Vetrarljós við ljóslist
/Í býnum í Havn eru ljós sett upp av ymsum slag og tað er ikki frítt, at tað følist sum bæði jól og ólavsøka á Vaglinum. Orsøkin er tiltakið Vetrarljós, sum í ár verður hildið 6.ár á rað. Vetrarljós 2019 verður á kyndilsmessu leygardagin 2. februar í Havn.
Tiltakið er eitt samstarv ímillum Visit Tórshavn, Tórshavnar Kommunu og ymsar aktørar í býnum. Í stuttum er tað dagurin har vit bjóða ljósari tíðum vælkomnum við livandi tónleiki, ljós list, framsýningum og øðrum tiltøkum ymsa staðni í býnum. Høvið verður eisini at uppliva ljóslist.
Býarskipanardeildin hevur samstarvað við Brand Patursson, listamann, um at fáa til vega ljósinstallatiónir í býarrúminum í sambandi við Vetrarljós. Brandur Patursson fer at hava tríggjar ljósinstallatiónir í býnum. Hesar vera í Finsen, Bojsengarðinum og í túninum hjá Betri í Sverrisgøtu.
Starvslønir til list og mentan latnar
/Mentanargrunnur Landsins hevur veitt stuðul til starvsløn og íverksetan Nevndin hevur á fundi 8 januar 2019 avgjørt at veita starvsløn til hesar umsøkjarar: Eitt ár til Heiðrik á Heygum. Seks mánaðar til Arnold Ludvig, Høgna Mohr, Lenu Anderssen, Magnus Johannessen, Rakel Helmsdal, Steintór Rasmussen og Trygva Danielsen. Sjey umsøkjarar fingu 3 mánaðir, sjey 2 mánaðir, og sekstan ein mánað.
Mentanargrunnur Landsins letur einaferð um árið stuðul til starvsløn og íverksetan. Grunnurin veitti stuðul í 104 mánaðir til 41 umsøkjarar. Sí fylgiskjøl við upplýsingum um nøvn og listagreinarnar, ið hava fingið stuðul. Tá stuðul verður latin til starvslønir, tekur nevndin støði í upplýsingum í sjálvari umsóknini, og ásetingum í kunngerð nr. 109 §4: Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði. Stk. 2. Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og eftir nevndarinnar meting av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.
Grunnurin fekk 16 umsóknir til íverksetan. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 kr. Nevndin hevur avgjørt at lata fýra umsøkjarum íversetanarstuðul. Tey eru Andras Olsen, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Silja Strøm og Súsanna Tórgarð. Grunnurin fekk tilsamans 126 umsóknir. 111 umsóknir til starvsløn. 29 søktu um trý-ára starvsløn, 36 um eitt ár. Í alt varð søkt um starvsløn til 137 ársverk.
1 Alda Mohr Eyðunsdóttir Myndlist
1 Andrej Melnikov Týðing
1 Anja Tell Týðing
3 Anna Katrin Egilstrøð Tónleikur/Filmslist
1 Annika Johannessen Sjónleikur
3 Anton Petersen Filmslist
6 Arnold Ludvig Tónleikur
1 Elin Henriksen Týðing
12 Heiðrikur á Heygum Filmslist/tónleikur
2 Herluf Lützen Tónleikur
6 Høgni Mohr Bókmentir
1 Hugin Eidi Týðing
1 Jákup Sørensen Týðing
1 Jasmin Mote Tónleikur
2 Kim Simonsen Bókmentir
2 Kinna Poulsen Bókmentir
1 Kjartan Hansen Sjónleikur
1 Kristina Sundar Hansen Sjónleikur
6 Lena Anderssen Tónleikur
2 Lena Nicolajsen Bókmentir/Myndlist
2 Lív Maria Jæger Bókmentir
2 Lyon Hansen Tónleikur
6 Magnus Johannessen Tónleikur
1 Mariann Hansen Sjónleikur
3 Marianna Mørkøre Filmslist/tónleikur
3 Mikael Blak Tónleikur
2 Oddfríður M. Rasmussen Bókmentir
1 Ola Nordskar Týðing
Fylgiskjal 2 til tíðindaskriv
1 Ole Wich Myndlist
3 Pauli í Sandagerði Tónleikur
6 Rakel Helmsdal Bókmentir/Sjónleik
3 Rannvá Holm Mortesen Bókmentir/Myndlist
2 Rógvi á Rógvu Tónleikur
3 Sakaris Stórá Filmslist
1 Sanna A. Dahl Týðing
1 Sofía Nolsøe Mikkelsen Sjónleikur
6 Steintór Rasmussen Bókmentir
6 Trygvi Danielsen Bókmentir/Tónleik/Filmslist
2 Uni Reinert Debes Tónleikur
2 Unn Paturson Tónleikur
1 Villiam Joensen Tónleikur
Handanin av gávugóðsi frá Grunni Thorvald Poulsens av Steinum
/Innbjóðing
Stýrið fyri Grunn Thorvald Poulsens av Steinum bjóðar hervið øllum til árligu handanina av gávugóðsinum hjá grunninum.
Gávugóðsið verður givið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg.
Tiltakið, sum er alment, verður í hølunum á loftinum á Føroyamálsdeildini tann 8. februar klokkan 19.30. Eftir handanina er hugnaløta.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Blíðar heilsur
Stýrið fyri Grunn Thorvalds Poulsen av Steinum
Sigruð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya
Marita S. Dalsgaard, forfólk fyri Listafólkasamband Føroya
Herálvur Jacobsen, forfólk fyri Føroya Lærarafela
Silja Strøm - Listaleikir - Upplating
/Fríggjadagin 25.januar læt framsýningin hjá Silju Strøm, Listaleikir upp í Listasavni Føroya. Nógv fólk var til fernisering, Teitur Lassen framførdi tvey góð løg og røður vórðu hildnar. Nils Ohrt savnsstjóri røddi um Silju Strøm og listina og mín røða er her:
Líka síðan eg í 2008 fyrstu ferð upplivdi eina framsýning hjá Silju Strøm í Smiðjuni í Lítluvík, havi eg undrast á hvussu konsekvent henda listakvinnan er. Eg meini ikki, at listakvinnan stendur í stað, men at hon rættiliga tíðliga hevur sett sær greið listarlig mál, sum hon støðugt mennir. Glasgow School of Art gjørdi henni mun, og munurin er heilt vist stórur millum tær smáu tekningarnar, sum hingu í Smiðjuni í Lítluvík á sinni í endurnýtslurammum og so hesa flottu framsýningina, ið er nógv tað mest monumentala og framfýsna, sum Silja hevur skapað. Men heilt frá byrjan av eru nøkur ávís brá, ið eru afturvendandi og sum í stóran mun definera listina hjá Silju Strøm.
Fyrst og fremst er henda listin relationel soleiðis at hon á ein ella annan hátt snýr seg um relatiónir ella um viðurskifti millum bæði formligar og innihaldsligar myndaliðir. Í lítlu myndini, sum eg ognaði mær á framsýningini í 2008 sæst ein tusjtekning av eini smágentu við blóðreyðum kjálkum og kjóla, sum uppiyvir sær hevur eina taluboblu. Í taluboblini er ein hondskrivaður tekstur, ið tykist skjótt noteraður við eini útmeiggjaðari villu. Teksturin vísir seg at vera brot úr einum kendum essay hjá amerikanska listfrøðinginum George Kubler frá 62 við heitinum The shape of time og tí nokk so Siljuliga undirheitinum Remarks on the history of things. Radikali tankin hjá Kubler tykist vera at víðka listasøguliga økið til ikki bert at fevna um listaverk, men eisini um allar aðrar menniskjaskaptar lutir - Talan er altso um ein listateoretiskan tekst, sum Silja kann hava lisið í sambandi við útbúgvingina, men hvørs heiti altso hevur ein ávísan samklang við ta listarligu verkætlanina, sum vit síggja folda seg út her í Listaskálanum í dag.
Lítla tusjmyndin heima hjá mær útfoldar seg í samansetingini millum tekning og tekst. Vegna margháttliga stílsamanbrestin millum ta fittu tekningina og tann álvarsliga tekstin verður myndin stuttlig, men við einum álvarsligum undirtóna og einum undirliggjandi retoriskum spurningi um hvørt elskuligar gentur við reyðum kjálkum ikki kunnu fáast við listaástøði? Jú sjálvandi kunnu tær tað, men hetta við at leggja dent á kyn er eitt annað afturvendandi brá í verkinum hjá Silju Strøm, ið onkuntíð hevur teknað androgynar verur, aðrar tíðir sera sansaligar kvinnur – og hennara gentur uppføra seg ikki altíð líka gentuliga pent og skikkiligt, men eru herliga løgnar og vanligar júst sum øll hini.
Listin hjá Silju tykist relationel á ymiskan hátt; í áðurnevndu myndini kunnu vit siga, at listakvinnan granskar viðurskiftini millum mynd og tekst. Aðrastaðni snýr tað seg um viðurskiftini millum figur og grund, millum figur og figur, millum figurativt og abstrakt, millum tekning og málarí, spontant og stýrt, intimt og ópersónligt, millum ílatið og úrlatið, hátíðarligt og banalt, millum einstakling og samfelag. Listin hjá Silju Strøm tykist ovurhonds estetisk, men er samstundis sosial og demokratisk av lyndi; verkini innihalda sosialmentanarligar og feministiskar hugsanir. Hennara leitan útum tað fýrkantaða myndaformatið –eisini ítøkiliga sæð, er ikki bert fagurfrøðiliga grundað, hon er relationel við atliti til onnur verk til áskoðaran og til framsýningarheildina.
Koloritiskt eru hesar myndirnar vakrar, tær eru næstan lekrar sum bomm, candy floss og stríput karamellupappír. Kring glitrandi reinar grundlitir alda ymisk brigdi av leskiligum ljósagulum, ljósagrønum, turkis og ljósareyðum í eini lýsandi heild. Pastellitirnir sýnast kunstigir og víkja til dømis frá litdáminum í teirri siðbundnu náttúrutulkandi føroysku listini. Bylgjandi strikan kring kropparnar, ið flóta runt á myndaflatanum minnir um mátan, sum Matisse teknaði sínar figurar, dansarar og svimjarar. Tann kuli málihátturin í flata myndarúminum við stiliseraðum strípum og mynstrum í aldum, flisum og stólum minnir eisini um popplistina hjá David Hockney og so komi eg eisini altíð í tankar um Giotto, tá eg hyggi at myndunum hjá Silju. Eg veit ikki ordiliga hví. Men tað hevur okkurt við teir hyldligu figurarnir at gera, tær stóru nertandi hendurnar og tað løgna, smædna sambandið millum persónarnar at gera – kanska eitur tað awkward á nýføroyskum, sum tykist bæði eymt og fjart, sjálvt tá teir nerta við hvønn annan - Í kveikjandi katalogtekstinum lýsir Josie More søguna um heimin at vera søguna um at nema. Hon skrivar: “Á henda hátt og á annan hátt er søgan um heimin søgan um at nema. Tað er ein goymsla, sum skrásetir kraftina í nemingini at umskapa, ein endaleys læra um lutir, týdningurin at vera mildur, hava umsorgan; ein áminning um at hugsa um tað, vit gera. Hesar smædnu nándir, hesin sjáldsami nærleiki; henda søgan um at nema, flá oman á flá, handabragd eftir handabragd. Halda og sleppa. At innihalda og skapa. Tað er soleiðis ein heimur er evnaður til.”
Sostatt eru vit aftur hjá tí relationella í myndunum, sum eisini eru merktar av eini áhugaverdari javnsetan millum teir figurativu og teir abstraktu myndaliðirnar. Tað er sum um teir abstraktu myndaliðirnir interagera í frásøgnini – tað kann vera í skapi av onkrari litplamasju, sum forðar okkum í at síggja partar av einum figuri ella eins og málingastrok ið knýta saman myndaliðirnar. Bygnaðurin er rundleittur - tað er eins og myndaliðirnir sveima kring myndaflatan. Í áhugaverda viðtalinum, sum Solveig Hanusardóttir Olsen hevur við listakvinnuna í kataloginum lýsir Silja sína arbeiðsgongd sum eina støðuga ringrás. Verkini eru m.a. tengd saman av tí, at hon arbeiðir uppá fleiri verk í senn. Silja greiðir somuleiðis frá, at heldur enn at brúka hierarki í bygnaðinum, so ynskir hon heldur at brúka demokrati, har myndaliðirnir eru javnsettir. Hetta klingar ideologiskt, men kann júst tað sama vera formliga grundað javn. Tað snýr seg um javnvág og javnstøðu. Javnstøðan millum persónar og lutir, millum abstrakt og figurativ skap víðkar um tulkingarmøguleikarnar hjá áskoðaranum, sum í støðugari leitan flytur eyga kring myndaflatan. Allir figurar, litir, lutir og skap skapa teirra týdningar og hjátýdningar, fyrst er tað luturin í sjálvum sær, síðani allar tær upplivingar, vit hava, sum ávirkar okkara fatan av honum - denotatión og konnotatión. Verkheitini eru ein søga fyri seg, men tykjast eisini hanga væl saman sum heild. Summi heiti eru neutralar lýsingar av myndevninum so sum t.d. Swimming studies, onnur heiti er skaldslig og flúgva høgt.
Framsýningin hongur sera væl saman, tí at dentur er lagdur á samanhangin bæði í einstøkum verkum og í heildini, har myndevni og brot úr myndevnum verða endurtikin við smáum forskjótingum. Tað ger sjálvum rørsluna hjá áskoðaranum áhugaverda. Eg ímyndi mær, at allir tit ákoðarar gera tykkara egna verk, ið myndast av mátanum, tit hyggja og flyta tykkum í rúminum. Í slóðini av tykkara fatan verður eitt nýtt verk skapað, sum er tykkara uppliving av framsýningini.
Rørslur eru eisini í heitinum á framsýningini, Listaleikir, ið bendir á nakað ítróttarligt. Myndevnisliga síggjast svimjarar á myndunum og fimleikarar ella akrobatiskir figurar, men eg haldi, at heitið er valt við einum skálkabrosi – sama óskikkiliga og fitta brosið, sum liggur aftan fyri alla framsýningina, sum er partur av boðskapinum í yrkingini í kataloginum, og sum eisini er nýtt til fleiri verkheiti. My poem is bigger than your poem – My poem lasts longer than our poem osfr. her dentur verður lagdur á hvussu absurd kappingarhugsanin er í øllum førum tá talan er um list.
