Herfyri stóð Teitur fyri einum listarligum innslagi í danska Fólkatinginum í sambandi við reformatiónsdagin. Hann framførdi nakrar nýskrivaðar sálmar og framførslan var óvanliga innilig. Nú fáa vit í Føroyum skjótt høvið at uppliva hetta live í Vesturkirkjuni.
Tað var í sambandi við reformatiónshátíðarhaldið, at Det Kgl. Vajsenhus í mei gav út nýggja kirkjusongbók. Bókin er lýst at vera margfaldar tulkingar av kristna trúarlívium og tilveru í samtíðini. Av teim 229 sálmunum eigur Teitur átta teirra. Hesir átta eru nú týddir til føroyskt og fer tónlistamaðurin at syngja og spæla teir og aðrar
í Vesturkirkjuni legardagin 2. desember klokkan 19.30.
Konsertin er ókeypis