Fríða hevur fingið arbeiðsfrið

Listakvinnan Fríða Matras Brekku í Steinprenti

Listakvinnan Fríða Matras Brekku í Steinprenti

Danski sjálvsognarstovnurin, Huset í Asnæs hevur, síðan hann læt upp í 1973, hýst nógvum føroyskum listaframsýningum, eitt nú hevur Bárður Jákupsson havt fleiri framsýningar har í ljósu húsunum í Odsherred, har hann, Zacharias Heinesen, Eyðun av Reyni og Torbjørn Olsen eru gestalimir.

20.august er Steinprent við á framsýning har í húsinum og seinni í heyst, 15.oktober verður framsýning við Bárði Jákupsson og Fríðu Matras Brekku. Hon sýnir fram steinprent og vatnlitamálningar, hann sýnir fram málningar.

Bárður Jákupsson

Bárður Jákupsson

Og sjálvt um munirnir eru nógvir millum tey bæði listafólkini, so taka bæði støði í landslagnum, Bárður Jákupsson í sínum ljómandi musikalsku, rútmisku náttúruabstraktiónum, Fríða Matras Brekku í sínum stillisligu og neyvu náttúrulýsingum. Listafólkini hava eisini tað til felags, at tey hvør í sínum lagi hava brúkt nógva tíð uppá ein listastovn. Bárður Jákupsson var í ein mansaldur stjóri í Listasavninum og Fríða Matras Brekku er onnur helvtin av toyminum, sum í mong ár hevur rikið dagliga virksemið í Steinprenti. Tí er tað vanliga ikki hon, men onnur listafólk, sum hava fremsta leiklutin í Steinprenti.

Tær nýggju myndirnar

Tær nýggju myndirnar

Hesar seinastu vikurnar hevur tað tó verið listin hjá Fríðu Matras Brekku á breddanum í Steinprenti, og burtur úr eru komin fleiri stór steinprent. Sjálvt um Fríða Matras Brekku tekur myndevnisligt støði í náttúruni júst sum siður hevur verið síðan føroysk list tók seg upp í byrjanini av 20. øld, eru hennara myndir ógvuliga øðrvísi enn t.d. myndirnar hjá Niels Kruse, Jógvani Waagstein og Kristin í Geil, sum við íblástri frá tjóðskaparromantiska rákinum og fronskum listarákum síðst í nítjandu øld, staðstettu Føroyar á løriftið. Kanska skulu vit eitt vet longur aftur í føroysku listasøguna til donsku prestafrúuna á Viðareiði, Floru Heilmann, sum málaði blómumálningar og sum sambært Bárði Jákupsson møguliga hevur gjørt sítt til, at fyrstu føroysku málararnir fóru til verka.

Fríða Matras Brekku

Fríða Matras Brekku

Í patriarkalska samfelagnum var málningalist annars ikki hildin at vera hóskandi arbeiði hjá kvinnum, men blómumálningar vórðu sodánt góðtiknir sum eitt slag av málaðum broderíi, ið altso var nóg feminint til at tað var mett at vera forsvarligt hjá kvinnum at takast við. Í mun til teir gomlu  blómumálningarnar, eru nýggju blómuprentini hjá Fríðu Matras Brekku meira modernaðar nærmyndir av blómuskapum við tilsipingum til amerikanska popplist við denti á tað ónatúrliga, kunsturliga.

Fríða Matras Brekku

Fríða Matras Brekku

Stilla skemtingarsemið fyllir nógv í myndunum hjá Fríðu Matras Brekku, sum tó eisini fevnir vakurleikan og sorgblídnið í teimum menniskjatómu landsløgunum. Tær nettu laseringarnar og neyvleikin í strikuni siga okkum hvussu stóran týdning handverkið hevur fyri listakvinnuna, ið skal ansa eftir, at myndirnar ikki gerast ov vakrar - eg hugsi, at dugnaligi grafikarin Marius Olsen man vera ein fyrimynd hjá henni í hesum sambandi.

Fríða Matras Brekku

Fríða Matras Brekku

Við síðuna av blómum og landslagsmyndum, eru djórini ein myndevnisligur aðaltáttur í verkunum hjá Fríðu Matras Brekk. Um hugsað verður um hvussu nógvan seyð, vit hava í Føroyum, er tað í grundini áhugavert hvussu lítið hann fyllir í føroyskari list. Í verkinum hjá Fríðu Matras Brekku er hann øðrvísi insisterandi. Hon hevur málað fleiri seyðaportrettir, men seyðir síggjast eisini ymsastaðni í hennara landsløgum. Hennara alstóri kærleiki og virðing fyri djórum sæst sera væl í myndunum, sum eisini til tíðir eru stuttligar.

Til dømis steinprentið, sum ímyndar ein einsamallan seyð undir sólarmyrking. Vit síggja seyðin aftanífrá upp móti teirri svørtu sólini, og orsaka av høvuðbragdinum og teimum hangandi oyrunum fáa vit varhugan av hvussu øtiliga bilsin, seyðurin er av stórbæra náttúrufyribrigdinum.

Himmalin og skýrák eru somuleiðis millum høvuðsmyndevnini bæði í dramatiskum nærmyndum av ljósi og myrkri og í meira avkláraðum panoramiskum myndum.

- Sum skilst er Fríðu Matras Brekku sera fegin um at verða boðin við at framsýna saman við einum so dugnaligum og etableraðum listamanni sum Bárði Jákupsson, og nú verður spennandi, tí tað sær út til, at hon loksins hevur fingið arbeiðsfrið á tí annars rokaliga verkstaðnum.

Fríða.jpeg

Skulu kvinnur vera naknar fyri at sleppa at vera standmyndir í Føroyum?

 

Eg rokni bara við tí, at tær báðar eiggiligu damurnar uttan fyri keypssamtøkuna í Havn munu hava fingið ein ávísa ávirkan á hvussu sonur mín fatar list í almenna rúminum. Orsakað av staðsetingini av hesari standmyndini beint við handilin, har vit keypa inn, hevur hann sæð hana ógvuliga ofta. Tá hann var minni mundi hann ikki komið yvir, at konurnar soleiðis vóru farnar til handils í ongum klæðum og mítt møsn um klassiskar grikskar fyrimyndir munaðu ikki tað stóra. Nú hann er sjey ár, fáa vit næstan ikki keypt inn uttan at hann gevur antin aðrari ella báðum damunum í standmyndini ein eftirtrykkiligan brest í rumpuna. Konustandmyndin, sum Andrias Andreassen gjørdi í 1992 er ein av mongum, ið seinastu nógvu árini eru settar upp kring landið. Tann síðsta standmyndin í røðini, Kópakonan í Mikladali, elvdi til kjak, tá hon varð avdúkað fyri kortum. Kjakið hevur snúð seg um bæði estetikk og um moral, um hvat standmyndir eru fyri nakað, um kópakonan verður tulkað sum eitt sexobjekt ella um hon í veruleikanum er longsulsfull uppá sín urkvinnuaktiga (og harvið erotiska) máta, um søgnin er tulkað nøktandi ella á mandchauvinistiskan hátt. Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim spáar Kópakonuni ikonstatus og tað er ikki óhugsandi, at framtíðarlagnan hjá Kópakonuni verður hin sama sum Lítlu Havfrúnni í Keypmannahavn og Molly Malone í Dublin. Tær eru ikki serliga áhugaverdar standmyndir, men tær virka tó sum effektiv fólkslig savningarpláss og høvi hjá ferðafólkum at taka sjálvsmyndir og hetta er eftir øllum at døma eisini ætlanin við Kópakonuni. Longu nú hevur ein ørgrynna av fólkum valfartað norður til Mikladals at hyggja at stórfingnu standmyndini, ferðafólkatalið er fleirfaldað.

Kanningar hava staðfest í ríkiligt mát, at standmyndir og list í almenna rúminum hava ómetaliga stóran týdning fyri bæði okkara trivnað og okkara hugsunarhátt, standmyndirnar ríka okkum dagliga og fáa okkum til at undrast og at hugsa. List í almenna rúminum gevur okkum nýggj sjónarmið í mun til okkara egnu samtíð og harvið ávirkar hon okkara gerandisdag og tí hevur tað stóran týdning, tað, sum verður sett upp, tí ofta verða standmyndirnar settar upp fyri at vera.

Søgan um kvinnur og standmyndir í Føroyum er ein søga í fleiri pørtum, sum umskarast patriarkalska samfelagið, men ikki nógv meira enn tað, tí tær flestu føroysku standmyndirnar eru lutfalsliga nýggjar. Søgan snýr seg í øðrum lagi um kvinnur sum myndevni og í hinum lagi snýr hon seg um kvinnuligir myndahøggarar. Síðstnevnda søga er skjótt fingin frá hondini, men tað var tó ein kvinna, sum gjørdi eina av okkara kendastu standmyndum, hana, sum allir føroyingar savnast um á Ólavsøku, bringumyndina av Rasmusi Effersøe, sum stendur á vøllinum framman fyri tinghúsið. Tað var Anne Marie Carl Nielsen, ið tó at hon sum siður var bar navnið hjá manni sínum, danska tónaskaldinum, Carl Nielsen, var ein sera sjálvstøðug listakvinna, ið heilt óvanligt fyri hennara tíð, setti listarlig atlit framum familjuatlit. Standmyndin, sum hon gjørdi var av einum manni, men hon varð bíløgd av einum bólki av mentafólkum av báðum kynum, sum hildu, at Effersøe hevði heiðurin uppibornan. Umframt Anne Marie Carl Nielsen kann eg ikki koma í tankar um nógvar kvinnuligar myndahøggarar í Føroyum, men leirlistakonan, Guðrið Poulsen vann eina standmyndakapping hjá Tórshavnar Kommunu við Himmalspegilinum í Gundadali, sum er nýskapandi í føroyskum listahøpi við tað, at tað ikki er ein standandi figurstandmynd sum so, men ein liggjandi rúmlig installatión, sum m.a. er gjørd burturúr glaseraðum leirflisum.

Í einum ómetaliga negativum íslendskum ummæli av einari føroyskari listaframsýning fyri nokk so nógvum árum síðani, staðfesti firtni ummælarin, at føroysk standmyndalist var á støði minnisvarða. Tó at hetta mestur var hugsað sum provokatión, hevði hann á ein hátt rætt og nú nærkast vit kjarnutrupulleikanum. Standmyndir í Føroyum eru fyrst og fremst minnisvarðar, ið verða reistir til frama fyri sjómonnum og øðrum monnum, sum hava avrikað okkurt serligt. Vit hava standmyndir av Hans Andriasi Djurhuus, Victor Danielsen, J.K.Kjølbro, Mikkjal á Ryggi, Jákupi Dahl, Sigmundi Brestison og Tróndi í Gøtu. Av kvinnustandmyndum komi eg í tankar um Fípuna Føgru í Klaksvík, Tariru álvagentuna í Viðarlundini í Havn og Kópakonuna. Hetta eru allar naknar, dreymaverur, sum eru kroppsliga vakrar, men sum eru lýstar uttan nakra persónliga einstaklingatign. Við eini umskriving av kenda slagorðinum hjá listabólkinum Guerilla Girls kunnu vit tá spyrja um kvinnur skulu vera naknar fyri at sleppa at vera standmyndir í Føroyum. Tær skulu í øllum førum ikki vera veruligir persónar. Tað er Hans Pauli Olsen, ið hevur gjørt tær tríggjar kvinnustandmyndirnar, sum eg nevndi, eins og hann hevur gjørt rættiliga nógvar av standmyndunum, sum eru settar upp í Føroyum seinastu árini. Hetta er als ikki ringt at skilja sum so. Hann er sera dugnaligur, arbeiðssamur og vit hava ikki nakran annan, sum dugir tað, sum Hans Pauli Olsen dugir at fáa burtur úr leiri. Traðarmaðurin, sum stendur uttan fyri Býráðshúsini við Vaglið í Havn, er t.d. ein framúrskarandi standmynd, sum heiðrar traðarmonnunum. Hetta er ein sterkur, nakin maður við ovurstórum hondum, sum ber ein tungan klett - um vit hugsa um Kópakonustandmyndina er tað áhugavert, at Traðarmaðurin tykist fullkomiliga avsexualiseraður. Hann hevur einki kyn niðan fyri beltið.

Eg finnist ikki at listafólkunum, men eg haldi, at tey, sum bíleggja standmyndir runt um í Føroyum kundu hugsað seg betur um. Eg kundi hugsað mær, at vit fingu eitt meira fjølbroytt skulpturelt úttrykk í Føroyum, tí eg haldi, at okkara standmyndir í ov stóran mun eru figurativar, naturalistiskar heteronormativar bronzustandmyndir av hvítum menniskjum við idealkroppum. Listarlig dygd hevur ómetaliga nógv at siga, men fjølbroytnið er somuleiðis av eyðsæddum týdningi í einum rúmligum, demokratiskum samfelag. Kanska eru vit ov national og lokal, tá vit bíleggja verk. Aðrastaðni tryggja tey fjølbroytnið m.a. við onkuntíð at biðja altjóða listafólk. Í Íslandi t.d. er ein altjóða skulpturpark í Hafnafirði, har listafólk úr 16 londum hava gjørt hvør sítt verk, har eru verk hjá listafólkum úr m.a. Mexico, Sveis, Fraklandi, Finnlandi, Japan og Týsklandi, sum eru ómetaliga ymisk. Á Viðey við Reykjavík hava tey Imagine Peacetower, eina framúrskarandi ljósstandmynd hjá Yoko Ono Lennon. Fyrr í tíðini var ein standmynd tað sama sum ein bronsustandmynd, eitt monumentalt minnismerki til eftirtíðina. Soleiðis er tað ikki longur, ein standmynd hevur í prinsippinum listarligt frælsi javnbjóðis við alla aðra list. Men av tí, at standmyndir ofta eru heldur dýrari og umstendiligari at gera og seta upp, eru tær í størri mun enn onnur list treytaðar av avgerðunum hjá meira og minni kompetentum kommunupolitikarum.

