Orka - Vað
/TEITUR LASSEN UMMÆLIR NÝGGJU ÚTGÁVUNA HJÁ ORKA
Write here...
Heitini eru stutt, sum vietnamesisk eitt-stavilsis orð. Vað, Skin, Kav, Vrak, Blik. Tað hóskar til stílin og kanska til verkætlanina, bólkin og einstaklingin Orka (Jens L.Thomsen), sum hann er í dag. Einfaldi húsin tykist eisini at siga hetta. Nýtt. Orka. Alternativt. Víðari. Tað er ikki nógv í tónleikinum ið setur seg fast fyrstu ferð, einki sum er ikoniskt alt fyri eitt, eingi orð ið eru at minnast. Eg kenni ikki so nógv tilfar aftur frá fyrstu ferð eg hoyrdi útgávuna, men aftaná at hon er spæld fleiri ferðir fær hon eitt eyðkenni, ein lit, eina veru. Í dag haldi eg til dømis, at ljóðið í lagnum Blik eru ikoniskt. Tað at lurta eftir hesi útgávuni fleiri ferðir og at hoyra hana lata seg úr, minnir meg um hví mær dámar so væl tónleik, hví tað er so dýrabært, tá ið menniskjan velur at samskifta ígjøgnum tónleik heldur enn gjøgnum orð og myndir. Serliga tá ið man er blivin so sjálvglaður og dovin, at man setur alt í kassar uttan at liva seg inn í hvat fjalir seg innaní, serliga tá ið nakað vísur seg at vera gevandi og lívsjáttandi um man tímur at lurta.
Til tíðir ljóðar Vað sum eina lounge barr ella lobby í einum framtíðarkendum Mad Max heimi. Tónleikurin er ikki líka illur, tungur og fjarur sum Orka er kent fyri, hóast hann er myrkur sum altíð. Hetta er ikki einans rútmiskur tónleikur, hetta er maskinellur tónleikur. Dur-mol harmonikkur og tann logikkurin er ikki tað berandi. Hetta er ektaður elektroniskur tónleikur, sum í streymsliti var tøgn. Ein undirbyggjandi talgildur pulsur er altíð tað berandi og gevur ljóðinum ein dronutan klang. Leisturin er meira ljóð sniðgeving og alt er gjøgnumkomponerað av ljóð fílum - eg ímyndi mær á MPC líknandi samplarum. Tað vil siga, at tú løðir ljóð inn í tín samplara, broytur tey sum tú vil fyri at geva teimum skap og síðan setur tey í gongd við at trýsta á knappar og sendir tey viðari til aðra viðgerð og onnur modul. Her eru eingi siðbundin ljóðføri, eingin sangari, eingin plektari, eingin kontrabassur, saxofon solo ella trummusett. Villskapurin lívgast allíkavæl undir ljóðinum, sjálvt um eingin brestur út í eina solo og umhvørvið tykist at vera sera kontrollerað. Ímynda tær tann tignarliga kung-fu meistarin, heldur enn lærlingin ið øsir seg og skrappar sær. Kanska er hendan útgávan hjá Orka meira einføld enn hinar, kanska ikki. Kanska er hon bara reinari og sterkari, sett saman við størri yvirliti og nýggjum møguleikum. Eg haldi at Orka hevur tikið seg fram við at seta ljóð saman. Nógvu heimagjørdu ljóðini, sum vit kenna frá Orka eru har ikki í sama mun sum fyrr, men lat hetta ummælið snúgva seg um nútíðina og Vað.
Viðmerkingar til løgini:
Igulker
Ein fjarbasstrumma letur seg spakuliga upp og verður til eina eind av trimum evnum, sum man ikki ordiliga leggur til merkis ímeðan tey verða skap. Tað ljóðar sum eitt træpetti ið verður sligið á okkurt (rimshot), ein shaker og so bass trumman. 2 1/2 min seinni er eitt nýtt ljóð, ið kundi ljóða sum ein hvalur. Rútmurnar opna seg enn meir og 16 partar og afturljóð (delay) koma við. Ljóðini eru klár og sita væl í kontrast við hvønn annan. Tað er kanska ein máti at siga, her byrjar okkurt, kom her við tær. Ljóðar kanska sum eitt djór, ein undarligur krossfiskur.
