Veitslukent G við stórum V

G-festivalurin er ein ordans tónleikaveitsla við líka stórum V sum G. Í løtum tóktust tónleikurin at kalla sekunderur í mun til tað sosiala – til veitsluna.  Tá mann hevur notið blíðskapin til eina tílíka góða veitslu, kann tað tykjast heldur smáligt at koma afturumaftur, men ljóðtrupulleikarnar kundi eg gott verið fyriuttan á G 2015.

 

Náttúran hevur stóran týdning fyri G-festivalin. Eg havi ikki verið í Syðrugøtu síðan síðsta festival, og fyrstu minuttirnir ganga við at fata stórsligna landslagið, grasgrønu fjøllini og málandi útsýnið út á vágna við bátum, sluppum og fegnum fólkum, sum svimja á sjónum. Umhvørvið er heilt ómetaliga vakurt. Eg valdi mær leygardagin til G-festival og flóðin fríggjakvøldið serveraði mær onkrar eyka musikalskar møguleikar. Orsakað av broytingum í skránni bar til at hoyra bæði Eivør og Teitur, sum eru millum míni yndislistafólk. Men fyri meg og fleiri onnur byrjaði festival-leygardagurin bókmentaliga við einum tiltaki, sum forlagið Eksil hevði í Tøting. Eg haldi sum heild, at tað er gleðiligt við tílíkari listarligari rúmligheit, at pláss er fyri aðrari list enn fyri tónleikinum á einum tílíkum festivali. Har var sjónleikur og filmur og ein alternativur pallur, umframt bókmentatiltakið. Bókmentatiltakið byrjaði í Tøting við, at Vónbjørt Vang beyð vælkomin vegna forlagið Eksil, og greiddi frá hvat skuldi henda á tiltakinum. Skal eg vera heilt erlig, hevur mær altíð dámt betur at lesa yrkingar enn at hoyra tær lisnar, men tílík poesi-tiltøk hava sínar sosialu heimildir. Tað er stuttligt og áhugavert at koma saman við øðrum við sama áhuga.

Fyrsti upplesari var Eleanore Livingstone, ið er skotskur yrkjari, ummælari og ritstjóri. Harumframt er hon forkvinna fyri altjóða poesifestivalin StAnza – Scotlands International Poetry Festival, ið verður hildin í St. Andrews í Skotlandi á hvørjum ári. Eleanor Livingstone hevur givið út bøkurnar Even the Sea (Red Squirrel Press, 2010), sum hon var innstillað til London New Poetry award fyri. Tað er áhugavert at lurta, tá tú ikki kennir ein yrkjara frammanundan, men ikki bara sum at siga tað at minnast tað tilfar, mann bert hevur hoyrt eina ferð. Eg minnist best ta síðstu yrkingina, sum hon las, sum snúði seg um síðsta kongin í Fife, ein hetjulig huglagsmynd úr fyrndini við tjóðskaparligum tóna.

 

Náttúra og Konsept 

Danski yrkjarin Sebastian Cordes gav fyri fimm árum síðan út dokumentarfilmin Life and Times of Don Rosa. Ungi maðurin var eitt sindur óupplagdur, segði seg hava  timburmenn, men hann las allíkavæl onkra yrking úr savninum, En endnu uvidendes dagbog, sum hann debuteraði við í 2013. Síðani løgdu Kim Simonsen og Jóhan Martin Christiansen fram teirra felags verkætlan, sonevnda konseptyrking og konseptlist kallað Desembermorgun, sum tekur støði í mánaðinum desember. Náttúran tykist hava fingið eina endurreisn í føroyskari poesi. Kim Simonsen las upp meðan Jóhan Martin Christiansen sýndi fram film við kavaflykrum. Savnið, ið er partvíst skrivað í Føroyum og uttanlands kemur út á Mentunargrunni Studentafelagsins í heyst. Havboturin og sandurin/ har livandi tarin,/ flytir seg í slow-motion,/ aftur og fram sum sveiggjaði hann í vindi,/ bíðar eftir fyrsta morgninum við svartakálk./ Náttarfrost sum skal leggja seg rundan um røturnar á trøðunum,/ krúpa eftir bulinum,/ sum eitt menniska,/ ið reisir seg aftur aftaná fallið./ Frostið skal glasera greinar./ Tey fáu bløðini sum eru eftir/ skulu detta tung til jarðar,/ meðan vindurin skræðir í takrennur./ (Kim Simonsen).