Á olympisku leikunum snýr tað seg um hvør rennur ella svimur skjótast, her á Listaleikunum hjá Silju hugsi eg, at seigligasti áskoðarin, tann, sum tekur longst tíð at síggja framsýningina og gjarna í fleiri umførum - skal hava medaljuna.
Við hesum orðum seti eg Listaleikir 2019
Hjartaliga til lukku Silja
Silja við plakatini
Fotomyndirnar tók Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Marin Strøm, Magnus V.Andersson og Dorthe Pedersen takk fyri
Takk fyri avrikini, Rigmor Dam
/Ein hendingarík vika var henda fjórða vikan í hesum árinum tjúgunítjan. Tá Bárður Jákupsson loksins fekk uppibornan heiður mikukvøldið var tað løgmaður, sum handaði hann og ikki mentamálaráðfrúan, Rigmor Dam, ið hevur valt at leggja frá sær fyri at skapa frið um miðnámsskúlan Glasir.
Men friður er eingin.
Í miðlunum er gangurin næstan líka stórur sum fyrstu vikurnar, vit royndu at undirvísa millum handverkarar í einum hálvlidnum skúlabygningi. Var hetta Rigmor Dam fyri at lasta? Neyvan. Var tað so landsverkfrøðingurin? Kanska ikki heldur. Tað var kanska heldur eitt undirtrýst av seinkingum og gøluangist, sum hevði við sær, at nú SKULDI skúlin í gongd kosta hvat tað kosta skuldi. Og tað kostaði. Nógvar skeivar avgerðir eru tiknar síðani ætlanin um Glasir var stungin út í kortið - tá mann lurtar eftir útvarpinum í løtuni er tað líka við, at mann verður sambandskona, tí hetta duga vit ikki, tey vaksnu mugu koma at orna fyri, móðir Danmark kom og hjálp. Men fjúv, sum skilst eru eisini almennar byggigølur í Danmark og í Noregi osfr. Á lasafarna skúlanum í Hoydølum, sum ongar veruligar ábøtir fekk øll tey fimtan árini, eg var lærari har, fundaðust vit hundrað akademikarar aftur og fram og endaðu við at staðfesta, at skúladepilin við Marknagil ikki fór at gagnast føroyska miðnámsskúlanum. Vit argumenteraðu so frægt vit dugdu, men akademisk argument hava ongantíð verið mikið vird í hesum landinum. Skúlaskipanin varð gjørd um og spaki settur í Marknagili. Mær vitandi við undirtøku frá øllum flokkum.
Her eru vit nú og í skúlanum gera vit skúlating og lata hini um at stríðast um rokningar. Gott er at kunna staðfesta, at enn eru næmingar næmingar og lærarar lærarar og at tað, sum hevur týdning hvørki er gjørt úr glasi ella betong, men úr kjøti og blóði. Og fyri at taka í egnan barm, so er hesin skúlin ikki so galin, sum eg helt. Har er tað forrestin ein fyrimunur, at byrjanin á skúlaárinum var so horribul, sum hon var, tí so kennist restin uppafturgangandi. Sjálv skipanin má eftirmetast og tillagast við atliti til fólkaræðisligan og námsfrøðiligan tørv og ábyrgd. Enn kann nógv henda.
Fyribils kunnu vit siga Rigmor Dam farvæl og takka fyri tey góðu avrikini. Hon var ein mentamálaráðfrúa við áhuga fyri sínum øki. Tað er eingin sjálvfylgja. Og júst sum hon ikki hevur alla ábyrgd av Glasi, hevur hon heldur ikki alla æruna av broytingunum, sum eru framdar til bata fyri listafólkini, tí hon er ein partur av eini fólkaræðisligari skipan, sum vit øll, tú og eg vara av.
Meðan Rigmor Dam hevur verið mentamálaráðfrúa eru karmarnir kring listina batnaðir á hesum økjum:
Mentanar- og listastuðulin er øktur
Listafólkalønin er sett á stovn
Listaútbúgving á Setrinum sett á stovn
Barnabókaútgáva og Nám hægri játtan
2018 ár fyri málmenning hjá børnum - eitt nú Barnasangbók Føroya
LISA og Tjóðsavnið skulu húsast í Hoydølum
Viðurskiftini innan upphavsrættin komin í fasta legu, so listafólk fáa ta samsýning tey eiga
Bárður fekk mentanarvirðislønina
/Fyri løtu síðani varð kunngjørt, at Bárður Jákupsson fekk mentanarvirðislønina. Tá kann mann ikki siga nógv annað enn: Hurrá! Og: Fyri neyðini! Og: Til lukku Bárður! Somuleiðis ynski eg Búa Rouch og Astrid Andreasen hjartaliga til lukku - hann fekk virðislønina til ungt listafólk, hon fekk Heiðursgávu Landsins.
Til lukku til okkum øll við okkara fantastisku listafólkum, eisini teimum, sum ikki fingu mentanarvirðisløn á hesum sinni.
Her er ein góður filmur um Bárð Jákupsson: https://kvf.fo/netvarp/sv/2017/03/09/bardurhd
Myndirnar eru frá kvf
Tórshavnar Big Band spælir nýskrivaðan føroyskan tónleik
/Vælkomin á Vetrarjazz konsert við Tórshavnar Big Band í Norðurlandahúsinum komandi leygarkvøld. 🎶🎷🎺
Vit spæla m.a. eitt spildurnýtt verk, sum Herluf Lützen hevur skrivað. Haraftrat fer James Olsen at syngja trý løg.
Tað er avmarkað pláss, so skunda tær at keypa títt atgongumerki á https://tix.fo/fo/buyingflow/tickets/39/
Listaárið 2019
/Nýggja árið liggur kritahvítt og opið framman fyri okkum sum eitt óskrivað blað. Men tað er bara at síggja til; í atelierum og í kjallarum, framman fyri teldur og klaver, í úthúsum, stovum, á pallum og skrivstovum arbeiða tey støðugt, listafólkini, við at skapa verk til okkum at uppliva. Longu nú í skrivandi stund eru fleiri spennandi upplivingar í væntu her um leiðir, men føroyska listin fevnir eisini so víða, at tað er púra vónleyst at nevna alt tað nógva sum hendir innan føroyska list kring allan heimin. Støðugt turnera okkara tónleikarar og javnt og samt hoyra vit um týðingar av føroyskum bókum og um virðislønir og framførslur. 21.januar byrjar Vetrarjazzurin í Sirkus, harumframt eru nógvar konsertir í Norðurlandahúsinum, Blábar, Reinsarínum osfr.
Sunleif Rasmussen er í løtuni í London, har eitt verk hevur heimspremieru hóskvøldið. Harumframt verður eitt verk hjá Sunleif umframt verk hjá ávikavist Arnold Ludvig og Herluf Lützen framført á ISCM World Music Days 2019, sum verða í Estlandi í vár. Harvið verða 3 av teimum 93 tónaskaldunum, ið eru umboðað á ISCM World Music Days føroyingar.
Listaárið byrjar sum vant við, at vit, almennu Føroyar fagna okkara listafólkum. Mikukvøldið 23. januar 2019 fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at handa virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri 2018. Í ár verður handanin á almennari samkomu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið 23. januar kl 19.00. Virðislønirnar verða tríggjar í tali: Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 kr. Hon verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin til ungt listafólk verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.
Silja fekk virðisløn til ungt listafólk í 2013 og nú um eitt sindur meira enn eina viku fer hon at hava serframsýning í Listasavni Føroya. Framsýningin Listaleikir letur upp fríggjadagin 25.januar. Hetta er ein framsýning við nýggjum listaverkum, sum Silja Strøm hevur framleitt til framsýningina, ið hon hevur arbeitt fram ímóti leingi m.a. við íløgu frá Mentanargrunni Landsins. Listaleikir er fyrsta serframsýning hjá Silju Strøm á Listasavninum. Á framsýningini eru málningar, vatnlitamyndir og tekningar frá 2017-18, og hon fevnir eisini um eina røð av prentum, sum Silja gjørdi í Steinprenti í 2015. Listasavnið hevur latið gjørt ein bókling í sambandi við framsýningina, har Josie Moore hevur skrivað tekst um listina hjá Silju Strøm, og harumframt er viðtal, sum Solveig Hanusardóttir Olsen hevur havt við listakvinnuna.
Sunnudagin 3. februar 2019 letur upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum við málningum og grafikki hjá Hansinu Iversen. Fernisering verður sunnudagin 3. februar 2019 kl. 16:00, har Hilmar Høgenni fer at halda røðu og Rani Nolsøe fer at syngja og spæla. Á skránni hjá Gamla Seglhúsinum er annars: Februar 2019 Torbjørn Olsen. Apríl 2019 Marius Olsen, Mai 2019 Hanni Julius Bjartalíð og í september verða verk hjá Anker Mortensen at síggja í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík
Í Steinprenti gera tey seg somuleiðis klár til eitt ár fullt av spennandi framsýningum og verkætlanum, m.a. fer Tróndur Patursson at prenta á verkstaðnum, eins og forvitnisligar framsýningar verða við ávikavist Peter Callesen(myndin omanfyri; Snowball frá 2006) og Julie Sass. Í heyst verður framsýning við Torbirni Olsen í Steinprenti. Meira um alt hetta seinni! Í dag var sonevndur blokkdagur á Glasi og í myndlist vitjaðu næmingar úr 18bmx í Steinprenti, har tey sóu framúrskarandi list og hoyrdu Fríðu Matras Brekku greiða frá um mannagongdirnar í Steinprenti. Aftaná fóru næmingarnar aftur á myndlistaverkstaðið á Glasi at skapa grafiskar myndir í linoleum.
Í dag frættist, at Jens Dam Ziska er settur sum vísindafólk at standa fyri listaligu útbúgvingini á setrinum. Jens hevur ph.d.-útbúgving í heimspeki frá Oxford University. Í gransking sínari sum heimspekingur hevur hann serliga fingist við fagurfrøði og list. Í løtuni er hann í tíðaravmarkaðum starvi sum granskari á Kunstakademie Düsseldorf, og hann flytur tískil heim at taka við nýggja starvinum, samstundis um hann ger seg lidnan við uppgávurnar har. Umframt at granska er Jens virkin sum myndlistafólk. Hann var t.d. við á framsýningini “Vatn” í Norðurlandahúsinum í fjør. Seinasta vísindaliga grein hansara, “Art as Alchemy: The Bildobjekt Interpretation of Pictorial Illusion” stóð í The Journal of Aestehetics and Art Criticism í fjør. Umframt at standa fyri at skipa útbúgvingina fer Jens at undirvísa í pørtum av teimum felags ástøðiligu skeiðunum, sum fara at verða boðin út í útbúgvingini.
Á Tjóðpallinum er leikur í gerð við heitinum,’It might be a dream ’ eftir Duritu Dahl Andreassen og Nannu Bang. Í staðin fyri eitt tíðindaskriv stendur soleiðis á heimasíðu Tjóðpalsins:
Góða fyrimynd
Eg skrivi fyrimynd, tí tað ert tú fyri meg. Altso eg veit væl hvussu tú eitur, men fyri at tað ikki skal virka so áleypandi, skrivi eg 'góða fyrimynd'. Hetta er ein persónlig innbjóðing til tín, men ikki ov persónlig - eg havi eisini bjóðað øðrum fyrimyndum.
Í dag havi eg einki, men 23. januar havi eg ein leik. Ella eg havi ikki einki. Eg havi nógv, men 23. januar havi eg eisini ein leik. Eg gleði meg. Eg eri eisini bangin. Tú veitst hvussu tað er. At vera bangin fyri at fólk ikki skilja teg. Eg hevði verið so fegin, um tú komst 23. ella 24. ella 25.
Kærar heilsur
Durita
Og lat meg bara svara alt fyri eitt:
Góða Durita og øll tit listafólk. Takk fyri, at tit eru til. Vit gleða okkum!
Finissage í Listasavninum í dag
/Í dag, sunnudagin 13.januar kl. 13 verður finissage í Listasavninum nú síðsti upplatingardagur er hjá Bjarne Werner Sørensen á hesum sinni í Listasavninum. Í ummæli av framsýningini skrivaði eg m.a: “..Úttrykkið er organiskt, ójavna strikan tykist lívrunnin og endaleyst spírandi í einum netverkið, sum bara pappírskanturin megnar at steðga og bert eina løtu inntil næsta pappír heldur á við næsta avbrigdi. Myndirnar bera brá av samanhangi og at vera partar av eini størri heild. Endurtøkur, forskjótingar og variatiónir, sum minna um fraktalar. Hetta eru strukturar, ið koma fyri ymsastaðni í nátturuni, eitt nú í romanesco-blomkálshøvdum. Tað serliga við fraktalum strukturum er, at hvørja ferð partar av teimum verða forstørraðir, vísa teir nýggju strukturarnir seg at vera meinlíkir upprunaliga heildarstrukturinum… Fyri meg eru ikki minst málningarnir á framsýningini áhugaverdir og eitt sindur meira villir og váðafúsir. Men eisini her fært tú varhugan av samanhangi og eini skipaðari samanseting. Málningarnir eru bygdir upp í løgum; ovasta lagið er í fleiri førum málað við einum ógjøgmumskygdum, flatum og skríggjandi liti, sum sýnist púra mótsettur heitu, organisku litunum innanfyri. Hetta gevur myndunum ein hugtakandi dám av bæði flata og dýpd, einum kringsýni merkt av nærveru og fjarleika.”
Listamaðurin verður sjálvur til staðar í Listasavninum í dag og fer at greiða frá framsýningini. Síðani verður konsert við Rógvi Trio, ið umframt trummuleikaran Rógva á Rógvu, telur Leiv Thomsen á gittara og Arnold Ludvig á bass. Til ferniseringina spældi Rógvi á Rógvi solo -tað var ein framúrskarandi uppliving bæði musikalskt og synestetiskt, tí myndirnar hjá Bjarne Werner Sørensen eru musikalskar og sera rútmiskar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Ókeypis atgongd
Savnið er opið frá klokkan 13-16
Finissage med konsert. Fri entré. Museet er åbent: 13-16.
