Skulu kvinnur vera naknar fyri at sleppa at vera standmyndir í Føroyum?

 

Eg rokni bara við tí, at tær báðar eiggiligu damurnar uttan fyri keypssamtøkuna í Havn munu hava fingið ein ávísa ávirkan á hvussu sonur mín fatar list í almenna rúminum. Orsakað av staðsetingini av hesari standmyndini beint við handilin, har vit keypa inn, hevur hann sæð hana ógvuliga ofta. Tá hann var minni mundi hann ikki komið yvir, at konurnar soleiðis vóru farnar til handils í ongum klæðum og mítt møsn um klassiskar grikskar fyrimyndir munaðu ikki tað stóra. Nú hann er sjey ár, fáa vit næstan ikki keypt inn uttan at hann gevur antin aðrari ella báðum damunum í standmyndini ein eftirtrykkiligan brest í rumpuna. Konustandmyndin, sum Andrias Andreassen gjørdi í 1992 er ein av mongum, ið seinastu nógvu árini eru settar upp kring landið. Tann síðsta standmyndin í røðini, Kópakonan í Mikladali, elvdi til kjak, tá hon varð avdúkað fyri kortum. Kjakið hevur snúð seg um bæði estetikk og um moral, um hvat standmyndir eru fyri nakað, um kópakonan verður tulkað sum eitt sexobjekt ella um hon í veruleikanum er longsulsfull uppá sín urkvinnuaktiga (og harvið erotiska) máta, um søgnin er tulkað nøktandi ella á mandchauvinistiskan hátt. Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim spáar Kópakonuni ikonstatus og tað er ikki óhugsandi, at framtíðarlagnan hjá Kópakonuni verður hin sama sum Lítlu Havfrúnni í Keypmannahavn og Molly Malone í Dublin. Tær eru ikki serliga áhugaverdar standmyndir, men tær virka tó sum effektiv fólkslig savningarpláss og høvi hjá ferðafólkum at taka sjálvsmyndir og hetta er eftir øllum at døma eisini ætlanin við Kópakonuni. Longu nú hevur ein ørgrynna av fólkum valfartað norður til Mikladals at hyggja at stórfingnu standmyndini, ferðafólkatalið er fleirfaldað.

Kanningar hava staðfest í ríkiligt mát, at standmyndir og list í almenna rúminum hava ómetaliga stóran týdning fyri bæði okkara trivnað og okkara hugsunarhátt, standmyndirnar ríka okkum dagliga og fáa okkum til at undrast og at hugsa. List í almenna rúminum gevur okkum nýggj sjónarmið í mun til okkara egnu samtíð og harvið ávirkar hon okkara gerandisdag og tí hevur tað stóran týdning, tað, sum verður sett upp, tí ofta verða standmyndirnar settar upp fyri at vera.

Søgan um kvinnur og standmyndir í Føroyum er ein søga í fleiri pørtum, sum umskarast patriarkalska samfelagið, men ikki nógv meira enn tað, tí tær flestu føroysku standmyndirnar eru lutfalsliga nýggjar. Søgan snýr seg í øðrum lagi um kvinnur sum myndevni og í hinum lagi snýr hon seg um kvinnuligir myndahøggarar. Síðstnevnda søga er skjótt fingin frá hondini, men tað var tó ein kvinna, sum gjørdi eina av okkara kendastu standmyndum, hana, sum allir føroyingar savnast um á Ólavsøku, bringumyndina av Rasmusi Effersøe, sum stendur á vøllinum framman fyri tinghúsið. Tað var Anne Marie Carl Nielsen, ið tó at hon sum siður var bar navnið hjá manni sínum, danska tónaskaldinum, Carl Nielsen, var ein sera sjálvstøðug listakvinna, ið heilt óvanligt fyri hennara tíð, setti listarlig atlit framum familjuatlit. Standmyndin, sum hon gjørdi var av einum manni, men hon varð bíløgd av einum bólki av mentafólkum av báðum kynum, sum hildu, at Effersøe hevði heiðurin uppibornan. Umframt Anne Marie Carl Nielsen kann eg ikki koma í tankar um nógvar kvinnuligar myndahøggarar í Føroyum, men leirlistakonan, Guðrið Poulsen vann eina standmyndakapping hjá Tórshavnar Kommunu við Himmalspegilinum í Gundadali, sum er nýskapandi í føroyskum listahøpi við tað, at tað ikki er ein standandi figurstandmynd sum so, men ein liggjandi rúmlig installatión, sum m.a. er gjørd burturúr glaseraðum leirflisum.

