Eg havi sitið og hugt at dokumentarsendingini um Ebbu Hentze við forvitnum, sorgblíðum eygum, sum eisini vórðu eitt sindur blonk av lýsingini hjá Oddvá Nattestad av likkunum, ið vórðu komnar at siga divuni á deyðastrá farvæl – Aja, soleiðis fer verðin við øllum, mutli eg og fái púrasta ómotiverað hug at drekka hvítvin og roykja grønar look-sigarettir. Eg havi áður ummælt tílíkar portrettsendingar hjá Kringvarpinum, har eg havi funnist at vantandi listaviðgerð, at dentur heldur verður lagdur á persónligar og anekdotiskar lýsingar. Hetta sama má sigast at vera galdandi fyri nýggja dokumentarin hjá Suna Merkistein, at hann fyrst og fremst er ævisøguligur og snýr seg um lívið hjá Ebbu Hentze soleiðis sum hennara góðu vinfólk lýsa tað. Og tá tað er Ebba Hentze, sum hevur høvuðsleiklutin, so er tað stak undirhaldandi m.a. at hoyra høvundar, vinfólk og grannan í C.Pløyensgøtu, Brynhild Thomsen greiða frá. Í sendingini verður sagt, at Ebba Hentze hevði alstóran leiklut í føroyskum bókmentum sum týðari, ráðgevi, íbirtari og rithøvundur. Hon varð heiðrað við barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs, virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanarlig avrik, við Mentanarvirðisløn Landsins, við Sømdargávu Landsins, eins og hon var heiðurslimur í Rithøvundafelag Føroya. Í veruleikanum er tað undrunarvert, at hon fekk ta stóru mentanarvirðislønina, tí tann virðislønin verður latin fyri útinnt listarligt verk og so stórt ella sannførandi var hennara sjálvstøðuga listarliga lívsverk neyvan - og hvør veit um hetta møguliga er ein orsøk til ta vantandi listaviðgerðina í sendingin (tað er bara Malan Marnersdóttir, ið sum so nertir við hennara bókmentaliga innsats). Eg minnist sjálv, at Ebba Hentze var ein, mann legði til merkis, bæði tá hon var í bestu árum, men eisini tá hon var ein gomul dama. Hon var allan vegin í gjøgnum ein markant persónligheit, sum uppførdi seg øðrvísi enn hinar konurnar. Eitt konufólk, sum hvørki kjøtgrýtur ella ráðandi ideal um penan gentuatburð fingu fastatøkur á. Kanska er tað hetta serstaka intellektuella frælsið, kritiska vitið og bitið, sum hennara landsmenn og – konur vildu virðismeta og takka henni fyri. Ikki veit eg annað enn, at Ebba Hentze í sjáldsama stóran mun tordi at taka blaðið frá munninum og siga erligt hvat hon meinti. Hennara kritiska lyndi er óvanligt í okkara lítla samfelag og konsensusmerktu mentan og fyri hetta hevur hon uppiborið allar møguligar virðislønir. Hetta er sama orsøkin til, at mann má fegnast um, at Suni Merkistein hevur gjørt portrettsendingina. Sendingin um Ebbu Hentze er partur av røðini um kendar føroyingar og sum so er tað ikki løgið, at tað ævisøguliga fyllir. Og tá er tað befríandi, at Suni Merkistein letur øll tey fittu fólkini kring Ebbu vera erlig og eitt nú greiða frá hvussu stríggin persónur hon kundi vera; áfallin, dominerandi, men eisini herlig, lisin og kultiverað. Tað er somuleiðis eitt stórt framstig, at eitt evni sum kynsligur samleiki verður tikið uppá tungu í einari føroyskari listafólkaportrettsending. Tað var ikki gamalt, men tá Carl Jóhan Jensen í sendingini staðfestir, at eingin mundi ivast í, at Ebba Hentze var samkynd, er tað gott og neyðugt – ikki tí at sendingin snýr seg um seksualitet, men tí at kynsligi samleikin er týdningarmikil partur av ævisøguni, sum verður søgd.