Grind
Ein metallisk skjót rútma. Kanska sum robottar í einum báti, tá ið teir reka grind. Vit hoyra eitt serstakt ljóð sum mann kennur frá Orka, ein strongur av onkrum slag við einum Western/Morricone dámi. Eitt tvey tóna distortionriff við einum bakgrundsljóði, brádliga blívur tað dupult tempo, afrikansk dansandi við einum næstan kora melodi og 16 partar. Ljóðini leggja seg í frekvensir har ið pláss er fyri teimum. Evni ið eru sett niður í hálvt tempo vera sligin á. Klassiskt boom-thack tekno í nakrar taktir. So at enda ljóðar tað kanska aftur sum grind verður rikin og eitt pinkubarn, ið grætur ella syngur við saman við teimum - hetta djúpa niðursorlaða ljóðið. Tað ljóðar eitt sindur óhugnaligt.
Dís
Hetta lagið glíður beint inn frá tí fyrra. Eitt sindur seinni og tungari og eisini líkt tí sum var í áðni. Eitt nýtt melodiskt tema byrjar eisini við distortion og western-riff strongurin kemur inn aftur. Boom-thack, men í hálvum tempo og við variatiónum. Okkurt ið ljóðar sum sirenur verður eisini sett niður í tempo (time stretched). Sera flott ljóðmynd. Nú merkist tónleikurin í kroppinum. Lagið tykist stutt uppá tann góða mátan.
Blik
Eitt nýtt eyðkennisljóð kemur inn. Ljóðar onkursvegna sum eitt kirkjuorgul í floyturegistarinum, riggar øgiliga væl. Sera vælljóðandi lágar basstrummur, elektroniskar. So eitt slagverk ið ljóðar ikki talgilt, men Orka kent, eitt tunt metalpetti sligið á metal. Skiftir í frekvensi. Er tað kanska eitt turkistativ ið er stemmað og ein trummupinnur? Byrjanarljóðið verður smildrað niður. Nú er tað ein insisterandi repetitiv mid-range eintóna rútma ið tekur yvir, so er stilt. Djúpu bass djemburnar koma aftur. Aftur eru vit eitt sindur í Afrika. Tað er ein lætti at eyðkennistemaið kemur stutt aftur. At enda leggur man til merkis, at tað ljóðar sum eitt blikk, hatta tunna metallið, men sangurin eitur altso blik sum í blikalogn
Dimmalætting
Byrjar við tom-tom. Síðan eitt Orka ljóð á slagnum 2 og 4. Aftur ein rútma sum spælir og opnar seg við ymiskum nuansum, sum koma uppí, fyrst bass so hi-hat. Ljóðar sum eitt telduspæl. Kanska ein sum stendur á skíum omaneftir í slalom. Menniskjaljóð, kanska ein rødd ella fuglaljóð sum er smildrað spælir eitt sindur við. Síðan verður nýtt tom-tom ball við einum høgum pad, sum stríðist við at stemmast, uppá tann góða mátan, soleiðis at man følir, at tað er analogt og heitt. Lounge trýtóna mol granna-akkordir, Mol til suspended. Verður stuðlað uppundir við menniskjaljóðum. Blívur eitt sindur requiemkent at enda, okkurt kór líknandi hugdi framvið í nøkur fá sekund.
Vrak
Eitt framhald. Aftur tom-tom ball, men nú er tempoið farið niður. Eisini mol til sus akkord, men eina aðrastaðni, sindur seinni. Sama sum Dimmalætting. Sleppur at hanga, ímeðan steel drum tom-tom ball er í botninum, fellur í tonalitet blívur atonalt og ljóðar gott. At enda stemma tey saman og so endar. Heilt stutt lag.
Vað
Eitt Orka-ljóð byrjar aftur við einum myrkum trummu figuri, eitt nýtt ljóð. So er ein høgur tóni! WTF! Vælkomin inn! Endiliga! Tað er sum um at onkur endiliga fór yvir í vindeygað at hyggja eitt sindur út. Síðan koma tríggjar akkordir sum vera endurtiknar og varieraðar, eitt sindur lounge kent, hetta við at man tekur eina moll akkord, síðan eina granna-moll og so eina heilt-aðrastaðni-moll! Ein hi-hattur við afturljóð kemur inn. Høgi tónin veksur og fær eitt padd við sær, tveir tónar í einum kvinti. Ljós. At vaða, kanska tað ljóðar eitt sindur sum at ganga í eini lítlari á ímillum trøð mitt í eini junglu. Eitt rútmutrummu ljóð, sum ikki bítur, men er meir sum ein ride, elektroniskt. Akkordinar vera opnaðar at enda, yvirtónar koma uppí, filtrini spæla við. Endar við synth akkordum.
