1-0 til hangiboppurnar

ss.jpg

Mítt 8.mars-listaviðmæli má vera framsýningin hjá Silju Strøm í Listasavninum, Listaleikir. Tað geri eg fyrst og fremst tí talan er um eina góða framsýning, sum kann síggjast fleiri ferðir, men tað geri eg eisini tí Silja í sínum figurativa málaríi sleppur óperfekta kvinnukroppinum framat og tað er altso uppá tíðina!

Listaleikir er ein serstakliga væl eydnað framsýning, bæði tá hugsað verður um tær einstøku myndirnar í henni og um heildina - tað er hugtakandi at síggja hvussu staklutirnir og heildin hanga saman í eini bylgjandi meginrørslu. Sum eg greiddi frá í mínari upplatingarrøðu, so tykist listin hjá Silju Strøm relationel soleiðis at skilja, at listakvinnan granskar viðurskiftini millum figurativt og abstrakt, millum tekning og málarí, spontant og stýrt, intimt og ópersónligt, millum ílatið og úrlatið, hátíðarligt og banalt, millum einstakling og samfelag. Henda listin sýnist ovurhonds estetisk og fínlig, men er samstundis sosial og demokratisk av lyndi; verkini innihalda bæði sosialmentanarligar og feministiskar hugsanir. http://www.listaportal.com/tidindi/2019/1/26/silja-strm-listaleikir-upplating?rq=Silja

Í føroyskari list hevur ideali vakurleikin havt ein sera stóran leiklut. Hetta er bæði galdandi fyri abstraktar og figurativar myndir. Og kropparnir í okkara list eru somuleiðis vakrir. Sagt eitt sindur beint fram, so eru ikki nógv verk við hangiboppum í føroyskari list. Tað er løgið um vit hugsa um tær mongu kvinnulýsingarnar í føroyskum málaríi og standmyndum. Men um vit sprota orðið, so finnast ikki hangiboppur í Føroyum og heldur ikki heingiboppur (tað valdast um tær hanga ella verða hongdar upp). Sama er galdandi, tá eg googlaði orðið og vitaði á Kvinnu.fo. Mann kann heldur ikki siga, at hangiboppurnar fylkjast í Hollywood. Men hvussu er og ikki, so kenna flest allar konur til fyribrigdið, tí boppur hava lyndi til at hanga meira og minni. Tyngdarlógin og so tað, at boppur ikki kunnu trenast og tuktast, hevur við sær, at vit ganga runt við øllum møguligum stuttligum boppum, sum líkjast ovurstappaðum indrum, hosum við eini fimmkrónu í, fullum ella hálvtómum posum, sum stundum eru til fortreð, so at vit hava hug til at tveita tær aftur um bak og gloyma alt um tær, og sum í hvussu so er ikki minna um tær nydeligu boppurnar, sum síggjast á standmyndum og í málningum. Eru kvinnur í einum ávísum aldri, eru tær vanliga væl og virðiliga ílætnar t.d. mammurnar í okkara minnisvarðum, meðan tær ungu naknu og navnleysu kvinnurnar í standmyndum og málningum allar hava sovorðnar boppur, sum peika fram ella uppeftir.

Í myndaverðini hjá Silju Strøm hevur kroppsligi bygnaðurin hjá kvinnunum altíð verið fjølbroyttur. Hon teknar og málar tjúkkar konur við ryggdellum, klænar konur við spískum knøum og bæði ungar og eldri konur við boppum, sum uppføra seg sum boppur flest.

Tað er frígerandi og gott.

Kinna Poulsen

hb.jpg
49515999_1214296202054308_6846804374498603130_n.jpg

Facebook er ein kollektiv lúgvimaskina, har tað t.d. ber til at halda uppá, at vit verða penari við aldrinum #10yearschallenge - tað passar ikki - tað einasta, sum verður penari við aldrinum eru boppurnar!