STEINPRENT har listin trívist

Greinin er á enskum í blaðnum Atlantic Review – summar 2016 Myndir: Mureldur, Steinprent og Kinna Poulsen

Greinin er á enskum í blaðnum Atlantic Review – summar 2016 Myndir: Mureldur, Steinprent og Kinna Poulsen

At tað ber til at reka ein professionellan grafiskan verkstað í Tórshavn, norðuri í uttasta útjaðaranum í Europa, og at hópin av kendum listafólkum koma higar at arbeiða, er fyrst og fremst verkstaðsfólkunum í Steinprenti fyri at takka, men tað er eisini treytað av einum óvanliga stórum listaáhuga millum fólk her á landi, sum hava tikið undir við Steinprenti av fullum huga.

Verkstaðsfólkini eru tey bæði, Jan Andersson og Fríða Matras Brekku, og í ár eru seytjan ár síðani, at tey við hjálp frá m.a. fyrrverandi leiðara í Listasavni Føroya, Bárði Jákupsson stovnaðu Grafiska Verkstað Føroya, sum fyrstu árini lá í norðurendanum í Listaskálanum. Síðstu sjey árini hevur verkstaðurin húsast í gomlu fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð í Havn, ein bygningur, sum í dag er halgaður mentanini. Jan Andersson er útlærdur litograf hjá I.C.Sørensen í Hjørring, har Jan hevði verkstað fyrr, og Fríða Matras Brekku er listakvinna umframt tað dagliga arbeiðið í Steinprenti.

Hendingaferð møtast tær báðar á verkstaðnum, listakvinnan og prentarin, tá Fríða Matras Brekku ger eina røð av prentmyndum í Steinprenti sum t.d. ta fínu røðina, ið er at síggja í løtuni á summarframsýningini í Steinprenti. Myndirnar eru vakrar, hugfarsligar og stuttligar lýsingar av seyði í føroyskari náttúru. Tey bæði, Jan og Fríða hava ymiskar hjálparar viðhvørt og tíðum er beinleiðis talan um eina familjufyritøku, tá teir báðir, Magnus V. Andersson og Mikkjal Andersson taka eina hond í. Nú í summar fekk Steinprent stóra viðurkenning fyri sítt virksemi frá danska Tjóðbankanum (Nationalbankens Jubilæumsfond), sum í brævi við heiðurslegati uppá 100.000 krónur staðfestir, at Steinprent er ein av sermerktastu grafisku verkstaðunum í Norðurlondum, ið eigur viðurkenning uppiborna fyri sítt góða arbeiði við grafiska tøkninum, og fyri at miðla hetta arbeiðið út til almenningin gjøgnum framsýningarvirksemið á gallarínum.

 

Mannagongdin

Litografiska tøknið er eitt sindur umstendiligt og í Steinprenti brúka tey bara teir ektaðu, tungu og stóru litografisku steinarnar, sum koma úr Solnhofen í Týsklandi. Áðrenn listafólkið byrjar at tekna á ein stein, eru undanfarnar myndir á steininum slípaðar burtur við einum brýnisteini. Síðani verða tveir steinar skúraðir móti hvørjum øðrum við vatni og carborundumpulvuri, hetta gevur eina fína kornuta yvirflatu, har tað kann málast ella teknast á við fitikendum kriti ella tusj. Listafólkið má tekna á ein nýggjan stein fyri hvønn lit, sum síðan verður prentaður og hetta hevur við sær, at tað lidna prentið ofta er úrslitið av eini drúgvari prosess, har bæði listafólk og prentarar mugu hava tunguna mitt í munninum, meðan arbeitt verður. Tá tekningin er liðug verður steinurin viðgjørdur soleiðis, at fitievnið situr fast í steininum. Eitt royndarprent verður síðani gjørt, sum listafólkið kann broyta um tað gerst neyðugt. Mannagongdin er dynamisk og livandi og ofta hendir okkurt, sum kemur óvart á.

 

Listaframsýningin

Summarframsýningin Sjá tú blánar, sum hongur í Steinprenti inntil 6.august, er nummar 58 í røðini av framsýningum har, og inniheldur m.a. verk, sum eru framleidd á verkstaðnum. Framsýningin byggir á eina yrking, sum Hans Andrias Djurhuus skrivaði í 1920. Flestir føroyingar kenna yrkingina, sum verður sungin, tá flaggdagur er. Yrkingin vendir sær til Merkið, hvørs reyði, blái og hvíti litur myndar koloristiska útgangsstøðið hjá framsýningini, sum eisini innihaldsliga nertur við tjóðskaparlig evni. Við á framsýningini eru Tróndur Patursson, John Kørner, Carl Jóhan Jensen, Peter Carlsen, Ian McKeever, Fríða Matras Brekku, Zacharias Heinesen, Jóhan Martin Christiansen, Tóroddur Poulsen og Ásmundur Poulsen. Teir fýra málningarnir hjá Tróndi Patursson, ið fylla allan endaveggin, eru lýsandi ultramarinbláir og geva við síni svimlandi dýpd eina stórbæra visión av kosmiskum upplivingum, sum Tróndur Patursson hevur havt á sjóferðum sínum. Annars fevnir framsýningin nokk so breitt um bæði náttúru og mentan, abstrakta og figurativa list, fínmentan og kitsch frá træprenti og litografi yvir málarí til fotografi og gipsrelieff umframt postkort.

 

Dugnalig listafólk

Yvir hundrað yrkislistafólk hava millum ár og dag arbeitt í Steinprenti, hvørs virksemi sjálvandi í stóran mun er treytað av teimum evnaríku listafólkunum. Tey flestu av teimum etableraðu føroysku listafólkunum sum t.d. Zacharias Heinesen, Rannvá Kunoy, Hansina Iversen, Tróndur Patursson, Bárður Jákupsson o.o. arbeiða her javnan og kunnu eisini koma í samband við útlendsk listafólk sum t.d. Ian McKeever, Jan Håfstrøm, Kathrine Ærtebjerg, John Kørner, Bjørn Nørgaard, Claus Carstensen, Knud Odde og mong onnur - yvirlit yvir listafólkini finst á heimasíðuni www.steinprent.com

 

Listafólk á verkstaðnum

Nógv virksemi hevur verið og verður á verkstaðnum í summar og í heyst. Fleiri av myndunum á teirri stórfingnu framsýningini, sum Marius Olsen hevur í Norðurlandahúsinum inntil 16.august eru framleiddar í Steinprenti. Framsýningin kann viðmælast, tí umframt at vera ein handverkari av Guðs náði er Marius Olsen samstundis ein spennandi, intellektuellur myndlistamaður, sum skapar myndir, ið seta spurning til veruleika og list og sum støðugt fáa áskoðaran at hugsa og at ivast. Tóroddur Poulsen fer í summar at arbeiða fram ímóti eini serframsýning í Steinprenti við grafikki og installatiónslist. Í føroyskari myndlist umboða hansara myndir eitt nýbrot. Vit hava áður kategoriserað føroysku listina at vera figurativa, hálvabstrakta ella nonfigurativa list, ið ofta tykist vera miðsavnað um tað sublima í stórslignum, náttúrufagnandi og sansaligum myndum. Hetta er ikki galdandi fyri verkini hjá Tóroddi Poulsen, sum eru meira hugsað, speisk og poetisk. Nýggja røðin av træprentum, sum hann gjørdi til framsýningina Sjá tú blánar er dømi um hansara poetiska ans við beinleiðis atliti til orðingina í framsýningarheitinum. Myndarøðin ímyndar ein persón, sum spakuliga blívur bláur. Talan er um eitt slag av einfaldaðum sjálvsmyndum, ið á áhugaverdan hátt sipa til sítt egna tøkni við tað, at andlitið tykist vera bygt upp av fjalum.

Ein listakvinna, sum ofta hevur arbeitt í Steinprenti er Rannvá Kunoy, sum seinni í heyst fer at arbeiða á verkstaðnum. Tað verður spennandi at síggja hvat hon finnur uppá. Rannvá Kunoy býr í London og hevur seinastu árini verið mest aktiv uttanlands við stórum framsýningum í Sveis og á Mallorca. Í fjør seldi hon fimm stór verk til kenda listasamlaran Charles Saatchi. Hon arbeiðir mest við málningum, men eisini við grafikki, har hon bæði leggur dent á at skapa dýpd og at gera vart við yvirflatan í myndunum, sum tessvegna darra og liva í spenninginum harímillum.

Kvøld við skapandi virksemi

Verkstaðshølini í Steinprenti eru ljós og góð við tjúkkum, hvítmálaðum steinveggjum. Her er høgt til loftið og vítt til veggja, og útsýnið er undurvakurt út á vágna, yvir á tað hvíta dómkirkjutornið og býarlívið uttan fyri litføgru bygningarnar í Vágsbotni, og uttast í sjónarringinum sæst tann vakra Nólsoyggin beint uttan fyri Havnina. Gerandisdagar hoyrist kirkjuklokkan kanska best um kvøldið, tá skýming og friður fellur um býin og fólk flest eru heimfarin eftir dagsins stríð. Í Steinprenti er ljós og virksemi hesi kvøldini. Her heldur arbeiðið á til seint út á kvøldið. Ofta arbeiða tey undir øgiligum tíðarpressi og einum óvikandi evstamarki, sum m.a. kemst av, at avvarðandi listafólkið skal heimaftur og tískil má vera umborð á flogfarinum eina ávísa tíð. Arbeiðið á verkstaðnum er miðvíst. Grafiska pressan koyrir javnt og samt meðan steinar verða slípaðir og litir verða blandaðir. Her verður kaffi kókað, tónleikur verður spældur á plátuspælaranum, her verður tosað um litir og tøkni, her verður flent eftir onkrari stuttligari anekdotu. Her er eingin hurlivasi sjálvt um ómetaliga nógv gongur fyri seg og mitt í øllum opinberast eitt liðugt verk - næstan sum var tað gandað fram.

Verkstaðsvinir

Nógv positivt kann sigast um Steinprent, men tað týdningarmesta er kanska, at verkstaðsfólkini við at tora at satsa uppá dygd hava skapað eitt umhvørvi, sum vit ikki hava havt áður í Føroyum. Tað er eitt umhvørvi, har yrkislistafólkini trívast og har sum øll listaáhugað føla seg vælkomin. Sum frá líður eru tey ikki fá, sum eru vorðin vinir hjá verkstaðnum og sum hava nýtt høvið til at gerast limir í áhugafelagnum Steinbrá, ið er fyri øll og sum stuðlar virkseminum hjá Steinprenti. 

 

Yndisligar og ikki so fanansaktigar Tívils døtur

Óstýriliga fanansaktigar og ikki serliga damuligar eru tær, genturnar hjá Tívili sambært skjaldrinum við sama navni; tvær eru í heljum, tvær í skeljum, tvær liggja brendar á brondum, tvær eru skotnar av londum...

- Mann skal kanska vera eitt sindur fanansaktig ella ein grumpy gomul kona fyri ikki at halda av nýggju vøkru útgávuni hjá vokalbólkinum Kata. Tað er heldur ikki á hvørjum degi, at Tutl gevur út eina sangbaseraða útgávu og hetta er í sær sjálvum gleðiligt. Talan er um eina snøgga fløgu við heitinum Tívils døtur, ið er líka vøkur og fín sum Katakvinnurnar sjálvar - undirritaða hevur bæði hoyrt og sæð tær framføra live fleiri ferðir. Tær eru allar kendar sangarinnur frá m.a. poppumhvørvinum: Unn Paturson, Eyð Berghamar Jacobsen, Arnfríð Lützen, Greta Bech og Guðrið Hansdóttir. Síðani 2013 hava tær sungið í Kata, tær syngja allar reint við klangi, sum fevnir um fólkasang við poppfraseringum og við íblástri í teimum bulgarsku kórunum, sum eg í síni tíð trálurtaði eftir á plátunum Le Mystère des Voix Bulgares við modernaðum útsetingum av bulgarskum fólkatónleiki.

Í hesum føri hevur Kata arbeitt við føroyskum, aldargomlum sangum, ið eru útsettir fyri kvinnurøddir. Í tíðindaskrivi verður greitt frá, at sangirnir á fløguni fevna breitt innihaldsliga – úr tí heldur lætta, skjaldraliga og skemtiliga, og søgur úr ævintýrkendum heimum, til frásagnir um dramatiskar kvinnulagnur, og ein spøkilsisvísa. Kórútsetingarnar hava Unn Paturson og Greta Bech gjørt. Hesar útsetingar eru gjørdar út frá laglinjum, sum føroyskir sangarar hava sungið inn á band frá 1902 til í dag.