Skin
Eitt niðurstemmað Orka-kent ljóð byrjar. Síðan ein hi-hattur í illsintum afturljóði. Pláss verður gjørt, hi-hatturin víkjur onkuntíð. Minnir um byrjanina, men er meira avanserað, man hevur latið upp fyri hesum í byrjanini, so tað kennist vælkomið. Aftur stilt, ein sera low-filter pad við akkordum verður opna upp við filtur, bara eitt sindur, aldrin heilt upp. Ein bassur kemur inn, tvær akkordir. Eitt nytt pad, ein melodi tema í mol, ein rútma. Kundi verið at Jan Hammer tónasmiðurin úr Miami Vice var vilstur í einum skjótum bili í eini myrkari tunnel. Eitt nýtt slag av ljóð sum vit ikki hava hoyrt, eitt oktav riff spælir saman við tema á off beat. Tema blívur styrkt. Eitt sindur sum bíðitónar á eini telefonliniu kundi verið. Enn í hálv tempo, kul at tað er seint, aftur kemur kroppurin við. Kanska tað mest lurtaravinaliga.
Djúpini
Ein bassur líka sum oktav tema frá áðrenn, til ein kvint. So eru eisini onnur riff, men ikki trummur, ljóð samples, ein standard trummumaskinu rútma kemur og fer. Ljóðini detta niðureftir sum glissandi. Tað steðgar. Riff sleppa at vera í fokus. Ljóðar sum djór og maskinur. Stórir fuglar kanska. So verður alt tendrað. Okkurt sorlað í tí djúpa, gevur tí eina undirvatnskenslu. Aftur hesir stóru fuglarnir við munnkurv. Flott javnvág í ljóðmyndini, eg vildi ynskt at eg átti eitt sera stórt PA anlegg her heima. At enda veður tað spælt við pitch, sum ein fullur synth, ið nú skal heim í song.
Kav
Orka- ljóð. Ljóðar sum vindur. Botnurin í ljóðmyndini er niður filtreraður. Eitt eitt-slag á eyðkenda Orka-metal ljóðið. Eisini eitt filtur verður brúkt at geva melodi. Sera stutt.
Torva
Ein basstrumma, sum dettur niður, ger lifts. So aftur ein Orkakend rútmusamanseting. Vit skulu nikka í seinum tempo. Ein lounge pad - har triða akkordin rakar onkra heilt aðrastaðnis í dur moll system, stílurin vit sóðu í Vað lagnum. Rútman tykiskt sum ein steðgur, kom øll inn at fáa okkurt leskiligt - ikki í hálvleikinum, men nú at enda. Ein arpeggio, tann fyrsti á útgávuni. Verður stuðlaður við einum ljósari beiggja. Aftur til akkordirnar. Bassljóðið verður pressað, blívur distortað, heldur áfram. Arpeggio koma innaftur. Reint, gott pláss er. Trý evni. Hi-hat, dist tom, og ein akkord synth ið ljóðar sum træblásari. Endar bráðliga og elegant. Ikki ágangandi.
Tað undarliga við Vað er, at tað onkursvegna er tjóðskaparligt, sjálvt um at tað bjóðar seg fram at vera altjóða. Við altjóða lurtaran sigur Vað: Her er náttúran, minst til hana. Við føroyska lurtaran sigur Vað, her er umheimurin, minst til hann. Tað tykist sum uppreistur. Kanska tað er tíðarandin, at vit eru tjóðskaparromantisk og leita inn til røturnar, samstundis sum vit umstilla okkum til talgilda veruleikan og liva sum alheimsborgarir. Hetta við at nýggja Orka er skapt til ein myrkan náttklubb í London útjaðaran og ikki sofuna á Velbastað er ein upplagdur tanki, men spurningurin er, um tónleikurin ikki livir líka væl allastaðni í dag? Eg haldi, at Orka tónleikurin er betri egnaður enn flest annar at hoyra, ímeðan vit koyra eftir Oyggjarvegnum. Kanska er tað í 2016 meira svakt og veruleikafjart at hoyra Toto og føroyingar í amerikanskum kovboyhatti enn nýggjasta tónleikin hjá Orka ímeðan vit liva her?