Alle er hjertelig velkomne!
http://www.listaportal.com/tidindi/2018/9/15/kringsni?rq=Bjarne%20Werner%20S%C3%B8rens
Mentanarvirðislønir landsins handaðar í Fuglafirði
/Foto: Kvf
Mentanarvirðislønir landsins handaðar í Fuglafirði
Mikukvøldið 23. januar 2019 fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at handa virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri 2018. Í ár verður handanin á almennari samkomu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið 23. januar kl 19.00.
Virðislønirnar verða tríggjar í tali:
Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 kr. Hon verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin til ungt listafólk verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.
Hesar somu virðislønirnar vórðu eisini handaðar í fjør. Tá fekk Barbara í Gongini mentanarvirðisløn landsins, Frits Johannesen fekk heiðursgávu landsins og Konni Kass fekk virðisløn til ungt listafólk.
Sum siðvenja er verða nøvnini á teimum, sum fáa mentanarvirðislønirnar, ikki kunngjørd, fyrr enn tá virðislønirnar verða handaðar.
Í ár verður tað í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið 23. januar kl 19.00. Øll eru vælkomin.
Tey, ið áður hava fingið virðislønir, eru hesi:
Mentanarvirðisløn Landsins
1998: Regin Dahl
1999: Jens Pauli Heinesen
2000: Ingálvur av Reyni
2001: Eyðun Johannessen
2002: Gunnar Hoydal
2003: Hanus Kamban
2004: - eingin virðisløn latin
2005: Tita Vinther
2006: Zacharias Heinesen
2007: - eingin virðisløn latin
2008: Ebba Hentze
2009: Kári P.
2010: Sunleif Rasmussen
2011: Jóanes Nielsen
2012: Tóroddur Poulsen
2013: Tróndur Patursson
2014: Torbjørn Olsen
2015: Annika Hoydal
2016: Rúni Brattaberg
2017: Barbara í Gongini
Heiðursgáva Landsins
2001: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
2002: Axel Torgarð
2003: Ólavur Hátún
2004: - eingin heiðursgáva latin
2005: Emil Juul Thomsen
2006: Jógvan Isaksen
2007: - eingin heiðursgáva latin
2008: Martin Tórgarð
2009: Laura Joensen
2010: Jonhard Mikkelsen
2011: Kristian Blak
2012: Marianne Clausen
2013: Árni Dahl
2014: Tey av Kamarinum
2015: Palli Gregoriussen
2016: Steinprent
2017: Frits Johannesen
Aðrar virðislønir
Málrøktarvirðisløn Landsins
2010: Jóhan Hendrik Winther Poulsen
Serstøk virðisløn
2006: Jón Hilmar Magnússon
2001: Ebba Hentze
Virðisløn til ungt listafólk
2011: Sakaris Stórá, filmslistamaður
2012: Silja Strøm, myndlistakvinna
2013: Trygvi Danielsen, yrkjari
2014: Mattias Kapnas, tónleikari
2015: Andrias Høgenni, filmslistamaður
2016: Anna Malan Jógvansdóttir, yrkjari
2017: Konni Kass
Listaárið ið fór - 2018
/Frá Lonely Hearts - Foto: Randi Samsonsen
Aftur í ár kunnu vit líta aftur á eitt ómetaliga hendingaríkt ár. Eg havi tikið samanum okkurt av tí, eg sjálv upplivdi og eg upplivdi sjálvandi ikki alt – verri enn so.
Barbara í Gongini Foto: KVF
Mentanarvirðislønir Landsins 2017 vórðu handaðar 24.januar í Miðvági. Virðislønin til ung listafólk varð latin Konni Kass, tónleikara. Virðisløn fyri mentanaravrik fekk Frits Johannesen. Mentanarvirðislønina fekk Barbara í Gongini.
Í februar læt serframsýningin hjá Sigruni Gunnarsdóttir, Tað stóra í tí smáa upp í Listasavninum. Myndirnar á framsýningini vóru heild rættiliga einfaldar - ofta savnaðar kring ein figur, ein persón, eitt fjall, ein fugl, eitt træ osfr. Hesin er settur á eina bakgrund, hon kann vera svørt, grá ella onkran annan einlittan lit og harumframt eru nakrir lutir, ið onkursvegna viðmerkja ella leggja aftrat støðulýsingini eins og eitt slag av rekvisittum í eini pallseting ella eini frásøgn. Myndamálið er rættiliga konsekvent í málningunum av fuglum, búrum, høsnaneti, mammum, ommum, børnum, einglum, bíblium, hurðum, lyklum og blómum. Sjálvt um fleiri av myndunum hava eitt surrealistiskt flog, ið m.a. kemst av, at summir lutir sveima ella eru ovurvaksnir ella minkaðir niður í stødd, sýnast myndevnini jarðbundin, at kalla innisæl. Høsnanet og hurðar verða ikki bert fataðar sum forðingar, men sum dømi um kerligt eftirlit og tilveruliga menning. Symbolikkurin er einfaldur, góðvarin, kristiligur og yvirhøvur rættlátin, haldi eg. Fleiri myndevni eru sjálvsævilig og grundað á upplivingar hjá listakvinnuni. Í hesum heimi eru kvinnur, mammur og ommur hetjurnar. Best dámar mær myndir, ið tykjast meira inniligar enn elskuligar, t.d. 2001 Hár (2005) og málningin, sum ímyndar ein smádrong, ið varisliga heldur einum spurvi. Her eru stílur og innihald samantvinnað á meiningsfullan hátt. Mær dámar eisini uppsetingina við grámálaða vegginum á framsýningini, har ein stólur og ein sofa eru sett inn, so at rúmið minnir um verkstovuna hjá Sigrun Gunnarsdóttir við framurskarandi útsýninum oman á Eiðismøl, sum listakvinnan sambært heimildarfilminum (hjá KVF, ið vit síggja brot úr á framsýningini) útihýsir úr síni verkstovu við bobluplasti fyri vindeygað. Og tað er kanska tí, at listakvinnan er meira áhugað í tí, sum hjartað er fullt av heldur enn í landslagnum uttanfyri.
Hansina Iversen Foto: Kinna Poulsen
Í februar læt eisini ein framsýning upp hjá Hansinu Iversen í Steinprenti. Á framsýningini vóru nýggjar myndir framsýndar undir felagsheitinum “Portrait of the loved ones”. Hóast heitið bar brá av figurativum portrettmyndum, var tað í veruleikanum ein tilsiping til egin verk og til skap i verkunum hjá listakvinnuni Hansinu Iversen, ið øll árini hevur verið trúføst móti sínum egna listarliga, nonfigurativa útgangsstøði.
Heitið kom, tá listakvinnan helt seg kenna aftur onkur skap, sum hava verið í hennara málningum áður. Tað eru hesi skapini, ið tykjast vera komin afturíaftur, og sum málarin skýrir at vera síni elskaðu/ Portrait of the loved ones. Men sjálvt um okkurt kent hómast í organisku formatiónunum, er nakað púra frískt og nýtt í samansetingunum av hesum skapum. Kompositiónirnar tykjast um somu tíð meira einfaldar og meira kompleksar enn tær hava verið við ávikavist gjøgnumskygdum og óglærum skapum, sum umskarast og bylgja fram og aftur í huga áskoðarans eins og eitt slag av afturlatnum mystiskum súmbolum, samstundis sum málaðu skapini kennast sansaliga sjálvsøgd. Summi teirra sýnast dynamisk við ferð á málingastrokunum, onnur standa sveimandi still á myndaflatanum. Bæði dýpd og flata verða herd orsakað av litavalinum, tá grunnir, flatir pastellitir møta djúpum, reinum litum. Hesar myndir spæla við okkara fatan. Av sær sjálvum roynir heilin javnt og samt at finna fram ímyndandi liðir í litflatunum. Men tað er merkiliga torført í hesum føri, tí skapini í nýggju myndunum hjá Hansinu Iversen tykjast flyta seg undan øllum afturkenningum, allýsingum og greiningum. Hetta kemst m.a. av mótsetningunum millum ta trídimensjonalu, rúmligu grundina í myndini og tey púra fløtu skapini, sum liggja og darra omaná eins og partar av klippmyndum í eini heild, ið skiftir skap alt eftir hvar áskoðarin fokuserar.
Anný Djurhuus Øssursdóttir - Foto: Kinna Poulsen
Listakvinnan Anný Djurhuus Øssursdóttir fekk Gávugóðs úr grunni Thorvalds av Steinum. Gávugóðsið var latið á føðingardegnum hjá Thorvaldi av Steinum 8.februar
Úr sendingini Gud signi Føroyar
15.februar skrivaði eg her á Listaportalinum um fyrsta part av áhugaverdu sendirøðini Gud signi Føroyar hjá Heina í Skorini. Eitt brot úr ummælinum: “..Nú er undirritaða ein av teimum nokk so síðhærdu humanistunum í Havn, ið tessvegna ikki kann vita hvat tey í Kelduni halda um sendingina, men frá mínari síðu av hegninum upplivdi eg ein nuanseraðan og informativan dokumentar við fordómaleysum viðtalum við fitt, glað og sannførd fólk, sum so fegin vilja vinna ein aftrat fyri Jesus og sum eyðsýniliga ikki síggja nakran trupulleika í teirri fyri mær púra ógudiligu sameiningini av hard core materialismu/kapitalismu og religión, sum verður praktiserað. Fyri tey í Kelduni snýr tað seg um ævinleikan, tey trúgva uppá ein veruligan himmal og eitt veruligt helviti, verður sagt og tí rinda tey pening til Kelduna sum siður var áðrenn reformatiónina - ikki eitt orð um kamelar ella nálareygu. Og so er tað sjálvandi eisini nokk so forvitnisligt at vera voyeur og sleppa við á møti og hoyra bimlandi eksotiska tungutalu saman við knallhørðum kapitalistiskum áheitanum um at seta pengar inn á konto hjá samkomuni. -Tey sáa inn í Guðs ríki og rinda tíggjund fyri at sleppa inn í um girðingina í Himmiríkinum. Tað tykist markleyst naivt at kalla vitleyst, men sær út til at rigga, og eg haldi eisini, at sendingin gevur eina ábending um hvat tað er, sum trekkir ikki minst ungdómin til. Tað eru onnur ung fólk sjálvandi, tónleikur og góðar tónleikaumstøður, eitt sindur av suggestión, ein bein lívskós, góður felagsskapur og nokk so nógv klemm, tí tað er nokk so fysiskt tað heila í teirri karismatisku og eftir øllum at døma eisini homofobisku rørsluni... Hetta við nuansunum er ein orsøk til, at sendingin er so góð sum hon er. Og so tað, at hon byggir á eina haldgóða grund av vitan, samrøðum og kanningum á samrøður og á eina kanning, sum í tølum greinar átrúnaðarlig viðurskifti. Í fyrsta partinum vísti kanningin hvussu átrúnaðarliga polariseringin í føroyska samfelagnum tykist geografiskt grundað”.
Í februar ummælti eg leikin Soli Deo Gloria og byrjaði so morgunfegin: “Henda sólgylta morgun, eg havi sett meg at skriva, blanda fuglaljóð seg uppí ummælið eins og eftirljóð frá fantastisku finaluni á leikinum Soli Deo Gloria hjá Peter Asmussen, sum varð frumsýndur á Tjóðpallinum í gjár. Teir sita so fittir í trænum uttanfyri, fuglarnir, og láta, meðan kettan situr á septiktanganum og fylgir við við smølum, miðvísum eygum. Soleiðis er náttúran, soleiðis er lívið og tað er hetta, sum leikurin snýr seg um. Soli Deo Gloria verður presenteraður sum ein sjónleikur í tólv kantatum, so sangur er á onkran hátt grundleggjandi í leikinum. Ikki at talan er um sangleik - langt frá, men tá hugsað verður um formin á leikinum, so eru tær ymisku søgurnar konsentreraðar eins og sangir, ið eru sjálvstøðugir, men tematiskt skyldir partar av eini heild. Inn í millum teir smáu leikirnar eru sonevndar korallir, har ein forteljararødd í skapi av skiftandi leikarum greiðir frá hvat er hent og hvat fer at henda. Soli Deo Gloria er ein sera modernaður leikur, sum gevur áskoðaranum brot av afturkenningum um ymiskt, sum gongur fyri seg við menniskjum í samtíðarsamfelagnum. Samfelagið verður lýst í eini humoristiskari dystopi. Eg hevði lisið handritið frammanundan og øtaðist satt at siga um dapurleikan og meiningsloysið í hesum søgunum um sjálvpínarar, sjálvmordarar, sjálvmorðsbumbarar, nazistabøðlar osfr. Men í uppsetingini hjá Christoffer Berdal á Tjóðpallinum fær leikurin kropp og andlit og verður bæði fjálgari og stuttligari eins og kærleikstørvurin millum menniskjuni følist meira ítøkiligur. T.d. millum tey bæði, sum ikki hava varnast, at okkurt álvarsligt bagdi teirra lítla barni, tí tey vóru upptikin av at skeldast. Leikurin viðger sostatt ymsar veruligar trupulleikar og samrøðurnar hava eitt realistiskt brá. Aðrastaðni bendir leikurin á ein meira absurdan bógv, ið til tíðir minnir um Samuel Beckett og hansara eksistentielt avdúkandi meiningsloysi, sum vit m.a. hava upplivað tað í leikinum, har tey bíða eftir Godot. Heitið á hesum leikinum, Soli Deo Gloria kann illa fatast øðrvísi enn, at tað er staðfest í speisemi, tí leikurin er mest av øllum um hvussu menniskjað roynir at navigera í einum heimi uttan føst parametur so sum Guð og rættvísi. Í einum broti brúkar høvundurin eina poetiska readymade, sum í samanhanginum fullkomiliga broytir týdning. Tað er kenda yrkingin hjá Goethe, Wandrers Nachtlied, sum verður framborin í vøkru týðingini hjá Janusi Djurhuus, og hvørs harmoni og sæla vendist við og brádliga merkist hóttandi.
Lonely Hearts - foto: Eiler Fagraklett
Tann 24. februar læt listaframsýningin Lonely Hearts við Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen upp í Listahøllini á MEST skipasmiðjuni. Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen framsýndu á teirri serstøku framsýningini verk, ið eru framleidd og taka útgangstøði í ráa framsýningarhølinum. Talan var um eina framsýning við skulpturum hjá Jóhan Martini og veggjarmálningum hjá Hansinu. Við heitinum á framsýningini Lonely Hearts var millum annað sipað til lættisoppakendan poptónleik, eyma kroppin, kærleika, einsemi, listafólkini sjálv o.s.v. - samanspælið millum alt hetta, tó ikki sum ein yvirornað linjurætt frásøga men ein røð av brotakendum parallelum evnum og eyðkennum.