Arbeiðið tekur útgangsstøði í stóra avrikinum hjá Marionnu Clausen (1947-2014), sum noteraði nótar á siðbundnum føroyskum løgum, sum hon fann í gomlum upptøkum. Upptøkurnar gjørdi Rógvi á Rógvu í Ólavskirkjuni í Kirkjubø í 9.-11. august, 2015. Finnur Hansen hevur ljóðblandað, og Óli Poulsen hevur mastrað. Finnur Justinussen hevur tikið myndir og Uni Árting hevur gjørt húsan við litkoordineraðum atliti til bæði tað siðbundna føroyska og tað modernaða bráið í verkætlanini.

Verkætlanin er altso dámlig, dugnalig, samanhangandi og væl gjørd, og hartil er útgávan sera væl miðlað í tveimum heftum, har tekstir og upplýsingar verða endurgivnir og harumframt verður greitt frá sangunum í smáum, áhugaverdum stubbum, ið eisini eru týddir til enskt. Á nøkrum løgunum eru slagverk við Rógva á Rógvu, og elektroniskar effektir við Lasse Thorning Jæger og tað klæðir útgávuni sera væl t.d. í Rura, rura barnið, tí sjálvt um alt gott kann sigast um útgávuna og sjálvt um tær fimm sangarindurnar leggja seg eftir at variera í dynamikki og klangi, so hevur teirra samlaða úttrykk lyndi til at gerast heldur monotont og deydligt, ov pent. Og tað er mín samlaða niðurstøða, at hendan útgávan er heldur pen, sløtt og pirruleys; ikki nóg fanansaktig.

At eg allíkavæl haldi Tívils døtur vera spennandi í støðum kemst fyri ein part av, at útsetingar sum t.d. Vevpíkan minna meg á hvussu framúr gott kórtónaskald, Unn Patursson er. Eg havi sjálv sungið kórverk hjá henni sum t.d. Glitra, Skermar og Purpurhinna (Porphyra umbilicalis), ið øll bera brá av einum tónaskaldi við óvanliga góðari tekstligari fatan, sum samstundis dugir at umseta tekstin til tónleik í til tíðir kompleksum útsetingum, sum altíð ljóma leikandi lætt. Tað er mín vón, at Unn Patursson í næstum fær tíð og umstøður til at arbeiða við einum stórum kórverki, og meðan eg bíði eftir hesum, fari eg at lurta eftir Vevpíkuni einaferð aftrat.  

Ólavsøkuframsýningin 2016

Eitt fastur táttur á mínari ólavsøku hevur í fleiri ár verið at spáka niðan í Listaskálan ólavsøkuaftan at síggja Ólavsøkuframsýningina, sum eg eisini havi verið við til at kuratera nakrar ferðir. Í ár barst mær frá at fara upplatingardagin, men í dag havi eg so verið ein svipp og hugt eftir einari lutfalsliga ruddiligari, í støðum fjølbroyttari og í støðum eitt sindur keðiligari ólavsøkuframsýning, sum Solveig Hanusardóttir Olsen kurateraði við denti á tveydimensjonal verk. Á framsýningini eru tilsamans 52 verk hjá fimtan listafólkum. Tey eru Anker Mortensen, Bárður Oskarsson, Edward Fuglø, Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Kirstin Helgadóttir, Olivur Eystberg, Peter Carlsen, Randi Samsonsen, Saga Kapna, Sámal Blak, Silja Strøm, Tóroddur Poulsen, Tummas Jákup Thomsen og Turið Nolsøe.

Solveig H.Olsen hevur valt øll listafólkini, og framsýningin hevur sostatt ikki verið opin fyri innsendum verkum, eins og hon ofta hevur verið. Hetta hava nøkur verið ónøgd við og tað skilji eg á ein hátt, men vit skulu jú bara bíða 363 dagar til næsta Ólavsøkuframsýningin letur upp, so fáa vit at síggja um tað verður møguligt at senda inn verkuppskot tá. Eg haldi í grundini, at tað er gott, at ólavsøkuframsýningarkonseptið er liðiligt og kann broytast, tí eitt ár er stutt og eg haldi, at við tíðini er tað sum um, at árini eru farin at styttast.

Peter Carlsen

Peter Carlsen

Steinprent hevur leverað grafisk verk til framsýningina hjá tveimum listamonnum, Peter Carlsen og Tóroddi Poulsen. Tey stóru prentini Tann góða spannin og hinar hjá Tóroddi Poulsen eru ikki spildurnýggj, fyri tveimum árum síðani vóru tey á framsýningini Myrkamyndir, sum undirritaða kurateraði í Steinprenti. Trý avbrigdi eru av prentinum, eitt blátt, eitt reytt og eitt svart og hetta, at myndirnar hanga tríggjar saman gevur varhugan av onkrum hátíðarligum, eins og tilsipingarnar í heitinum til tann góða hirðan hava eitthvørt átrúnaðarligt yvir sær. Samstundis kenna vit jú spannina sum eitt lágpraktiskt og ógvuliga vanligt gerandisamboð. Myndirnar hjá Tóroddi Poulsen tykjast um somu tíð mystiskar, løgnar og ómetaliga einfaldar og óhátíðarligar. Endurtøkan ella akkumuleringin av spannunum í einstøku myndunum er áhugaverd, tú fært eina kenslu av, at spannirnar fylkjast úr neðra og upp og úteftir og at tað, sum eru tær fullar av, hvørja løtu kann koppa út móti tær. 

Tóroddur Poulsen

Tóroddur Poulsen

Gipsmyndirnar hjá Jóhan Martin Christiansen eru somuleiðis tríggjar í tali. Tær eita Hidden Faces og bæði staðsetingin av verkunum í eini ljósrípu úr loftinum og tað, at tær eru 3 gevur varhugan av onkrum religiøsum, verkið kundi verið ein altartalva. Jóhan Martin Christiansen letur upp serframsýning í Listasavninum 9.sept í ár. Tað religiøsa er á ein hátt eisini aktuelt í myndunum hjá Peter Carlsen, tí her snýr tað seg um tær sjey deyðssyndirnar, sum eru lýstar gjøgnum ymiskar sjálvsmyndir av listamanninum. Myndamálið hjá Peter Carlsen er kanska meira speiskt enn religiøst, tær lýsa eitt lyndi, sum listamaðurin heldur dominera okkara egoistisku tíð. Tey sjey prentini hanga uppi á balkongini, kanska eru myndirnar heldur smáar til plaseringina, hinvegin eru tær sera góðar..

Jóhan Martin Christiansen

Jóhan Martin Christiansen

Saga Kapna

Saga Kapna

Hugburðurin í myndunum hjá Saga Kapna tykist sosialur og eksistentiellur. Hetta er fotobaserað malarí og tusj á træ. Myndirnar eru frá tá pápi hennara, tónleikarin Nikos Kapnas doyði um jóltíðir í fjør. Tær fýra myndirnar eru rørandi í síni í støðum eitt sindur primitivu og samstundis gjølligu dokumentatión bæði av bíðanini, missinum og samanhaldinum í familjuni.

Saga Kapna

Saga Kapna

Tær tvær stóru myndirnar hjá Anker Mortensen eru framúr góðar. Maanens Duuer eita hesir báðir mjørkakendu málningarnir, sum vísa seg at vera leikandi koloristiskar myndir við hópin av eydnuríkum myndevnum av smáum bátum og trøum og ymiskum skapum í alskyns litum. Heitið kemur frá fyrstu føroysku listaverkunum, fuglamyndunum hjá Díðriki á Skarvanesi, sum Anker Mortensen hevur parafraserað fleiri ferð.

Anker Mortensen

Anker Mortensen

Brotamynd - Anker Mortensen

Brotamynd - Anker Mortensen

Hensina Iversen

Hensina Iversen

Hansina Iversen er millum okkara bestu av etableraðu yrkislistafólkunum, hon hevur tríggjar myndir við á framsýningini, sum eru heldur øðrvísi enn tað, vit hava sæð frá henni áður. Myndirnar eru nonfigurativar, gamaní, men litir og skap eru heldur øðrvísi. Talan er um tríggjar sera avlangar, høgar myndir við gráum, vakurt bylgjandi botni og svørtum og bláum formatiónum við pastellittum strokum. Formatið ger, at áskoðarin fær hug at lesa okkurt mannalíkiligt/ antropomorfistiskt inn í tær. Men onkursvegna tykjast hesi verkini merkiliga óavklárað í mun til tær framúrskarandi myndirnar, sum Hansina Iversen hevur málað síðstu árini. Kanska eru tær dømi um, at listakvinnan aftur er í ferð við at flyta seg listarliga, kanska skulu tær bara síggjast einaferð aftrat. Randi Samsonsen arbeiðir við tóvirki, hon hevur tvey smá verk við, har hon sameinir plastikk og bummull, tey eru abstrakt og formliga áhugaverd og tí hevði eg ynskt, at hon hevði fleiri verk við, tey kundu eisini væl verið størri.   

Olivur Eystberg

Olivur Eystberg

Av teimum nýggju, áhugaverdu listaspírunum, havi eg hug at nevna tey bæði Turið Nolsøe og Olivur Eystberg, sum arbeiða við hvør sínum tøkni. Turið Nolsøe arbeiðir við koparprenti, hon hevur gjørt nakrar áhugaverdar, smáar myndir, ið at síggja til avmynda okkurt slag av organiskt vaksandi mynstrum, sum taka seg upp á myndaflatuni. Olivur Eystberg arbeiðir við fotomyndum, tær eru svarthvítar og tykjast vera sera stýrdar og estetiskt tilvitaðar avmyndingar av landsløgum.

Turið Nolsøe

Turið Nolsøe

Tummas Jákup Thomsen

Tummas Jákup Thomsen

Tað figurativa má sigast at vera komið afturíaftur í føroyskari myndlist. Kanska hevur tað ongantíð verið heilt burtur, men tær semiabstraktu, kubistisku landslagstulkingarnar, sum vit hava havt nógvar av, eru als ikki til staðar á ársins ólavsøkuframsýning. Tummas Jákup Thomsen framsýnir eina røð av sínum myrku, surrealistisku blýants- tussj- og kolmyndum og Kirstin Helgadóttir sýnir fram fýra kollasjur við surrealistiskum brá.

Bárður Oskarsson

Bárður Oskarsson

Bárður Oskarsson er genialur teknari, men mær dámar betur hansara tekningar enn hansara málningar, sum eru tyngri og ikki eins humoristiskir og tekningarnar. Tá tað er sagt, so eru hesir seks málningarnir sjálvandi teknaðir í ein ávísan mun. Myndevnið hjá Bárði Oskarsson er Umbert, ein menniskjalíknandi figurur, sum er settur inn í eitt myrkt grátt, málað univers, har hann er púra einsamallur við øllum sínum talentum og veikleikum júst sum vit menniskju her á jørðini.  

Eitt av týdningarmestu umboðunum fyri ta figurativu linjuna, Silja Strøm hevur fimm verk við, sum er nakað av tí besta á ólavsøkuframsýningini í ár. Verkini hava felagsheitið Bigger Than Yours, ið tykist barnsligt og minnir um myndirnar hjá t.d. Kathrine Ærtebjerg við ævintýrkendum figurum, sum ikki sjáldan hava eitthvørt óskikkiligt yvir sær við kvinnuligum sjónarhorni. Myndaheimurin er figurativur við abstraktum og surrealistiskum staklutum, sum seta úr gildi tyngdarlógir og tílík vanlig atlit. Nýggju myndirnar hjá Silju eru somuleiðis figurativar við abstraktum, flótandi strokum, sum bróta illusiónina og gera vart við, at talan er um málarí. Á einari mynd sæst ein genta, sum við einum skálkabrosi lyftir kjólan hjá sær upp. Eg veit ikki hvat tað er, sum hon hevur, sum er størri enn tað, sum eg havi, men undirhaldandi og hugtakandi er tað og herliga sprøklut og lívligt eisini.

Teir báðir Sámal Blak og Edward Fuglø arbeiða báðir í sjónleikaraverðini og eg haldi, at tað sæst á teirra verkum, tó at tey eru sera ymisk. Sámal Blak hevur gjørt eitt stórt verk við fótasporum, sum eru sett antin hvítt á svart ella svart á hvítt. Í miðjuni er ein bók. Hugskotið er sambært heitinum Midnáttarsangur at ímynda samantyrptu mannamúgvuna, sum kemur saman at syngja á ólavsøku. Eg haldi, at tað er fínt við verkum á Ólavsøkuframsýningini, sum onkursvegna snúgva seg um ólavsøkuna, men tað er sum um, at heitið á verkinum minkar um tulkingarmøguleikarnar.

Sámal Blak

Sámal Blak

Sámal Blak

Sámal Blak

Edward Fuglø hevur bygt eitt ógvuliga autentiskt kamar upp í rúminum við síðuna av Bládýpinum hjá Tróndi Patursson. Við hesari rúminstallatiónini gevur Edward Fuglø okkum karmarnar til eina ólavsøkusøgu, sum áskoðarin sjálvur má hyggja, lukta og hugsa seg fram til. Uttanfyri eina wc-hurð hongur ein vakur stakkur og ein leðurjakki. Á seingini liggja silkisokkar frá Dior, á borðinum er ein parykkur, gamalt putur og ymiskt nýtiligt til damufríðkan. Á seingini liggur eisini ein taska við mannfólkaklæðum. Ólavsøkugestur eitur verkið, sum við fleiri ósamsvarandi søgum viðvíkjandi tíð, kyni og kynssnaring er áhugavert og fleirræddað, 

Brot úr rúminstallatión hjá Edward Fuglø

Brot úr rúminstallatión hjá Edward Fuglø

Brot úr rúminstallatión hjá Edward fuglø

Brot úr rúminstallatión hjá Edward fuglø

Takk fyri orðini G!

