Symfoni nummar tvey hjá Sunleif frumframførd í kvøld
/
I kvøld klokkan sjey verður ein føroysk symfoni framførd og tað er ikki gerandiskostur, men hetta er symfoni nr 2 hjá Sunleif Rasmussen "The Earth Anew", ið verður frumframførd í nýggja konserthúsinum í Helsinki! Sunleif fekk sum kunnugt norðurlendsku tónleikavirðislønina fyri sína fyrstu symfoni, Oceanic Days, sum var liðug í 1995. Tjúgu ár seinni er Sunleif Rasmussen ein bæði royndur og kendur tónasmiður, sum hevur skrivað nógv ymisk verk. Hansara Symfoni nr 2 er liðug, 202 síður av nótum liggja á netinum til øll at lesa. Symfoniin er bygd á norrønu gudalæruna, soleiðis sum hon er lýst í Snorra-Eddu um Yggdrasil træið, sum røkkur heilt upp í himmalin og hevur tríggjar røtur, sum vaksa ymsan veg. Tann eina vaksur inn í Helheim, ein onnur vaksur inn í Jotunheim og hin triðja vaksur inn í Ásgarð.
Bíleggingar
Sunleif Rasmussen hevur úr at gera. Umframt symfoniina, sum Helsinki Philharmonic Orchestra bílegði í sambandi við 150 ára føðingardagin hjá Jean Sibelius, arbeiðir hann uppá fleiri aðrar uppgávur, eina obokonsert fyri Odense Symfoniorkestur í sambandi við 150 ára hátíðarhaldið fyri føðingardagin hjá Carl Nielsen. Frumframførslan verður 30.oktober í ár. Sunleif er somuleiðis í holtur við at skriva eitt verk til Norðurlendskir Tónleikadagar, sum verða í Keypmannahavn í september, Ursula Andkjær Olsen skrivar tekstin. Hann hevur eisini fingið eina bílegging frá danska kórinum Camerata í sambandi við teirra 50 ára føðingardag, sum eftir ætlan fer at framføra verkið í desember í ár.
Størsta verkið
Nýggja symfoniin er saman við fjórðu symfoniini hjá Jean Sibelius á skránni á sjálvari byrjanarkonsertini til heystskránna hjá Helsinki Philharmonic Orchestra. Tá nú nýggja symfoniin verður framførd í kvøld, er talan um størsta verkið hjá einum føroyingi, sum er framført uttanlands. Verkið varar ein tíma og verður framført við stórum orkestri undir leiðslu av John Storgårds, 80 manns mannskóri og við tveimum heimskendum sangsolistum, Bo Skovhus bariton og Cyndia Sieden koloratursopran. Góða eydnu øll somul - hevði ynskt, at eg var í Helsinki í kvøld.