Takk fyri orðini G!
/Yrkingaupplestur er kanska ein roynd at gera nakað asosialt sosialt. Um hugsað verður um tann oratoriska framburðin er sjálvandi ymiskt hvussu hilnast hjá høvundunum. Hetta skal jú ikki vera nøkur dramakapping, men ein presentatión av einum úrvali av skaldskapinum hjá nøkrum høvundum. Ein grund til, at tað sum heild eydnast væl er, at vit eru grundleggjandi sosial, tað er altíð herligt at møtast kring listina. Áhugi er fyri skaldskapinum, tað var týðiligt á ársins G! LabORÐatoriið á G! er eitt bókmentatiltak, sum hevur verið hildið í nøkur ár undir ymiskum heitum og formum. Tað eru Kim Simonsen og Vónbjørt Vang, ið skipa fyri og í ár var tiltakið gjørt sum ein rundferð í Syðrugøtu leygardagin á G!
Umstøðurnar vóru sum heild góðar, Gøtufólk eru blíð og umhvørvið kring Syðrugøtu er einastandandi vakurt júst sum tað var í fjør og fyrraárið og veðrið vísti seg frá síni bestu síðu tann góða tíman, tiltakið vardi. Hvør høvundur hevði tíggju minuttir og til umstøðurnar var hetta hóskandi. Tiltakið byrjaði við, at Vónbjørt Vang bjóðaði vælkomin. Síðani legði Marjun Syderbø Kjelnæs fyri við at lesa upp úr nýggju skaldsøguni Óendalig Vera - eg eri júst byrjað uppá at lesa skaldsøguna og tað var áhugavert at hoyra Marjuna lesa júst tað, eg havi lisið og bíta merki í tað sama brotið umaftur: "Eitt skriftstað rennur sjálvsagt fram fyri meg:... nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur. Leon hin fyrsti koyrir framvegis sum voice over í tonkunum. Í skriftini finnast orð til øll høvi og allar kenslur, tað lærdi eg eisini tíðliga: “Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið mini." Onkustaðni á vegnum slóknaði hjá mær Onkustaðni fór eg av vegnum. Í míni innvortis oyðu gevi eg mær ikki far um rásir, hvørki breiðar ella smalar. ..... "Verk teirra eru einki - púrt einki, myndir teirra eru vindur og tómleiki...". Síðani las Arnbjørn Dalsgarð eina av sínum søgum um Albert, sum hann vónar at kunna geva út í savni. Hetta eru sjálvsspeiskar gerandissøgur um ein púra vanliga óvanligan mann við littererum ambitiónum
Kim Simonsen las eina nýggja yrking, meðan sólin skein og varhugin av skriðkyktum og klukkum rann saman í eina hægri eind saman við summarliga anganum av bøi. Yrkingin stendur longur niðri her á síðuni. Eg haldi, at hansara sermerkta mikrokosmiska, biologiskt dramatiska poesi hevur ávirkað fleiri føroyskar yrkjarar, sum eru farnir at dyrka mikroverur og landsløg í nærmyndum. Sissal Kampmann greiddi frá og las við bæði skemtiligum yvirskoti og álvarsligari nærveru úr sínum nýggjasta savni Sunnudagsland. Vit gingu spakuliga yvir til Vónbjørt og Kim. Har var tað eitt satt upplivilsi at hoyra Lív Mariu Róadóttir Jæger lesa upp. Hon var sera væl fyrireikað og upplesturin gav mær hug at lesa fína debutsavnið Hvít Sól umaftur. Hon legði líka stóran dent á hjáorð sum á sagnorð og navnorð. Hetta gav øllum orðunum ein serstakan hugsunarsaman dám og minkaði onkursvegna um akademisku frástøðuna, sum er í summum av yrkingunum. Anna Malan Jógvansdóttir las nýggjar yrkingar um havsins lív og um tilveruna og sjálvt um gangurin frá barnaundirhaldinum á sandinum gav henni skarpan gang, helt hon á við at lesa við sama dirvi og dugna, sum nú hevur skaffað henni pláss á Rithøvundaskúlanum, har hon byrjar í heyst.
Her eru reyðir steinar,
ið eg ikki kenni.
Sediment foldaði um hvørt annað,
sum løg snaraði
omaná onnur løg.
Rotnandi bløð
oman á øðrum bløðum.
Reyð jørð,
har spengur av rótum hava sprongt
sær veg út gjøgnum grótið og moldina.
í skógarbotninum flúgva smáir summarfuglar í slow motion.
Undir bløðunum berjast svartar og bláar klukkur fyri lívinum,
Meðan tær ljósleyst klippa beinini av hvørjari aðrari
herja reyðu meyrurnar á aftanifrá.
At enda liggja tær stroyddar sum rusk,
meðan aðrar klukkur eta av teimum
Eg havi mist teg.
Í skugganum undan sólini,
gangi eg oman eftir gøtuni.
Sólin sær kámt.
Vindurin er kaldur nú.
Okkurt loysnar,
ein gomul kensla dagar undan,
ið leingi hevur verið sokkin.
Eg skal liva uttan teg.
Alt sum hóttir meg her,
er hótt av mær.
Uglur, smáar slangur,
blóðsúgvandi midur.
Mjørkin floymir inn yvir dalin
fram við fjallinum
har hann vaskar sirmið av fjallasíðunum.