There can be only one - brot úr ummæli/ Uddrag af anmeldelse
/Fríggjadagin 15.mars læt framsýningin hjá Anker Mortensen Um tað andaliga í málninginum upp í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Framsýningin verður ummælt í Dimmalætting, her er brot úr ummælinum:
“..Sjálvt um verkini sum heild eru abstrakt, tykjast tey onkursvegna náttúruborin – litir og skap eru lívrunnin og tað er líka við, at tú hómar ein sjónarring nokk so ovarlaga summa staðni. Anker Mortensen hevur í nógv ár málað koloristiskt, og tykist nú nokk so avgjørt hava flutt seg frá teirri hugsaðu avantgardulistini yvir í eitt meira sansaligt úttrykk. Eg haldi eisini, at hann í størri mun enn áður er farin at finna íblásturin til tað andaliga í landslagnum. Meðan eg gangi runt í framsýningini, komi eg í øllum førum í tankar um ymisk náttúrutulkandi listafólk sum franska impressionistin, Claude Monet og okkara egna Tummas Arge, umframt Anker sjálvan, tí stílurin er ikki til at taka feil av og tú ivast onga løtu í hvør upphavsmaðurin til málningarnar er. There can be only one….”
“…Anker Mortensens udstilling Maleriets åndelighed i Nordatlantens Brygge i København bliver anmeldt i den kommende udgave af den færøske avis, Dimmalætting. Her er et uddrag af anmeldelsen: “ Selv om værkerne er abstrakte, så forekommer de også stærkt naturinspirerede - såvel farver som former er organiske og man tror næsten, at man kan ane en horisontlinje i enkelte malerier. Anker Mortensens billeder har i mange år tilnærmet sig det koloristiske udtryk og med de nyeste malerier synes han have flyttet sig helt fra den materialeundersøgende avantgarde over i et mere sanseligt udtrykt. Jeg tror også, at kunstneren i højere grad er begyndt at finde inspirationen til det åndeliget i landskabet. Midt i udstillingen kommer jeg selv i al fald i tanker om forskellige naturfortolkere fra fransk impressionismes Claude Monet til den færøske Tummas Arge udover Anker selv altså. Stilen er ikke til at tage fejl af og du er ikke et øjeblik i tvivl om hvem der er ophavsmanden til de skinnende blå billeder. There can be only one…”
Kinna Poulsen
Ragnar Kjartanson í Norðurlandahúsinum í summar
/Fotomyndina av Ragnari Kjartansson tók Matt Dunn, Washington City Paper
Í summar fer heimskendi íslendski listamaðurin, Ragnar Kjartansson at hava listaframsýning í Norðurlandahúsinum. Nógv meira um hetta einastandandi áhugaverda tiltak seinni, fyri fyrst er frálíki teksturin, sum Inger Smærup Sørensen hevur skrivað í sambandi við Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum her:
Nur wer die Sehnsucht kennt „Lied der Mignon“
Nur wer die Sehnsucht kennt
Weiss, was ich leide!
Allein und abgetrennt
Von aller Freude,
Seh’ ich an’s Firmament
Nach jener Seite.
Ach! der mich liebt und kennt
Ist in der Weite.
Es schwindelt mir, es brennt
Mein Eingeweide.
Nur wer die Sehnsucht kennt
Weiss, was ich leide!
Johann Wolfgang von Goethe
Nur wer die Sehnsucht kennt – einans tann, ið longsulin kennir. Hjá týska yrkjaranum, leikskaldinum, rithøvundanum, politikaranum og náttúruvísindamanninum Johann Wolfgang von Goethe (1749-1832) hevur longsulin nógv at siga. Longsul eftir kærleika, tí elskaða. Longsul eftir stóru kenslunum og longsul eftir innliti. Longsul eftir náttúruni og longsulin at gerast eitt við náttúruna. Longsul eftir samanhangi millum fortíð og nútíð. Longsul eftir samljóðinum, tí alfevnda, tí samfeldu heildini, eindini.
Longsulin er ein partur av romantisku heimsmyndini, tí slepst ikki undan. Tá ein ímyndar sær eina heild sum part av heimsmyndini, ein natúrligan samanhang, har ein ein andi seyrar gjøgnum alt, har ein frummáttur heldur øllum saman, har tað kropsliga og tað andaliga eru fult sambærilig, og har menniskja er eitt við náttúruna, tá gerst longsulin óumberligur. Tí menniskjan kann bara stremba eftir at vera eitt við náttúruna. Hon má ásanna, at hon er avbyrgd, at sambandið við fortíðina tvørrar, og hon má gera ta sannroynd, at syndring fylgir stóru samfeldu heildini. Men hon kann leingjast.
Sostatt er longsulin sambandið við alfevnandi samanhangin. Longsulin er eitt millumstøði. Tað er í longslinum, í umskiftinum, at tað romantiska menniskja kennir størstu fullgerðina. Í tí ófullgjørda liggur djúpasta sálarmegin. Í forelskilsinum, í ógjørliga kærleikanum. Í vónini um møti við stórfingna náttúru. Í kensluni av tí endaleysa og gudaborna. Tann einstaka kennir seg livandi í longslinum, og longsulin drívur listaverkið, og gjøgnum listaverkið fáa vit innlit í heildina.
Longsulin, og harvið listin, rúmar alt, og tað rúmar altíð heildina. Ein heild, sum hjá Goethe er fjølbroytt, fjøltýdd og mótsigandi.
Smá tveyhundrað ár eftir romantikkin virkar Ragnar Kjartansson (1976) í einum stórum broytiligum øki, har myndlist, filmur, tónleikur, sjónleikur og bókmentir finna saman í eini fjølbroyttari og fjøltýddari og mótsigandi heild av framførslulist, tekningum, málningum, videolist og installatiónslist.
Í hesum økinum hevur Ragnar Kjartansson skapt verk so sum “Nur wer die Sehnsucht kennt”, ið ber heiti á yrkingini hjá Goethe. Talan er um eitt fjallalandslag, harðir klettar og kavaklæddir tindar av málaðum fløtum, ið standa á gólvinum. Hetta er onnur síðan. Hinumegin eru ráðar, ómálaðar krossviðplátur. Men tær eru eins umráðandi. Her er eingin rætta ella ranga, men ein heild, hóast hon er óliðug. Ein heild, vit kunnu flyta okkum í, leingjast og leita í og finna tað, sum liggur ímillum. Á markinum millum eydnu og sorg. Løtan frá samljóði til syndring. Rørslan frá einum útmarki til annað. Spenningsøkið millum skemt og sorgarleik. Møtið millum tað gerandisliga, tugda, tanlaða og tað óveruliga, tað makaleysa, tað gudaborna.
“Nur wer die Sehnsucht kennt” er sostatt ikki einans eitt verk, sum er eitt bakstøði fyri gerðum, eitt høpi, har okkurt kann skiljast, eitt slag av tjaldi, har leikast kann, ein pallur, har einstaklingurin kann føra seg fram. Tað at lata sum um, pallseta, og spæla sjónleik er – eins og longsulin – merkt av skifti ella yvirgongu frá onkrum til okkurt annað. Kanska frá fortíð til nútíð og afturaftur. Kanska frá mentanini og nútímans samfelagnum og inn í náttúruna, sum tykist minni tengd at ítøkiliga veruleikanum og meira ávirkað av anda, hugflogi og vilskapi, og so afturaftur. Ella við fleiri yvirgongum frá álvara til skemt til sorgblídni og so afturaftur. Ella uppaftur fleiri umskiftum. Ein endaleys rørsla aftur og fram, runt og runt.
