Leygardagin læt upp framsýning í Huset i Asnæs við málningum hjá Tóroddi Poulsen og Zachariasi Heinesen. Sjálv havi eg tíanverri ikki tíð at fara til Danmarkar beint í løtuni, men á myndunum, sum eg havi fingið frá Kim Kristensen sær tað út til, at heldur óvæntaða parlagið - millum the grand old man, Zacharias Heinesen, listamannin, sum meira enn nakar hevur definerað ta føroysku føroysku myndina, og sum ongantíð stendur stillur, men sum støðugt málar og flytur seg listarliga framá og endurnýggjaran, Tórodd Poulsen og hansara yrktu myndir - eydnast ómetaliga væl. Kanska eru teir ikki so ymiskir, Havnarmenninir báðir.