Í einum ómetaliga negativum íslendskum ummæli av einari føroyskari listaframsýning fyri nokk so nógvum árum síðani, staðfesti firtni ummælarin, at føroysk standmyndalist var á støði minnisvarða. Tó at hetta mestur var hugsað sum provokatión, hevði hann á ein hátt rætt og nú nærkast vit kjarnutrupulleikanum. Standmyndir í Føroyum eru fyrst og fremst minnisvarðar, ið verða reistir til frama fyri sjómonnum og øðrum monnum, sum hava avrikað okkurt serligt. Vit hava standmyndir av Hans Andriasi Djurhuus, Victor Danielsen, J.K.Kjølbro, Mikkjal á Ryggi, Jákupi Dahl, Sigmundi Brestison og Tróndi í Gøtu. Av kvinnustandmyndum komi eg í tankar um Fípuna Føgru í Klaksvík, Tariru álvagentuna í Viðarlundini í Havn og Kópakonuna. Hetta eru allar naknar, dreymaverur, sum eru kroppsliga vakrar, men sum eru lýstar uttan nakra persónliga einstaklingatign. Við eini umskriving av kenda slagorðinum hjá listabólkinum Guerilla Girls kunnu vit tá spyrja um kvinnur skulu vera naknar fyri at sleppa at vera standmyndir í Føroyum. Tær skulu í øllum førum ikki vera veruligir persónar. Tað er Hans Pauli Olsen, ið hevur gjørt tær tríggjar kvinnustandmyndirnar, sum eg nevndi, eins og hann hevur gjørt rættiliga nógvar av standmyndunum, sum eru settar upp í Føroyum seinastu árini. Hetta er als ikki ringt at skilja sum so. Hann er sera dugnaligur, arbeiðssamur og vit hava ikki nakran annan, sum dugir tað, sum Hans Pauli Olsen dugir at fáa burtur úr leiri. Traðarmaðurin, sum stendur uttan fyri Býráðshúsini við Vaglið í Havn, er t.d. ein framúrskarandi standmynd, sum heiðrar traðarmonnunum. Hetta er ein sterkur, nakin maður við ovurstórum hondum, sum ber ein tungan klett - um vit hugsa um Kópakonustandmyndina er tað áhugavert, at Traðarmaðurin tykist fullkomiliga avsexualiseraður. Hann hevur einki kyn niðan fyri beltið.

Eg finnist ikki at listafólkunum, men eg haldi, at tey, sum bíleggja standmyndir runt um í Føroyum kundu hugsað seg betur um. Eg kundi hugsað mær, at vit fingu eitt meira fjølbroytt skulpturelt úttrykk í Føroyum, tí eg haldi, at okkara standmyndir í ov stóran mun eru figurativar, naturalistiskar heteronormativar bronzustandmyndir av hvítum menniskjum við idealkroppum. Listarlig dygd hevur ómetaliga nógv at siga, men fjølbroytnið er somuleiðis av eyðsæddum týdningi í einum rúmligum, demokratiskum samfelag. Kanska eru vit ov national og lokal, tá vit bíleggja verk. Aðrastaðni tryggja tey fjølbroytnið m.a. við onkuntíð at biðja altjóða listafólk. Í Íslandi t.d. er ein altjóða skulpturpark í Hafnafirði, har listafólk úr 16 londum hava gjørt hvør sítt verk, har eru verk hjá listafólkum úr m.a. Mexico, Sveis, Fraklandi, Finnlandi, Japan og Týsklandi, sum eru ómetaliga ymisk. Á Viðey við Reykjavík hava tey Imagine Peacetower, eina framúrskarandi ljósstandmynd hjá Yoko Ono Lennon. Fyrr í tíðini var ein standmynd tað sama sum ein bronsustandmynd, eitt monumentalt minnismerki til eftirtíðina. Soleiðis er tað ikki longur, ein standmynd hevur í prinsippinum listarligt frælsi javnbjóðis við alla aðra list. Men av tí, at standmyndir ofta eru heldur dýrari og umstendiligari at gera og seta upp, eru tær í størri mun enn onnur list treytaðar av avgerðunum hjá meira og minni kompetentum kommunupolitikarum.