Tá Ragnar Kjartansson við sínum verki “Nur wer die Sehnsucht kennt” sendir lítlar heilsanir til romantikkin, vil tað ikki siga, at verkið er nær skylt við yrkingina hjá Goethe, ella at tað er ein viðmerking til romantikkin. Listamaðurin dregur fram tættir úr romantikkinum og spælir sær við teir. Hann spælir sær við, hvussu romantiski skaldskapurin hevði lyndi til at endurtaka, hevði ovurstóran áhuga fyri plássi menniskjans í náttúruni og dyrkaði náttúruupplivingar, hevði stóran tokka til millumstykki, har okkurt broytist frá eini støðu til aðra, legði áherðslu á einstaklingahugsan og tað uppgjørda, og hann spælir sær eisini við romantisku kensluna, stundum ovurhugað, stundum háfloygd, stundum sansalig ella innilig, brádliga skiftandi frá einum til annað.
Men Goethe og romantikkurin eru bara møguleikar úr eini ørgrynnu av møguleikum, og tað samband, verkið hevur við hesar møguleikarnar, er ikki beinleiðis og kann ikki lýsast sum ein ávísing, tilvísing ella viðmerking. Sambandið millum verkið og hesar møguleikar er bæði meira óbeinleiðis og meira livandi, tað er í støðugari rørslu, og kann kanska betur lýsast við forskoytinum ‘endur’, og ikki bara einum ‘endur’, men við nógvum. So sum enduruppliving, endurminning, endurmynd, endurljóð, endurskoðan, endurfinning, endurveking, endurgjald, endurkast og endurtøka.
Í hesum undursama samanspælið verður ikki bara fortíðin tikin uppí, men eisini nútíðin, og ikki einans romantikkurin, men eisini poppmentan. Í verkinum “A lot of Sorrow”, sum Ragnar Kjartansson hevur skapt saman við amerikanska indie rock bólkinum The National, eru bæði nútíðin og poppmentanin sanniliga set inn í eina óendaliga rørslu av endurtøkum.
“A lot of Sorrow” er eitt videoverk, ella videoframførsla, við eini meira enn seks tímar langari konsert, har ein bólkur spælir ein sang “A lot of Sorrow”. Út í eitt. Umaftur og umaftur. Í tekstinum, ið skjótt festir seg í høvdið, fylgja vit sorgini við sínum mótsetningum. Sorgin er onkursvegna tengd at njóting, ein søt neyð. Sorgin er upphavsstøði til alt og má haldast føst, so hon ikki hvørvur. Í sorgini ber til at fjakka frítt millum sinnisstøður og millum tíðir og støð. Sorgin gerst ein erheimur, ein afturlatin ringur, endurtikin uttan íhald. Eitt loop.
Og endurtøkan er eisini heilt ítøkilig. Sangurin verður spældur upp í saman í fleiri tímar, bólkurin heldur á at spæla og sangarin heldur á at syngja, og endurtøkan gerst so bókstavlig, at hon verður útlúgvandi, og í møðini liggur kanska ein møguleiki ella vón um at røkka okkurt annað, at hevja seg á eitt hægri støði og fáa samband við tað gudaborna. Tað, sum liggur yvir og uttanfyri alt tað materiella, og tað, sum hevur ein endaleysan, yvirjarðligan stórleika. Tað gudaborna røkka vit gjøgnum langliga einsljóðið, sum hóast alt verður avbrotið av tí menniskjaliga, lítil brot í broytingarloysinum, elalítil brigdi, sum koma í, tá ið menniskju eru uppi í leikinum. Serliga tá ið menniskju útinna styrkiroyndir av hesum slag. Treystið, vit síggja, er eitt satt roysni. Tí alt meðan tað gudaborna verður dyrkað, síggja vit eisini ein annan leik. Vit síggja, nær møðin kemur, nær kenslurnar taka valdið á tí einstaka, nær orkan vendir aftur og síðan fjarðar av nýggjum. Báðar síður eru til í sjónligari, kraftamiklari samtilveru. Tað gudaborna, tað øtiliga, tað ógreinandi, tað sum spreingir mørk, og samstundis tann meira jarðbundni og menniskjaligi sorgarskemtileikurin. Ongantíð hvørki-ella, altíð bæði-og. Ragnar Kjartansson fær alt at liva lið um lið, í stríð ella í samljóði, altíð saman. Tað er einastandandi. Einastandandi frálíkt.
A lot of sorrow
Sorrow found me when I was young,
Sorrow waited, sorrow won.
Sorrow that put me on the pills,
It's in my honey it's in my milk.
It's only about half a heart alone
On the water,
Cover me in rag and bones, sympathy.
'Cause I don't wanna get over you.
I don't wanna get over you.
Sorrows my body on the waves
Sorrows a girl inside my cage
I live in a city sorrow built
It's in my honey, it's in my milk.
It's only my half of heart alone,
On the water,
Cover me in rag and bones, sympathy. '
Cause I don't wanna get over you.
I don't wanna get over you.
It's only my half of heart alone,
On the water,
Cover me in rag and bones, sympathy.
'Cause I don't wanna get over you.
I don't wanna get over you.
Aaron B. Dessner / Matthew D. Berninger
Norðurlandahúsið í Føroyum sýnir verkini “Nur wer die Sehnsucht kennt” og “A lot of Sorrow” á framsýningini ’Ragnar Kjartansson – Nøkur verk’ frá 15. juni til 18. august 2019. Umframt hesar verða 15 tekningar frá røðini “Omnipresent Salty Death” og videoverkið “Satan is Real” sýndar fram. Hjartaliga takk til listamannin og lið hansara.
Inger Smærup Sørensen
Floating - Mie Mørkeberg i Steinprent
/I Steinprent hænger der i øjeblikket fire litografier, der alle forestiller tilsyneladende henførte kvinder, der er placeret ved vand eller direkte i det våde element. Litografiernes skaber, den danske billedkunstner, Mie Mørkeberg har allerede forladt Steinprent, Færøernes Grafiske Værksted, hvor hun har haft et yderst koncentreret arbejdsophold på fem dage efter aftale med Glostrup Kunstforening. Det er Mie Mørkebergs første arbejdsophold på værkstedet ved den gamle bådehavn i Færøernes hovedstad.
De fire tryk udgår motivisk fra nyere malerier, men i og med, at teknikken er så anderledes som den er, er der naturligvis stor forskel mellem malerier og tryk. For sidstnævntes vedkommende er de præget af et fascinerende modsætningsforhold imellem meget og intet, hvor det meste af billedfladen præges af mange lag farve, imens papiret andre steder står nærmest rent. Dette er eksempelvis gældende for billedet, der ses øverst her af en kvinde, der bøjer sig ned på hug, imens hun strækker sine hænder og sænker sit ansigt ned i vandet og hvor hendes lår, bagdel, nakke og overarme blot defineres af en lyseblå stregtegning, der bliver orange, da den kommer ned under vandoverfladen. Det er helt tydeligt, at Mie Mørkeberg har en god fornemmelse for hvad litografiet kan og at hun tilsyneladende kender teknikkens muligheder. Hun får det maksimale ud af de mange lag farve, der giver billedfladen et intenst, næsten taktilt præg, som var der tale om et billedtæppe eller en velourflade. Op imod denne næsten luxuriøse farveflade, er det som om, at de førnævnte dele af billedfladen, der står uden farve, danner en negativ form, som forekommer næsten abstrakt. I et andet tryk ligger en kvinde i vand som en flydende Ophelia således, at kun hendes ansigt er synligt. Også her oplver vi en modsætning mellem frodighed og tomhed; her er det ansigtsformen, der dannes af et farvemæssigt tomrum. Herudover bugner billedet af farver, af skønhed og frodighed med blomster, åkander og planter, der omkranser ansigtet som de skønneste ornamenter, der gror op af den mørke understrøm - det er drømmeagtigt som i sangen Floating into the night af Julee Cruise, Angelo Badalimenti og David Lynch, der blev brugt til Twin Peaks - nyromantisk er det, sødt og beskidt, befriende og klaustrofobisk.
