Í døgunum kring 1. august vitjaði formaðurin í Ny Carlsbergfondet, Karsten Ohrt. í Føroyum. Hann brúkti eisini høvið til at vitja tær framsýningar, sum eru mangar í tali á ólavsøku.
Serligan áhuga fekk hann fyri uppsetingini av verkum eftir Rannvá Kunoy á grafiska verkstaðnum Steinprent og fyri framsýningini hjá Jón Sonna Jensen á granskingardeplinum iNova.
Hesin áhugi endaði við keypi, tríggir málningar eftir Rannvá Kunoy og sjey verk (málningur, skulptur og tekstil) eftir Jón Sonna Jensen.
Síðan hevur Listasavn Føroya søkt Ny Carlsbergfondet um at fáa verkini til listasavnið, til tess at menna savnið av føroyskari samtíðarlist, sum vendir sær móti umheiminum. Umsóknin varð gingin á møti, og er tað gleðligt, at vit nú hava fingið hesi tíggju verkini, sum eitt týðandi ískoyti til savnið.
Hesi verk – umframt ein málningur eftir Rannvá Kunoy, sum Listafelag Føroya hevur keypt – eru nú at síggja á Listasavni Føroya og eru hongd upp í tveimum samanhangandi rúmum, í glasstovuni út móti Viðarlundini og í klivanum við síðuna av .
Og so nakað um listafólkini: