Det Ferösche Compagnie við nýggjum leiki: Operation Valentine
/Føroyski sjónleikarabólkurin Det Ferøsche Compagnie (DFC) fer í summar undir eina nýggja forkunnuga sjónleika-verkætlan í Sjónleikarahúsinum í Havn.
Krígsárini 1940-45 undir lupp.
Allur heimurin broyttist undir II. veraldarbardaga og okkara lítlu oyggjar í norðuratlantshavi sluppu heldur ikki óskalaðar. 13. apríl í ár vóru 75 ár liðin, síðani bretsku hermenninir stiðju fótin á land í Føroyum. Operation Valentine, sum bretska hersetingin kallaðist, setti mong, mong spor í føroysku tilvitskuna og samleikan, bæði mentanarliga, hugsjónarliga, tjóðskaparliga, kensluliga og eisini og ikki minst á kærleiks-víðvøllinum.
Ongantíð áður hevur hetta so týðandi tíðarskeið fingið leiklistarliga viðgerð – uttan sjálvsagt skemtiligu scenurnar í Havnarmyndum í 80’unum við Kára Petersen sum herovasta og munnu fleiri enn minnast replikkina ”Eggs for choclate”. Nú fer DFC at varpa ljós á Operation Valentine og kunnu vit longu byrja at gleða okkum. DFC hevur leitað sær heimildafólk, sum enn liva og sum hava greitt frá upplivingum sínum frá krígsárunum. Hesar samrøður og hetta drúgva kanningararbeiði hevur sett nógvar nýggjar spurningar fram um hetta so týðandi tíðarskeið í føroyskari søgu.
Nú er bólkurin farin inn í arbeiðsrúmið og sum altíð hjá DFC verður arbeitt við tilfarinum í einum kollektivum skapanar-anda, har hvør einstakur lutur, hvørt tað eru tónar, tekstur, ljós, ljóð, leikur, pallur fáa somu tyngd. Hesa ferð hevur DFC fingið íslendska leikstjóran Egill Pállson at seta leikin saman í eini vallaragongd, har áskoðarin fer eina ógloymandi ferð aftur í tíð inn í Sjónleikarahúsið í Havn, sum nettup hevði ein serstakliga týðandi leiklut í hesi herseting. Leikurin verður framførdur í Sjónleikarhúsinum í Havn í døgunum frá 21. august til 6.september 2015. Leikurin hevur 16 ára aldursmark.
Det Ferösche Compagnie eru Kjartan Hansen, Kristina Sørensen Ougaard, Jens L. Thomsen, Kirsten Helgadóttir og umframt Egill Pállsson er í hesu verkætlan ljóssniðgevin Sonja Lea úr Danmark við og Gunnvá Zachariasen, sum er samskipari.