Eg havi skilt, at Orka ikki slapp inn um nálareygað í umfar á playlistan hjá Kringvarpinum við millum annað tí grundgeving, at tað var altjóða og ikki hóskaði til dagligt umfar í landsins miðli, men heldur til eina sersending í minni virknari senditíð. Spell hjá Kringvarpinum, men heimurin fer víðari undan hasum lága støðinum. Vil Kringvarpið einans halda við líka og doyva, heldur enn at endurnýggja og geva íblástur? Ímeðan eg skrivaði hetta tendraði eg til stuttleika Kringvarpið og hoyrdi popp-løgini Love Lift Us Up Where We Belong (1982) og Eye of the Tiger (1982). Guð viti hvussu nógvar ferðir teir sangirnir eru spældir hesi seinastu 34 árini. At seta eitt nýtt Orka staklag í sjónliga rotatión í Kringvarpinum er næstan líka sjálvsagt sum at Pál Joensen skal á svimjilandsliðið. Tað sum fyri meg tykist sum uppreistur í Vað er kanska júst tað - eitt aftursvar uppá hesa tvístøðu sum merkir snævurskygnu Føroyar og ráðaríka ættarliðið, tá tað kemur til altjóða mentan. Vað og Orka sprettur kanska júst úr hesum. At man sum skapandi fær hug at vísa á ein annan veruleika. So leingi Orka ikki sleppur ígjøgnum náleygað, jú betri, hvassari og meira ótamdur verður tónleikurin og jú meira hava vit tørv á tí alternativa, at siga, kom víðari tit nalvaskoðandi og hálvpunkteraðu, vit fara her yvir nú.
At enda kunnu vit spyrja hví vit skulu lurta eftir hesum tónleikinum? Er hetta ikki bara tað sama sum vanligt? Hvat er virði í Vað og at hoyra tað í útvarpinum? Um tú vilt vera tvørur, so er tað ið man hoyrir fyrstu 2 1/2 minuttirnar ein four-to-the-floor basstrumma (ein trumma sum slær fýra sløg í hvørjari takt) inntil eitt løgið ljóð kemur inn sum ein heilsan og sigur takk fyri títt tol, nú eri eg her. Ljóðini eru fá, men tey broyta seg og hava nógvar yvirtónar og góðsku í sær, har er kjøt á og føði í. Sum tá ið tú velur títt tilfar við umhugsan, at tú ikki velur tað fyrsta ljóðið á telduni ella guitarin sum hongur á vegginum, men at tú leitar og leitar, skrúvar, lurtar, roynir, stríðast við at finna fram til tað sum er serstakt, betri og ríkari enn tað sum er mest atkomuligt og vanligt. Nógvur tónleikur kann vera strævin, tá ið man merkir eina samleikakreppu, at tey sum skapa bara vilja vera øðrvísi og hava ein tørv at siga hygg at mær, hetta hevur eingin gjørt fyrr, ella kom og set teg her hjá mær. Tað kann vera innihaldsleyst og ikki líka nýtiligt sum onkur ið sigur, ger so væl, her er nakað heilt sermerkt, ið eg við míni leitan havi funnið fram til. Tað vil siga, at tað snýr seg ikki um at fáa uppmerksemi, men heldur um at betra nakað sum er og síðan deila tað við onnur og soleiðis ríka sítt samfelag. Sjálvt um henda Orka útgávan ikki sleppur inn um nálareygað og at vera sjónlig í landsins Kringvarpi saman við so nógvum øðrum, skulu vit kalla tað alternativum, so fer hon at standa eftir. Av tí at hon er betri uppá so nógvar aðrar mátar enn tær flestu aðrar útgávurnar ið vera lætnar av hondum av føroyskum tónleikarum. Orka katalogið fer altíð at standa og vinka til tín, um tónleikur hevur tín áhuga. Tað er nokk ein tung leið at skulla vaða ígjøgnum hjá Orka, bæði í London og her heima. Serliga tá ið man hvørki klæðir seg í kovboyhatt ella keypir sær marknaðarføring í London.