Summar

Í dag er 3.juli, ein dagur, har ásannast má, at nú er einki at bíða eftir meir. Frakland er í skrivandi stund á odda 4-0 móti Íslandi – og tað var kanska ikki heilt óvæntað, men turkið tárini kæru vinir og fegnist. Ísland hevur longu vunnið við hasum einastandandi fótbóltsinnsatsinum, sum jú er vandamikil, tí hann fær aðrar undirhundar at goyggja inniliga í longsli eftir tí óhugsandi, ómøguliga; at tey allarminstu skulu buka tey allarstørstu - tey skulu bara líka hava eitt stadion aftrat við innandura øllum møguligum. Nåh nú er kvøld, skuggarnir leingjast, sjálvt um himmalin enn er summarbláur. Einki er ævigt og longsti dagur er farin aftur um bak. Summarið er komið og hyllitræið hjá Eyðuni spennir seg út í síni árligu symfoni av grønum. Eg siti við vindeygað og fegnist um hetta góða træ, meðan eg skymist eftir humlubium. Eg havi sæð fleiri av hesum sympatisku gulu og svørtu tungvektarunum fjeppast uppi í teimum angandi hylliblómunum, sum plaga at spretta á trænum um ólavsøkuna. Saftin smakkar so væl – og saman við hvívíni og appolinaris verður hon til trallivatn av besta og mest summarsliga slagi.

Nú ein morgunin, eg hevði útvarpið frá, varð brádliga orsøk til ordiliga at lurta, tá eg hoyrdi røddina á einum vitandi entusiasti í hátalaranum. Tað var eingin annar enn Jens Kjeld Jensen, fugla- djóra- skordýrs- og náttúruserfrøðingur og granni, sum hugtikin greiddi frá um Bombus, sum hendan stóra surribýflugan eitur á latíni. Hon hevur verið at sæð fleiri staðni í Føroyum, greiddi Jens Kjeld frá, men talan var ofta um tað slagið, sum hevur ljósa rumpu. Tað er umráðandi, legði hann aftrat, at savna vitan og at henda vitanin verður skrivað niður t.d. í mun til veðurlagsbroytingar og annað tílíkt. Men tann áhugaverda humlubiin er altso tann við brúnari rumpu - óvist av hvørjari orsøk komi eg í tankar um ommusa formaningar í síni tíð um at minnast til og skilja ímillum eygnalappa og rumpulappa, altímeðan eg stari út í grønleikan og vóni at fáa eyga á eina av teimum brúnrumpaðu humlubiunum, so at eg kann ringja til Jens Kjeld og lata honum mítt íkast til ta føroysku alfrøðina. Eg haldi, at henda starifyritøkan hjá mær er avstressandi í so stóran mun, at eg kundi selt hugskotið til onkran stresscoach fyri nógvar pengar.

Nåh men 3.juli er altso eisini dagurin, tá Ólavsøkukórið byrjar sínar venjingar og eg havi verið til venjing í læraraskúlahøllini í dag. Skráin er sjáldsama óambitiøs, tað eru gamlir travarar fyri allar pengarnar og eg hugsi, at hetta møguliga er ein avleiðing av, at øll verða boðin við uppí kórið, sum ivaleyst eisini verður størri enn nakrantíð í vavi í ár, og so er spurningurin bara um “flest merkir best ella barasta flest”, sum Kári P sang einaferð. Í sangheftinum er fyrst “Mítt vakra heim” hjá Højgaard og Rasmusi Effersøe, og hann skal eyðsýniliga og tíanverri framførast við útsetingini hjá John Høybye. “Nú rennur sólin fríð” í vøkru útsetingini hjá Kára Bæk og klassikaran "Føroyar, mín móðir" hjá Knúti Olsen og Pól F.Joensen hava vit sungið ofta og vit tola væl at syngja teir aftur. Harumframt eru teir føstu “Tórshavn” og tjóðsangurin og tveir sangir hjá Ólavi Jøkladal, sum eisini dirigerar í ár, men enn er ikki hundrað prosent avgjørt hvørjir sangir verða, tað valdast kanska hvat kórið megnar. Ólavsøkan er fólkslig og flott er tað, tá stóra kórið syngur á Tinghúsvøllinum – men eg haldi ikki, at tað hevði gjørt nakað um ambitiónsstøðið var eitt vet hægri og okkurt nýtt verk var á skránni, so at okkurt eisini er til teir vandu kórsangararnar, flestir teirra duga nótar og hava verið við á tinghúsvøllinum í tíggju, tjúgu, tretivu og hálvtrýss ár.

Eg byrjaði við at staðfesta, at einki er at bíða eftir, men tað er sjálvandi skeivt. Har er altíð okkurt at bíða eftir og at gleða seg til í øllum førum inntil als einki er eftir. Eg gleði meg til ólavsøku og til sangin ikki minst, men eg gleði meg eisini til í heyst, tá nógvar góðar listaframsýningar verða við føroyskari list.

Á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn verður framsýningin Dissonant Thought hjá Hansinu Iversen frá 27.august til 16.oktober. Í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík hevur Hanni Bjartalíð framsýning frá 2.september og vikuna eftir, 9.september letur framsýningin hjá Jóhan Martin Christiansen upp í Listasavni Føroya.