FRONTAL - fernisering 18.juli 2015
/
Røða: Kinna Poulsen
Myndir: Mikkjal Andersson og Rigmor Dam.
Meðan eg havi gingið hesa vikuna og hongt upp og rokast við framsýningina her, hevur fitt av fólki hugt inn. Steinprent er blivin ein týdningarmikil føroyskur mentanarstovnur og eitt miljø fyri listafólk og listaáhugað. Tey vitjandi hava reagerað sera ymiskt uppá framsýningina, og sjálvandi generaliseri eg eitt sindur, tá eg sigi, at ferðafólkini eru tey, ið hava verið mest bilsin og kløkk av framsýningini, meðan føroyingarnir hava virkað meira forvitnir og áhugaðir. Men hetta kemst sjálvandi eisini av, at tey føroysku vitjandi í nógvum førum eru eitt slag av "homies", sum hava upplivað hópin av teimum tilsamans 53 framsýningunum, sum hava verið her í Steinprenti – henda framsýningin, Summarframsýningin FRONTAL er hin fýroghálvtrýssinstjúgunda her á staðnum.
Hvørki list ella listafatan eru stationer fyribrigdi, tíbetur og tað er ómetaliga spennandi at fylgja við í stóru menningini á økinum. Í hesi menning eru tað listafólkini, sum ganga á odda og vit skulu sum samfelag gera teirra umstøður optimalar so at tey kunnu halda áfram við at ganga fremst.
Men skuldi onkur tykkara verið so heppin á hesari framsýningini at undrast, at ivast, at hugsa “hvat ER hatta fyri nakað?” ella "er hetta list?" um okkurt av verkunum, so er tað jú ikki so galið, tí tað kann vera eitt tekin um heilaaktivitet, um menning og framgongd. Tað haldi eg í hvussu er. Eg havi heilt einfalt valt verk til hesa framsýningina, sum mær dámar og sum eg haldi hava eitt altjóða støði. Støðan er so mikið góð í føroyskari list, at eg fyri tað kundi valt fýra onnur listafólk, sum eisini eru á sama høga støði.
Tey, sum mynda hesa framsýningina eru Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Rannvá Kunoy og Hanni Bjartalíð. Bara Hansina er til staðar her í dag, hini eru langt av landi skotin, Tóroddur býr í Danmark, Hanni býr í Finnlandi, Rannvá býr í Onglandi og Hansina býr her í Havn. Listafólkini eru sera ymisk, men formelt kunnu vit siga, at verkini hjá listakvinnunum eru nonfigurativ, meðan menninir arbeiða á øðrvísi hátt við einum slagi av figuratión og við akkumulerandi myndevnum, súkklum, skøltum ella gløsum. Myndirnar hjá Rannvá Kunoy eru abstraktar við ríkum assosiatiónsmøguleikum. Summi halda hennara myndir vera eitt sindur torførar og afturlætnar, men í veruleikanum eru tær víðopnar fyri teimum assosiatiónum, sum móttakarin leggur niður í tær. Um tit halda, at tann eina myndin minnir um eina portrettmynd av onkrum slag, ja so er tað kanska meiningin hjá listakvinnuni. Tað er bara torført at halda myndevninum føstum, tað flytir seg undan fatanini. Onkur hevur nevnt myndirnar hjá Hansinu Iversen minimalar, kanska í týdninginum, at tað er lítið á løriftinum hjá henni, tað passar ikki heilt Sjónvarpsmaðurin, sum interviewaði meg helt, at myndirnar vóru heilt ómetaliga einfaldar, men í grundini er talan um sera kompleksar samansetingar av rundleittum skapum í alskyns litum. Í nýggjastu prentunum tykist myndarúmið at kalla stúvstappað av formatiónum, sum hótta við at spreingja seg út úr myndini, men sum allíkavæl javnviga og prógva hvussu framúrskarandi koloristur, Hansina Iversen er.
Eg havi lagt nakrar bøkur í glasmontruna við denti á altjóða tekstir á enskum, donskum og fronskum, men har eru eisini nakrar yrkingar hjá Tóroddi Poulsen, sum eg haldi undirbyggja og lýsa hugsunarháttin í hansara myndlist. Til dømis ein yrking sum “Hesar Frøknutu Nætur” – bara at finna uppá ein tílíkan setning... Hesar Frøknutu Nætur, har stóri alheimurin og myrka náttin verður umskapað til eina meira yvirskoðiliga frøknuta veru. Umframt trý grafisk høvuðsverk hevur Tóroddur Poulsen eisini 18 vatnlitamyndir við á framsýningini, sum eru dømi um tann einastandandi meldurin av hugskotum, sum hesin listamaðurin hevur, næstan óansæð hvørja listagrein talan er um. Í einari lítlari A4 tekning opinberar seg eitt heilt ríkidømi av hugskotum, sum var talan um eina stóra skaldsøgu, og hetta sama er galdandi fyri hinar akvarellurnar, ið eisini eru um at bresta av hugmyndum og hugsanum.
Sjálvt um myndirnar hjá Hanna Bjartalíð hava okkurt spontant og fittligt yvir sær, er talan um djúptøka list. Hanni Bjartalíð dugir so ómetaliga væl sjálvur at lýsa hvat tað er, sum hann ger listarliga. Eg tosaði við hann í telefon í gjár, eg spurdi um hvat fyri tøkni, hann hevur brúkt í myndunum og hann svaraði, at talan er um eitt slag av bygdum myndum. Og hyggja vit at myndunum, eru tær uppá fleiri mátar bygdar. Ítøkiliga eru byggilutir settar á løriftið, umframt avíspetti osfr. sum í einari kollasju. Men myndevnini sipa eisini til hansara trídimensionella verk. Har eru t.d. fleiri rúm í myndunum og ymisk opilsi, sum vit kunnu kaga inn í.
Við hesari framsýningini fagna listini og listafólkunum og tykkum listaáhugaðu. Vit hava nógv at gleðast um – í gjár læt Listafólkabústaðurin hjá Janusi Kamban upp, hetta kann t.d. gerast ein sannur fongur hjá teimum mongu fínu listafólkunum, sum búgva uttanlands, og harvið kann tað gerast ein fongur hjá okkum øllum, serliga um eitt legat verður stovnað í sambandi við húsið.
Ja, enn er nógv eftir at gera, men ikki í dag. Alt hevur sína stund og í dag er stund at feira. Vit feira summarið, listina, listafólkini og sjálvan listaáhugan, sum er grundleggjandi. Takk fyri hann og gott summar.