Eivør fær fimm stjørnur í Gaffa

Útgávan Bridges hjá Eivør Pálsdóttir skorar heilar fimm stjørnur (av seks) í ummæli á donsku heimasíðuni gaffa.dk. Har verður staðfest, at “Eivør er ein tann mest virtuosa singer-songwritarin í Europa, ein eminentur sangskrivari, ið megnar bæði sum sangskrivari og við síni rødd at forloysa sítt egna tilfar á serstakan hátt. Hon er eitt við tónleikin, trúverduga til staðar og vokalt ódarvað sjálvt tá tilfarið tykist krevjandi. Hennara musikalitetur, hennara sangrødd, alt við hennara list er gásarholdselvandi og ekstraordinert”. Eg kann ikki siga annað enn, at eg eri púra samd. Í ummælinum, sum stóð at lesa í februar her á Listaportalinum og í Dimmalætting skrivaði eg um útgávuna, at “hon er svallig sum eitt summarlot. Tónleikurin er í støðum sorgblíður, men sum heild er útgávan merkt av einum serstøkum lættleika - tað tykist so ófatiliga lætt og ómakaleyst, tað heila, áhoyrarin kennir seg kínda av yndisligu tónunum, borna uppi av sterku løgunum og so er tað tann krystalklára, reina røddin, sum floymir út yvir áhoyraran, so at einki annað er at gera enn at geva seg inn undir hana og njóta ta gjøgnumførdu leskandi musikalsku upplivingina... Bridges er ein so mikið samanhangandi og væl framleidd heild, at lurtarin hugsar ikki um tað í byrjanini, men í veruleikanum er hetta ein serstakliga samansett tónleikaútgáva. Samstundis sum pláss er til fólkatónleikaligt einfeldi og vokalu megina hjá Eivør og til akustisk instrument av ymiskum slag, fyllir elektroniska síðan nógv. Og samstundis sum hetta er lættur poppur, sum eg rokni við og vóni fer at verða nógv spældur í Kringvarpinum, er talan um dygdargóðar kompositiónir av tí seriøsa slagnum við undirliggjandi mynstrum av tónaendurtøkum, sum stuðla uppundir huglagið í løgunum. Eivør hevur neyvan sungið betur og meira nuanserað enn á hesari útgávuni. Sum lurtari sleppur tú at uppliva eina rødd, sum er í javnvág við seg sjálva og við sítt umhvørvi, ein kensluborin, rørandi og skyggjandi rein rødd í fulkomnum tamarhaldi, sum í glæsiligum løtum gevur okkum varhugan av sterka og ótamdu orkuverkinum aftanfyri. Teir 9 sangirnir á útgávuni eru satt at siga alt ov skjótt lidnir, men tað ber altíð til at byrja umaftur, tí her er av sonnum nógv at lurta eftir. Hjartaliga til lukku, Eivør við ummælinum, eg gleði meg at hoyra komandi útgávuna Slør.