Marius Olsen - Foto Jan Andersson
4.mars læt framsýning upp í Steinprenti við nýggjum prentum og vatnlitamyndum hjá Mariusi Olsen. Hann er ein av teimum heilt fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum burturav arbeiðir sum grafiskur listamaður. Tessvegna er hann serstakliga væl fyri tøkniliga at útinna sínar listarligu ætlanir. Myndauniversið hjá Mariusi Olsen fevnir bæði um sansaligar náttúruvisiónir og meira analytiskar lýsingar, har okkurt ónátúrligt, menniskjagjørt sæst í landslagnum, tað kann vera pelar, billyktir, leidningar osfr., ið um somu tíð kunnu upplivast formliga dekorativt og innihaldsliga sum eitt úttrykk fyri fremmandgering ella firring - hetta at menniskjan í modernitetinum kennir seg fremmanda og einsamalla.
Í mars upplivdi eg Látur Medusu í Sjónleikarhúsinum, sum GUT/ Productions framførdi við støði í ritroyndini hjá Hélène Cixous, Le Rire de la Méduse frá 1976, sum vit hoyrdu brot av í flottu týðingini hjá Turið Nolsøe. Ritroyndin, sum støðið verður tikið í, er feministisk og tað er leikurin eisini. Og sjálvt um ritroyndin er skrivað í hálvfjersunum, snýr hetta seg ikki um betongfeminismu ella millimeturdemokrati. Leikurin er meira poetiskur og sansaligur við eini gløggari, universalari, menniskjansligari og neyðugari tilgongd til feminismu. Søgurnar eru fleiri. Í fyrsta lagi er tað søgan um eitt fittligt og væl meinandi teaterkompaní, sum eitt sindur sjálvhátíðarligt og kiksað kastar seg út í eina stóra verkætlan, og sum longu á framløguni fær heldur óvæntaðar trupulleikar. Hetta er eisini søgan um vinarlag millum tvær vinkonur, sum seta sær fyri, at endurvinna kvinnuni pláss í leiklistini, í søguni og í samfelagnum, aftur ein onnur søga er um tíðina, sum gongur og lívið, sum fer avstað við okkum, um farin vinarløg, um neyðtøku, hevnd og um fyrigeving. Summar søgur eru altso veruleikakendar og onkuntíð ivast tú í um tað er spæl ella veruleiki. Handritið hjá GUT/Productions, Durita Dahl Andreasen, Búi Egason Dam og Mariann Hansen tykist eitt sindur spælandi, fragmentariskt og leysliga samanskrúvað, grundað á improvisatión umframt á ritroyndina hjá Hélène Cixous. Í fyrstani kanst tú halda, at framførslan eisini er eitt sindur leys í tí. Men í veruleikanum er ikki nógv tilvildarligt í samlaða leiklistarliga úrslitinum, sum við einum einastandandi blandi millum farsu, tragediu og onkrum triðja, sum minnir um modernaða installatiónslist ella spøkilsishúsið í Tivoli, sameinir góðan sjónleik og eina fantastiska scenografi við eina einastandandi instruktión, sum eg ikki havi upplivað neyvari enn tað sama. Tvær ferðir fekk eg tár í eyguni, eg veit ikki hví, eg skilji tað ikki við mínum heila, men báðar ferð konfronteraði leikurin ella sjálv uppsetingin meg við mínar egnu reaktiónir. Eitt sindur illa við royndi eg at blunda meg burtur av pallinum, har eg sat, meðan ein strofa frá einum sangi, sum eg minnist frá tá eg var smágenta “I was blinded by the light” hjá Mannfred Mann tók at mala í høvdinum á mær. Búi Dam er leikstjóri, hann brúkar øll møgulig kend og ókend listabrøgd og spælir uppá kenslurnar hjá okkum áskoðarum sum vóru tær viðkvæmir hørpustreingir og hann hørpuleikarin yvir allar hørpuleikarar. Látur Medusu – ein framløga er tað slagið av list, sum følist sum um hon er gjørd til júst tín/mín, sum kallar á júst tína/mína empati og sum framkallar tín/mín kvalma, ongan annan. Tað er fantastiskt at fara í Sjónleikarhúsið í Havn eitt púra vanligt mikukvøld í mars og uppliva eitt tílíkt listarligt støði og eitt tílíkt kreativt uppfinningarsemi. Og so eru nógv av teimum dugnaligu fólkunum, sum standa á palli og aftanfyri leikin - so herliga ung, at vit kunnu hugsast at vænta okkum meira frá teimum og tað er tað besta.
Í brátt farna ári fingu við nýggjan stjóra í Norðurlandahúsinum. Hon eitur Gunn Hernes og er norsk. Seinastu 3 árini hevur hon starvast sum framleiðslustjóri í Norðurlandahúsinum í Íslandi og hevur drúgvar royndir sum leiðari av ymsum mentanarligum verkætlanum. Gunn Hernes avloysti Sif Gunnarsdóttir, sum hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum í seks ár.
Verk hjá Rannvá Kunoy vóru partur av framsýningini Known Unknowns, sum læt upp í Saatchi Gallery í London 21.mars. Framsýningin var havd á lofti í Artdaily sum ein bólkaframsýning við verkum hjá altjóða listafólkum. Heitið sipar til, at listafólkini bæði eru ókend, men háttvird og mett at vera slóðbrótandi á hvør sínum øki. Milum tey 17 framsýnandi listafólkini var danska listakvinnan, Kirstine Roepstorff, ið var danska umboðið á seinastu Venesiabiennaluni. Um føroysku listakvinnuna stóð: “Rannva Kunoy (born in the Faroe Islands, lives and works in London) Using a specialist crystal paint in her work – the sort usually applied to luxury cars – Kunoy presents a strong use of colour that dictates the movement of the eye across the tonal gradient of the canvas. Her energetic gestures (created by scratching into the work’s surface to prevent the paint from becoming too ‘palatial’) produce marks that are difficult to categorise, as the image constantly fluctuates to reveal new compositions in changing light. By working this way and encouraging shifts in visual language, Kunoy explores the experience and psychology of perception. Kunoy graduated from the Royal College of Art in 2001 after completing her study of painting at City and Guilds of London Art School, London in 1999.”
Eitt tónleikaligt høvuðsverk í brátt farna ári er Támsins Likam hjá Hamferð, sum eg ummælti her á Listaportalinum: “Samlaða úrslitið er so mikið framúrskarandi gott, at Hamferð onkursvegna transcenderar sína egnu sjangru. At bæði vaksin fólk, gudilig, gamlir hippiarar og onnur ung og eldri hampafólk yvirhøvur finna uppá at leita sær til konsert hjá einum doom metalbólki, er ikki bara dømi um, at vit eru mentanarliga meira opin, frí og fjølbroytt í dag enn vit plagdu at vera. Tað er eisini eitt dømi um, at listarlig dygd floytar á sjangrudefinitiónir. Eg havi nú lurtað eftir útgávuni nakrar ferðir og dugi ikki at seta fingurin á nakað, jú kanska er myndin á fløguhúsanum ikki eins sannførandi og restin. Ljóðið á útgávuni er sera dynamiskt og fylgir tónleikinum, sum alla tíðina skiftir frá tí stilla og inniliga vakra til nakað meira aggressivt og óhugnaligt. Dómadagstónleikur er sjálvandi tungur og seigur við drúgvum løgum, men hetta er allíkavæl ikki nøkur tung útgáva av tí, at ljóðmyndin er so fjølbroytt og dynamisk sum hon er. Summa staðni sera einføld við fáum klingandi gittaratónum og sangrøddini, sum greiðir frá, aðrastaðni stórbær við fullum orkestri, fleiri gittarum, kóri osfr. Her er patos í stríðum streymum ordiliga lekkurt teatralskt sum í eini opera ella eini rockopera og røddin hjá Jón Aldará er eisini eitt sindur operakend, stórsligin, hann syngur sjáldsama væl og megnar bæði upp í hægstu hæddir og niður djúpastu grólandi gjáir..”
Í mars var kunngjørt, at stuðulin frá grunninum hjá Atlantic Airways, Listaflog í ár var latin Heiðriki á Heygum til eina videoverkætlan saman við sangbólkinum KATA.
Tann 29. Várframsýningin í Listasavninum var við fáum undantøkum ein ljós, luftig og heldur tom uppliving av deja vu. Sum ein listamaður í spølni helt fyri, var av álvara oyðslað við veggjaplássinum í Listaskálanum. Fjúrtan luttakarar vóru við, harav fleiri bert hava eitt ella tvey verk við á framsýningini. Tey trý í úrveljingarnevndini, Randi Samsonsen, Jón Sonni Jensen og Annika Gregoriussen høvdu sáldað nógv frá. Eg ummælti framsýningina og skrivaði m.a: “Stranga úrveljingin hevur við sær, at framsýningin hevur eitt reint og ruddiligt yvirbrá uttan serliga nógva kitsch og tað er gott, tá vit nú eru stødd í Listaskálanum og á eini Várframsýning, sum skuldi verið framsýningarpallurin hjá yrkislistafólkunum. Tað er hon ikki og ein so mikið reduktiv uppheinging, sum úrveljingarnevndin hevur framt, krevur eina ávísa nøgd av ordiligari dygdarlist. Har eru nøkur tílík verk á framsýningini, men tey eru heldur fá. Spurningurin er um ikki Várframsýningin átti at broytt format til biennalu, so at framsýningin annað hvørt ár gav okkum eina sannførandi mynd av hvat rør seg millum yrkislistafólkini. Við á Várframsýningini 2018 eru Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Kathrina Højgaard, Astri Luihn, Bjarni Mohr, Bjørg Jacobsen, Dan Helgi í Gong, Jana Jónhardsdóttir, Jóhan Martin Christiansen, Maria Smith, Nicolina Højgaard, Pernille Mejslov, Vagnur Dam, Vígdis Petersen og Zacharias Heinesen.”
Eitt áhugavert verk á Várframsýningini var hetta hjá Dan Helga í Gong: You should clean yourself
Tóroddur Poulsen gav út Himnahyljar: “Samanumtikið eru vit við nýggja yrkingasavninum Himnahyljar framvegis á teirri somu poetisku ferðini, sum Tóroddur Poulsen setti sjøtul á í 1984 við sínum fyrsta savni, Botnfall. Hetta poetiska universið er so serstakt og so mikið homogent og heilskapað, at mann freistast at gera sum ein annar eldhugaður ummælari og kalla Himnahyljar fyri eitt Tóroddskt savn. Og sum vit síggja á luftiga heitinum, so er himmalin drigin niður á jørðina sum í eini spegling ella eini mynd hjá Anker Mortensen, t.d. Hyljarhøvd frá 2001 og tí eru “holini í skýnum full av kombikkum og marflugum og øðrum sum krevja nógvan frið og ongar spurningar”. Savnið er herligar 94 síður av abstraktum og sansaligum orðamyndum, av hugfarsligum aforismum, stuttligum orðaspæli, uppreksingum og aktuellum gløggskygdum viðmerkingum til nútíðarsamfelagið.
Í apríl kom Korallbruni, eitt sjáldsama væl samanhangandi undirvatnsyrkingasavn hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir, ið byrjar við einum lyfti, eini einfaldari, konsentreraðari lítlari inngangsyrking við beinleiðis samanfalli millum yrkjaraeg og hav við tilsipingum til Hamlet og hansara tilveruligu hugleiðingar, meðan hann heldur í skøltinum á Yorick. Lesarin verður biðin um at lurta, og vit lýða gleðiliga á eina bók sum hesa. “Savnið hongur saman eins og ein yrkingasvita, sum í byrjanini lýsir yrkjaraegið á einari síðu og havið á hinari. Hetta havið bæði lokkar og lýgur, tí tað vil hava yrkjaraegið útí seg. Próvgrundin er tilfarsliga samanfallið millum salta havið og so saltið í egpersónsins sveitta og tárum. Og meðan júst hetta er ítøkiligt og satt, vísir uppáhaldið um, at deyðin er róligur og vakur, seg at vera lygn. Har er líðing og blóð í deyðanum. Kroppurin doyr og søkkur til botns og á botninum gera havsins djór sær dælt av honum. Krabbar og gággur leggjast á og verða likamliga eitt við yrkjaraegið. Meðan henda prosessin er í gongd, gongur eisini ein annar leikur fyri seg, sum fyrst er ein samrøða millum havið, sonevnda gágguhjartað og aðrar verur...”
Plakat En kort historie om abstraktion Foto Kinna Poulsen
Í mai læt upp framsýning á Rønnebæksholm við abstraktari list, sum listakvinnan Julie Sass kurateraði og sum fyri meg var nakað heilt serligt at síggja bæði sum kurator, men eisini sum føroysk listaáhugað. Fantastiskt at uppliva list hjá Rannvá Kunoy og Hansinu Iversen í so góðum selskapi sum á hesari framsýningini í Rønnebæksholm. Stuttligt hjá Julie Sass, at framsýningin í Information verður nevnd millum ársins bestu framsýningar. Julie Sass fer at hava framsýning í Steinprenti í komandi ári – meira um hetta seinni.
Randi Samsonsen In Search of Lost Colours - foto Kinna Poulsen
In Search of Lost Colours var ein serstøk framsýning hjá Randi Samsonsen við tekstillist og grafikki í Steinprenti. Høvuðstøknið hjá Randi Samsonsen er tóvirki - hon bindur, heklar og seymar klædnastykkir, sum verða fyllt, formað og sett upp sum listaverk. Harumframt sýndi listakvinnan eisini fram steinprent, sum hon hevði gjørt til framsýningina. Hetta var fyrsta serframsýningin hjá Randi Samsonsen í Føroyum, og hetta var eisini fyrstu ferð, hon framsýndi litografi. Kortini er grafiska tøknið henni als ikki ókent, tí hon hevur starvast á grafiska verkstaðnum og hjálpt til har í fleiri umførum. Framsýningin var konseptuel: “Bæði prent og tóvirki hava sama útgangsstøði - tað er hetta, ið listakvinnan kallar litminni frá teimum ymsu heimunum, har hon búleikaðist og vitjaði sum barn. Tekstillistin hjá Randi Samsonsen tekur atlit til menniskjalikamið - hennara antropomorfu skap eru lík likamslutum, men hetta er eisini list, sum skal fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri verk eru bleyt og mjúk, meðan onnur hava ein meira hvassan yvirflata. Tilfarsliga er talan jú um hondarbeiðslutir, um heimavirki, ið tó at tað verður umsitið á øðrvísi og nýggjan hátt, enn knýtir hugasambond við brúkslutir, sum vit áður hava bundið, seymað og heklað. Onkrastaðni millum tað kenda og ókenda taka hesi verkini áskoðaran á bóli og fáa okkum at flenna og kenna, at vamlast, fegnast og minnast.”
