switched on, I should have understood that all was not well, that this was a man near an edge. But I was guilty about my ignorance of his service, and then compounded my mistake by asking him a question about his “buddy,” and getting the response I should have known I’d get. “Didn’t make it. Ambush in Pakhtunkhwa. Now can I get the fucking ticket.”

I watched him during the concert. The songs were witty, even funny, but there were tears pouring down his face...”.

Týskvøldið er Teitur millum tey, ið framføra á konsertini Sálmar í nýggjum hami í Norðurlandahúsinum. 

Rannva Kunoy á Listasavni Føroya

rk7.jpg

Í skrivandi stund er listakvinnan Rannva Kunoy í New York og fyrireikar sína serframsýning á gallarínum Nathalie Karg, sum letur upp 25.okt. Tað er ómetaliga spennandi hvussu amerikanarar fara at taka ímóti listakvinnuni, vit bíða spent eftir ummælum o.t.

Eisini her í Føroyum hava vit í løtuni forkunnugt høvi at uppliva eina lítla framsýning við verkunum, sum Ny Carlsbergfondet keypti á framsýningini Abstrakt Summar í Steinprenti. NCF hevur valt at lata Listasavni Føroya málningarnar og á Listasavninum hava tey hongt myndirnar upp í einum rúmi fyri seg sjálvar. Tær hanga serstakliga væl og viðmælast kann at fara á Listasavnið at uppliva tær. Eg havi fotograferað tær við mínari telefon, men tað munar so ógvuliga lítið. Hesir málningarnir skulu síggjast har teir hanga, tí teir eru í grundini ómøguligir at fotografera.

Rannva Kunoy hevur við sínum nýggju málningum rokkið einum máli, sum hon hevur havt í nógv ár og tað er ein roynd at kveikja nýtt lív í eitt gamalt tøkni. Listakvinnan hevur í mong ár arbeitt við parametrum sum dýpd og flatu, har hon á ymiskan hátt hevur lagt dent á flatan á myndini, samstundis sum hon hevur accentuerað dýpdina. Við serliga litskiftandi litevninum, ið hon hevur funnið fram til, eydnast henni at umbroyta eina grundtreyt hjá málarínum; hetta at verkið stendur stilt í tíð og stað. Myndaflatin í hesum verkum er fullkomiliga óítøkilgur bæði orsakað av bygnaði og málihátti. Sjálv upplivingin av teimum er treytað av, at áskoðarin flytir seg og harvið er talan um eina støðugt flótandi upplivingarprosess.

Eg seti nakrar myndir inn her, sum eg sjálv havi tikið og sum Rannva Kunoy sjálv hevur tikið, men sum áður nevnt, viðmæli eg tykkum øllum: Far í Listasavnið og uppliva føroyska samtíðarlist, tá hon er best.

rk4.jpg
rk5.jpg
rk3.jpg
rk1.jpg
rannvakunoy.jpg

Alda fekk fimm stjørnuvirðislønir

franklin.jpg

Stuttfilmurin Alda, sum Franklin Henriksen leikstjórnaði vann í vár fimm virðislønir á Illinifest Student Film Festival, sum gongur fyri seg á universitetinum í Illinois. Hetta er ein stillur filmur uttan nakað prát, men við hópin av ljóðum úr føroysku náttúruni, sum sigur søguna um Aldu og mannin, ið sjóletist. Filmurin sýnist rættiliga gamaldags við dentinum, ið verður lagdur á landslagsmyndir og fólk í morreyðari ull, men hann megnar uppá sjey minuttir at siga eina sorgarsøgu, sum nógvir føroyingar hava upplivað mest fyrr, men eisini í dag, og sum Mikines lýsti í myndum í 1930´unum. Og júst myndamálið hjá Mikines tykist sentralt í filminum og í summum førum eru beinleiðis tilsipingar, t.d. er myndin omanfyri ein filmparafrasa yvir málningin Aftur av jarðarferð. Í løtuni kann filmurin síggjast á heimasíðuni ekko og har kann eisini atkvøðast fyri filminum.