Mie Mørkeberg er taget hjem til Danmark igen, men mon ikke hun kunne finde på at vende tilbage til Færøerne og Steinprent en anden gang? Det håber jeg!
Kinna Poulsen
DR Gentukórið við Tóroddi Poulsen á skrá
/https://www.dr.dk/radio/p2/p2-koncerten/p2-koncerten-dr-pigekorets-forar-2#!00:00:00
Á Várkonsertini hjá kenda danska kórinum DR Pigekor verða tekstir hjá Tòroddi Poulsen á skránni, sum kórleiðarin, Philip Faber hevur tónsett og útsett fyri kór. Skráin er løgd við íblástri av várinum og tess mótsetningum har tað kenda møtir tí nýggja, sum tekur teg á bóli. Í skránni stendur:
På samme måde indeholder den herboende færøske digter Tóroddur Poulsens Øjenhuler både vinterens blåkolde melankoli og forårets varmt ironiske humor i et skævt smil til kirkens fortællinger og mytologi. En skæven til historien, som også den unge, amerikanske Caroline Shaw tager op i værket Partita, der vandt Pulitzerprisen i musik 2013. Shaw lader to af den klassiske dansesuites satser møde et råt og energisk nutidigt udtryk, der låner sangteknikker fra ikke-vestlige kulturer indkapslet i en yderst vestlig form, der bliver til en legende, moderne og grænseoverskridende hilsen til de gamle mestre, som går på tværs af tid og kultur. Og endelig er der det kontrastfulde kærlighedsmøde hos den amerikanske David Langs Just, hvor de to elskende fra Højsangen møder hinanden i en systematisk tekstlig udvælgelse af det, der er dit, det, der er mit og det overraskende lidt, der er vores. Langs læsning og tonesætning skaber et strengt vævet net, som vi oplever Højsangen igennem, og bringer lytteren ind i en repetetiv musikalsk verden, hvor selv små forskelle bliver til store begivenheder. Alt dette imens nattemørket er ved at være forbi, de blå anemoner bebuder lysere tider og foråret er på vej sammen med de danske sange, der varsler årstidernes skiften og overgangen fra mørke til lys.
Konsertirnar verða í Holmens Kirke, København 10. mars 2019 kl. 19.30 og 12. mars 2019 kl. 19.30. Konsertirnar eru útseldar, men tað ber til at hoyra tónleikin á P2 hjá DR í annaðkvøld, 12.mars kl 19.20, tá konsertin verður útvarpað.
Yrkingar hjá Tóroddi Poulsen eru brúktir í sanghøpi áður, m.a. við tónleiki eftir Trónd Bogason. Philip Faber hevur tónsett sjey yrkingar í savninum Eygnaholur/Øjenhuler, sum danska forlagið Edition After Hand gav út í 2010. Tann eina er hin framúrskarandi yrkingin við byrjanarregluni Tá myrkrið køvir, sum Íslendska tónaskaldið Hugi Guðmundsson eisini hevur tónsett til útgávuna Innlit hjá kórinum Mpiri:
https://youtu.be/y51gE9jJHHc
Týtt hevur Randi Ward
Loftbrúgvin longd trý ár
/Undir frálíku málningunum hjá Hanna Bjartalíð skrivaðu Norðurlandahúsið, Atlantic Airways, Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið undir nýggjan trý ára sáttmála fyri Loftbrúnna til listafólk.
Loftbrúgvin til listafólk er ferðastuðulsskipan, ið hevur til endamáls at breiða út kunnleika um føroyska list uttanlands við at stuðla føroyskum listafólkum við loftvegis flutningi úr Føroyum í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri landoddarnar.
“Loftbrúgvin er við til at vekja ans fyri Føroyum úti í heimi og skapar eitt ótrúliga stórt virði fyri Føroyar. Samstundis er hon við til at skapa gróðrarbotn fyri einum fjølbroyttum listarligum umhvørvi í Føroyum, har til ber hjá listafólki at búgva her heima og samstundis hava lætta atgongd til altjóða marknaðin. Tí var ongin ivi hjá nøkrum okkara um, at Loftbrúgvin skal halda fram fyri áhaldandi at vera við til at varpa ljós á okkara ríka listaliga umhvørvi og mentan. Vit fegnast, at vit við Loftbrúnni kunnu stuðla tí megnararbeiði, ið føroysk listafólk standa fyri,” siga samstarvspartarnir í sambandi við, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður.
Talan er um eitt samstarv millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið, sum byrjaði í 2015. Síðani 2015 hevur Loftbrúgvin stuðlað føroyskum listafólkum við fleiri enn 1.000 ferðaseðlum á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Tað vóru Gunn Hernes, stjóri, Norðurlandahúsið, Jóhanna á Bergi, stjóri, Atlantic Airways, Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, sum í dag skrivaðu undir nýggja trý ára sáttmálan.
Søkt verður um ferðastuðul á www.loftbrugv.fo, umsóknir verða viðgjørdar hvønn mánað.
Viðtøkur
Viðtøkur fyri Loftbrúgv til listafólk
Yvirskipaða málið hjá Loftbrúgv til listafólk er at breiða út kunnleika í útlondum um føroyska mentan við at stuðla dansarum, filmsfólkum, myndlistafólkum, rithøvundum, sjónleikarum, tónleikarum og øðrum við loftvegis flutningi úr Føroyum til útlond og aftur í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri Føroyar.
Við í samstarvinum um Loftbrúgv til listafólk eru Norðurlandahúsið í Føroyum, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommuna og Mentamálaráðið. Dentur verður lagdur á, at øll listafólk í landinum kunnu søkja. Talan er um eina royndarskipan, og til annað er avtalað, er skipanin bert galdandi fyri árið 2015.
Grein 1.
Grundleggjandi treytir og staðfesting
Treytirnar fyri at fáa stuðul frá Loftbrúgv til listafólk er, at umsøkjarin skal lúka hesi krøv:
1. Framføra/sýna fram uppruna føroyskt og/ella egið tilfar.
2. Kunna vísa fram skjalprógv, sum váttar luttøku í verkætlan ella tiltaki uttanlands, sum kann styrkja ímyndina av Føroyum sum eitt livandi, eyðkent og spennandi mentanarstað.
Umsøkjarin skal senda inn skjalprógv, sum endaliga váttar ætlaðar konsertir, sýningar, framsýningar ella onnur miðla- og/ella PR-viðkomandi tiltøk uttanlands.
Grein 2.
Stuðulsmóttakarar og stuðulsveitingar
1. Sum heild stuðlar Loftbrúgv til listafólk hvørjum umsøkjara við í mesta lagi tveimum verkætlanum um árið.
2. Stuðulin er avmarkaður til listafólk og í mesta lagi eitt hjálparfólk til tiltakið.
· Í útgangsstøðinum verður játtað til hvørja verkætlan í mesta lagi 8 ferðaseðlar aftur og fram við skatti/avgjøldum.
Grein 3.
