Í skrivandi stund er listakvinnan Rannva Kunoy í New York og fyrireikar sína serframsýning á gallarínum Nathalie Karg, sum letur upp 25.okt. Tað er ómetaliga spennandi hvussu amerikanarar fara at taka ímóti listakvinnuni, vit bíða spent eftir ummælum o.t.
Eisini her í Føroyum hava vit í løtuni forkunnugt høvi at uppliva eina lítla framsýning við verkunum, sum Ny Carlsbergfondet keypti á framsýningini Abstrakt Summar í Steinprenti. NCF hevur valt at lata Listasavni Føroya málningarnar og á Listasavninum hava tey hongt myndirnar upp í einum rúmi fyri seg sjálvar. Tær hanga serstakliga væl og viðmælast kann at fara á Listasavnið at uppliva tær. Eg havi fotograferað tær við mínari telefon, men tað munar so ógvuliga lítið. Hesir málningarnir skulu síggjast har teir hanga, tí teir eru í grundini ómøguligir at fotografera.
Rannva Kunoy hevur við sínum nýggju málningum rokkið einum máli, sum hon hevur havt í nógv ár og tað er ein roynd at kveikja nýtt lív í eitt gamalt tøkni. Listakvinnan hevur í mong ár arbeitt við parametrum sum dýpd og flatu, har hon á ymiskan hátt hevur lagt dent á flatan á myndini, samstundis sum hon hevur accentuerað dýpdina. Við serliga litskiftandi litevninum, ið hon hevur funnið fram til, eydnast henni at umbroyta eina grundtreyt hjá málarínum; hetta at verkið stendur stilt í tíð og stað. Myndaflatin í hesum verkum er fullkomiliga óítøkilgur bæði orsakað av bygnaði og málihátti. Sjálv upplivingin av teimum er treytað av, at áskoðarin flytir seg og harvið er talan um eina støðugt flótandi upplivingarprosess.
Eg seti nakrar myndir inn her, sum eg sjálv havi tikið og sum Rannva Kunoy sjálv hevur tikið, men sum áður nevnt, viðmæli eg tykkum øllum: Far í Listasavnið og uppliva føroyska samtíðarlist, tá hon er best.