Hon er so klók handan konan

Foto: Mureldur

Foto: Mureldur

Eg eri ikki royalist! Tann útsøgnin er vanlig og ikki serliga vandamikil í dag, tí nú er langt síðani, kongur ráddi í Føroyum og í Danmark. Danska monarkiið er sambært Grundlógini av stýrisskipanarligum slag og tað er í roynd og veru enn maktminni enn tað ljóðar, tí tað hevur við sær, at sitandi monarkur ikki fær gjørt nakað sum helst av sínum eintingum. Sjálvt um hon skrivar undir allar lógirnar, eru tær treytaðar av undirskriftini hjá einum parlamentariskt valdum ráðharra ella –frú við áyrgd av avvarðandi øki. Men um hennara hátign nú bert er ein sonevndur kransakøkufigurur, hví man tað so vera, at tann, sum hesar reglur skrivar, sær út til at vera við at bresta av errinskapi og hátíð á myndini omanfyri? – Ja, kanska stóð eg og hugsaði um mammu og øll gamlaárskvøldini, tá tey vaksnu andektig lurtaðu eftir røðuni hjá drottningini áðrenn rituella fransbreyðið við rækjum og tað eina glasið av hvítvíni var á skránni. Eg haldi hon segði tað sama á hvørjum ári, altso mamma á sínum góða Eiðismáli: “Hon er so klók handan konan”. Løgmennirnir fingu meira skiftandi ummæli frá mammu, men teir vóru eisini ymiskir - drottningin var tann sama og hon er enn tann sama. Danska kongshúsið er eyðvitað gamalt, gongur aftur til Gorm hin gamla, skilst - hon er ein søguligur persónur, Margreta, so har var eitt sindur at vera spent um.

Foto: Mureldur

Foto: Mureldur

Men hugsi eg meg um, var eg kanska mest spent uppá listina, bæði hana uppi á í Steinprenti, har so ómetaliga nógv áhugavert gongur fyri seg, sum Jan Andersson livandi greiddi drotningini frá, men eg gleddi meg altso eisini til, at hennara hátign skuldi niðurundir at síggja framsýningina Sjá tú blánar í gallarínum. Margreta drotning var ikki minst áhugað í málningunum hjá Tróndi Patursson, sum hon eisini visti nógv um. Eg greiddi frá, at Tróndur ikki brúkar oljumáling, tí oljumáling reflekterar út í rúmið. – Ja, og hann ynskir at varðveita alt ljósið í sjálvum málninginum, nikkaði drotningin. Men hon lurtaði eisini við áhuga eftir frágreiðingini um gipsverkini hjá Jóhan Martini Christiansen, fotomyndirnar hjá Ásmundi Poulsen og steinprentini hjá John Kørner, um blánandi røðina av træprentum hjá Tóroddi Poulsen, og Peter Carlsen hevði Jan Andersson longu greitt frá um uppiá. Drotningavitjanin í Steinprenti var forkunnug og hon gjørdist eisini væl drúgvari enn ætlað og tað haldi eg koma av tí stóra áhuganum, sum Margreta drotning hevur fyri list. 

Foto: KP. Prent: Fríða Matras Brekku

Foto: KP. Prent: Fríða Matras Brekku

Foto: BT

Foto: BT

Foto: Mureldur. Vit lurta eftir Jan.

Foto: Mureldur. Vit lurta eftir Jan.

Foto:Kp. Frá framsýningini 

Foto:Kp. Frá framsýningini