Avmarkingar
1. Loftbrúgv til listafólk veitir ikki stuðul til ferðir til fundir, luttøku á ráðstevnum, upptøkur og ferðir, sum ikki umfata framførslu av livandi tónleiki, bókmentum, sjónleiki, filmi, framsýning av føroyskari list o.a.m.
1. Loftbrúgv til listafólk stuðlar við ferðaseðlum til flúgving á rutunetinum hjá Atlantic Airways, og ferðin skal byrja í Føroyum.
Ferðaseðlarnir skulu bíleggjast, so skjótt sum umsøkjarin hevur fingið sína umsókn játtaða. Ein játtan merkir eisini loyvi til at hava við sær 20 kg í yvirvekt fyri hvønn persón – ella í mesta lagi 250 kg til eina verkætlan (tá talan er um verkætlan, skal yvirvekt yvir 20 kg fyri hvønn ferðandi bókast og góðtakast frammanundan av Atlantic Airways við sambandi til Tænastudepilin á tel. 341010).
· Ferðaseðlarnir verða bílagdir og goldnir fyri vanligan prís, og sum útgangsstøði verða TÍÐLIGA ferðaseðlar nýttir. Bæði ferðaseðil og skattur/avgjøld verða goldin.
Umsøkjarin rindar sjálvur kostnaðin fyri møguliga uppstigan og/ella broytingar av flogferðaseðlunum. Um ein góðkend og bókað ferð verður avlýst, falla møgulig endurgjøld til Loftbrúgv til listafólk.
1. Loftbrúgv til listafólk tilskilar sær rætt til ikki at viðgera nýggjar umsóknir frá umsøkjarum, sum ikki hava hildið treytirnar í sáttmálanum fyri umsóknir, sum fyrr eru játtaðar.
Grein 4.
Umsóknir og tíðarfreistir
1. Umsóknir skulu vera móttiknar innan tann fyrsta í hvørjum mánaði, og fráferðin, sum biðið verður um, skal ikki vera fyrr enn í minsta lagi 5 vikur eftir henda dag. Umsóknin skal hava eina stutta og greiða lýsing av verkætlanini, upplýsingar um ferðadagar, sum ynski er um, og eisini aðrar ferðadagar, sum veljast kann ímillum, ferðamál, og eisini neyvu uppgávuna hjá teimum einstøku luttakarunum á ferðini/verkætlanini, um talan er um fleiri luttakarar. Umsóknir verða bert viðgjørdar, um formliga umsóknarblaðið hjá Loftbrúgv til listafólk er nýtt (sí www.loftbrugv.fo).
2. Loftbrúgv til listafólk hevur heimild at geva ætlanarskriv um stuðul, uttan at skrivlig váttan um eitt tiltak er tøk, men stuðulin kann ikki verða veittur, fyrr enn øll skjalprógv eru til skjals.
Grein 5.
Skipan og samband
1. Stuðulsnevndin hjá Loftbrúgv til listafólk hittist hvønn mánað – í seinasta lagi fimm dagar eftir at umsóknarfreistin er úti. Umsøkjararnir fáa svar í seinasta lagi 3 arbeiðsdagar seinni. Teir umsøkjarar, sum fáa tillutaðan stuðul, skulu undirskriva ein sáttmála.
2. Tá sáttmálin verður undirskrivaður:
1. – bindur umsøkjarin seg til at gera eina frágreiðing um verkætlanina, sum skal vera móttikin í seinasta lagi ein mánað aftan á heimkomuna. Verða treytirnar fyri stuðlinum ikki hildnar, kann stuðulin verða kravdur aftur, og sum útgangsstøði ber ikki til at veita umsøkjarum stuðul, sum áður ikki hava hildið allar treytirnar í sáttmálanum
2. – góðtekur umsøkjarin, at Loftbrúgv til listafólk hevur fullan rætt til at kunna um stuðulin til viðkomandi tiltak/verkætlan.
Grein 6.
Onnur viðurskifti
1. Partarnir í Loftbrúgv til listafólk seta sjálvir sína stuðulsnevnd.
2. Um týðandi orsøkir eru til tess, kann Loftbrúgv til listafólk í einstøkum førum víkja frá omanfyri nevndu leiðreglum.
1-0 til hangiboppurnar
/Mítt 8.mars-listaviðmæli má vera framsýningin hjá Silju Strøm í Listasavninum, Listaleikir. Tað geri eg fyrst og fremst tí talan er um eina góða framsýning, sum kann síggjast fleiri ferðir, men tað geri eg eisini tí Silja í sínum figurativa málaríi sleppur óperfekta kvinnukroppinum framat og tað er altso uppá tíðina!
Listaleikir er ein serstakliga væl eydnað framsýning, bæði tá hugsað verður um tær einstøku myndirnar í henni og um heildina - tað er hugtakandi at síggja hvussu staklutirnir og heildin hanga saman í eini bylgjandi meginrørslu. Sum eg greiddi frá í mínari upplatingarrøðu, so tykist listin hjá Silju Strøm relationel soleiðis at skilja, at listakvinnan granskar viðurskiftini millum figurativt og abstrakt, millum tekning og málarí, spontant og stýrt, intimt og ópersónligt, millum ílatið og úrlatið, hátíðarligt og banalt, millum einstakling og samfelag. Henda listin sýnist ovurhonds estetisk og fínlig, men er samstundis sosial og demokratisk av lyndi; verkini innihalda bæði sosialmentanarligar og feministiskar hugsanir. http://www.listaportal.com/tidindi/2019/1/26/silja-strm-listaleikir-upplating?rq=Silja
Í føroyskari list hevur ideali vakurleikin havt ein sera stóran leiklut. Hetta er bæði galdandi fyri abstraktar og figurativar myndir. Og kropparnir í okkara list eru somuleiðis vakrir. Sagt eitt sindur beint fram, so eru ikki nógv verk við hangiboppum í føroyskari list. Tað er løgið um vit hugsa um tær mongu kvinnulýsingarnar í føroyskum málaríi og standmyndum. Men um vit sprota orðið, so finnast ikki hangiboppur í Føroyum og heldur ikki heingiboppur (tað valdast um tær hanga ella verða hongdar upp). Sama er galdandi, tá eg googlaði orðið og vitaði á Kvinnu.fo. Mann kann heldur ikki siga, at hangiboppurnar fylkjast í Hollywood. Men hvussu er og ikki, so kenna flest allar konur til fyribrigdið, tí boppur hava lyndi til at hanga meira og minni. Tyngdarlógin og so tað, at boppur ikki kunnu trenast og tuktast, hevur við sær, at vit ganga runt við øllum møguligum stuttligum boppum, sum líkjast ovurstappaðum indrum, hosum við eini fimmkrónu í, fullum ella hálvtómum posum, sum stundum eru til fortreð, so at vit hava hug til at tveita tær aftur um bak og gloyma alt um tær, og sum í hvussu so er ikki minna um tær nydeligu boppurnar, sum síggjast á standmyndum og í málningum. Eru kvinnur í einum ávísum aldri, eru tær vanliga væl og virðiliga ílætnar t.d. mammurnar í okkara minnisvarðum, meðan tær ungu naknu og navnleysu kvinnurnar í standmyndum og málningum allar hava sovorðnar boppur, sum peika fram ella uppeftir.
Í myndaverðini hjá Silju Strøm hevur kroppsligi bygnaðurin hjá kvinnunum altíð verið fjølbroyttur. Hon teknar og málar tjúkkar konur við ryggdellum, klænar konur við spískum knøum og bæði ungar og eldri konur við boppum, sum uppføra seg sum boppur flest.
Tað er frígerandi og gott.
