Fyrilestur og list í Hoyvíkar Kirkju

23154733_1995949227343169_5879144614200668357_o.jpg

Nú mikukvøldið 15.november kl. 19.30 heldur Jákup Reinert Hansen, lektari, fyrilestur í Hoyvíkar kirkju við evninum "Tá reformatiónin kom til Føroyar".

Fyrilesturin, sum byggir á nýggja gransking, greiðir frá, hvussu tann evangeliska trúgvin fekk fastatøkur millum fólkið her á landi. Jákup Reinert Hansen sigur, at sambært Lucas Debes 1673 høvdu føroyingar so stóran kunnleika um trúnna, at eingin í Danmark kundi metast javntvið teir. Fyrilesturin er liður í Miðviku-tiltakinum hjá Hoyvíkar kirkju. Eftir framløguna hjá Jákupi verður drekkamunnur í kirkjukjallaranum, har fólk eisini hava høvi at spyrja og viðmerkja evnið. Øll eru vælkomin.

23155155_1995949944009764_3028885277016770547_o.jpg

Mikukvøldið er somuleiðis síðsta kvøld, at framsýningin um trúnna á tað góða sjálvt um tað ónda er til er opin. Henda lítla framsýningin fekk størri uppmerksemi enn eg hevði væntað fyrst frá Kringvarpinum og síðani frá Norðlýsinum, ið so púrasta demonstrativ misskilir mínar tankar við framsýningini. - Ikki pláss fyri Jesusi í framsýning í Hoyvíkar Kirkju var yvirskriftin hjá John Williami Joensen 6.nov í Norðlýsinum. Um hann hevði sæð framsýningina ella bara hevði hoyrt meg rætt, hevði hann helst verið greiður yvir hvussu skeivur hann fór, tí framsýningin er full av Jesusi - har eru kanska ikki so nógvar myndir av ljóshærda, síðhærda glansibílætajesuspápanum, men hópin av ymishættaðum Jesus-lýsingum í abstraktum líki í skapi av nøkrum inniligum, góðum og eyðmjúkum.

Áðrenn upplatingina av framsýningini, sendi eg hesa greinina til Dimmalætting:

Leygardagin 4.nov læt ein serstøk listaframsýning upp í Hoyvíkar kirkju í sambandi við 10 ára vígsludagin hjá kirkjuni. Talan er um eina framsýning, ið snýr seg um okkara ímyndir um gott og ónt. Verkini eru framleidd í Steinprenti av listafólkunum Claus Carstensen, Erik Heide, Peter Carlsen, Anker Mortensen, Tóroddi Poulsen og Fríðu Matras Brekku. Kinna Poulsen er kurator og greiðir her frá framsýningargrundarlagnum.

 

claus hoyvik.jpg

Í bókini hjá Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen, Lille Dæmonologi frá 2013 hugleiðir danski yrkjarin um óndskap og okkara lyndi til at minka um og gera óndskapin minni duldarfullan við at fata hann sálarfrøðiliga eins eina holdsliggerð av okkara burturskotraðu hugsanum, angist og trá. Claus Carstensen hevur í fleiri umførum granskað í ymiskum sløgum av myrkum myndamáli, ið talar til tey ólukkuligu og ótilpassaðu og vil ala fram eina hatursmentan. Hansara døkku myndir eru fullar av negativari orku, av uppøstum hundum og bøðlum, av hatri og maskukendum andlitum, sum við óndum, tómum eygum stara illbønandi út móti áskoðaranum. Við støði í ræðuligu frásagnunum frá nazistiskum týningarlegum, men eisini orsakað av hansara egnu upplivingum av púra gerandisligari sadismu, er Søren Ulrik Thomsen farin at halda, at tað ónda er til heilt ítøkiliga, tí hóast óndskapur er ringur at fata, er hann ikki uttan mál og mið. Thomsen heldur, at sjálvt um djevulin kann tykjast sum ein mystiskur, miðaldarligur figurur, hava vit tørv á einum tílíkum tilvitaðum illamanni, sum vil øllum ilt og sum innlimar allan óndskap.

 