Jack Kampmann Listasavn Føroya
Serframsýningin hjá Jack Kampmann í Listasavninum kendist merkiliga heimlig, eg skrivaði m.a.: “Málningarnir við teimum mongu reyðu og grønu litbrigdunum mintu bæði í litum, málihátti og innramming um okkurt av tí, sum hekk í mínum barndómsheimi og í øðrum heimum hjá vinfólkum. Framsýningin, sum í løtuni er at síggja í Listasavninum, er sum bótamoli av føroyari list í farnu øl - eitt konsentrat av fransktinspireraðari modernismu við semiabstraktum landslagsmyndum av bygdini við havið, av kyrrlutamyndum og portrettmyndum. Tess áhugaverdari er tað, at listamaðurin, sum talan er um, ikki er føroyingur, men dani, sum enntá segði seg vera enskan. Tað er sjálvandi listamálaran Jack Kampmann, eg tosi um, og framsýningin Jack Kampmann Ein modernistur í Føroyum er áhugaverd, bæði orsakað av góðum myndum, ávísum framúr málningum, men eisini, tí verkini hava listasøguligan týdning og áhuga. Ikki minst í mun til Ingálv av Reyni – tað er heilt ótrúligt sum summir málningar hjá Jack Kampmann líkjast málningum hjá Ingálvi av Reyni bæði frá litríka tíðarskeiðnum, flatumálarínum og av hækkandi sjónarringinum. Í fleiri førum helt eg tað vera myndir hjá Ingálvi av Reyni, t.d. tann av Kvívík frá 1957. Aðrir málningar minna um Matisse, Braque, Immanuel Ibsen og Cézanne. Síðstnevndi fekk serliga stóran týdning sum inspiratión hjá Zachariasi Heinesen, ið jú meira enn nakar hevur grundað ta føroysku myndina. Tað er hugvekjandi hvussu stóran týdning fronsk list hevur fyri ta føroysku eins og tað er imponerandi hvussu nógv stílurin varierar í málningunum á framsýningini hjá Jack Kampmann. Í nógvum førum ber til at síggja stílslig drøg frá hesum og hasum franska ella danska listafólkinum - hetta verður eisini gjølliga umrøtt í tekstinum hjá Nils Ohrt í kataloginum, men eg haldi eisini, at har er okkurt í myndunum, sum er sermerkt og sterkt, sum er Jack Kampmann. Hetta síggi eg bæði í litsamansetingum og kompositiónum, ikki minst nøkrum reyðum, næstan abstraktum, at kalla konstruktivistiskum málningum, sum hanga sama, men sum av ókendum orsøkum eru hongdar inn í innara rúmið, sum er myrkari enn restin av salinum. Hesi høvuðsverkini høvdu hingið betri í høvuðssalinum..”
Ebba Hentze - Kringvarp Føroya/ Kendir føroyingar
Fyrsta Ebba Hentze virðislønin varð latin hvítusunnudag 20.mai og var tað Beinir Bergsson, ið fekk virðislønina fyri sítt debutsavn Tann lítli drongurin og beinagrindin, sum Sprotin gav út í 2017. Talan er um eitt rættiliga serstakt yrkingasavn, ið tematiskt viðger deyða og sjúku. Høvundin og týðarin Ebba Hentze testamenteraði Listasavninum síni myndlistaverk, herímillum vóru fleiri góðar tekningar og klipp hjá Williami Heinesen, men alt annað fekk Rithøvundafelag Føroya at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Í fjør heyst varð Ebbuvirðislønin stovnað við krónum 570.155,54 á konto. Árliga kann ein virðislønin á krónur 25.000 verða latin. Tað er nevndin í Rithøvundafelag Føroya, ið ger av, hvør fær virðislønirnar, sum verður handað 20.mai, sum er dagurin, tá Ebba Hentze andaðist. Nevndin hevur heimild at lata eina virðisløn árliga, men eisini onga at lata
Elin J.Smith: Borgmeistaraketa
25.mai læt framsýningin hjá Elini J.Smith: Sorg, sálarkvøl og heimloysi upp í Smiðjuni í Lítluvík við málningum, akvarellum, tekningum og keramikki. Framsýningin var heldur óvanlig við tað, at hon fyrst og fremst tóktist snúgva seg um sosial evn, um heimleys, fátøk, um heimsins órættvísi og ólukkuligar menniskjalagnur. Á framsýningini var ein sonevnd Borgmeistaraketa; eitt keramiskt verk við húsum, skríggjum og laksum millum annað - eitt høvuðsverk á framsýningini; ein original, samfelagskritisk og rættiliga speisk viðmerking til nútíðarsamfelagið og tess ójavna og ófrælsi.
Aftur í ár skipaði Norðoya Listafelag fyri Summarlist í Posthúskjallaranum í Klaksvík. Ein framsýning, ið vísti nakað av tí, sum rørist í listini. Framsýningin fevndi um málningalist og grafikk, gipsverk, installatiónir, videoverk, interaktiva list hjá: Astri Luihn, Dan Helgi Helgason í Gong, Fía Heinesen, Frits Johannesen, Hans Jacob Østerø, Heiðrik á Heygum, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Jóna Rasmussen, Rannvá Holm Mortensen, Rannvá Kunoy, Rókur Heinason Heinesen, Silja Strøm og Tummas Jákup Thomsen.
Í juni kom yrkingasavnið Silvurbók hjá Trygva Danielsen, sum eg skrivaði um: “Í hansara yrkingum hómast eitt ávíst lyndi til at venda tingunum við. Í staðin fyri at loypa út úr skápinum sum nakað spesielt, umhugsar yrkjaraegið at loypa út sum okkurt vanligt, sum sjómaður ella sum alien. Onkrar yrkingar fáa meg at hugsa um Tórodd Poulsen og tað er ikki bara tí báðir yrkjarar eru úr Havn og skriva tekstir við kritiskum hugburði mótvegis turismu, materialismu og etableraða spíssborgaranum. Her er eisini formlig samanfall við orðaspæli og denti á mótsetningar. Fastar orðingar verða loystar upp og brúktar á nýggjan hátt, eins og sansaøki, sum vanliga einki hava við hvørt annað at gera, verða sett saman sum tá tosað verður um at føla eftirsmakkin av longslinum. Og sjálvandi er alt hetta vanlig fyribrigdi í modernistiskum yrkingum, men eg haldi, at okkurt er í tí tilfarsliga í summum yrkingum, sum minnir meg um Tórodd Poulsen. Í eini yrking stendur t.d.: “tí eg saknaði teg/ heilt har uppi/ yvir skýggj/ tá eg feyk í vindinum/ meðan tú vart moldin/ og bíðaði tolin/ til eg krassjaði” (s.61). Kanska eru orðaspølini hjá Trygva Danielsen øðrvísi og meira kringlut enn tey hjá Tóroddi Poulsen – í Silvurbók verður til dømis tosað um at jarðbera lygnina, um statoilstøðina í sálarbotni og um at bryggja bøtuflaka. Yrkingarnar hjá Trygva Danielsen hava somuleiðis eina meira staccato-kenda rútmu við einum ella fáum orðum á hvørjari reglu. Viðvíkjandi inspiratión ella at líkjast øðrum listafólkum, haldi eg í grundini ikki, at tað er nakar trupulleiki um eitt ungt listafóllk tekur okkurt upp, sum vit hava hoyrt fyrr. Tey allarflestu hava fyrimyndir á ungum árum, tey mennast og gerast so við og við meira sjálvstøðug, eg haldi, at Trygvi Danielsen hevur tikið seg nógv fram síðan vit seinast hoyrdu frá honum. Tað, sum hevur týdning er um nakað verður sagt her sum ikki kann sigast á nakran annan hátt enn tað verður sagt her og um nakað nýtt verður sagt her. Svarið er játtandi; Silvurbók inniheldur fleiri góðar yrkingar, bæði speiskar, stuttligar og inniligar..”
Leygarkvøldið 9.juni var hátíðarhald í danska sjónleikarumhvørvinum, tá Reumert-virdislønirnar vóru latnar. Hæddarpunktið á kvøldinum var, tá Årets Hæderspris var latin og tað gjørdist greitt, at ársins móttakari av virðingarmiklu heiðurslønini (Årets Hæderspris) frá Bikubengrunninum var føroyski sjónleikarin, Olaf Johannessen. Nógvar rósur og lovorð vórðu søgd um sjónleikaran, sum glaður og ovfarin sendi rósurnar víðari til unnustu sína. Umframt heiðurin fekk heiðurslønarmóttakarin 200.000 krónur.
Í summar fekk eg fatur á nýggju plátuni hjá Teiti Lassen, I want to be kind, sum eg lýsti við hesum orðum: “Sangirnir eru sera einfaldir, men tíðum hoyrast leitandi klangir og millumspøl, sum í grundini eru øgiliga lítið popput, og sum í støðum minna um t.d. instrumentalløgini Y-arpeggios. Sara er hinvegin ein sovorðin sangur, sum tú heldur teg altíð hava kent. Júst sum Kodachrome hjá Paul Simon er Sara (Teitur og Judith Holofernes) ein føddur klassikari. Í tekstinum vendir ein sorgblíður egpersónur sær til fyrrverandi unnustuna, Saru og hevur hug at taka okkurt upp aftur saman við henni. Sangin Quite a lot, only slightly, very much havi eg hoyrt áður á donskum - tað er ein av sálmunum, sum Teitur gjørdi herfyri í sambandi við reformatiónsfagnaðin. Í tekstinum tekur sálmaskaldið útgangsstøðið í sonevnda Goldberg depressiónstestini. Tað ljóðar møguliga eitt sindur kliniskt, men hesum sangurin er alt annað enn tað, hann er fullkomiliga fantastiskur, eg fái ikki hildið uppat uppat við at lurta eftir honum og eri so spakuliga við at venja meg við tað merkiliga syntetiska kórið eisini. Tað ljóðar fremmant, men er fleirfaldaða røddin á Teiti. Orðingin, ið verður endurtikin er “without you” og rakar saman við yndisliga, einfalda laginum beint í hjartað. Tað sama kann sigast um alla hesa eyðmjúku útgávuna hjá einum sangskrivara, ið fremst av øllum ynskir at vera fittur og góður, og sum finnur gleði í teimum smáum lutunum - Tann gleðin kann vera stór
Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum, VATN varð kuraterað av Inger Smærup Sørensen við verkum hjá tjúgu listafólkum úr Føroyum, Norðurlondum og Baltikum. Upplatingin var samstundis karmur um móttøku av nýggja leiðaranum í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes. Hamferð, Jón Aldará, Theodor Kapnas og John Egholm høvdu eina heilt einastandandi, ja rúnarbindandi framførslu, dynamiska, dramatiska við undurvøkrum, kenslubornum sangi. Áðrenn hesa framførsluna greiddi Gunn Hernes m.a. frá í síni røðu, at 262 listafólk hava sent inn uppskot til framsýningina, sum hevur undirheitið VATN Norðurlendsk Salón, men bert 20 teirra sluppu gjøgnum nálareygað: Andris Vītoliņš (LV), Anja Carr (N), Catrin Andersson (S), Charlotte Binau (DK), Dorthe Lund (DK), Guðrún Öyahals (IS), Hansina Iversen (FO), Jens Dam Ziska (FO), Kristin Tårnes (N), Lasse Lecklin (FI), Line Solberg Dolmen (N), Nina Maria Kleivan (DK), Rannvá Holm Mortensen (FO), Søssa Jørgensen (N), Steinunn Gunnlaugsdóttir (IS), Terje Roalkvam (N), Tove Kommedal (N), Vappu Johansson (FI), Victoria Cleverby (S) og Voldemārs Johansons (LV).
29.juni læt framsýningin hjá Claus Carstensen, Ape Rules, O.K.! upp í Steinprenti. Eitt útgangsstøði vóru skakandi tølini í áðurnevndu sjónvarpssendingini hjá hjá Heina í Skorini, Guð signi Føroyar, at bert 21% av føroyingum taka undir við menningarlæruni, meðan heili 52% av okkum trúgva uppá kreationismu, at menniskjað er skapt av Guði ella eini hægri makt. Í framsýningarhølunum var áskoðarin tikin á bóli av fleirtýðugu apunum við teirra opnu, aggressivu kjaftum og sorgblíða, eyma eygnabrái. Orðatakið um, at eyguni eru spegilin hjá sálini er dømi um symbolsku fatanina av eygunum – ímyndin um tað serstakt menniskjansliga er á so mangan hátt bundin at eygnabránum. Myndevnisliga fráspennið er í sonevndu "djóragerðini" – eitt hugtak hjá Carstensen, sum snýr seg um stigskifti av mentan, tilvitsku, sjálvstilviti og menniskjansskap. At menniskjað er tilvitað um, at tað ikki livir í einum opnum, endaleysum lendi, men sær hetta lendið minka støðugt – djórið sær fyri sær eitt opið, óavmarkað, tíðarleyst landslag, har tað ikki er nakað áðrenn ella aftaná og tessvegna heldur ikki finst nakað tilvit um deyðan.
Í summar gjørdist greitt, at tað verða Listafólkasamband Føroya (Lisa) og Tjóðsavn Føroya, sum fara at húsast í Hoydølum nú skúlin er farin í nýggja bygningin í Marknagili. Sambært Rigmor Dam hevur tað týdning, at verandi bygningar fyllast við lívi og menniskjum; við úteftirvendum og almentgagnligum virksemi. “Og við at umskipa Hoydalar til ein slíkan livandi mentanardepil kann kanska eisini spyrjast eitthvørt forvitnisligt burturúr teirri synergiini, sum uppstendur. Í øllum førum fegnist eg um, at bæði mentanin og listin nú fáa væl betri arbeiðsumstøður”, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.