Yrkingaupplestur er kanska ein roynd at gera nakað asosialt sosialt. Um hugsað verður um tann oratoriska framburðin er sjálvandi ymiskt hvussu hilnast hjá høvundunum. Hetta skal jú ikki vera nøkur dramakapping, men ein presentatión av einum úrvali av skaldskapinum hjá nøkrum høvundum. Ein grund til, at tað sum heild eydnast væl er, at vit eru grundleggjandi sosial, tað er altíð herligt at møtast kring listina. Áhugi er fyri skaldskapinum, tað var týðiligt á ársins G! LabORÐatoriið á G! er eitt bókmentatiltak, sum hevur verið hildið í nøkur ár undir ymiskum heitum og formum. Tað eru Kim Simonsen og Vónbjørt Vang, ið skipa fyri og í ár var tiltakið gjørt sum ein rundferð í Syðrugøtu leygardagin á G!

Umstøðurnar vóru sum heild góðar, Gøtufólk eru blíð og umhvørvið kring Syðrugøtu er einastandandi vakurt júst sum tað var í fjør og fyrraárið og veðrið vísti seg frá síni bestu síðu tann góða tíman, tiltakið vardi. Hvør høvundur hevði tíggju minuttir og til umstøðurnar var hetta hóskandi. Tiltakið byrjaði við, at Vónbjørt Vang bjóðaði vælkomin. Síðani legði Marjun Syderbø Kjelnæs fyri við at lesa upp úr nýggju skaldsøguni Óendalig Vera - eg eri júst byrjað uppá at lesa skaldsøguna og tað var áhugavert at hoyra Marjuna lesa júst tað, eg havi lisið og bíta merki í tað sama brotið umaftur: "Eitt skriftstað rennur sjálvsagt fram fyri meg:... nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur. Leon hin fyrsti koyrir framvegis sum voice over í tonkunum. Í skriftini finnast orð til øll høvi og allar kenslur, tað lærdi eg eisini tíðliga: “Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið mini." Onkustaðni á vegnum slóknaði hjá mær Onkustaðni fór eg av vegnum. Í míni innvortis oyðu gevi eg mær ikki far um rásir, hvørki breiðar ella smalar. ..... "Verk teirra eru einki - púrt einki, myndir teirra eru vindur og tómleiki...". Síðani las Arnbjørn Dalsgarð eina av sínum søgum um Albert, sum hann vónar at kunna geva út í savni. Hetta eru sjálvsspeiskar gerandissøgur um ein púra vanliga óvanligan mann við littererum ambitiónum

Kim Simonsen las eina nýggja yrking, meðan sólin skein og varhugin av skriðkyktum og klukkum rann saman í eina hægri eind saman við summarliga anganum av bøi. Yrkingin stendur longur niðri her á síðuni. Eg haldi, at hansara sermerkta mikrokosmiska, biologiskt dramatiska poesi hevur ávirkað fleiri føroyskar yrkjarar, sum eru farnir at dyrka mikroverur og landsløg í nærmyndum. Sissal Kampmann greiddi frá og las við bæði skemtiligum yvirskoti og álvarsligari nærveru úr sínum nýggjasta savni Sunnudagsland. Vit gingu spakuliga yvir til Vónbjørt og Kim. Har var tað eitt satt upplivilsi at hoyra Lív Mariu Róadóttir Jæger lesa upp. Hon var sera væl fyrireikað og upplesturin gav mær hug at lesa fína debutsavnið Hvít Sól umaftur. Hon legði líka stóran dent á hjáorð sum á sagnorð og navnorð. Hetta gav øllum orðunum ein serstakan hugsunarsaman dám og minkaði onkursvegna um akademisku frástøðuna, sum er í summum av yrkingunum. Anna Malan Jógvansdóttir las nýggjar yrkingar um havsins lív og um tilveruna og sjálvt um gangurin frá barnaundirhaldinum á sandinum gav henni skarpan gang, helt hon á við at lesa við sama dirvi og dugna, sum nú hevur skaffað henni pláss á Rithøvundaskúlanum, har hon byrjar í heyst.

 

iPhone Image B107D6.jpg

Her eru reyðir steinar,

ið eg ikki kenni.

Sediment foldaði um hvørt annað,

sum løg snaraði

omaná onnur løg.

Rotnandi bløð

oman á øðrum bløðum.

Reyð jørð,

har spengur av rótum hava sprongt

sær veg út gjøgnum grótið og moldina.

 

í skógarbotninum flúgva smáir summarfuglar í slow motion.

Undir bløðunum berjast svartar og bláar klukkur fyri lívinum,

Meðan tær ljósleyst klippa beinini av hvørjari aðrari

herja reyðu meyrurnar á aftanifrá.

At enda liggja tær stroyddar sum rusk,

meðan aðrar klukkur eta av teimum

Eg havi mist teg.

 

Í skugganum undan sólini,

gangi eg oman eftir gøtuni.

Sólin sær kámt.

Vindurin er kaldur nú.

Okkurt loysnar,

ein gomul kensla dagar undan,

ið leingi hevur verið sokkin.

Eg skal liva uttan teg.

Alt sum hóttir meg her,

er hótt av mær.

Uglur, smáar slangur,

blóðsúgvandi midur. 

Mjørkin floymir inn yvir dalin

fram við fjallinum

har hann vaskar sirmið av fjallasíðunum.

Y Arpeggios – Augenmusik i Steinprent

Også i Tórshavn er sommeren over os i disse dage, hvorfor de allerfleste har fri. Det gælder eksempelvis undertegnede, der ikke helt har rede på ugedagene og som i onsdags eller måske var det i torsdags gik en tur gennem byen, der førte mig ned til bådehavnen og til Steinprent, Færøernes Grafiske Værksted. Her har man tydeligvis ikke holdt fri på det seneste. På væggen hænger der flere nye tryk, som jeg ikke har set før. Det er særprægede billeder med runde figurer i flere farver. Det er træsnit, kan jeg se på mønstret af årringe, der skimtes gennem især de lysere farveflader.

Kunstneren

På værkstedet møder jeg en venligt smilende kvinde i rød arbejdsdragt og med glimt i de brune øjne. Det viser sig at være tekstildesigneren Margrethe Odgaard, som har lavet fem tryk på værkstedet. Hun fik for nylig tildelt verdens største designpris Torsten og Wanja Söderbergs pris på en million svenske kroner, som hun modtager i november i år. I priskomiteens motivation står der, at “Margrethe Odgaard har tekstil som afsæt for formgivning. Tilgangen er på én gang håndværksmæssig, taktil og gennemreflekteret; hun tænker med hænderne. Ud fra både poetiske og konsekvente farve- og mønsterstudier skaber hun sammenhænge i en betagende proces fuld af musikalitet. Den kunstneriske vision er drevet frem af ønsket om at skabe og berige på en måde, hvor viden, ideer og færdigheder deles ufortrødent og generøst”. Margrethe Odgaard er født i 1978 og er uddannet på Det Kongelige Danske Kunstakademis Skoler for Arkitektur, Design og Konservering med studier på Rhode Island School of Design i USA. Som tekstilformgiver fokuserer hun på  farver, mønstre og taktilitet. Hendes arbejde er præget af en vedholdende søgen efter nye måder at udforske farve og mønster af materialet.

Trykkene

De grafiske tryk er med deres afklarede cirkulære former, de organiske mønstre og glødende farver præget af en vis formlig skønhed, men synes også at være opbygget i forhold til en eller anden systematik, så jeg spørger Margrethe Odgaard om billederne. Hun siger, at de grafiske værker er billedsiden af Y Arpeggios, som Teitur Lassen har skrevet. De to, Margrethe og Teitur er venner, de har gået i skole sammen og har i flere år overvejet at lave et fælles projekt, som nu er blevet til virkelighed.

Y Arpeggios

Teitur Lassen har i et par år arbejdet med såkaldt arpeggios, dvs. tonerækker, som han spejler og som tilsammens danner små, enkle men udtryksfulde kompositioner. Margrethe Odgaard er fascineret af spejlingen og af musikken, der kommer ud af den og sammen med Teitur er hun i gang med at lave billeder til en nodebog med klavernoder. Projektet er enestående på så mange måder, bl.a. er selve træstokken af fem træsorter af særlig luksuskvalitet; de stammer fra Dinesen. Selve træpladerne er spejlede således, at de fremstår i to cirkulære dele.

Synæstetisk farvevalg

Farverne i trykkene er valgt i forhold til en synæstetisk systematik. Tanker omkring synæstesi, om augenmusik, musikmaleri og samsvar imellem de forskellige sanseområder er ikke nye, de har været fremme helt fra renæssancen. Gennem tiderne har der været flere forsøg på at strukturere farver og toner i et bestemt forhold og Margrethe Odgaard har taget udgangspunkt i hovedtendenserne i disse strukturer, som bl.a. Isac Newton har fundet frem til.

Flere lag

Projektet er præget af mange lag med flere spejlinger og farve- og musikstrukturer. Det kan forekomme ret kompliceret, når man får projektet forklaret, men i det øjeblik, da Margrethe Odgaard spillede et af klaverstykkerne for mig på computeren, samtidig som jeg så på det tilhørende billede, forekom alting pludselig så enkelt og så klart, at det føltes rørende. Jeg SÅ musikken, der langsomt tonede frem som små begyndelser fra hver sin side, rødt i venstre side og grønt i højre side og i tankerne fulgte jeg tonernes og farvernes bevægelser henimod og forbi hinanden. Oplevelsen var aldeles betagende og en lovende forsmag på en udgave, som vi kan glæde os til. Foreløbig kan de nye tryk ses og købes i Steinprent. 

2.jpg

Y Arpeggios – eygnatónleikur í Steinprenti

Summarið er í hæddini og fólk flest hava frí. Ein mikudag ella var tað kanska hósdagin fór eg malandi omaneftir og endaði á Skálatrøð í Steinprenti. Her hava tey eftir øllum at døma ikki havt frí í seinastuni. Her er synestesi og spegling á skránni. Á vegginum á verkstaðnum hanga fleiri nýggj prent, sum eg ikki havi sæð áður. Hetta eru sermerkt prent við fleirlittum rundum skapum. Tað eru træprent síggi eg á árringunum, sum hómast serliga í teimum ljósu litflatunum.

Listakvinnan

Á verkstaðnum gongur ein í reyðum arbeiðsklæðum. Tað vísir seg at vera ein brosandi listakvinna við blíðum, brúnu eygum, sum eitur Margrethe Odgaard. Tað er hon, sum hevur gjørt nýggju prentini. Margrethe er tekstilsniðgevi, sum nýliga hevur fingið tillutaða heimsins størstu designheiðursløn, ið verður handað í november; - tað er Torsten og Wanja Söderbergs pris uppá eina millión svenskar krónur. Í grundgevingini fyri tilnevningini stendur, at "tilgongdin hjá Margrethe Odgaard er um somu tíð handverkarahegnislig sum hon er taktil og gjøgnumhugsað. Listakvinnan hugsar við hondunum. Út frá bæði poetiskum og reglubundnum lit- og mynsturuppritum skapar hon samanhangir í eini hugtakandi prosess, ið er full av musikaliteti. Listarliga visiónin er drivin fram av ynskinum um at skapa og at ríka á ein hátt, har vitan, hugskot og gávur verða býtt á áhaldandi og gávumildan hátt”. Margrethe Odgaard er fødd í 1978 og útbúgvin á Det Kongelige Danske Kunstakademis Skoler for Arkitektur, Design og Konservering, umframt at hon hevur lisið á Rhode Island School of Design i USA.

Prentini

Prentini eru vøkur, men tykjast eisini at verða gjørd eftir onkrari ávísari skipan, so eg spyrji listakvinnuna hvat hetta er fyri nakað. Hon greiðir mær frá, at hetta er myndasíðan av Y Arpeggios hjá Teiti Lassen. Tey bæði Teitur og Margrethe eru vinfólk, hava gingið í skúla saman og hava í mong ár ætlað at gera eina felags verkætlan, sum nú gjørdist veruleiki við Y Arpeggios.

Y Arpeggios

Teitur Lassen hevur í nøkur ár arbeitt við sonevndum arpeggio tónarøðum, sum hann speglar og sum tilsamans mynda smáar, einfaldar, men sera vakrar og hugfarsligar klaverkompositiónir. Margrethe Odgaard er hugtikin av speglingini og av tónleikinum, ið kyknar í henni, og saman gjørdu hon og Teitur av at gera eina bókaútgávu við nótum og myndum. Træið, sum er brúkt til træpláturnar, er frá altjóða framleiðaranum av dygdartrætilfari, Dinesen, sum hevur latið listakvinnuni fimm træplátur úr ymiskum træsløgum, hvør rund pláta er sett saman við sínari spegling og pláturnar eru síðani brúktar til tær fimm myndirnar, sum avmynda fimm tónaverk.

Synestetiskt litaval

Litirnir eru eisini valdir eftir einari ávísari synestetiskari skipan. Tankar um synestesi, um augenmusik, tónleikamálarí og samsvar millum tey ymisku sansaøkini eru gamlir og hava verið frammi í listasøguni síðani renesansuna. Fleiri royndir hava verið gjørdar at staðfesta skipanir við føstum lutfalli millum litir og tónar og Margrethe Odgaard hevur tikið støði í hesum skipanum hjá m.a. Isac Newton o.ø.