peter.jpg

Hugmóðin

Andsagnarligi trupulleikin við illamanni og óndskapi er sjálvandi, at tað ónda onkursvegna má henda við loyvi frá einum alvaldandi Guði. Vit kenna øll klassiska spurningin: Um Guð er til, hevur skapt alt, er allastaðni og altavgerandi, hvussu kann Hann tá loyva øllum ræðuleikunum í heiminum og hevur Hann ikki skapt hungursneyð, kríggj, terror, flóttafólkastreymar, ja sjálvan deyðan? Í Koranini kemur tað ónda inn í heimin við syndafallinum, ið á sama hátt sum í Bíbliuni er ein søga um hvussu fyrsta menniskjað misti sítt sakloysi. Koranin hevur eins og Bíblian onga eintýðuga frágreiðing, ið ger greitt hví tað ónda er til, og hvaðani tað stavar. Men óndskapurin tykist fylgja menniskjanum næstan sum ein trúfastur hundur og sýnist knýttur at nøkrum kenslum, ið tykjast sára menniskjansligar. Sambært Koranini skapti Guð menniskjað av leiri og blásti lív í tað. Síðani greiddi Guð einglunum frá ætlan síni við menniskjunum, at tey skuldu vera hansara umboð á foldum. Einglarnir høvdu hug at mótmæla eitt sindur og hildu, at hetta fór ikki at ganga væl. Men Guð sannførdi einglarnar og vildi hava teir at bukka fyri og vera lýdnir mótvegis fyrsta menniskjanum. Hetta gjørdu allir einglarnir uttan ein, sum æt Iblis og tá Guð spurdi hann hví hann ikki vildi bukka, svaraði Iblis: Eg eri betur enn menniskjað; tú skapti meg av eldi og hann av leiri. Síðani varð Iblis stoyttur út úr himmalinum og í fallinum umbroyttist hann frá lýsandi eingli til ein ræðuligan skapning, al-Shaytân (Sátan). Søgan minnir um okkara skapanarsøgu, hon endar ikki her - tað áhugaverda í sambandi við framsýningina er, at útgangsstøðið í niðurtúrinum og orsøkin til tað fatala ólýdnið er hugmóðin.

23167968_1995950507343041_7036557306892458525_n.jpg

Deyðssyndir sum nútíðar dygdir

Hugmóðina kenna vit menniskju væl. Henda sjálvfeita varhugan av, at vit eru betri enn hini fólkini. Hugmóðin varð einaferð hildin at vera ein tann ringasta syndin. Tær sjey deyðssyndirnar er elligamalt hugtak fyri kardinalsyndir so álvarsligar, at tær vóru mettar at vera ein grundleggjandi og ófyrigevandi uppreistur móti Guði. Men sambært listamanninum Peter Carlsen, ið tekur útgangsstøði í bókini hjá Jan Lindhardt frá 2001 De syv dødssynder, eru deyðssyndirnar als ikki hvat tær hava verið, fleiri av hesum syndum verða beint tvørturímóti mettar sum dygdir í dag. Grammleiki verður t.d. samsýndur ikki við revsing men við pengum, ognum og dýrum ferðum. Tílíkar herligheitir verða lovprísaðar ella leikaðar í stóran stíl á Facebook – ikki minst um tú onkran vanligan dag uttan fyri feriutíð almannakunnger eina mynd av lekrum hotelmati, víni og easy living. Leti er gott, tí tað verður mett sum eitt tekin um ríkidømi. At vera nøgdur og støðufastur, at stríðast og geva einum arbeiðsplássi alla tína arbeiðstíð verður hinvegin ikki mett serliga høgt. - Nei, tú skalt flyta teg javnt og samt og menna tíni potentiali. Hesin hugsunarhátturin er bara áhugaverdur út frá eini samtykt um, at menning er nakað, sum er gott. Uttan nakað endamál tykist hugsunarhátturin avstubbaður sum var einstaklingurin sjálvur byrjanin og endin á alheiminum og tað er hetta sjálvgóða, stuttskygda og stupida bráið, sum Peter Carlsen viðger í sínum sjey sjálvsmyndum.

IMG_6433.jpg

Menniskjansliga anti-hetjan

Í okkara bíbliusøgu hava leiklutirnir hjá antihetjunum ikki minni týdning enn tann  hjá hetjunum. Tað heroiska er onkursvegna upphevjað og oman fyri okkum øll, meðan vit væl skilja menniskjansligar veikleikar. Tá nú Judas er ónøgdur og verður freistaður, so skilja vit, at eisini lærusveinarnir vóru menniskju eins og vit. Tað sama tykist Tóroddur Poulsen halda í síni mynd av Heilagu Kvøldmáltíðini, sum er nakað væl einfaldari enn kenda myndin hjá Leonardo da Vinci. Samstundis er hon meira kompleks, tí listin hjá Tóroddi Poulsen er konseptuel og grundað á tankar og hugskot. Á myndini hjá Tóroddi Poulsen síggja vit gyltar ljósstrálur í erva. Í miðjuni eru trettan spannir, har tann eina er rein innan og ein er koppað og niðast eru trettan skøltar. Øll tann neyðuga sorgarsøgan verður søgd við fáum skreytum við denti á tað menniskjansliga. 

