Still, pen og meinaleys

Ólavsøkuframsýningin 2015

 

 

Ummæli av Ólavsøkuframsýningini 2015

Ólavsøkuframsýningin í Listasavninum var bara opin í seks dagar í ár, hon læt aftur longu 2.august og mann má av sonnum beundra bæði kuratorin Oggi Lamhauge og Listafelagið, at tey tíma og orka alt stríðið við at skipa og seta eina framsýning upp, sum skal takast niður bert seks dagar aftaná.

Satt at siga er tað ein avbjóðing at vera kritikari av somu framsýning, sum ein sjálv hevur kuraterað fleiri ferðir. Hinvegin, so havi eg innlit í teirserligu trupulleikar, sum kunnu standast av serliga ólavsøkuframsýningar-formatinum. Frægast man vera nú sum altíð, at vera erlig og tá má eg tíverri viðganga, at tann nú søguliga Ólavsøkuframsýningin 2015 ikki er ein framsýning, eg fari at sakna. Eitt er, at framsýningarupplivingin var eitt sindur ørkymlandi m.a. orsakað av, at eg ikki fann  út av skeltingini, tað stendur t.d í skránni, at frágreiðing stendur við verkini hjá Ole Wich, hana fann eg ikki við fyrsta verkið, heldur ikki, tá eg spurdi starvsfólkini, men størsti trupulleikin við framsýningini var óivað mangulin uppá góð listaverk.

 

Sami leistur

Leisturin hjá Ólavsøkuframsýningini var tann sami í ár sum í fjør og fyrra árið. Listafelagið biðjur ein kurator um at skipa fyri framsýningini. Hann biðjur nøkur yrkislistafólk um at senda verk inn. Harumframt kunnu øll onnur senda inn tilfar, sum síðan verður sensurerað. Hetta úrslitaði í ár í, at 48 fólk sendu 340 verk inn, og burtur úr hesum vóru 35 framsýnarar valdir og meira enn 100 verk. Tey innbodnu listafólkini í ár vóru Jógvan Biskopstø, Kári Svensson, Edward Fuglø, Guðrið Poulsen, Ole Wich, Jóna Rasmussen og Rikhardur Valtingojer, ið er serligur gestur úr Íslandi. Hesi eru biðin um at hava orðið “fláir” í huga og hava gjørt verk úr ymiskum tilfari so sum torvi, ull, leypum, tómum pakkitilfari umframt meira siðbundnum málningum og grafikki. Kuratorurin er sjálvur listamaður, men hevur einki verk við á framsýningini sjálvur - hetta er sum tað eigur at vera.

 

Jóhan Martin Christiansen

Stillfør framsýning

Samanumtikið tykist framsýningin væl skipað. Hon hevur eitt stillført brá, og við onkrum undantaki er hon sum heild merkt av jarðlitum og grátónum t.d. í grafisku myndunum hjá Rikhardur Valtingojer. Í gongini og aftan fyri veggin, har sum Grafiski Verkstaðurin helt til, tóktust verkini meira blandað í litum og stíli. Okkurt verk hekk eitt sindur uttan fyri samanhang, men tað vil so vera, tá verk hjá so nógvum ymiskum fólkum verða sett saman. Rikhardur Valtingojer er eysturríkskur listamaður, sum hevur búð í Íslandi ein mansaldur og sum í mong ár starvaðist á íslendska listaakademinum, har hann m.a. hevur verið lærari hjá Oggi Lamhauge. Hansara smáu, døkku mezzotintuprent eru merkt av formligum neyvleika, hetta er greidliga ein listamaður, ið leggur stóran dent á handverksligar dygdir. Handarørslurnar eru alt annað enn veipandi, myndirnar eru stillar og stýrdar, myndevnini eru organisk og surrealistisk, og litirnir eru fáir í teimum eitt sindur gamalsligu myndunum hjá Valtingojer. Við síðuna av hanga tvey verk hjá Jóhan Martin Christiansen, og tó at tey eru størri í vavi, er eisini okkurt friðarligt og inntonkt yvir hesum verkunum. Grundtilfarið er eyðmjúkt, tað eru vanligar toyblæur, sum eru seymaðar saman og litaðar við blekki, víni, olju, kaffi osfr. Vit hava sæð líknandi verk áður á Ólavsøku- og Várframsýningum, og í løtuni hevur sami dugnaligi listamaður framsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn við einum stórum verki. Hansara verk eru poetisk, heitini eru ábendandi og vísa okkum á okkurt, ið endurtekur og fjalir seg: “Repeated Passages. Hidden Faces”.