Verkætlanin gongur fyri seg á nógvum stigum við fleiri speglingum og skipanum av litum og tónum. Hon kann tykjast eitt sindur torskild, men ta løtuna, tá Margrethe spældi eitt av klaververkunum fyri mær á telduni meðan eg hugdi at myndini, sum verkið hevði íblást, tóktist alt so einfalt og greitt, at eg varð rørd. Eg sá tónleikin, tónarnar, sum spakuliga kyknaðu eins og byrjanir frá hvør sínari síðu, reytt vinstrumegin og grønt høgrumegin. Í huganum fylgdi eg parallellu ferðini hjá tónunum og litunum móti hvørjum øðrum. Hetta var ein hugtakandi uppliving og eg hugsi, at vit kunnu gleða okkum til útgávuna. Fyribils kunnu prentini síggjast og keypast í Steinprenti.

IMG_0361.jpg

Listafólkasambandið átalar viðmerking frá mentamálafrúuni

Í skrivi sent fjølmiðlunum átalar LISA heldur harða tónalagið hjá Rigmor Dam í útvarpssamrøðu herfyri. Her er skrivið: Í samrøðu við Kára Olsen í tíðindunum í Kringvarpi Føroya á miðdegi 13. juli sigur Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum, at hon ikki er samd við listprýðisnevndina hjá Glasi um, á hvørjum málum og í hvørjum miðlum kappingin um listprýðingina skal lýsast.

Rigmor Dam sigur eisini, at hetta kann merkja, at nevndin ikki er før fyri at velja ímillum innkomin føroysk uppskot, og at tey, ið eru vald vegna fakligan førleika, tískil eftir hennara sannføring ikki eru skikkað at sita í nevndini.

Henda samanhang skilur LISA ikki. LISA hevur fult álit á fakliga førleikanum hjá sínum umboði og á listprýðisnevndini í heila tikið.

LISA átalar harðliga, at ein listprýðisnevnd óbeinleiðis verður hótt við at verða sett frá, um hon eftir bestu fakligu sannføring er ósamd við ein arbeiðssetning hjá landsstýriskvinnuni. Hetta er eitt álvarsligt brot á armslongdarprinsippið. Listprýðisnevndin skal frítt kunna gera síni tilmæli, eisini tá ið tey ikki samsvara við politisku sannføringina handan arbeiðssetningin, ið Rigmor Dam hevur gjørt fyri nevndina.

Hetta eigur ikki at fara fram í einum demokratii, sum hevur armslongd á listaøkinum.

 

Visionary artists and artisans

The National Hospital of the Faroe Islands, Lands sjúkrahúsið, in Tórshavn will have a new building in 2020 named H-bygningurin. The ambition is to create a landmark that both signals aesthetic qualities and compassion and puts the Faroe Islands on the world map through a visionary hospital project. The building will be located close to the harbour and will be seen from the sea and from above. It will be like a lighthouse for the capital Tórshavn and for the Faroe Islands as such. DKK 2 million have been allocated to arts and crafts installations in the building program. This aims at making a visit to the new hospital building a unique, intimate, safe and positive experience for employees, patients and their families. The committee emphasizes that the artists involve both patients, families and staff in their artistic approach. To read a thorough description of the application form and of the project, visit our website www.landsverk.fo The national hospital in the Faroe Islands, Landssjúkrahúsið, is looking for visionary artists and artisans SUBMISSION DEADLINE: 18. AUGUST 2016 KL. 15.00 SUBMIT YOUR APPLICATION TO: LV@LV.FO

Spennandi samtíðarlist á Mallorca

Rutunetið hjá Atlantic Airways hevur eyðvitað sera stóran týdning fyri føroyingar. Umframt tær sonevndu NORÐ-ruturnar og Danmarkar-ruturnar eru tær sonevndu SÓL-ruturnar, har ferðafólk hava tikið sera væl undir við tilboðunum at flúgva beinleiðis úr Føroyum til sól og summar í heitu londunum. Ferðir hava verið úr Føroyum til m.a. Kreta, Barcelona og Mallorca, men Atlantsflog er steðgað við at flúgva til Milano og London. Tað er undrunarvert, at sambandið við ein metropol sum London ikki skal kunna svara seg og tað er sera harmiligt fyri tey listaáhugaðu. Tó ber til at fáa annað enn sól burturúr á Mallorca. Eftir øllum at døma eru fleiri spennandi gallaríir á sponsku oynni. Eitt av teimum eitur Lundgren Gallery, sum inntil 17.juni hevði eina framsýning av verkum hjá føroysku listakvinnuni Rannvá Kunoy. Í tíðindaskrivinum um framsýningina stendur:

The paintings of Rannva Kunoy (b.1977 and based in London) are deliberately occupying an uneasy space between opposing extremes, something recognisable but intangible, physical without being material. Always evident in the work is the negotiation between thought and process. The surface is pushed towards a hybrid of sorts, the marks are as thin and lacking in texture as possible, in it an attitude of almost anti-composition and deliberate ambiguity.


Kunoy achieves this surface by applying layers of crystal paint to dark monochrome backgrounds that vary in a degree of translucency and saturation. The crystal paint allows for a chemical process of light shining in and out of the canvas, giving an appearance of a three-dimensional and holographic quality causing the surface to almost hallucinate.


The intellectual basis for Kunoy’s work is direct and clear and gives way to works that carry a charged ambiguity coupled with a slight anarchic and absurdist approach to image making in a language and mark distinctly her own.

_DSC3583.jpeg

 

 

Glasir - við smølum myndlistarligum sjónarringi

glasfo.jpg

Nú lýst hevur verið við listprýðingini av stóra nýggja skúladeplinum í Marknagili, legði eg til merkis, at lýsingin um listprýðing fyri 3 milliónir krónur bara er orðað á føroyskum. Bygningurin er teknaður av BIG, Bjarke Ingels Group, sum er eitt altjóða arkitektafelag, grundlagt í Danmark, og sum umframt at arbeiða við menning av hugskotum um allan heimin í sambandi við býargerð og byggilist, eisini hevur teknað bygningar, sum eru bygdir í Korea og í USA osfr. Arkitektoniskt er talan um ein altjóða hugsaðan bygning, men listin skal eftir øllum at døma vera føroysk.

Ongastaðni í heiminum hava tey annars so stóran tørv á altjóða list sum í Føroyum, eitt land sum í ár 2016 ikki hevur megnað at fyriskipa føroyska luttøku á altjóða listamessum. Enn verri er tað, at vit enn ikki hava nakra permanenta framsýning av altjóða list í Føroyum. Listasavnið hevur føroyska list og tá savnið eina hissini ferð sýnir fram altjóða list sum t.d. á framsýningini hjá Ian McKeever, ja so møta bara nøkur fá. Sum kunnugt er okkara listasøga sera stutt og avmarkað og okkum tørvar altjóða kapping og íblástur um vit ikki púra skulu implodera í provinsiellari og protektionistiskari sjálvsnøgd. Sjálv haldi eg, at altjóða kapping skuldi verið uppløgd í eini so stórari og altjóða hugsaðari verkætlan sum Glasir, har vit fara at útbúgva fleiri túsund ungar føroyingar til kritiskar samfelagsborgarar, sum fleiri av teimum fara víðari út í heimin at útbúgva seg. 

Uppá fyrispurning mín um eina lýsing á enskum svarar Sigga Jacobsen, skrivstovufólk á Glasi soleiðis: ”..Í arbeiðssetninginum hjá nevndini er orðað, at listprýðisnevndin skal kunngerða uppgávuna at listprýða Glasir í føroyskum miðlum. Lýsingin er tí bert á føroyskum…”. 

Stuðul til film

Heiðrik á Heygum: Skuld. Myndin er tilvildarliga vald.

Heiðrik á Heygum: Skuld. Myndin er tilvildarliga vald.

Nú ber til at søkja stuðul til film. Tøka játtanin er 430 tús. kr. í hesum seinna stuðulsumfari 2016. Stuðul kann verða veittur til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Stuðul kann verða játtaður til einstaklingar, bólkar ella feløg. Freistin at søkja er 1. september 2016 Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið. Umsóknarblað við vegleiðing er at finna á heimasíðu Mentamálaráðsins: www.mmr.fo ella kann fáast við at venda sær til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 - 110 Tórshavn Telefon 30 65 00 – Telefax 30 65 55 e-postur.: mmr@mmr.f

Orka - Vað

 TEITUR LASSEN UMMÆLIR NÝGGJU ÚTGÁVUNA HJÁ ORKA

Write here...

Heitini eru stutt, sum vietnamesisk eitt-stavilsis orð. Vað, Skin, Kav, Vrak, Blik. Tað hóskar til stílin og kanska til verkætlanina, bólkin og einstaklingin Orka (Jens L.Thomsen), sum hann er í dag. Einfaldi húsin tykist eisini at siga hetta. Nýtt. Orka. Alternativt. Víðari. Tað er ikki nógv í tónleikinum ið setur seg fast fyrstu ferð, einki sum er ikoniskt alt fyri eitt, eingi orð ið eru at minnast. Eg kenni ikki so nógv tilfar aftur frá fyrstu ferð eg hoyrdi útgávuna, men aftaná at hon er spæld fleiri ferðir fær hon eitt eyðkenni, ein lit, eina veru. Í dag haldi eg til dømis, at ljóðið í lagnum Blik eru ikoniskt. Tað at lurta eftir hesi útgávuni fleiri ferðir og at hoyra hana lata seg úr, minnir meg um hví mær dámar so væl tónleik, hví tað er so dýrabært, tá ið menniskjan velur at samskifta ígjøgnum tónleik heldur enn gjøgnum orð og myndir. Serliga tá ið man er blivin so sjálvglaður og dovin, at man setur alt í kassar uttan at liva seg inn í hvat fjalir seg innaní, serliga tá ið nakað vísur seg at vera gevandi og lívsjáttandi um man tímur at lurta.

Til tíðir ljóðar Vað sum eina lounge barr ella lobby í einum framtíðarkendum Mad Max heimi. Tónleikurin er ikki líka illur, tungur og fjarur sum Orka er kent fyri, hóast hann er myrkur sum altíð. Hetta er ikki einans rútmiskur tónleikur, hetta er maskinellur tónleikur. Dur-mol harmonikkur og tann logikkurin er ikki tað berandi. Hetta er ektaður elektroniskur tónleikur, sum í streymsliti var tøgn. Ein undirbyggjandi talgildur pulsur er altíð tað berandi og gevur ljóðinum ein dronutan klang. Leisturin er meira ljóð sniðgeving og alt er gjøgnumkomponerað av ljóð fílum - eg ímyndi mær á MPC líknandi samplarum. Tað vil siga, at tú løðir ljóð inn í tín samplara, broytur tey sum tú vil fyri at geva teimum skap og síðan setur tey í gongd við at trýsta á knappar og sendir tey viðari til aðra viðgerð og onnur modul.  Her eru eingi siðbundin ljóðføri, eingin sangari, eingin plektari, eingin kontrabassur, saxofon solo ella trummusett. Villskapurin lívgast allíkavæl undir ljóðinum, sjálvt um eingin brestur út í eina solo og umhvørvið tykist at vera sera kontrollerað. Ímynda tær tann tignarliga kung-fu meistarin, heldur enn lærlingin ið øsir seg og skrappar sær. Kanska er hendan útgávan hjá Orka meira einføld enn hinar, kanska ikki. Kanska er hon bara reinari og sterkari, sett saman við størri yvirliti og nýggjum møguleikum. Eg haldi at Orka hevur tikið seg fram við at seta ljóð saman. Nógvu heimagjørdu ljóðini, sum vit kenna frá Orka eru har ikki í sama mun sum fyrr, men lat hetta ummælið snúgva seg um nútíðina og Vað.

Viðmerkingar til løgini:

Igulker

Ein fjarbasstrumma letur seg spakuliga upp og verður til eina eind av trimum evnum, sum man ikki ordiliga leggur til merkis ímeðan tey verða skap. Tað ljóðar sum eitt træpetti ið verður sligið á okkurt (rimshot), ein shaker og so bass trumman. 2 1/2 min seinni er eitt nýtt ljóð, ið kundi ljóða sum ein hvalur. Rútmurnar opna seg enn meir og 16 partar og afturljóð (delay) koma við. Ljóðini eru klár og sita væl í kontrast við hvønn annan.  Tað er kanska ein máti at siga, her byrjar okkurt, kom her við tær. Ljóðar kanska sum eitt djór, ein undarligur krossfiskur.

Grind

Ein metallisk skjót rútma. Kanska sum robottar í einum báti, tá ið teir reka grind. Vit hoyra eitt serstakt ljóð sum mann kennur frá Orka, ein strongur av onkrum slag við einum Western/Morricone dámi. Eitt tvey tóna distortionriff við einum bakgrundsljóði, brádliga blívur tað dupult tempo, afrikansk dansandi við einum næstan kora melodi og 16 partar. Ljóðini leggja seg í frekvensir har ið pláss er fyri teimum. Evni ið eru sett niður í hálvt tempo vera sligin á. Klassiskt boom-thack tekno í nakrar taktir. So at enda ljóðar tað kanska aftur sum grind verður rikin og eitt pinkubarn, ið grætur ella syngur við saman við teimum - hetta djúpa niðursorlaða ljóðið. Tað ljóðar eitt sindur óhugnaligt.