 

Lítið skump við stórum árini

Næsta innslag var somuleiðis áhugavert - tað var ein yrking hjá Jóhan Martin Christiansen, sum varð lisin upp á føroyskum samstundis sum hon kundi lesast á enskum á einari mynd, sum varð varpað upp á veggin. Myndin ímyndaði Nólsoynna, men við løgnum perspektivi sum tá eitt barn tekur myndir og uttan at vita tað klippur tað ovasta ella tað niðasta av myndevninum av. Tað er øðrvísi tilvitað, tá tað er Jóhan Martin Christiansen, sum avger perspektivið, og árinið av hesum lítla skumpinum í mun til okkara vanliga útsýni var poetiskt og rørandi saman við yrkingini. Jóhan Martin Christiansen er kanska meira kendur sum myndlistafólk. Herfyri hevði hann framsýningina DRESS í Steinprenti.

 

Kvinnulív

Steðgurin fór við at standa í bíðiraði til wc og síðan kom Sissal Kampmann framat mikrofonini. Hennara fyrsta savn kom í 2011 Sissal Kampmann, er føroyskur yrkjari, ið hevur útgivið fýra yrkingasøvn síðani 2011. Í 2012 fekk hon Debutantvirðisløn Klaus Rifbjergs frá Danska Akademinum. Hennara yrkingar lýsa kvinnulív, onkrastaðni hóma vit ræðuliga øði sum frá eini Penthesileu í hevndarhuga, men ritverkið fevnir breiðari um menniskjalívið við tilveruligum hugsanum um deyðan, um svik og um tíðina sum tilveruliga grundtreyt. Anatomiski, biologiski kroppurin er við, men tað er  heilin, tilvitskan við sínum upplivingum og minnum, sum stýrir øllum, eisini ymiskum veruligum og óveruligum  rúmum úr gerandisdegnum, úr minnunum og úr dreymum og dulviti. Fyrst og fremst er talan um nakrar suverenar og sofistikeraðar, poetiskar orðingar, sum vóru góðar at hoyra leygardagin á G.

 Rátt sandpappír

Tekstirnir hjá Daniellu Andreasen eru á leið líka sofistikeraðir sum sandpappír. Setningarnir hjá henni eru eins og náðileysir smáir pílar, sum raka tann mest harðmøraða lurtaran beint í hjartað. Søgan um lítla barnið og óttafulla morguntúrin gjøgnum eitt brennivínsrakt heim við tómum fløskum, fullum øskubikarum og spýggj, er alt annað enn fjálg. Barnaperspektivið minnir meg um okkurt, sum danski høvundurin, Vita Andersen skrivaði í sjeytiárunum, men so leingi sum tilveran tíggjar sær so sosialrealistisk sum hon nú einaferð ger, blíva tílíkar bókmentir við at vera serstakliga viðkomandi. Upplesturin hjá Rúna Weihe var óvæntaður á ymiskan hátt, fyri tað fyrsta, tí hann las upp á donskum og fyri tað næsta, tí yrkingarnar vóru rættiliga áhugaverdar. Rúni Weihe er arkitektur í Keypmannahavn, hann útgevir skaldsøguna Mursejler í september, og arbeiðir uppá sítt fyrsta yrkingasavn, ið vónandi kemur út skjótt. Rúni Weihe skrivar á donskum, tí hann hevur búð nógv niðri, men hann tosar føroyskt og dugir at skriva á føroyskum, so hvør veit hvat spennandi kann spyrjast burturúr: Jeg koger mine æg/ et efter et/ indtil bakken er tom/ for lydens skyld/ som en nykogt elkedel/ alt vand fordampet/ for duftens skyld/ så tørt/ jeg gider ik knep nu/ kan du ik se opvasken/ (Rúni Weihe).