Edward Fuglø

Merkið – bygt upp av handilsvørum

Tá er verkið hjá Edward Fuglø øðrvísi spektakulert. Tað er Merkið bygt upp sum trídimensionel kollasja av handilsvørum, av dósum, mjølpakkum, ketjupdunkum, blæupakkum, sjokulátaplátum osfr., ið er skipað eftir teimum trimum litunum í okkara flaggi. Niðri undir stendur skrivað heitið á verkinum Nation Building. Verkið riggar væl í framsýningarhølinum og ikki minst á plakatini og á verklistanum, men tykist ikki nógv meira djúphugsin enn ein góð skúlaverkætlan, tó at hon er meira umfatandi og væl størri í vavi. Trímyndin hjá Kára Svensson er stór og dekorativ, tær smáu litríku brotamyndirnar hjá Finnleif Mortensen eru frægari enn hansara stóru verk, tí mann sær ikki líka væl ta ósmædnu kopieringina av myndunum hjá Zachariasi Heinesen, og so hevur Elin Josefina Smith eina gula sjálvsmynd við á framsýningini, sum er hugtakandi í sínum upprunakenda einfeldi og ekspressivu styrki. Amariel Norðoy hevði heilar fimm myndir við í ár, sum í høvuðsheitum eru bláar og grønar við reyðum og gulum litfarrum í landslagslýsingum, sum tykjast rættiliga gamaldags. Okkurt meira scenografiskt verk á framsýningini var stuttligt, t.d. Høsnarhúsið hjá Líggjasi á Váli Smith og Eli Smith og Dreymarúmið hjá Rakel Helmsdal. Eisini Guðrið Poulsen hevði nøkur av sínum keramisku Minnisrúmum við á framsýningini.

 

Ole Wich

Meinaleys amatørisma og ull

Ólavsøkuframsýningin er amatøranna spælipláss og henda sannroynd var váttað aftur í ár, soleiðis er tað bara, og tað er spell, tá nú næstan eingin av áhugalistafólkunum bjóðaðu uppá verk, sum høvdu nakað uppá seg listarliga. Fittar, litfagrar myndir av naivt teknaðum konum og dekorativ mynstur fáa ikki øði í nakran, eins og the- og kaffikannur við theposum við kvinnunøvnum ella smáir bundnir figurar heldur ikki gera nøkrum fortreð. Hvørki handverksliga ella hugsjónarliga vóru hesi verkini sannførandi. Okkurt verk var kanska stuttligari enn hini; klippmyndin hjá Bjørg Jacobsen við heitinum “Úss” var fitt, men har var nógv á Ólavsøkuframsýningini, sum var so vánaligt, at tað var ikki hyggjandi uppá í tjóðarlistasavni okkara. Í mun til evnið fláir vóru tað kanska tey verkini, sum vórðu gjørd burtur úr óvanligum tilfari, ið vóru mest áhugaverd, t.d. verkið hjá Jógvan Biskopstø, ið rættiliga ítøkiliga varð sett saman av eini torvrúgvu og haka á gólvinum og einari pappírsmynd við skuggakenda merkinum av brendum torvi. Av einari ella aðrari orsøk vórðu verkini hjá Ole Wich framsýnd hvør sítt stað, eg helt, at verkið Gullaldarmynd stóð eitt sindur trongt í durinum. Gullaldarmynd var sett saman sum ein ullaroyggj á hegnpelum. Hitt verkið hjá Ole Wich var sett saman av einum lortaleypi, steini og reipi og nevndist Støðan. Henda samfelagskritiska viðmerkingin stóð øðrvísi rúmliga miðskeiðis í framsýningarrúminum, men bæði verkini hingu væl saman eisini við evninum og vístu á ymsar tíðarfláir í føroysku samleikamyndini. Sum heild var ólavsøkan í ár ein heldur slættlig uppliving listarliga sæð, har sosial atlit og hugni verða tikin fram um listarlig atlit – hetta er ikki bara galdandi fyri Ólavsøkuframsýningina, eisini sangurin á Tinghúsvøllinum tykist snúgva seg um at fáa so nógv fólk við sum til ber í staðin fyri at fáa góðan kórsang burturúr. Kanska er tað áhugavert hjá framsýningarluttakarum at vera við, men Ólavsøkuframsýningin var ikki serliga spennandi hjá áskoðarum at síggja í ár. Tað er fínt at fylgja gomlum siði soleiðis, at áhugalistafólk sleppa inn um gáttina hesa einu ferðina um árið, spurningurin er tann sami í ár sum áður - um ikki vit kunnu loyva okkum at hækka hesa gáttina, so at hon er samsvarandi góðu gongdini og vaksandi dygdini innan føroyska list.

Elin J.Smith