Dís

Hetta lagið glíður beint inn frá tí fyrra. Eitt sindur seinni og tungari og eisini líkt tí sum var í áðni. Eitt nýtt melodiskt tema byrjar eisini við distortion og western-riff strongurin kemur inn aftur. Boom-thack, men í hálvum tempo og við variatiónum. Okkurt ið ljóðar sum sirenur verður eisini sett niður í tempo (time stretched). Sera flott ljóðmynd. Nú merkist tónleikurin í kroppinum. Lagið tykist stutt uppá tann góða mátan.

Blik

Eitt nýtt eyðkennisljóð kemur inn. Ljóðar onkursvegna sum eitt kirkjuorgul í floyturegistarinum, riggar øgiliga væl. Sera vælljóðandi lágar basstrummur, elektroniskar. So eitt slagverk ið ljóðar ikki talgilt, men Orka kent, eitt tunt metalpetti sligið á metal. Skiftir í frekvensi. Er tað kanska eitt turkistativ ið er stemmað og ein trummupinnur? Byrjanarljóðið verður smildrað niður. Nú er tað ein insisterandi repetitiv mid-range eintóna rútma ið tekur yvir, so er stilt. Djúpu bass djemburnar koma aftur. Aftur eru vit eitt sindur í Afrika. Tað er ein lætti at eyðkennistemaið kemur stutt aftur. At enda leggur man til merkis, at tað ljóðar sum eitt blikk, hatta tunna metallið, men sangurin eitur altso blik sum í blikalogn

Dimmalætting

Byrjar við tom-tom. Síðan eitt Orka ljóð á slagnum 2 og 4. Aftur ein rútma sum spælir og opnar seg við ymiskum nuansum, sum koma uppí, fyrst bass so hi-hat. Ljóðar sum eitt telduspæl. Kanska ein sum stendur á skíum omaneftir í slalom. Menniskjaljóð, kanska ein rødd ella fuglaljóð sum er smildrað spælir eitt sindur við. Síðan verður nýtt tom-tom ball við einum høgum pad, sum stríðist við at stemmast, uppá tann góða mátan, soleiðis at man følir, at tað er analogt og heitt. Lounge trýtóna mol granna-akkordir, Mol til suspended. Verður stuðlað uppundir við menniskjaljóðum. Blívur eitt sindur requiemkent at enda, okkurt kór líknandi hugdi framvið í nøkur fá sekund.

Vrak

Eitt framhald. Aftur tom-tom ball, men nú er tempoið farið niður. Eisini mol til sus akkord, men eina aðrastaðni, sindur seinni. Sama sum Dimmalætting. Sleppur at hanga, ímeðan steel drum tom-tom ball er í botninum, fellur í tonalitet blívur atonalt og ljóðar gott. At enda stemma tey saman og so endar. Heilt stutt lag.

Vað

Eitt Orka-ljóð byrjar aftur við einum myrkum trummu figuri, eitt nýtt ljóð. So er ein høgur tóni! WTF! Vælkomin inn! Endiliga! Tað er sum um at onkur endiliga fór yvir í vindeygað at hyggja eitt sindur út. Síðan koma tríggjar akkordir sum vera endurtiknar og varieraðar, eitt sindur lounge kent, hetta við at man tekur eina moll akkord, síðan eina granna-moll og so eina heilt-aðrastaðni-moll! Ein hi-hattur við afturljóð kemur inn. Høgi tónin veksur og fær eitt padd við sær, tveir tónar í einum kvinti. Ljós. At vaða, kanska tað ljóðar eitt sindur sum at ganga í eini lítlari á ímillum trøð mitt í eini junglu. Eitt rútmutrummu ljóð, sum ikki bítur, men er meir sum ein ride, elektroniskt. Akkordinar vera opnaðar at enda, yvirtónar koma uppí, filtrini spæla við. Endar við  synth akkordum.

Skin

Eitt niðurstemmað Orka-kent ljóð byrjar. Síðan ein hi-hattur í illsintum afturljóði. Pláss verður gjørt, hi-hatturin víkjur onkuntíð. Minnir um byrjanina, men er meira avanserað, man hevur latið upp fyri hesum í byrjanini, so tað kennist vælkomið. Aftur stilt, ein sera low-filter pad við akkordum verður opna upp við filtur, bara eitt sindur, aldrin heilt upp. Ein bassur kemur inn, tvær akkordir. Eitt nytt pad, ein melodi tema í mol, ein rútma. Kundi verið at Jan Hammer tónasmiðurin úr Miami Vice var vilstur í einum skjótum bili í eini myrkari tunnel. Eitt nýtt slag av ljóð sum vit ikki hava hoyrt, eitt oktav riff spælir saman við tema á off beat. Tema blívur styrkt. Eitt sindur sum bíðitónar á eini telefonliniu kundi verið. Enn í hálv tempo, kul at tað er seint, aftur kemur kroppurin við. Kanska tað mest lurtaravinaliga.

Djúpini

Ein bassur líka sum oktav tema frá áðrenn, til ein kvint. So eru eisini onnur riff, men ikki trummur, ljóð samples, ein standard trummumaskinu rútma kemur og fer. Ljóðini detta niðureftir sum glissandi. Tað steðgar. Riff sleppa at vera í fokus. Ljóðar sum djór og maskinur. Stórir fuglar kanska. So verður alt tendrað. Okkurt sorlað í tí djúpa, gevur tí eina undirvatnskenslu. Aftur hesir stóru fuglarnir við munnkurv. Flott javnvág í ljóðmyndini, eg vildi ynskt at eg átti eitt sera stórt PA anlegg her heima. At enda veður tað spælt við pitch, sum ein fullur synth, ið nú skal heim í song.

Kav

Orka- ljóð. Ljóðar sum vindur. Botnurin í ljóðmyndini er niður filtreraður. Eitt eitt-slag á eyðkenda Orka-metal ljóðið. Eisini eitt filtur verður brúkt at geva melodi. Sera stutt.

Torva

Ein basstrumma, sum dettur niður, ger lifts. So aftur ein Orkakend rútmusamanseting. Vit skulu nikka í seinum tempo. Ein lounge pad - har triða akkordin rakar onkra heilt aðrastaðnis í dur moll system, stílurin vit sóðu í Vað lagnum. Rútman tykiskt sum ein steðgur, kom øll inn at fáa okkurt leskiligt - ikki í hálvleikinum, men nú at enda. Ein arpeggio, tann fyrsti á útgávuni. Verður stuðlaður við einum ljósari beiggja. Aftur til akkordirnar. Bassljóðið verður pressað, blívur distortað, heldur áfram. Arpeggio koma innaftur. Reint, gott pláss er. Trý evni. Hi-hat, dist tom, og ein akkord synth ið ljóðar sum træblásari. Endar bráðliga og elegant. Ikki ágangandi.

Tað undarliga við Vað er, at tað onkursvegna er tjóðskaparligt, sjálvt um at tað bjóðar seg fram at vera altjóða. Við altjóða lurtaran sigur Vað: Her er náttúran, minst til hana. Við føroyska lurtaran sigur Vað, her er umheimurin, minst til hann. Tað tykist sum uppreistur. Kanska tað er tíðarandin, at vit eru tjóðskaparromantisk og leita inn til røturnar, samstundis sum vit umstilla okkum til talgilda veruleikan og liva sum alheimsborgarir. Hetta við at nýggja Orka er skapt til ein myrkan náttklubb í London útjaðaran og ikki sofuna á Velbastað er ein upplagdur tanki, men spurningurin er, um tónleikurin ikki livir líka væl allastaðni í dag? Eg haldi, at Orka tónleikurin er betri egnaður enn flest annar at hoyra, ímeðan vit koyra eftir Oyggjarvegnum. Kanska er tað í 2016 meira svakt og veruleikafjart at hoyra Toto og føroyingar í amerikanskum kovboyhatti enn nýggjasta tónleikin hjá Orka ímeðan vit liva her?

Eg havi skilt, at Orka ikki slapp inn um nálareygað í umfar á playlistan hjá Kringvarpinum við millum annað tí grundgeving, at tað var altjóða og ikki hóskaði til dagligt umfar í landsins miðli, men heldur til eina sersending í minni virknari senditíð. Spell hjá Kringvarpinum, men heimurin fer víðari undan hasum lága støðinum. Vil Kringvarpið einans halda við líka og doyva, heldur enn at endurnýggja og geva íblástur? Ímeðan eg skrivaði hetta tendraði eg til stuttleika Kringvarpið og hoyrdi popp-løgini Love Lift Us Up Where We Belong (1982) og Eye of the Tiger (1982). Guð viti hvussu nógvar ferðir teir sangirnir eru spældir hesi seinastu 34 árini. At seta eitt nýtt Orka staklag í sjónliga rotatión í Kringvarpinum er næstan líka sjálvsagt sum at Pál Joensen skal á svimjilandsliðið. Tað sum fyri meg tykist sum uppreistur í Vað er kanska júst tað - eitt aftursvar uppá hesa tvístøðu sum merkir snævurskygnu Føroyar og ráðaríka ættarliðið, tá tað kemur til altjóða mentan. Vað og Orka sprettur kanska júst úr hesum. At man sum skapandi fær hug at vísa á ein annan veruleika. So leingi Orka ikki sleppur ígjøgnum náleygað, jú betri, hvassari og meira ótamdur verður tónleikurin og jú meira hava vit tørv á tí alternativa, at siga, kom víðari tit nalvaskoðandi og hálvpunkteraðu, vit fara her yvir nú.

At enda kunnu vit spyrja hví vit skulu lurta eftir hesum tónleikinum? Er hetta ikki bara tað sama sum vanligt? Hvat er virði í Vað og at hoyra tað í útvarpinum? Um tú vilt vera tvørur, so er tað ið man hoyrir fyrstu 2 1/2 minuttirnar ein four-to-the-floor basstrumma (ein trumma sum slær fýra sløg í hvørjari takt) inntil eitt løgið ljóð kemur inn sum ein heilsan og sigur takk fyri títt tol, nú eri eg her. Ljóðini eru fá, men tey broyta seg og hava nógvar yvirtónar og góðsku í sær, har er kjøt á og føði í. Sum tá ið tú velur títt tilfar við umhugsan, at tú ikki velur tað fyrsta ljóðið á telduni ella guitarin sum hongur á vegginum, men at tú leitar og leitar, skrúvar, lurtar, roynir, stríðast við at finna fram til tað sum er serstakt, betri og ríkari enn tað sum er mest atkomuligt og vanligt. Nógvur tónleikur kann vera strævin, tá ið man merkir eina samleikakreppu, at tey sum skapa bara vilja vera øðrvísi og hava ein tørv at siga hygg at mær, hetta hevur eingin gjørt fyrr, ella kom og set teg her hjá mær. Tað kann vera innihaldsleyst og ikki líka nýtiligt sum onkur ið sigur, ger so væl, her er nakað heilt sermerkt, ið eg við míni leitan havi funnið fram til. Tað vil siga, at tað snýr seg ikki um at fáa uppmerksemi, men heldur um at betra nakað sum er og síðan deila tað við onnur og soleiðis ríka sítt samfelag. Sjálvt um henda Orka útgávan ikki sleppur inn um nálareygað og at vera sjónlig í landsins Kringvarpi saman við so nógvum øðrum, skulu vit kalla tað alternativum, so fer hon at standa eftir. Av tí at hon er betri uppá so nógvar aðrar mátar enn tær flestu aðrar útgávurnar ið vera lætnar av hondum av føroyskum tónleikarum. Orka katalogið fer altíð at standa og vinka til tín, um tónleikur hevur tín áhuga. Tað er nokk ein tung leið at skulla vaða ígjøgnum hjá Orka, bæði í London og her heima. Serliga tá ið man hvørki klæðir seg í kovboyhatt ella keypir sær marknaðarføring í London.

Summar

Í dag er 3.juli, ein dagur, har ásannast má, at nú er einki at bíða eftir meir. Frakland er í skrivandi stund á odda 4-0 móti Íslandi – og tað var kanska ikki heilt óvæntað, men turkið tárini kæru vinir og fegnist. Ísland hevur longu vunnið við hasum einastandandi fótbóltsinnsatsinum, sum jú er vandamikil, tí hann fær aðrar undirhundar at goyggja inniliga í longsli eftir tí óhugsandi, ómøguliga; at tey allarminstu skulu buka tey allarstørstu - tey skulu bara líka hava eitt stadion aftrat við innandura øllum møguligum. Nåh nú er kvøld, skuggarnir leingjast, sjálvt um himmalin enn er summarbláur. Einki er ævigt og longsti dagur er farin aftur um bak. Summarið er komið og hyllitræið hjá Eyðuni spennir seg út í síni árligu symfoni av grønum. Eg siti við vindeygað og fegnist um hetta góða træ, meðan eg skymist eftir humlubium. Eg havi sæð fleiri av hesum sympatisku gulu og svørtu tungvektarunum fjeppast uppi í teimum angandi hylliblómunum, sum plaga at spretta á trænum um ólavsøkuna. Saftin smakkar so væl – og saman við hvívíni og appolinaris verður hon til trallivatn av besta og mest summarsliga slagi.