Foto: Finnur Justinussen

Eivør

Úr Tøting fór leiðin oman á tað festliga festivaløkið. Eg hoyrdi partar av fleiri konsertum, men miðsavnaði meg serliga um tríggjar framførslur, fyrst var tað konsertin hjá Eivør Pálsdóttir á sandinum, sum eg hevði glett meg til. Og tað hevði eg eisini alla orsøk til, eg havi eftirhondini upplivað hana á fleiri konsertum og framførslum annars. Eivør Pálsdóttir er eitt heilt serligt norðurlendskt sangfyribrigdi, tað er líka við, at mann minnist fyrstu ferð mann hoyrdi hana, men hon er nógv meira enn bara ein vøkur ung kvinna við góðari sangrødd. Hon er ein framúrskarandi sangskrivari, hetta prógva ikki minst hennara seinastu útgávur, sum eisini vórðu væl umboðaðar á konsertini. Hon sang bæði meistaraliga og kristalreint eitt nú sangir sum Bridges og Boxes, men upplivingin, sum eg hevði glett meg til, at standa á sandinum í Syðrugøtu og verða yvirfloymd av svalliga tónleikastreyminum frá Eivør og hennara framúrskarandi tónleikarum, kom ikki. Fyrst var bassurin so mikið hart frá, at hann domineraði ljóðmyndina í óklæðiligan mun. Samanborið við hennara vanligu megi hoyrdist røddin hjá Eivør eins og ein viðfáningur og gittaraljóðið druknaði somuleiðis. Eg stóð á sandinum beint við har sum ljóðtøkningurin helt til, og eg veit ikki hvat feilti. Men aftan á hálvfimta lag fekk eg so ilt í oyruni, at eg ikki tordi at standa har meira. Stødd uppi yvir sandinum helt eg, at ljóðliga javnvágin var heldur frægari. Hounds of love hjá Kate Bush er blivin ein av signatursangunum hjá Eivør og hann var aftur hesa ferð á skrá og væl móttikin av mannamúgvuni. Men í fleiri sangum órógvaðu ýl sum tá mikrofonirnar eru ov hart frá, og tað var ómetaliga spell.

Knút Jarnskor

Teitur

Bíðiraðið til wc við spæliplássið var so langt og drúgt, at Teitur Lassen hevði spælt bæði fyrsta og næsta sangin, tá eg endiliga náddi vegin fram. Men eg hoyrdi, at hann spældi fleiri sangir frá teirri fínu útgávuni, Story Music frá 2013 Eg varð eitt sindur ørkymlað í fyrstani av, at áhoyrararnir rundan um meg tosaðu so hart saman. Tað var sum um vit øll vóru í ball og maðurin, sum kýtti seg á pallinum bara var eitt hugnaligt ljóðspor í okkara veitslu. Men áhoyrararnir vóru sjálvandi meira fokuseraðir longur inni móti pallinum og høvuðspersónurin var greidliga við uppá tað. So við og við fóru fólk at syngja við og eg lat meg yvirtala av góða lagnum og sang so lystiliga við í slagarum sum Havnin er ein lítil bygd og Øll halda eg eri ríkur/ men eg eigi ikki eitt oyra”, Josephine og Louis Louis, og tað gjørdist ein herlig og fjálg konsertuppliving.

 

Mitt í verðini

 Komin oman aftur á sandin varnaðist eg, at vatnstøðan hækkaði javnt og samt, men tað sama gjørdi lagið á vaksandi fólkamongdini á tí alsamt minkandi sandinum í Syðrugøtu. Eisini ljóðgóðskan tók at batna. Mær hevur ongantíð longst eftir farnari tíð og eg havi ongantíð hildið fortíðina verið betur enn nútíðina. Tí eri eg eisini nokk so mistrúgvin, tá eitt orkestur skal spæla, sum eg seinast hoyrdi í 1994 á Roskilde, tað var forrestin á sjálvum degnum, tá sangarin í bólkinum fyllti 20 ár. Talan er sjálvandi um danska bólkin Dizzy miss Lizzy við Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis, sum tíbetur vilja annað og meira enn at lena seg aftur á gomul brøgd. Bólkurin var ein tann best dámdi og mest seljandi donsku tónleikabólkunum í hálvfemsunum og á konsertini fingu vit eisini tey flestu av gomlu hittunum Love is a losers game, 11.07, Waterline og Silverflame serverað við sannføring, men teir spældu eisini nýggj løg og alt var merkt av góðum tónleikaligum førleikum, dynamikki og orku. Ljóðjavnvágin var nógv betur enn fyrr um kvøldið og hækkandi brimið legði eyka dent á viðspælaraleiklutin hjá teirri undurføgru náttúruni. Eina løtu var tað sum vóru vit øll Lost inside a dream har á sandinum. Jú, bólkurin, sum í síni tíð umboðaði eina Beatlesbleyta, danska versión av grungetónleikinum, spælir serstakliga væl anno 2015. Eingin orsøk til at dvølja við fortíðina, eg gleði meg longu til G 2016.