Kinna Poulsen
Facebook er ein kollektiv lúgvimaskina, har tað t.d. ber til at halda uppá, at vit verða penari við aldrinum #10yearschallenge - tað passar ikki - tað einasta, sum verður penari við aldrinum eru boppurnar!
Anker Mortensen á Norðurbryggjuni
/Fríggjadagin 15.mars klokkan 16-18 letur Anker Mortensen upp serframsýning í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Framsýningin hevur sama heiti sum framsýningin í Listasavninum og snýr seg um tað andaliga í málninginum/Maleriets åndelighed – men er heldur øðrvísi, tí sambært listamanninum verður talan um eina blandaða framsýning, ið umframt oljumálningar telur verk á pappír og træ. Anker Mortensen sýnir somuleiðis fram saman við listafólkabólkinum, Koloristerne í Den Frie fram til 31.mars. Koloristerne er ein av elstu listafólkasamtøkunum í Danmark. Umframt Anker framsýna aðrir limir í samtakinum: Søren Ankarfeldt, Martin Berge, Eli Benveniste, Jørgen Teik Hansen, Nanna Hertoft, Ingvald Holmefjord, Leif Lage, Lisbeth Nielsen, Niels Reumert, Kurt Tegtmeier, Helle Thorborg, Inge Lise Westman og Carsten Ulrich von Würden. Gestaframsýnarar eru: Claus Hugo Nielsen, Tove Storch, Silas Inoue, Harmut Stockter, Kathrine Ærtebjerg, Ida Kvetny, Asger Harbou Gjerdevik, Anne Sofie Meldgaard, Maria Wæhrens, Nalini Printz og Christina Capetillo. Meira verður skrivað um hesar framsýningarnar seinni.
Autentisk og vøkur sjúkrasøga
/IKKI FYRR ENN TÁ
Har er ikki nógv poetiskt við heilakrabba. Kanska er heilakrabbi tað minst poetiska, eg kann koma í tankar um. Hvussu skal tað so ganga, tá ein yrkjari fer at skriva eina skaldsøgu um ein mann, hvørs kona verður rakt av hesi ótespiligu sjúkuni? Einum heilasvulli, ið vaksur og breiðir sítt myrkur yvir húskið í skaldsøguni. - Yrkingarnar hjá Oddfríði Marna Rasmussen vóru mangan rættiliga abstraktar og eksperimenterandi, men hann er seinnu árini í størri mun farin at skriva um tilveruna í sjálvum sær og serliga um hvussu hon tekur seg út upp ímóti skugganum av deyðanum. Hesin skuggi liggur kleimin út yvir alla skaldsøguna, sum hevur sløðst her í stovuni nakrar dagar. Perman við tí vemmiliga svarta og myrkareyða vøkstrinum við greinum, ið breiða seg í allar ættir, sær so óhugnalig út, at eg í sosialrealistiskari hospitalsræðslu havi skákað mær undan hvørja ferð eg havi borið eyga við hana, men tá eg í morgun ætlaði mær at kaga í bókina, ja so endaði eg við at lesa alla. Tí soleiðis er hetta ein frálíka løtt og góð bók at lesa, serliga er fyrri parturin, ið er skrivaður í tátíð og sum snýr seg um Elsu frá, at byrjanarsymptomini uppá heilakrabba fara at gera um seg og til hon doyr og verður jarðað, væl skrivaður. Hesin fyrri parturin fyllur eitt sindur meira enn tveir triðingar av skaldsøguni, meðan síðsti partur snýr seg um lívið hjá Janusi eftir at konan er deyð.
Janus sær bæði aftur og fram. Frásagnarhátturin er kollasjukendur við hugsanum, minnum og upplivingum, sum umskarast og sum sera neyvt og realistiskt endurgeva skelkin og fatanina av sjúkuni, samstundis sum tíðin gongur og sjúkan so líðandi køvir vit og skil. Tað ljóðar óluksáliga deprimerandi at skula lesa eina bók um ein sjúkan persón, sum spakuliga versnar og fánar burtur, samstundis sum sjúkan etur seg inn á hennara persónsmensku. Men bókin er í grundini eisini uppbyggilig í síni menniskjansligheit í lýsingunum av tilverunnar universalu treytum og mørkum og ikki minst í sínum lýsingum av teirri ófatiligu styrkini, sum vit menniskju hava, tá harðast leikar á. Vakrastu partarnir í bókini eru smáir kærleiksfylltir glottar, har sjúkan sleppur kvørkratakinum og vit í stillum løtum síggja menniskjuni eyðmjúk staðfesta t.d: “Tað var gott at sita við síðuna av sjúkrahúsinum og ikki noyðast at fara inn.” Øll, sum hava upplivað álvarsliga sjúku á egnum kroppi ella hjá teimum nærmastu kenna hesa kensluna av fullkomnum sundirknúsilsi og harav fylgjandi totalari eyðmýkt.
Persónarnir eru ómetaliga væl lýstir, serliga teir báðir høvuðspersónarnir og alt tað, tey bæði gera fyri hvønn annan til tess at halda sjúkuna út, t.d. murrar og syngur maðurin fyri at ugga konuna og lýsingin av hesum og av mátanum, hann nýtir tónleik at sissa konuna við tykist ómetaliga veruleikakend og rørandi. Tað er sjálvsagt fyri tað mesta tann fríski maðurin, sum hjálpir sjúku konuni, men hon er í sínum ljósu løtum eisini før fyri at hugsa fram í tíðina, tá hon einaferð biðjur hann ikki brotna. Maðurin er ógvuliga skroypiligur, men púra stálsettur meðan sjúkan ræður - tað er ikki fyrr enn aftaná, at hann í roynd og veru brotnar.
Síðsti triðingurin av bókini er skrivaður í nútíð og gongur í stóran mun fyri seg í fyllskapi og samanbroti. Stílurin broytist eitt sindur og verður næstan surrealistiskur, tá Rósa við drekatatoveringini flytur inn til Janus uttan at hann ordiliga er varugur við hvat hendir. Rósa er gátufør og lesarin ivast í fyrstani í um hon er til ella um hon er ein dreymasjón, sum Janus hevur gjørt sær við bókmentaligum og alkoholiskum íblástri. Hon minnir bæði um Lisbeth Salander í kendu krimirøðini hjá Stieg Larsson og um gátuføru kvinnuna í Ned til hundene hjá Hele Helle, sum flytur inn til nøkur fólk, sum hon ikki kennur. Men lesarin fær síðani alt at vita um Rósu í politirapportini á síðu 256 og tað er í grundini spell haldi eg.
Skaldsøgan endar sama stað sum hon byrjar; í songini við endurtøkuni: “Skriva á tað hvíta, leita í tí døkka”, sum Elsa sigur í byrjanini. Umframt at snúgva seg um sjúku, snýr skaldsøgan seg eisini um at skriva og um royndina at fasthalda minnini um ein persón gjøgnum skrivingina og tær slóðir vit lata eftir okkum í luktinum, sum situr eftir í klæðunum, í rivum og skøvum á tingunum og í fótafarinum av okkara kroppi í seingjarklæðunum, meðan lívið spakuliga tekur við og fer avstað við okkum aftur. Vist er bókin syrgilig, men eins og sirmið í henni er gult av sól, glógvar hon av menniskjansligum innliti og tokka. IKKI FYRR ENN TÁ er ein autentisk og vøkur sjúkrasøga um deyða og miss, men hon er eisini søgan um hann, sum yvirlivir og skrivar søguna.
