Øssur Johannesen framsýning á Museum Ovartaci
/Fríggjadagin 28.august klokkan 15 letur ein framsýning upp við myndum hjá Øssuri Johannesen á Museum Ovartaci. Ovartaci er eitt kombinerað listasavn og psykiatriskt søguligt savn, sum liggur í Risskov Psykiatriske Hospital í Århus.
Øssur Johannesen er av Glyvrum, men býr og arbeiðir í Keypmannahavn. Hann var bara 23 ára gamal, tá hann hevði sína fyrstu serframsýning í Listsavni Føroya og síðan hevur hann havt serframsýningar og verið við í bólkaframsýningum í Føroyum og uttanlands. Hann er fjøltáttaður listamaður, umframt at vera myndlistamaður er Øssur Johannesen eisini yrkjari, tónaskald og tónleikari. Hansara myndaheimur er dapur á tremur av líðing, longsli og deyða. Hann lýsir tragiskar lívslagnur og knýtir hesar lýsingar við visiónir av Jesusi, demonum og einglum. Listamaðurin er hugtikin av náttúrunar mátti, av frummegini hjá mánanum og sólini og trøunum, men eisini girndarhugur og kærleikslongsul eru partar av hansara myndaheimi. Øssur Johannesenhevur sjálvur nevnt nógvar listarligar fyrimyndir, eitt nú russiska listamannin Chaim Soutine, men eisini norðurlendskar listamenn; Edvard Munch, Sámal Joensen Mikines, Carl Fredrik Hill, Svend Wiig Hansen, Kurt Trampedach og ikki minst William Skotte Olsen, sum hevur havt stóra ávirkan. Fleiri av figurunum í málningunum hjá Øssuri Johannesen hava t.d. gloriur á sama hátt sum Skotte Olsen brúkti gloriur til sínar persónar. Men samstundis sum tað ber til at síggja íblástur ymsastaðni frá í myndunum hjá Øssuri Johannesen, kemst ikki uttanum hvussu serstakar tær eru - í eini kategori fyri seg og í summum brøgdumnema tær hugtakið outsiderart. Tær nýggju myndirnar eru meira surrealistiskar enn tær hava verið áður hjá listamanninum, men myndirnar eru enn ekspressionistiskar. Framsýningin á Museum Ovartaci er opin til 29.november.