Art me up, Scotty!

P1000024.JPG

Ein ljósan, lættan og langan leygardag sum hendan, hevði eg ynskt, at eg átti ein transportara líka sum tann, tey hava umborð á Starship Enterprise, har tú ómakasleyst kanst beama hagar tær lystir, bæði fram og aftur uttan kuffert og reisifepur. Eg tími so illa at ferðast. Orki ikki fyri paranoida hýrinum í lufthavnum og flogførum, har øll eru potentiell kriminell. Tok ræðist eg, tí tey koyra so skjótt, og mann veit ongantíð um mann koyrir rættan veg.

12711233_1701649283415185_3846733358990065123_o.jpg

- Nei, tá er tað hópin lættari við transportaranum á Starship Enterprise. Átti eg eitt tílíkt akfar, hevði eg heilt vist fari mær ein beamitúr til Keypmannahavnar, New York, Lübeck og Hoyvíkar og hugt at hvussu tann føroyska listin skínur og glógvar - eisini uttanlands. Niðri eru ofta nógvar føroyskar framsýningar, konsertir o.a. Í Huset i Asnæs er í løtuni ein framsýning við frálíkum málningum hjá Tóroddi Poulsen og Zachariasi Heinesen, og í dag letur framsýningin, Seeing the unseen upp í Sophienholm í Kgs. Lyngby. Eg havi sæð málningarnar hjá Hansinu Iversen,sum eru við har og veit, at framsýningargestirnir hava okkurt heilt serligt í væntu. Eftir myndunum at døma er tað sama galdandi fyri framsýningargestirnir á gallarínum hjá Nathalie Karg í New York, har Rannva Kunoy hevur serframsýning.

P1000020.JPG
23117005_940394119446122_522922139925676302_o.jpg

https://wsimag.com/art/32179-rannva-kunoy

Og í Lübeck verður virðislønarhandan í kvøld, har fíni filmurin Dreymar við havið hjá Sakarisi Stórá og Marjun S. Kjelnæs er tilnevndur og har áhugin er stórur; Sakaris er á forsíðuni á kultursektiónini. - Tað hevði ikki verið so galið at uppliva alt hetta, men eg eigi ongan transportara, ei heldur havi eg koyrikort til vanligan bil, eg verði alsamt meira stationer og má lata mær lynda við møguleikunum her um leiðir.

23226842_10156881962782619_1857753965_n.jpg
23316480_1548854848529304_2865637329227157930_n.jpg

Í Gøtu verða Hoymakonsertirnar í kvøld og Í Klaksvík er tann ótrúliga Eyð Matras í holtur við eykasýningum av leikinum Katarina von Bora, sum hon sjálv hevur skrivað, og bæði á Tjóðpallinum og í Sjónleikarhúsinum eru sjónleikarar og tónleikarar í ferð við at fyrireika jólaundirhald. Í Steinprenti er ein undirhaldandi framsýning við verkum hjá Tóroddi Poulsen og í dag klokkan trý lata vit upp framsýning í Hoyvíkar Kirkju við verkum, sum eru framleidd í Steinprenti. Har fari eg! 

Hoyvíkar Kirkja Framsýning.jpg