22553086_10212562481211214_4665896369433707756_o.jpg
mk.jpg

Farið á framsýning hjá Anný!

anny6.jpg

Hon kann bert viðmælast, henda serliga herliga framsýningin hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir, sum er í Ostahúsinum (niðri undir) aftan fyri Reinsaríið í morgin aftrat. Serstaka heitið á framsýningini: Our bodies are merely a shell which conceal our heavenly soul er ein av teimum mongu vísdómsperlunum hjá Harris Trinsky í sjónvarpsrøðini Freaks and Geeks; sami vísi karakterur hevur eisini orðað ein annan sannleika: Laughter is the ultimate aphrodisiac. Get a woman laughing, and you've got a woman loving. Hvussu er og ikki - henda framsýningin er láturmild, fjálg og feminin á sín heilt egna sniðfunduga hátt.

Vit hava upplivað ungu listakvinnuna úr Søldafirði áður m.a. á Ólavsøkuframsýningini. Hon ger installatiónir og setir sínar lutir og klæði upp og skipar tey í framsýningarrúminum eins og vóru tey partar av eini dadaistiskari heild. Fyri meg er sjálv pallsetingin av verkunum sera inspirerandi.

Júst innkomin í tað edeliga hølið, sum plagdi at anga av træi niðriundir og terpentini uppiá, verði eg tikin av fótum av alla handa assosiatiónum til køksgardinur í Skálabúðini, klippmyndir hjá Williami Heinesen, installatiónir hjá Louise Bourgeois, tekstilverk hjá Titu Vinther og Jóhan Martini Christiansen og mynstur hjá Matisse og Jean Arp. Men fyrst og fremst komi eg í tankar um Anný Djurhuus Øssursdóttr sjálva, ið tó at hon er ung, tykist vera ein listarlig original. Hetta er hennara fyrsta serframsýning í Føroyum - vónandi tann fyrsta í eini røð av framsýningum, tí hetta er nakað út yvir tað vanliga.

anný1.jpg
anny10.jpg
anny9.jpg
anny12.jpg
anny5.jpg
anny7.jpg
22365724_1904845476508996_1468584456140274811_n.jpg

 

 

 

Kvirran í verkinum

22554726_10155883245614612_1589757501370453677_n.jpg

Leygardagin 4.november klokkan 15 letur ein spennandi framsýning við abstraktari list upp á Sophienholm, har gestirnir fara at síggja tað ósædda; framsýningin eitur SEEING THE UNSEEN. Millum tey framsýnandi er Hansina Iversen, sum hevur arbeitt við málningum til framsýningina nú eina tíð. Tað er Lyngby Kunstforening, sum skipar fyri vetrarframsýningini við verkum hjá Anne-Marie Wegener, Carsten Crone Caroc, Christina Augustesen, Flemming Hoff, Hansina Iversen, Kresten Havgaard, Kristine Djurhuus, Lotte Maja Bjerre, Signe Heinesen og Trine Bork.

Sum útgangsstøði brúka listafólkini eitt sitat úr einum teksti hjá Susan Sontag um stíl frá 1966: “Í upplivingini av teirri størstu listini, er mann altíð tilvitað um nakað ávíst við listini, sum ikki kann sigast, tilvitað um mótsetningin millum úttrykkið og nærveruna hjá tí ósigiliga. Stíluppfinningar eru eisini eitt slag av forðingarskrá. Teir mest potentu partarnir av einum listaverki eru ofta kvirran í verkinum”.

Og júst kvirran er av stórum listarligum týdningi fyri Hansinu Iversen. Tá undirritaða fyri mongum árum síðani gjørdi eina samrøðu við listakvinnuna til blaðið Braga, minnist eg til hetta við kvirruni. Eg spurdi hvørjar hennara vónir vóru til móttøkuna av verkunum, altso hvat hon vónaði, at áskoðarin fór at uppliva. Hon slotaði eitt sindur, men var nokk so avgjørd, næstan fanansaktig, tá hon svaraði. – Einki. Hon legði skundisliga aftrat, at hon vónaði, at fólk kundu geva sær stundir til at stara og standa still eina løtu framman fyri myndirnar. Eg minnist, at útsøgnin ávirkaði ella inspireraði meg, og at eg fór at hugsa um hvussu føroysk list ljóðar og rørir seg. Nógv føroysk list helt nokk so nógvan gang hesa tíðina, sjóðaði av brimi og ódn og stórum armbevegilsum, og sjálvt um Hansina jú primert hugsaði um móttakaran, so vóru hetta herliga øðrvísi og synestetiskir tankar um at sambinda myndlistina við rørslur og ljóð.