Mjørki er ljós var heitið á summarframsýningini í Steinprenti, sum læt upp 27.juli við nýggjum listaverkum hjá Rannva Kunoy, Zacharias Heinesen, Fríða Matras Brekku, Hansina Iversen, Erik Heide, Tóroddur Poulsen, Hanni Bjartalíð, Marius Olsen, Bárður Jákupsson og Louise Aakerman Nielsen. Framsýnt var eisini eitt prent hjá danska listamanninum, Per Kirkeby, sála, sum doyði 9.mai í ár. Hann hevði somuleiðis skrivað yrkingina, sum framsýningin tók støði í, har tað m.a. verður staðfest, at “Mjørki er ljós, myrkur er ljós, holan er ljós”. Tá vit tosa um ljós í myndum, verður ofta sipað til sólarljós og impressionistisku royndina at skráseta ljósárin í náttúruni, at fanga ljósbrigdi í landslagnum ella ljósbroytingar, sum vit hava so nógvar av í Føroyum. Men Summarframsýningin í Steinprenti snýr seg um eitt annað ljós, ið kyknar í myndini sjálvari og leggur inn undir seg eitt spildurnýtt rúm, sum ikki hevur verið til áðrenn tað varð skapt í einum listaverki. Talan er altso um eitt abstrakt rúm. Hetta rúmið verður umsitið á sera ymiskan hátt av teimum ymisku listafólkunum, sum eru við á framsýningini.
Upplating av framsýning hjá Elini Smith - Ólavur Hátún var millum gestirnar. Foto Kinna Poulsen
Beint fyri ólavsøku komu deyðsboðini av Ólavi Hátún. Í tómrúminum av einum menniskja sum Ólavi Hátún er ikki lætt at taka dagar ímillum hvørji avrik hava størstan týdning, men eg hugsi, at hansara samstarv við altjóða tónleikakapacitetir fekk ómetaliga stórt árin á føroyskan tónleik, hetta fevnir bæði um komponistar, dirigentar, orkestur, kór, tónleikaskúlar osfr. Tað er vónleyst at fara undir at nevna nøvn, tí tey eru so mong, sum gjøgnum Ólav Hátún hava fingið varugan týdning fyri føroyskt tónleikalív, men samstarvið við danska tónaskaldið Vagn Holmboe má nevnast, hann hevur skrivað fleiri føroyskar kórklassikarar, framúrskarandi sangir við stórari ávirkan á tónleikin hjá teimum yngru føroysku tónaskaldunum. Samstarvið við sveisiska dirigentin, kórleiðaran og tónaskaldið Willi Gohl hevði við sær stórar tónleikaverkætlanir, ið somuleiðis lyftu einstaklingar og heildina í føroyskum tónleikalívi og tað sama var galdandi fyri samstarvið og vinarlagið við íslendska kórleiðaran og organistin, Jón Stefánsson og íslendska sangskúlan umframt mong onnur.
Ólavsøkuframsýningin í ár tók støði í orðastovninum "Mál". Eg ummælti framsýningina m.a. við hesum orðum: “Kuratorurin, Jón Sonni Jensen hevur rætt í sínum varhuga, at evni ofta kunnu tykjast avmarkandi fyri listafólkini og tí hevur hann vent hesum viðurskiftum á soleiðis, at evnið er upp til áskoðaran at meta um. Ein kassi er settur upp har tey vitjandi hava møguleikan at skriva sínar tankar á lepar og lata teir í kassan eftir at hava sæð framsýningina. Umleið triðja hvønn dag skulu leparnir avmyndast, og myndirnar leggjast út á Facebook síðuna til øll at síggja. Hetta var alt sera modernað, prossesmerkt, opið og at síggja til vinarligt mótvegis áskoðaranum. Tað sama kann sigast um leparnar, ið hanga ymsastaðni í framsýningarrúminum við lýsingum av ætlanunum við avvarðandi verki ella við orðafrágreiðingum av eitt nú orðinum fenomenologi. Men tað merkiliga, sum hendir er, at beinasomu frágreiðingarnar onkursvegna skapa frástøðu millum verk og áskoðara.”
6.august varð framsýningin Mjørki er ljós í Steinprenti víðkað við einum spildurnýggjum risastórum málningi hjá Rannvá Kunoy. Ljós og gjøgnumskygni hava sum heild verið týdningarmiklir partar av listarligu ætlanini hjá Rannvá Kunoy líka síðan hon byrjaði sum listakvinna. Øll árini hevur hon ment ljósárinið í sínum myndum og hevur nú nátt eitt hæddarpunkt við málningum, sum í roynd og veru lýsa. Seinastu árini hevur hon arbeitt við serligum litpigmentum, ið skifta lit eftir ljósinum í framsýningarrúminum og eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til málningin. Hesir málningarnir, ið eru bygdir upp av nógvum tunnum løgum av máling, eru ómetaliga sansaligir, vakrir og nærverandi, samstundis sum teir sýnast holografiskir og at kalla futuristiskir í mátanum teir í roynd og veru bróta eina grundtreyt hjá málarínum - at vera fikserað í tíð og rúmi. Hóast nýggja verkið hjá Rannvá Kunoy er monumentalt við síni hædd á 190 cm og breiddini uppá 340 cm, er árinið hugtakandi lætt. Hetta hevur við málihátt og litevni at gera, men er fyrst og fremst grundað av kompositiónini, ið hóast hon er kompleks við fleiri løgum av teknaðum svørtum mynstrum, orðum, figurum og tilsipingum, er greitt disponerað av listakvinnuni, ið megnar at savna allar teir túsund træðrirnar til eina samanhangandi, lýsandi og flótandi heild. Hetta er málarí, men uttan tey fótafar av máliprosessini, sum plaga at merkja málningatøknið. Tað tykist næstan sum er málningurin av eini aðrari verð og ilt er at meta um til dømis forgrund og bakgrund ella hvat er frammanfyri hvat. Tað er eins og allir partar av málninginum eru javnsettir. Ein fotomynd av honum gevur als ikki ta veruligu upplivingina hjá áskoðaranum, tí ein týdningarmikil partur av upplivingini liggur í sjálvari ljósbroytingini, sum hendir, tá áskoðarin flytir seg framman fyri verkið. Har eru so ómetaliga nógvir møguleikar í óítøkiliga, sansaliga og vitborna málninginum, sum hevur heitið Blanket Bond. Orðið er eitt bankahugtak fyri eina trygging, ið verjur bankar móti ólógligum virksemi hjá starvsfólki, umframt móti stuldri. Heitini hjá Rannvá Kunoy eru ein søga fyri seg, ein eyka tulkingarmøguleiki við popp-assosiatiónum, sum listakvinnan gevur okkum við einum lítlum skálkabrosi.
Í august læt upp stór framsýning við verkum hjá Astrid Andreasen í Müllers Pakkhúsi í sambandi við 70 ára føðingardagin hjá listakvinnuni. Her var ein ørgrynna av tekningum av fiskum, blómum, tara og kyktum, sum Astrid Andreasen hevur teknað neyvt og væl, realistiskt við ljós og skugga, so at lutirnir fáa rúmd og kropp. Hon hevur greidliga eitt serligt eyga fyri náttúrunnar vøkru mynstrum og litum - Ikki minst eru taramyndirnar ómetaliga vakrar og livandi. Uppheingingin kundi kanska verið greiðari, kurateringin fastari, men eg hugsi, at fyrireikararnir hava satsað uppá kvantitet og hava viljað framsýnt so nógv sum møguligt av lívsverkinum hjá Astrid Andreasen, ið bæði fevnir um stórt og smátt. Um monumental veggjaprýði og pinkalítil frímerki, um hugtakandi leikur til børnini á einum barnaheimi í Grønlandi og fínar áseymaðar myndir, har listakvinnan lýsir silvitni og onnur ljósfyribrigdi í náttúruni.
Bárður Jákupsson - foto Kinna Poulsen
Í august læt upp serframsýning hjá Bárði Jákupsson í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tað var gott at síggja framsýningina hjá listamanninum, sum tollaksmessudag fyllti 75 - ikki minst, tí okkurt nýtt hómaðist fleiri staðni í einum í støðum ljósari og følnari litavali við opnum strukturi, sum loysir myndaflatan upp í figur og grund. Men í staðin fyri at gerast meira naturalistiskt og býtt upp í hav, land og himmal, sum mann kundi væntað, er tað eins og nær Bárður eitt nýtt abstraktiónsniveau við hesum nýggju verkunum. Tað eru fjallavisiónir og náttúruapoteosir, men hyggja vit til dømis at myndini ovast her á síðuni, so hevur hon eitt universalt brá við ovalu heildini av bláum, gráum og svørtum skapum, ið fara dansandi um myndaflatan. Í mínum hugaheimi gerst myndin ein málað kærleiksváttan ikki bara til landið og litirnar, men til lívið sjálvt. Tað er sannførandi og imponerandi! Farið øll og hyggið – eisini tit, ið avgera hvør skal hava mentanarvirðisløn
Anna Seppälä - Foto Kinna Poulsen
31.august læt upp forvitnislig framsýning í Steinprenti við kollasjum, steinprentum og tekningum hjá finsku listakvinnuni Onnu Seppälä. Listakvinnan hevur bæði framsýnt og arbeitt í Steinprenti áður, men hetta er hennara fyrsta stakframsýning í Føroyum. Eg skrivaði um framsýningina: “Myndevnisliga leggur framsýningin seg í eina realistiska og eina meira gandakenda slóð. Talan er í fyrra lagi um ein veruleikakendan at kalla privatan gerandisheim við lýsingum av børnum við hús og ein meira universalan, ævintýrkendan dreymaheim, ið er merktur av hópin av dekorativum bjartlittum blómum, av kátum dansi, av kolibrium, sum drekka í seg nektar. Huglagið er feminint, um somu tíð undurvakurt og hóttandi, teknihátturin barnsliga fríur og herliga skeivur og óskikkiligur, merktur av einum óvanliga klárum innliti í barnalív og eini greiðari trúgv uppá grundleggjandi týdningin, sum kærleikin hevur fyri skroypiliga mannalívið. Úrslitið er bæði rørandi og listarliga sterkt.”
Brandur Patursson verk á Glasi - Foto: Kinna Poulsen
9.august var almenn móttøka á Glasi. Eg skrivaði: “Glasir er størsta bygningsverkætlan í Føroya søgu. Listprýðingin er somuleiðis tann størsta av slíkum, sum nakrantíð er framd her á landi. Enn manglar okkurt verk at verða sett upp í prýðingini, ið sum heild er ómetaliga væl eydnað (Rannvá Kunoy, Anker Morteen, Jóhan Martin Christiansen, Brandur Patursson, Sigrun Gunnarsdóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Hanni Bjartalíð). Tess syrgiligari tykist staðsetingin av listaverkunum úti í brandtrappunum. Men hvat fara fólk í framtíðini at hugsa um Glasir? Tað valdast kanska hvussu skúlin fer at roynast næmingum og samfelagi. Men byggilistarliga hugtekur bygningurin eitt nú við síni imponerandi stødd og við mátanum, hann er staðsettur og lagaður til lendið í fleiri hæddum. Sambært arkitektafyritøkuni BIG, er skúlin sniðgivin sum ein meldurhvirla við stórum garðrúmi, ið er kjarnin í skúlanum. Og rætt er, at tað innanfyri ikki minst er víðfevnda og ljósa miðrúmið við atrium í neðra og glaskupli í erva, sum imponerar. Út frá rundbygninginum eru leingir og útúrgerðir; upplatingardagin bar fryntiligi arkitekturin, Bjarke Ingels í røðu síni skapið saman við báðar endarnar á einum tilvildarliga krosskastaðum turriklæði. Tilfarið er fyri tað mesta glas og betong og úrslitið er serstakliga ljóst, gjøgnumskygt, modernað og kalt sum ein gamaldags science fiction visión - eg hugsi um góða gamla móðirskipið Starship Enterprise; eitt heilt glas-univers komplett við motordeild í neðra, hárturkarum í erva og við øllum møguligum humanistiskum, náttúruvísindaligum, tekniskum, kreativum, littererum og merkantilum lærugreinum harímillum. Glasveggirnir eru allastaðni, teir eru ein ósjónlig og ítøkilig avbjóðing bæði so og so, og ikki bara sum endaleys pussiflata hjá teimum frammanundan hart royndu vaskikonunum. Tey eru ikki fá, sum í skundi hava rent seg í glasveggir og sum hava ásannað, at glas er hart at renna seg í. Hetta sama kann helst sigast um allan bygningin fyri ikki at tala um bygnaðin, at her eru avbjóðingar av ymsum slagi, alt møguligt, sum skal lagast til og broytast..”
Í september læt serframsýningin Kringsýni hjá Bjarne Werner Sørensen upp í Listasavninum. Fyri meg vóru ikki minst málningarnir á framsýningini áhugaverdir og eitt sindur meira villir og váðafúsir. Men eisini her fært tú varhugan av samanhangi og eini skipaðari samanseting. Málningarnir eru bygdir upp í løgum; ovasta lagið er í fleiri førum málað við einum ógjøgmumskygdum, flatum og skríggjandi liti, sum sýnist púra mótsettur heitu, organisku litunum innanfyri. Hetta gevur myndunum ein hugtakandi dám av bæði flata og dýpd, einum kringsýni merkt av nærveru og fjarleika.
Í oktober vóru tær fyrstu listafólkalønirnar latnar Brandi Patursson, myndlist, Búa E. Dam, leiklist, og Katrini Ottarsdóttir, bókmentir. Endamálið við Listafólkalønunum er at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum, eftir nevndarinnar meting, hava listalig ella faklig dygdareyðkenni.
Bárður Oskarsson - Foto Jan Andersson
30.oktober gjørdist greitt, at Bárður Oskarsson fekk stóru Barnabókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins á 350.000 krónur. Virðislønin varð latin fyri Træið, sum eisini vann barna- og ungdómsvirðislønina hjá Útnorðurránum í 2018. Í grundgevingini varð dentur lagdur á, at søgan hjá Bárði torir at vera einføld “I en tid hvor alting synes at skulle op i tempo, har vi valgt at belønne en fortælling, som tør tage sin tid. I en virkelighed, hvor vi hele tiden bliver bombarderet med indtryk, har vi valgt et værk, som bruger få ord og enkle billeder til at præsentere en både morsom og dybsindig fortælling. Værket udmærker sig både ved et højt kunstnerisk niveau og ved en stor tillid til læserens evne til at undres og tænke selv. To venners passiar efterlader spørgsmålet om, hvorvidt det går an at stille sig tilfreds med andres erfaringer, eller om man måske er nødt til at risikere noget, for at få stillet sin nysgerrighed over, hvad der er uden for vores horisont. Med små detaljer og nuancer formår Bárður Oskarsson med sin billedbog Træið at skabe en sjældent fornøjelig læseoplevelse for både store og små og får derfor dette års pris..”
