Gávugóðs Thorvald Poulsen av Steinum - Røðan hjá Bergi

bergur.jpg

Fríggjakvøldið var samkoma á Fróðskaparsetrinum í sambandi við, at Lea Kampmann fekk handað gávugóðs Thorvald Poulsen av Steinum. http://www.listaportal.com/tidindi/2019/2/9/lea-kampmann-fekk-gvugsi Bergur Djurhuus Hansen, dekanur, ph.d., lektari í bokmentum helt røðu:

Vælkomin øll somul til handanina av gávugóðsi úr grunninum hjá Thorvaldi Poulsen av Steinum. Gávugóðsið verður, sum tað stendur í viðtøkunum fyri grunnin, latið fyri at stuðla og eggja “ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving”.

Orðingin í viðtøkunum fyri grunnin eru tekin um eina frískliga og mennandi hugsan um list og umstøðurnar hjá listafólkum í Føroyum. Í fyrru helvt av 20. øld, sum Thorvald Poulsen visti um frá ungum árum, máttu listafólk, ið vildu útbúgva seg, søkja styrk beinleiðis úr løgtinginum. Rikard Long, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin og yrkjari, strongdi t.d. á fyri at fáa Sámali Joensen Mikines styrk úr løgtinginum. Í løgtingstíðindum 1927 stendur, at har er komið “et andragende fra en ung mand, som har megen lyst til at blive kunstmaler”, og tað verður skoytt uppí, at Rikard Long stuðlar honum. Løgtingið játtaði Mikines 300 kr. Í løgtingstíðindum hesi árini ber til at síggja nógvar slíkar umsóknir, og svarið frá løgtinginum var ikki altíð ja. Ein klaksvíkingur søkti t.d. um at sleppa til Danmarkar at læra seg litografi, steinprent, men fekk nei við teirri grundgeving, at hann hann var ov gamal og heldur skuldi halda seg til tað, hann higartil hevði gjørt. Í 1946 var Mentunargrunnur Føroya Løgtings stovnaður, ikki fyri at eggja fólki til útbúgving, men fyri stuðla leikum og lærdum í listaligum og mentanarligum virksemi. Grunnurin er við lógar- og kunngerðabroytingum bygdur út gjøgnum árini, eitt nú við listafólkalønum, fyrstu ferð latnar í fjør. Politikarar velja nevndina í grunninum, men tað er við hugsanini, sum danski javnaðarmaðurin Julius Bomholt gjørdi til hvør mans ogn (at stuðla uttan at stýra), og sum seinni í tíðini fekk undarliga metaforiskt kropsliga heitið armslongdarprinsippið. Tað eru ikki komnir nógvir grunnar afturat Mentunargrunninum, og privatu grunnarnir í Føroyum eru sera fáir.

Grunnurin hjá Thorvaldi Poulsen av Steinum er serligur av tveimum orsøkum. Hann er ikki knýttur at einum politiskum myndugleika, men hevur eina nevnd við fólki, sum umboða list og útbúgving í Føroyum. Tey eru: forfólkið í LISA, rektaran á Fróðskaparsetrinum og forfólkið í Føroya Lærarafelag, og vanliga verður gávugóðsið úr grunninum handað einum ungum listafólki av einum listafólki, sum situr í tilmælisnevndini hjá grunninum. 

Grunnurin er harumframt serligur, tí hann sum treyt fyri at lata stuðul týðiliga knýtir útbúgving og list saman. Í Føroyum er eitt ógvuliga livandi listaligt umhvørvi - tað er fjøltáttað, kunnu vit siga - og við hesum fylgir tíbetur eisini ein vaksandi áhugi fyri útbúgvingum í list.

Fróðskaparsetrið fer til heystar at bjóða út eina útbúgving í skapandi list, í fyrsti atløgu við tveimum leiðum, ritlist og tónleiki. Tað er okkara vón, at útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum umframt at verða eitt tilboð av fleiri til ung føroysk listafólk eisini kann virka sum ein stuðlandi megi í føroyska listaumhvørvinum og savnandi fyri listafólk og listaáhugað, t.d. við ráðstevnum og tiltøkum av ymsum slagi, við at draga útlendskar granskarar og listafólk til Føroya eins og gera tað lættari hjá ungum føroyskum listafólkum at fara í holt við útbúgving.

Ætlanir um at seta á stovn útbúgving í list og sovorðið sum hetta í kvøld - at lata ungum fólki stuðul til listaliga útbúgving - kann elva til orðaskifti um samfelagsligu grundgevingar fyri at stuðla listaligum virksemi. Grundgevingarnar hava vanliga verið, at list flytur mørk, fær okkum at hugsa, elvir til kjak, ger okkum tilvitað og fræls, er góð fyri fólkaræði o.s.fr. Hjá okkum í Føroyum og í mongum øðrum londum kemur hugsanin um ein serligan tjóðskaparligan samleika og tjóðarbygging afturat. Slíkar grundgevingar eru handan nógvar av teimum skipanum, sum vit hava, t.d. Mentunargrunnin. Fyri tíðina er so ein onnur grundgeving nógv frammi, fyri ikki at siga ráðandi, og hon er, at list elvir til búskaparvøkstur, og at listaligt virksemi er burðardygt, tí list troytir ikki grunnarnar, borar ikki hol í fjøllini, list byggir á eitt menniskjaligt tilfeingi, sum støðugt verður endurnýggjað, og tað er burðardygt og fyrimyndarligt.

Soleiðis verður endamálið við listaligum virksemi í samfelagsligum høpi støðugt broytt og sett í nýggjar samanhangir, og tað vísir, at list hevur týdning, og ivaleyst er eisini nakað um allar hesar almennu grundgevingarnar, tí listaligt virksemi ber so nógv annað við sær. Men grundgevingarnar eru tað, sum vit í akademiskum máli ofta nevna instrumentellar. Tær gera list til amboð í strembanini eftir at røkka øðrum málum. Við hvørt er neyðugt bara at fáast við list, tí list í sær sjálvum er ein uppliving og áhugaverd. Fyri ung fólk, sum velja listina sum lívsleið, er tað ivaleyst hetta seinasta, sum er avgerandi, tað kemur innanífrá, og í kvøld eru ongar treytir um at stuðla fólkaræðinum, elva til búskaparvøkstur, ganga á odda í tjóðarbyggingini ella annað slíkt. Vit savnast fyri at heiðra einum gávuríkum ungum listafólki, og tað gera vit við einari ljósari vón um varandi listaliga menning, tí handanin úr grunni Torvalds Poulsen av Steinum er bæði ein heiður og um somu tíð ein stuðul og eggjan til útbúgving.

Takk fyri.