Listamannahúsið á Dalatrøðni
/Frá dreymi til veruleika
Í mong ár hava listafólk droymt um ein listafólkabústað í Havn. Myndahøggarin, grafikarin og stjóri Listasavnsins, Janus Kamban, sáli, hevur gjørt henda dreym til veruleika og hósdagin í síðstu viku var høvi á fyrsta sinni hjá almenninginum at síggja Listamannahúsið á Dalatrøðni.
Tað er nevndin í Listafelagnum, sum stendur fyri húsinum og húsaumvælingini og sum bjóðaði til almenna samkomu í húsunum hjá Janusi Kamban. Síðstu ferð, eg var inni har, át eg døgverða saman við listamanninum, sum ikki er til meira. Eg var ongantíð gerandisgestur í hesum húsunum, men tær ferðirnar, eg vitjaði Janus Kamban hava týdning, tí hann hevði stóran týdning. Hann var livandi listasøga. So fyri meg var tað ein rørandi, men góð hátíðarløta at trína inn í Listamannahúsið á Dalatrøðni.
Røður
Nevndin fyri grunnin, sum altso er tann sama sum nevndin í Listafelagnum hevur brúkt peningin í búnum til at seta húsini í stand soleiðis, at tey nú eru klár at brúka hjá listafólki - hetta í tráð við tað sum Janus ynskti. Formaður Listafelagsins, Hilmar Høgenni legði fyri við at greiða frá hugskotinum hjá Janusi Kamban og at lesa eitt brot úr bókini hjá Gunnari Hoydal um Janus Kam. Síðani tók Julianna Klett, eksekutor fyri búgvið hjá Janusi Kamban og kassameistari í Listafelagnum yvir og greiddi frá ætlanunum fyri húsið, og at virksemið longu er farið í gongd; eitt listafólk flytur inn í næstum. Hon nevndi, at listafólkini ætlandi skulu bera útreiðslurnar av húsinum, sum eru mettar at vera 4.000 krónur um mánaðan. Tó at hetta fyri summi ikki er nøkur stór upphædd, má miðast eftir at fáa onkran annan enn listafólkini at bera kostnaðin. Hetta kundi verið uppløgd iløga hjá Tórshavnar Kommunu. Eisini hugsi eg, at ein legatskipan skal setast á stovn. Men hetta kann jú koma seinni, nú er húsið í hvussu er veruleiki og tað er í sær sjálvum framúr gott.
Listamaðurin Hans Pauli Olsen hevði eina sera áhugaverda røðu, har hann hugleiddi um sítt samband við Janus Kamban og tær mongu løturnar í ljósa atelierinum. Hann greiddi eisini frá listini hjá Janusi Kamban, t.d. standmyndum, sum standa inni í atelierinum, m.a. teirri kendu standmyndini, “Drongur tekur seyð” frá 1980. Arkitekturin var eisini til staðar, Palli Gregoriussen greiddi frá um sítt vinarlag og samstarv við Janus og hvussu hann hevði bygd húsini eftir ynskjum listamansins. Listamannahúsið á Dalatrøðni kann gerast okkum øllum ein stórur fongur, tí tað ríkar um møguleikarnar hjá listafólkunum og tað var tað, sum Janus Kamban ynskti. Hann kendi meir enn onnur til teir trupulleikar, sum listafólk kundu uppliva og skrivar soleiðis í sínum testamenti:
”Føroysk myndlist – og føroysk list yvirhøvur – hevur altíð haft áhuga mín: at sæð hana taka seg fram og mennast, og tað, hóast mangan ring líkindi, hevur verið ein fragd. Vantandi arbeiðsumstøður hjá teimum ungu listamonnunum eru vanlig fyribrigdi. Fyri at lætta um henda tørv er tað ynski mítt, at húsið á Klokkaragøtu 42, ið stendur eftir meg, verður latið listamonnum at arbeiða í. Ungum – og eldri – til í avmarkað tíðarskeið (t.d. 3 mánaðir ella upp til 1 ár) at gera eitt ávíst arbeiði. Somuleiðis standa útlendskum listamanni í boði, um tað kann geva føroyskum listamanni høvi at koma burtur (í býti), annað hvørt eftir avtalu við útlendskan mentanarstovn ella privat. Somuleiðis, um tað lá fyri annars, kundi ein rithøvundur fingið frið og náðir her yviri til eitt ávíst arbeiði”.