Listafólkasambandið átalar viðmerking frá mentamálafrúuni

Í skrivi sent fjølmiðlunum átalar LISA heldur harða tónalagið hjá Rigmor Dam í útvarpssamrøðu herfyri. Her er skrivið: Í samrøðu við Kára Olsen í tíðindunum í Kringvarpi Føroya á miðdegi 13. juli sigur Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum, at hon ikki er samd við listprýðisnevndina hjá Glasi um, á hvørjum málum og í hvørjum miðlum kappingin um listprýðingina skal lýsast.

Rigmor Dam sigur eisini, at hetta kann merkja, at nevndin ikki er før fyri at velja ímillum innkomin føroysk uppskot, og at tey, ið eru vald vegna fakligan førleika, tískil eftir hennara sannføring ikki eru skikkað at sita í nevndini.

Henda samanhang skilur LISA ikki. LISA hevur fult álit á fakliga førleikanum hjá sínum umboði og á listprýðisnevndini í heila tikið.

LISA átalar harðliga, at ein listprýðisnevnd óbeinleiðis verður hótt við at verða sett frá, um hon eftir bestu fakligu sannføring er ósamd við ein arbeiðssetning hjá landsstýriskvinnuni. Hetta er eitt álvarsligt brot á armslongdarprinsippið. Listprýðisnevndin skal frítt kunna gera síni tilmæli, eisini tá ið tey ikki samsvara við politisku sannføringina handan arbeiðssetningin, ið Rigmor Dam hevur gjørt fyri nevndina.

Hetta eigur ikki at fara fram í einum demokratii, sum hevur armslongd á listaøkinum.