List og mentan eru meira enn samfelagsins sjampanjusurkl
/Týski nazioddamaðurin Hermann Göring skal eina ferð hava sagt, at hoyrdi hann orðið mentan, so avtryggjaði hann sín revolvara. Í veruleikanum er talan tó um eina replikk úr einum sjónleiki hjá Hanns Johst frá 1933. Og tó, at orðið mentan neyvan fær nakran at gera byrsuna skotklára í dag, so kann júst hetta orðið framvegis geva mongum politikara hervilig herðindi fyrst av fjáltrutum, flákrandi eygum og stórorðaðum orðaskreytum, ið avdúka, at ítøkiliga vitanin um økið ikki er tann stóra. Hugburðurin mótvegis mentan er ómetaliga jaligur, samstundis sum virðingin ikki tykist vera tann heilt stóra. Eitt ofta endurgivið svar frá Winston Churchill kom uppá ein fyrispurning frá hansara krígsmálaráðharra, ið skeyt upp at spara pening innan mentanarøkið. Churchill skal hava sagt: “Hvørjum berjast vit tá fyri, um ikki fyri mentanini?”. Men mentan er eitt stórt og torgreitt hugtak, sum bæði verður brúkt um atburð og vanar hjá einstaklingum og samfelagsbólkum og um eitt serligt slag av mentanarligari menning. Mentan/list er um somu tíð eitt so mikið alfevnandi og smalt fyribrigdi, sum siður er at leggja til síðis í valstríðnum fyri síðani at taka tað fram aftur í sigursrøðum, tá mergjaðar yrkingar verða siteraðar og tá yndisligir tónar floyma yvir sigursfegnir áhoyrarar.
Hetta er skeivt. Mentan og list eiga at vera integreraðir partar av einari og hvørjari floksskrá og ikki bara sum eitt skjótt orðað uppískoyti á síðstu síðu. Mentanarráðharrasessurin eigur ikki at vera tann bíligasti av ráðharrasessunum, men tann dýrasti. Hugsið tykkum bara, hvat tað er, hesin sessur stendur fyri. Mentamálaráðharrin sleppur at umboða tað føroyska málið, søguna, hús og bygningar, byggilistina, myndlistina, filmslistina, tónleikin, bókmentirnar, sjónleikin, dansin, matin, umframt skúla, kirkju og ítrótt, men politikarin skal fyrst og fremst taka sær av mentanarpolitisku rammunum, ikki av innihaldinum. Ein mentamálaráðharri kann til eina og hvørja tíð savna seg um og leggja dent á ávís øki, men hann ella hon má ongantíð gloyma armslongdarregluna. Tað er so mangan staðfest hvussu stóran týdning mentan og list hava bæði fyri menningina av einstaka borgaranum og fyri menningina av samfelagnum sum heild. List og mentan eru ikki bert samfelagsins sjampanjusurkl, men sjálvur grundvøllurin hjá okkum øllum, sum vit mugu vera tilvitað um og sum vit mugu fara við á tilvitaðan hátt. Samstundis eru bæði mentan og list serstakliga óstøðug hugtøk, sum krevja, at vit alla tíðina meta um og endurmeta støðuna. At tað yvirhøvur ber til í dag at skúgva friðingarkrøv viðvíkjandi Skansanum til viks kemst kanska av, at vit ikki í nóg stóran mun hava gjørt vart við hetta serliga fornminni og stóra týdningin, sum tað hevur. Á sama hátt er eingin mentanarstovnur í samfelagnum friðaður, tí raðfestingin skiftir alla tíðina sambært nútíðini. Hetta er sum tað eigur at vera, men vit mugu vera tilvitað, so at tilvildin ikki gerst ráðandi innan føroyska mentanarøkið.