Kinna Poulsen
Til lukku Tróndur
/Í dag 1.mars fyllir Tróndur Patursson 75 ár. Inger Smærup Sørensen hevur skrivað vakran tekst og føðingardagsheilsan til listamannin. Hon hevur eisini tikið ta flottu myndina av listamanninum, sum lyftir ein av sínum glasfuglum upp móti ljósinum.
Fyrr í tíðini, eg veit ikki nær – tað veit Tróndur. Fyrr í tíðini vórðu sjómenn, ið doyðu umborð sveipaðir í einum av seglunum og síðani tveittir fyri borð. Hildið varð, at teir risu upp aftur sum súlukongar. Tessvegna vórðu súlukongar ongantíð fyribeindir. Tróndur hevur heldur ikki nakrantíð kipt ein súlukong, sjálvt um hann hevur fangað fleiri á drúgvum sjóferðum, tá manningin var gorhungrað.
Mytan um súlukongin hevur týdning, eins og tað hevur týdning hvussu kinverjar ríva litpigmentir. Gamlar veðurvaringar hava týdning, evnisfrøðiliga samansetingin á steininum hevur týdning, anatomigranskingin hjá Leonardo og náttúruhugmyndir Platons hava týdning, á sama hátt sum tað hevur týdning hvørjum djóri hárini á penslinum koma frá og hvussu ein LED pera virkar. Men tað hevur ongan týdning.
Tí samstundis er tað bert formurin, sum hevur týdning. Formsins megi og veikleiki, hansara tyngd og lættleiki. Í listini hjá Tróndi Patursson savnast ein djúp vitan um heimin, um upprunan hjá øllum tilfeingi, um filosofisøguna og listasøguna. Um alt millum himmal og jørð. Í hvørjum einasta verki er einastandandi vitanin hjá listamanninum til staðar og týdningarmikil samstundis um hon er týdningarleys.
Hon ger mun, tí hon er neyðug hjá honum fyri yvirhøvur at kunna skapa. Neyðugt er at fata glasið, málingina, pensilin, og tað er neyðugt at fata listina, náttúruna, alheimin. Hon er týdningarleys, tí tað at skapa fyri hann er kroppsins verk, ein djúp, instinktiv fatan av forminum. Hon er týdningarleys, tí hon fyri hann ikki er áhugaverd at illustrera ella vísa til.
Sum ávirkað av Hegelskum skilvísi verður tað týdningarmikla og tað týdningarleysa sameind í listini hjá Tróndi Patursson. Tað týdningarmikla er treytað av tí týdningarleysa, og tað týdningarleysa er treytað av tí týdningarmikla, tey eru treytað av hvørjum øðrum. Sostatt er einki uttan týdning, einki týdningarleyst í listini. Hvørki vitanin, vit hava ella tað, sum vit ikki vita, tað sum liggur uttan fyri okkara fatanarramma, tað Tróndur kallar tað kosmika ella tað ósjónliga, sum bæði er týdningarmikið og týdningarleyst í hansara list og tessvegna týdningarmikið.
Tað er týdningarmikið og týdningarleyst og tessvegna týdningarmikið at kenna til sjómansmytuna um súlukongin, og óteljandi aðrar sagnir um súlukongin, at kenna teir nógvu týdningar, hansara navn hevur, flúgvimynstrini og beinbygnaðin fyri at kunna skapa ein súlukong í glasi, sum ikki er ein súlukongur, men ein formur, sum hevur eina serliga megi og eina serliga skroypiligheit, eina serliga tyngd og ein serligan lættleika. Soleiðis er tað kanska. Eg veit tað ikki. Tað ger Tróndur.
Góði Tróndur Bara tú veitst hvat er týdningarmikið í skapanini av listini. Men eg veit at tíni listaverk eru týdningarmikil. Tey eru sublim og stórsligin og upplivingin av teimum er altíð vøkur og taka ein á bóli.
Eg eri djúpt takksom fyri at hava lært teg at kenna og eg eri djúpt takksom fyri at kenna tína list.
Hjartaliga til lukku.
Inger Smærup Sørensen
Peter Callesen í Steinprenti
/Í gjár læt framsýningin Lítlum báti rekist eg á upp í Steinprenti, ein sermerkt framsýning, har pappírið verður brúkt á øðrvísi hátt enn vit eru von við. Í upplatingarrøðuni segði Jan Andersson, at tey sama dagin vóru liðug við eitt verk, sum tøkniliga breyt við tað, tey vanliga gera í Steinprenti og sum verkstaðurin og gallaríið eita eftir. Peter Callesen er pappírlistamaður ella pappírillusionistur, hvørs verk transcendera pappírið og gerast eggjaskal, fjaðrar, ísflakar og annað skroypiligt, sum minnir okkum á, at lívið er stutt og deyðin er ævigur. Listamaðurin greiddi sjálvur frá verkunum á framsýningini. Tað seinasta verkið er so mikið feskt, at tað hevur ikki fingið nakað heiti. Tað er eitt kombinerað steinprent/klipp/objekt, har bæði bakgrund og ramma eru týdningarmiklir partar av verkinum, sum ímyndar ein bjargamann ella ein mann við reipi, sum sær út til at halda sær sjálvum. Framsýningin er at síggja í Steinprenti til og við 23.mars.
Peter Callesen: Lítlum báti rekist eg á
/PETER CALLESEN: TIME IS RUNNING, 2019. ACID-FREE A4 150 GSM PAPER, GLUE, COLOUR PENCIL, ACRYLIC PAINT AND OAK FRAME WITH UV GLASS 53 X 40 X 7 CM
Steinprent 22.2-2019 - 23.3-2019
Framsýningin hjá Peter Callesen, sum letur upp í Steinprenti næsta fríggjadag, 22.februar klokkan 16, er fyrst og fremst tilfarsliga sermerkt. Tí umframt grafisku verkini, sum listamaðurin hevur skapað í Steinprenti, framsýnir hann eisini verk, har hann brúkar pappírið sum skulpturelt tilfar. Hann hevur til framsýningina gjørt tvey verk, Time is Running og Falling Cloud, ið taka støði mitt í føroyska sangskattinum í kenda sálminum hjá Fríðriki Petersen, Tíðin rennur sum streymur í á, sum við síni inniligu lýsing av hinum áraleysa rekanum mót stóra fossinum, setir orð á tilverunnar grundtreyt, at lívið er stokkut og at vit liva tað ásannandi, at tað einaferð er liðugt. Verkið Time is running lýsir fossin, sum ítøkiliga brýtur seg út úr blýantstekningini og rennur niður í fagrastu mynstrum.
Náttúran og menniskjan í henni er nakað, sum Peter Callesen hevur stóran áhuga fyri. Tað er eitt evni, hann hevur fingist við í fleiri av sínum A4-standmyndum – m.a. í verkinum Eismeer, ið er ein beinleiðis tilsiping til málningin hjá Caspar David Friedrich við sama heiti av einum skipi, ið verður knúst av risastórum ísflakum. Í eini aðrari A4 standmynd, Boat II, sæst ein lítil árabátur á stóra havinum. Listamaðurin er ikki minst upptikin av vatni í náttúruni, ið um somu tíð er lívgevandi, bleytt, ógvusligt og oyðileggjandi.
Skipsmyndevnið gongur aftur í teimum trimum prentunum, sum Peter Callesen hevur framleitt til framsýningina í Steinprenti av einum smeltandi báti, einum søkkandi báti og einum skipsvraki. Í øllum verkunum á framsýningini er tað eftir øllum at døma náttúran, sum vinnur og deyðin, sum fær síðsta orðið. Men hetta hendir ikki uttan bardaga, poesi og humor. Har hómast ein ávís tyngd í teimum tematisku memento mori áminningunum i verkunum, ið samstundis tykjast merkt av sveimandi lættleika. Hetta kemst av tilfarsliga útgangsstøðinum og ikki minst av evnum listamansins til at umbroyta pappírið.