Nú ein morgunin, eg hevði útvarpið frá, varð brádliga orsøk til ordiliga at lurta, tá eg hoyrdi røddina á einum vitandi entusiasti í hátalaranum. Tað var eingin annar enn Jens Kjeld Jensen, fugla- djóra- skordýrs- og náttúruserfrøðingur og granni, sum hugtikin greiddi frá um Bombus, sum hendan stóra surribýflugan eitur á latíni. Hon hevur verið at sæð fleiri staðni í Føroyum, greiddi Jens Kjeld frá, men talan var ofta um tað slagið, sum hevur ljósa rumpu. Tað er umráðandi, legði hann aftrat, at savna vitan og at henda vitanin verður skrivað niður t.d. í mun til veðurlagsbroytingar og annað tílíkt. Men tann áhugaverda humlubiin er altso tann við brúnari rumpu - óvist av hvørjari orsøk komi eg í tankar um ommusa formaningar í síni tíð um at minnast til og skilja ímillum eygnalappa og rumpulappa, altímeðan eg stari út í grønleikan og vóni at fáa eyga á eina av teimum brúnrumpaðu humlubiunum, so at eg kann ringja til Jens Kjeld og lata honum mítt íkast til ta føroysku alfrøðina. Eg haldi, at henda starifyritøkan hjá mær er avstressandi í so stóran mun, at eg kundi selt hugskotið til onkran stresscoach fyri nógvar pengar.

Nåh men 3.juli er altso eisini dagurin, tá Ólavsøkukórið byrjar sínar venjingar og eg havi verið til venjing í læraraskúlahøllini í dag. Skráin er sjáldsama óambitiøs, tað eru gamlir travarar fyri allar pengarnar og eg hugsi, at hetta møguliga er ein avleiðing av, at øll verða boðin við uppí kórið, sum ivaleyst eisini verður størri enn nakrantíð í vavi í ár, og so er spurningurin bara um “flest merkir best ella barasta flest”, sum Kári P sang einaferð. Í sangheftinum er fyrst “Mítt vakra heim” hjá Højgaard og Rasmusi Effersøe, og hann skal eyðsýniliga og tíanverri framførast við útsetingini hjá John Høybye. “Nú rennur sólin fríð” í vøkru útsetingini hjá Kára Bæk og klassikaran "Føroyar, mín móðir" hjá Knúti Olsen og Pól F.Joensen hava vit sungið ofta og vit tola væl at syngja teir aftur. Harumframt eru teir føstu “Tórshavn” og tjóðsangurin og tveir sangir hjá Ólavi Jøkladal, sum eisini dirigerar í ár, men enn er ikki hundrað prosent avgjørt hvørjir sangir verða, tað valdast kanska hvat kórið megnar. Ólavsøkan er fólkslig og flott er tað, tá stóra kórið syngur á Tinghúsvøllinum – men eg haldi ikki, at tað hevði gjørt nakað um ambitiónsstøðið var eitt vet hægri og okkurt nýtt verk var á skránni, so at okkurt eisini er til teir vandu kórsangararnar, flestir teirra duga nótar og hava verið við á tinghúsvøllinum í tíggju, tjúgu, tretivu og hálvtrýss ár.

Eg byrjaði við at staðfesta, at einki er at bíða eftir, men tað er sjálvandi skeivt. Har er altíð okkurt at bíða eftir og at gleða seg til í øllum førum inntil als einki er eftir. Eg gleði meg til ólavsøku og til sangin ikki minst, men eg gleði meg eisini til í heyst, tá nógvar góðar listaframsýningar verða við føroyskari list.

Á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn verður framsýningin Dissonant Thought hjá Hansinu Iversen frá 27.august til 16.oktober. Í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík hevur Hanni Bjartalíð framsýning frá 2.september og vikuna eftir, 9.september letur framsýningin hjá Jóhan Martin Christiansen upp í Listasavni Føroya. 

Framúr ummæli til Olaf sum Jeppe á fjallinum

Skuldi leiðin ligið til Keypmannahavnar í summar og um hugurin er okkurt gott mentanarligt, so er Holberg jú ein av teimum ordiliga klóku og áhugaverdu norðurlendsku dramatikarunum. Og tá høvuðspersónurin í hansara Jeppe på bjerget nú verður leiktur av okkara Olaf Johannessen og tá hesin sami við Reumert virðislønini tvey ár í trekk hevur fingið pappír uppá, at hann er allarbesti sjónleikari í ríkinum, ja so skuldi ikki verið nógv at ivast í ha? Leikurin verður framførdur í alt summar inntil 20.august. Sí heimasíðuna hjá Grønnegårdsteatret her: http://www.groennegaard.dk/jeppe-paa-bjerget/

Jeppe på bjerget

Úr ummælum higartil: 

JEPPE I VERDENSKLASSE

Holbergs klassiker får fuld skrue med en sublim Olaf Johannessen i centrum.
Thomas Bendixens opsætning er klassisk med et moderne strejf, hvor energien og de mange kropslige udfoldelser gør mere end godt.Og med en fin, tildigtet åbningspointe, der giver et flot afsæt for en stærk Nille-figur – en smuk kvinde, der kæmper for eksistensen, gården, og børnene med en alkoholikermand som en klods om benet.
Ingen kan diskutere valget af Olaf Johannessen som Jeppe. Han er verdensklasse, simpelt hen. Den bedste Jeppe-figur, jeg har set? Det er ikke for meget sagt.
Som klassikeroplevelse er ”Jeppe” i luksusklasse i Steffen Aarfings nøgne scenebillede, Marie í Dalis varmtglødende kostumer og Thomas Bendixens energimættede og potente iscenesættelse.

(Henrik Lyding, Jyllandsposten 26.juni 2016)
 

NUANCESPIL OG SUVERÆNE GREB
Olaf Johannessen er en fænomenal Jeppe [….] den tumpede bonde bliver en mere moderne anfægtende figur, hvor Johannessen med suverænt greb om nuancerne får anskueliggjort Jeppes tilstand af konstant splittelse.
Nille er [….] ikke bare en rappenskralde, Christine Gjerullf får hende til at fremstå stærk og tiltrækkende, en kvinde, der i grunden elsker sin Jeppe, men forgæves må råbe på hjælp fra sin mand.

(Monna Dithmer, Politiken 28.juni 2016)
 

EMINENT JOHANNESSEN

Olaf Johannessen som Jeppe til alle tider. Senet, plaget og duknakket og efterhånden også slingrende på sine usikre brændevinsben. Men også med et særligt liv i de vandblå, rødrandede øjne, når han løfter ansigtet og byder verden trods med sin sprukne stemme. Han er alt andet end en tung, skiden bondestud, snarere en dynamisk, hvid klovn, der svinger mellem alt det, Jeppe skal svinge: snart udspekuleret, snart tung at danse med. Snart selvhævdende pralrøv, snart ynkelig prügelknabe. Snart følsomt eftertænksom, så i sit ulmende temperaments vold og uforblændet hævnlysten. Olaf Johannesen, eminent skuespiller, fylder dygtigt hullerne ud uden at tabe komikken af syne.
Spillet omkring og med Jeppe sættes klart og kyndigt på scenen som en slags småperverteret commedia dell'arte-komedie:  Steen Stig Lommers distræte replik og alt for vennesæle smil som baronen vidner om en mand, der afretter for sin egen fornøjelses skyld. Og Andreas Jebro, Jakob Fauerby, Kasper Leisner og Sigurd Holmen le Dous giver kollektivt og individuelt liv til hans adrætte tjenerskab, mens Peter Oliver Hansen og Ditte Ylva Olsen tegner sikre vignetter som ridefogeden og hans smukke kone. Michael Moritzen er en infam Jacob Skomager uden forsonende mellemregninger. Og så må vi ikke glemme Christine Gjerulffs appetitlige, skægge og skrappe Nille, ikke så lidt træt af det hele. Vi forstår hende godt. Men vi forstår også ham Jeppe, den evige klovn, som sgu ikke har det for let…

(Jakob Steen Olsen, Berlingske 26.juni 2016)

 
FRYDEFULD SOMMERUNDERHOLDNING

Grønnegårds Teatret byder atter på frydefuld sommerunderholdning - denne gang med Olaf Johannessen som en fuldstændig forrygende Jeppe. At tænke sig at denne forunderlige skuespiller, der de seneste to år er blevet Reumert-belønnet for sine roller som uhyggelige magtmænd, kan spille en så svag og sølle Jeppe med en perfekt afvejning af det komiske og det tragiske. Præstationen er endnu en fjer i hatten på Olaf Johannessen, hvis internationale niveau i disse år synes uomtvisteligt.

Steffen Aarfings dødsdrom af en scenografi gør netop Jeppe til en brik i et større spil, som han ganske ufrivilligt deltager i - med livet som indsats tilsyneladende. Iscenesætteren Thomas Bendixen har bearbejdet teksten, så den virker forfriskende ny, og hele holdet forekommer veloplagt.
En forestilling, der fortjener et stort publikum.

(Michael Søby, cphculture.dk 25.juni 2016)

 
JEPPE SOM TRAGISK ENER

En smuk og morsom forestilling med usædvanlige scenografiske løsninger. Det fungerer tæt og dramatisk at Jeppe anbringes på et cirkelrundt plateau, der fungerer som mødding det ene øjeblik og det næste som baronens seng. Mødding og pragtseng, de to nøglepunkter for mobningen af Jeppe.
Olaf Johannessen får Holbergs Jeppe til at vokse fra sjællandsk bondredrog til tragisk ener i skildringen af et menneske, der sættes skakmat af sit forkuede mindreværd og som offer for sin mislige placering i samfundshierarkiet.

(GregersDH.dk 26.juni 2016)

 TEATERMAGI
Sort teaterkunst. [......] Det er rørende at mærke, hvordan Olaf Johannessen har udfyldt Jeppe med sødme, oprigtighed, glæde og frygt. [….]

(Jonas Gudmand, Ungt Teaterblod 28. Juni 2016)

 
NUTIDIG HOLBERG

Olaf Johannessen spiller Jeppe med stor indsigt, der betoner det umulige i Jeppes situation.
Thomas Bendixen har som begavet instruktør korrigeret Ludvig Holberg i nutidig retning.

(Knud Cornelius, Frb. Amts Avis 26.juni 2016)

 CHARME OG DYBDE

Det er et driftssikkert hold, der leverer årets store sommerforestilling. Med så meget talent samlet, tåler bearbejdelse af ”Jeppe på Bjerget” at være skåret helt ind til benet.
Det kræver en stor og alsidig skuespiller at spille så skvattet drukmås med charme og dybde [….] Christine Gjerulff tilfører Nille nye dimensioner og stor humor.

(Dorthe Studsgarth, BT 25.juni 2016)

 

 

Steinprent fingið gávufæ frá danska tjóðbankanum

Í Steinprenti eru smílini eitt sindur breiðari enn vanligt hetta vikuskiftið. Tað er altíð gott at verða virðismettur og fáa viðurkenning. Tað hevur Steinprent fingið og er æraði móttakarin av einum stórum heiðurslegati frá danska tjóðbankanum (Nationalbankens Jubileumsfond) áljóðandi 100.000 krónur. Hesin grunnurin letur gávufæ eina ferð um árið og tað ber ikki til at søkja legatið. Í brævinum frá nevndini í Jubileumsfondinum stendur skrivað: “Med legatet ønsker fonden at påskønne jer som en af nordens mest særegne grafiske værksteder. I har forstået et at bevare håndværket i den grafiske trykkunst og samtidig formået at formidle jeres arbejde til en bred kreds via galleriet.”

Hon er so klók handan konan

Foto: Mureldur

Foto: Mureldur

Eg eri ikki royalist! Tann útsøgnin er vanlig og ikki serliga vandamikil í dag, tí nú er langt síðani, kongur ráddi í Føroyum og í Danmark. Danska monarkiið er sambært Grundlógini av stýrisskipanarligum slag og tað er í roynd og veru enn maktminni enn tað ljóðar, tí tað hevur við sær, at sitandi monarkur ikki fær gjørt nakað sum helst av sínum eintingum. Sjálvt um hon skrivar undir allar lógirnar, eru tær treytaðar av undirskriftini hjá einum parlamentariskt valdum ráðharra ella –frú við áyrgd av avvarðandi øki. Men um hennara hátign nú bert er ein sonevndur kransakøkufigurur, hví man tað so vera, at tann, sum hesar reglur skrivar, sær út til at vera við at bresta av errinskapi og hátíð á myndini omanfyri? – Ja, kanska stóð eg og hugsaði um mammu og øll gamlaárskvøldini, tá tey vaksnu andektig lurtaðu eftir røðuni hjá drottningini áðrenn rituella fransbreyðið við rækjum og tað eina glasið av hvítvíni var á skránni. Eg haldi hon segði tað sama á hvørjum ári, altso mamma á sínum góða Eiðismáli: “Hon er so klók handan konan”. Løgmennirnir fingu meira skiftandi ummæli frá mammu, men teir vóru eisini ymiskir - drottningin var tann sama og hon er enn tann sama. Danska kongshúsið er eyðvitað gamalt, gongur aftur til Gorm hin gamla, skilst - hon er ein søguligur persónur, Margreta, so har var eitt sindur at vera spent um.