Hoyvíkar Kirkja Framsýning.jpg

Trúgvin á tað góða

Í øllum prentmyndunum hjá Erik Heide hómast ein serligur forkærleiki fyri ti eyðmjúka og eitt inniligt takksemi fyri tað stórbæra í lívsins smálutum. Ein av prentmyndum hansara hevur sermerkta heitið: Pinnurin hjá Mikkjali og er hetta ein tekning av einum pinni, sum ein smádrongur einaferð fann sær at spæla við. Samstundis er myndin ein pallseting av øllum tí nógva, sum eitt barn kann fáa burtur úr einum púra einføldum pinni. Erik Heide er føddur á oynni Mors í 1934, har hann enn býr. Hann er ikki minst kendur fyri sínar mongu kirkjuprýðingar, sum hann sjálvur hevur mist talið á, hann var bara 22 ára gamal, tá tann gjørdi ta fyrstu. Listamaðurin hevur stóran áhuga fyri keltiskari list og hansara egnu verk eru merkt av sama sterka einfeldi og inniliga átrúna sum hómast inni í gomlum romanskum kirkjum. Verkini hjá Erik Heide eru modernað við álvarsligum eksistentiellum innihaldi, tey snúgva seg um lív og deyða hjá menniskjanum á foldum og sjálvt um listamaðurin ikki altíð nýtir eitt beinleiðis kristiligt myndamál í myndum sínum, eru hetta myndir, sum trúgva uppá og sum takka fyri alt tað góða í tilveruni. Eitt takksemi, ið er fult av ljósi og skugga sum í hesi lýsingini hjá Williami Heinesen, ið lýsir bardagan millum ónt og gott soleiðis:

“Solen skinner paa vaagens vestlige side. En vidunderlig morgen! De smaa støvede og skimlede pakhusruder fører en haabløs kamp for at holde solskinnet ude. Men det er dem for overmægtigt. Det har godhedens sejrrige vælde i sig, det tøer dem op med samt deres grønne mug og teologiske edderkoppespind, ligesom den gode handling tilintetgør smaa menneskers rænker og nederdrægtigheder (s.199 De fortabte Spillemænd).

Ein spildurnýggj mynd, ið er gjørd í oktober í ár, er av bamsuni hjá Erik Heide, sum hann hevur havt síðani hann var føddur. Og um hon sær eitt sindur vesalig út er tað tí, at hon var inni, tá húsini hjá listamanninum og hansara familju brunnu niður í grund fyri nøkrum árum síðani. Tey sloppu øll út og tá tey skoðaðu toftirnar, sat bamsan so svinn mitt í rokanum. Songin, har hon annars átti at liggja var fullkomiliga brend, men bamsan var næstan óskalað. Eftir hetta hevur listamaðurin ansað enn betri eftir bamsuni.

22851980_1993840227554069_5619763300391449929_n.jpg

Seyðir og Víkin fagra

Djóra- og landslagslýsingarnar hjá Fríðu Matras Brekku eru somuleiðis fullar av kærleika og tokka. Djórini eru myndevnisligur aðaltáttur í verkunum hjá Fríðu Matras Brekku og speglar hetta hennara stóra áhuga fyri djórum, hundum ikki minst. Hon hevur teknað hundar, men hevur í serligan mun lagt seg eftir at tekna og mála seyð, sum annars hava verið meira ella minni ósjónligir í føroyskari list. Fríða Matras Brekku hevur málað fleiri kerlig og stuttlig seyðaportrett, og seyðir síggjast eisini ymsastaðni í hennara landsløgum. Hugsa vit listasøguliga um seyð og lomb, eru vit komin til tað øvugta av hugmóðini og aggressiónini, tí seyður hevur altíð verið ímyndin av tí eyðmjúka. Seyðirnir hjá Fríðu Matras Brekku eru ikki beinleiðis kristin symbol eins og í bíbliuni, men allíkavæl eru seyðamyndirnar merktar av einum serligum takksemi og undran yvir heimin og tilveruna. Og sjálvt um myndamálið hjá Anker Mortensen er meira abstrakt, eru hansara myndir av Víkini føgru merktar av júst sama inniliga takksemi. Figuratiónirnar av húsa- og skipaskapilsum og úr haganum eru úr Hoyvík, har Anker Mortensen búði eina tíð. Umframt abstrakt mynstur innihalda hesar myndir afturminningar til eitt sakleyst og gandað barndómsunivers uttan rationel ella realistisk mørk ella sum Tóroddur Poulsen yrkir í nýggja yrkingasavni sínum, Ferðamaður í egnum heimi:

og fari víðari

taki einki við mær

seti meg í ein bát

sum hevur ligið

á havsins botni

og sum nú

er drigin upp á turt

so eg kann sita í honum

og halda leiðina fram

inn í himmalin

23031523_1993840247554067_1761984636159207011_n.jpg

 

Keldur: Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen: Lille Dæmonologi (2013), William Heinesen: De fortabte spillemænd (1950), Iblis/Islam Britannica.com, Tóroddur Poulsen: Ferðamaður í egnum heimi (2017).