Myndlistamaðurin Peter Callesen er føddur í Herning i 1967. Hann hevur gingið á Det Jyske Kunstakademi og Goldsmiths College i London. Seinastu árini hevur hann fyri tað mesta arbeitt við hvíta pappírinum, ofta við útgangsstøði í einum vanligum A4 pappírsarki. Hann hevur framsýnt ymsastaðni og fæst í løtuni við at gera eina altarprýðing til Margretukirkjuna í Valby. Í 2009 fekk hann 3 ára starvsløn frá Statens Kunstfond og í 2010 fekk hann Eckersberg Medaljuna. Sinking Boats er fyrsta framsýning hjá Peter Callesen í Føroyum.
Upplating: 22.2-2019 kl.16-18. Øll eru vælkomin.
Peter Callesen: Sinking boats
/Peter Callesen: Time is Running, 2019. Acid-free A4 150 gsm paper, glue, colour pencil, acrylic paint and oak frame with UV glass 53 x 40 x 7 cm
Steinprent 22.2-2019 - 23.3-2019
I forbindelse med sin udstilling i Steinprent har Peter Callesen lavet to værker, Time is Running og Falling Cloud, der tager udgangspunkt i hvad der må betegnes som en nationalhymne på Færøerne, hvor den kendes af alle. Det er salmen, Tíðin rennur sum streymur í á/ Tiden rinder som strømmen i elven af provst Fríðrik Petersen, som med sin rørende beskrivelse af mennesket i en båd uden årer drivende med strømmen mod det store vandfald, sætter ord på tilværelsens grundvilkår, at livet blot er dødens relief, og at tilværelsen leves med erkendelsen af, at det hele en dag er slut. Værket Time is running fokuserer på vandfaldet, der helt bogstaveligt bryder ud af blyantstegningen og rinder ud i alverden skønne mønstre.
Naturens elementer og menneskets forhold til disse er noget, som har Peter Callesen store interesse. Det er et tema, han har arbejde med i flere af sine A4-skulpturer - bl.a. i værket Eismeer, som er en direkte reference til Caspar David Friedrichs maleri af samme navn, forestillende et skib, der ødelægges af kæmpe isflager. I en anden A4 skulptur, Boat II, ser man en lille tom jolle på et stort ocean. Kunstneren er især optaget af elementet vand, da det på den ene side er livgivende og blødt, og på den anden side kan være voldsomt og destruktivt.
Skibsmotivet er ligeledes at finde i de tre nye litografier, som Peter Callesen har trykt til udstillingen i Steinprent; en smeltende båd, en synkende båd og et skibsvrag. I alle værkerne på udstillingen er det tilsyneladende naturen, som vinder og døden der får det sidste ord. Men det sker ikke uden kamp, poesi og til tider humor. Hvor der er en vis tyngde i de tematiske memento mori påmindelser, er Callesens værker samtidig præget af en betagende materiel lethed, der hænger sammen med værkernes materielle omdrejningspunkt og ikke mindst kunstnerens evne til at transformere dette.
Billedkunstneren Peter Callesen er født i Herning i 1967. Han har studeret kunst på Det Jyske Kunstakademi og på Goldsmiths College i London. I de senere år har han hovedsagligt arbejdet med det hvide papir, ofte blot et A4-ark, som udgangspunkt for store eksistentielle emner. Han har udstillet rundt om i verden på gallerier og museer og arbejder i øjeblikket bl.a. på en ny alterudsmykning til Margrethekirken i Valby. I 2009 modtog han Statens Kunstfonds 3 årige arbejdslegat og i 2010 Akademiets Eckersberg Medalje. Sinking Boats er Peter Callesens første udstilling på Færøerne.
Fernisering: 22.2-2019 kl.16-18.
Rørandi vakrar dreymsjónir
/Framsýningin hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir, Góða dreymadagbók er grundað á dreymar, sum listakvinnan hevur havt og sum hon hevur skrivað niður. Og tað er rørandi vakurt og sansaliga spennandi at uppliva dreymsjónirnar hjá Anný.
Liðin eru mong ár síðan eg seinast var í ovara parti av sonevnda Ostahúsinum. Men eina tíðina var eg nokk so nógv har - tað var tá Anker Mortensen hevði sítt hugtakandi atelier har; eitt heilt lítið univers við brenniovni, blaktrandi kertuljósum, undurfullum Regini Dahl á plátuspælaranum og ævigum bunkum av pappírsørkum, bókum og listaverkum. Alt hetta er flutt, og í staðin er komið eitt høli, sum er lítið, men sum tó væl kann brúkast í sambandi við smærri framsýningar. Í dag og í morgin er hølið fevnt av dreymsjónunum hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir.
Framsýningin er sett saman av seks verkum, ið eru myndað av ymiskum tilfari, av tekstil, voks, greinum, hári, leirlutum, mold osfr. Tað mesta er lívrunnið tilfar, sum er sett upp í installatiónum við frásagnarligum heitum eins og t.d. krypil, Farvæl og grøðandi te, sum í ávísum førum, men ikki altíð, eru sjónliga samsvarandi við fysiska verkið ella lutirnar í sjálvum sær. Síðstnevnda verk, ið sæst ovast við einum koppastelli og tendraðum stearinljósum, inniheldur t.d. ymsar stimbrandi drykkir. Eitt klikkað theselskap og ein berúsað labyrint úr mold gevur lættliga hugasamband til søguna um Alice in Wonderland, samstundis sum hestar, sniglahús, pinnar og knýti munu kynda undir allar møguligar óskikkiligar Freudianskar tankar. Meðan eg gangi runt í framsýningini komi eg í tankar um ymisk listafólk, føroysk og útlendsk, sum eisini fáast við tekstillist, installatiónir og lívrunnið tilfar. Tess meira imponerandi er tað, at unga listakvinnan megnar at ala fram sítt egna univers, sum er fjálgt og løgið og fult av søgum, ið um somu tíð eru fittar, ósekar og gentuligar við einum undirtóna av onkrum upprunakendum shamanistiskum við leitandi minnum og ótálmaðum seksualiteti og hugflogi. Á sama hátt sum á framsýningini, sum Anný Djurhuus Øssursdóttir hevði í fjør í niðaru hædd í Ostahúsinum, so fær áskoðarin varhugan av eini scenografi; at verkini eru tableau í eini søgugongd, sum heldur enn at vera søgd í tíðarrøð, er óreglulig og bylgjandi rund og organisk eins og stóra moldrúgvan á gólvinum. Lutirnir eru tað, sum teir eru; tað er við uppsetingini av teimum, at listakvinnan sigur okkum sínar dreymsjónir. Tað ger hon ikki sum ein lítil Alice, ið tortrúgvin gongur í eini løgnar dreymaverð og mutlar sítt “curiouser and curiouser”, men sum ein sannførd listakvinna í støðugari menning. Eg viðmæli øllum at fara á framsýning hjá Anný Djurhuus Øssursdóttir at heilsa uppá ta nýggju føroysku listina.
Anný Djurhuus Øssursdóttir er 21 ár og kemur úr Søldafirði. Í fjør fekk hon gávugóðs úr grunni Thorvald av Steinum. Hon gongur í listaskúlanum VERA í Keypmannahavn til tess at fyrireika seg til víðari útbúgving innan myndlist.