Foto: Mureldur

Foto: Mureldur

Men hugsi eg meg um, var eg kanska mest spent uppá listina, bæði hana uppi á í Steinprenti, har so ómetaliga nógv áhugavert gongur fyri seg, sum Jan Andersson livandi greiddi drotningini frá, men eg gleddi meg altso eisini til, at hennara hátign skuldi niðurundir at síggja framsýningina Sjá tú blánar í gallarínum. Margreta drotning var ikki minst áhugað í málningunum hjá Tróndi Patursson, sum hon eisini visti nógv um. Eg greiddi frá, at Tróndur ikki brúkar oljumáling, tí oljumáling reflekterar út í rúmið. – Ja, og hann ynskir at varðveita alt ljósið í sjálvum málninginum, nikkaði drotningin. Men hon lurtaði eisini við áhuga eftir frágreiðingini um gipsverkini hjá Jóhan Martini Christiansen, fotomyndirnar hjá Ásmundi Poulsen og steinprentini hjá John Kørner, um blánandi røðina av træprentum hjá Tóroddi Poulsen, og Peter Carlsen hevði Jan Andersson longu greitt frá um uppiá. Drotningavitjanin í Steinprenti var forkunnug og hon gjørdist eisini væl drúgvari enn ætlað og tað haldi eg koma av tí stóra áhuganum, sum Margreta drotning hevur fyri list. 

Foto: KP. Prent: Fríða Matras Brekku

Foto: KP. Prent: Fríða Matras Brekku

Foto: BT

Foto: BT

Foto: Mureldur. Vit lurta eftir Jan.

Foto: Mureldur. Vit lurta eftir Jan.

Foto:Kp. Frá framsýningini 

Foto:Kp. Frá framsýningini 

Frygten og de faste kategorier

Peter Carlsen har været i Steinprent på Færøernes Grafiske Værksted, hvor han sammen med værkstedsfolkene, litograf Jan Andersson og Fríða Matras Brekku har produceret en serie litografier. Den 9.juni havde jeg en samtale med Peter Carlsen, der handlede om de nye tryk, men som også berørte emner som danskhed, frygt og faste kategorier.

Peter Carlsen har haft flere arbejdsophold i Steinprent og i 2010 havde han en udstilling i galleriet på første sal, som efterlod et uudsletteligt indtryk på undertegnede. De på én gang sanselige og humoristiske skildringer af den Anders Andske antihelt, Villy, som afbildes med kunstnerens egen fysiognomi, repræsenterer en typisk gennemsnitsdansker af en roligan med ølbajer og chipspose, i kasket eller gammeldags safarihjelm af den slags, der giver associationer til en naiv heltefigur som Tin Tin og som giver fornemmelsen af, at ham Villy er en rigtig eventyrer. Villy både forfærdes og forarges over de skrækkelige skandaler i Ekstrabladet, men læser dem dog grundigt og med stor nydelse, og så holder han af det storladne. For Villy er royal og Villy er selvhøjtidelig, dobbeltmoralsk, materialistisk og så er han ganske tilfreds med sig selv og tilværelsen i sikker forvisning om at befinde sig i centrum for verdens begivenheder. Selv om beskrivelsen ikke er ukærlig, giver Peter Carlsens billeder os et indblik i vores tendens til at forenkle normaliteten til vores egen fordel, mens vi fordømmer dem, der ikke er som vi. Peter Carlsens værker er som det lille spejl på væggen, der afspejler og gennemskuer vores samfund.

 

Stenene

Efter kunstnerens anvisninger er en stor litografisk sten blevet savet i stykker og forvandlet til flere små sten, der måler nøjagtig 18,5 x 24,5 cm. Og selv om stenene er små, er materialet det samme, som altid bliver brugt i Steinprent - det ville også være mærkeligt andet et sted, der hedder efter det færøske ord for litografi - det er de originale skifersten fra Solnhofen i Tyskland, der anvendes, teknikken er ældgammel og det samme kan nok også siges om Peter Carlsens syv motiver. Mit første spørgsmål til kunstneren handler om den aktuelle serie, som jeg beder ham forklare.

 

pc8.jpg

Faste strukturer

PC: Jeg har i mange år været optaget af vores trang til at strukturere vores forståelse af tilværelsen. Den hænger formentlig sammen med vores måde at percipere verden på, og kan udmønte sig i sådan noget som de fire temperamenter, de syv dødssynder eller godt og ondt, det er kategorier, som man opstiller for at få struktur på det, man oplever, så at man bliver tryg ved dem. Det drejer sig om forskelligt, vi ikke kan kapere, såsom eksistensen og naturens mangfoldighed. Det er der jo mange, som føler sig nødsaget til at konstruere forklaringer på. De bliver religiøse og tror på, at nogen har skabt disse ting, for den mulighed, at det drejer sig om et åbent mysterium, kan de ikke rumme. Jeg opfatter alle disse strukturer som menneskeskabte, de kan være mere eller mindre rigide, og de kan være med til at lukke af for vores oplevelse af omverdenen. Det er jo i virkeligheden ikke let at forholde sig åben, det er meget lettere at ty til færdige forklaringer, således at tilværelsens kompleksitet reduceres. Det fænomen interesserer mig, for jeg mener, at kunsten kan være med til at relativere de faste strukturer og hvis et værk kan være med til at sætte spørgsmålstegn ved de kategorier, som vi kører hele vores verden igennem, ja, så synes jeg, at kunsten har en ret god funktion. Jeg har arbejdet med de syv dødssynder i mine værker i nogle år, inspireret af Jan Lindhardts bog om dødssynderne, og så har jeg også arbejdet med grimasser som udtryk for forskellige følelser og sindstilstande og nu har jeg så kombineret de to ting i denne serie på syv billeder.

 

Dødssynderne

KP: De syv dødssynder er et ældgammelt udtryk for et menneskes principielle oprør mod Gud. Dødssynderne er: Superbia (hovmod), Avaritia (griskhed), Luxuria (nydelsessyge), Invidia (misundelse), Gula (frådseri), Ira (vrede) og Acedia (dovenskab). Hvordan kan et så gammelt religiøst begreb være relevant i en samtidskunstnerisk kontekst?

 PC: Jeg har været optaget af dødssynderne i nogle år. Biskop Jan Lindhardt har skrevet om disse synder, der i sin tid blev opfattet som utilgivelige af oldkirken, men som faktisk er opfattet som dyder i dag. Tag eksempelvis sådan noget som liderlighed – det er kun dem uden et sexliv, som vi virkelig ynker, og vrede er jo noget, man skal komme af med eksempelvis i trafikken. Grådigheden er allestedsnærværende, fornogle år siden var der en fjernsynsudsendelse, der hed “Grisk når det gælder”, hvor den mest grådige vandt. Jo mere fritid man kan opnå og jo flere blå drinksm man kan indtage ved swimmingpools eksotiske steder, iøvrigt uden at interessere sig for det sted hvortil man er rejst, des bedre. Dovenskab bliver anset som et tegn på velstand, mens arbejdsomhed eller nøjsomhed ikke vurderes særlig højt. Hovmod har vel altid været der, men det bliver der heller ikke set ned på i dag, de hovmodige er sådan nogle, der har styr på tingene mens man derimod forbinder ydmyghed med sådan nogle underdogs og tabere. Se bare de gyldne håndtryk for eksempel. Man kan snildt få en aftrædelsesordning på en tredive-fyrre millioner, hvis man har kørt en bank i sænk og det er i min verden et udtryk for både hovmod og grådighed, men sådan en bunke penge får man vel ikke, fordi der bliver set ned på en. Og sådankunne jeg gennemgå alle de syv dødssynder i forhold til samfundet i dag. Jeg synes, at det er enormt spændende, at sådanne kategorier som de syv dødssynder har gennemgået en glidning gennem tiden, det siger noget om kategoriernes relativitet. Jeg tænkte på at male syv billeder, mens jeg arbejdede med idéen til mit store Danmarksbillede, som jeg malede i 2009. Men så gik det op for mig, at dødssynderne var en god måde at strukturere billedet efter. Jeg havde en del overvejelser i starten om hvem der skulle med på billedet, jeg har siden fået en del spørgsmål om de personer, der er med; hvorfor er der kun én kvinde med og hvorfor har hun ikke tøj på, hvilket hun forresten har. Hun var nøgen i starten. Men jeg fik at vide, at sådan ser en nutidig kvinde ikke ud, der er ingen, der kunne drømme om at gå rundt offentligt med nøgne bryster i dag. Jeg havde ellers en malet en, splitternøgen, frodig kvinde af den slags, som jeg selv holder meget af og som man næsten ikke ser længere på stranden. Jeg synes, at hun var pragtfuldt malet, men hun blev malet over og erstattet med en fotomodel i bikini, hvilket altså forekommer meget mere nutidigt end den rigtige, nøgne kvinde.

Danmark

KP: Måske er det at vise sine bryster offentligt blandt de nye dødssynder? Kan du forklare på  hvilken måde, de syv dødssynder optræder i dit Danmarksbillede?

PC: De syv dødssynder danner den mentale struktur, som binder det billede sammen. Det er ikke sådan at forstå, at billedets figurer repræsenterer én dødssynd hver, de optræder rundt omkring i hele billedet. Måske er der mest misundelse over ham fyren, der sidder ned og læser Ekstrabladet, og er ærgerlig over, at han ikke har nogen syttenårig sexslave, mens både statsministeren, der har fået maling på sig og bondemanden ser noget hovmodige ud, mens grådigheden tydeligvis samler sig omkring ham med posen fra Brugsen og dovenskaben ses hos ham, der ligger og sover på gaden. Det skal jo ikke forstås således, at jeg moraliserer og fremstiller hjemløse som dovne, men det er måden, som nutiden opfatter de socialt udsatte; er det gået ned ad bakke, så er det deres egen skyld, de må være dovne, dumme, utilstrækkelige, kedelige mennesker. Jeg kommer ikke med nogen dom over hvordan det er, men billedet indeholder noget af det, jeg oplever. Nåh, men jeg blev åbenbart ikke helt færdig med de syv dødssynder, for hvis vi kommer tilbage til de aktuelle litografier og vores lidt uheldige måde at strukturere vores omverden, så har jeg brugt emnet igen her.

KP: Jeg synes, at dine litografier af dødssynderne er interessante og meget koncentrerede i forhold til mange af kunsthistoriens repræsentationer af de syv dødssynder, der ofte er narrativt betonede, sceniske beskrivelser med en kraftig morale, hvor vi også får indblik i hvad der sker, hvis man falder i og begår en af dødssynderne. I forhold til det teatralske udtryk i eksempelvis Hieronymus Bosch´ billeder af dødssynderne eller i barokkens allegorier, så udtrykkes dødssynderne i dine små litografier alene via mimik, som jo er en af de enkleste og samtidig dybeste udtryksformer inden for teatret, men som også er grundlæggende i al menneskelig kommunikation. Det er meget tydeligt at se hvad de drejer sig om, disse billeder og det er jo også følelser, som vi kan genkende fra os selv. De syv dødssynder er sin tid blevet brugt moralsk af kirken. Vi skal ikke begå disse synder, hvis vi skal have en billet til paradis. Jeg synes du omgår den moralske pegefinger meget fint ved at bruge dig selv som motiv. I stedet for at pege fingre ad andre, inddrager du din egen person ind i svaghederne, det er dit eget ansigt, der skærer grimasserne, som udtrykker dødssynderne.

PC: Ja jeg synes det er vigtigt at inddrage sig selv, ellers bliver det netop for påpegende og for demonstrativt moraliserende - det kan let blive meget kedeligt.

 

Danskheden

KP: Jeg har kurateret en udstilling i galleriet nedenunder, hvor jeg har taget udgangspunkt i et gammelt færøsk, nationalromantisk digt. Udstillingen kredser omkring nationale idéer og konstruktioner, og den indeholder bl.a. et par af dine litografier, blandt andet et billede af et dannebrogsflag, som er ved at falde dramatisk ned – måske fra himlen, måske på grund af Danmarks krigsdeltagelse. Du har i mange år kredset omkring danskheden, og dine billeder er blevet misforstået og brugt af forskellige grupperinger af bekymrede borgere, der forskanser sig i foreninger af danske danskere. Hvorfor interesserer danskheden dig?

PC: Hvis jeg skal svare lidt polemisk kan jeg sige, at det gør den ikke. Jeg interesserer mig for optagetheden af danskheden, altså det, at der er nogle mennesker, der føler, at de kan styrke sig selv ved at besidde såkaldte danske værdier. Det skurrer i mine ører, at der kan sættes en slags facitliste over henholdsvis danske og svenske værdier. Det er landområder, der af talrige politiske årsager er skilt ad, og de hænger jo på en eller anden måde sammen alligevel. Der har åbenbart været nogle herskende normer, der har vundet over nogle andre normer, og nu ligger der næsten det samme i påstanden om en særlig danskhed, som der tidligere lå i udsagnet om at noget var gudgivet. I den erklæring lå der en underliggende forventning om, at hvis noget var gudgivet, så skulle man ikke stille flere spørgsmål. Bare fordi en herskende ideologi såsom nazismen eller en anden ideologi eller en herskende norm vinder, så er det ikke nødvendigvis fordi den absolut er den gudgivet bedste. Det var bare den, som vandt, og det, vi for tiden omtaler som danske værdier, er nogle tidsbundne og relative værdier, som nogle har behov for at definere som en fast kategori, for de kan ikke holde åbenheden og tvivlen ud.

Samtalen er færdig, og litografen skal i gang med at blande farven til den sidste sten. Peter Carlsen ønsker sig sort blandet op med okker. Jan Andersson blander og siger, at det ikke ligner farven i nogen af de andre seks tryk – den er fin, siger Peter, hvorefter stenen straks gøres klar til tryk. 

http://petercarlsen.dk/