M.A.Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir fekk Rannvá Holm Mortensen fyri yrkingarsavnið Sólsmakkur. Edward Fuglø fekk virðisløn fyri mentanaravrik sítt við prýðingini í kjallaranum í Christianskirkjuni. Barnamentanarvirðislønina fekk Vár Berghamar Jacobsen.
Føroyski sjónleikarin, Sofía Nolsøe Mikkelsen verður mikið róst fyri leiklutin sum Selma í leikinum Dancer in the Dark á Aarhus Teater, og sum er bygdur á kenda filmin hjá Lars von Trier.
Á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum í november var kunngjørt, at Oddfríður Marni Rasmussen vann skaldsøgukappingina hjá Sprotanum og Bókahandlunum. Í grundgevingini fyri vinnaraskaldsøguna Ikki fyrr enn tá stendur m.a., at vit við hesi skaldsøgu hava fingið eina nýggja rødd. Her er talan um eina sannførandi skaldsøgu, ið er skrivað av einum sannførandi høvundi um eitt týdningarmikið evni, ið okkum tørvar at seta orð á. Søgan snýr seg um ta vanlagnu tað er, tá makin fær ólekjandi heilakrabba, men tað er støðan hjá tí avvarðandi, ið verður so meistarliga lýst. Ikki einans er hetta ein ræðandi og hjartanemandi frásøgn – hon er eisini so sera týdningarmikil at hava á føroyskum máli. Skaldsøgan setur flugubein við allar tær røttu yvirskriftirnar. Mál, frásøgufólk, frásøguháttur og sjónarhorn, nærlagni, flow og fokus, bygnaður, samanhangur – alt arbeiðir saman og ger skaldsøgan til eitt heilskapað verk, ið ein ikki gloymir, men kann lesa umaftur.
Almenn ráðstevna um útbúgving í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya var í døgunum 6. og 7. desember í sambandi við, at Fróðskaparsetrið fer í holtur við útbúgving í listaligum arbeiði.
Fríggjadagin 7.desember læt hin tíggjunda framsýningin í røðini av Myndaódnum upp í Steinprenti við góðum gløggi og gávuprentum, sum Bárður Jákupsson gjørdi. Steinbrá, felagið hjá grafikkáhugaðum Steinprentstuðlum, fekk enn fleiri limir. Framsýningin er opin inntil 19.januar. Her eru stór og smá verk hjá Hansinu Iversen, Randi Samsonsen, Onnu Seppälä, Fríðu Matras Brekku, Bárði Oskarsson, Bárði Jákupsson, Rannvá Kunoy, Hanna Bjartalíð, Claus Carstensen, Julie Sass, Louise Aakerman Nielsen, Tóroddi Poulsen, Erik Heide, Mariusi Olsen, Peter Carlsen og Zven Balslev. Síðstnevndi gjørdi nýggjastu verkini á Myndaódnini, sum er sveinaroyndin hjá Louise Aakerman Nielsen innan steinprent.
Við hesum mongu (sic.) orðum fari eg at ynskja mínum lesarum eitt gott og eydnusamt nýggjár við tøkk fyri tað brátt farna. Eg gleði meg til komandi listaupplivingar.
Við nýggjárskvøðu
Kinna
Bárður Jákupsson 75
/Foto: Jan Andersson
Nú ein dagin las eg í einari grein í The Guardian um eina kanning, har staðfest var, at aldurdómurin byrjar, tá vit fylla 75. Henda staðfesting var bygd á eina spurnarkanning, har fólk vóru spurd ymsar spurningar um aldur og fatan av aldri; ein fatan, ið tykist merkt av fordómum. Sambært hesari kanningini, so helt meginparturin av teimum spurdu, at ellin byrjar á sjeytifimm ára degnum – tað er um tað mundið, at vit vikna og verða gronut (sic!). Longur niðri í somu grein stóð viðmerkt, at serfrøðingar hava kannað uppáhaldið og eru komnir til, at tað er skeivt, tí tað í grundini er rættiliga individuelt hvussu vit menniskju hava tað við árunum, okkum fella í lut. Hesum vistu vit av. Summi tykjast hálvgomul frá barnsbeini, meðan aldur eftir øllum at døma ikki ordiliga rínur við hjá øðrum. Soleiðis er við dagsins føðingardagsbarni, Bárði Jákupsson, ið øll árini hevur megnað at halda samband við sína barnsligu síðu, Sjálvt um krúllurnar á honum eru nakað gránaðar, standa tær enn í andarisi, tá hann av fullum huga greiðir frá og sigur stuttligar og áhugaverdar søgur um alt tað nógva, hann hevur upplivað. - Tað er nevniliga ein fyrimunur, tá árini gerast fleiri í tali, at tað sama er galdandi fyri upplivingarnar og fyri Bárðursa viðkomandi eisini framsýningarnar. Hann hevur fyri kortum havt eitt satt ódnartak av eini framsýning á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og er í skrivandi stund við at fyrireika framsýningarvirksemi í januar.
Umframt at vera listamaður, hevur Bárður Jákupsson verið ein sera virkin, ómissandi listmiðlari, sum hevur skrivað fleiri stórar monografiir um Mikines, Tommy Arge, Torbjørn Olsen osfr. Frá 1975-89 var hann leiðari á Listaskálanum í Havn, frá 1989 til 2003 var hann stjóri á Listasavni Føroya, og síðani hevur hann arbeitt við listini burturav og hevur eisini fingið tíð til ta stóru monografiina um William Heinesen, sum fekk fleiri fimmstjørnaði viðmæli í donsku bløðunum.
Til upplatingina av eini framsýning hjá Bárði Jákupsson í Steinprenti í fjør, hugleiddi listamaðurin um sítt listarliga útgangsstøði og segði sínar myndir vera grundaðar á upplivingar, hann hevur havt í føroysku náttúruni - hetta er ikki nakað eg síggi, men nakað eg sá" segði listamaðurin millum annað og greiddi frá tá hann sum ungur drongur var til útróðrar og var meira hugtikin av sjónini av tindunum í erva enn av sjónum í neðra. Hann helt sjálvur, at onkrar av hesum upplivingum, skapini av tindunum onkursvegna sita eftir í hansara málningum og legði aftrat, at systirin teknaði og at hann var inspireraður av henni. Hann greiddi frá, at einaferð var ein blettur komin á eina av hennara myndum, og hon var sera hørm um blettin, sum hon helt oyðilegði ta fínu myndina. Tá hugsaði Bárður við sær sjálvum, at hann dugdi ikki at síggja, at myndin bleiv verri av blettinum, heldur hinvegin. Hetta haldi eg sigur nakað um hansara egnu listarligu hugsan, sum er opin fyri tí spontana.
Í fleiri framúrskarandi málningum, sum hingu á framsýningini í Norðurbryggjuni helt eg meg hóma hesa uppliving listamansins av at vera staddur í báti á sjónum og haðani síggja berg og tindar daga upp móti himni; tí hetta elvir til eitt skift av sjónarmiði, sum broytir sjónarring og myndevni. Sjálvt um Bárður Jákupsson framvegis er tann ekspressivi og eruptivi koloristurin við teimum eyðkendu, dekorativt, hurlandi M-strokunum og litføgru kompositiónunum, ið eru bygdar upp av fýrisligum, rútmiskum slengrum, er hann ikki ein listamaður, ið av sær sjálvum fylgir kulluni av síni egnu slóð, nei, tað sást greidliga í fleiri stórum málningum í Norðurbryggjuni, at hann arbeiðir við bygnaðinum, bjóðar sær sjálvum av og vágar at stíga á ótroddan veg.
Í dag, tollaksmessudag fyllir Bárður Jákupsson sjeytifimm, vit ynskja honum hjartaliga til lukku, takka fyri innsatsin higartil og gleða okkum til komandi framsýningar.
Steinprent upplatingartíðir í vikuskiftinum
/Leygardagin 22.des er opið frá klokkan 10-20
Sunnudagin 23.des er opið frá klokkan 14-18
Millum jól og nýggjár frá klokkan 13-17
Myndaódnin X Vernissage
/Fríggjadagin læt hin tíggjunda framsýningin i røðini av Myndaódnum upp í Steinprenti við góðum gløggi og gávuprentum, sum vórðu stórliga fagnað. Steinbrá, felagið hjá grafikkáhugaðum Steinprentstuðlum, fekk enn fleiri limir. Framsýningin er opin inntil 19.januar. Her eru stór og smá verk hjá Hansinu Iversen, Randi Samsonsen, Onnu Seppälä, Fríðu Matras Brekku, Bárði Oskarsson, Bárði Jákupsson, Rannvá Kunoy, Hanna Bjartalíð, Claus Carstensen, Julie Sass, Louise Aakerman Nielsen, Tóroddi Poulsen, Erik Heide, Mariusi Olsen, Peter Carlsen og Zven Balslev. Síðstnevndi gjørdi nýggjastu verkini á Myndaódnini, sum er sveinaroyndin hjá Louise Aakerman Nielsen innan steinprent. Leivur Thomsen gjørdi viðtal við kuratorin i vikuskiftissendingini í Kvf https://kvf.fo/netvarp/uv/2018/12/07/myndadn-steinprenti
Ein nøgdur listamaður og ein móð og glað steinprentari
Hanni Bjartalíð
Hanni Bjartalíð
Rannva Kunoy
Rannva Kunoy
Bárður Oskarsson
Julie Sass
Hansina Iversen og Randi Samsonsen m.a.
Marius Olsen
Tóroddur Poulsen
Randi Samsonsen
Anna Seppala
Tóroddur Poulsen
Fotomyndir: Magnus V.Andersson
Tíggjunda Myndaódnin í Steinprenti
/Fríggjadagin 7.desember klokkan 16-18 letur tíggjunda Myndaódnin upp í Steinprenti við gløggi og gávuprentum.
Sjálvt um Myndaódnin aftur í ár er eitt slag av listarligum yvirliti yvir árið ið fór í Steinprenti, so er framsýningin ikki serliga afturlítandi, men tvørturímóti rættiliga her og nú við spildurnýggjum grafikki, málningum og træ- og tekstilobjektum. Tað er tann góða føroyska og norðurlendska samtíðarlistin við framúr verkum hjá Hansinu Iversen, Randi Samsonsen, Onnu Seppälä, Fríðu Matras Brekku, Bárði Oskarsson, Bárði Jákupsson, Rannvá Kunoy, Hanna Bjartalíð, Claus Carstensen, Julie Sass, Louise Aakerman Nielsen, Tóroddi Poulsen, Erik Heide, Mariusi Olseog Zven Balslev.
2018 hevur verið eitt serstakliga virkið ár í Steinprenti við mongum framsýningum og enn fleiri grafiskum verkum, sum dugnalig listafólk hava skapað saman við verkstaðsfólkunum. Við á framsýningini verða eitt nú tey nýggju prentini, ið Bárður Jákupsson hevur gjørt sum gávuprent til limirnar í Steinbrá, stuðulsfelagnum hjá Steinprenti. At vera limur í Steinbrá kostar 500 krónur árið; øll eru hjartaliga vælkomin at gerast limir. Og limirnir kunnu av sonnum gleða seg, tí nýggju gávuprentini eru herlig. Í mun til hvussu væl okkum dámar veitslur, er tað í grundini undrunarsamt hvussu lítið veitslurnar hava fyllt sum myndevni í listini. Hetta hevur Bárður Jákupsson gjørt nakað við í sínum fjálgu steinprentum - tey eru á tremur av góðum veitslulag, vøkrum litum og skapum og við hópin av smáum portrettum av menniskjum, sum práta, dansa, drekka, flenna og eru í góðum lag.
Bárður Oskarsson, sum nýliga vann ta stóru norðurlendsku barnabókmentavirðislønina, verður eisini við á framsýningini við nøkrum steinprentum, sum vísa, at hóast munur er millum tær elskuligu barnabókatekningarnar og ta meira døpru myndlistina hjá honum, so eru áhugaverdar líkheitir t.d. í teirri livandi, ójøvnu strikuni og í klára, einfalda myndabygnaðinum.
Hansina Iversen hevur hesar seinastu vikurnar avrikað fleiri verk á grafiska verkstaðnum, m.a. eina røð av smáum koloristiskum steinprentum, ið um somu tíð tykjast einføld og samansett við so nógvum og so ríkum litløgum, at tað er eitt satt myndlistarligt undur, at tey passa inn í tað lítla myndarúmið. Og sjálvt um tøknið er øðrvísi í bleytu tekstilverkunum hjá Randi Samsonsen, so eru eisini tey nonfigurativ við buglandi útúrgerðum, ið geva hugasamband til okkurt lívfrøðiligt, stuttligt, margháttligt og vakurt.
Kom í Steinprent fríggjadagin og njót samtíðarlistina saman við einum góðum glasi av gløggi!
Kinna Poulsen kuraterar framsýningina, sum er opin inntil 19.januar 2019.
*Myndin er brot úr nýggjum prenti hjá Hansinu Iversen
Billedstorm X
Fredag d.7.december klokken 16-18 er der fernisering på årets juleudstilling i Steinprent, Myndaódnin/Billedstorm 2018 med gløgg og gavetryk.
Selv om udstillingen igen i år for tiende gang i træk er en form for oversigt over året der gik i Steinprent, kan man egentlig ikke betegne den som en tilbageskuende udstilling. Tværtimod er der tale om en ganske nutidig udstilling med splinterny grafik, maleri, træ- og tekstilobjekter. Det er med andre ord den gode færøske og nordiske samtidskunst, der udstilles i form af værker af: Hansina Iversen, Randi Samsonsen, Anna Seppälä, Fríða Matras Brekku, Bárður Oskarsson, Bárður Jákupsson, Rannvá Kunoy, Hanni Bjartalíð, Claus Carstensen, Julie Sass, Louise Aakerman Nielsen, Tóroddur Poulsen, Erik Heide, Marius Olsen og Zven Balslev.