Góða dreymadagbók er heitið á Pop Up solo-framsýningini eftir Anný Djurhuus Øssursdóttir, sum er opin í dag til klokkan 20 og í morgin, 15.feb. frá kl.12-20. Framsýningin er í Ostahúsinum aftanfyri Perluna og er bert opin í tveir dagar.
__________________________________________________________
Góða dreyma dagbók, góði mánamaður, góðasta sjúka ketta, góða fitta omma.
Takk fyri eina hugnaliga nátt í góðum vertskapi. Takk omma, fyri blóðpylsu og temunn omaná. Tað var deiligt at sita úti á altanini og práta og telja stjørnuskot.
Góða ketta, eg helt tú hevði latið lív.
Minst til ráðið mánin gav tær!
Ansa eftir teimum longu gjøgnumskygdum klónum, tær brotna læt.
Tú sært betri út nú, enn tá tú vart meira livandi.
Gávugóðs Thorvald Poulsen av Steinum - Røðan hjá Bergi
/Fríggjakvøldið var samkoma á Fróðskaparsetrinum í sambandi við, at Lea Kampmann fekk handað gávugóðs Thorvald Poulsen av Steinum. http://www.listaportal.com/tidindi/2019/2/9/lea-kampmann-fekk-gvugsi Bergur Djurhuus Hansen, dekanur, ph.d., lektari í bokmentum helt røðu:
Vælkomin øll somul til handanina av gávugóðsi úr grunninum hjá Thorvaldi Poulsen av Steinum. Gávugóðsið verður, sum tað stendur í viðtøkunum fyri grunnin, latið fyri at stuðla og eggja “ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving”.
Orðingin í viðtøkunum fyri grunnin eru tekin um eina frískliga og mennandi hugsan um list og umstøðurnar hjá listafólkum í Føroyum. Í fyrru helvt av 20. øld, sum Thorvald Poulsen visti um frá ungum árum, máttu listafólk, ið vildu útbúgva seg, søkja styrk beinleiðis úr løgtinginum. Rikard Long, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin og yrkjari, strongdi t.d. á fyri at fáa Sámali Joensen Mikines styrk úr løgtinginum. Í løgtingstíðindum 1927 stendur, at har er komið “et andragende fra en ung mand, som har megen lyst til at blive kunstmaler”, og tað verður skoytt uppí, at Rikard Long stuðlar honum. Løgtingið játtaði Mikines 300 kr. Í løgtingstíðindum hesi árini ber til at síggja nógvar slíkar umsóknir, og svarið frá løgtinginum var ikki altíð ja. Ein klaksvíkingur søkti t.d. um at sleppa til Danmarkar at læra seg litografi, steinprent, men fekk nei við teirri grundgeving, at hann hann var ov gamal og heldur skuldi halda seg til tað, hann higartil hevði gjørt. Í 1946 var Mentunargrunnur Føroya Løgtings stovnaður, ikki fyri at eggja fólki til útbúgving, men fyri stuðla leikum og lærdum í listaligum og mentanarligum virksemi. Grunnurin er við lógar- og kunngerðabroytingum bygdur út gjøgnum árini, eitt nú við listafólkalønum, fyrstu ferð latnar í fjør. Politikarar velja nevndina í grunninum, men tað er við hugsanini, sum danski javnaðarmaðurin Julius Bomholt gjørdi til hvør mans ogn (at stuðla uttan at stýra), og sum seinni í tíðini fekk undarliga metaforiskt kropsliga heitið armslongdarprinsippið. Tað eru ikki komnir nógvir grunnar afturat Mentunargrunninum, og privatu grunnarnir í Føroyum eru sera fáir.
Grunnurin hjá Thorvaldi Poulsen av Steinum er serligur av tveimum orsøkum. Hann er ikki knýttur at einum politiskum myndugleika, men hevur eina nevnd við fólki, sum umboða list og útbúgving í Føroyum. Tey eru: forfólkið í LISA, rektaran á Fróðskaparsetrinum og forfólkið í Føroya Lærarafelag, og vanliga verður gávugóðsið úr grunninum handað einum ungum listafólki av einum listafólki, sum situr í tilmælisnevndini hjá grunninum.
Grunnurin er harumframt serligur, tí hann sum treyt fyri at lata stuðul týðiliga knýtir útbúgving og list saman. Í Føroyum er eitt ógvuliga livandi listaligt umhvørvi - tað er fjøltáttað, kunnu vit siga - og við hesum fylgir tíbetur eisini ein vaksandi áhugi fyri útbúgvingum í list.
Fróðskaparsetrið fer til heystar at bjóða út eina útbúgving í skapandi list, í fyrsti atløgu við tveimum leiðum, ritlist og tónleiki. Tað er okkara vón, at útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum umframt at verða eitt tilboð av fleiri til ung føroysk listafólk eisini kann virka sum ein stuðlandi megi í føroyska listaumhvørvinum og savnandi fyri listafólk og listaáhugað, t.d. við ráðstevnum og tiltøkum av ymsum slagi, við at draga útlendskar granskarar og listafólk til Føroya eins og gera tað lættari hjá ungum føroyskum listafólkum at fara í holt við útbúgving.
Ætlanir um at seta á stovn útbúgving í list og sovorðið sum hetta í kvøld - at lata ungum fólki stuðul til listaliga útbúgving - kann elva til orðaskifti um samfelagsligu grundgevingar fyri at stuðla listaligum virksemi. Grundgevingarnar hava vanliga verið, at list flytur mørk, fær okkum at hugsa, elvir til kjak, ger okkum tilvitað og fræls, er góð fyri fólkaræði o.s.fr. Hjá okkum í Føroyum og í mongum øðrum londum kemur hugsanin um ein serligan tjóðskaparligan samleika og tjóðarbygging afturat. Slíkar grundgevingar eru handan nógvar av teimum skipanum, sum vit hava, t.d. Mentunargrunnin. Fyri tíðina er so ein onnur grundgeving nógv frammi, fyri ikki at siga ráðandi, og hon er, at list elvir til búskaparvøkstur, og at listaligt virksemi er burðardygt, tí list troytir ikki grunnarnar, borar ikki hol í fjøllini, list byggir á eitt menniskjaligt tilfeingi, sum støðugt verður endurnýggjað, og tað er burðardygt og fyrimyndarligt.
Soleiðis verður endamálið við listaligum virksemi í samfelagsligum høpi støðugt broytt og sett í nýggjar samanhangir, og tað vísir, at list hevur týdning, og ivaleyst er eisini nakað um allar hesar almennu grundgevingarnar, tí listaligt virksemi ber so nógv annað við sær. Men grundgevingarnar eru tað, sum vit í akademiskum máli ofta nevna instrumentellar. Tær gera list til amboð í strembanini eftir at røkka øðrum málum. Við hvørt er neyðugt bara at fáast við list, tí list í sær sjálvum er ein uppliving og áhugaverd. Fyri ung fólk, sum velja listina sum lívsleið, er tað ivaleyst hetta seinasta, sum er avgerandi, tað kemur innanífrá, og í kvøld eru ongar treytir um at stuðla fólkaræðinum, elva til búskaparvøkstur, ganga á odda í tjóðarbyggingini ella annað slíkt. Vit savnast fyri at heiðra einum gávuríkum ungum listafólki, og tað gera vit við einari ljósari vón um varandi listaliga menning, tí handanin úr grunni Torvalds Poulsen av Steinum er bæði ein heiður og um somu tíð ein stuðul og eggjan til útbúgving.
Takk fyri.