Síðani man eg sjálv hava broytt meg og tað hava myndirnar hjá Hansinu Iversen so sanniliga eisini. Tær eru vorðnar alsamt meira samansettar í dag, og eg veit ikki um tær eru púra ljódligar. Hesir seinastu málningarnir, sum Hansina er í ferð við at mála til Sophienholm-framsýningina, tykjast í hvussu er alt annað enn stillir. Teir eru løgnir og ótilpassaðir, næstan illsintir í teirra flytan seg undan royndum áskoðarans at skipa teir og leggja teir í hóskandi kassar. Koloristiskt flyta teir seg somuleiðis undan allari lekkurheit. Sum barokkir, sniðfundigir snurritoppar av ómetaligari orku í óavgjørdum lutfalli við nøkur skap, sum bæði sýnast spontan, flótandi og stýrd, er tað næstan sum um, at myndirnar eru um at skrykkja seg sjálvar av vegginum, har tær hanga. Allir máningarnir vóru ikki lidnir, tá eg hugdi inn á atelierið hjá Hansinu Iversen á Skipasmiðjuni MEST – allíkavæl var upplivingin stór. Danskir listaáskoðarar hava nógv at síggja fram til.

Lilian Munk Rösing skrivar tekstin í kataloginum, sum harumframt inniheldur myndir og smá tekstbrot um listafólkini. Hansina Iversen hevur sjálv valt at brúka eitt brot úr samrøðu millum Julie Sass og Hansinu, sum varð prentað í kataloginum Dissonant Thought:

Det undslipper mig hver gang, hvad det var, der fik mig til at male det billede. Hvordan blev det sådan som det blev? Og alligevel, så er det ikke helt tilfældigt, at maleriet blev lige sådan, som det blev. Der er nogle farver der ligger der. De er nøje udvalgt, gennem tid. Der er nogle lærreder, som er bestilt, lige i den størrelse jeg ville have dem; men uden, at jeg vidste hvad der skulle på de lærreder. Sådan vil jeg helst have det. Det er bedst ikke at vide for meget på forhånd. For så bliver det ikke spændende at arbejde med. Uvisheden er god. Der skal være overraskelser og farverne kan sættes sammen på uendelige måder, alt efter hvilken form de får. De første strøg er lette og de bliver påført uden bekymringer. Næste lag går også meget let. De første underliggende strøg giver gode muligheder for det andet lag. Det tredie lag kan gå let; men det begynder at blive kompliseret der. Tankerne sætter ind og faren for at lave fejl er til stede. Og der bliver lavet fejl. Nogle af dem blev ganske gode efter nærmere overvejelser og de åbnede op for noget nyt.

“I de opstillinger vi blev præsenteret for på Akademiet i Finland, ville jeg ændre på kompositionen, også farverne. Jeg ville tilføje noget, snarere end at gengive. Det interesserede mig ikke rigtigt. Citronerne var ligesom lidt for gule. Jeg lod dem fylde og gjorde dem til centrum på en måde, der var lidt for meget, måske.

Hansina Iversen og jeg taler om akademitiden, der på en måde siger en del om den form for balance, der også senere har præget hendes arbejde med maleriet. Vi er enige om, at utilpassede elementer er dem, vi gerne vil invitere indenfor. De er simpelthen nødvendige.”

Julie Sass, uddrag af tekst i kataloget til udstillingen Dissonant Thought i Nordatlantens Brygge 2016.

https://kunsten.nu/artguide/calendar/seeing-the-unseen/

hansina.jpg

Foto: Jóhan Martin Christiansen