2018 har været et særdeles aktivt år i Steinprent med en del udstillinger og endnu flere litografier, som kompetente billedkunstnere har skabt sammen med de erfarne værkstedsfolk. Med på udstillingen er bl.a. de nye tryk, som Bárður Jákupsson har lavet til foreningen Steinbrás medlemmer. At være medlem i Steinbrá koster 500 kroner om året – alle er velkommen at tilmelde sig, og alle indtægter af kontingent går til støtte af Steinprents arbejde.
Igen i år kan medlemmerne glæde sig til nogle herlige gavetryk. Festligheder er et mærkeligt sjældent motiv i færøsk billedkunst, men Bárður Jákupsson har taget det op som tema og resultatet er nogle skønne, smittende lune skildringer af mennesker, der snakker, danser, drikker, griner og er i godt humør
Bárður Oskarsson, der for nylig vandt Nordisk Råds Børnelitteraturpris, er også med på udstillingen med nogle fine litografier, der viser, at selvom der er forskel på hans elskelige børnebogstegninger og det mere alvorstunge udtryk i hans billedkunst, så er der interessante ligheder at spore bl.a. i den ujævne bølgende streg og den enkelte og klare opbygning af billedrummet.
Hansina Iversen har de sidste par uger færdiggjort flere værker på værkstedet, bl.a. en række små koloristiske litografier, der er på en gang forekommer enkle og komplekse og med så mange lag farve, at man må undres over, at de kan passe ind i det begrænsede billedrum. Men det gør de på en måde, der vender begrænsningen til en klar fordel. Og selv om Randi Samsonsens tekstilværker rent teknisk er ganske anderledes, så er de også nonfigurative med finurlige buler, der giver associationer til noget organisk/biologisk, og som forekommer morsomme, mærkelige og skønne på deres helt egen måde.
Kinna Poulsen kuraterer udstillingen, der er åben indtil d.19.januar 2019.
Fotos: Udsnit af værk af Randi Samsonsen
Virtuosi sjónleikarin Olaf Johannessen
/Einaferð stóð her á Listaportalinum, at føroyski sjónleikarin, Olaf Johannessen ikki leggur seg á vunnin laurber at durva, og tað kunnu vit bara endurtaka, nú hann eftir at hava vunnið hægsta heiður í danska sjónleikaraumhvørvinum, hevur kastað seg yvir ein nýggjan høvuðsleiklut sum Big Daddy í navnframa leikinum, Cat on a hot tin roof hjá Tennessee Williams, sum mong munu kenna frá filminum frá 1958, tá Paul Newman og Elizabeth Taylor leikaðu høvuðsleiklutirnir. Á Betty Nansen leikhúsinum er tað Ditte Gråbøl, sum spælir frúan í húsinum, Big Mamma, frumframførslan var 17.november og ummælini eru sum heild positiv.
Ummælarin á Kristeligt Dagblad, Kathrine Maria Amann fegnast ikki minst um Olaf Johannessen: “I rollen som den indestængte sydstatspatriark, bomuldskongen Big Daddy, har vi den virtuose Olaf Johannessen. Som husets overhoved nærer han en spruttende foragt for alt og alle – ikke mindst sin egen familie, der går ham så grueligt på nerverne. Og det kan man ikke fortænke ham i…”
Leikarar: Johanne Louise Schmidt, Patrick Baurichter, Olaf Johannessen, Ditte Gråbøl, Mikkel Arndt, Kitt Maiken Mortensen, Mikkel Hess m. fl.
Leikstjóri Minna Johannesson
Pallur og búnar Christian Friedländer
Týðing Madame Nielsen
Leikurin verður framførdur inntil 31.desember.
Mørk og vegir millum vísindi og list
/Almenn ráðstevna um útbúgving í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya í døgunum 6. og 7. desember
Fyrireikingarnar til eina útbúgving í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum eru komnar væl áleiðis. Fyri at gera vart við hugsanir, sum eru knýttar at einari slíkari útbúgving, skipar Fróðskaparsetrið fyri almennari ráðstevnu við heitinum “Mørk og vegir millum vísindi og list”.
Evnið á ráðstevnuni verður í fyrra lagi, hvussu listaligt og vísindaligt arbeiði á ymsan hátt kunnu umskarast og ávirka hvørt annað. Í øðrum lagi verður spurt, um arbeiðshættirnir í vísindum og list eru fullkomiliga ymiskir, sum olja og vatn, og ikki kunnu renna saman. Undir hesum yvirskipaða evni eru knýttir spurningar um listaliga skapan, listaliga útbúgving og tilgongdina frá hugskoti/kenslum til liðugt listaverk. Hugt verður eisini eftir, hvønn leiklut ein útbúgving í listaligum arbeiði kann fáa í samfelagsligum høpi.
Umframt føroysk listafólk og granskarar luttaka Ursula Andkjær Olsen, yrkjari og rektari á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn, Rolf Hughes, sum starvast á universitetinum í Newcastle og hevur ein ph.d. í creative writing frá University of East Anglia, Ivar Frounberg, komponistur og í mong á professari á Norges Musikkhøgskole í Oslo.
Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at siga frá luttøku. Freistin fyri tilmelding er 4. desember, og tilmelding fer fram her . Kaffi, te, vatn og okkurt lætt til matna verður at fáa.
Stað: Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju 15
Skrá:
Hósdagur 6/12
09.00 Bergur Djurhuus Hansen: Vælkomurøða. Hugsanir og ætlanir
09.25 Ursula Andkjær Olsen: Et læsende fællesskab
10.10 Vónbjørt Vang: Heilsan frá Rithøvundafelagið Føroya
10.30 Kaffisteðgur
10.45 Rolf Hughes: This is Not a Story
11.30 Oddfríður Marni Rasmussen: At læra at lesa seg sjálvan
12.00 Døgurðasteðgur
13.00 Rói Patursson: Ímyndan og markaskil
13.45 Carl Jóhan Jensen: Frá heimild til óheimild/ kynstrið at lúgva satt upp í okkurt, sum er meir enn sannleiki
14.15 Kaffisteðgur
14.30 Orka: Framførsla við stuttum inngangi um tónleikin
15.00 liðugt
Fríggjadagur 7/12
09.00 Ivar Frounberg: Kunstnerisk dannelse og uddannelse
09.45 Sunleif Rasmussen: Frá hugskoti til veruleika
10.15 Ólavur Jakobsen: Framførsla - Bach og Heinesen
10.30 Kaffisteðgur
10.45 Sissal Kampmann: Alt, ið er støðugt, hvørvur
11.15 Teitur: Framførsla og hugsanir um tekstir, løg og kompositión
11.45 Bergur Djurhuus Hansen/Sunleif Rasmussen: Samanumtøka
12.00 Liðugt
Føroya Symfoniorkestur lagt í trygga legu
/Í dag boðar Mentamálaráðið frá, at avtala er skrivað, sum fer at tryggja Føroya Symfoniorkestur í framtíðini.
- Nú avtalan er undirskrivað, er Føroya Symfoniorkestur lagt í eina trygga legu, sum ikki er tongd at ávísum persónum, men einum bindandi sáttmála millum fleiri ymsar aktørar. Hetta er ein gleðisdagur, staðfesti Poul Jákup Thomsen, sum hevur verið ímyndin av Symfoniorkestrinum í eitt mannaminni.
- Eg havi havt tvinni mál. Annað málið var at fáa 9. symfoni hjá Beethoven á skrá, tí tað er eitt torført stykki á sera høgum støði; og tað verður framført nú komandi vár. Hitt málið var at skipa symfoniorkestrið sum sjálvsognarstovn, og tað er hervið gjørt. Nú kann eg leggja frá mær við góðari samvitsku, segði Poul Jákup Thomsen við sínum eyðkenda breiða smíli.
Tey, ið stovnseta Føroya Symfoniorkestur, eru - umframt orkestrið - eisini Mentamálaráðið, Kringvarpið, Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommuna. Hesi stuðla antin beinleiðis ella óbeinleiðis við fígging, hølum, upptøkum ella líknandi.
Føroya Symfoniorkestur og hinir stovnararnir hava í longri tíð arbeitt við at umskipa bygnaðin fyri orkestrið. Ein arbeiðsbólkur við umboðum úr orkestrinum og Mentamálaráðnum hevur hartil arbeitt við at gera nýggjar viðtøkur fyri felagið, sum nú skal vera ein sjálvsognarstovnur.
Og lagið var gott á fundinum, tá skjølini vórðu undirskrivað.
- Hetta er ein gleðisdagur, nú Føroya Symfoniorkestur er lagt í trygga legu. Tí Symfoniorkestrið hevur so sera stóran týdning fyri okkara ungu spírar. Vit hava helst ta bestu musikkskúlaskipanina í Norðurlondum. Hon er á sera høgum støði við konservatorieútbúnum lærarum, men hon er samstundis bílig fyri foreldrini. Og fyri børnini er dreymurin, at tey kanska ein dag sleppa at spæla við Symfoniorkestrinum uppi í Norðurlandahúsinum, segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, var samd.
- Vit eru øll so errin av okkara symfoniorkestri, tá tit framføra hesar framúr góðu konsertirnar. Men vit mugu ikki gloyma alt tað stóra, dagliga arbeiðið, sum krevst, fyri at hetta skal bera til. Virksemið er blivið so umfatandi og professionelt nú, at tað má skipast eftir føstum kørmum.
Kringvarpsstjórin, Ivan Niclasen, og Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, fegnaðust somuleiðis hvør í sínum lagi um teirra leiklut við ávikavist sendingum og hølum, og Johannes Andreassen, sum var á fundi vegna tónleikararnar, gleddist um, at viðtøkurnar eru demokratiskar og geva tónleikarunum sjálvum ein ávísan ræðisrætt, hóast orkestrið nú skal hava eitt stýri.
Føroya Symfoniorkestur var stovnað 29. oktober 1983. Í sambandi við, at virksemið hjá orkestrinum er økt, er tørvurin á einum meir tíðarhóskandi og betri skipaðum bygnaði vaksin.
- Tá vit byrjaðu, høvdu vit eina vánaliga konsert um árið. Nú hava vit heili 26 konsertir árliga – og tær eru á sera høgum støði. Men við at skipa orkestrið á hendan hátt er fundamentið tryggjað, og tað letur upp fyri enn størri menning, sum helst fer at merkjast við tíðini, staðfesti Poul Jákup Thomsen, áðrenn hini takkaðu honum so hjartaliga fyri megnararbeiðið við orkestrinum seinastu 35 árini.
So skjótt stýrið er mannað verður fyrsta uppgávan at finna nýggjan stjóra fyri orkestrið, tí Poul Jákup Thomsen hevur takkað fyri seg. Stýrið skal annars hava yvirskipaðu ábyrgdina av fíggjarviðurskiftum og rakstri, umframt tryggja, at orkestrið heldur á at mennast.
Yvirskipaða endamálið hjá Føroya Symfoniorkestrið er enn tað sama góða: at reka symfoniorkestur á høgum stigi og við konsertum og øðrum tónleikaligum virksemi at nøra um og styrkja ansin fyri tónleiki.
Oddfríður vann
/Fyri løtu síðani varð kunngjørt í Norðurlandahúsinum, at Oddfríður Marni Rasmussen er tann, ið vann skaldsøgukappingina hjá Sprotanum og Bókahandlunum. Oddfríð kenna vit best sum lyrikara, men hann hevur eisini skrivað stuttsøgur, umframt at hann ritstjórnar og gevur út Vencil saman við Arnbirni Dalsgarð. Spennandi verður at lesa vinnaraskaldsøguna. Til lukku, Oddfríður.
Grundgeving fyri vinnaraskaldsøguna 2018
Føroyskur skaldskapur hevur við skaldsøguni Ikki fyrr enn tá fingið eina nýggja rødd. Her er talan um eina sannførandi skaldsøgu, ið er skrivað av einum sannførandi høvundi um eitt týdningarmikið evni, ið okkum tørvar at seta orð á. Søgan snýr seg um ta vanlagnu tað er, tá makin fær ólekjandi heilakrabba, men tað er støðan hjá tí avvarðandi, ið verður so meistarliga lýst. Ikki einans er hetta ein ræðandi og hjartanemandi frásøgn – hon er eisini so sera týdningarmikil at hava á føroyskum máli.
Skaldsøgan setur flugubein við allar tær røttu yvirskriftirnar. Mál, frásøgufólk, frásøguháttur og sjónarhorn, nærlagni, flow og fokus, bygnaður, samanhangur – alt arbeiðir saman og ger skaldsøgan til eitt heilskapað verk, ið ein ikki gloymir, men kann lesa umaftur.
Rithøvundurin megnar sera væl at lýsa støðuna hjá einum pari, bæði meðan deyðin skilir tey, og hvussu tilveran er hjá høvuðspersóninum, ið eftir situr. Tí, hvør eri eg, tá ið mín maki vegna sjúku broytir persónsmensku, og hvør er mín maki tá? Og hvussu kann ein fóta sær aftur aftaná?
Tað er hendan torføra og og til tíðir vónleysa leitanin eftir “orðinum”, ið skaldsøguna eydnast til fulnar at lýsa. “Orðið” sum kann hjálpa okkara høvuðspersóni at rúma og yvirliva samanbrestin og stríðið við deyðan. “Orðið” sum kann forloysa, sum kann linna, sum kann ugga, sum kann geva tilveruni eina meining og eitt virði aftur.
Og tað er aftur hetta, ið okkara høvuðspersónur skal loysa við at skriva seg gjøgnum sorg, tap, sakn, líkasum rithøvundurin gera tað. At seta orð á okkara innara mál og gera tað subjektiva í einari vónleysari støðu atkomuliga hjá lesarinum, til tess at vísa á, at mínar kenslur eru felags kenslur, sum vit ikki skulu skammast við.
Ein tílík søga kann lættliga gerast alt ov sentimental og døpur. Evni er ikki til at taka feil av. Men her vísur skaldsøgan allatíðina eitt yvirskot. Hóast søgan er døpur, so er hon ikki deprimerandi (tunglynt ella svartskygd). Og sentimentaliteturin verður alla tíðina skortraður burtur av einum áhugaverdum og sannførandi høvuðspersóni, ið veruligani roynar at fáa tamarhald á sær sjálvum og sínum lívið aftur.
Harafturímóti er søgan ótrúliga rørandi, skelkandi, syrgilig, bersøgin, realistisk, lívsjáttandi og ikki minst aktuel.
Fotomynd: Anna Jóannesardóttir